Trygd á sjónum


28  Uppskot til  løgtingslóg um trygd á sjónum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 8. november, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um trygd á sjónum

Kapittul 1
Lógarøki og fyrisiting

§ 1. Lógin er galdandi fyri føroysk skip.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð seta lógina ella partar av henni, eins og kunngerðir og aðrar fyriskipanir við heimild í lógini í gildi fyri skip, ið ikki eru føroysk, á føroyskum sjó-, fiski- og landgrunsøki, jbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Lógin er ikki galdandi fyri her- og herflutningsskip. Landsstýrismaðurin kann tó gera av, at vanligar sjóreglur og almennar ásetingar fyri sigling, ið eru ásettar sambært lógini, verða settar í gildi fyri hesi før.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann gera av, at lógin og reglur við heimild í lógini heilt ella lutvíst skulu galda fyri flótandi alibrúk.

§ 2. Landsstýrismaðurin er hægsti fyrisitingarligi myndugleiki sambært hesi lóg, jbr. tó § 42, stk.1.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja tær heimildir, hann hevur sambært lógini, til Skipaeftirlitið at fyrisita. Reglur, sum Skipaeftirlitið ásetir sambært hesum heimildum, verða kunngjørdar í Fráboðanum frá Skipaeftirlitinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serstøkum førum leggja sínar heimildir sambært lógini til aðrar almennar myndugleikar enn Skipaeftirlitið at fyrisita.
Stk. 4. Skipaeftirlitið umsitur lógina og hevur umsjón við, at lógin eins og reglur, boð og forboð, givin sambært lógini, verða hildin, jbr. tó stk. 3.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við avvarðandi landsstýrismann áseta reglur um, at Skipaeftirlitið skal samstarva við aðrar almennar myndugleikar.

§ 3. Í teimum førum, har landsstýrismaðurin nýtir heimildir sínar sambært § 2, stk. 2, 3 og 5, skal hann áseta kærureglur.

§ 4. Skipaeftirlitið hevur heimild at krevja, at viðurskifti, ið eru í stríð við lógina, fyriskipanir ella avgerðir sambært lógini, skulu fáast í rættlag beinanvegin ella eftir nærri ásettari freist.

§ 5. Á hvørjum ári gevur landsstýrismaðurin Løgtinginum frágreiðing um støðuna viðvíkjandi trygd á sjónum og ætlanir sínar á økinum. Saman við frágreiðingini letur hann Løgtinginum fullfíggjað yvirlit yvir tær reglur, ið settar eru í gildi síðan seinastu frágreiðing.

Kapittul 2
Skipasmíð, útgerð og rakstur v.m.

§ 6. Eitt og hvørt skip skal vera smíðað, útgjørt og rikið á tílíkan hátt, at mannalív á sjónum eru tryggjað á bestan hátt, og við atliti at tí brúki, skipið til hvørja tíð er ætlað. Størst møgulig fyrilit skulu havast fyri verju móti havdálking.
Stk. 2. Skipið skal vera útgjørt við siglingartólum, maskin-, samskiftis-, eldtryggingar- og sløkkingarútbúnað, bjargingarútgerð og heilivági, sum neyðugt er at tryggja tey, sum umborð eru, skipið og farmin sum best, eins væl og skipaferðsluna annars.
Stk. 3. Arbeiðsøki og tilhaldsrúm umborð skulu vera innrættað við fyriliti fyri trygd, heilsu og trivnað teirra, ið umborð eru.
Stk. 4. Skipið skal vera smíðað og hava útgerð til fyribyrging fyri havdálking.

§ 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skipasmíð, útgerð, støðufesti, farmamerki, fríborðsmerki og flottøl.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um trygdar-, bruna- og bjargingarskipanir umborð, um heilsuviðurskifti og reinføri, um fyribyrging fyri havdálking, um útbúgving teirra, ið hava ábyrgd av sjúkraviðgerðini, og um kanningar av heilsuumhvørvi.

§ 8. Til vernd teirra, ið arbeiða umborð, og sum ikki koma undir lóg um arbeiðsumhvørvi, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um arbeiðsumhvørvi umborð, undir hesum um hjálpitól og tilfar, ið nýtt verða í arbeiði umborð, um innrætting, merking, brúk og viðlíkahald av hesum tólum og tilfari, um trygdararbeiði og um skyldur arbeiðsgevarans í sambandi við trygdar- og heilsuviðurskifti.

§ 9. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvørjar lógir, kunngerðir, fyriskipanir, hvørji loyvisbrøv og hvørjar skipsbøkur, undir hesum dagbøkur, sjókort, v.m. og tilbúgvingarætlanir í sambandi við fyribyrging fyri dálking frá skipum, eins og hvørjar løggildar sýnsbøkur, reglur um nýtslu av teimum, og hvørji uppsløg skulu vera umborð.

§ 10. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um framleiðslu, marknaðarføring og sølu av stuttleikaførum, skipaútgerð, persónligum verndarútbúnað og øðrum lutum, ið brúktir verða umborð á skipum, undir hesum um skyldur teirra, ið marknaðarføra nevndu før ella lutir at taka neyðug ráð til verju móti vanda fyri trygd, heilsu ella umhvørvi, ið kann standast av tilætlaða brúkinum av farinum ella lutinum.
Stk. 2. Lýkur far ella lutur ikki krøv, sett sambært stk. 1 til trygd, heilsu ella umhvørvi, kann Skipaeftirlitið steðga søluni og krevja, at seld før og lutir verða tikin aftur, og geva neyðug boð og forboð í hesum sambandi.

§ 11. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldur avskiparans í sambandi við vøruflutning á sjónum, um bjálving, merking, innskiping, flutning og um uppskiping av vandamiklari vøru ella øðrum farmi, undir hesum livandi dýrum, ið krevur serlig tiltøk at tryggja skip og mannalív ella fyribyrging fyri havdálking.

§ 12. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um ferðasníkar og viðferð teirra umborð.

§ 13. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kanning av vanlukkum á sjónum, sum viðvíkja føroyskum skipum, og øðrum vanlukkum á sjónum við tilknýti til Føroyar, til tess at staðfesta vanlukkuorsøkina og til fyribyrgjan av vanlukkum, og kann, um tørvur er á tí, brúka útlendska serfrøði til tess.

§ 14. Tá ræður um at seta altjóða reglur ella tilmæli í gildi, kann landsstýrismaðurin útum tað, sum ásett er frammanfyri í §§ 6 til 12, áseta reglur um skipasmíð, útgerð, rakstur og fyribyrging fyri havdálking. Tílíkar reglur kunnu eisini setast í gildi fyri skip, ið ikki eru fevnd av altjóða reglum.

§ 15. Skip, hvørs kjølur er strektur, ella sum er á samsvarandi byggistigi, tá reglur, givnar sambært §§ 6 til 12 og § 14, koma í gildi, kann verða undantikið heilt ella partvíst. Neyðug fyrivarni skulu tó havast fyri verju fyri havdálking, trygd og heilsu eins og skipaslagi og brúk av skipinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta lagaligari reglur fyri skip, minni enn 20 BRT, skip við bruttotonsatali undir 20, skip 15 metrar ella styttri og varðveitingarverd skip.

Kapittul 3
Eftirlit við skipum v.m.

§ 16. Skip verða sýnað av Skipaeftirlitinum ella teimum, sum landsstýrismaðurin heimilar til tess.

§ 17. Skipaeftirlitið góðkennir brúk av skipum, undir hesum siglingarøki og ferðamannatal v.m., og veitir neyðug loyvisbrøv og onnur próvskjøl í hesum sambandi.

§ 18. Skipaeftirlitið ella tann, sum er heimilaður eftir § 16, ger hesi sýn:

  1. Fyrsta sýn í sambandi við, at nýbygt, munandi umbygt ella innflutt skip verður tikið í brúk,
  2. regluligt sýn við tíðarvissum millumbilum eftir nærri ásetingum, og
  3. eykasýn, sum umstøður krevja.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um sýn av skipum og skyldur reiðarans og skiparans í hesum sambandi. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávís skip ikki skulu sýnast.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis áseta reglur um eftirlit við útgerð v.m., nevnd í §§ 6, 7, stk. 2, og §§ 8 – 10.

§ 19. Starvsfólk hjá Skipaeftirlitinum og onnur, sum eru heimilað at sýna skip, hava í arbeiði sínum rætt til uttan rættarúrskurð at fara umborð á øll skip móti at vísa gildugt løgmætisprógv.
Stk. 2. Løgmætisprógv skal vísast hvørja ferð farið verður umborð at sýna skip, um hetta verður kravt.
Stk. 3. Reiðari, skipari og maskinstjóri ella tey, ið virka teirra vegna, hava skyldu at veita starvsfólkinum hjá Skipaeftirlitinum og øðrum heimilaðum neyðuga hjálp og geva allar upplýsingar.
Stk. 4. Síggjast skal til, at skipið ikki verður tarnað óneyðugt og at arbeiðið umborð ikki verður órógvað meira enn neyðugt er.

§ 20. Stjórin fyri Skipaeftirlitið, skipasýnsfólk og annað starvsfólk hjá eftirlitinum hava ikki loyvi at taka lut í nøkrum reiðaravirksemi ella virksemi, ið hevur við skipabygging, skipaumvæling ella sølu av skipaútgerð v.m. at gera ella vera limir í stjórn ella nevnd í feløgum, ið fáast við tílíkt virksemi. Eiheldur er loyvt teimum at átaka sær lønað starv fyri tílíkt virksemi.
Stk. 2. Í aðrar mátar er kapittul 2 í fyrisitingarlógini galdandi.

