Almannapensjónir

 

15  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 6. november, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 3 frá 25. januar 2001, verður aftaná § 12 sett:
12a. Almannastovan kann játta at veita persónligan stuðul í heiminum til fyritíðarpensjónistar við serligum tørvi."

§ 2.

Henda lóg kemur í gildið dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. december 2002. 

Almennar viðmerkingar
Stuðlar til fyritíðarpensjónistar í egnum heimi hava higartil verið veittir eftir § 12 í lógini um almannapensjónir.

§ 12, stk.1 í pensjónslógini er soljóðandi :
" Persónlig viðbót kann verða veitt einum pensiónisti, sum hevur serliga trupul kor."

Fyrsta fyritreytin fyri at veita persónliga viðbót er, at talan er um stuðul til eina rímiligt grundaða stakútreiðslu ella til rímiligar og neyðugar framhaldandi útreiðslur hjá pensjónistinum. Mett verður, um tað, sum pensjónisturin søkir um eyka stuðul til, er neyðugt og rímiligt, um kostnaðurin er á einum rímiligum støði, ella um trupulleikin kann loysast á annan ódýrari hátt.

Onnur fyritreytin er, at pensjónisturin ikki fíggjarliga er førur fyri at bera útreiðsluna sjálvur. Kannað verður, um pensjónisturin sjálvur hevur pening at gjalda fyri, ella um hann hevur fastogn ella leysafæ, sum við sølu kann geva pensjónistinum tann pening, sum søkt verður um ískoyti til. Somuleiðis verður inntøka hjá pensjónistinum kannað, og mett verður, um inntøkan er á einum slíkum støði, at viðkomandi átti at verið førur fyri sjálvur at gjalda. Tá talan er um fyritíðarpensjónistar, verður ein ítøkilig meting av fíggjarliga tørvinum gjørd sum grundarlag fyri støðutakanini til stuðul. Føstu útreiðslur pensjónistsins, ið verða mettar neyðugar, verða sammettar við inntøku hansara.

Í kæruavgerð tann 14.12.00 sigur Kærunevndin í almannamálum, at: …" fíggjarligur stuðul til døgnrøkt ikki kann játtast sum persónligt ískoyti eftir.….. § 12 í lóg um almannapensjónir, tí nevndu reglur eru ætlaðar sum ískoyti til pensjón hjá eitt nú avlamispensjónistum við serliga truplum korum.Aðrar serreglur eru ásettar júst við hesum endamáli at veita stuðul til røkt og at geva røkt í egnum heimi."

Í viðmerkingum til eina aðra kæruavgerð frá 25.06.01 verður sagt, at: "…… tað er ikki heimild eftir okkara pensjónslóg at játta stuðulsfólk sum persónliga viðbót eftir § 12, og ongin heimild er heldur í § 17 í forsorgarlógini at játta stuðulsfólk til vaksin (yvir 18 ár) heimabúgvandi. "

Eftir hesar avgerðir kann Almannastovan ikki framhaldandi játta stuðlar til fyritíðarpensjónistar í heiminum eftir § 12 í pensjónslógini, men hinvegin ber heldur ikki til at rykkja teppi undan øllum teim fyritíðarpensjónistum sum í dag fáa stuðul og hava stuðul fyri neyðini. Talan er um fólk sum hava álvarsligt brek ella sjúku, men tað er ymiskt, hvussu nógv brekini og sjúkurnar ávirka teirra virkisføri. Tey flestu hava viðfødda sjúku ella brek, men tað eru eisini fleiri, sum eru vorðin sjúk seinni í lívinum. Býtið millum tey ymisku brekini og sjúkurnar er tað, at størsti bólkurin er menningartarnað fólk, harav fleiri eisini bera annað brek. Aðrir bólkar eru tey, sum eru sálarsjúk, tey rørslutarnaðu og tey, sum hava heilaskaða eftir ferðsluvanlukku, heilabløðing o.l.

Dentur skal leggjast á, at talan er um stuðul og ikki heimarøkt.

Eitt álit frá juli mánaði í ár mælir til at umskipa alt stuðulsfólkaøkð sum tað er. Álitið mælir til, at stuðulsfólkaskipanin verður býtt í 4 bólkar: 1) børn undir skúlaaldri 2) børn í skúlaaldri 3) vaksin 4) barnafamiljur. Ein arbeiðsbólkur læt landsstýrismanninum álit í september 2001 um skipan av stuðulsfólkaøkinum til vaksin fólk og mælti samstundis til at fáa til vega neyðugu lógarheimildina. Ætlanin er, at stuðulsfólkaskipanin skal skipast undir Heimarøktini/Serforsorgini.

