Navnalóg

 

13  Uppskot til  løgtingslóg um fólkanøvn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Tikið aftur

Ár 2001, 16. oktober, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um fólkanøvn

Kapittul I
Nøvn og navnagáva

§ 1. Hvørt barn skal við dópi ella navnagávu fáa navn, áðrenn tað er 6 mánaðir gamalt.
Stk. 2. Eingin skal hava fleiri enn tvey fornøvn, eitt millumnavn og eitt eftirnavn, sbr. tó § 2, stk. 4. Nøvn kunnu ikki verða bundin hvørt at øðrum við bindistriku.
Stk. 3. Foreldur ella tann, ið foreldramyndugleikan hevur, skal boða frá navninum hjá skrásetingarmyndugleikanum innan ta freist, ið er ásett í stk. 1. Skrásetingarmyndugleikin er kirkjubókaførandi sóknarpresturin í tí prestagjaldi, har móðurin býr, tá ið barnið verður borið í heim.
Stk. 4. Navnabroytingar fara fram við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan ella við loyvi frá landsstýrismanninum.

 Kapittul II
Fornavn

§ 2. Sum fornøvn verða ikki viðurkend nøvn, sum ikki av røttum eru fornøvn, og onnur nøvn, ið kunnu haldast at verða fólki til ampa.
Stk. 2. Navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur.
Stk. 3. Navn, sum ikki er á navnalistanum, kunnu foreldur ella tann, sum foreldramyndugleikan hevur, leggja fyri navnanevndina, sbr. § 21, stk. 1, ið ger av, um navnið kann verða givið.
Stk. 4. Navnanevndin kann eftir umsókn gera undantak frá ásetingini í § 1, stk. 2, 1. pkt. viðvíkjandi fornøvnum. Á sama hátt kann undantak gerast frá stk. 2. Um undantak verður gjørt eftir 1. ella 2. pkt., er tað ein treyt, at navnið ikki finst í føroyskum sniði frammanundan.

§ 3. Navn kann við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan verða broytt ella umskift við annað navn. Tann, sum hevur fleiri nøvn, kann við at boða skrásetingarmyndugleikanum frá fáa eitt ella fleiri teirra strikað.
Stk. 2. Ein, sum áður hevur fingið navnið broytt ella umskift við fráboðan, kann einans fáa navnið broytt ella umskift aftur við loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 3. Í sambandi við ættleiðing kann fornavn/fornøvn á barninum verða broytt við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan. Ættleidd kunnu við loyvi frá landsstýrismanninum taka upprunaliga navnið aftur ella aftrat navninum.
Stk. 4. Í teimum førum, ið nevnd eru í stk. 1 og 2, verða § 1 og § 2, stk. 1-3, nýttar samsvarandi. Í tí føri, sum nevnt er í stk. 3, 1. pkt., verða §§ 1 og 2 nýttar samsvarandi.

  Kapittul III
 Millumnavn

§ 4. Millumnavn kann vera millumnavnið hjá faðir ella móður ella eitt navn, sum barnið kann fáa sum eftirnavn eftir reglunum í §§ 7-8 og § 11, stk. 1, nr. 1.
Stk. 2. Eisini kann landsstýrismaðurin eftir umsókn loyva millumnavni, sum barnið kann fáa sum eftirnavn ella hevur serligt tilknýti til.

§ 5. Tann, sum vil fáa sær millumnavn ella broyta tað, skal boða skrásetingarmyndugleikanum frá hesum. Millumnavnið skal tá vera eitt av nøvnunum, ið nevnd eru í §§ 7-8 og § 11, stk. 1, nr. 1.
Stk. 2. Tann, sum vil fáa sær millumnavn ella broyta tað, kann eisini við loyvi frá landsstýrismanninum fáa sær millumnavn sambært reglunum í § 10 og § 11, stk. 1, nr. 2-3.
Stk. 3. Í sambandi við ættleiðing kann millumnavn á barninum verða broytt við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan. § 4 verður nýtt samsvarandi.
Stk. 4. Millumnavn kann verða strikað við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan.

 Kapittul IV
Eftirnavn

 § 6. Við eftirnavn verður annaðhvørt skilt ættarnavn, sum er ella kann verða fast eftirnavn, ella eftirnavn, sum er fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við –son ella –dóttir aftrat í samsvari við kyn hjá viðkomandi.
Stk. 2. Ættarnavn, sum er ella kann verða fast eftirnavn, kann verða givið víðari. Eftirnavn, sum er fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við –son ella –dóttir aftrat í samsvari við kyn hjá viðkomandi, kann ikki verða givið víðari, hvørki til eftirkomarar ella hjúnafelaga.

§ 7. Eftirnavn kann vera
1) ættarnavn faðirs ella móður,
2) ættarnavn, sum annað av foreldrunum seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu.
Stk. 2. Í staðin fyri ættarnavn kann eftirnavnið hjá barninum vera fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat í samsvari við kyn barnsins. Er navn faðirs ella móður tvínevni, verður bert annað navnið nýtt í hesum føri.

§ 8. Eftirnavn kann við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan verða broytt til eitt av hesum nøvnunum:

1)  Eitt av eftirnøvnunum nevndum í § 7, stk. 2.
2)  Eitt av ættarnøvnunum nevndum í § 7, stk. 1, nr. 1-2, tó ikki, um navnið er fingið við giftu.
3)  Eitt ættarnavn, sum annað av foreldrunum hevur fingið, eftir at barnið er borið í heim, og sum ikki er fingið við aðrari giftu. Er navnið fingið eftir § 10,
     skulu foreldrini ella tann, sum foreldramyndugleikan hevur, loyva broytingina.
4)  Ættarnavn, sum ein fyrr hevur borið, tó ikki um navnið er fingið við giftu.
5)  Ættarnavn hjá stjúkfaðir ella stjúkmóður, tó ikki um navnið er fingið við giftu, ella tað ættarnavnið, ið stjúkfaðir ella stjúkmóðir seinast hevur borið,
     og sum ikki er fingið við giftu. Stjúkfaðir ella stjúkmóðir skal loyva broytingina.

§ 9. Ættleitt barn fær ættarnavnið hjá ættleiðingarforeldrunum eftir § 7, stk. 1, nr. 1-2 ella eftirnavn eftir § 7, stk. 2.
Stk. 2. Tó kann í ættleiðingarloyvinum verða tilskilað, at barnið framvegis skal bera sítt eftirnavn.

§ 10. Landsstýrismaðurin kann geva loyvi til ættarnavn, sum ikki kann fáast við fráboðan eftir § 8, nr. 2-5 ella § 13.
Stk. 2. Loyvi eftir stk. 1 verður eftir umsókn givið við navnaprógvi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann tó ikki játta umsókn eftir stk. 1, um navnið

1)      er vart eftir § 12,
2)      er alkunnugt søguligt eftirnavn,
3)      líkist so nógv teimum nøvnum, ið nevnd eru í nr. 1 og 2, at tey lætt verða blandað,
4)      ikki er í samljóði við føroyskar málreglur,
5)      er navn á landi, oyggj, býi ella bygd,
6)      er navn á virki, vøru, felagi og tílíkum, sum er skrásett,
7)      av røttum er eitt fornavn, ella
8)      er óhóskandi ella kann verða argandi.

Stk. 4. Verður søkt um ættarnavn, ið ikki er eitt av teimum í § 11, stk. 1, nr. 1-3 nevndu og ivi er um, um navnið er í samljóði við føroyskar málreglur, verður málið lagt fyri navnanevndina til ummælis.
Stk. 5. Er ivi um stavseting ella snið navnsins, ger landsstýrismaðurin av eftir tilmæli frá navnanevndini.

§ 11. Landsstýrismaðurin kann, hóast § 10, stk. 3, nr. 1-8, játta umsókn eftir § 10, stk. 1, um:

1)      umsøkta ættarnavnið er ættarnavn, sum verður borið ella hevur verið borið av einum av foreldrum umsøkjarans, ommum og abbum, langommum
        og langabbum, tó ikki, um navnið er fingið við giftu,
2)      umsøkta ættarnavnið er ættarnavnið hjá fosturfaðir ella fosturmóður, um fosturfaðir ella fosturmóðir gevur loyvi,
3)      umsøkta ættarnavnið er ættarnavn, sum umsøkjarin hevur serstakt samband við, ella
4)      umsóknin snýr seg um at rætta stavingarháttin.

Stk. 2. Hóast navn er vart eftir § 12, er loyvt uttan umsókn at nevnast -son ella -dóttir faðirs ella móður sambært § 7, stk. 2 og § 8, nr. 1. Ikki er hereftir loyvt at taka upp nýggj ættarnøvn, ið eru samansett av fornavni við -son ella - dóttir aftrat.
Stk. 3. Bústaðar- ella húsanøvn eru einans vard soleiðis, at onnur, ið kunnu vísa á, at tey hava tilknýti til bústað ella hús við sama navni, eisini kunnu fáa loyvi til navnið.

 § 12. Vard nøvn eru:

1)      Nøvn, ið eru vard eftir § 12 í løgtingslóg nr. 142 frá 8. oktober 1992 um fólkanøvn,
2)      ættarnøvn, ið hereftir verða loyvd sambært § 10, stk. 1.

Stk. 2. Við skrivligari fráboðan til landsstýrsmannin kunnu eisini ættarnøvn, sum fólk, ið býr í Føroyum, ber, verða vard.

 Kapittul V
Millum- og eftirnavn í sambandi við giftu

§ 13. Vilja hjúnafelagar hava sama eftirnavn, kann annar teirra, við samtykki frá hinum, boða vígslumyndugleikanum frá, at hann tekur ættarnavnið hjá hinum, tó ikki um navnið er fingið við giftu.
Stk. 2. Tann av hjúnafeløgunum, ið hevur fingið ættarnavn sítt við giftu, kann boða vígslumyndugleikanum frá, at hann tekur eftirnavnið aftur, sum hann bar undan vígsluni, ella tað eftirnavnið, sum hann seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu.
Stk. 3. Tann av hjúnafeløgunum, ið hevur tikið ættarnavnið hjá hinum hjúnafelagnum, kann boða vígslumyndugleikanum frá, um hann ynskir at nýta tað eftirnavnið, sum hann seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu, sum millumnavn.

