Rentutryggingarlóg

 

27  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (Rentutryggingarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð
I Álit II
J. Framhaldandi 3. viðgerð
K. Orðaskifti við Fr. 3. viðgerð

Ár 2001, 7. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m.
(rentutryggingarlógin)

§ 1

Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutrygging v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 30. desember 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis: "Eftirlønarskipanir við stigvísum útgjaldingum eru: lívrenta, eftirsiturenta, avlamisrenta, eftirlønartrygging ella líknandi rentutrygging."

  2. Í § 1B, stk. 1 verður 2. pkt. strikað.

  3. Í 1C, stk. 1 verður 4. pkt. strikað.

  4. Í 1D, stk. 1 verður 5. pkt. strikað.

  5. Í § 1E, stk. 1, 4. pkt. og 5. stk., 3. pkt. verður "líkningarráðnum" broytt til "Landsstýrismanninum".

  6. Í § 1G, stk. 2., verður "Líkningarráðið" broytt til "Landsstýrismaðurin".

  7. Eftir § 1G verður sett: "§ 1H. Eftirlønarupphæddin í peningastovni skal støðlast í samsvar við reglurnar í lógini um bankar og sparikassar. Tá talan er um puljuskipan, kann peningastovnurin uttan avgjald ella inntøkuskatt fyri eftirlønareigaran flyta upphæddir av kontantkontoini, sum svara til negativan ávøkstur í puljuni.
    § 1I. Avtala kann ikki vera um útgjalding eftir deyða eftirlønareigarans til onnur enn næstu avvarðandi hansara ella hjúnafelaga, fráskildan hjúnafelaga, lívsarvingar, stjúkbørn, fosturbørn ella lívsarvingar teirra."

  8. Í § 2 verður nr. 2) orðað soleiðis: "reglurnar í eftirlønarskipanini eru gjørdar soleiðis, at løntakarin – eftir § 3 – ikki tekur egin og arbeiðsgevarans gjøld til eftirlønarskipanina við, tá ið tann skattliga inntøkan verður uppgjørd."

  9. § 3 verður orðað soleiðis:
    "§ 3. Ein løntakari skal ikki, tá ið skattskylduga inntøka hansara verður uppgjørd, taka tey gjøld við, sum hann sjálvur og arbeiðsgevari hansara rinda til arbeiðsgevaraeftirlønarskipan, sum vissar løntakaranum ella avvarðandi hansara eina leypandi árliga eftirlønarinntøku ella eina kapitalútgjalding. Tað er tó ein treyt, at tað í eftirlønarsáttmálanum er tilskilað, at løntakarin ikki kann avhenda, veðseta ella á annan hátt ráða yvir gjaldinum saman við rentum, øðrum vinningi, bonusi v.m., so leingi talan er um eina eftirlønarskipan, sbr. § 1H, og at kreditorar hansara ikki í sama tíðarskeiði kunnu halda seg skaðaleysan í hesum gjøldum."

  10. § 4 verður orðað soleiðis:
    "§ 4. Rentur og annar vinningur av eftirlønarskipanum í peningastovni v.m. skulu ikki roknast við í skattskyldugu inntøkuna, eins og avgjald ikki verður tikið so leingi, hesar eftirlønir ikki verða útgoldnar."

  11. Í § 6, litra b verður 2. pkt. strikað.

  12. Í § 6 B, stk. 2 verður "40%" broytt til:"60%".

  13. Í § 6 B, stk. 5 verður "Líkningarráð Føroya" broytt til "Landsstýrismaðurin".

  14. § 7 verður orðað soleiðis:
    "§ 7. Tá ið útgjalding fer fram eftir § 6, litra b, verður av tí avgjaldsskyldugu upphæddini, sum er minkað niður í næstu peningaupphædd, sum kann býtast við 100, latið avgjald til landskassan upp á 35%. Verður ein eftirlønarskipan útgoldin sum eingangsupphædd, tá ið eftirlønareigarin doyr, verður latið avgjald til landskassan upp á 35% av tí avgjaldsskyldugu upphæddini.
    Stk. 2. Tá ið útgjalding fer fram eftir § 6, litra a og litra c, verður av tí avgjaldsskyldugu upphæddini, sum er minkað niður í næstu peningaupphædd, sum kann býtast við 100, latið avgjald til landskassan upp á 60%. Fyri kapitaleftirlønir er útgjalding áðrenn 60 ára aldur roknað sum útgjalding í ótíð.
    stk. 3. Tryggingarfelagið, peningastovnurin, eftirlønarkassin v.m. hevur skyldu til, tá ið ein útgjalding skal fara fram av eini eftirlønarskipan, at útrokna og afturhalda avgjaldið, og innan 4 vikur aftaná, at tryggingarfelagið, peningastovnurin, eftirlønarkassin v.m. hevur fingið kunnleika um avgjaldskylduna, at inngjalda avgjaldið til landskassan. Tær í § 6 umrøddu útgjaldingar v.m. verða ikki taldar við, tá tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd. Avgjaldið kann ikki dragast frá, tá tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd. Útrokningin av avgjaldinum kann innan 4 vikur eftir, at boðað er frá gjaldskylduni, av tí avgjaldskylduga verða kravd eftirkannað av Toll- og Skattaráð Føroya. Kæra um avgerð hjá Toll- og Skattaráð Føroya kann leggjast fyri landsskattakærunevndina innan 4 vikur eftir, at Toll- og Skattaráð Føroya hevur tikið avgerð sína."
  15. § 9 verður orðað soleiðis:
    "§ 9. Flyting frá eini skipan til eina aðra verandi ella nýggja her í landinum fyri sama persón verður ikki viðgjørd sum út- ella inngjalding, um so er, at flytingin er:
    1) millum eftirlønarskipanir við leypandi útgjaldingum,
    2) frá eini lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing til eina eftirlønarskipan við leypandi útgjaldingum,
    3) frá eini lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing til eina aðra lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing,
    4) frá eini kapitaleftirlønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing til eina eftirlønarskipan við leypandi útgjalding,
    5) frá eini kapitaleftirlønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing til eina aðra kapitaleftirlønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing,
    6) frá eini kapitaleftirlønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing til eina lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing."
  16. §§ 11 og 12 verða strikaðar.