§ 21. Løgregla, tollarar, arbeiðseftirlit og havnamyndugleikar skulu uttan óneyðugt drál boða Skipaeftirlitinum frá, verða tey varug við umstøður, sum eru í stríð við lógina ella reglur, ásettar við heimild í lógini.
Stk. 2. Læknar skulu upplýsa Skipaeftirlitinum, um staðfestast kann ella illgruni er um, at ein persónur hevur verið fyri heilsuskaðiligari ávirkan í arbeiði umborð.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um skyldu at boða frá arbeiðsvanlukkum, eitran, arbeiðssjúkum og øðrum viðurskiftum av týdningi fyri trygd og heilsu.

Kapittul 4
Klassafeløg v.m.

§ 22. Landsstýrismaðurin kann við nærri ásettum treytum løggilda klassafeløg, aðrar fyritøkur ella einstaklingar til at sýna skip vegna Skipaeftirlitið og við ábyrgd mótvegis Skipaeftirlitinum. Løggilding kann eisini fevna um útrokningar, kanningar og uppmátingar av skipum og útskriving av loyvisbrøvum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við nærri ásettum treytum løggilda fyritøkur ella einstaklingar til, við ábyrgd mótvegis Skipaeftirlitinum, at gera arbeiði, ið krevja góðkenning, og at gera kanningar og royndir við skipum, útgerð og øðrum, ið krevja góðkenning.
Stk. 3. Skipaeftirlitið hevur ikki skyldu til sjálvt at gera arbeiði, sum er fevnt av løggilding sambært stk. 1 ella 2 omanfyri.
Stk. 4. Er løggilding veitt sambært stk. 1 ella 2, kann Skipaeftirlitið gera avtalu um avmarkingar av ábyrgdini hjá tí løggilda fyri skaðar, ið henda av einføldum ósketni í sambandi við arbeiði, sum løggildingin fevnir um.

§ 23. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at øll skip, ið eru 24 metrar og longri, skulu vera í góðkendum klassafelagi.
Stk. 2. Hetta er tó ikki galdandi fyri skip, styttri enn 45 metrar, sum vóru føroysk, tá lógin kom í gildi, og sum ikki vóru í góðkendum klassafelagi. Reglurnar í stk. 1 eru heldur ikki galdandi fyri skip, ið eru styttri enn 45 metrar, og sum seinni verða skrásett í føroyskari skipaskrá, í teimum førum tá bindandi keyps- ella byggisáttmáli var gjørdur av føroyskum reiðara, tá ið lógin kom í gildi.

Kapittul 5
Almennar skyldur

§ 24. Reiðarin skal síggja til, at brek við skipi ella útgerð av týdningi fyri trygd, arbeiðsumhvørvi ella dálking, sum hann er vorðin kunnugur við, verða umvæld uttan drál.
Stk. 2. Reiðarin skal syrgja fyri, at skipið verður sýnað sambært galdandi reglum og hevur gildug loyvisbrøv.
Stk. 3. Reiðarin skal tryggja skiparanum umstøður at lúka tær skyldur, ið hvíla á honum.

§ 25. Skiparin skal síggja til, at skipið er í góðum standi til trygdar- og heilsuumstøður, og at arbeiðið umborð verður forsvarliga lagt til rættis.
Stk. 2. Skiparin skal síggja til, at allar innrættingar fyriskrivaðar til fyribyrging fyri havdálking, eru í góðum standi og kunnu nýtast til endamálið.

§ 26. Tann, ið stendur fyri arbeiðinum umborð, skal síggja til, at manningin er neyðturviliga vard móti vanlukkum og heilsuskaða, og skal við leiðbeining og eftirliti tryggja, at arbeiðið verður gjørt á tryggan hátt við atliti til vanlukku- og heilsuvandan.

§ 27. Manningin skal gera sítt til, at tey ráð, ið tikin eru at tryggja móti vanlukkum ella skaða, virka eftir ætlan.

§ 28. Tað liggur á øllum, ið umborð eru, at virða tey trygdarráð, ið tikin verða til tess at tryggja, at skipið er sjódygt, og at mannalív á sjónum eru tryggjað á bestan hátt.

§ 29. Landsstýrismaðurin ásetir við atliti at trygd á sjónum nærri reglur um ábyrgdarøki hjá skipsyvirmonnum og øðrum, sum hava fyristøðustarv umborð.

Kapittul 6
Fyriskipanir viðvíkjandi sigling

§ 30. Skiparin skal hava umsorgan fyri, at siglt verður samsvarandi góðum sjómansskapi, og skal kunna seg um tey forboð og tær forskriftir, ið galda fyri sigling á teimum leiðum, siglt verður, og har lagt verður at landi.
Stk. 2. Einhvør skipari skal sýna neyðugt fyrilit fyri øðrum siglandi og skal veita neyðstøddum á sjónum hjálp, gerst hetta uttan at koma egnum skipi ella teimum, ið umborð eru, í álvarsligan vanda, ella loyva ikki aðrar umstøður undantaki.

§ 31. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur og geva almenn og ítøkilig boð ella forboð til tess at tryggja fría skipaferðslu, fyribyrgja óskili og vanda á sjónum, undir hesum um siglingarreglur, brúk av loðsi í innanoyggjasigling, trygging av sjókaðalum og undirsjóvarrørleiðingum, vaktarhald á skipum og bjarging og um skiparans og reiðarans skyldur í sambandi við altjóða skipanir viðvíkjandi siglingarleiðum, -fráboðanum og tænastum.

§ 32. Landsstýrismaðurin kann áleggja skiparum at eygleiða og senda upplýsingar um veður og ísviðurskifti sum liður í veður- og ístænastuni til trygd fyri siglingina.

Kapittul 7
Siglingar- og havnabann

§ 33. Skipaeftirlitið kann seta skipi siglingarbann, er tað fongt við brekum, ella eru aðrar umstøður, ið kunnu seta lív ella heilsu hjá teimum, ið eru umborð, í vanda. Sama er galdandi, um vandi kann vera fyri havdálking, eins væl og fyri skipaferðsluni annars, sleppur skipið at sigla.
Stk. 2. Skipaeftirlitið kann somuleiðis seta skipi siglingarbann, hevur tað ikki øll kravd loyvisbrøv, ella leggja reiðarin, skiparin ella annar í teirra stað Skipaeftirlitinum forðingar fyri útinnan av skyldum teirra.

§ 34. Verður skip lagt, skal skiparin ella reiðarin uttan drál hava boð um avgerðina við grundgevingum og upplýsingum um treytir fyri leysgeving.
Stk.2. Leysgeving kann vera treytað av, at tann myndugleiki, ið hevur útskrivað loyvisbrøvini, váttar, at skipið kann varðveita loyvisbrøvini.
Stk. 3. Skipaeftirlitið kann forða skipi, ið hevur fingið siglingarbann, at sigla.

§ 35. Hevur skip fingið siglingarbann sambært § 33, kann Skipaeftirlitið banna tí at koma í føroyska havn, um:

  1. skipið fer avstað ella heldur fram at sigla, hóast siglingarbann er sett,
  2. skipið ikki fer til avrátt umvælingarstað at umvæla tey brek, ið grundaðu siglingarbannið, ella
  3. siglingarbann er sett skipinum einans orsakað av tørvandi ISM-loyvisbrøvum og siglingarbannið verður avtikið uttan, at skipið hevur fingið neyðug ISM-loyvi.

§ 36. Eftir áheitan frá øðrum landi kann Skipaeftirlitið banna skipi at leggja inn í føroyska havn, hevur skipið ikki kravd ISM-loyvisbrøv, ella hevur tað brotið reglurnar um siglingarbann í viðkomandi landi.
Stk. 2. Hevur Skipaeftirlitið bannað skipi at leggja inn í føroyska havn, kann loyvi kortini verða givið tí at koma í ávísa havn, um tað hevur vanda fyri mannalívi ella havdálking við sær, heldur skipið fram at sigla. Sama er galdandi, um avgerandi trygdartiltøk krevja tað.
Stk. 3. Bann at leggja inn í havn verður tikið av, tá tey viðurskifti, ið førdu til bannið, eru rættað, jbr. tó § 47, stk. 4.

§ 37. Einans tey starvsfólk í Skipaeftirlitinum, sum eru serskilt heimilað til tess, kunnu seta skipi siglingarbann. Tó kann Skipaeftirlitið heimila havnameistara at seta fyribils siglingarbann.

§ 38. Skipaeftirlitið kann boða øðrum londum frá, at skip hava fingið siglingar- ella havnabann, og almannakunngera upplýsingar um skip, ið hava fingið tílíkt bann, íroknað navn á klassa og grundgevingar fyri banninum.

§ 39. Landstýrismaðurin ásetir nærri reglur um siglingar- og havnabann.

§ 40. Reiðari kann kæra avgerðir um siglingar- og havnabann til Siglingarráðið.

Kapittul 8
Siglingarráðið

§ 41. Landsstýrismaðurin tilnevnir Siglingarráð, ið hevur tríggjar limir, og hvørs starv er at taka avgerð í málum, sum sambært lógini kunnu verða kærd til ráðið.
Stk. 2. Kærur um siglingar- og havnabann skulu verða viðgjørdar við størst møguligum skundi.
Stk. 3. Formaðurin skal lúka treytirnar fyri at kunna vera tilnevndur dómari.
Stk. 4. Hinir báðir limirnir skulu hava ávikavist siglingarútbúgving og maskinútbúgving.
Stk. 5. Fyri hvønn av limunum verður valdur varalimur.
Stk. 6. Valið er galdandi fyri sjey ár. Endurval kann fara fram.
Stk. 7. Reglurnar í rættargangslógini um ógegni dómara galda tilsvarandi fyri limir ráðsins.

