Løgtingsfíggjarlóg 2002

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg fyri 2002

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Nevndarskjøl í sernevndarummælum, sbr. § 24, stk. 3 í tingskipanini
F. Álit
G. 2. viðgerð
H. Orðaskifti við 2. viðgerð
I. 3. viðgerð
J. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2001, 28. september, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingsfíggjarlóg fyri 2002  (Dagført uppskot)

1. viðgerð 9. til oktober 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 11. desember 2001 legði fram soljóðandi Álit

Á tingfundi 13. desember 2001 legði Helena Dam á Neystabø, løgtingsmaður, fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

til

2. viðgerð  

 

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

3.000

3.000

-

 

Almannamál .........................................................................................

3.000

-

8.21.6.01. Bústovnur, serforsorg ……………………………………..

3.000

-

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.21.6. Eldri og brekað
8.21.6.01. Bústovnur, serforsorg

U

4.000

BU

3.000

Viðmerkingar

8.21.6.02 Bústovur, serforsorg (Løgujáttan)

Tað er at fegnast um, at fíggjarnevndin hevur sett uppskot fram um at hækka rakstrarjáttanina til serforsorgina. Boðað verður frá, at henda hækking tryggjar 19 nýggj sambýlispláss umframt eitt sambýli fyri 5 sálarsjúk. Men enn er langt eftir á mál. Ivaleyst hevði borið til at fingið til vega fleiri bústaðarpláss fyri menningartarnað ella rørslutarnað, um játttan var tøk til íløguna. Skotið verður tí upp at hækka játtanina til Bústovnar, serforsorg við 3 milliónum. Verður játtanin sett í Sjálvsognarstovnin Sambýlir, so kunnu tað fyri hesa upphædd útvegast fleiri sethús, sum eru hóskandi til endamálið. 

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

U

BU

F

Útreiðslujáttan

4.000

3.000

7.000

10. Bústovnur
Útreiðslur

4.000

3.000

7.000

11. Lønir v.m.
14. Keyp av vørum og tænastum

-

16. Leiga, viðlíkahald og skattur
19. Ynsar rakstraútreiðslur

-

31. Byggin og løguframleiðsla

4.000

3.000

7.000

54. Stuðul til annað virksemi

-

Á sama tingfundi legði Helena Dam á Neytabø, løgtingsmaður, eisini fram hetta

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

til 

2. viðgerð 

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

28.000

28.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Almannamál .........................................................................................

28.000

-

8.21.8. Sosialar pensjónir .......................................................................

28.000

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.21.8. Sosialar pensjónir
8.21.8.10. Fólkapensjón

U

335.000

-

BU

28.000

-

 Viðmerkingar

8.21.8.01. Fólkapensjón (Lógarbundin játtan)

Sum fráboðað, tá ið fíggjarlógin var til 1. viðgerð, verður við hesum uppskot sett fram um at hækka játtanina til sosialar pensjónir við 28 milliónum. Sambært álitinum til fíggjarlógina fyri ár 2002 hevur meirilutin ikki sett nakað uppskot fram, sum tryggjar, at henda hækking kann verða framd. Heldur ikki verður nakað sagt um, at landsstýrið hevur ætlanir um at leggja lógaruppskot fram, sum tryggjar, at pensjónirnar hækka næsta ár.

Tað er framvegis alt ov stórur munur á, hvørjar umstøður folk hava á ellisárum sínum. Og tað er heilt greitt, at fólkapensjónistar, sum bara hava sína fólkapensjón at liva av, hava krav upp á eina hækking í inntøkugrundarlagi sínum. Samanborið við búskaparvøkstur og útreiðsluvøkstur og lønarhækking hjá øllum øðrum føroyingum, er tað Løgtingsins skylda at tryggja eina hækking í fólkapensjónini, sum munar hjá teimum, sum bara hava fólkapensjón sum inntøku. Annars koma hesi bara at kenna búskaparframgondina sum eina stóra byrðu. Eingin hevur meiri enn tey gomlu uppiborið lut í tí framburði, sum er í samfelagnum í dag.

Tað er framvegis tørvur á dagføringum av fólkapensjónsskipanini.

Fyri tað fyrsta skulu vit miða eftir, at samlaða útgjaldið t.v.s. grundarupphædd pluss viðbøtur verða hægri. Í ár 2000 varð henda upphædd hækkað við uml. 1000 kr. um mánaðin. Ein samsvarandi hækking ber væl til at fremja eina ferð afturat nú.

