Endurgjaldsábyrgd
71 Uppskot til ríkislógartilmæli um lóg um
endurgjaldsábyrgd
A.
Upprunauppskot
B.
1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1.
viðgerð
Ár 2002, 26. februar, legði
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
Uppskot
til
ríkislógartilmæli um lóg um endurgjaldsábyrgd
Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda
uppskot til kongliga fyriskipan um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um
endurgjaldsábyrgd.
Viðmerkingar
Høvuðsendamálið við lógini er at tryggja eitt endurgjald, sum í størri mun enn
áður svarar virðið á peningaliga tapinum, tá onkur verður fyri persónskaða ella
missi av uppihaldara. Orsøkin til tað er serliga, at vit í løtuni ikki hava eina
lóggávu á hesum øki, og endurgjald tískil verður givið eftir rættarsiði, og
svarar tað ikki til veruliga tapið.
Hækkanin innan privata endurgjaldsrættin kemur serliga teimum, ið
eru komin ringast fyri, til góðar, soleiðis at javnvág verður millum privata
endurgjaldsrættin og arbeiðsskaðatryggingarlógina.
Uppskotið hevur eisini reglur um ábyrgd skaðaelvarans, tá trygging
bøtir aftur vanlukkutilburð. Eisini eru tað reglur um endurgjaldsábyrgdarlætta, tá
endurgjaldsábyrgdin er serliga tyngjandi, og í serligum føri kann síggjast burtur frá
medvirkni skadda til skaðan. Eisini er regla um at lætta ábyrgd arbeiðstakarans. At
enda hevur uppskotið eisini reglur um sínámillum ábyrgd, tá talan er um samábyrgd.
Hækkar endurgjaldið, ber tað í sær eina eykaútreiðslu fyri
landskassan, tá landið er endurgjaldskyldugt, og onki aftursóknarkrav er mótvegis
skaðaelvara. Tó kann sparast á sosiala økinum, av tí at hægri endurgjald til skadda
fer at hava við sær, at tørvurin á sosialari veiting ikki er so stórur.
Tær einstøku broytingarnar og viðmerkingar til hesar
Í uppskotinum verður ásett, hvussu upphæddirnar verða dagførdar (§ 15), og eru
dagførdu upphæddirnar settar inn í uppskotið, sum tær eru ásettar við kunngerð nr.
1049 frá 29. november 2000.
Í donsku lógini eru gjørdar niðanfyri standandi broytingar vegna serlig føroysk
viðurskifti. Har, ongar broytingar eru gjørdar, verður víst til donsku
lógarviðmerkingarnar í viðløgdu skjølum.
Broytingar:
- 1. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Stk. 2. I
erstatningen fradrages løn under sygdom, dagpenge fra arbejdsgiver, forsikringsselskab,
Lønreguleringsfonden eller det offentlige, og forsikringsydelser, der har karakter af en
virkelig skadeserstatning, samt lignende ydelser til den skadelidte."
- 2. Í § 10 verða orðini í yvirskriftini
"Forelæggelse for Arbejdsskadestyrelsen" broytt til: "Forelæggelse for
Færøernes Ulykkesforsikringsråd" og orðini "Arbejdsskadestyrelsen, jfr. lov
om arbejdsskadeforsikring" broytt til: "Færøernes Ulykkesforsikringsråd, jfr.
lagtingslov om arbejdsskadeforsikring".
- 3. Í § 11 verður orðið
"Arbejdsskadestyrelsen" broytt til: "Færøernes
Ulykkesforsikringsråd".
- 4. Í § 16 verður eftir orðini "efter forhandling
med" sett inn ímillum "Færøernes hjemmestyre,".
- 5. Í § 17 verða orðini "lov om
arbejdsskadeforsikring" broytt til: "lagtingslov om
arbejdsskadeforsikring", og orðið "land" sett inn millum "Stat,
kommune". Eisini verður § 17, stk. 1, síðsta pkt. strikað.
- 6. Í § 20 verða strikað orðini "en kommune".