§ 42. Avgerðir hjá siglingarráðnum kunnu ikki skjótast inn fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 2. Avgerðir ráðsins verða ikki freistaðar, um tær verða lagdar fyri dómsvaldið.

§ 43. Ráðið ger reglugerð fyri virksemi sínum, sum skal verða góðkend av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Limirnir fáa fundar- og ferðapening eftir vanligum reglum hjá landsstýrinum.

Kapittul 9
Samstarvsráðið

§ 44. Landsstýrismaðurin tilnevnir samstarvsráð, ið hevur tíggju limir, og hvørs starv er:

  1. at ráðgeva landsstýrismanninum og Skipaeftirlitinum í øllum málum, ið hava við trygd á sjónum, arbeiðsumhvørvi umborð og fyribyrging fyri havdálking at gera,
  2. at ráðleggja landsstýrismanninum um uppskot til lógir og reglur við heimild í lóggávuni, og
  3. at koma við tilmælum og uppskotum viðvíkjandi lóggávuni um trygd á sjónum og umsitingini av lóggávuni.

§ 45. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin og varamann hansara, meðan hinir limirnir og varamenn teirra verða tilnevndir av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá:

Føroya Skipara- og Navigatørfelag 1 lim
Maskinmeistara- og Motorpassarafelagnum 1 lim
Føroya Fiskimannafelag 1 lim
Meginfelag Útróðramanna 1 lim
Reiðarafelagnum fyri farmaskip 1 lim
Føroya Reiðarafelag 1 lim
Strandfaraskipum Landsins 1 lim
Føroyskum skipasmiðjum 1 lim
Klassafeløgum, sum eru umboðað í Føroyum 1 lim

§ 46. Ráðið ger reglugerð fyri virksemi sínum, sum skal verða góðkend av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrið rindar allar útreiðslur, ið standast av virksemi ráðsins.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir samsýningina til formannin. Hinir limirnir fáa fundar- og ferðapening eftir vanligum reglum hjá landsstýrinum.

Kapittul 10
Gjøld

§ 47. Sýn av skipum, ið Skipaeftirlitið ger, eru ókeypis, jbr. tó stk. 2 og 4 og § 48.
Stk 2. Stk 1 er ikki galdandi fyri:

1) Sýn og góðkenningar v.m., sum Skipaeftirlitið ger, hóast tey koma undir eina løggilding, givin sambært § 22.

2) Sýn, sum Skipaeftirlitið ger, av tí at undantøk eru veitt frá reglum, ásettar sambært § 23 um limaskap í klassafelag.

3) Sýn, sum eftir umbøn verða gjørd uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

4) Fyrsta sýn av skipum, sum verður gjørt í útlondum og onnur sýn, sum eftir umbøn verða gjørd í útlondum, ella

5) Sýn, sum eru avtalað, men ikki kunnu byrja, verða gjørd liðug, ella sum verða avbrotin, innan fyri ásetta marktíð, orsakað av viðurskiftum, sum skipasmiðjan, reiðaríið ella teirra umboð hava ábyrgd av.

Stk. 3. Klassafeløg, virki og einstaklingar, nevnd í §§ 22 og 23, kunnu krevja gjald fyri arbeiði teirra.
Stk. 4. Eru brek funnin í sambandi við kanning av einum skipi, sum gera, at skipið kann verða lagt, kann Skipaeftirlitið krevja gjald fyri kanningina. Skipið verður ikki leysgivið fyrr enn kravið er goldið ella trygd sett fyri tí.

§ 48. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um marktíðir fyri lógarkravd sýn og um gjøld fyri tey í § 47, stk. 2 og 4 nevndu sýn v.m. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis áseta reglur um gjøld fyri ikki lógarkravd sýn og sýn av útlendskum skipum, skipum undir bygging og gjøld fyri góðkennig av skipaútgerð ella av skipum, sum ikki eru undir skyldubundnum sýni.

Kapittul 11
Revsing

§ 49. Við bót, hefti ella fongsli í upp til tvey ár verður tann revsaður, ið brýtur § 19, stk. 3 ella §§ 24 til 28 í lógini og tann, ið ikki ger eftir boðum ella forboðum, ið eru givin við heimild í lógini ella við heimild í reglum, givnum sambært lógini. Á sama hátt verður tann revsaður, ið grovliga ella ferð eftir ferð brýtur § 30.
Stk. 2. Í reglum, givnum við heimild í lógini, kann ásetast revsing sum bót, hefti ella fongsul í upp til tvey ár.
Stk. 3. Verður brot framt av løgfrøðiligum persóni, undir hesum partafelagi, smápartafelagi, lutafelagi, íognarfelagi, felagsskapi, grunni, búgvi, kommunu, øðrum føroyskum myndugleikum ella ríkismyndugleikum, kann løgfrøðiligi persónurin verða revsaður við bót.

§ 50. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, ið av grovum vansketni ella grovari vanrøkt í starvinum veldur, at skip fer á land ella gongur burtur ella veldur aðra sjóvanlukku. Sama er galdandi, um viðkomandi ferð eftir ferð er atvold til tílíka hending orsakað av mistaki ella vansketni.

§ 51. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann skipari revsaður, ið grovliga ella ferð eftir ferð siglir skipið ella vanrøkir tað á ein hátt, ið stríðir móti góðum sjómansskapi, ella letur vera við at kunna seg um tey forboð og tær fyriskipanir, ið galda fyri sigling á teimum leiðum, siglt verður og har lagt verður at landi.

§ 52. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, ið førir skip ella hevur starv umborð, ið hevur stóran týdning fyri trygdina, og sum hevur drukkið rúsløg ella tikið rúsandi evni so mikið til muns, at hann ikki er førur fyri at røkja tænastu sína á fulltryggan hátt.

§ 53. Eru umstøðurnar tyngjandi, kann rætturin at virka sum skipari, stýrimaður ella maskinmeistari verða frádømdur í ávíst tíðarskeið í upp til fimm ár ella av øllum. Mál við kravi um at fáa rættin aftur kann ikki verða reist fyrr enn fimm ár eftir, at endaligur dómur er sagdur.
Stk. 2. Verða rættindi tikin frá skipara, stýrimanni ella maskinmeistara, verður ásett í dóminum, um skiparin kann sigla sum stýrimaður, og um stýrimaðurin ella maskinmeistarin kunnu sigla við rættindum á lægri stigi.
Stk. 3. Er talan um brot á regluna í § 52, og metir løgreglan, at treytirnar fyri frádøming av rættindum skipara, stýrimans ella maskinmeistara eru loknar, kann hon fyribils taka rættin frá viðkomandi. Dómarin kann kortini seta avgerð løgreglunnar úr gildi, áðrenn spurningurin er endaliga avgjørdur við dómi. Verður frídømt á 1. dómsstigi, og verður dómurin av ákæruvaldinum skotin inn fyri hægri rætt, kann ákæruvaldið, um umstøðurnar serliga tala fyri, at avgerðin um frátøku av rættinum at føra skip ella sigla sum stýrimaður ella maskinmeistari stendur við, meðan málið verður viðgjørt av rættinum, leggja hendan spurningin serskilt fyri rættin á 2. dómsstigi, sum tekur avgerð við úrskurði.

§ 54. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann skipari revsaður, ið, tá ræður um samanstoyt, ella tá skipið veldur skaða á annað skip ella fólk ella farm umborð á tí, letur vera við, um hetta gerst uttan serligan vanda fyri egnum skipi, manning ella ferðafólki, at veita hinum skipinum, tess manning og ferðafólki alla hjálp, ið neyðug er at bjarga teimum undan vandanum, og ikki upplýsir radiofrámerki, navn og heimahavn hjá egnum skipi, hvaðan tað kemur og hvagar leiðin gongur.

§ 55. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, sum tilætlað ber seg undan starvi sínum við ikki at koma rættstundis umborð ella fara av skipinum, visti hann, ella átti hann at vita, at rýmingin fór at seta mannalív ella skip í váða.

Kapittul 12
Gildiskoma

§ 56. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá 1. januar 2002.

§ 57. Samstundis fara hesar lógir úr gildi:

  1. Lov nr. 118 af 28. marts 1951 om forholdsregler til skibsfartens betryggelse, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 583 af 30. juni 1994.
  2. Lov nr. 98 af 12. marts 1980 om skibes sikkerhed m.v., som ændret ved kongelig anordning nr. 583 af 30. juni 1994.
  3. §§ 223, 371, 372 og 373 í sølov nr. 56 af 1. april 1892 med senere ændringer, jf. lovbekendtgørelse nr. 141 af 1. april 1985, som ændret ved § 2 i anordning nr. 305 af 7. maj 1997 om ikrafttræden på Færøerne af dele af søloven.

Stk. 2. Í "anordning nr. 646 af 12. august 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet" verða hesar broytingar gjørdar:

  1. §§ 10, 15, 16, 20a, 37 og 46 verða settar úr gildi.
  2. Í § 59, stk. 1, nr. 1 verða: "§ 10, stk.1 og 3" , "§ 16, stk. 1 og 3", "§ 20a, stk. 1 og 3" og "§ 37, stk. 1" settar úr gildi.
  3. § 59, stk. 1, nr. 2 verður sett úr gildi.
    Nr. 3 – 7 verða nr. 2 – 6.
  4. Í § 61 verða: "§ 10, stk. 2", "§ 16, stk. 2", "§ 20a, stk. 2" og "§ 46" settar úr gildi.

