Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002

 

1-5  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2002, 26. februar, legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002

Almennar viðmerkingar 

Í kreppuárunum var Landssjúkrahúsið fyri ógvusligum sparingum og er enn ikki komið upp á fíggjarliga støðið, ið tað var á áðrenn kreppuna. Hetta hevur m.a. ført við sær, at umstøðurnar hjá sjúklingum og starvsfólki, vegna sparingar, ikki hava verið nøktandi seinastu árini. Vit uppliva í dag, at deildir eru stongdar stóran part av árinum, búfólk á pensionatinum verða koyrd úr heimi sínum til høgtíðir, starvsfólk verða ár aftaná ár hótt við uppsagnum, og bíðitíðin til ávísar viðgerðir er longri, enn rímiligt er.

Bygningarnir eru niðurslitnir og forfalla, og ávísur útbúnaður er so vánaligur, at hann hvørki kann bjóðast sjúklingum ella starvsfólki. Seinastu árini er tó nakað av vend komið í. Nýggi bygningurin byrjar at taka skap og Løgtingið hevur veitt eykajáttanir fyri at framskunda eina útskifting av medicotekniskum tólum og sjúkrabilum.

Miðan februar í ár vóru limirnir í Løgtingsins fíggjar- og trivnaðarnevnd á vitjan á landsjúkrahúsinum. Har bleiv greitt frá um røkt og rehabilitering, og at enda vóru limirnir og vitjaði ávísar deildir. Tað kendist ikki sørt pínligt at síggja, hvussu vánaligar umstøðurnar eru. Tað, sum serliga var tikið fram sum dømi av starvsfólkum, vóru vánaligu sengurnar, ið vit bjóða sjúlingum at liggja í. Hesar eru gamlar og slitnar, og nógvar av teimum virka ikki sum tær skulu. Hetta er til stóran ampa fyri sjúkingin og fyri starvsfólki.

Nógv er tosað um góða samfelagsbúskapin seinastu árini, og um hvussu nógv av yvirskotinum á løgtingsfíggjarlógini, ið er sett inn í landsbankan. Á landssjúkrahúsinum eru 230 seingjapláss, og sjúklingarnir liggja í gomlum útslitnum sengrum, harav nógvar eru í ólagi. Ein góð sjúkrahússong kostar umleið 20.000 kr.

Heitt verður á Løgtingið um at taka undir við uppskotinum og veita landssjúkrahúsinum eina eykajáttan upp á 4 mió til útskiftan av sengrum. Fyri hesa upphædd kunnu í øllum førum 200 sengur útvegast. 

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a l  

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

4.000

4.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Heilsumál……………..…………………….........................................

4.000

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið.. ……..............................................................

4000

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.20.3. Sjúkrahúsverkið
8.20.3.04.Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan

J

248.939

-15.774

EYJ

4.000

-

 Viðmerking:

Játtanin skal nýtast til at keypa nýggjar sengur til Landssjúkrahúsið.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslur

233.165

4.000

237.165

       
       
20. Vanligt virksemi
Nettoútreiðsla:

233.242

4.000

237.242

Útreiðslur

244.873

4.000

248.873

11. Lønir v.m.

189.187

189.187

14. Keyp av vørum og tænastum

47.344

47.344

15. Keyp av útbúnaði, netto

6.111

4.000

10.111

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

1.400

1.400

17. Avskrivingar o.a.

0

0

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

804

804

52. Tilskot til einstaklingar

0

0

54. Stuðul til annað virksemi

27

27

57. Rentuútreiðslur o.a.

0

0

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn. -

0

0

Inntøkur

-11.631

-11.631

21. Søla av vørum og tænastum

-7.785

-7.785

29. Ymsar rakstrarinntøkur

-163

-163

63. Vanligar flytingarinntøkur

0

0

76. Innanh. flyt. millum almennar stovn. -

-3.683

-3.683

40. Inntøkufíggjað virksemi (vaskarí)
Nettoútreiðsla:

-77

-77

Útreiðslur

4.066

4.066

11. Lønir v.m.

2.714

2.714

14. Keyp av vørum og tænastum

728

728

15. Keyp av útbúnaði, netto

416

416

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

208

208

Inntøkur

-4.143

-4.143

21. Søla av vørum og tænastum

-4.143

-4.143

1. viðgerð 28. februar 2002. Tingmálini 1-5 og 1-6/2001 vórðu viðgjørd undir einum. Bæði beind í fíggjarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 26. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 28. februar 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Sámal Petur í Grund, landsstýrismann.

Undir viðgerðin er upplýst, at feilur av misgáum er í viðmerkingunum. B játtanin og sundurgreinaða ætlanin skal síggja soleiðis út:

 B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.20.3. Sjúkrahúsverkið
8.20.3.04.Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan

J

259.534

-16.374

EYJ

4.000

-

Viðmerking:

Játtanin skal nýtast til at keypa nýggjar sengur til Landssjúkrahúsið.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslur

243.160

4.000

247.160

       
       
20. Vanligt virksemi
Nettoútreiðsla:

243.322

4.000

247.322

Útreiðslur

255.429

4.000

259.429

11. Lønir v.m.

196.072

196.072

14. Keyp av vørum og tænastum

50.764

50.764

15. Keyp av útbúnaði, netto

6.294

4.000

10.294

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

1.443

1.443

17. Avskrivingar o.a.

-

-

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

828

828

52. Tilskot til einstaklingar

-

-

54. Stuðul til annað virksemi

28

28

57. Rentuútreiðslur o.a.

0

0

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn. -

0

0

Inntøkur

-12.107

-11.631

21. Søla av vørum og tænastum

-8.019

-7.785

29. Ymsar rakstrarinntøkur

-168

-163

63. Vanligar flytingarinntøkur

-

0

76. Innanh. flyt. millum almennar stovn. -

-3.920

-3.683

40. Inntøkufíggjað virksemi (vaskarí)
Nettoútreiðsla:

-162

-162

Útreiðslur

4.105

4.105

11. Lønir v.m.

2.713

2.713

14. Keyp av vørum og tænastum

750

750

15. Keyp av útbúnaði, netto

428

428

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

214

214

Inntøkur

-4.267

-4.267

21. Søla av vørum og tænastum

-4.267

-4.267

Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minnilutan.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) vísir á, at landsstýrimaðurin hevur upplýst nevndini, at leiðslan á Landsstjúkrahúsinum metir, at tað er rættast at skifta sengurnar út í stigum, soleiðis sum skotið er upp í løgtingsmáli nr. 1-6/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 - 2, har mælt verður til, at peningur verður játtaður til at keypa 40 nýggjar sengur í ár. Meirilutin setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot Javnaðarfloksins. Í aðru syftu tekur minnilutin undir við uppskoti landsstýrisins í løgtingsmáli nr. 1-6/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 – 2.

2. viðgerð 13. mars 2002.  Uppskotið fall 14-1-14. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.