 Kapittul VI
Gjald fyri navnaprógv o.a.

§ 14. Fyri navnaprógv verður latið eitt gjald uppá kr. 1.000,- til landskassan. Gjaldið verður latið samstundis, sum umsókn um navnaprógv verður send landsstýrismanninum.
Stk. 2. Fevnir umsóknin um fleiri persónar, verður latið gjald fyri hvønn teirra.
Stk. 3. Tó skal bert latast eitt gjald, um umsóknin fevnir um:
1)      hjún,
2)      systkin undir lógaldri ella
3)      foreldur og børn teirra, sum eru undir lógaldri.
Stk. 4. Viðvíkjandi stjúk- ella fosturbørnum verður fyriskipanin í stk. 3 um systkin og børn undir lógaldri nýtt samsvarandi.
Stk. 5. Verður navnaprógv ikki givið, verður gjaldið afturrindað umsøkjaranum/ umsøkjarunum.

§ 15. Gjald verður ikki latið fyri navnaprógv til barn, um umsóknin er send landsstýrismanninum innan 6 mánaðir eftir, at barnið er føtt, ella innan 6 mánaðir eftir, at barnið er ættleitt.

§ 16. Fólk, sum ikki eru skrásett í kirkjubók í Føroyum, ella ikki eru gift hjá einum myndugleika her á landi, men sum í aðrar mátar hava rætt til at broyta navn við fráboðan, kunnu við navnaprógvi frá landsstýrismanninum fáa loyvi at broyta navnið.
Stk. 2. Navnabroyting, ið kann loyvast við fráboðan – annaðhvørt til skrásetingarmyndugleikan ella vígslumyndugleikan – kann eisini loyvast við navnaprógvi í sambandi við, at navn verður broytt við heimild í § 5, stk. 2, §§ 10 og 11.
Stk. 3. Einki gjald verður latið fyri navnaprógv sambært stk. 1.

§ 17. Einki gjald verður latið fyri navnaprógv við heimild í § 11, stk. 1, nr. 4.

  Kapittul VII
Fráboðanir og umsóknir

§ 18. Fyri tann, sum ikki hevur lógaldur, skulu foreldrini ella tann, sum hevur foreldramyndugleikan, boða frá navnabroytingini ella søkja um loyvi til navnabroytingina.
Stk. 2. Er fráboðanin ella umsóknin fyri ein, sum er 12 ár ella eldri, krevst samtykki frá viðkomandi. Í serligum føri kann undantak verða givið frá hesum.

§ 19. Í sambandi við navnagávu ella navnabroyting skal avvarðandi myndugleiki boða viðkomandi myndugleikum frá navninum ella navnabroytingini.

Kapittul VIII
Navnanevnd o.a.

§ 20. Landsstýrismaðurin setir nevnd við 3 limum og 3 varalimum.
Stk. 2. Formaðurin í nevndini, sum skal vera málfrøðingur, verður valdur eftir tilmæli frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Prestafelag Føroya og Mentamálastýrið mæla til hvør sín lim.
Stk. 3. Navnanevndin situr 5 ár í senn.

§ 21. Navnanevndin ger leiðbeinandi lista við fornøvnum og endurskoðar hann javnan. Nevndin skal geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending o.a. Landsstýrismaðurin kann biðja um tilmæli frá nevndini, áðrenn loyvi verður givið til navnabroytingar.
Stk. 2. Navnanevndin tekur avgerð í málum, ið løgd verða fyri hana eftir § 2, stk. 3 og 4.
Stk. 3. Avgerðir hjá navnanevndini eftir stk. 2 kunnu kærast til landsstýrismannin.

§ 22. Landskassin ber kostnaðin av arbeiðinum hjá navnanevndini.
Stk. 2. Limirnir fáa fundarpening og ferðaútreiðslur goldnar eftir reglum landsins um fundarpening og ferðapening. Samsýningar til formannin skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

 Kapittul IX
Brot ímóti lógini og revsing

§ 23. Tann, ið av órøttum nýtir eitt navn, verður revsaður við bót. Átala verður bert reist, um ein órættaður krevur tað, ella um almenn áhugamál krevja tað.
Stk. 2. Kann nakar prógva, at annar nýtir navn hansara av órøttum ella navn, ið líkist hansara so nógv, at tey kunnu verða blandað, kann tann, ið órættin ger, verða dømdur til at gevast at nýta navnið.
Stk. 3. Tann, sum brýtur ásetingarnar í § 1, stk. 3, 1. pkt. verður revsaður við bót.

Kapittul X
Ymiskar fyriskipanir

§ 24. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu lógin verður framd.

§ 25. Landsstýrismaðurin kann gera sáttmálar við Danmark, Grønland og onnur lond um viðurskiftini millum føroyskar og fremmandar rættarreglur um fólkanøvn, teirra millum navnavernd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um viðurskiftini millum føroyskar rættarreglur um fólkanøvn, teirra millum um navnavernd, og samsvarandi reglur, ið galda í Danmark, Grønlandi og hinum Norðurlondunum.
Stk. 3. Fólk úr øðrum landi kann við loyvi frá landsstýrismanninum fáa loyvi til at geva barni sínum navn í samsvari við navnasið í avvarðandi landi.

 Kapittul XI
Gildiskoma og skiftisreglur

§ 26. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 142 frá 8. oktober 1992 um fólkanøvn.

§ 27. Navnanevndin, sum er sett við heimild í § 16, stk. 1 í teirri í § 26, stk. 2 nevndu løgtingslóg, skal verða vald av nýggjum í seinasta lagi 31. desember 2003.

Viðmerkingar til løgtingslógaruppskotið

Almennar viðmerkingar

Inngangur
Galdandi navnalóg er løgtingslóg nr. 142 frá 8. oktober 1992 um fólkanøvn. Við tað at ávíst kjak og ávís ónøgd støðugt hevur verið, serliga viðvíkjandi ásetingunum í lógini um fornøvn, verður mett, at tíðin nú er komin til, at lógin verður endurskoðað við atliti at broytingum. Orsøkin til lógaruppskotið er harumframt, at lógin bæði málsliga og tekniskt hevur tørv á at verða endurskoðað.

Í sambandi við endurskoðanina av galdandi navnalóg, hevur landsstýrismaðurin í lógarmálum sett eina nevnd at endurskoða lógina.

Nevndin fekk til uppgávu at endurskoða lógina tekniskt og málsliga soleiðis, at tær royndir, ið gjørdar eru, síðan lógin varð sett í gildi í 1992, verða grundarlag undir uppskoti til tær broytingar, ið vera hildnar at vera neyðugar. Nevndin skuldi í hesum sambandi m.a. umhugsa, um reglurnar um fornøvn eiga at verða broyttar soleiðis, at eisini onnur fyrilit enn bert tey málfrøðiligu skulu havast í huga, tá ið avgerð um góðkenning av nøvnum verður tikin.

Saman við frágreiðing dagfestari 1. juni 2001 hevur nevndin latið landsstýrismanninum uppskot til nýggja navnalóg, sí skjal 1.

Galdandi rættur
Galdandi navnalóg er løgtingslóg nr. 142 frá 8. oktober 1992 um fólkanøvn.

Við tað at kirkjubókin er høvuðsskrásetingarstaðurin viðvíkjandi øllum nøvnum, skulu foreldur ella tey, ið foreldramyndugleikan hava, boða sóknarpresti í tí prestagjaldi, har móðirin býr, frá eftirnavninum saman við fornavninum innan 6 mánaðir.

Eftirnavn kann vera ættarnavn faðirs ella móður, ella ættarnavn, sum annað av foreldrunum seinast hevur borið og sum ikki er fingið við giftu. Í staðin fyri ættarnavn kann eftirnavnið hjá barninum eisini vera fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat í samsvari við kyn barnsins.

Skal eftirnavn verða broytt, kann tað í ávísum føri verða gjørt við fráboðan til sóknarprestin, har viðkomandi er skrivaður í kirkjubók. Um tað er navn, har tað m.a. er neyðugt at útvega nærri skjalprógv fyri navninum og viðvíkjandi tí tilknýti, viðkomandi hevur til navnið, ella har ítøkiligar metingar skulu verða gjørdar, kann navnabroytingin einans verða gjørd við navnaprógvi frá landsstýrismanninum.

Í sambandi við broyting við navnaprógvi er tað ein treyt, at navnið ikki er vart ella alkunnugt søguligt eftirnavn, og at navnið ikki líkist hesum nøvnunum so nógv, at tey lættliga verða samanblandað. Somuleiðis er tað ein treyt, at navnið er í samsvari við føroyskar málreglur, at navnið ikki er navn á landi, býi, bygd ella býlingi, at navnið ikki er navn á virki, vøru, felagi og tílíkum, sum er skrásett, og at navnið ikki av røttum er eitt fornavn ella er óhóskandi ella kann verða argandi, men hóast nevndu krøv kann broyting tó í ávísum føri verða loyvd sambært § 13.

Í sambandi við giftu kann annar hjúnafelagin við fráboðan til vígslumyndugleikan boða frá, at viðkomandi tekur eftirnavnið hjá hinum, um navnið ikki er fingið við giftu.

Nøkur innihaldslig krøv eru til fornøvn. Sum fornøvn verða sostatt ikki viðurkend nøvn, sum ikki av røttum eru fornøvn og onnur nøvn, ið kunnu haldast at verða fólki til ampa. Fornøvn skulu harumframt vera í samljóði við føroyskar málreglur, eins og eingin kann hava fleiri enn tvey fornøvn.

Einasta undantak viðvíkjandi kravinum um, at fornøvn skulu vera í samljóði við føroyskar málreglur, er, tá ið tað snýr seg um barn hjá fólki úr øðrum landi. Í tílíkum føri kann landsstýrismaðurin í serføri gera undantak frá málsliga kravinum.