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað 7. november 2001.
Stk. 2. Eftirlønarskipanir, har umsókn er latin inn um leysgeving áðrenn 7. november 2001, men har avgreiðslan av málinum av serligum orsøkum ikki er avgreidd áðrenn henda dag, verða viðgjørdar eftir reglunum, sum vóru galdandi áðrenn 7. november 2001.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Kap. 2: Avleiðingar av lógaruppskotinum
Kap. 3: Serligar viðmerkingar
Kap. 4: Viðmerkingar til § 2, stk. 2
Kap. 5: Stovnar, ið hava havt lógaruppskotið til ummælis

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Við hesum lógaruppskotinum verður skotið upp, at gjørdar verða nakrar dagføringar av galdandi rentutryggingarlóg, sum er frá 1971. Undan hesum vóru einastu reglurnar um skattligan frádrátt fyri inngjøld til eftirlønarskipanir og um skatting av útgjaldi av eftirlønarskipanum tær, sum vóru í skattalógini.

Rentutryggingarlógin var ikki nógv brúkt tey fyrstu nógvu árini, men frá miðskeiðis í áttatiárunum gjørdist tað meira og meira vanligt, at fólk fingu sær eftirlønarskipanir. Hetta var ikki bara í sambandi við arbeiði, men fólk fingu sær eisini privatar skipanir, eftir at tað í 1985 varð møguligt at stovna privatar eftirlønarskipanir. Meðan hesar broytingar fóru fram, varð rentutryggingarlógin tó ikki nóg væl dagførd, og sum heild kann sigast, at lógin ikki hevur fylgt við í teimum mongu broytingunum á eftirlønarskipanarøkinum, sum hava verið.

Rentutryggingarlógin er í stóran mun avrit ella úrdráttur av tí donsku "renteforsikringsloven" frá 1958. Danska lógin var frá byrjan tung og torfør at umsita, og longu 4 ár eftir fór ein nevnd undir arbeiðið at gera eina nýggja skattalóg um eftirlønarskipanir. Í 1971 varð ein nýggj skattalóg um eftirlønarskipanir, "pensionsbeskatningsloven", sett í gildi í Danmark, og síðani tá eru eisini nógvar og umfatandi broytingar gjørdar í donsku lógini.

Hóast eftirlønarskipanarøkið er umfatandi, er rentutryggingarlógin rættiliga stuttorðað, og fáar viðmerkingar eru til uppruna lógaruppskotið. Í viðmerkingunum verður m.a. víst til viðmerkingarnar til danska lógaruppskotið. Sæð burtur frá nøkrum fáum broytingum miðskeiðis í áttatiárunum, meiri umfatandi broytingum í 1991 og onkrari smábroyting í 1996, hava ongar broytingar verið í rentutryggingarlógini hesi 30 árini, lógin hevur verið í gildi í Føroyum.

Høvuðsinnihaldið í tilmæltu lógarbroytingunum

Javnseting av njótunartilskilan fyri eftirlønarskipan í tryggingarstovni og peningastovni:
Skotið verður upp at javnseta eftirlønarskipanir í tryggingarstovnum og peningastovnum, tá ið ræður um at seta onnur enn tryggingartakaran sjálvan inn í eftirlønarskipanina (njótunartilskilan). Eftir galdandi lóg er tað bert gjørligt at innseta "næstu avvarðandi" í eina eftirlønarskipan í einum tryggingarstovni. Hinvegin er gjørligt - tá ið eftirlønarskipanin er í einum peningastovni - umframt "næstu avvarðandi" eisini at seta inn "hjúnafelaga", "fráskildan hjúnafelaga", "lívsarvingar", "stjúkbørn", "fosturbørn" ella "lívsarvingar" teirra.

Dagføring av møguleikanum fyri njótunartilskilan í eftirlønarskipanum hjá arbeiðsgevarum:
Skotið verður upp, at tað frameftir skal verða gjørligt fyri arbeiðsgevara at gera eftirlønarskipan fyri hjúnafelaga ella persónar, sum eru í slekt við hann í upp- og niðurgangandi linju. Mælt verður til hesa broyting, tí galdandi áseting ikki longur hevur nakran veruliga týdning.