- 7. § 28 verður orðað soleiðis: "Anordningen
træder i kraft den
og finder anvendelse på erstatningsansvar
for skader, der indtræder efter anordningens ikrafttræden."
- 8. Í § 29, nr. 4 verða orðini "§ 53, stk. 3, 2.
pkt. i sømandsloven, jfr. lov nr. 420 af 13. juni 1973" strikað, og í § 29, nr. 5
verða orðini "§ 67, 2. pkt. i søloven, jfr. Lovbekendtgørelse nr. 353 af 1. juli
1974" strikað. Sum § 29, nr. 4 verður í staðin sett: "§ 63 og § 64 i lov
nr. 277 af 30. juni 1992 om umyndighed og værgemål, som senest ændret ved anordning nr.
14 af 18. januar 1982".
- 9. § 30 verður strikað.
- 10. § 32 verður strikað.
Viðmerkingar:
- 1. Til § 2, stk. 2: Neyðugt er við hesi broyting, tí føroyska lógaruppskotið um
arbeiðsskaðatryggingarlóg varðveitir verandi dagpengaskipan, meðan danir hava eina
øðrvísi skipan.
- 2. Til § 10: "Færøernes
Ulykkesforsikringsråd" svarar til "Arbejdsskadestyrelsen" í donsku
lógini, sbr. løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging.
- 3. Til § 11: Viðmerkingarnar eru tær somu sum til § 10.
- 4. Rentusatsurin, sum innførdur er í Danmark við
kunngerð nr. 896 frá 21. desember 1990, er settur inn í uppskotið. Heimild
løgmálaráðharrans er í uppskotinum broytt soleiðis, at hann fyrst skal tingast við
landsstýrið, áðrenn hann broytir satsin fyri Føroyar.
- 5. Til § 17: "Lov om arbejdsskadeforsikring"
svarar til løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging, og er tað tískil broytt. Eisini er
tað landskassin, sum veitir pensjón o.a., og er orðingin "landet" tískil
neyðug. Síðsta pkt. verður strikað, tí aftursóknarmøguleikin (regres) vegna
dagpengar er ikki tikin við, tí sbrt. Dagpengalógini, galdandi í Føroyum, kann
dagpeningaskipanin ikki gera aftursókn hjá skaðaelvaranum.
- 6. Til § 20: Broytingin er neyðug, tí at hvørki landið
ella føroysku kommunurnar eru sjálvtryggað mótsett danska statinum og donsku
kommununum.
- 7. Til § 28: Ásetingarnar í hesi lóg verða nýttar á
skaða, ið hendir, eftir at lógin er komin í gildi. Ikki er nevnt, hvønn dag
gildiskoman skal vera. Hetta má løgmálaráðharrin gera av. Orsakað av innihaldinum í
§ 10 og § 11 í lógaruppskotinum, er tað ein fyritreyt, at hetta ikki kann henda
fyrrenn, ella sama dag, sum løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging fær gildi.
- 8. Til § 29, nr. 4 og 5: Ásetingin í § 53, stk. 3, 2.
pkt. er ikki í løgtingslóg um sjómenn og ásetingin í § 67, 2.pkt. í søloven varð
broytt, tá lógin fekk gildi í Føroyum í 1985, og eru tær tí ikki við, meðan
avtøka av § 63 og § 64 í lógini um ómyndug er sett inn. Í mun til í Danmark er
neyðugt at avtaka § 63 og § 64 í lógini um ómyndug, sum enn hevur gildi í Føroyum,
tí annars koma reglurnar at standa í tveimum støðum, bæði í endurgjaldslógini og
lógini um ómyndug.
- 9. Til § 30: Danska arbeiðsskaðatryggingarlógin hevur
ikki gildi fyri Føroyar, men verður nýggj løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging løgd
fyri Løgtingið skjótt.
- 10. Til § 32: Greinin gevur heimild til at seta lógina í gildi fyri Føroyar og skal
tískil ikki standa her.
Skjal:
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatningsansvar
1. viðgerð 4. mars 2002. Málið beint í
rættarnevndina.
Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval
varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt
viðgjørt á tingi fyri valið.