Stk. 3. Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn fara hesar greinir úr gildi: § 52, § 66 og § 69, stk. 2, 3. pkt. Í § 69, stk. 1, 1. pkt. fara hesi orð úr gildi: " ella skipsyvirmaður í broti á § 66, 1. og 2. stk.".
Stk. 4. Reglur, sum eru settar í gildi við heimild í teimum í stk. 1-3 nevndu lógum og reglum, verða verandi í gildi, inntil tær verða settar úr gildi ella verða avloystar av reglum, givnum við heimild í hesi lóg.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógaruppskotinum er at skapa eina tíðarhóskandi lóggávu um trygd á sjónum, nú avtala er gjørd millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina um, at hetta málsøkið skal yvirtakast av føroyska heimastýrinum 1. januar 2002.

Fleiri broytingar eru framdar í lógaruppskotinum og viðmerkingunum til lógina í mun til upprunauppskotið, ið stóð nevnt í álitinum "Trygd á sjónum", ið kom út í 2000. Álitið er m.a. at finna á heimasíðuni hjá Fiskimálastýrinum: www.fisk.fo.

Í mun til upprunauppskotið verða fylgjandi økir fyribils ikki fevnd av nýggja lógaruppskotinum, ið sostatt bert snýr seg um Skipaeftirlitið:

Í dag eru tær týdningarmestu lógirnar, sum galdandi eru á økinum, hesar:
Lóg um skipatrygd (lov nr. 98 af 12.03.1980 om skibes sikkerhed m.v., sum broytt við A. nr. 583 af 30.06.1994), og lóg um trygga skipaferðslu, (lov nr. 118 af 28.03.1951 om forholdsregler til skibsfartens betryggelse, sum broytt við A. nr. 583 af 30.06.1994).

Lógaruppskotið miðar fyrst og fremst ímóti at samanskriva hesar báðar lógirnar í eina lóg, lóg um trygd á sjónum. Ætlanin er ikki, at munandi broytingar skulu gerast í teimum reglum, sum eru í gildi í dag.

Sigling man vera ein av teimum vinnugreinum, ið hevur mesta altjóða áhuga, og longu tíðliga í tíðini vóru tikin stig til millumlanda avtalur til tess at samskipa tey neyðugu krøvini til trygd á sjónum.

Í dag er tað Altjóða sjóvinnustovnurin, IMO (International Maritime Organization), ið varð stovnaður eftir seinna veraldarbardaga sum ein ST-serstovnur, sum fær í lag og umsitur altjóða sáttmálar viðvíkjandi trygd og umhvørvi á sjónum.

Evropeiska Samveldið, (ES) leggur stóran dent á trygdar- og umhvørvismál. Nógvar av teimum samtyktum, ið gjørdar verða á IMO ráðstevnum, eru ikki bindandi fyri limalondini, men eru at rokna sum tilmæli um ábøtur. Hesi tilmæli verða mangan sett í gildi av ES sum bindandi reglur fyri ES-limalondini.

Altjóða reglurnar fevna vanliga um ferðamannaskip og farmaskip (undir hesum tangaskip) yvir eina ávísa stødd. Hinvegin eru fiskiskip lítið regulerað av altjóða reglum. Hetta kemst av, at fiskiskip vanliga sigla nærhendis heimlandinum og tí ikki hava sama altjóða áhuga sum ferðamanna- og farmaskip.

Í 1977 varð gjørdur ein IMO-sáttmáli um fiskiskip (Torremolinos International Convention for the Safety of Fishing Vessels 1977). Hesin sáttmálin kom ongantíð í gildi, av tí at ov fá lond tóku undir við honum, og í 1993 varð gjørdur ein ískoytissáttmáli, ið linkaði um krøvini. Hesin seinni sáttmálin er heldur ikki komin í gildi, men verður brúktur av nógvum londum sum galdandi innanlendis reglur. Um okkara leiðir hava eitt nú ES londini og Ísland sett hann í gildi. Sáttmálin er eisini galdandi fyri Føroyar.

Umframt trygdina er eisini havumhvørvið fevnt av lógaruppskotinum. Hvat havumhvørvinum viðvíkir eru tað serliga MARPOL (International Convention for the Prevention of Pollution from Ships, 1973 as amended) krøvini til sjálvt skipið, sum lógin regulerar, meðan dálking av sjálvum havumhvørvinum er fevnd av havumhvørvislógini. Tað er í høvuðsheitum skipssíðan, ið setir mark millum umsitingina av lógini um trygd á sjónum og havumhvørvislógina.

Á sama hátt sum núgaldandi lógirnar, lóg um skipatrygd og lóg um trygga skipaferðslu, er uppskotið til lóg um trygd á sjónum skipað sum ein rammulóg, ið gevur landsstýrismanninum víðar heimildir at seta gjøllari reglur í gildi. Hesin lóggávuháttur, ið tykist at vinda alt meira uppá seg, hevur fyrimunir og vansar. Høvuðsvansin er, at Løgtingið á henda hátt missir møguleikarnar at hava dagligt innlit í ásetingar av reglum, ið binda borgaran. Í eini lóg um trygd á sjónum er tað kortini ógjørligt at hava tær einstøku reglurnar í sjálvari lógini. Hetta kemst fyrst og fremst av, at økið er so umfatandi og skipasløgini so mong, at serreglurnar fyri hvørt skipaslagið eru so ymiskar og javnan verða broyttar. Afturat tí kemur, at størsti parturin av reglunum verður ásettur í altjóða sáttmálum, sum lógin heimilar landsstýrismanninum at seta í verk í Føroyum.

Sum ein roynd at bøta um vansarnar av teimum víttfevnandi heimildunum, ið veittar verða landsstýrismanninum, skipar lógin eitt samstarvsráð við umboðum fyri vinnuna, ið er ætlað sum ráðgevandi fyri landsstýrismannin og Skipaeftirlitið, serstakliga tá ræður um gerð av nýggjum reglum. Somuleiðis verður skotið upp, at landsstýrismaðurin einaferð um árið kunnar Løgtingið um tær reglur, sum eru settar í gildi farna árið.

Myndugleikar og feløg, ið hava havt lógaruppskotið til ummælis:

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

1.  Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Ja.

Yvirtøka av Skipaeftirlitinum verður fíggjað á eykafíggjarlógini í 2001 og á fíggjarlógini fyri 2002.
Á eykafíggjarlógini í 2001 eru umbidnar kr. 2.588.000, og á fíggjarlógini fyri 2002 eru umbidnar kr. 10.000.000.

Í lógini er heimild til, at landsstýrismaðurin við nærri ásettum treytum kann løggilda klassafeløg og aðrar fyritøkur til at sýna skip vegna Skipaeftirlitið og við ábyrgd mótvegis Skipaeftirlitinum.
Metingin av starvsfólkatørvi og kostnaði av Skipaeftirlitinum byggir á ta fortreyt, at øll ferðamannaskip, við undantaki av teimum minni enn 20 tons (P-skip), øll farmaskip og fiskiskip 45 metrar og longri verða sýnað fult út av klassa.

2.  Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Ja.

Skipaeftirlitið verður skipað sum ein nýggj deild í Fiskimálastýrinum, við deildarstjóra undir aðalstjóranum og landsstýrismanninum í sjó- og fiskivinnumálum.

Mettar rakstrarútreiðslur:
Deildarstjórin á Skipaeftirlitinum
Altjóða samskifti, 1 fólk
Lógarsmíð, viðlíkahald av reglum, fyrireiking av sýni o.a., 3 fólk
   
Kanningar av vanlukkum, 1 fólk
Viðm.: Tá verður roknað við, at serlig kanningarnevnd verður sett at kanna størri vanlukkur við játtan á fíggjarlógini
Tilsamans




2.300.000

 
Sýnsarbeiði, 4 fólk:
Skrivstova, 4 fólk:
Tilsamans



2.300.000

 
Samlaðar lønarútreiðslur:

4.600.000

4.600.000

     
Leiga 300m2 á 800:

250.000

 
Skrivstovuhald, ferðaútreiðslur og keyp av útbúnaði

2.150.000

 
Skeiðvirksemi, keyp av vørum og tænastum, samstarvsráð v.m.

3.000.000

 
Tilsamans

5.400.000

5.400.000

Íalt  

10.000.000

     
Verða málsøkini vitar, farvatnsuppmerking og veðurtænasta yvirtikin seinni, koma hesar útreiðslur afturat:
Vitar og merking:

5.800.000

 
Veðurtænasta (DMI):

2.200.000

 
Tilsamans

8.000.000

8.000.000

Íalt  

kr 18.000.000

3.  Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna
Ja.

Í høvuðsheitum eru vanlig sýn framd av Skipaeftirlitinum ókeypis.
Ávís gjøld eru tó ásett í §§ 47-48 í kapittul 10 í lógaruppskotinum.

4.  Avleiðingar fyri umhvørvið
Ongar.

5.  Serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Ongar

6.  Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir
Ongar

7.  Millumtjóða sáttmálar
Ongar

8.  Álegging av skyldum á borgarar og vinnu
Ongar út um tær skyldur, ið hesi longu hava.

9.  Heimildir til annan enn landsstýrismannin
Sambært § 2, stk. 2 kann landsstýrismaðurin leggja tær heimildir, hann hevur sambært lógini, til Skipaeftirlitið at fyrisita.

Sambært § 2, stk. 3 kann landsstýrismaðurin í serstøkum førum leggja sínar heimildir sambært lógini til aðrar almennar myndugleikar enn Skipaeftirlitið at fyrisita.