Fyri tað næsta skulu vit miða eftir at minka og heilt taka munin burtur millum grundarupphæddina hjá giftum og ógiftum/einligum. Tað er mannminkandi og í móti øllum hugburði um javnstøðu millum manna og millum kvinnur og menn at varðveita henda munin. Løgtingið kann samtykkja at minka henda munin burtur yvir eitt áramál - t.d. trý ár. Henda broyting eigur sjálvsagt at vera galdandi fyri øll, bæði fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar.

Fyri tað triðja skulu vit tryggja, at ein fólkapensjónistur kann forvinna meira umframt fólkapensjónina, áðrenn pensjónin verður minkað. Í dag ber til at forvinna 21.400 kr., áðrenn pensjónin minkar. Henda upphædd átti at verið hægri, uml. 50.000 kr. kundi verið hóskandi beinanvegin.

Felags fyri allar ábøtur,sum verða gjørdar, er, at fyrivarni má takast fyri, at ábótin hvørvur ikki í einum hægri skattatrýsti.

Samtykkir Løgtingið at hækka játtanina til fólkapensjón við 28 milliónum fyri ár 2002, so eigur lóggáva beinanvegin at verða løgd fyri Løgtingið, sum ásetir, hvussu hækkingin verður framd.

Til tess at lýsa, hví tað er neyðugt við einari pensjónshækking nú, verða tølini upplýst, sum eru galdandi í dag.

  Grundarupphædd Viðbøtur Grundarupph.+Viðbøtur
Gift: 39.756/3.313 mðr. 16.380/1.365 mðr. 56.136/4.678 mðr.
Støk: 50.028/4.169 mðr. 22.524/1.877 mðr. 72.552/6.046 mðr.

Sambært hesum tølum sæst, at ein giftur føroyskur fólkapensjónistur fær 4.678 kr um mánaðin. Burtur av hesari upphædd verður ein lítil upphædd goldin í skatti. Tað sigur seg sjálvt, at her verður ikki nógv eftir.

Hugsa vit um øll tey mongu, sum hava havt fast starv innan t.d. tað alemenna, so fáa flest øll eina sáttmálatryggjaða pensjón, sum kann liggja um 10.000 kr - 13.000 kr um mánaðin, harumframt fáa tey flestu grundarupphæddina, sum er 3.313 kr. So samanlagt verður tað millum 13.000 kr. og 16.000 kr. Við hesum verður ikki sagt, at hin fastlønti fær ov mikið, víst verður bert á, hvussu stórur munurin er, og tá eru tey ikki nevnd, sum fáa tær heilt høgu pensjónirnar.

Til tess at gagna teimum, sum hava lægstu pensjónina í dag, er best at hækka viðbøturnar og samstundis tryggja, at hækkingin hvørvur ikki í hægri skatti.

Skotið verður tí upp at játta 28 milliónir til hækking til Fólkapensjónir í 2002. Tað er neyðugt við broyting av ásetingarlógini til tess at fremja hesa broyting í verki. Best er, at landdstýrið leggur slíkt lógaruppskot fram, tí landsstýrið hevur neyðugu forritini til tess at gera neyvar útrokningar.

Sundurgreinað ætlan

Tús. Kr.

U

BU

F

Útreiðslujáttan

335.000

28.000

363.000

       
10. Fólkapensjón      
       
Útreiðslur

335.000

28.000

363.000

11. Lønir v.m.      
52. Tilskot til einstak

335.000

28.000

363.000

       
Inntøkur      
77. Flyting frá kommunum

-

   
       
20. Persónligar viðbøtur      
       
Útreiðslur      
52. Tilskot til einstak

-

   
       
Inntøkur      
77. Flyting frá kommunum

-

   
       
30. Umsorganararbeiði      
       
Útreiðslur      
11. Lønir v.m.