Skal fornavn ella fornøvn verða broytt, strikað ella fáast aftrat, kann broytingin verða fráboðað sóknarpresti. Snýr tað seg um ættleiðing, ella hevur ein einaferð áður broytt fornavn, kann broytingin tó bert verða gjørd við loyvi frá landsstýrismanninum.

Millumnavn kann vera millumnavnið hjá faðir ella móður ella eitt av teimum eftirnøvnum, ið kunnu verða givin sum eftirnøvn, og sum viðkomandi eftir lógini hevði kunnað fingið við dópi ella navnagávu. Eisini kann ættarnavn, sum verður borið ella hevur verið borið av einum av foreldrum umsøkjarans, ommum og abbum, gevast sum millumnavn, tó ikki um navnið er fingið við giftu. Landsstýrismaðurin kann harumframt eftir umsókn loyva millumnavn, sum barnið kann fáa sum eftirnavn ella hevur serligt tilknýti til.

Einastu ásetingarnar í navnalógini um broyting av millumnavni eru, at millumnavn kann verða strikað eftir fráboðan til sóknarprest, og snýr tað seg um ættleiðing, kann millumnavn hjá barninum við loyvi frá landsstýrinum verða broytt.

Lógin ásetir, at hóast navn er vart eftir §12, stk. 1, er loyvt uttan umsókn at nevnast -son ella -dóttir faðirs ella móður sambært § 7, stk. 2 og § 8, nr. 1, og at ikki er hereftir loyvt at taka upp nýggj ættarnøvn, ið eru samansett av fornavni við -son ella -dóttir aftrat. Vardu nøvnini eru sambært hesum eisini tey nøvnini, sum eru vard sambært danskari lóggávu. Hetta merkir m.a., at søkir ein føroyingur landsstýrismannin um ávíst navn, sum finst á tí danska listanum yvir vard nøvn, verður meginreglan, at navnið ikki kann loyvast.

Navnanevndin, sum situr 5 ár í senn, skal gera ein lista við viðurkendum nøvnum, sum javnan skal verða endurskoðaður. Harumframt skal nevndin geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending o.a. Landsstýrismaðurin kann eisini biðja nevndina um tilmæli, áðrenn hann gevur loyvi til navnabroytingar.

Ein týdningarmikil lutur hjá navnanevndini er, at hon viðger og tekur avgerð í málum, har fráboðað nøvn ikki eru á navnalistanum. Tað er einans navnanevndin, sum kann gera av, um ávíst navn kann koma á umrødda navnalistan.

Í sambandi við ættleiðing kann verða ásett í ættleiðingarloyvinum, at eftirnavnið hjá barninum ikki skal verða broytt. Annars kunnu for- og millumnavn verða broytt við loyvi frá landsstýrismanninum í sambandi við ættleiðingina. Upprunastøðið er tó, at ættleidda barnið varðveitir for- og millumnavnið, meðan tað av sær sjálvum fær eftirnavnið hjá ættleiðingarforeldrunum.

Broytingar í mun til galdandi lóg
Uppskotið til nýggja navnalóg byggir á frágreiðing og uppskot nevndarinnar, og tí verður sum heild eisini víst til frágreiðingina. Umframt einstakar tilvísingar og smáar tekniskar tillagingar, er ein innihaldslig broyting gjørd í mun til nevndaruppskotið. Hon er, at ásetingarnar um, at ættleidd bert við loyvi frá landsstýrismanninum kunnu broyta for- ella millumnavn eru nú soleiðis, at broytingin kann verða gjørd við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan, á sama hátt sum hjá øðrum, ið vilja broyta for- ella millumnavn.

Viðmerkjast skal, at grundað á tey ummælir, ið landsstýrismaðurin hevur fingið viðvíkjandi ætlaðu broytingunum, serliga viðvíkjandi fornøvnum, er tann minni víðgongda orðingin av § 2, stk. 4, sum nevndin hevur skotið upp, sett í uppskotið.

Endamálið við uppskotinum er annars yvirhøvur at gera lógina greiðari og harvið lættari at umsita og at fáa til vegar heimild til, at eisini onnur fyrilit enn tey málfrøðiligu skulu havast í huga, tá ið avgerð verður tikin, um navn kann verða givið ella ikki.

Viðvíkjandi galdandi lóggávu er stutt at viðmerkja, at tær atfinningar, ið hava verið móti henni í stóran mun viðvíkja reglunum um fornøvn. Funnist hevur serliga verið at, at tað t.d. ikki er heimild til at gera undantak frá regluni um, at fornøvn skulu vera í samljóði við málreglurnar. Reglurnar um millumnøvn eru tó heldur ikki nóg greiðar, eins og reglurnar um vard nøvn kunnu verða greiðari. Eftir uppskotinum verða meginreglurnar og grundleggjandi bygnaðurin í galdandi lóggávu um fólkanøvn varðveitt, men umframt ta málsligu dagføringina eru tó nakrar innihaldsligar broytingar gjørdar á ymisku økjunum.

Broytingarnar, sum uppskotið hevur við sær í mun til galdandi lóg, eru serliga hesar:

  1. Alment kann sigast, at lógaruppskotið er býtt nakað øðrvísi. T.d. eru tær ásetingar, sum í galdandi lóg eru av almennum slag, og sum eru nevndar fleiristaðni í galdandi lóg, nú savnaðar í 1. kapitli.
  2. Skrásetingarmyndugleikin verður allýstur.
  3. Ásetingarnar viðvíkjandi fornøvnum eru broyttar soleiðis, at heimild verður til at gera undantak í sambandi við uppkalling, um navnið ikki finst í føroyskum sniði frammanundan.
  4. Ásetingarnar um, at ættleidd bert kunnu broyta for- og millumnavn við loyvi frá landsstýrismanninum, eru broyttar soleiðis, at tey – eins og øll onnur – nú eisini kunnu broyta for- og millumnavn við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan.
  5. Heimild verður til, at ættleidd kunnu taka upprunaliga fornavnið/fornøvnini aftur ella aftrat navninum.
  6. Ásetingin um, at barn, sum hevur fingið navn í sambandi við heimadóp, við fráboðan kann fáa nýtt navn ella annað navn aftrat, verður ikki mett at vera neyðug, og tískil er hon tikin burtur.
  7. Reglur um broyting av millumnavni eru settar í lógaruppskotið.
  8. Gjørt verður greitt, at hjúnafelagi hevur heimild til at nýta egið eftirnavn sum millumnavn, um viðkomandi hevur tikið ættarnavnið hjá hinum hjúnafelaganum sum giftunavn.
  9. Ásetingin um, nær navn eftir bústaði er vart, verður gjørd greiðari.
  10. Reglur um gjald fyri navnaprógv eru settar beinleiðis í uppskotið.
  11. Reglur um navnaprógv til fólk, ið ikki er skrásett her á landi, eru settar beinleiðis í uppskotið.
  12. Reglurnar um navnanevndina og navnalistan eru gjørdar greiðari.
  13. Viðmerkingarnar til tær einstøku greinarnar eru sum heild viðgjørdar nágreiniligari.

Ummælir
Ætlanin var upprunaliga at leggja lógaruppskotið fyri tingið í seinastu tingsetu. Av hesi orsøk varð eitt fyribils uppskot frá nevndini, ið endurskoðaði galdandi navnalóg, tíðliga í vár sent til ummælis hjá Ríkisumboðnum, Føroya Stiftsstjórn, Mentamálastýrinum, navnanevndini, Prestafelag Føroya og 6 kirkjubókaførandi prestum í størru prestagjøldunum. Endaliga uppskotið hevur tó verið til ummælis hjá Málnevndini, sum við skrivi dagfestum tann 28.september 2001 hevur gjørt viðmerkingar til uppskotið.  

Tær viðmerkingar, ið eru komnar til uppskotið, eru eina mest um ásetingarnar um fornøvn. Serliga verður gjørt vart við, at einari undantaksreglu viðvíkjandi uppkalling, har tað ikki í minsta lagi er eitt krav, at fornavnið ikki finst í føroyskum sniði frammanundan, kann ikki verða tikið undir við, orsakað av tí stóra afturstigi, ið ein tílík regla hevði havt við sær. Avrit av innkomnu ummælisskrivunum eru hjáløgd sum skjal 2-9. 

Uppskot landsstýrismansins er at kalla óbroytt í mun til endaliga uppskotið frá nevndini. Við tað at bert einstakar smár tillagingar eru gjørdar í endaliga uppskoti nevndarinnar í mun til fyribilsuppskotið, ið var sent til ummælis í vár, verður ikki mett, at orsøk er til at senda endaliga lógaruppskotið aftur til ummælis. 

Avleiðingarnar av uppskotinum 

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar. 

Viðvíkjandi landsumsitingini er at viðmerkja, at við tað at møguleiki verður fyri – eftir umsókn til navnanevndina – at gera undantak frá vanligu regluni viðvíkjandi fornøvnum, kemur arbeiðið í navnanevndini at økjast og harvið eisini at hava nakað av meirkostnað við sær. Í 2000 kostaði arbeiðið í navnanevndini uml. kr. 150.000,-. Íroknað hesa upphædd er tó ein partur av teim útreiðslum, ið stóðust av arbeiðnum við at endurskoða lógina, og veruligi kostnaðurin av navnanevndararbeiðnum er tí nakað lægri enn tær kr. 150.000,-.  

Við tað at fleiri fáa møguleika at søkja til navnanevndina, verða samstundis fleiri, ið fáa møguleika til at kæra avgerðir navnanevndarinnar til landsstýrismannin. Umframt hetta hevur uppskotið ongar beinleiðis fíggjarligar ella fyrisitingarligar avleiðingar við sær fyri landið. 

Viðvíkjandi vinnuni, umhvørvinum, serstøkum økjum í landinum og ávísum samfelagsbólkum er at viðmerkja, at uppskotið ongar avleiðingar hevur við sær. 

Eingir millumtjóðasáttmálar eru á økinum, ið lógaruppskotið fevnir um, sum heimastýrið hevur skyldu at fylgja. 

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei
Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur  

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

 


(Nei)
 

 

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar 

Við tað at nógvar av ásetingunum samsvara við ásetingarnar í galdandi lóg, eru nakrar av "gomlu" viðmerkingunum eisini tiknar við her, sbr. annars s. 318 - 322 í Løgtingstíðindum frá 1991.