Hækking av avgjaldinum fyri útgjald av eftirløn í ótíð:
Skotið verður upp, at avgjaldið fyri útgjald av eftirløn við leypandi útgjalding í ótíð verður hækkað úr 40 upp í 60%. Hetta verður gjørt, tí tað verður mett vera í stríð við endamálið at kunna rinda inn til egna eftirlønarskipan við skattligum frádrátti (sum oftast er hægri enn 40%), at eftirlønareigari kann fáa eina eftirløn við leypandi útgjalding (og er ein arbeiðsgevaraskipan) goldna út ímóti bert 40% í avgjaldi. Tá ið ein eftirløn verður goldin út á vanligan hátt (við 60 ára aldur), er avgjaldið 35%.

Dagføring av lógini í sambandi við íløgur av eftirlønarskipanum í virðisbrøv og puljuskipanir:
Eftirlønareigarar í peningastovnum kunnu sambært banka- og sparikassalógini frá 1994 støðla (gera íløgur í) kapital- og lutaeftirlønir í virðisbrøv. Rentutryggingarlógin hevur ikki fylgt við á hesum økinum, og skotið verður tí upp at dagføra lógina. Eftirlønareigarin kann gera íløguna sum einstaklingur ella luttaka í eini sonevndari pulju- ella bólkaskipan Er eftirlønareigarin við í einari puljuskipan, letur hann - í samráð við peningastovnin - peningastovnin støðla partar av ella alla eftirlønaruppsparingina í virðisbrøv. Í hesum sambandi verður eisini skotið upp at seta inn í lógina eina skattliga heimild hjá peningastovnum til at flyta pening av kontantkontoini, sum eftirlønin stendur samla uppá, svarandi til negativan ávøkst í puljuni. Her er talan um undantak frá høvuðsregluni um, at verður peningur tikin ella fluttur av kapital- ella lutaeftirløn í ótíð, førir hetta avgjald við sær. Viðmerkjast skal, at peningastovnurin kann ikki gera íløgur í virðisbrøv við eini eftirlønarskipan, uttan at eftirlønareigarin hevur givið peningastovninum loyvi til hetta.

Ávøkstur av íløgum av eftirlønarskipanum í virðisbrøv skattafrí inntil eftirlønin verður goldin út:
Skotið verður upp, at ávøkstur frá íløgum av eftirlønarskipanum í virðisbrøv, herímillum pulju- og bólkaskipanir, verður gjørdur skatta- og avgjaldsfríur so leingi, sum eftirlønin ikki er goldin út.

Eftirlønareigari skal sleppa undan at skriva frádráttin upp á sjálvuppgávuna:
Eftir galdandi lóg skal eftirlønareigari, ið hevur eina eftirlønarskipan, sum er ein arbeiðsgevaraskipan, sjálvur skriva frádráttin fyri egin inngjøld upp á sjálvuppgávuna. Í hesum lógaruppskotinum verður skotið upp, at tað í staðin verður arbeiðsgevarin, sum lækkar lønina við tí upphæddini, sum svarar til løntakarans egna inngjald til eftirlønina. Hendan broytingin fer at hava við sær, at eftirlønareigarar við arbeiðsgevaraskipan sleppa undan at senda inn sjálvuppgávu, tí hendan verður automatisk. Hetta fer at lætta um hjá bæði eftirlønareigaranum og Toll- og Skattstovu Føroya. Ynskir eftirlønareigarin at vera við í eini sovorðnari skipan, skal hann heita á arbeiðsgevaran um at lækka lønina hjá sær við tí upphæddini, ið svarar til løntakarans egna gjald til eftirløn.

Konsekvensbroytingar í sambandi við bygnaðarbroytingarnar hjá skattamyndugleikunum í 1998:
Harumframt er talan um nakrar konsekvensbroytingar í sambandi við bygnaðarbroytingarnar hjá skattamyndugleikunum, sum komu í gildi 1. januar 1998.

Kap. 2: Avleiðingar av lógaruppskotinum

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær stórvegis fyrisitingarligar avleiðingar. Men verður t.d. løntakari frítikin fyri at taka egið eftirlønargjald - tá ið talan er um arbeiðsgevaraeftirlønarskipanir - við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni, fer hetta at lætta um hjá bæði løntakarum og í fyrisitingini hjá Toll- og Skattstovuni við tað, at talið av automatiskum sjálvuppgávum økist.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir ella fyri kommunurnar.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær stórvegis fíggjarligar avleiðingar, aðrar enn at eftirønaruppsparingin í samfelagnum økist.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
Felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Hækkingin av avgjaldinum úr 40 upp í 60% økir um eftirlønarupp-sparingina í sam-felagnum

Nei

Nei

Nei

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Ein fyrimunur, at talið av automatiskum sjálvuppgávum økist

Nei

Nei

Ja

Lættir um hjá eftirlønarupp-spararum, at tey sleppa undan at skriva frádráttin upp á sjálvuppgávuna