-

   
14. Keyp av vørum og tænastum

-

   
19. Ynsar rakstraútreiðslur

-

   
52. Tilskot til einstaklingar

-

   
54. Stuðul til annað virksemi

-

   
       
Inntøkur      
77. Flyting frá kommunum

-

   

Á sama tingfundi legði Jenis av Rana, løgtingsmaður, fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

2. viðgerð

§ 2. Løgmansfyrisitingin v.m. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

3.700

3.700

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Uttanlandsmál

3.700

-

2.13.3. Menningarhjálp

3.700

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

2.13.3. Menningarhjálp
2.13.3.01. Menningarhjálp

U

300

-

BU

3.700

-

Viðmerking

Verandi millum ríkastu lond í heiminum má núverandi játtan metast at vera ein vánalig heilsan at senda umheiminum. Uppskotið skal síggjast sum ein byrjandi hækkan av játtanini. 

§ 6. Vinnumál  

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

2.600

2.600

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Samskifti og samferðsla........................................................................

1.100

-

6.38.4 Ferðslutrygd...................................................................

1.100

-

Arbeiðsmarknaður

1.500

6.39.1 Ymsar útreiðslur

1.500

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

6.38.4 Ferðslutrygd
6.38.4.04.Ráðið fyri ferðslutrygd

U

900

-

BU

1.100

-

6.39.1. Ymsar útreiðslur
6.39.1.07 Arbeiðseftirlitið (Rakstrarjáttan)

U

3.758

BU

475

-

Viðmerkingar
6.38.4.04 Ráðið fyri størri ferðslutrygd + kr. 1.1 mió.
Syrgiligu ferðsluvanlukurnar seinnu árini, ið hava kravt fleiri ungum lívið, bera sín boðskap um týdningin av teimum uppgávum, ið eru álagdar ráðnum. Ein økt játtan kann síggjast sum eini boð frá politiskari síðu um týdningin, vit meta virksemi ráðsins at hava.

6.39.1.07. Arbeiðseftirlitið + kr. 1.5 mió.
Fyri tveimum árum síðani boðaði arbeiðseftirlitið frá, at tað, vegna vantandi játtan, bert fekk røkt helmingin av álagda virkseminum. Hesar viðmerkingar eru ikki at lesa, tó má metast, at støðan neyvan er broytt, um vit hava í huga, at játtanin neyvan er økt meira enn dýrtíðin farnu árini. Havandi í huga ómetaliga fyribyrgjandi týdningin, arbeiði eftirlitsins hevur, verður skotið upp at økja játtanina.

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.

 A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

4.000

4.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Heilsumál...............................................................................................

1.400

-

8.20.1 Fyribyrging....................................................................

1.400

-

Almannnamál........................................................................................

2.600

-

8.21.1. Fyrisiting.....................................................................................

800

-

8.21.5. Studningur til eldri og brekað

1.800

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.20.1. Fyribyrging
8.20.1.0. Tiltøk móti rúsdrekkamisnýtslu

U

600

-

BU

1.400

-

8.21.1. Fyrisiting
8.21.1.22. Stuðul til feløg

U

1.610

BU

800

-

8.21.5. Studningur til eldri og brekað
8.21.50.1. Stuðul til feløg hjá brekaðum

U

10.751

-

BU

1.800

-

8.20.1.07. Tiltøk móti rúsdrekkamisnýtslu + kr. 1.4 mió

Viðmerking
Tó at tíðirnar eru góðar - og kanska júst ti, vil onkur siga - er tal teirra, ið hava ilt við at fóta sær og enda í misnýtslu, týðuliga vaksandi. Ein eyka játtan fer vónandi at virka stimbrandi fyri tey, ið røkja (ella kundu hugsa sær at røkt) ta mangan ótakksomu uppgávu at hjálpa hesum aftur á føtur.

8.21.1.22. Stuðul til feløg
01. Kreppumiðstøð + kr. 200.000
04. Herbergið + kr. 500.000
Nýggj undirkonto
Felagsskapurin "KRIS" kr. 100.000

Viðmerking
Virksemið á kreppumiðstøðini og herberginum eru týðani sosialfyribyrgjandi, og skorðar eiga at verða settir undir slíkt virksemi, serliga nú tíðirnar gera tað møguligt. Tær mannalagnur, ið har verða vardar, viðgjørdar og bjargaðar, kunnu ikki metast í fíggjarligari játtan, og eingin ivi er um, at ein økt "íløga " á hesum økjum kemur fleirfald aftur.

"Kris" er óheftur felagsskapur, sum veitir hjálp og stuðul til menniskju, sum hava verið úti fyri kynsligum ágangi. Arbeiði er sjálvboðið, á allan hátt óheft og byggir m.a. á upplýsing, vegleiðing, útbúgving og menning.