Kapittul I
Nøvn og na
vnagáva

Til § 1.
Í kapitli 1 eru almenn krøv í sambandi við nøvn og navnagávu savnað. Ásetingarnar eru sostatt galdandi bæði fyri for-, millum- og eftirnøvn.

Til stk. 1. 
Ásetingin í stk. 1 er nýggj, men hevur annars støði í § 1, stk. 1 í galdandi lóg.

Sambært stk. 1 eru tveir javnsettir mátar at fáa navn eftir. Annar er við dópi, t.e. sjálv dópsgerðin (skírnin), og hin er við at boða navnið til skrásetingarmyndugleikan, t.e. sjálv innføringin í kirkjubókina, sbr. stk. 3.

Til stk. 2.
Stk. 2 er ein umorðað samanskriving av § 1, stk. 2, 1. pkt., § 4, stk. 1, 1. og 2. pkt. og § 6, stk. 1 í galdandi lóg. Orsøkin til samanskrivingina er, at á henda hátt fæst eitt betri yvirlit.

Ásetingin er umorðað soleiðis, at hon er galdandi fyri øll nøvn. Umframt talið av fornøvnum verður staðiliga ásett, at eingin má hava fleiri enn eitt millumnavn og eitt eftirnavn.  

Forboðið móti at binda nøvn hvørt at øðrum við bindistriku er orðað alment og galdandi fyri øll nøvn.  

Umframt at bindistrika vanliga ikki verður nýtt í máli okkara, byrgir ásetingin eisini fyri einum øðrum trupulleika, ið vit t.d. síggja í Danmark. Trupulleikin er, at við tað at alt fleiri hjún varðveita sítt egna eftirnavn, geva alt fleiri foreldur børnum sínum hvørt sítt eftirnavn bundið við bindistriku, og í seinna enda kann næsta ættarlið sostatt koma at hava eitt ella tvey fornøvn, tvey millumnøvn og tvey eftirnøvn.

Til stk. 3.
1. pkt er ein umorðing av § 2, stk. 1 í galdandi lóg.  

Foreldur ella tann, ið hevur foreldramyndugleikan, hevur skyldu og rætt til at geva barninum navn við teimum avmarkingum, ið eru í lógaruppskotinum. 

Eins og í galdandi lóg er freistin fyri, nær barnið skal hava fingið navn, sett til 6 mánaðir, og sambært § 23 verður tann, ið brýtur ásetingina, revsaður við bót. 

Stk. 3, 2. pkt. er einans tikið við sum ein hent upplýsing, soleiðis at vart verður gjørt við, hvør rætti lógligi skrásetingarmyndugleikin er, við tað at hesin skrásetingarmyndugleiki gongur aftur fleiristaðni í lógini. Nøvn verða annars framhaldandi skrásett í kirkjubók.

Til stk. 4.
Ásetingin er nýggj og er tikin við av praktiskum orsøkum. Longu í innganginum verður sostatt gjørt vart við, at talan er um tvær ymiskar mannagongdir, tá ið navn skal verða broytt. Hetta er annaðhvørt við fráboðan ella við loyvi frá landsstýrismanninum.

Hvørjar ítøkiliga mannagongdin og treytirnar eru, verður annars ásett í kapitli I, II og III viðvíkjandi for-, millum- og eftirnøvnum.

Kapittul II
 Fornavn

Innihaldsligu krøvini til fornøvn eru savnað í kapitli 2. Her eru m.a. ásetingar um málfrøðilig krøv til nøvnini, undantøk og ásetingarnar um mannagongdir og krøv í sambandi við broyting av fornøvnum.

 Til § 2.

Til stk. 1
Orðingin er einsljóðandi við § 1, stk. 2, 2. pkt. í galdandi lóg.

Í sambandi við spurningin, um navn av røttum er fornavn, hevur tað m.a. týdning, um navnið er vart sum eftirnavn.

At navnið ikki má verða til ampa, er m.a. tað, at genta ikki má fáa dreingjanavn ella øvut, ella at navn, sum kann hava við sær, at barnið verður argað, ikki kann loyvast.

Við tað at navnanevndin tekur avgerð í málum, tá ið fornavn ikki er á listanum sambært § 21, verður tað eisini navnanevndin, ið fer at taka støðu til, um navn av røttum er eitt fornavn, ella um navnið er til ampa fyri viðkomandi.

Til stk. 2.
Orðingin er einsljóðandi við § 1, stk. 3, 1. pkt. í galdandi lóg. Ásetingarnar um, at navnið skal vera í samljóði við málreglurnar, sipa m.a. til, at navnið skal kunna bendast, stavsetast og sigast á føroyskum. Við tað at mett verður, at tað ikki ber til at áseta alment, nær nøvn eru í samsvari við málreglurnar, er orðingin "í samljóði við" meira hóskandi. Henda orðing gevur samstundis navnanevndini eitt ávíst rásarúm, tá ið avgerð skal takast sambært stk. 3 og 4.

Til stk. 3.
Her verður staðiliga ásett, at navnanevndin tekur støðu til, um sakligu krøvini til navnið eru lokin. Fornøvn, sum ikki eru á navnalistanum, kunnu sostatt einans loyvast eftir umsókn til navnanevndina, men við tað at navnalistin bert er leiðbeinandi, verður samstundis gjørt vart við, at eisini onnur/nýggj nøvn kunnu koma á listan.

Navnalistin, sum navnanevndin ger sambært § 21, er bindandi fyri sóknarprestin soleiðis, at er eitt navn ikki á listanum, mugu foreldrini ella tann, sum hevur foreldramyndugleikan, leggja málið fyri navnanevndina, áðrenn navnið kann verða givið.

Borgarin hevur sostatt einans krav um at fáa navn, ið frammanundan er á navnalistanum, ella sum navnanevndin hevur givið loyvi til, og skal skrásetingin verða samsvarandi hesum.

Til stk. 4.
Undantaksreglan í stk. 4 er nýggj. Her verður m.a. hugsað um uppkalling í ættini og onnur føri, har vanligt er at kalla upp. Dømi um hetta er uppkalling av nærskyldum ella vinfólki í sambandi við deyða orsakað av sjúku ella vanlukku.

Sambært 1. pkt. ber til at gera undantak frá ásetingini um, at eingin má hava fleiri enn tvey fornøvn. Ásetingin í § 2, stk. 1 um, at navnið ikki má verða fólki til ampa, skal tó altíð havast í huga í hesum sambandi. Hetta merkir m.a., at hóast nøvnini hvørt sær ikki kunnu sigast at verða til ampa, so kann stórt tal av nøvnum koma undir ásetingina.

Sambært 2. pkt. kann eisini gerast undantak frá málreglunum.

Harumframt verður í 3. pkt. ásett, at undantak sambært 1. og 2. pkt. bert kann verða gjørt, um navnið ikki finst í føroyskum sniði frammanundan.

Ásetingin er sostatt ikki ætlað at vera serliga víðfevnd. T.d. kann navnið Leif ikki loyvast, tí Leivur er rætta føroyska sniðið. Heldur ikki kann Christian kallast upp bókstavarætt, við tað at rætti stavsetingarhátturin er Kristian, og Finn kann ikki loyvast, tí Finnur er rætta føroyska sniðið.

Ásetingin hevur við sær, at í staðin fyri t.d. at sýta at kallað verður upp við navni, ið ikki finst í føroyskum sniði frammanundan, so kann navnið loyvast eftir umsókn.

Allar umsóknir eftir stk. 4 verða viðgjørdar av navnanevndini soleiðis, at nevndin kann vegleiða umsøkjaran um málreglur, navnasið o.a.

Tað verður eisini navnanevndin, sum skal gera av, um navnið ella nøvnini, ið undantaksloyvi verður givið til, skulu koma á navnalistan, sbr. § 21.

Møguleikin fyri undantaki er einans ætlaður at galda í sambandi við, at barn fær navn. Ásetingin er sostatt ikki galdandi, tá talan er um seinni navnabroytingar, sbr. eisini § 3, stk. 4, 1. pkt.

Til § 3.

Til stk. 1.
Umframt at ásetingin um, at útlendingur kann fáa navn sítt umskift við føroyskt navn, tá ið hann hevur búð í Føroyum í 5 ár ella meira, er strikað, er stk. 1 einsljóðandi við § 3, stk. 1, 1. og 2. pkt. í galdandi lóg.

Sambært stk. 1 nýtast útlendingar, búsitandi í Føroyum, ikki longur at bíða í 5 ár fyri at broyta fornavn sítt til føroyskt, men teir verða javnsettir við øll onnur, sum ætla at broyta fornavn. Navnið, ið broytt verður til, skal sambært § 2, stk. 2 framvegis vera í samljóði við føroyskar málreglur, og broytingin kann boðast skrásetingarmyndugleikanum, sbr. § 1, stk. 3. Stendur fráboðaða navnið ikki á navnalistanum, verður tað navnanevndin, sum skal gera av, um navnið kann loyvast.

Viðvíkjandi navnagávu hjá fólki úr øðrum landi verður víst til § 25, stk. 3.

Eins og eftir galdandi reglum skal tað bera til at broyta fornavn (skriviháttin), at fáa sær annað fornavn ella at fáa sær nýtt aftrat, ella um ein hevur fleiri fornøvn, at strika eitt ella fleiri teirra.

Hóast lógin vísir, hvør rætti skrásetingarmyndugleikin er, kann sóknarprestur á staðnum taka ímóti fráboðanum um navnabroyting, men hann skal síðani senda tær til avvarðandi skrásetingarstað, sbr. § 19.

Til stk. 2.
Ásetingin stavar frá § 3, stk. 1, 4. pkt. í galdandi lóg.

Við loyvi frá landsstýrismanninum verður sipað til navnaprógv, ið gjald verður latið fyri sambært reglunum í kapitli V.

Til stk. 3.
1. pkt. er ein umorðing av § 3, stk. 3 í galdandi lóg. Sambært 1. pkt. er ikki neyðugt við loyvi frá landsstýrismanninum til tílíkar broytingar, við tað at tær nú kunnu boðast til skrásetingarmyndugleikan eins og fráboðanir um nøvn annars.