Sambært § 22, stk. 1 kann landsstýrismaðurin við nærri ásettum treytum løggilda klassafeløg, aðrar fyritøkur ella einstaklingar til at sýna skip vegna Skipaeftirlitið og við ábyrgd mótvegis Skipaeftirlitinum.

Sambært § 41, stk. 1 tilnevnir landsstýrismaðurin eitt Siglingarráð, ið hevur 3 limir, og hvørs starv er at taka avgerð í málum, sum sambært lógini kunnu verða kærd til ráðið.

Sambært § 42, stk. 1 kunnu avgerðir hjá Siglingarráðnum ikki skjótast inn fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika.

10.  Atgongd til privata ogn
Ongar

11.  Skema :

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar


Ja


Nei


Nei


Nei


Ja

Umsitingarligar
avleiðingar


Ja


Nei


Nei


Nei


Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar


Nei


Nei


Nei


Nei


Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur


Nei


Nei


Nei


Nei


Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1:
Eingin roynd er gjørd í lógaruppskotinum at skilmarka hugtakið skip.

Sum dømi um tílíkar skilmarkingar í galdandi lóggávu kunnu verða nevnd:
Í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1970 um skipaskráseting í § 2, stk. 2 og 3 er ásett, at: flótidokkir, kaðaltrumlur, flótandi íløt og onnur líknandi amboð verða ikki mett sum skip (stk. 2)", meðan prámar, lossingarbátar, dýpingarmaskinur, flótikranar og líknandi verða at meta sum skip", tó við teirri fortreyt, at tey eru gjørd út við maskinu til framtøku.

Løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um føroyska altjóða skipaskrá (FAS) hevur í § 1, stk. 4 soljóðandi reglu: prámar, lossingarbátar, dýpingarmaskinur, flótikranar, flótandi boripallar og líknandi verða at meta sum skip eftir lógini. Flótidokkir, kaðaltrumlur, flótandi íløt og onnur líknandi amboð verða ikki mett sum skip".

Harafturat hevur skipaskrásetingarlógin, eins og lógin um vinnuligan fiskiskap (løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998), reiðiliga gjølligar reglur um, hvørji skip eru at meta sum føroysk skip. Sambært § 1 í skipaskrásetingarlógini krevst, at eigarin er føroyskur. Er talan um partsreiðarí krevst, at føroyingar eiga í minsta lagi tveir triðingar, og at stjórnandi reiðarin er føroyingur. Er talan um partafeløg krevst, at tveir triðingar av nevndarlimunum eru føroyingar. Lógin um vinnuligan fiskiskap ásetir í § 7, at eigararnir skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum. Er talan um feløg, skulu eigararnir av í minsta lagi 2/3 av ognarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum, hava fast tilknýti til Føroyar og annars lúka hini krøvini, nevnd omanfyri.

Meðan flytandi eindir sum boriskip v.m. ikki eru at rokna sum skip, meðan tey eru støðuføst og verða nýtt í oljuvinnuni, og tá koma undir lóg um kolvetnisvirksemi, eru somu før at rokna sum skip, tá tey sigla ella verða sleipað, jbr. § 2, litra b um havstøðir í kolvetnislógini.

Havandi í huga, at ein skilmarking av hugtakinum skip lættliga kann gerast meira villeiðandi enn vegleiðandi, verður hildið beinast at lata møgulig ivamál verða avgjørd útfrá teimum fortreytum, ið galdandi eru í hvørjum einstøkum føri. Tað verða í síðsta enda dómstólarnir, sum fara at taka avgerðir í ivamálum.

Sambært § 1, stk. 2 kann lógin, heilt ella partvíst, eins og kunngerðir og aðrar fyriskipanir við heimild í lógini setast í gildi við kunngerð fyri fremmand skip, undir hesum donsk og grønlendsk skip, á føroyskari landleið, sjó- og landgrunsøki. Endamálið við hesum er at skapa heimild til at seta altjóða reglur, sum Føroyar eru bundnar av, í verk fyri fremmand skip á føroyskum øki og at gera tað møguligt at handhevja føroyska lóg móti útlendskum skipum á føroyskum øki.

Føroyska sjóøkið er býtt í ein ytra og ein innara part, jbr. § 1, stk. 1 í kongligari fyriskipan nr. 599 frá 21. desember 1976. Ytri parturin er 3 fjórðingar úr beinum grundlinjum, meðan innari parturin er sjógvurin innan fyri nevndu grundlinjur, eitt nú havnir, innsiglingar, pollar, vágir, víkir, firðir og sund.

Landgrunsøki: Yvirvaldsrætturin yvir føroyska landgrunninum, sum liggur hjá ríkismyndugleikunum, er staðfestur við kongligari fyriskipan nr. 259 frá 7. juni 1963 við støði í altjóða sáttmálanum frá 1958 um landgrunn. Í dag er tað havrættarsáttmálin frá 10. desember 1982, ið er grundarlagið undir landgrunsrættindum. Hesin sáttmálin er sum nevnt ikki enn staðfestur av Danmark. Sáttmáli er gjørdur við Noreg og Stóra Bretland um landgrunsmark. Hesir sáttmálar byggja báðir á grundregluna um miðlinjumark.

Sambært § 1, stk. 3 er lógin ikki galdandi fyri her- og herflutningsskip. Tó er heimild fyri, at almennar reglur kunnu setast í gildi fyri siglingina hjá hesum skipum. Undir hesum reglum hoyra herskipini og eitt nú umhvørvisskip hjá donsku verjuni.

Í § 1, stk. 4 er ásett heimild til landsstýrismannin at áseta reglur um, at lógin og kunngerðir og aðrar fyriskipanir við heimild í lógini, heilt ella lutvíst kunnu setast í gildi fyri flótandi alibrúk.

Við heimild í galdandi lóg um trygd á sjónum er fyriskipan ásett um, at lógin er galdandi fyri flótandi alibrúk. Vegna tann stóra vøksturin í alivirkseminum í Føroyum og alsamt størri alibrúk, og at alt verður alsamt longur úr landi, verður mett neyðugt, at klár lógarheimild er til at seta trygdar- og umhvørvisreglur í gildi fyri alibrúk.

Ivi er um, hvørt tað ber til at kalla flótandi alibrúk fyri skip, og tískil verður mett, at nevnda orðing er meira í samsvar við skipanina í lógini.

Til § 2:
Sambært lógini er landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum hægsti fyrisitingarligi myndugleiki viðvíkjandi trygd á sjónum. Í hesum viðfangi má havast í huga, at fiskivinnan, sum er landsins høvuðsvinna, verður umsitin av sama landsstýrismanni. Sum ábyrgdarhavandi fyri fiskivinnuni hevur landsstýrismaðurin tað sjálvsagda áhugamál at lætta mest møguligt um fíggjarbyrðurnar hjá fiskiskipum. Hinvegin hevur hann, sum ábyrgdarhavandi fyri skipatrygdini, samstundis skyldu til at taka øll neyðug stig til at bøta um trygdina á sjónum.

Tað verður Skipaeftirlitið, sum deild í Fiskimálastýrinum, ið umsitur lógina og í royndum ger uppskot til reglur á økinum og handhevjar reglurnar, men alt undir ábyrgd landsstýrismansins.

Í § 2, stk. 2, 2. pkt. verður skotið upp, at tær reglur, ið ásettar verða við heimild í lógini, verða kunngjørdar á serstakan hátt, av tí at nøgdin av hesum reglum er so stór og reglurnar mangan so tekniskar, at kunngerðarsavnið hevði verið ovbyrjað. Skotið verður tí upp, at reglurnar verða kunngjørdar í serligum kunngerðarsavni, sum Skipaeftirlitið hevur ábyrgdina av. Ll. nr. 109 frá 17.12.1987 um alment kunngerðablað (sum broytt við Ll. nr. 47 frá 30.03.1990) eigur at verða broytt samsvarandi, soleiðis at serligi kungerðarhátturin, skotin upp í § 2, stk. 2 eisini verður staðfestur í almennu lóggávuni um kunngerð av lógum v.m.

Til § 3:
Vanligu kærureglurnar, ið eru galdandi fyri almennu fyrisitingina, eru eisini galdandi fyri hesa lógina. Í § 3 verður tilskilað, at kærureglur skulu ásetast í teimum førum, har vanligu reglurnar møguliga verða broyttar, um landsstýrismaðurin nýtir heimildir sínar sambært § 2, stk. 2, 3 og 5.

Til § 4:
Skipaeftirlitið fær her neyðugar heimildir at handhevja lógina og tær reglur, ið givnar eru við heimild í lógini, eisini heimildir til at geva ítøkilig boð og forboð eins og í givnum førum at áseta freistir til tess at lúka neyðug krøv.

Til § 5:
Víst verður til almennu viðmerkingarnar frammanfyri. Ein tílík frágreiðing kundi hóskandi verið givin við byrjan av tingsetuni við tí í huga, at Løgtingið helst tá hevur bestu tíðina at viðgera frágreiðingina. Dentur eigur at verða lagdur á, at Løgtingið verður kunnað um øll viðurskifti av týdningi fyri skipatrygd og fyribyrging av havumhvørvisdálking frá skipum v.m. Av tí at lógin, sum nevnt aðrastaðni, veitir landsstýrismanninum víðar heimildir, er tað serliga umráðandi, at Løgtingið fær høvi til at umrøða og viðgera tær reglur, ið givnar eru síðani seinastu frágreiðing landsstýrismansins.

Víst kann verða til, at líknandi reglur um kunning av Løgtinginum eru at finna í kapittul 4 í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap.

Kapittul 2
Skipasmíð, útgerð og rakstur v.m.