Ja

Arbeiðsgevarin umsitur løntakarans gjald til eftirlønarskipan

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

Til § 1

nr. 1. Hetta er ein fylgibroyting av, at tað í 7) verður mælt til at gera eina nýggja § 1I, sum víðkar møguleikan fyri at seta persón/ar inn í eftirlønarskipan soleiðis, at skipanirnar verða eins fyri tryggingarfeløg og peningastovnar. § 1I verður frameftir felags fyri §§ 1, 1A, 1B, 1C og 1D. Eftir galdandi § 1 og § 1B (sum fevna um tryggingarskipanir) er bert møguligt at innseta "næstu avvarðandi" í eftirlønarskipanina. Hetta er ein avmarking í mun til innsetan í eftirlønarskipan í peningastovni, har ið tað eisini er møguligt at innseta hjúnafelaga, fráskildan hjúnafelaga, lívsarvingar, stjúkbørn, fosturbørn ella lívsarvingar teirra.

nr. 2., 3. og 4. Víst verður til 1.

nr. 5. Hetta er ein konsekvensbroyting í sambandi við bygnaðarbroytingarnar hjá skattamyndugleikunum við gildi frá 1. januar 1998. "Líkningarráðið" verður broytt til "landsstýrismaðurin", og tað verður frameftir landsstýrismaðurin, sum ger kunngerð um broytingar í frádráttarrættinum fyri inngjøld til kapitalpensjónir.

nr. 6. Hetta er á sama hátt sum í 5) ein konsekvensbroyting í sambandi við bygnaðarbroytingarnar í 1998. "Líkningarráðið" verður broytt til "landsstýrismaðurin". Frameftir er tað landsstýrismaðurin, ið hevur heimild til at gera kunngerð um upplýsingarskyldu og gjaldshátt v.m. til umsiting av rentutryggingarlógini.

nr. 7 . Síðani nýggj banka- og sparikassalóg kom í gildi í Føroyum, hevur heimild verið fyri eftir kapittul 9a í lógini, at eftirlønareigarar við kapital- og lutaeftirlønum í peningastovnum kunnu støðla (gera íløgur í) virðisbrøv. Mælt verður tí til, at henda skattliga heimildin verður sett í rentutryggingarlógina. Sambært uppskotinum verður uppsparingin goldin inn á innlánskonto í peningastovni, og íløgumøguleikarnir eru tríggir:
1) Upphæddin stendur á kontantkonto,
2) Upphæddin verður øll ella partur av henni sett í virðisbrøv (einstaklingagoymsla)
3) Upphæddin verður sett í pulju(bólka-)skipan.

Upphæddin, sum stendur á kontantkonto, verður rentað við eini nærri ásettari innlánsrentu. Annar møguleikin er at seta kapital- og lutaeftirløn í virðisbrøv í einstaklingagoymslu. Her er tað eftirlønareigarin, sum eigur virðisbrøvini. Triði møguleikin fyri íløgu av kapital- og lutaeftirløn er pulju- ella bólkaskipan. Eigarin fær tá eina variabla rentu eftir ávøkstrinum (avkastinum) av teimum virðisbrøvum, sum eru í puljuni ella bólkinum. Her er tað peningastovnurin, sum eigur virðisbrøvini.

Mælt verður eisini til, at peningastovnar fáa loyvi til at flyta pening av kontantkontoini svarandi til møguliga negativan ávøkst í puljuni. Høvuðsreglan er annars, at verður peningur tikin ella fluttur av kapital- og lutaeftirløn, førir hetta avgjald við sær. Her er soleiðis talan um undantak frá hesi reglu. Viðmerkjast kann her, at peningastovnur kann ikki gera íløgur við eini eftirlønarskipan uttan so, at eigarin hevur givið peningastovninum loyvi til tað.

Mælt verður til, at ein nýggj grein (§1I) verður sett í lógina viðvíkjandi njótunartilskilan, sum er felags fyri allar eftirlønarskipanir. Eftir galdandi reglum er fyri persónar, sum stovna eftirlønartryggingar í tryggingarfelag, bert møguleiki at innseta sum njótunartilskilan "næstu avvarðandi", sum eftir tryggingaravtalulógini er hjúnafelagi (um eingin er, so lívsarvingar). Eftir uppskotinum ber til at innseta hvønn tað skal vera innan fyri tann skara av persónum, sum er nevndur í lógini, tvs. hjúnafelaga, fráskildan hjúnafelaga, lívsarvingar, stjúkbørn, fosturbørn ella lívsarvingar teirra. (Sí eisini 1, 2, 3 og 4).

nr. 8. Víst verður til nr. 9.

nr. 9. Eftir galdandi reglum skal løntakari ikki – tá ið talan er um eftirløn, sum er arbeiðsgevaraskipan – taka við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni gjøld til eftirlønarskipan, sum arbeiðsgevarin rindar. Løntakarin skal hinvegin sjálvur skriva frádráttin fyri egið gjald upp á sjálvuppgávuna fyri at fáa frádrátt í skattskyldugu inntøkuni. Eftir uppskotinum verður lønin, áðrenn hon fer um afturhaldsskipanina, lækkað við tí upphædd, sum svarar til løntakarans gjald til eftirlønarskipanina. Tað verður arbeiðsgevarin, ið skal lækka lønina við løntakarans parti av eftirlønargjaldinum. Hetta skuldi lætt um bæði hjá skattavaldinum og hjá løntakaranum, sum ikki longur nýtist at hugsa um skattligan frádrátt fyri egin inngjøld til arbeiðsgevaraeftirlønarskipanir.