2. pkt. er nýtt. Sambært hesum kann ættleitt barn við loyvi frá landsstýrismanninum taka upprunaliga navnið aftur ella aftrat navninum.

Orsøkin til broytingarnar er m.a., at á henda hátt kann eitt ættleitt barn varðveita upprunaliga navnið og verða kallað upp eftir t.d. einari ommu ella einum abba við tveimum nøvnum soleiðis, at tað fær trý fornøvn tilsamans. Ein, sum er ættleiddur, kann eisini taka upprunaliga navnið aftur ella aftrat navninum, og í tílíkum føri hevur tað ongan týdning, um viðkomandi hevði eitt ella fleiri fornøvn frammanundan.

Til stk. 4.
Við tað, at undantaksreglan í § 2, stk. 4 bert er galdandi í sambandi við, at barn fær navn, vísir 1. pkt ikki til § 2, stk. 4 í sambandi við broyting av fornøvnum.

Navnabroyting í sambandi við ættleiðing verður í 2. pkt. javnsett við vanliga navnagávu. Hetta merkir, at upprunastøðið framvegis er, at navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur, men undantaksreglan í § 2, stk. 4 er tó eisini galdandi. Snýr tað seg um fólk úr øðrum landi, er eisini § 25, stk. 3 galdandi.

Kapittul III
 Millumnøvn

Til § 4.

Til stk. 1.
Ásetingin er um millumnavn í sambandi við navnagávu og er einsljóðandi við § 4, stk. 1, 3. pkt. í galdandi lóg.

Til stk. 2.
Ásetingin er einsljóðandi við § 4, stk. 3 í galdandi lóg.

Serligt tilknýti til eitt millumnavn er t.d., tá ið systkin ella stjúkfaðir ella –móðir umsøkjarans bera navnið sum millumnavn.

Millumnavn, sum upprunaliga er fingið eftir reglunum í § 7, stk. 2, kann ikki latast víðari – hvørki sum millumnavn ella eftirnavn – við tað at tað er -son ella –dóttireftirnavn, sbr. eisini viðmerkingarnar til § 7.

Til § 5.

Við tað at rætturin til at geva navn sum millumnavn og rætturin til at fáa sær ella broyta millumnavn m.a. er treytaður av, at ein kann fáa viðkomandi navn sum eftirnavn, eru innihaldsligu krøvini til millumnøvn tey somu sum til eftirnøvn.

Við tað at galdandi lóg onga mannagongd ásetir viðvíkjandi broyting av millumnavni (striking av millumnavni og broyting í sambandi við ættleiðing undantikin), hava reglurnar um broyting av eftirnavni verið nýttar í praksis. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru sostatt nýggjar.

Til stk. 1.
Ynskir ein at fáa sær millumnavn ella broyta verandi millumnavn, og navnið er eitt av teimum, ið nevnd eru í §§ 7-8 og § 11, nr. 1, kann hetta altíð verða gjørt við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan. Viðvíkjandi nøvnunum, ið nevnd eru í §§ 7-8, er skipanin tann sama sum við broyting av eftirnøvnum, men millumnavn kann harumframt við fráboðan verða broytt til navn, ið er nevnt í § 11, nr. 1.

Til stk. 2.
Mannagongdin í stk. 2 verður t.d. nýtt, um ein ikki hevur tilknýti til navnið, um tað er nýgjørt navn, ella um aðrar serligar orsakir eru, sbr. viðmerkingarnar til § 10 og § 11, nr. 2 og 3.

Ein kann eisini við loyvi frá landsstýrismanninum fáa sær ella broyta verandi millumnavn til eitt av nøvnunum, ið nevnd eru í § 11, nr. 2-4. Hetta er ættarnavnið hjá fosturfaðir ella fosturmóður, um fosturfaðir ella fosturmóðir gevur loyvi til tað, og ættarnavn, sum umsøkjarin hevur serstakt samband við.

Til stk. 3.
Ásetingin er ein umorðing av § 5 í galdandi lóg. Sambært stk. 3 er ikki neyðugt við loyvi frá landsstýrismanninum til tílíkar broytingar, við tað at tær nú kunnu boðast til skrásetingarmyndugleikan.

Til stk. 4.
Ásetingin, sum er ein umorðing av § 4, stk. 4 í galdandi lóg, er av hóskandi orsøkum sett í § 5, við tað at § 5 viðvíkur broytingum o.ø.

Kapittul IV
 Eftirnøvn

Til § 6.

Ásetingin í § 6 er tikin við av gagnligum orsøkum, við tað at føroysk navnalóggáva byggir á tvær skipanir viðvíkjandi eftirnøvnum, og í stk. 1 verður gjørt greitt, at munur er á hesum eftirnøvnum.

Onnur skipanin viðvíkur føstum eftirnøvnum, vanliga nevnd ættarnøvn, og hin viðvíkur -sonar/–dóttureftirnøvnum – á frøðimáli nevnd patronym og metronym.

Í stk. 2 verður greitt frá avgerandi muninum á –sonar/–dóttureftirnøvnum og ættarnøvnum, við tað at ættarnøvnini kunnu latast víðari, meðan patronym og metronym ikki kunnu latast víðari, hvørki til eftirkomarar ella hjúnafelaga, og uttan mun til um navnið verður givið sum millumnavn ella eftirnavn.

Til § 7.

Orðingin er ein umorðing av § 6 í galdandi lóg.

Greinin viðvíkur reglunum um, hvørji eftirnøvn kunnu gevast barni við navnagávu. Foreldrini, ella tann, ið hevur foreldramyndugleikan, kunnu sostatt velja, um barnið skal fáa ættarnavnið hjá faðir ella móður ella navn faðirs ella móður í hvørsfalli við –son ella –dóttir aftrat.

Reglurnar um eftirnavnið hjá barninum eru tær somu fyri børn fødd, í hjúnalagi, sum fyri børn uttan fyri hjúnalag, treytað av at faðirskapur er staðfestur.

Til stk. 1.
Eftirnavnið, sum foreldrini kunnu velja at geva barninum eftir stk. 1, nr. 1, er tað ættarnavnið, sum foreldrini bóru, ella annað av foreldrunum bar, tá ið barnið varð føtt.

Foreldrini kunnu í staðin fyri at geva barninum tað ættarnavnið, sum tey bóru, tá ið barnið varð føtt, eftir stk. 1, nr. 2 geva barninum tað ættarnavnið, tey seinast hava borið, treytað av at hetta ættarnavnið ikki er fingið við giftu.

Til stk. 2.
Her verður ásett, at barninum kann verða givið eftirnavn, sum er navn faðirs ella móður við -son ella –dóttir aftrat. Hesi nøvnini eru ikki at rokna sum ættarnøvn eftir lógaruppskotinum, og tey, sum hava fingið tílík eftirnøvn eftir reglunum í hesum lógaruppskoti, kunnu ikki geva sínum børnum ella hjúnafelaga hetta eftirnavnið eftir stk. 1 í hesi grein ella eftir §§ 4, 5, og 13 í uppskotinum, sbr. eisini viðmerkingarnar til § 6.

Er navn faðirs ella móður ikki í samljóði við málreglurnar, kann tann, ið ynskir at fáa sær faðirs- ella móðurnavn í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat, føroyska sítt faðirs- ella móðurnavn.

Til § 8.

Orðingin er einsljóðandi við § 8 í galdandi lóg.

Eftir reglunum í nr. 1 í hesi greinini í uppskotinum kann eftirnavn verða broytt til eitt nýtt ættarnavn ella til eitt annað eftirnavn við fráboðan, hóast onnur longu hava tað sum ættarnavn, og tað er vart, og hóast tann, ið vil broyta sítt navn til tað navnið, einki familjutilknýti hevur til tey, ið longu bera navnið ella hava brúkt tað. Treytin er tá, at eftirnavnið, ið broytt verður til, er navn faðirs ella móður við –son ella –dóttir aftrat.

Eftir nr. 2-5 ber til at broyta sítt eftirnavn til eitt annað eftirnavn við fráboðan, treytað av, at onnur hava borið ella bera navnið, og at tann, ið vil broyta sítt eftirnavn til hetta eftirnavnið, er soleiðis knýttur at teimum, ið bera ella hava borið navnið, sum nevnt í nr. 2-5.

Nr. 5 nevnir stjúkfaðir og stjúkmóður. Sambært føroysku orðabókini frá 1998 er stjúkfaðir maður, ið er giftur við móður at barni, sum hann ikki er faðir at, og stjúkmóðir er kona, gift við faðir at barni, sum hon ikki er móðir at.

Til § 9.

Orðingin er ein umorðing av § 9 í galdandi lóg.

Til § 10.

Til stk. 1 og 2.
Her verður ásett, at tá ið ættarnavn verður givið við loyvi frá landsstýrismanninum, er tað við navnaprógvi. Ásetingin er annars innihaldsliga í samsvari við § 11, stk. 1 í galdandi lóg.

Til stk. 3.
Í innganginum er ásetingin orðað av nýggjum í mun til galdandi lóg, soleiðis, at tað verður greiðari, at í teimum í nr. 1-8 nevndu førum kann loyvi ikki verða givið til navnið.

Til nr. 3.
Í sambandi við metingina um nøvn líkjast so nógv nøvnum í nr. 1 og 2, at tey lættliga verða samanblandað, eigur støði at verða tikið í hesum viðurskiftum:

a)      Hvussu nøvnini verða stavsett,
b)      hvussu nøvnini verða framborin og
c)      hvønn uppruna og týdning nøvnini hava.

Ein heildarmeting eigur at verða gjørd av a) – c) omanfyri, men størstur dentur eigur at verða lagdur á a) og b). Hetta merkir vanliga, at um so er, at nøvnini líkjast so nógv í stavingarhátti ella í framburði, at tey lættliga verða samanblandað, eigur loyvi ikki at verða givið til navnið.