Í 2. kapitli finnast fyrst og fremst reglurnar um, hvørji krøv eiga at verða sett til skipið og útgerðina (§§ 6 & 7). Harumframt eru reglur um onnur trygdar- og umhvørviskrøv eins og um kanning av vanlukkum v.m.

Til § 6:
Í § 6 er grundreglan um sjódyggleika lýst á tann hátt, at eitt og hvørt skip skal í smíði, útgerð og rakstri kunna tryggja mannalív á besta hátt, samstundis sum útbúnaður og útgerð til fyribyrging fyri havdálking eigur at vera í lagi. Her, og aðrar staðir, har orðið havdálking kemur fyri í lógartekstinum, skal tað skiljast sum dálking frá skipum av havi, luft og umhvørvi annars.

Ein regla av tílíkum slagi sum hendan er at meta sum ein rættarstandardur, har nøkur grundleggjandi krøv eru lýst á tílíkan hátt, at krøvini í hvørjum einstøkum føri mugu verða fastløgd eftir, sum brúk og tíðir skifta. Somu krøv verða sjálvandi ikki sett einum útróðrarbáti, sum roynir innansyndis, sum t.d. einum rækjutrolara, ið stóran part av árinum roynir í tjúkkum ísi.

Stødd skipsins, hvat tað skal brúkast til, manningartal, leiðir har skipið siglir ella roynir, og árstíð eru týdningarmikil atlit, ið havast skulu, tá lógarkrøvini verða gjøllari ásett fyri hvørt skipið sær.
Eftir núgaldandi skipan verða hesi krøv gjøllari ásett í "Meddelelser fra Søfartsstyrelsen".

Krøvini eru ymisk, alt eftir skipaslagi og –stødd. Í høvuðsheitum verða skipini bólkað soleiðis:

– Øll ferðamannaskip í altjóða sigling og farmaskip 500 tons ella størri í altjóða sigling (Meddelelser B)

– Farmaskip størri enn 20 tons í innanlandssigling og farmaskip størri enn 20 tons, men undir 500 tons, í altjóða sigling (Meddelelser B og C)

– Ferðamannaskip í innanríkissigling (Meddelelser D)

– Fiskiskip 15 metrar og størri, og sum hava eitt dimensjónstal sum er størri enn 100 (Meddelelser E)

- Fiskiskip og onnur skip til vinnuligt endamál, sum eru styttri enn 15 metrar og sum hava eitt dimensjónstal sum er 20 ella størri, men minni enn 100 (Meddelelser F)

Viðmerkt verður, at tá nýtt verður heitið "tons" er tað at skilja sum bruttotonsatalið sambært málibrævinum hjá skipinum. Skip, sum upprunaliga eru máld eftir 1947 sáttmálanum, og sum eftir 1969 sáttmálanum hava fingið eitt størri tonsatal, og sum harvið koma undir sáttmálakrøv, eru frítikin hesum.

Harumframt eru tvørgangandi reglur av meira almennum slagi, sum eru galdandi fyri øll skipasløg, um annað ikki er tilskilað.

Meddelelser A, ið áseta reglur um arbeiðsumhvørvi umborð, sum eru galdandi fyri øll skipasløg, er ikki annað tilskilað serskilt, eru ikki settar í gildi fyri føroysk skip. Dømi um tílíkar fyriskipanir í Meddelelser A eru:

– Teknisk forskrift A nr. 1 af 26. august 1996 om sikkerhedsarbejde i handelsskibe

– Teknisk forskrift A nr. 2 af 26. august 1996 om arbejdets udførelse ombord i skibe

– Teknisk forskrift A nr. 1 af 31. august 1999 om foranstaltninger til forebyggelse af kræftrisikoen ved anvendelse og udsættelse ved transport af stoffer og materialer ombord i skibe.

Harumframt eru reglur um arbeiðsumhvørvi umborð at finna í fyriskipanunum, ið galdandi eru fyri tey ymisku skipasløgini (Meddelelser B, C, D, E og F). Sum dømi um arbeiðsumhvørvisreglur í nevndu Meddelelser, ið eru galdandi fyri føroysk skip, kunnu verða nevnd reglur um innrætting av manningarrúmum v.m. og fyribyrging av skaðiligari ávirkan av óljóði.

Nevndu fyriskipanir (Meddelelser B, C, D, E og F) byggja í høvuðsheitum á altjóða sáttmálar um trygd á sjónum, eitt nú SOLAS 74/78 við seinni broytingum, lastalinjusáttmálan frá 1966 (LL, International Convention on Load Lines 1966) og sáttmálan um uppmáting av skipum frá 1969. Av øðrum týdningarmiklum sáttmálum kunnu nevnast havumhvørvissáttmálin MARPOL (International Convention for the Prevention of Pollution from Ships 1973/78) og arbeiðaraverndarsáttmálar frá ILO, serliga um uppihaldsrúm og arbeiðsumhvørvisviðurskifti umborð.

SOLAS sáttmálin er tann týdningarmesti og mest umfatandi sáttmálin. Sáttmálin er altjóða bindandi fyri øll ferðafólkaskip í altjóða sigling og farmaskip 500 tons og størri í altjóða sigling, jbr. Meddelelser B. Hesi skip verða vanliga nevnd konvensjónsskip. Ávísir partar av sáttmálanum, t.d reglurnar í kapittul V um sigling eru galdandi fyri øll skip. Við útgangsstøði í hesum sáttmála eru krøvini sett í tjóðarætti til tey minnu skipini. Nevnast kann, at fyri tey skip, har SOLAS sáttmálin ikki er galdandi, eru tað í flestu førum ES-fyriskipanir, sum við grundstøði í hesum sáttmála seta tillagað krøv til tey minnu skipini innan felagsskapin. Av tí at ES setir at kalla somu krøv til tey fremmandu skipini, sum koma inn í eina havn innan felagsskapin, sum síni egnu, merkir hetta, at Føroyar í royndum mugu fylgja somu reglum, sum samsvarandi skip innan ES-felagsskapin.

SOLAS-sáttmálin er sum nevnt omanfyri ikki galdandi fyri fiskiskip. Ein roynd varð gjørd í 1977 at gera ein tilsvarandi altjóða sáttmála fyri fiskiskip, tann sonevnda Torremolinos-sáttmálan, sum skuldi koma í gildi eftir, at hann var góðkendur av einum ávísum tali av limalondum innan IMO. Sáttmálin hevur tó ikki enn vunnið nóg stóra undirtøku til at vera komin í gildi, hóast enn ein roynd varð gjørd í 1993 við teirri sonevndu Torremolinos-protokollini at linka sáttmálakrøvini. Krøvini sambært sáttmálanum eru tó sett í gildi í øllum ES-londunum í 1999, og í Føroyum eru ásetingarnar í honum staðfestar í Meddelelser fra Søfartsstyrelsen E, sum er galdandi fyri verandi fiskiskip 24 m. og longri og nýggj fiskiskip 15 m. og longri. Serligar reglur eru tó galdandi fyri fiskiskip 45 m. og longri, eitt nú krøv um GMDSS-radioútgerð.

Krøvini til tey smáu vinnurekandi skipini eru grundað á ein norðurlendskan standard. Hesi eru staðfest í Meddelelser F frá Søfartsstyrelsen.

Fyri skip, sum verða innflutt fyri eitt ella fleiri avmarkað styttri tíðarskeið, ið samanlagt tó ikki mugu fara upp um tvey ár, eigur Skipaeftirlitið at kunna geva ávís undantøk, treytað av, at skipið lýkur altjóða standardar um trygd á sjónum, arbeiðsumhvørvi og fyribyrging móti dálking.

Í § 6, stk. 2 verða krøvini til útgerð gjøllari útgreinað. Útgerðin, ið neyðug er til at tryggja mannalív, skip og farm, er býtt upp í útgerð, ið hevur beinleiðis samband við skipið, sum t.d. siglingartól v.m., og aðra útgerð, sum til dømis sløkkingarútbúnað og bjargingarútgerð.

Hesi krøv eru eisini grundað á altjóða sáttmálar. Í teimum førum, har tað í altjóða sáttmálum ikki neyvt er ásett, hvør útgerð skal vera umborð, eru ásett nøkur krøv um, hvussu útgerðin skal virka. Í slíkum førum skal myndugleikin sjálvur áseta nærri reglur um hesi viðurskifti, grundað á vegleiðingar frá IMO. Dømi um hetta er t.d. innan konstruktiva brunatrygd, har tað í "Meddelelser fra Søfartsstyrelsen" neyvt er ásett, hvussu skipið skal innrættast við atliti at brunatrygd, og hvør eldsløkkingarútgerð skal vera umborð. Onnur øki, har myndugleikin ásetir nærri reglur, er innan siglingartól, maskinútbúnað, samskiftisútbúnað, eldtryggingar- og sløkkingarútbúnað, bjargingarútgerð og heiligvág.

§ 6, stk. 3 er um arbeiðsumhvørvið umborð. Sí viðmerkingar til § 8 niðanfyri.

§ 6, stk. 4 er um fyribyrging fyri havdálking.

Tá talan er um fyribyrging fyri dálking frá skipum, eru reglurnar grundaðar á havumhvørvissáttmálan MARPOL. Ásetingarnar í MARPOL-sáttmálanum eru tiknar upp í føroyska lóggávu soleiðis, at tær reglur um havdálking, sum viðvíkja viðurskiftum innanborða, eru ásettar í lógini um trygd á sjónum, meðan onnur viðurskifti eru ásett í havumhvørvislógini. Tað er sostatt skipssíðan, ið er avgerandi fyri, í hvørjari lóg reglurnar eru at finna.