8.21.5.01. Stuðul til feløg hjá brekaðum
03.     Feløg teirra brekaðu + kr. 1. mió
07.     Javni + kr. 500.000
08.     Sinnisbati + kr. 300.000

Viðmerking
Hækkaða játtanin verður nýtt til tað týðandi virksemi, vit dagliga eru vitni til, at hesi feløg leggja úr hondum. Nevnast kann m.a., at MBF er meginfelag fyri 21 feløg, ið hvørt í sínum lagi gera eitt megnararbeiði fyri viðurskifti teirra á ymiskan hátt tarnaðu limir. 

Heildarveitingin

Viðmerking
So leingi eingin uppgerð er gjørd, sum út í æsir greinar fíggjarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmørk, metir Miðflokkurin tað ikki vera rætt at minka heildarveitingarendurgjaldið, sum flokkurin annars metir vera ogn føroyinga fyri tey rættindi Natofelagsskapurin hevur í Føroyum.

Miðflokkurin metir tað vera sjálvsagt, nú fíggjarligu vánirnar eru av teimum bestu, at farið verður undir at bøta um teir skaðar, kreppan voldi, í staðin fyri at senda kr. 366. mió av landinum og tað til eitt samfelag, sum neyvan nakar metir vera millum tey treingjandi.

Tí mælir Miðflokkurin til, at heildarveitingin á inntøkusíðuni á løgtingsfíggjarlógina verður á sama støði sum í fíggjharlógini 2001 kr. 993.400.000. Flokkurin hevur valt at styrkja um á nøkrum krevjandi økjum, tó væl vitandi, at rættast hevði verið heilt at endavent uppskoti landsstýrisins og raðfest av nýggjum. Tó verður hetta vónandi gjørligt um ikki so langa tíð í sambandi við skipan av nýggjum landsstýri eftir løgtingsvalið, sum vónandi skjótt verður útskrivað. Minnilutin í fíggjarnevndini, Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen, hava í álitinum sett fram broytingaruppskot samsvarandi hesum og mælir Miðflokkurin løgtinginum til at samtykkja hetta uppskot.

Umframt tær broytingar flokkurin mælir til, so fegnast Miðflokkurin um flestu av broytingaruppskotunum, andstøðuflokkarnir í fíggjarnevndini skjóta upp, og tekur av fullum huga undir við teimum. Nevnast kunnu uppskotini um hægri játtan til fólkaskúlan, sernámsdepilin, sjúkrahúsverkið, bústovnar undir serforsorgini, eldrarøkt, eldrabýli og uppskot um hækkan av fólkapensiónini.

2. viðgerð 13. desember 2001.
Broytingaruppskot frá samdari nevnd til § 1 samtykt 30-0-0.
Broytingaruppskot frá Helenu Dam á Neystabø til § 8, 8.21.6. Eldri og brekað fall 14-0-16.
Broytingaruppskot frá Helenu Dam á Neystabø til § 8, 8.21.8. Sosialar pensjónir fall 14-0-16.
Broytingaruppskot frá Jenis av Rana til §§ 2, 6 og 8 fall 13-1-16.
Broytingaruppskot frá minnilutanum, Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen, til § 20 fall 13-0-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 2, 2.13.3. Menningarhjálp fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 6, 6.38.1.07. Nýggir landsvegir fall 13-0-18.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 6, 6.38.17. Asfaltering við ferjulegur fall 13-0-18.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.23.2.01. Fólkaskúlin fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.23.2.02. Sernámsdepilin fall 14-0-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.23.3.08. Fiskivinnu- og havbúnaðargranskingarmiðstøð fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.24.2.07. Leikpallur Føroya fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.20.3.04. Landssjúkrahúsið, § 8, 8.20.3.06 Medicoteknisk tól, § 8, 8.20.3.10. Klaksvíkar sjúkrahús, og § 8, 8.20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.1.22. Stuðul til feløg fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.02. Bústovnur, serforsorg fall 14-0-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.04 Eldrarøkt fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.07. Bjálvingarstuðul, hús hjá pensjónistum fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.16. Eldrasambýli fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.8.01. Fólkapensjón fall 14-0-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 10, 10.11.1.01. Sjálvstýrisfyrisitingin fall 12-1-18.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 20, 20.54.1.01. Heildarveiting o.t. fall 8-0-23.
Broytingaruppskot frá meirilutanum, Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og Kára P. Højgaard, til §§ 3, 5, 6, 7, 8, 9 og 20 samtykt 17-1-13.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-1-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 18. desember 2001 løgdu tingmenninir Jenis av Rana, Hans Pauli Strøm, Marjus Dam, Katrin Dahl Jakobsen og Henrik Old fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð  

