53 Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing
A.
Upprunauppskot
B.
1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1.
viðgerð
D.
Álit
E.
2. viðgerð (Einki orðaskifti)
3.
viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2002, 5. februar, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing
§ 1
Løgtingslóg nr. 77 frá 17. mai 1994 um dagpening vegna ættleiðing verður tikin av.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.
Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Tann 1. juni 2001 kom løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 " um barsilsskipan
" í gildi, og sum eisini fevnir um útgjald úr barsilsskipanini í sambandi við
ættleiðing. Tann 1. juni 2001 kom løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 " um
dagpening vegna sjúku v.m. " eisini í gildi.
Sambært almennu viðmerkingunum til lógina um barsilsskipan verður sagt, at " skotið verður upp fyri allan arbeiðsmarknaðin, tann almenna sum tann privata, at gera eina felags skipan viðvíkjandi endurgjaldi fyri lønarmiss/lønarútreiðslur í sambandi við barnsburð og ættleiðing, sum skal loysa av tær almennu skipanir, sum í dag eru hesum viðvíkjandi, t.e. skipanin eftir dagpeningalógini um dagpening í sambandi við barnsburð og ættleiðing, og skipanin viðvíkjandi barsilsgrunninum hjá landinum.
Skipanin skal í mest møguligan mun bera kostnaðin av barnsburði og ættleiðing, bæði hjá løntakarum og hjá arbeiðsgevarum, og reglurnar í dagpeningalógini um dagpening í sambandi við barnsburð og ættleiðing verða tiknar av, eins og barsilsgrunnurin hjá landinum verður tikin av.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu sjálvir vera við til at fíggja skipanina."
Soleiðis bleiv alt, eisini ættleiðing, samlað í lógini um barsilsskipan, og í nýggju dagpeningalógini er eisini alt viðvíkjandi barnsburði tikið úr lógini. Tó broytti Trivnaðarnevndin uppskotið, so frávera undan føðing vegna heilsuvanda fyri móður ella barn, verður goldin við dagpeningi eftir dagpeningalógini. Men hetta hevur onki við ættleiðing at gera.
Nevnast kann eisini, at Landsgrannskoðarin hevur gjørt vart við, í sambandi við grannskoðanina av dagpengum, at lógin um dagpening vegna ættleiðing framvegis er í gildi, og teir spyrja, nær hon verður sett úr gildi.
Kap. 2: Avleiðingarnar av uppskotinum
Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Ongar fíggjarligar avleiðingar eru við at taka hesa lóg av. Í nýggju
dagpeningalógini er hædd tikin fyri, at ættleiðing fer úr lógini, og eftir nýggju
lógini um barsilsskipan so eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum fíggja
skipanina.
Hoyring
Óneyðugt er at senda uppskotið til hoyringar, tí ættleiðingarskipanin er
"implementerað" í nýggju lógina um barsil, og hon er sum kunnugt sett í
gildi.
Aðrar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar, sosialar ella vinnuligar avleiðingar ella
avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.
Fyri Landið/ landsmyndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar | Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar sam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar | nei |
nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar | nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar | Nei |
Kap. 3: Serligar viðmerkingar
Til § 1.
Her verður ásett, at øll lógin verður avtikin.
Til § 2.
Gildiskomuregla.
1. viðgerð 7. februar 2002. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 13. februar 2002 legði fram soljóðandi
Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 5. februar 2002 og eftir 1. viðgerð tann 7. februar 2002 beint trivnaðarnevndini.
Trivnaðarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 13. februar 2002.
Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.
2. viðgerð 15. februar 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 19. februar 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 13 frá 27.02.2002