Men henda skipan kemur ikki eftir einum degi og skal hava tíð at skipa seg.

Landsstýrismaðurin hevur tí avgjørt, at biðja Løgtingið um at fáa til vega heimild at halda fram við verandi skipan fram til 1. december 2002 soleiðis, at tær skipanir, sum eru í dag, verða lógarheimilaðar, og at heimild verður fyri at játta nýggjar stuðlar ella at víðka um verandi skipanir. Samstundis fær stuðulsskipanin fyri vaksin tíð at koma fyri og skipa seg, so skipaði viðurskifti fáast á økinum.

Almanna- og heilsumálastýrið hevur fingið eitt álit um skipan av stuðulsfólkaøkinum fyri vaksin, men hevur ikki havt stundir at viðgera álitið. Almanna- og heilsumálastýrið metir tí, at tað er rættast at biðja um so rúmsátt skotbrá, so stýrið ikki kemur í tíðarneyð. Hinvegin liggur so í tíðaravmarkingini, at samtykkir Løgtingið hesa lógarheimild, so er hon bert galdandi í nevnda tíðarskeiði. Tí áliggur tað Almanna- og heilsumálastýrinum at hava eina skipan klára í seinasta lagi 1. december 2002.

Ummælir
Lógarbroytingin hevur verið til ummælis á Almannastovuni

Almannastovan upplýsir, at tað í dag eru 49 brúkarar í skipanini. Játtaðir stuðlar eftir § 12 í pensjónslógini kostaðu í 2000 7,4 mió. kr. Almannastovan upplýsir eisini, at verður talan um verandi siðvenju, væntar Almannastovan, at økingin í útreiðslunum verður tann sama sum tey seinastu 4 árini. Hækkingin frá 1998-1999 var 1,3 mió. kr. og frá 1999 til 2000 2,6 mió. kr.

Fyri at fáa játtaðan stuðul skal endamálið vera pedagogiskt/viðgerðarligt og ikki einans røkt og umsorgan og stuðul til fylgiuppgávur. Í einstøkum førum, har ongin onnur loysn er, er eisini talan um umlætting inni í stuðulsuppgávunum. Almannastovan hevur eisini í nøkrum førum játtað stuðul til hjáveru og røkt til fólk, ið hava serliga stóran tørv og ikki kunnu fáa hann nøktaðan við heimarøkt, búplássi e.ø. Tímatalið í hesum fyriskipanum er stórt, upp til 180 t. um vikuna. Talan er í løtuni um tríggjar fyriskipanir, har viðskiftafólkini eru púra óhjálpin og skulu hava hjálp til alt. Tey megna onki sjálvi. Fleiri stuðlar eru tí inni við eini vaktarskipan.

Avleiðingarnar av uppskotinum
Mett verður ikki, at lógarbroytingin fær umsitingarligar avleiðingar, tí talan er bert um at veita lógarheimild til eina skipan, sum longu er.

Viðv. fíggjarligu avleiðingunum, verður víst til tølini, sum Almannastovan hevur upplýst um økingina seinastu árini.

  Fyrilandið/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
ja nei nei nei nei
Umsitingarligar avleiðingar nei nei nei nei nei
Umhvørvisligar avleiðingar nei nei nei nei nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur nei nei nei nei nei
Sosialar
avleiðingar
         

 Serligar viðmerkingar

TIL § 1:
Her verður staðfest, at fyritíðarpensjónistar hava rætt til at fáa játtaðan stuðul í heiminum. Talan er um fólk, sum hava álvarsligt brek ella sjúku, men tað er ymiskt, hvussu nógv brekini og sjúkurnar ávirka teirra virkisføri. Tey flestu hava viðfødda sjúku ella brek, men tað eru eisini fleiri, sum eru vorðin sjúk seinni í lívinum. Býtið millum tey ymisku brekini og sjúkurnar er tað, at størsti bólkurin er menningartarnað fólk, harav fleiri eisini bera annað brek. Aðrir bólkar eru tey, sum eru sálarsjúk, tey, sum eru rørslutarnað, og tey, sum hava heilaskaða eftir ferðsluvanlukku, heilabløðing o.l.

Til § 2:
Her verður ásett, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men at hon er tíðaravmarkað og fer úr gildi aftur 1. december 2002.

1. viðgerð 8. november 2001. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 4. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 8. november 2001 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 27. november og 4. december 2001 og havt fund við Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 6. desember 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. desember 2001.   Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 149 frá 17.12.2001