Við nýggju orðingini av § 3 verður harumframt mælt til (3. pkt. í § 3 verður strikað), at tann binding av kapitaleftirløn, til eigarin fyllir 60 ár, sum er galdandi í dag, verður slept, soleiðis at tá talan er um arbeiðsgevarakapitaleftirlønir, er tað avtalan partanna millum, sum er avgerandi fyri, um ein kapitaleftirløn verður útgoldin. Tá talan er um kapitaleftirlønir, verður tað eftir uppskotinum frítt at taka tær út í ótíð, men ein hækking av avgjaldinum úr 40 upp í 60% (verður skotið upp aðrastaðni, sí 12) skuldi gjørt, at eigari av kapitaleftirløn ikki fær nakran skattligan fyrimun av at taka eftirlønina út í ótíð. Tey 60%’ini svara á leið til tað, sum eigarin í mesta lagi kann fáa í skattligum frádrátti, tá ið hann rindar inn á eftirlønina. Endamálið við at hækka gjaldið er at bera so í bandi, at eftirlønareigari hugsar seg væl um, áðrenn hann tekur eftirlønina út í ótíð. Haraftrat er endamálið at steðga "spekulasjón" í, at man við inngjaldi til eftirløn fær størri skattafrádrátt, enn man skal rinda í avgjaldi, tá ið eftirlønin verður goldin út í ótíð.

Eftir § 3, stk. 2 í verandi lóg er ásetingin í § 3, stk. 1 ikki galdandi fyri persónar, ið eru giftir við ella beinleiðis eru í slekt ella giftir við slekt í upp- og niðurgangandi linju við arbeiðsgevaran. Sama er galdandi fyri persónar, um arbeiðsgevarin er eitt partafelag, og viðkomandi er partaeigari í felagnum og í veruleikanum hevur avgerandi ávirkan á avgerðir felagsins, uttan so at tað eisini fyri aðrar persónar, sum arbeiða hjá felagnum, er gjørd eftirlønarskipan, og viðkomandi kann vísa á, at hansara skipan ikki fevnir um meira enn haldast kann vera rímiligt í mun til hina eftirlønarskipanina. Eftir galdandi reglum kann ein arbeiðsgevari sostatt ikki gera eftirlønarskipan fyri hjúnafelagan ella persónar, sum eru í slekt við hann í upp- og niðurgangandi linju, eins og partaeigari, sum hevur avgerandi ávirkan í einum felagi, ikki kann gera eftirlønarskipan fyri seg sjálvan, um hann ikki eisini ger líknandi eftirlønarskipanir fyri onnur, sum arbeiða í felagnum.

Mælt verður til, at henda regla verður strikað, tí galdandi áseting ikki hevur nakran veruligan týdning.

nr. 10. Eftir reglunum í dag er tilskrivað renta á eftirlønarskipanum í peningastovnum v.m. skattafrí so leingi, sum hon ikki verður útgoldin. Tí verður tað mett rímiligt, at eisini ávøkstur frá íløgum av eftirlønarskipanum í virðisbrøvum verður gjørd skatta- og avgjaldsfríur so leingi, sum eingin útgjalding er farin fram.

nr. 11. Hetta er ein fylgibroyting í sambandi við, at kapitaleftirlønarskipan ikki longur verður bundin inntil 60 ára aldur (sí 9) og av tí, at avgjaldið fer úr 40 upp í 60% fyri útgjalding í ótíð (sí 12).

nr. 12. Mælt verður til at hækka avgjaldið fyri útgjald av eftirløn í ótíð úr 40 upp í 60%, tí tað lága avgjaldið upp á 40% hevur við sær, at flestu eftirlønareigarar í Føroyum, sum hava møguleika fyri tí, taka eftirlønina út ímóti at gjalda hetta avgjaldið.

Tilmælta broytingin verður at fata um bæði eftirlønir, sum verða goldnar út sum eingangsupphæddir (kapitaleftirlønir), lutaútgjalding og eftirlønir við leypandi útgjaldi.

Ein orsøk til, at tað kann loysa seg at taka eftirlønir út í ótíð, kann vera, at munurin millum vanliga avgjaldið og avgjaldið fyri útgjald í ótíð bert er 5 prosentstig. Tað vanliga avgjaldið er 35%. Ein onnur orsøk er uttan iva, at eigarin av eini eftirløn við útgjald í ótíð fær ein skattligan fyrimun upp á munin millum 40 og upp til 60%, sum í nøkrum førum er marginalfrádrátturin, ið eigarin av eftirlønini fær, tá ið hann dregur inngjaldið til eftirlønina frá í skattskyldugu inntøkuni. Landskassin fíggjar hendan munin.

Avleiðingin av, at løntakari, tá hann fer úr starvi - ella sum tað oftast er talan um, skiftir starv - tekur eftirlønina út í ótíð, er, at løntakarin hevur minni til sína eftirløn, tá ið hann vegna aldur fer úr starvi. Haraftrat er tað beinleiðis í stríð við endamálið at kunna gjalda inn til eftirlønarskipanir við skattligum frádrátti. Endamálið við hesi skipanini er og hevur altíð verið at stimbra stovnanini av eftirlønaruppsparingum.