Upprunin ella týdningurin á nøvnunum sambært c) kann verða viðkomandi í serligum føri. Tað kann t.d. vera, um søkt verður um eitt føroyskt staðarnavn, tá ið danskt navn, ið líkist nógv annaðhvørt í stavingarhátti ella í framburði, er á listanum yvir vard nøvn, men danska navnið ikki hevur sama týdning ella uppruna sum føroyska navnið. Í tílíkum føri eigur tað ikki at verða avgerandi, um navnið – á føroyskum ella á donskum – líkist so nógv í stavingarhátti ella í framburði, at tey lættliga verða samanblandað.

Hinvegin eigur tað, at nøvn, sum á donskum og føroyskum hava sama uppruna ella merking, men sum verða stavsett og/ella framborin ymist, ikki at hava við sær, at navnið ikki kann loyvast.

Við tað at nøvn málsliga eru ymisk, tá ið fyrisetingarnar eru ymiskar, eigur sama navn at verða loyvt við ymiskum fyrisetingum, hóast tey tá minna nógv um hvørt annað

Til nr. 4.
Í mun til galdandi lóg er orðið "samljóði" sett í staðin fyri "samsvari". Viðvíkjandi tulkingini av "samljóði" verður víst til viðmerkingarnar til § 2, stk. 2.

Til nr.5.
Her er gjørd tann broyting í mun til galdandi lóg, at orðið "oyggj" er sett inn og orðið "býlingi" er strikað.

Flestøll nøvn á oyggjum eru annars vard sambært galdandi navnarætti. Men við tað at einstøk oyggjanøvn einans eru á listanum yvir vard nøvn á donskum, eigur hetta forboð at verða sett beinleiðis í lógini.

Orðið "býlingi" hevur elvt til stórar trupulleikar í sambandi við viðgerð av umsókn um navnabroyting, við tað at ikki altíð kann sigast fyri vist, um talan er um býlings-, bústaðar- ella staðarnavn.

Sambært uppskotinum verður ikki skilt millum t.d. staðarnavn og býlingsnavn. Endamálið við broytingini er – umframt tað, at umsókn um býlingsnavn nú eftir umstøðunum kann verða gingin á møti, – at undir málsviðgerðini slepst undan trupla skilnaðinum millum býlings- og staðarnøvn.

Við at strika ásetingina um býlingar verða býlingsnøvn sostatt javnsett við staðarnøvn. Hetta merkir, at hevur ein persónur fingið eitt býlingsnavn vart, er upprunastøðið, at eingin annar kann fáa sama navn.

Fyrimunurin við hesum verður sum nevnt, at støða ikki longur skal takast til, um tað er býlings- ella staðarnavn. Snýr tað seg hinvegin um bústaðar- ella húsanavn, kann viðkomandi somuleiðis fáa navnið, um hann kann skjalprógva tilknýti til bústað ella hús við sama navni, sbr. § 12, stk. 4 í galdandi lóg.

Til nr. 6.
Her verður m.a. hugsað um skráseting hjá Skráseting Føroya.

Til § 11.

§ 11 er ein umorðing av § 13 í galdandi lóg. Tó er greinin broytt nakað, við tað at stk. 1, nr. 1 er víðkað til langommur og –abbar.

Til stk. 1, nr. 1.
Dømi eru um, at umsøkjarar ynskja at broyta eftirnavn til t.d. ættarnavnið hjá langommu ella langabba. Tí er tørvur á at víðka greinina soleiðis, at landsstýrismaðurin eisini kann játta umsókn um ættarnavnið hjá langommu og langabba.

Til stk. 1, nr. 2.
Er tað so, at barn verður fostrað av hjúnafeløgum, ið bæði hava sama ættarnavn, mugu bæði geva loyvi til navnabroytingina. Er barnið yvir 12 ár, krevst samtykki frá barninum, og er tað undir lógaldur, krevst eisini samtykki frá foreldrunum ella tí, ið hevur foreldramyndugleikan, sbr. § 18.

Til stk. 1, nr. 3.
Sum dømi um, nær ein hevur serstakt samband við ávíst ættarnavn, kann verða nevnt:

a)      navnahevd,
b)      listanavn, dulnevni
c)      ættarnavn hjá deyðum stjúkforeldrum, um umsøkjarin annars hevði havt rætt til navnið sambært lógini,
d)      ættarnavn hjá deyðum hjúnafelaga, um umsøkjarin annars hevði havt rætt til navnið sambært lógini,
e)      annað.

Til a.
Víst verður til rundskriv Løgmansskrivstovunnar, dagfest 19. juni 2000, viðvíkjandi mannagongd í sambandi við umsókn um navnabroyting við heimild í § 13, nr. 4 í galdandi navnalóg (navnahevd).

Til d.
Í tílíkum føri kann viðkomandi einans fáa navnið sum giftunavn.

Til. e.
Hetta kann t.d. vera ein broyting í stavingarhátti, tá ið "nýggja" navnið er vart frammanundan. Eisini kann hugsast, at persónur ynskir at taka eitt giftunavn, sum viðkomandi fyrr hevur borið, aftur, og tá kann tað verða gjørt við navnaprógvi, men einans sum giftunavn.

Til stk. 1, nr. 4.
Tað at rætta stavingarháttin er ikki tað sama sum t.d. at umseta útlendsk nøvn ella nøvn við útlendskum sniði. Sipað verður einans til sjálvan stavingarháttin, har t.d. bókstavurin c verður rættaður til k ella z til s. Hetta merkir t.d. ikki, at Jacobsen kann verða broytt til Jákupsson ella Olsen til Ólavsson, men Jacobsen kann hinvegin verða broytt til Jakobsen.

Til stk. 2.
Av tí at –sonar/ –dótturnøvn, ið eru givin eftir reglunum í hesum lógaruppskoti, kunnu koma í stríð við ættarnøvn, ið enda við –son ella -dóttir, og sum eru vard, verður staðiliga ásett, at tað er loyvt at nevnast –son ella –dóttir faðirs ella móður, hóast navnið er vart.

Til stk. 3.
Sambært ásetingini skulu bústaðarnøvn framvegis vera vard á sama hátt sum øll onnur vard nøvn. Tað stendur tó ikki einum og hvørjum frítt at fáa sær viðkomandi bústaðarnavn, men einans tey, ið kunnu skjalprógva tilknýti til sama navn, kunnu eisini fáa loyvi til at bera navnið.

Til § 12

 Stk. 1-2 eru ein umorðing av § 12, stk. 1 og 2 í galdandi lóg.   

Kapittul V
Millum- og eftirnavn í sambandi við giftu

Til § 13.

Orðingin í stk. 1 og 2 er nærum einsljóðandi við § 10 í galdandi lóg. Tó er viðmerkt, at tað er eitt krav, at tá annar hjúnafelagin tekur ættarnavnið hjá hinum sum giftunavn, skal samtykki fáast frá hinum hjúnafelaganum.

Vilja hjúnafelagar hava sama eftirnavn, krevst, at annar teirra frammanundan ella í hjúnabandinum boðar vígslumyndugleikanum frá, at hann tekur ættarnavnið hjá hinum. Hjúnafelagi kann bert taka ættarnavnið hjá hinum, ikki tað eftirnavnið, hin hjúnafelagin hevur fingið eftir § 7, stk. 2 í lógaruppskotinum ella eftir § 8, nr. 1.

Reglurnar geva hjúnafelaganum bert rætt til at taka ættarnavnið hjá hinum sum eitt eftirnavn, ið er fingið við giftu. Tað hevur við sær, at hjúnafelagin í nýggjum hjúnabandi ikki kann geva navnið víðari til ein annan hjúnafelaga ella børn í nýggjum hjúnalagi.

Til stk. 3.
Ásetingin er nýggj, men staðfestir einans ta mannagongd, sum longu er í sambandi við, at hjúnafelagar taka egið eftirnavn sum millumnavn í sambandi við giftu.

Sambært regluni kann viðkomandi nýta egið eftirnavn sum millumnavn, men viðkomandi kann ikki formliga fáa egið eftirnavn sum millumnavn, t.d. við navnaprógvi, við tað at navnið hjá skrásetingarmyndugleikanum frammanundan er skrásett sum eftirnavnið hjá viðkomandi.

Kapittul VI
Gjald fyri navnaprógv o.a.

Til § 14.

Ásetingarnar um gjald o.a. fyri navnaprógv í §§ 14 og 15 eru nærum einsljóðandi við ásetingarnar í § 1 og § 2, stk. 1 í kunngerð nr. 18 frá 21. januar 1993 um gjald fyri navnaprógv v.m. við seinni broyting.

Grundgevingin fyri, at reglurnar um gjald verða settar beinleiðis í uppskotið er m.a., at á henda hátt fæst vissa fyri, at heimild er fyri at krevja viðkomandi upphædd – uttan mun til, um ítøkiliga lutfallið millum útreiðslurnar og inntøkurnar í sambandi við gjald fyri navnaprógv er í lagi.

Til § 16.

Til stk. 1.
Ásetingin í stk. 1 er einsljóðandi við § 3, 1. pkt í kunngerð nr. 18 frá 21. januar 1993 um gjald fyri navnaprógv v.m. við seinni broyting. Mett verður, at ásetingin sum ein natúrligur partur av navnalóggávuni ikki eigur at standa í kunngerð, men beinleiðis í sjálvari lógini.

Til stk. 2.
Ásetingin er tikin við av praktiskum orsøkum. Tørvur er á einari heimild til, at navnabroyting, ið kann loyvast við fráboðan – annaðhvørt til sóknarprestin ella vígslumyndugleikan – eisini kann gerast við navnaprógvi í sambandi við, at navn verður broytt við heimild í § 5, stk. 2 og §§ 10 og 11.

Til stk. 3.
Eru broytingar, sum vanliga kunnu verða gjørdar við fráboðan til sóknarprest uttan gjald, verður ásett, at hóast broytingin í ítøkiliga førinum verður gjørd við navnaprógvi, orsakað av at viðkomandi ikki er skrásettur í Føroyum, verður einki gjald latið fyri navnaprógvið.

Fólk, sum ikki eru skrásett í kirkjubók í Føroyum, eru t.d. tey, ið flyta til landið. Tey eru ikki fødd í Føroyum og tískil heldur ikki skrásett hjá skrásetingarmyndugleikanum.