Reglurnar sambært hesi lógini eru staðfestar sum tekniskar fyriskipanir. Sambært hesum fyriskipanum verða krøv ásett um, hvussu skipini skulu innrættast fyri at fyribyrgja dálking. Tað, sum kravt verður av tílíkari útgerð, tá talan er um skip, er, at tekniskar innrættingar skulu vera umborð til fyribyrging fyri havdálking. Hinvegin krevst ikki, at eitt nú fiskiskip hava serútgerð umborð til upptøku og reinsing av dálkaðum sjógvi.

Reglurnar um dálking fevna um oljudálking, kloakkdálking, dálking frá burturkasti, dálking frá kemiskum evnum, luftdálking v.m. Fyri tey størru skipini (yvir 400 tons) er eisini galdandi, at tey skulu føra oljujournal og journal yvir burturkast. Krøvini eru treytað av, hvørji havøki talan er um. T.d. eru havøkini skild sundur eftir, hvussu umhvørvisviðbrekin økini eru. Eisini er frástøðan frá landi av týdningi fyri, hvussu reglurnar um burturkast verða ásettar.

Til § 7:
Støðufesti (stabilitetur): Eitt hvørt skip skal óskatt hava eitt støðufesti. Støðufesti er evnini hjá skipinum at reisa seg aftur á rætt kjøl eftir at hava verið ávirkað av einari uttanífrákomandi kraft.

Fyri øll skip yvir 20 tons undir bygging skulu, so tíðliga sum gjørligt, sendast fyribils útrokningar av støðufestinum til Skipaeftirlitið. Tá skipið er liðugt bygt, verður hallroynd (krængningsprøve) gjørd undir umsjón av Skipaeftirlitinum. Sama er galdandi fyri innflutt skip, áðrenn tey fáa siglingarloyvi, og fyri skip, sum verða munandi umbygd. Skiparin skal hava álítandi upplýsingar umborð, sum gera tað møguligt hjá honum at meta um støðufesti skipsins undir ymiskum viðurskiftum.

Krøvini til støðufesti til ferðafólkaskip og ro-ro ferðafólkaskip eru strangari enn til onnur skip. Hetta er m.a. ein av avleiðingunum av teimum óhappum við ferðafólkaskipum, sum eru hend um okkara leiðir tey seinastu árini. Nevnast kunnu skipini "Herald of Free Enterprise" og "Estonia".

Sambært broytingum í SOLAS-sáttmálanum í 1990 og 1993, sum eru settar í gildi í Føroyum, eru krøv sett til flótievni á einum ferðafólkaskipi, sum hevur fingið skaða og tikið sjógv inn. Krøvini eru, at skipið skal kunna flóta, sjálvt um skaði er komin í ávís rúm í skipinum. Krøvini eru eisini sett til verandi ferðafólkaskip. Avleiðingin av hesum krøvum hevur verið, at flestøll ferðafólkaskip í Føroyum hava fingið krav um at býta skrokkin upp í fleiri eindir undir vatnlinjuni.

Sambært einum norðurevropeiskum sáttmála um støðufesti á ro-ro ferðafólkaskipum, tann sonevndi "Stokhólm-sáttmálin" frá 1997, eru krøvini herd soleiðis, at hesi skip skulu kunna tola eina ávísa nøgd av vatni á ro-ro dekki, uttan at hetta skal føra til, at støðufestið ferst. Føroyar eru partur av hesum sáttmála, sum er staðfestur í IMO sum ein regionalur sáttmáli.

Farmamerki (lastalinjumerki): Altjóða sáttmálin um farmamerki frá 5. apríl 1966 (við seinni broytingum) kom í gildi í 1994. Sáttmálin er galdandi, við undantak av fiskiskipum og frítíðarskipum, fyri øll skip longri enn 24 metrar í altjóða sigling, sum skulu hava farmamerkissertifikat. Sertifikatið hevur gildi í fimm ár treytað av, at skipið lýkur krøvini um sýn. Regluliga (árliga) sýnið skal tryggja, at (i) broytingar ikki eru gjørdar av skrokki ella yvirbygningi, sum ávirka tær útrokningar, ið liggja til grund fyri ásetingini av farmamerkinum, (ii) útgerð og verja av lensiportrum og manningarrúmum v.m. er hildin við líka, (iii) fríborðsmerki eru røtt ásett og (iv) reglurnar um ferming, barlast og vegleiðing til skiparan um støðufesti eru umborð.

Fiskiskip eru ikki fevnd av altjóða reglum innan hetta økið. Óbeinleiðis geva støðufesti-útrokningarnar ein størsta djúpgang.

Flottøl (amningsmærker): Eitt hvørt skip skal hava flottøl framman og aftan. Eru tølini torfør at síggja, skal onnur álítandi skipan vera, sum ger, at lætt er at síggja, hvussu djúpt skipið stingur aftan og framman. Skipaeftirlitið hevur eftirlit við flottølum, men kann lata klassafeløg ella aðrar stovnar útinna eftirlitið.

Til § 8:
Løgtingslóg nr. 70 frá 11.05.2000 um arbeiðsumhvørvi, sum varð samtykt av Løgtinginum tann 2. mai 2000, kom í gildi tann 1. juni 2000, og samstundis varð lógin frá 1974 um arbeiðaravernd sett úr gildi. Sambært § 2, stk. 2 nr. 3 í lógini fevnir hon ikki um veiði og fiskiskap. Harumframt er ásett í § 3, stk. 2, at lógin bert hevur gildi fyri sjóvinnu og lossing av skipum, eisini fiskiskipum, tá tað snýr seg um: 1) ferming og lossing av skipum, eisini fiskiskipum og 2) arbeiði hjá fyritøkum umborð á skipum, eisini fiskiskipum.

Í viðmerkingunum til § 3 í arbeiðsumhvørvislógini verður sagt, at hóast fiskivinnan ikki er fevnd av lógini, loyvir arbeiðsumhvørvisráðið sær at vísa á, at ein støðugt størri partur av fiskiflota okkara hevur verksmiðjur, har arbeiðið ikki stórvegis víkir frá arbeiðsumstøðunum innan fiskivinnuna á landi, og eigur tí at verða miðað ímóti, at samstarv fæst ímillum t.d. arbeiðseftirlitið og skipasýnið um at samskipa arbeiðið soleiðis, at støðið, tá hugsað verður um arbeiðsumhvørvið t.d. viðvíkjandi trygd, í tann mun hetta ber til, verður tað sama á sjógvi og landi.

Meðan arbeiðsumhvørvislógin regulerar arbeiðsumhvørvið á landi, er § 8 grundarlagið undir arbeiðsumhvørvisreglunum á sjónum. Greinin tilskilar, at tey, sum arbeiða umborð og ikki koma undir arbeiðsumhvørvisreglurnar galdandi á landi, skulu vera vard av øðrum reglum. Tey fólkini, sum arbeiðsumhvørvisreglur á landi ikki fevna um, eru tey, sum sigla við skipinum og arbeiða umborð, tá skipið siglir ella liggur við bryggju. Tey fólk, sum koma av landi at arbeiða umborð, eru vard av arbeiðsumhvørvisreglunum, ið galda á landi. Tá skip er á skipasmiðju ella í dokk, eru øll, ið arbeiða umborð, undirgivin arbeiðsreglum galdandi á landi.

Reglur um arbeiðsumhvørvi í víðari merking eru eisini at finna í sjómannalógini (løgtingslóg nr. 4 frá 15.01.1988 við seinni broytingum). Sambært § 53 áliggur tað skiparanum, at manningin fær góðan kost. Somuleiðis áliggur tað skiparanum at hava eftirlit við heilsuviðurskiftum og reinføri umborð, eins og sjómaður sambært § 55 skal hava neyðuga tíð til hvíld og svøvn: Fyri hvørt samdøgur skal hvílitíðin vera í minsta lagi tíggju tímar og ikki styttri enn fýra tímar samanhangandi. Vikið kann verða frá hesum reglum fyri fiskiskip, tó soleiðis, at um viðurskiftini ikki gera tað ógjørligt, skal hvílitíðin í minsta lagi vera átta tímar um samdøgrið. Sunnu- og halgidagar má ikki verða álagt sjómanni at gera arbeiði, sum til ber at bíða við, eins og høvi eigur at vera til at halda guðstænastu umborð.

Umhugsað eigur at vera, at oman fyri nevndu viðurskifti verða regulerað við heimild í § 8 í lóg um trygd á sjónum, og at sjómannalógin verður broytt samsvarandi, og eigur hetta at verða gjørt í sambandi við eina nýmótansgerð av sjómannalógini.

Til vernd av manningini móti arbeiðs- og heilsuskaðum, eru við heimild í galdandi lóg um skipatrygd ávísar reglur ásettar um, hvussu skip og tól umborð tøkniliga skulu vera innrættað. Dømi um hetta eru krøv um rekkverk, dúrk, avskerming av tólum, trappur og leidarar, innrætting av arbeiðsstøðum og uppihaldsrúmun. Mørk eru sett fyri, hvussu nógvur gangur kann vera í teimum einstøku rúmunum umborð.

Tá talan er um tiltøk í sambandi við fyribyrging av heilsuskaðum umborð, eru, í mun til danska lóggávu, at kalla ongar reglur galdandi í Føroyum við heimild í hesi lóg. Í danskari lóggávu eru hesar reglur ásettar í "Meddelelser fra Søfartsstyrelsen A, Forskrifter for arbejdsmiljø i skibe". Sum dømi kunnu verða nevnd fyribyrging av krabbameinsvanda við flutningi av serligum evnum, læknakanningar av heilsuumhvørvi umborð, arbeiðsumhvørvisráð v.m.

