Ferðaráð


18  Uppskot til  løgtingslóg um Ferðaráð Føroya

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 8. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um Ferðaráð Føroya  

 

§ 1. Uppgávurnar hjá Ferðaráð Føroya eru at menna Føroyar sum ferðamannaland, og at kunna um og marknaðarføra Føroyar sum ferðamál.

§ 2. Landsstýrismaðurin skipar eitt ráð - Ráðið fyri Ferðaráð Føroya - sum í øllum lutum er ráðgevandi mótvegis landsstýrismanninum og Ferðaráðnum.
Stk. 2. Ráðið hevur 6 limir, ið verða tilnevndir av landsstýrismanninum. Hesir umboða ávikavist:
ferðasmiðir,
ferðaflutningsvinnuna,
gistingarhús- og matstovuvinnuna,
økisferðavinnufeløgini,
mentamál og
Vinnumálastýrið.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin.
Stk. 4. Ráðslimirnir verða valdir fyri 4 ár.

§ 3. Landsstýrismaðurin setir stjóran fyri Ferðaráð Føroya eftir tilmæli frá Ráðnum. Stjórin er skrivari hjá Ráðnum.

§ 4. Ferðaráð Føroya kann, í samstarvi við kommunur og lokalu vinnuna, stuðla økisferðavinnufeløgunum fíggjarliga. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir fyri, at økisferðavinnufeløgini kunnu fáa stuðul.

§ 5. Ferðaráð Føroya ger á hvørjum ári ársfrágreiðing um virki Ferðaráðsins, sum verður send landsstýrismanninum.

§ 6. Landsstýrismaðurin ger, eftir uppskoti frá Ráðnum og stjóranum fyri Ferðaráð Føroya, reglugerðir fyri stovnin og Ráðið.

§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 80 frá 12. juni 1990 um Ferðaráð Føroya við seinni broytingum.

Almennar viðmerkingar

A.  Galdandi lóggáva
Galdandi lóggáva er løgtingslóg nr. 80 frá 12. juni 1990 um Ferðaráð Føroya við seinni broytingum. Í sambandi við, at ein arbeiðsbólkur hevur gjørt eitt uppskot til ferðavinnupolitikk, er bólkurin komin fram til, at fleiri viðurskifti í galdandi lóg eru ótíðarhóskandi, og at tørvur er á at endurskoða lógina.

Viðurskiftini, sum her verða sipað til, eru uppgávur Ferðaráðsins, bygnaðurin og hvussu vítt lógarøkið skal vera.

Høvuðsuppgávurnar, sum Ferðaráðið hevur, eru menning av og kunning um Føroyar sum ferðamannaland – herundir marknaðarføring. Lógin eigur ikki at nágreina hetta, tí uppgávurnar broytast við tíðini. Uppgávur, sum at virka fyri at seta á stovn ein Trygdargrunn Ferðavinnunar og at góðkenna ferðastovur, verða ikki mettar at hoyra heima í eini lóg um Ferðaráðið, men eiga, um tørvur er á uppgávunum, at regulerast aðrastaðni.

Eftir § 1 í galdandi lóg er Ferðaráð Føroya stovnur undir landsstýrismanninum. Eftir § 3, stk. 2 í lógini situr eitt stýri við trimum limum, sum er hægsti myndugleiki ráðsins, men eftir § 5, stk. 1 verður stjórin settur av landsstýrismanninum eftir ummæli frá stýrinum Sostatt er galdandi lóg heldur ógreið viðvíkjandi ábyrgdarbýtinum millum landsstýrismannin og stýrið. Eftir stýrisskipanarlógini er meginreglan, at fyrisitingarligur avgerðarrættur skal liggja hjá landsstýrismanninum. Tí eigur lógin at verða broytt soleiðis, at tað er greitt, at landsstýrismaðurin hevur avgerðarrættin og ábyrgdina av stovninum.Tí eigur stýrið at verða avtikið, og eitt Ráð fyri Ferðaráð Føroya valt í staðin, sum serliga stuðlar stjóranum í ráðleggingini av virksemi stovnsins í høvuðsheitum.

Umframt stýrið situr, sum er, eitt ráð – umboðsráðið, sum er ráðgevandi og umboðar áhugamálini hjá ferðavinnuni. Umboðsráðið er eitt forum, har kunnað og kjakast verður um ferðavinnumál og sum hevur havt fundir minst tvær ferðir um árið. Ætlanin er eisini at hava eitt forum í framtíðini, har ferðavinnumál verða umrødd, men tað skal ikki skipast sum eitt ráð. Landsstýrið hevur gjørt av, hvør hevur rætt til at skjóta upp limir til umboðsráðið. Í lógaruppskotinum verður tann reguleringin av umboðsráðnum burtur. Reglugerðin fyri Ferðaráð Føroya fer at innihalda eina reglu um at skipa fyri fundum fyri áhugað í ferðavinnuni, har ferðavinnuviðurskifti verða umrødd.

B.  Stuttur samandráttur
Høvudsinnihaldið í lógarbroytingini er, at:
1. Áseta endamálið, sum tað eigur at vera í dag, herundir eisini endamálið við at kunna og marknaðarføra.
2. Broyta bygnaðin soleiðis, at ábyrgdarbýtið er greitt.
3. Gera lógina tíðarhóskandi.