§ 2. Løgmansfyrisitingin v.m.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

200

200

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Uttanlandsmál

200

-

2.13.3. Menningarhjálp

200

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

2.13.3. Menningarhjálp
2.13.3.01. Menningarhjálp

U

300

-

BU

200

-

Viðmerking

Verandi millum ríkastu lond í heiminum má núverandi játtan metast at vera ein vánalig heilsan at senda umheiminum. Uppskotið skal síggjast sum ein byrjandi hækkan av játtanini.

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð

§ 6. Vinnumál

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

 

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

850

850

-

 

Samferðsla og samskifti

850

-

6.38.1 Vegir og havnir

850

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

6.38.1 Vegir og havnir

6.38.1.14 Havnir (Løgujáttan)

U

19.200

-

BU

850

-

Viðmerkingar
6.38.1 Vegir og havnir
6.38.1.14. Havnir (Løgujáttan)
Tá avgjørt var at byggja nýggju sandoyarferjuna gjørdist tað greitt, at neyðugt var at umbyggja og tillaga ferjulegurnar í Skopun, á Gomlurætt og í Hesti soleiðis, at skipið kundi nýta ferjulegurnar og røkja siglingina millum Streymoy, Sandoy og Hest.

Í ár (2001) eru 4,2 mió. kr. játtaðar til ferjuleguna í Hesti, men fer tað tíverri ikki at eydnast arbeiðstakaranum at gera arbeiðið heilt liðugt í 2001. Arbeiðið er tó komið so mikið áleiðis, at Teistin kann sigla.

Mælt verður til at hækka játtanina til høvuðskonto 6.38.1.14. Havnir (Løgujáttan) við 850 tús. kr. soleiðis, at játtanin samanlagt verður 20,05 mió. kr. í 2002, til tess at gera ferjuleguna í Hesti lidna. Talan er um at endurjátta pening til verkætlanina, sum tað ikki ber til at nýta í 2001. Landsverkfrøðingsstovnurin metir, at kostnaðarmetingin fer at halda. Tað er stórur fyrimunur, um arbeiðið kann halda áfram ótarnað, til ferjulegan er liðug ein mánað inn í næsta ár (2002), heldur enn at søkja um eykajáttan við fyrstu eykajáttanarlóg næsta ár, sum merkir óneyðuga seinking av arbeiðinum og helst eisini meirútreiðslur.

Sum nýggjar viðmerkingar verður sett inn ovast í tekstinum:

"Skopun/Gamlarætt/Hest
850 tús. kr. verða játtaðar til endamálið fyri at gera ferjuleguna í Hesti lidna."

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

U

BU

U+BU

       

Útreiðslujáttan

19.200

850

20.050

Inntøkujáttan

-

-

-

10. Nýgerð av havnum

     
       

Útreiðslur

19.200

850

20.050

11. Lønir v.m.

-

-

-

14. Keyp av vørum og tænastum

-

-

-

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

-

-

-

31. Bygging og løguframleiðsla

19.200

850

20.050

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

-

-

-

       

Inntøkur

-

-

-

21. Søla av vørum og tænastum

-

-

-

       

Virksemisyvirlit

 

U

BU

U+BU

       

A: Høvuðsendamál (1.000 kr.)

19.200

850

20.050

1. Skopunar havn

2. Skopun/Gamlarætt/Hest

-

850

850

7. Leirvík

-

-

-

8. Samferðsluhavn í Suðuroy

2.700

-

2.700

9. Kalsoy (Syðradali)

16.500

-

16.500

       

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Heðin Mortensen, Jóanis Nielsen, Kristian Magnussen og Ingi Olsen fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð  

§ 7. Útbúgving og gransking

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

250

250

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Mentan……….......................................................................................

250

-

7.24.6. Ítróttur....................................................................................