Til § 17.

Sambært reglunum í § 2, stk. 2 í kunngerð nr. 18 frá 21. januar 1993 um gjøld fyri navnaprógv o.a. við seinni broyting verður einki gjald latið fyri navnaprógv, tá søkt verður um, at verandi ættarnavn við útlendskum sniði fær føroyskt snið. Við tað at ásetingin í § 11, stk. 1, nr 4 hevur støði í § 13, nr. 3 í galdandi lóg, verður mett, at reglan um, at einki gjald skal verða latið fyri umrøddu navnaprógv, framvegis eigur at verða galdandi.

Kapittul VII
Fráboðanir og umsóknir

Til § 18.

Ásetingin er einsljóðandi við § 14 í galdandi lóg.

Til § 19.

 Ásetingin er nýggj. Av praktiskum orsøkum verður ásett, at avvarðandi myndugleikar skulu hava fráboðan um navnabroytingar. Tað eru bæði navnabroytingar við fráboðan til sóknarprest og tær, ið verða gjørdar við navnaprógvi frá landsstýrismanninum.

Viðkomandi myndugleikar, ið skulu hava fráboðan, eru sóknarprestur á skrásetingarstaðnum, fútin, landsfólkayvirlitið, avvarðandi kommunala fólkayvirlit og navnanevndin.

Kapittul VIII
Navnanevnd o.a.

Til § 20.

Greinin er ein umorðing og útgreining av § 15, stk. 1 í galdandi lóg.

Til § 21.

Greinin er ein umorðing og útgreining av § 15, stk. 2 - 4 í galdandi lóg.

Til stk. 1.
Ásett verður staðiliga, at navnalistin er leiðbeinandi. Í hesum liggur m.a., at nøvn eftir umstøðunum kunnu verða loyvd, men at tey ikki neyðturviliga skulu koma við á navnalistan.

Við tað at navnalistin javnan skal verða endurskoðaður, hevur tað m.a. við sær, at nøvn kunnu koma aftrat, umframt at nøvn kunnu verða tikin av listanum, um navnanevndin metir, at navnið ikki framhaldandi eigur at standa á listanum.

Til stk. 2.
Tað er navnanevndin, sum ger av, um eitt navn, sum ikki er á navnalistanum, kann loyvast og/ella skal koma á navnalistan, t.e. at allir spurningar hesum viðvíkjandi verða lagdir fyri nevndina at gera av.

Til stk. 3.
Formliga eru ongar avmarkingar í heimildum/metingum í sambandi við viðgerðina av møguligum kærum, sum sendar verða landsstýrismanninum. Vanliga hevur landsstýrismaðurin tó verið afturhaldandi, tá ið tað snýr seg um málsligu metingar navnanevndarinnar, og umorðingin av greinini er ikki ætlað at broyta nakað hesum viðvíkjandi.

Til § 22.

 Greinin er ein umorðing og útgreining av § 15, stk. 5 í galdandi lóg.

Kapittul IX
Brot ímóti lógini og revsing

Til § 23.

Ásetingin er ein umorðing av § 16 í galdandi lóg.

Ásetingarnar í greinini viðvíkja bæði for-, millum- og eftirnøvnum.

Kapittul X
Ymiskar fyriskipanir

Til § 24.

Ásetingin er ein umorðing av § 17 í galdandi lóg.

Ásetingin er ætlað at geva landsstýrismanninum heimild til í kunngerð at áseta nærri reglur innan ymisku økini í lógini. Tað kann t.d. verða um, hvussu navnaprógv skulu verða gjørd, nágreiniligari reglur viðvíkjandi avgreiðsluni av navnabroytingum og treytum í hesum sambandi og útfylling/nágreining av lógarásetingunum annars.

Til § 25.

Ásetingarnar í stk. 1 og 2 samsvara við § 18 í galdandi lóg.

Til stk. 3.
Við tað at tað skal verða greitt, at tað eru foreldur, ið koma úr øðrum landi, ið kunnu fáa undantaksloyvi, tá ið barn teirra skal navngevast, er orðingin broytt í mun til § 1, stk. 4 í galdandi lóg.

Tá ið umsókn eftir stk. 3 skal viðgerast, og tað skal verða komið fram til, um tað er fólk úr øðrum landi, skal ein ítøkilig meting gerast í hvørjum einstøkum føri, har tilknýtið hjá viðkomandi til eitt annað land hevur avgerandi týdning. M.a. av praktiskum orsøkum eigur krav tó ikki at verða sett um, at viðkomandi einans hevur fyribilsuppihald her á landi fyri at koma undir ásetingina. Tó skal skjalprógv veitast fyri, at tað er fólk úr øðrum landi.

Fyri at tað ikki skal verða tilvildarligt, hvørji nøvn verða givin eftir stk. 3, skulu umsøkjararnir eisini veita prógv fyri navninum frá einum viðkomandi myndugleika, áðrenn umsóknin verður viðgjørd. Á henda hátt kann vissa fáast fyri, at t.d. danir fáa loyvi til nøvn, ið kunnu gevast í Danmark, og bretar fáa loyvi til nøvn, ið kunnu gevast í Bretlandi, uttan at tað samstundis verður frítt, hvørji nøvn við loyvi verða veitt viðkomandi fólki.

Fólk, sum kemur undir ásetingina, skal kunna vísa á viðurskifti, sum gera, at tað er av stórum týdningi fyri barnið, at tað fær navn í samsvari við navnasiðin í upprunalandinum.

Ásetingin í stk. 3 er bæði galdandi fyri for-, millum- og eftirnøvn, men er ikki galdandi í sambandi við navnabroytingar.

Sambært stk. 3 gevur landsstýrismaðurin einans loyvi til, at ávíst navn verður givið ella fráboðað skrásetingarmyndugleikanum, t.e. at navnaprógv verður ikki givið.

Kapittul XI
Gildiskoma og skiftisreglur

Til § 26.

Við tað at ásetingarnar í kunngerð nr. 18 frá 21. januar 1993 um gjald fyri navnaprógv v.m. við seinni broyting nú eru í sjálvari lógini, fer nevnda kunngerð úr gildi saman við "gomlu" heimildarlógini.

Til § 27.

Ásetingin er nýggj.

Fyri at tað skal verða greitt, at sitandi navnanevnd, sum er vald á sumri 1998, skal halda fram við arbeiði sínum, eisini eftir at nýggja lógin er komin í gildi, er ásett, at nevndin skal verða vald av nýggjum innan 31. desember 2003, soleiðis at nýggj nevnd kann taka við við ársbyrjan 2004.

Skjøl:
1. Endurskoðan av navnalógini
2. Skriv frá Føroya Biskupi, dagfest 16.02.2001
3. Skriv frá Føroya Dómpróstaembæti, dagest 16.02.2001
4. Skriv frá Hera Joensen, sóknarpresti, dagfest 09.03.2001
5. Skriv frá Jákup Reinert Hansen, sóknarpresti, dagfest 08.03.2001
6. Skriv frá Elsu Funding, sóknarpresti, dagfest 8. mars 2001
7. Skriv frá Føroya Landfúta, dagfest 26.03.2001
8. Skriv frá Navnanevndini, dagfest 30.05.2001
9. Skriv frá Málstovuni, dagfest 28.09.2001

1. viðgerð 6. november 2001. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt uppskotið fram tann 16. oktober 2001, og eftir 1. viðgerð tann 6. november 2001 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 8., 15. og 29. november og 6. desember 2001, 21. og 28 februar og 7. og 8. mars 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í lógamálum, nevndina, sum sett varð í oktober 1999 at endurskoða navnalóggávuna, og navnanevndina.

Landsstýrismaðurin í lógamálum hevur 26. november 2001 sent nevndini skriv, har hann heitir á rættarnevndina um at gera eitt broytingaruppskot til uppskotið til nýggja navnalóg soleiðis, at landsstýrismaðurin fær heimild at gera reglugerð fyri navnanevndina. Hesum uppskoti tekur samd nevnd undir við.

Grundgeving landsstýrismansins fyri at leggja uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn fram er m.a., at tað hevur verið ávíst kjak og ónøgd serliga viðvíkjandi ásetingum í verandi lóggávu, sum kom í gildi, tá ið navnalóggávan varð yvirtikin sum føroyskt sermál í 1990, og navnalóg staðfest og kunngjørd í 1992. Serliga er tað spurningurin um fornøvn, sum hevur elvt til kjak og misnøgd. Harumframt hevur verandi lóggáva tørv á ávísum tekniskum ábótum.

Ein nýggj nevnd varð sett at endurskoða lógina tekniskt og málsliga, og fekk nevndin til uppgávu at viðgera spurningin, um reglurnar um fornøvn eiga at verða broyttar soleiðis, at eisini onnur fyrilit enn bert tey málfrøðiligu skulu havast í huga, tá ið avgerð um góðkenning av nøvnum verður tikin.

Rættarnevndin er samd við landsstýrið, at tað er óheppið, at kjak og ónøgd hevur staðist av navnalógini, nú tað loksins eydnaðist okkum at yvirtaka hetta málsøkið. At navnalógin er føroysk slóðar fyri bæði málsligum og mentanarligum framburði. Longu nú eru tvey álit greidd úr hondum um spurningin, sum eru gott grundarlag undir tí orðaskifti, sum óivað kemur at verða í eina tíð afturat.

Staðfestast kann, at nevndin, sum varð sett at endurskoða navnalógina, ikki er samd um tilmælið viðvíkjandi fornøvnum. Í hesum spurningi hevur nevndin býtt seg í tveir líka stórar partar.

Annar parturin meinar soleiðis, sum landsstýrið hevur sett fram í uppskotinum § 2, stk 4, at loyvi skal ikki gevast til undantak, um so er, at navnið frammanundan finst í føroyskum sniði. Landsstýrið metir, at henda broyting gongur teimum á møti, sum higartil hava verið misnøgd við navnalógina í sambandi við uppkalling. Henda undantaksregla gevur eisini teimum møguleika fyri at varðveita egnan navnasið, sum koma til Føroyar úr øðrum londum. Ført verður eisini fram, at henda orðingin av § 2 er einføld at umsita og krevur ikki, at umsitingin verður størri enn í dag.