Tað má tí metast rímiligt, at eftirlønareigari - um hann í sambandi við starvsskifti vil hava eftirlønina út í ótíð - rindar eitt gjald, sum er á leið sama stigi (ella kanska eitt sindur hægri) sum tann skattligi fyrimunurin, hann fær, tá ið hann rindar inn til skipanina. Hækkingin av avgjaldinum úr 40 upp í 60% fyri útgjald í ótíð vil á henda hátt vera við til at stimbra uppsparing til eftirlønarendamál.

Í Danmark t.d. er avgjaldið fyri útgjald av eftirløn í ótíð 60%. Avgjaldið er ásett soleiðis, at eftirlønareigarin hugsar seg væl um, áðrenn hann tekur sína eftirløn út í ótíð.

Eisini má tað metast at vera órímiligt, at parturin av gjaldinum til eftirlønarskipan, sum arbeiðsgevarin hevur verið við til gjalda (ofta 2/3 av eftirlønargjaldinum), og sum er ætlaður til eftirlønarendamál, verður goldin út í ótíð við einum avgjaldi upp á bert 40%. Hevði upphæddin verið goldin út sum løn, varð hon skattað sum løn, og í flestu førum vildi skatturin tá verið hægri enn 40%.

nr. 13. Hetta er ein konsekvensbroyting av bygnaðarbroytingini hjá skattamyndugleikunum í 1998.

nr. 14. § 7 í lógini nevnir í stk. 1 avgjald upp á 35% og í stk. 2 avgjald í ótíð upp á 40%. (Eftir hesum uppskotinum verður avgjaldið upp á 35% varðveitt, meðan skotið verður upp, at avgjaldið í ótíð verður 60% (sí 12).

Mælt verður til at orða § 7 soleiðis, at eftir stk. 1 verður avgjaldið fyri útgjalding av eftirlønarskipanum eftir § 6, litra b (kapitaleftirlønarskipanir) 35%, og avgjaldið við útgjalding av eftirlønarskipanum (eftirlønarskipanir við leypandi útgjaldingum, lutaeftirlønarskipanir og kapitaleftirlønarskipanir), tá ið eftirlønareigarin doyr, somuleiðis 35%, um eftirlønarskipanin verður goldin út sum eingangsupphædd.

Eftir § 7, stk. 2 í verandi lóg verður avgjald latið, tá ið eftirløn verður goldin út í ótíð. Eftir uppskotinum er ótíð, tá ið kapitaleftirlønin verður goldin út áðrenn 60 ára aldur Viðvíkjandi eftirløn við leypandi útgjaldingum og lutaeftirløn er ótíð eftir uppskotinum, tá ið eftirløn við leypandi útgjalding og lutaeftirløn verður útgoldin sum eingangsupphædd. At eftirlønareigari t.d. skiftir starv og vil hava eftirlønina goldna út sum eina upphædd, verður eftir uppskotinum mett sum ótíð.

Mælt verður til, at eftir § 7, stk. 2 verður avgjaldið við útgjalding av eftirlønarskipanum eftir § 6, litra a (eftirløn við leypandi útgjaldi og lutaeftirløn) og litra c (kapitaleftirløn) 60%. Hetta er útgjalding sum eingangsupphæddir.

Orsøkin til, at man við hesum lógaruppskotinum mælir til at hækka avgjaldið fyri útgjald í ótíð, er sum nevnt at tryggja sær, at tær inngoldnu upphæddirnar veruliga fara til eftirlønarendamál. Annars gevur tað onga meining at geva persónum, ið stovna eftirlønarskipanir eftir rentutryggingarlógini, loyvi til at draga inngjøldini til eftirlønarskipanirnar frá í skattskyldugu inntøkuni. Tað vil siga, at um eftirlønareigari ætlar at nýta tær inngoldnu upphæddirnar til endamál, sum er óviðkomandi fyri eftirlønarendamálið, ella broytir ella ræður yvir eftirlønarskipanini, soleiðis at hetta er í stríð við eftirlønarendamálið, fær hetta skattligar fylgjur fyri eftirlønareigaran. Tað kann t.d. vera, at eftirlønareigarin nýtir eftirlønarskipan sum veð fyri láni, setir annan inn sum njótunartilskilaðan enn teir persónar, sum lógin ásetir, ella at eftirlønin verður tikin út, áðrenn eigarin fer frá sum eftirlønarnjótari. Eitt slíkt ræði yvir eftirlønarskipanini førir við sær, at skattavaldið metir hetta sum útgjalding í ótíð. Avgjaldið verður tá 60%.

Útgjalding av eftirlønarskipanum í ótíð og eftir avtalu:

Eftirlønarskipanir: Slag: Avgjald:
- ótíð
lógaruppskot
Avgjald:
- ótíð
galdandi lóg
Avgjald/skattur:
- eftir avtalu
Kapitaleftirløn: Privatar:
Arbeiðsgevaraskipan
60%
60%
-
40%
35%
35%
Lutaeftirløn: Privatar:
Arbeiðsgevaraskipan
60%
60%
40%
40%
skattskyldug inntøka
skattskyldug inntøka
Eftirløn við leypandi útgjalding: Privatar:
Arbeiðsgevaraskipan
60%
60%
40%
40%
skattskyldug inntøka
skattskyldug inntøka

nr. 15.     Í § 9 í rentutryggingarlógini er møguleiki fyri, at persónur, sum skal lata avgjald eftir reglunum í § 5, litra b ella § 6, sleppur undan avgjaldsskylduni, um hann innan 6 mánaðir eftir gjaldsskylduna nýtir eina peningahædd av somu stødd, sum tann gjaldsskylduga, sum innskot til 1) eina rentutrygging, 2) eina eftirlønarskipan við leypandi útgjaldingum ella 3) eina kapitaleftirlønarskipan.