250

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

7.24.6. Ítróttur
7.24.6.07. Studningur til ferðir innanoyggja

U

1.500

BU

250

-

Viðmerking

7.24.6.07. Studningur til ferðir innanoyggja
Játtanin verður hækkað við kr. 250.000 og sett til kr. 1.750.000.

Nýtslan hesi seinastu árini hevur verið um 250.000 kr. hægri enn játtanin, ið hevur verið óbroytt, 1,5 mió. kr, tvey tey seinastu árini. Tí verður mælt til at hækka játtanina.

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Jenis av Rana, Hans Pauli Strøm, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam og Katrin Dahl Jakobsen fram soljóðandi 

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð  

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

200

200

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Almannnamál........................................................................................

200

-

8.21.1. Fyrisiting.....................................................................................

200

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.21.1. Fyrisiting
8.21.1.22. Stuðul til feløg

U

1.610

BU

200

-

Viðmerking

8.21.1.22. Stuðul til feløg
04. Herberg
Játtanin verður hækkað við kr. 200.000 og sett til kr. 600.000.

Virksemið á Herberginum er alsamt vaksandi, og áheitan er komin um økta játtan. Rætt er at seta skorðar undir slíkt virksemi, serliga nú tíðirnar gera tað møguligt. Tær mannalagnur, ið har verða vardar, viðgjørdar og bjargaðar kunnu ikki metast í fíggjarligari játtan, og ongin ivi er um, at ein økt " íløga " á hesum økjum kemur fleirfald aftur.

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Jenis av Rana, Hans Pauli Strøm, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Flemming Mikkelsen og Katrin Dahl Jakobsen fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð 

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

80

80

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Almannnamál........................................................................................

80

-

8.21.1. Fyrisiting.....................................................................................

80

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.21.1. Fyrisiting
8.21.1.22. Stuðul til feløg

U

1.610

BU

80

-

 

Viðmerking
8.21.1.22. Stuðul til feløg
Nýggj undirkonto
Felagsskapurin "KRIS"
Játtaðar verða kr. 80.000

"Kris" er óheftur felagsskapur, sum veitir hjálp og stuðul til menniskju, sum hava verið úti fyri kynsligum ágangi. Arbeiði er sjálvboðið, á allan hátt óheft og byggir m.a. á upplýsing, vegleiðing, útbúgving og menning.

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Helena Dam á Neystabø, Hans Pauli Strøm, Henrik Old og Marjus Dam fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

til 

3. viðgerð  

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

29.000

29.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Almannamál .........................................................................................

29.000

-

8.21.8. Sosialar pensjónir .......................................................................

29.000

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.21.8. Sosialar pensjónir
8.21.8.10. Fólkapensjón

U

335.000

-

BU

29.000

-

Viðmerkingar

8.21.8.01. Fólkapensjón (Lógarbundin játtan)

Hóast fíggjarlógin hevur verið til viðgerðar í góðar tveir mánaðir, so er enn einki ítøkiligt komið fram um, hvussu samgongan ætlar at tryggja fólkapensjónistum eina hægri pensjón í ár 2002.

Tað hevur ligið á ljóði, at arbeitt verður við at minka um skattin hjá fólkapensjónistum, og at rokanð verður upp á aðrar broytingar. Men tað er ikki nóg mikið at boða frá, at okkurt skal henda næsta ár, tí longu seinast í desember verður pensjónin fyri januar útgoldin. So skal ein hækking muna í 2002, so skal tað samtykkjast nú. Tað nyttar ikki bara at boða frá góðum vilja.

Verða pengarnir ikki játtaðir, nú fíggjarlógin er til viðgerðar, so verður ár 2002 í øllum førum hálvrunnið, áðrenn pensjónistarnir koma síggja nakað til nakra hækking. Orsøkin til tess er, at eingin eykajáttanarlóg kemur í Løgtingið fyrr enn í mars mánaði, og tá verður eftir ætlan Løgtingsval. Tað merkir, at eingin broyting verður gjørd fyri enn langt aftaná løgtingsvalið.

Verða pengarnir til at hækka pensjónirnar ikki játtaðir nú, ið fíggjarlógin verður samtykt við 3. viðgerð, koma fólkapensjónistarnir ikki at fáa hægri penjón fyrr enn langt út í næsta ár, og kanska als ikki.

