Kringvarp

 

10  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (einki orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 9. oktober, legði Óli Holm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

§1.

Í løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 17. mai 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 6, stk. 3 verður "9 manna nevnd" broytt til: "11 manna nevnd"

2) Í § 18, stk. 3 verður "9 manna nevnd" broytt til: "11 manna nevnd"

§2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Undir viðgerðini í Løgtinginum av broytingarlógini frá 2000 (løgtingsmál nr. 102/1999) varð ikki ansað eftir, at fyri at umboðanin í nevndini kann vera, sum skotið varð upp og samtykt, má talið á nevndarlimum vera 11. Endamálið við hesum uppskoti er at rætta hesa villu.

1. viðgerð 16. oktober 2001. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 23. oktober 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. oktober 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-1-0. Málið avgreitt.

J.nr. 010349/11/KSJ
Ll.nr. 138 frá 01.11.2001