Eykajáttan mars 2002

 

1-7  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 4. mars, løgdu tingmenninir Flemming Mikkelsen, Jenis av Rana, Jóannes Eidesgaard og Henrik Old fram soljóðandi   

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri mars 2002

Almennar viðmerkingar 

Við hvørja fíggjarlógarviðgerð tey seinastu árini hevur andstøðan roynt at ganga eini umsókn frá Sumbiar kommmunu á møti um at veita eina játtan til gerð av bakkaverju. Upphæddin, skotið hevur verið upp at játta, hevur verið nøkunlunda á hædd við tað, kommunan sjálv nýtir til arbeiði.

Tíverri hevur eingin undirtøka verið frá landsstýrisflokkunum fyri hesum uppskoti, men eftir støðuni í tinginum at døma, nú tað nærkast vali, tykist møguleiki at vera fyri at fáa meiriluta fyri einari játtan.

Uppskotsstillararnir vísa annars til viðmerkingarnar til sama uppskot í broytingaruppskoti til 2. viðgerð av fíggjarløgtingslógini fyri 2001, har sagt verður: "Brimið etur seg longur og longur niðan í móti niðastu húsunum og høvuðsbygdarvegnum í Sumba. Ætlanin er við hesi játtan at gera verjugarð fram við bakkanum at verja móti náttúrukreftunum, sum hótta bygdina."  

§ 6. Vinnumál  

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

300

300

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Samskifti og samferðsla…………………….........................................

300

-

6.38.1 Vegir og havnir….. ……..............................................................

300

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

6.38.1 Vegir og havnir
6.38.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan)

J

39.350

-

EYJ

300

-

Viðmerking:
Játtanin er til at gera verjugarð fram við bakkanum í Sumba at verja móti náttúrukreftunum, sum hótta bygdina.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslur

39.350

450

39.800

10. Nýgerð av landsvegum

     
       

Útreiðslur

39.350

450

39.800

31. Bygging og løguframleiðsla

39.350

450

39.800

       

1. viðgerð 6. mars. Tingmálini 1-7, 1-8 og 1-9/2001 vórðu viðgjørd undir einum. Øll málini beind í fíggjarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Løgtingsmenninir Flemming Mikkelsen, Jenis av Rana, Jóannes Eidesgaard og Henrik Old hava lagt málið fram tann 4. mars 2002, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Í uppskotinum, ið snýr seg um at játta 300.000 kr. til bakkaverju í Sumba, er ein villa komin í talvuna undir sundurgreinað ætlan. Rætta talvan er henda:

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslur

39.350

300

39.650

10. Nýgerð av landsvegum

     
       

Útreiðslur

39.350

300

39.650

31. Bygging og løguframleiðsla

39.350

300

39.650

       

 Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið. Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið frá tingmonnunum Flemming Mikkelsen, Jenis av Rana, Jóannes Eidesgaard og Henrik Old. 

2. viðgerð 13. mars 2002. Uppskotið samtykt 30-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 30 frá 26.03.2002