Einki er at ivast í, at eisini pensjónistar fegnast um skattalætta, um so er, at tað er tað, sum arbeitt verður við. Men tað er heldur einki at ivast í, at ein generellur skattalætti munar minst hjá teimum, sum bara hava pensjónina at liva av. Tí tey rinda tann minsta skattin. Hjá teimum, sum orka betur, ella hava aðrar inntøklur, munar ein skattalætti nógv meira. Tí er tað ikki nóg munagott at lækka skattin. Tey, sum hava minstu inntøkuna frammanundan, fáa minst burtur úr einum skattalætta, tey, sum forvinna mest, fáa mest burturúr.

Ein pensjónistur, sum býr í einari vanligari føroyskari kommunu, og sum onga aðra intøku hevur, rindar umleið 1.700 kr. í skatti um árið. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað verða tey, sum eru betur fyri, sum fáa størri ágóða av bara at lækka skattin. Tað er tí framvegis neyðugt at játta pening til at hækka viðbøturnar hjá fólkapensjónistum. Tí tað er besti mátin at hækka pensjónina hjá teimum pensjónistum, sum bara hava ta frammanundan lágu pensjónina at liva av.

Tað minsta, sum vit eiga at seta okkum fyri, tað er, at teir pensjónistar, sum bara hava fólkapensjón at liva av, fáa uml. 1000 kr. meira um mánaðin í 2002.

Tí verður uppskot sett fram um at hækka játtanina til fólkapensjón við 29 milliónum. 

Sundurgreinað ætlan

Tús. Kr.

U

BU

F

Útreiðslujáttan

335.000

29.000

364.000

       
10. Fólkapensjón      
       
Útreiðslur

335.000

29.000

364.000

11. Lønir v.m.      
52. Tilskot til einstaklingar

335.000

29.000

364.000

       
Inntøkur      
77. Flyting frá kommunum

-

   
       
20. Persónligar viðbøtur      
       
Útreiðslur      
52. Tilskot til einstaklingar

-

   
       
Inntøkur      
77. Flyting frá kommunum

-

   
       
30. Umsorganararbeiði      
       
Útreiðslur      
11. Lønir v.m.

-

   
14. Keyp av vørum og tænastum

-

   
19. Ymsar rakstraútreiðslur

-

   
52. Tilskot til einstaklingar

-

   
54. Stuðul til annað virksemi

-

   
       
Inntøkur      
77. Flyting frá kommunum

-

   

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard fram soljóðandi  

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð

§ 10. Sjálvstýrismál  

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

200

200

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Lógarmál

200

-

10.14.1. Ymsar útreiðslur

200

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

10.14.1. Ymsar útreiðslur

10.14.1.01. Ymsar útreiðslur (Rakstrarjáttan)

U

2.411

-

BU

200

-

Viðmerkingar

10.14.1. Ymsar útreiðslur
10.14.1.01. Ymsar útreiðslur

Ætlanin er at gera eina nýggja móttøkuskipan til at nýta í sambandi við val, fyrst og fremst løgtingsval, men skipanin skal eisini kunna avgreiða kommunu- og fólkatingsval umframt fólkaatkvøður.

Uppgerðin av løgtingsvalinum valdagin er uppgáva hjá landsstýrinum. Í 1970 tók Útvarp Føroya stig til, at valstýrini eisini sendu úrslitið beinleiðis til ÚF, fyri at uppteljingin skuldi ganga skjótari. Tá Sjónvarp Føroya byrjaði í 1984 gjørdi SvF eisini sína egnu uppteljing.

Í 1990 skipaðu ÚF og SvF eina felags móttøku av valúrslitinum og tóku við ábyrgdini av at gera valið upp á sjálvum valdegnum. Landsstýrið gavst at gera valið upp á valdegnum og hevur síðani fingið úrslitini frá felags móttøkuni hjá ÚF og SvF.

Telduskipanin, sum higartil hevur verið nýtt, er frá fyrst í 80’unum og er hon ótíðarhóskandi. Í sambandi við kommunuvalið í 2000 vóru nakrar tillagingar gjørdar í skipanini, men niðurstøðan eftir kommunuvalið var, at tað er ikki ráðiligt at líta á hesa skipanina til komandi løgtingsval.

ÚF og SvF hava biðið Løgmansskrivstovuna um at luttaka í arbeiðinum at gera eina nýggja edvmóttøkuskipan.

