Bústaðir til fólk við breki

 

16  Uppskot til  samtyktar um langtíðarætlan viðvíkjandi bústaðarviðurskiftum hjá fólki, sum bera brek

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 6. november, legði Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot, sum skapar fortreytir fyri eini nøktandi langtíðarætlan fyri útvegan av bústaði til fólk við serligum tørvi.

Viðmerkingar:
Tað er eingin áseting í føroyskari lóggávu, sum sigur, at tað almenna hevur skyldu at útvega íbúðir til borgarar landsins. Heldur ikki eru nakrar ásetingar, tá tað snýr seg um bústað til fólk, sum bera brek, sum siga, at tað almenna skal útvega ávísar bústaðarkarmar til hesi.

Tað nærmasta, vit koma til eina skyldu hjá tí almenna at hjálpa teimum, sum hava hjálp fyri neyðini, er at finna í forsorgarlógini.

Í hesi lógini er sjálvt grundarlagið undir sosialpolitikkinum orðað. Grein 32 sigur, at landsstýrið kann seta á stovn ella góðkenna serligar stovnar fyri fólk við serligum tørvi. Hetta merkir tó ikki, at landsstýrið skal gera tað.

10. apríl 2000 læt ein arbeiðsbólkur úr hondum álit, sum ber heitið: " Bústaðarviðurskifti hjá brekaðum í Føroyum ár 2000". Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri MBF, Javna, Serstovnadeildina, Føroya Pedagogfelag, Tórshavnar Kommunu og Klaksvíkar Kommunu. Brekað fevnir í hesum álitinum um: menningartarnað, autistar, sálarliga sjúk, rørslutarnað, ferðsluskadd og onnur, sum bera brek.

Hetta álitið hava allir tinglimir fingið, og lýsir tað støðuna umframt møguligar loysnir. Í álitinum eru eisini tørvslistar fyri alt landið, seinast dagførdir 2. apríl 2000. Hesar hava Almannastovan og Serstovnadeildin arbeitt við í trý ár. Málsviðgerðar á Almannastovuni hava skrásett øll viðskiftafólk við tørvi í eina felags uppskriving, tá tey meta, at hesi fyrr ella seinni fáa tørv á bú- og/ ella dagtilboði frá Serstovnadeildini. Serráðgevarar hjá Almannastovuni hava saman við Serstovnadeildini dagført listan og gjørt metingar um, nær hvør einstakur kann hugsast at fáa brúk fyri bú- og/ella dagtilboði.

Í álitinum verður tó sagt, at tað eru ikki øll fólk við serligum tørvi, sum hava samband við málsviðgerðar á Almannastovuni, og tí kann tað hugsast, at tað eru fleiri, sum, hóast tey hava tørv, ikki hava gjørt Almannastovuna varuga við sín tørv.

Út frá uppgerðini koma tey fram til, at komandi 10 árini verður neyðugt at útvega umleið 80 búpláss. Bráðfeingistørvurin er 17 og innan fyri tey næstu tvey árini eini 19 afturat. Tørvur er um alt landið, men mest átrokandi er hann í Suðurstreymoy og Norðuroyggjum.

Eyðvitað er, at ein raðfesting má gerast, so byrjað verður, har ringast stendur til. Men Javnaðarflokkurin heldur eisini tað vera neyðugt at gera eina langtíðar raðfesting soleiðis, at politiski myndugleikin setir sær nøkur mál, og soleiðis, at vit kunnu vera trygg við, at tað er ein miðvísur politikkur á økinum.

Ymiskt er, hvat hvørjum tørvar, og tí er neyðugt at taka støði í hvørjum einstøkum og tillaga bústað, hjálp, stuðul, umsorgan og venjing eftir tí. Vísandi til gongdina í okkara grannalondum siga tey í álitinum, at: "tey brekaðu fara ikki longur at verða viðfarin sum ein bólkur, sum býr á stovni, men sum einstaklingar við ymsum krøvum og vónum til lívið".

Við støði í frágreiðingini hjá Javna, sum spennir yvir 10 ár, er tilfar tøkt at arbeiða útfrá.

Javnaðarflokkurin heldur tað vera neyðugt, at farið verður miðvíst og í felag undir at loysa ovurhonds stóru bústaðarneyðina, sum fólk við serligum tørvi eru í. Tá flokkurin leggur áherðslu á, at hetta verður gjørt í felag, er tað tí, at vit við uppskoti til samtyktar seta okkara vón til, at allir flokkar, skiftandi samgongur og landsstýrismenn eftir førimuni fara at inna hetta í verki

1. viðgerð 14. november 2001. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 27. november 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 6. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 14. november 2001 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 27. november 2001.

Vísandi til viðmerkingarnar í uppskotinum tekur ein samd nevnd undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 29. november 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.