Eftir uppskotinum verður – fyri at lætta um fyrisitingarliga - mælt til, at flyting av eftirlønarskipanum millum eftirlønarstovnar ikki viðførir avgjaldsskyldu. Tað skal soleiðis bera til at flyta eina eftirlønarskipan úr einum stovni í ein annan. Hetta kann hava fleiri fyrimunir við sær: Eftirlønareigari ynskir t.d. at hava síni peningaviðurskifti í øðrum peningastovni; hann ynskir at nýta sína kapitaleftirlønarskipan til at keypa lívrentu fyri, ella hann fer í annað starv, har hann skal hava aðra eftirlønarskipan. Eftir uppskotinum kann flyting verða gjørd so leingi, sum eingin skatta- ella avgjaldskyldug útgjalding hevur verið.

Eftir uppskotinum skal tað bera til at gera flytingar millum eftirlønarskipanir allar vegir uttan flyting frá eftirlønarskipan við leypandi útgjalding ella lutaeftirlønarskipan til kapitaleftirlønarskipan og frá eftirlønarskipan við leypandi útgjalding til lutaeftirlønarskipan.

nr. 16. Her verður mælt til, at §§ 11 og 12 fella burtur við tí grundgeving, at verandi reglur um eftirlønarskipan bæði fyri privat og fyri vinnurekandi eru nøktandi eftir galdandi reglum.

Kap 4.: Viðmerkingar til § 2, stk. 2

Í nøkrum eftirlønarsáttmálum er ásett, at eftirlønareigarin kann fáa afturkeypsvirðið av eftirlønarskipan goldið út, tá ið eitt ár er farið frá tí, eigarin fór úr starvi og ikki hevur fingið eftirlønarrætt aðrastaðni. Í løtuni eru nøkur mál undir avgreiðslu, sum orsakað av 1 ára-regluni í sáttmálanum koma til útgjaldingar í 2001.

Broytingaruppskotið um hækkan av avgjaldinum upp í 60% kemur at raka hesi viðskiftafólk órættvíst, orsakað av at tey hava tikið støðu út frá øðrum fyritreytum. Onnur mál, sum í avgreiðslutíðini verða rakt av nýggja lógaruppskotinum, eru mál, sum bíða eftir skjaltilfari, loyvum, rættarúrskurði, mortifikatión v.m. Mett verður, at hesi eiga at vera umfatað av undantaksreglu.

Mortifikatiónstíðin fyri at ógilduglýsa eitt tryggingarskjal er 6 mánaðir, tó er loyvt eitt ákonto útgjald upp á í mesta lagi kr. 75.000, meðan restupphæddin má bíða, til 6 mánaðir eru farnir. Hetta merkir t.d., at eru tvey mál, og tryggingarskjalið í tí eina málinum má lýsast ógildugt, eru hesi bæði viðskiftafólkini ikki líka fyri lógini, tá hon verður broytt. Nøkur fá mál stavandi frá 1998 og 1999 eru fyri í Føroya Rætti um rættin at fáa afturkeypsvirðið útgoldið. Fær saksøkjarin viðhald, eru fyritreytirnar fyri útgjaldinum broyttar til ta tíð.

Mælt verður tí til, at hesar eftirlønarskipanir, um tær koma til útgjaldingar, ikki koma undir tær nýggju reglurnar um avgjald.

Kap. 5: Stovnar, ið hava havt lógaruppskotið til ummælis

Føroya Banki
Føroya Sparikassi
Føroya Lívstrygging

1. viðgerð 22. november 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 29. januar 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 22. november 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Í skjølum, sum nevndin hevur fingið frá Fíggjarmálastýrinum (nevndarskjal A), eru skriv frá Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Føroya Lívstrygging, Yrkisfelagnum "Trygdin", Starvsfólkafelag Sparikassanna og Elektron og Starvsfólkafelagnum í Føroya Banka við viðmerkingum til málið. Nevndin hevur undir viðgerðini spurt hesi feløg, um tey hava viðmerkingar til uppskotið, og fingið svar frá Føroya Lívstrygging (nevndarskjal C), Starvsfólkafelagnum í Føroya Banka (nevndarskjal D), Føroya Sparikassa (nevndarskjal E) og Føroya Banka (nevndarskjal F).

Á fundum við landsstýrismannin í fíggjarmálum hevur landsstýrismaðurin handað nevndini skriv (nevndarskjøl G og H), har mælt verður til at gera broytingar í lógaruppskotinum. Mælt verður til, at í § 1C, stk. 1 verður sett sum 4. punktum: "Til kontoina kann knýtast ein andlátstrygging og/ella avlamisupphæddartrygging." Eisini verður mælt til, at í § 7, stk. 1 verður sum 3. punktum sett: "Sama avgjald er galdandi, um kapitaleftirløn verður útgoldin vegna viðvarandi óarbeiðsføri.", so tað framvegis verður møguligt at fáa eftirløn goldna út, tá ein gerst avlamin.