Ein nýggj móttøkuskipan er mett at kosta uml. 400 tús. kr. Løgmansskrivstovan hevur áður boðað ÚF og SvF frá, at hon er sinnað at rinda sín part av verkætlanini.

Mælt verður til, at 200 tús. kr. verða játtaðar afturat til undirkontu 23. Útreiðslur av vali á høvuðskontu 10.14.1.01. Ymsar útreiðslur av vali at gjalda helvtina av kostnaðinum av nýggju móttkuskipanini. ÚF og SvF fíggja restina, umframt at ÚF og SvF átaka sær at bera allan kostnaðin av sjálvari móttøkuni valkvøldini og av rakstrinum.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

U

BU

U+BU

Nettoútreiðslujáttan

2.411

200

2.611

Útreiðslur

2.494

200

2.694

Inntøkur

83

-

83

20. Kunngerðasavn og –blað

Nettoútreiðsla

514

-

514

Útreiðslur

587

-

587

14. Keyp av vørum og tænastum

587

-

587

Inntøkur

73

-

73

21. Søla av vørum og tænastum

73

-

73

21. Lógasavn

Nettoútreiðsla

371

-

371

Útreiðslur

381

-

381

11. Lønir v.m.

123

-

123

14. Keyp av vørum og tænastum

155

-

155

15. Keyp av útbúnaði, netto

103

-

103

Inntøkur

10

-

10

21. Søla av vørum og tænastum

10

-

10

22. Dóms- og løgreglumál

Nettoútreiðsla

313

-

313

Útreiðslur

313

-

313

11. Lønir v.m.

271

-

271

14. Keyp av vørum og tænastum

42

-

42

23. Útreiðslur av vali

Nettoútreiðsla

1.050

200

1.250

Útreiðslur

1.050

200

1.250

14. Keyp av vørum og tænastum

1.050

200

1.250

24. Navnanevndin

Nettoútreiðsla

163

-

163

Útreiðslur

163

-

163

11. Lønir v.m.

163

-

163

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Kristian Magnussen, Katrin Dahl Jakobsen, Heðin Mortensen og Alfred Olsen fram soljóðandi 

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

600

600

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Heilsumál……........................................................................................

600

-

8.20.4. Viðgerðarstovnar.........................................................................

600

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.20.4. Viðgerðarstovnar
8.20.4.01. Viðgerð móti rúsevnismisnýtslu

U

8.930

BU

600

-

Viðmerking

8.20.4.01. Viðgerð móti rúsevnismisnýtslu
01. Heilbrigdið
Játtanin verður hækkað við kr. 300.000 og sett til kr. 4.765.000.

02. Blákrossheimið
Játtanin verður hækkað við kr. 300.000 og sett til kr. 4.765.000.

Játtanin til viðgerð móti rúsevnismisnýtslu hevur verið óbroytt seinastu árini, meðan útreiðslurnar eru hækkaðar. Tí verður mælt til at hækka játtanina.

3. viðgerð 18. desember 2001.
Broytingaruppskot frá Jenis av Rana, Hans Paula Strøm, Marjus Dam, Katrin Dahl Jakobsen og Henrik Old til § 2 fall 13-0-17.
Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og Kára P. Højgaard til § 6 samtykt 28-2-0.
Broytingaruppskot frá Heðin Mortensen, Jóanis Nielsen, Kristian Magnussen og Inga Olsen til § 7 samtykt 18-0-12.
Broytingaruppskot frá Kristian Magnussen, Katrin Dahl Jakobsen, Heðin Mortensen og Alfred Olsen til § 8 (Heilbrigdið og Blákrossheimið) samtykt 15-2-13.
Broytingaruppskot frá Jenis av Rana, Hans Paula Strøm, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam og Katrin Dahl Jakobsen til § 8 (Herberg) samtykt 15-0-14.
Broytingaruppskot frá Jenis av Rana, Hans Paula Strøm, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Flemming Mikkelsen og Katrin Dahl Jakobsen til § 8 (Kris) fall 13-2-14.
Broytingaruppskot frá  Helenu Dam á Neystabø, Hans Paula Strøm, Henrik Old og Marjus Dam til § 8 (pensjónir) fall 14-0-15.
Broytingaruppskot frá  Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og Kára P. Højgaard til § 10 samtykt 15-1-13.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 15-1-13.
Málið avgreitt.