Hin parturin meinar, at navnanevndin eigur at hava eina generella heimild at geva undantak frá ásetingini um, at "navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur".

Grundgevingin hjá tí partinum, ið er sinnaður at linka krøvini til navnalógina, er m.a., "at við tað, at "óføroysk" nøvn ikki koma á navnalistan, og við tað, at undantøkini skulu viðgerast sambært umsókn, so verður tað avmarkað, hvussu nógv nøvn verða loyvd sambært umsókn. Ein annar fyrimunur kundi verið, at summi fornøvn, sum frá líður, kunnu fáast í samljóð við føroyskar málreglur við - umvegis navnalistan - at ávirka áskoðanina hjá fólki og eggja fólki til, heldur enn at banna ávísum navnasniðum og loyva øðrum".

Undir viðgerðini er nevndin samd um at gera broytingaruppskot soleiðis, sum ynskt av landsstýrismanninum, viðvíkjandi reglugerð fyri nevndina. Nevndin hevur annars býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Ein samd nevnd setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Sum nýggj § 20, stk. 4 verður sett: "Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger reglugerð fyri navnanevndina."

Ein meiriluti (Helena Dam á Neystabø, Hans Pauli Strøm, Alfred Olsen, Rúna Sivertsen og Eyðun Viderø) ger vart við, at spurningurin um navnalóggávu er ein viðbrekin spurningur, tí sterkar kenslur kunnu í mongum førum vera knýttar at navnagávu. Eisini hevur gomul siðvenja stóran týdning.

Meirilutin heldur tí, at uppaftur størri dentur skuldi verið lagdur á tað pedagogiska arbeiðið at breiða út vitan og fatan um føroyskan navnasið. Tað átti at verið ein skylda hjá navnanevndini at breitt út vitan og kunning um føroyskan navnasið og føroyskar málreglur. Tað eigur ikki bara at fara fram í sambandi við umsókn um undantaksloyvi.

Grundsjónarmiðið má vera, at øll nøvn, sum føroyingar bera, eru góð nøvn; men tað, sum skal til, er eitt miðvíst arbeiði at greiða foreldrum frá, hvussu summi nøvn eru betur í samsvari við føroyskan málsið og navnasið. Hetta kann bara gerast við, at meiri orka verður sett av til endamálið.

Samsvarandi hesum sjónarmiði setir meirilutin fram broytingaruppskot til § 21. Sambært hesum broytingaruppskoti skal navnanevndin virka fyri at breiða út vitan um føroyskan navnasið og skipa fyri útgávu av tilfari hesum viðvíkjandi.

Til dømis kundu øll foreldur í samband við og dóps- ella navnabræv fingið ein væl orðaðan faldara við greiðum grundgevingum um føroyskan navnasið og føroyskar málreglur.

Bæði í álitinum um endurskoðan av navnalógini og í viðmerkingunum til § 2 í lógaruppskotinum verður gjørt vart við, at heimildin at gera undantak í sambandi við fornøvn skal brúkast í sambandi við uppkalling. Ein meiriluti í rættarnevndini heldur ikki, at heimildin at gera undantak í sambandi við uppkalling skal vera avmarkað, og setir meirilutin fram broytingaruppskot, sum gevur navnanevndini heimild at gera undantak frá føroyskum málreglum í sambandi við uppkalling.

Í sambandi við hetta broytingaruppskotið hevur meirilutin tikið viðmerkingarnar hjá navnanevndini til eftirtektar um, at navnanevndin skal hava greiðar reglur at miða seg eftir, tá ið navnanevndin skal taka støðu til at geva undantak frá megingregluni um, at navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur.

Eisini setir meirilutin í rættarnevndini fram broytingaruppskot til § 1, stk 2 um, at eingin skal hava loyvi at bera fleiri enn tvey fornøvn. Meirilutin heldur, at loyvt skal vera at geva trý fornøvn. Grundgevingin er, at nógv dupultnøvn verða nýtt og framborin sum eitt navn. Tí eigur møguleikin at vera at geva trý fornøvn til tess at varðveita møguleikan til t.d. at kalla tveir persónar upp. Hin vegin metir meirilutin ikki, at navnanevndin skal hava heimild at geva undantak til fleiri enn trý fornøvn.

Til tess at forða fyri, at undantaksreglan verður reglan heldur enn undantakið, og til tess at tryggja, at man ikki flytur seg burtur frá føroyskum málreglum í sambandi við navnagávu, verður mælt til, at navnanevndin 3. hvørt ár gevur landsstýrismanninum eina skrivliga frágreiðing við møguligum uppskotum til broytingar í navnalógini.

Meirilutin er samdur við landsstýrismannin og við arbeiðsbólkin um, at endamálið eigur at vera, at vit varðveita og menna føroyskan navnasið, og at miðað eigur at verða eftir, at føroyskar málreglur eru galdandi fyri nøvn eins væl og fyri málið í sínari heild. Tað eigur eisini at verða hildið fast um at verja børn móti nøvnum, ið kunnu haldast at verða teimum til ampa.

Viðvíkjandi teimum teknisku ásetingunum og viðvíkjandi ásetingum um arbeiðsbýti millum almenna fyrisiting og kirkjuna hevur meirilutin ongar viðmerkingar. 

Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1) Í § 1, stk. 2 verður "tvey" broytt til "trý".

2) 3. pkt. í § 2, stk.. 4 verður orðað soleiðis: "Um undantak verður gjørt eftir 2. pkt., er tað ein treyt, at navnið ikki finst í føroyskum sniði frammanundan uttan í førum, tá ið uppkallað verður eftir fólki í ættini".

3) Millum 2. og 3. pkt. í § 21, stk. 1 verður sett hetta pkt.: "Nevndin skal breiða út vitan um føroyskan navnasið, og skipa fyri útgávu av tilfari hesum viðvíkjandi"

4) Sum nýtt stk.. 4 í § 21 verður sett: "Stk. 4. 3. hvørt ár letur navnanevndin landsstýrismanninum frágreiðing um, hvussu løgtingslógin um fólkanøvn hevur virkað í farna skeiði, og um tørvur eftir nevndarinnar meting er á lógarbroyting." 

Ein minniluti (Signar á Brúnni og Annita á Fríðriksmørk) hava hesar viðmerkingar :

Navnalógin, ið hevur verið i gildi síðani 1992 hevur roynst væl, og tí skuldi verið óneyðugt at framt broytingar.

Landsstýrismaðurin í lógamálum setti tó seksmannanevnd at endurskoða lógina, sum í juni 2002 kom við tilmæli um at fremja ávísar broytingar í henni.

Í einstøkum førum hevur seksmannanevndin býtt seg sundur í tveir partar, ið hava hvør sína tilráðing til landsstýrismannin í lógamálum.

Viðvíkjandi spurninginum um, hvussu ella hvør skal taka avgerð um at loyva undantaki ella ikki, tá talan er um uppkalling, er nevndin, ið hevur skrivað álitið, ósamd.

Tríggir limir halda, at rættast hevði verið, um navnanevndin eftir umsókn – og í hvørjum einstøkum føri – tekur avgerð um, nær undantak skal loyvast.

Hinir tríggir limirnir eru harafturímóti av teirri áskoðan, at avgerðirnar ella siðvenja hjá navnanevndini í tílíkum førum eftir stuttari tíð fer at geva eina mynd av, at ávísar umstøður altíð, ella nærum altíð, føra til undantak.Eftir hesum átti nevndin heldur at útgreinað tær umstøður ella treytir – ella nakrar av treytunum – ið skulu til fyri at loyva undantaki og síðani at sett treytirnar beinleiðis í lógina.

Fyrimunirnir við at seta treytirnar fyri undantaki beinleiðis í lógina eru m.a., at á henda hátt kemur " automatikkur " í lógina.Tá hevði borgarin beinleiðis kunnað lisið seg til treytirnar fyri teimum undantøkum, ið navnanevndin helst eisini hevði loyvt, og sóknarprestur, ið er skrásetingarmyndugleiki, hevði sostatt endaliga kunnað avgreitt stóran part av hesum málum uttan hóvasták.

Úrslitið av hesum hevði verið, at lógin gjørdist lættari at umsita, við tað at færri umsóknir um loyvi til undantak høvdu verið at viðgjørt í mun til omanfyristandandi uppskot, sum uttan iva fer at hava meiri umsiting við sær, um samanborið verður við galdandi lóg.

Landsstýrismaðurin í lógamálum mælir til í sínum uppskoti, at fylgja tilmælinum frá teimum trimum síðstnevndu í navnanevndini, ið skrivaði álit um nýggja navnalóggávu.

Minnilutin ( Annita á Fríðriksmørk og Signar á Brúnni ) tekur undir við uppskoti landsstýrismansins í lógamálum og harmast um, at meirilutin í Løgtingsins rættarnevnd mælir til broyting, ið ber í sær eina slaking á lóggávuøkinum, ið ber í sær, at tað, sum er bygt upp, síðani galdandi lóg kom í gildið, fer fyri skeyti.

Sami minniliti harmast um, at rættarnevndin ikki ber tað fram í sínum áliti, hvat navnanevndin - nevndin, ið umsitur lógina - hevur borið fram um broytingar frá meirilutanum í rættarnevndini.

Minnilutin hevur tí vent sær til navnanevndina og biðið hana sagt sína hugsan skrivliga, um uppskot meirilutans. Skrivið frá navnanevndini liggur sum nevndarskjal í málinum.

2. viðgerð 13. mars 2002. Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini, Helenu Dam á Neystabø, Hans Paula Strøm, Alfred Olsen, Rúnu Sivertsen og Eyðun Viderø til §§ 1, 2 og 21 samtykt 16-3-8. Broytingaruppskot frá samdari nevnd samtykt 27-0-0.Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 15. mars 2002 boðaði formaðurin frá, at Høgni Hoydal, landssstýrismaður, við skrivi, dagfest 15. mars 2002, hevur tikið málið aftur.