Haraftrat verður mælt til at strika eina orðing í almennu viðmerkingunum, har tað undir "Høvuðsinnihaldið í tilmæltu lógarbroytingunum" stendur, at eftirlønareigari fyri at sleppa undan at skriva frádráttin upp á sjálvuppgávuna skal heita á arbeiðsgevaran um at lækka lønina hjá sær við eftirlønartakarans gjaldi til eftirløn. Mælt verður til at strika hesa orðingina: "Ynskir eftirlønareigarin at vera við í eini sovorðnari skipan, skal hann heita á arbeiðsgevaran um at lækka lønina hjá sær við tí upphæddini, ið svarar til løntakarans egna gjald til eftirløn."

Viðmerkingar til broyting í § 1C, stk. 1:

Skotið verður upp, at andlátstrygging og/ella avlamisupphæddartrygging, sum er stovnað í tryggingarfelagi, kann knýtast at kapitaleftirlønarskipan í peningastovni soleiðis, at hesar tryggingar kunnu verða útgoldnar móti avgjaldi, uttan at sjálv kapitaleftirlønarskipanin verður útgoldin. Talan er um váðatryggingar, sum bert verða útgoldnar, um eftirlønareigarin doyr ella verður viðvarandi óarbeiðsførur áðrenn avtalaðu útgjaldingina av kapitaleftirlønarskipanini. Gjøldini til hesar tryggingar kunnu verða drigin frá eftir reglunum í rentutryggingarlógini § 1E innan fyri tað hámark, sum verður ásett fyri frádráttir fyri inngjøld til kapitaleftirlønarskipan.

Viðmerkingar til § 7, stk. 1, punktum 3

Eftir reglunum í galdandi rentutryggingarlóg er tað soleiðis, at í § 1B, sum viðger kapitaltrygging, er heimild til, at kapitaltryggingin verður sett saman við eini avlamisveiting. Hesin møguleiki er ikki í § 1C, sum viðger kapitaluppsparing í peningastovnum. Mælt verður til, at møguleikin til, at allar kapitaleftirlønir kunnu útgjaldast móti 35% avgjaldi til landskassan, um eftirlønareigarin verður viðvarandi óarbeiðsførur, verður varðveittur. Tað er ein treyt fyri útgjalding eftir hesum reglum, at eftirlønareigarin er viðvarandi óarbeiðsførur, og at hann fær miðal ella hægstu fyritíðarpenjón. Ásetingin kann eisini nýtast fyri útgjalding av afturkeypsvirðinum av kapitaltryggingum, um ongar ásetingar eru í tryggingarskjalinum um útgjalding vegna avlamni. "

Fíggjarnevndin tekur undir við hesum broytingum og setir fram broytingaruppskot samsvarandi.

Í uppskotinum er ein villa í nr. 3 og nr. 4, har "§" ikki er komin við, og setir nevndin fram broytingaruppskot hesum viðvíkjandi.

Við hesum broytingum mælir ein samd nevnd Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins, og setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. § 1, nr. 3 verður orðað soleiðis: "Í § 1C, stk. 1 verður sett sum 4. punktum: "Til kontoina kann knýtast ein andlátstrygging og/ella avlamisupphæddartrygging.""
  2. Í § 1, nr. 4 verður aftan á "Í" sett „§".
  3. Í § 1, nr. 14 verður í § 7, stk. 1 sum 3. punktum sett: "Sama avgjald er galdandi, um kapitaleftirløn verður útgoldin vegna viðvarandi óarbeiðsføri."

2. viðgerð 31. januar 2002. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 25-0-0. Uppskpotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 5. februar 2002. Uppskot frá Vilhelm Johannesen, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 23-0-0. Málið beint aftur í fíggjarnevndina, sum tann 13. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t II

Málið varð við 3. viðgerð 5. februar 2002 við 23-0-0 atkvøðum beint aftur í nevnd. Málið varð beint aftur í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya. Eisini hevur nevndin undir viðgerðini fingið viðmerkingar til uppskotið frá Starvsmannafelagnum (nevndarskjal J).

Landsstýrið mælir í uppskotinum til at hækka avgjaldið fyri útgjald av eftirløn í ótíð úr 40% upp í 60%. Nevndin er samd um at mæla til, at avgjaldið verður 55%. Í uppskotinum frá landsstýrinum verður mælt til, at lógin fær virknað 7. november 2001, ið er framløgudagurin. Nevndin mælir til, at hetta verður strikað, og at lógin kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.

Nevndin mælir tinginum til at samtykkja uppskotið soleiðis, sum tað varð samtykt við 2. viðgerð, við frammanfyri nevndu broytingum, og setir samsvarandi hesum fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 1, nr. 12 og § 1, nr. 14 verður "60%" broytt til "55%".
  2. § 2 verður soljóðandi: "Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.".

Framhaldandi 3. viðgerð 14. mars 2002. Uppskot frá Finnboga Ísakson um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-20. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 24-1-5. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 21-1-8. Málið avgreitt.

Ll.nr. 40 frá 26.03.2002