C.  Fíggjarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur sum so ikki eyka fyrisitingarligan kostnað við sær.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar      

Nei

 

Ummæli
Uppskotið til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya er gjørt í samstarvi við stjóran á Ferðaráðnum og stjóran á Menningarstovuni, aftaná at ein bólkur við umboðum frá stýrinum fyri Ferðaráðið, vinnuni, stjóranum og Vinnumálstýrinum hevði orðað eitt uppskot til ferðavinnupolitikk, har millum annað er víst á bygnaðarviðurskifti og uppgávubroytingar hjá Ferðaráði Føroya. Lógaruppskotið hevur síðan verið lagt út til hoyringar á alnótini saman við tí samanskrivaða ferðavinnupolitikkinum. Skriv varð sent til stovnar og fólk, sum eru í ella hava við ferðavinnuna at gera, við áheitan um at fara inn á heimasíðuna hjá Vinnumálastýrinum og koma við viðmerkingum. Sí hjálgda skjal 1 yvir tey, sum hava fingið brævið.

Viðmerkingarnar til lógaruppskotið og endurkoðaða ferðavinnupolitikkin hava verið frá Flogfelag Føroya, Føroya Kommunufelag, Jákup Suna Lauritsen og Gunnar K. Nattestad, Kára Thomsen, Løgmansskrivstovuni, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, Hjørdis Zachariassen og Anniku W. Joensen, Oljumálastýrinum og Føroya Ferðaleiðarafelag. Harumframt vóru uppskotini løgd fram á umboðsráðsfundi fyri ferðavinnuna tann 15. juni 2001. Viðmerkingarnar, sum eru sendar inn (skjal 2) og viðmerkingarnar frá umboðsráðsfundinum (skjal 3) eru hjálagdar.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar

§ 1
Í galdandi lóg er endamálið: "... at menna og skipa ferðavinnuna …". Í uppskotinum er endamálið "... at menna Føroyar sum ferðamannaland …" Uppgávan við at menna er sostatt broytt til ikki bara at fevna um eina menning av ferðavinnuni, men av Føroyum sum ferðamannaland. Harumframt verður mett, at Ferðaráðið ikki eigur at hava ein generellan, skipandi leiklut í mun til ferðavinnuna. Umframt at menna, eru uppgávurnar víðkaðar til eisini at umfata: "... at kunna um og marknaðarføra Føroyar sum ferðamál". Tað er heilt greitt, at tað er ein uppgáva hjá Ferðaráðnum at kunna um Føroyar og á tann hátt arbeiða fyri at fáa fleiri ferðafólk til Føroya, og fáa fleiri føroyingar at ferðast í egnum landi. Tað gerst millum annað við marknaðarføring, har Ferðaráðið, um neyðugt, kann hava ein samskipandi leiklut.

§ 2
Í galdandi lóg er heimild til at seta eitt stýri við trimum limum, sum, "... er hægsti myndugleiki fyri Ferðaráðið og hevur ábyrgdina av virkseminum hjá ráðnum". Sum omanfyri nevnt verður mælt til at avtaka stýrið og skotið upp, at eitt ráð verður valt í staðin. Heitið "ráð" er valt fyri at leggja dent á tann ráðgevandi leiklutin. Ráðið hevur í øllum lutum tilmælandi heimild mótvegis landsstýrismanninum og Ferðaráði Føroya. Ráðið fyri Ferðaráðið hevur 6 limir, t.v.s. tríggjar limir meira enn í stýrinum eftir gomlu lógini. Limirnir eru: eitt fólk, sum umboðar ferðaflutningsvinnuna; eitt fólk, sum umboðar ferðasmiðirnar; eitt fólk, sum umboðar gistingarhús- og matstovuvinnuna; eitt fólk, sum umboðar Vinnumálastýrið, eitt fólk, sum umboðar økisferðavinnuna fyri at styrkja ta lokalu ferðavinnuna, og eitt fólk, sum umboðar mentamál fyri at leggja dent á týdningin av bæði útbúgving innan ferðavinnu og samstarvið við mentanarstovnar og ítrótt.

Ferðasmiðirnir fevna um fólk ella fyritøkur, sum keypa inn veitingar frá sokallaðum hjáveitarum (undirleverandørum) soleiðis, at hesi kunnu bjóða fram ein "pakka". Veitingarnar kunnu vera ein samanblanding av flutningi, útferðum og øðrum aktivitetum. Ein ferðasmiður nevnist eisini incoming-fyritøka ella túroperatørur.

Fleiri ferðavinnufeløg í Føroyum reka meira enn eina funksjón, sæð í mun til vinnubólkarnar, sum eru umboðaðir í ráðnum. Eitt felag kann tí í prinsippinum hava tríggjar limir í ráðnum. Tað er ikki ætlanin við lógaruppskotinum, og tí eigur eitt felag ikki at kunnu hava meir enn ein lim í ráðnum.

§ 3
Svarar til § 5 í galdandi lóg.

§ 4
Miðað verður ímóti, at kommunur, økisferðavinnan og landið veita hvør sín triðing av fíggjarliga stuðlinum til økisferðavinnufeløgini. Greinin veitir heimild til at gera kunngerð um stuðul til økisferðavinnufeløg.

§ 5
Svarar til § 8 í galdandi lóg við minni broytingum.

§ 6
Svarar til § 7 í galdandi lóg. Í reglugerðini verður millum annað greitt frá, hvussu avgerðargongdin er. Vanligt er, at ráð tekur avgerð við vanligum meiriluta. Um atkvøðujavnleikur kemur fyri, er ætlanin, at atkvøða formansins skal vera avgerandi.

Skjøl:
Skjal 1:
Bræv frá Vinnumálastýrinum við áheitan um viðmerkingar
Skjal 2: Viðmerkingar
Skjal 3: Viðmerkingar frá umboðsráðsfundinum

1. viðgerð 16. november 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 6. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 8. november 2001 og eftir 1. viðgerð tann 16. november 2001 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 29. november 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, og Ferðaráð Føroya.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 11. desember 2001.  §§ 1 - 7 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 155 frá 20.12.2001