Í § 8 í lógini er heimild til at seta arbeiðsumhvørvisreglur á sjónum í gildi í Føroyum.

Til § 9:
Tað er av týdningi fyri teir ábyrgdarhavandi umborð, at allar viðkomandi lógir, kunngerðir og aðrar reglur, ið eru í gildi fyri viðkomandi skip, eru umborð, og harafturat vegleiðingar skrivaðar á lættskiljandi máli.

Ymiskt er frá skipi til skip, hvørji skipsskjøl skulu vera umborð:
Eftirlitsbók skal vera umborð á øllum skipum, sum eru undir eftirlitsskyldu. Eftirlitsbókin skal vera góðkend av Skipaeftirlitinum, og hvørja ferð sýn verður hildið, verður tað váttað í bókini við upplýsingum um møgulig útistandandi krøv.

Skipsdagbók skal vera umborð á skipum, hvørs siglingarleiðir eru uttan fyri hesi øki: Norðsjógvurin eystan fyri 3 stig E og sunnan fyri 62 stig N, Eystursjógvurin og 30 fjórðingar úr Grønlands strondum. Øll farmaskip størri enn 300 BRT skulu hava skipsdagbók umborð, sama hvør siglingarleiðin er, og somuleiðis øll ferðamannaskip í siglingarleiðum longri enn fýra tímar. Skiparin hevur ábyrgdina av, at skipsdagbókin verður førd. Skipsdagbókin skal vera góðkend av Skipaeftirlitinum.

Eitt og hvørt motorskip við størri maskinu enn 300 Hk skal hava maskindagbók umborð. Maskinmeistarin førir bókina undir skiparans ábyrgd, og bókin skal vera góðkend.

Radiodagbók ella samskiftisdagbók skal vera umborð á øllum skipum, sum hava radiostøð. Bókin verður førd undir skiparans ábyrgd og nýtist ikki at vera góðkend.

Við heimild í § 300 í teirri í Føroyum galdandi sjólógini (lógarkunngerð nr. 141 frá 01.04.1985, sum broytt við kgl. fyriskipan nr. 305 frá 7.05.1997) eru gjøllari reglur um skipsbøkur ásettar í Bekendtgørelse for Færøerne om Skibsbøger nr. 170 frá 16.03.1995. Í § 7 í hesi kunngerðini er ásett, at skyldan at føra dagbók ikki er galdandi fyri fiskiskip heimahoyrandi í Føroyum, sum føra góðkenda bók eftir reglum ásettum av heimastýrinum. Hesar reglur eru at finna í kunngerð nr. 93 frá 27.06.1994 um veiðidagbøkur og fiskivinnuhagtøl fyri føroysk fiskifør. Kunngerðin søkir sær heimild í § 9, stk. 1 og §§ 32 og 33 í lógini um vinnuligan fiskiskap, løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998. Heimildin er kanska heldur ivasom, av tí at nevndu greinir í lógini ikki beinleiðis heimila landsstýrismanninum at áleggja skyldu at føra skipsdagbøkur.

Nevnast kann, at tilsvarandi heimildir sum í § 300 í føroysku sjólógini eru í § 4 í lógini um skipatrygd (lóg nr. 98 frá 12.03.1980, sum broytt við fyriskipan nr. 583 frá 30.06.1994). Helst átti § 300 í føroysku sjólógini at verið sett úr gildi, tá lógin um skipatrygd kom í gildi fyri Føroyar. Avtalað er, at føroyska sjólógin verður dagførd soleiðis, at hon verður betri í samsvar við donsku sjólógina. Hesar heimildir verða nú í § 9, og tá nýggja lógin kemur í gildi, verður lógin um skipatrygd avtikin.

Tilbúgvingarætlanir í sambandi við fyribyrging fyri dálking frá skipum kunnu til dømis fevna um útgerð til máting av oljuinnihaldi í vatni, ið skal pumpast yvirborð. Tílík útgerð skal vera í maskinrúminum á øllum skipum, meðan tangaskip harafturat skulu hava mátarar á øllum oljutangum.

Til tess at fyribyrgja dálking frá skipum, orsakað av eitt nú olju ella øðrum evnum í lensivatni, eru reglur í §§ 10, 15, 16, 20a, 37 og 46 í havumhvørvislógini um oljujournalir v.m. Hesar reglur fara úr gildi, tá lógin um trygd á sjónum kemur í gildi, av tí at heimildirnar til at áseta reglur um hesi viðurskifti nú eru í §§ 9, 11 og 18.

Krøvini sambært havumhvørvislógini eru hesi:

§ 10: Øll oljutangaskip 150 BRT ella størri og onnur skip 400 BRT ella størri, ið brúka olju sum brennievni, og pallar skulu føra oljujournal.
§ 15: Flótandi evni, olja tó undantikin, ið verða førd til og frá føroyskum havnum, skulu skrásetast.
§ 16: Kemikaliutangaskip skulu føra journal yvir øll vandamikil flótandi evni.
§ 20a: Øll skip 400 BT ella størri og øll ferðamannaskip, ið eru góðkend til 15 ferðafólk, skulu føra journal yvir burturkast.
§ 37: Øll oljutangaskip 150 BT ella størri og onnur skip 400 BT ella størri skulu hava góðkenda tilbúgvingarætlan fyri oljudálkingar umborð.
§ 46: Ráðharrin kann áseta reglur um sýn av tangum á oljutangaskipum at kanna um samsvar er millum upplýsingar um førda olju og lensingar og funnar oljuleivdir umborð.

Skotið verður upp, at oman fyri standandi reglur í havumhvørvislógini verða settar úr gildi, tá hendan lógin kemur í gildi.

Til § 10:
Stuttleikafør undir 20 BT verða vanliga ikki sýnað á sama hátt sum vinnuliga rikin skip. Serreglan um stuttleikafør kom inn í donsku lógina um skipatrygd í 1995 og er ikki sett í gildi í Føroyum. Reglan byggir á eitt ES direktiv, men hóast Føroyar ikki eru limur í ES, verður hildið beinast at hava líknandi heimildir í føroysku lógini, ikki minst av teirri grund, at flestu stuttleikafør, ið verða innflutt til Føroyar, helst koma úr einum ES landi. Sama verður galdandi fyri møguligan útflutning av tílíkum førum.

Heimildin ger tað møguligt at áseta reglur um framleiðslu, marknaðarføring og sølu av stuttleikaførum. Helst verður mannagongdin tann, at framleiðarar og innflytarar skulu lata Skipaeftirlitinum tekningar, tekniskar frágreiðingar og annað tilfar fyri at fáa sonevnda sniðgóðkenning ("typegodkendelse").

Viðvíkjandi skipaútgerð, persónligum verndarútbúnað v.m. verða líknandi reglur ásettar um góðkenning til tess at skapa heimild fyri eftirliti við tílíkum útbúnað, ið kann vera av alstórum týdningi fyri trygdina hjá skipi og manning. Heimild verður eisini at seta bann fyri sølu av tílíkum lutum, ið roynast vandamiklir, og at krevja lutir, ið seldir eru, innaftur og at geva neyðug boð og forboð í hesum sambandi, jbr. § 10, stk. 2.

Til § 11:
Reglan um skyldur avskiparans í sambandi við vøruflutning á sjónum kom inn í donsku lógina um skipatrygd í 1992 og er ikki sett í gildi í Føroyum.

Nútímans flutningur í bingjum og øðrum afturlatnum íløtum hevur við sær, at tað bert er avskiparin, ið kann geva gjøllari upplýsingar um, hvat tað er, sum kemur umborð á skipini sum farmur, skal ikki alt latast upp og kannast. Neyðugt er tí at hava heimild til at áleggja avskiparanum at geva tílíkar upplýsingar, undir hesum eisini at áleggja honum skyldur í sambandi við bjálving, merking v.m. Verða ikki givnar rættar upplýsingar, kann tað gerast vandamikið fyri skip og manning, serstakliga tá tað snýr seg um vandamiklan farm, eisini av teirri grund, at manningin ikki verður før fyri í einari vandastøðu at gera tað, sum neyðugt er, við tílíkan farm, er hann skeivt merktur, ella eru upplýsingar annars um farmin ikki eftirfarandi.

Vandamikil farmur verður bólkaður sambært IMO International Maritime Dangerous Goods Code í 9 flokkar. Nevnast kunnu t.d. spreingievni, samantrýst luftevni, eldfimur løgur, oxiderandi evni, eitrandi evni, smittuvandamikil evni, radioaktiv evni, terandi evni v.m.

Restin av greinini er í høvuðsheitum samsvarandi teimum reglum, ið galdandi eru í Føroyum, jbr. § 7, stk. 1 og 2 í lóg um skipatrygd, tó við undantaki av regluni um livandi dýr.

Til § 12:
Reglan um ferðasníkar kom inn í donsku lógina um skipatrygd í 1998 og er ikki í gildi í Føroyum.

Ferðasníkar er ein vaksandi trupulleiki í altjóða skipaferðslu, serliga í londum, har livikorini ikki eru eins góð og í teimum meira framkomnu londunum.

Við heimild í nýggju § 5, stk. 3 í donsku lógini, er Teknisk Forskrift om blindpassagerer i skibe (BEK nr 9753 af 04/06/1998) sett í gildi. Fyriskipanin er ikki galdandi fyri føroysk skip. Tað liggur á skiparanum at ansa eftir, at ferðasníkar ikki koma umborð. Hendir tað, skulu teir verða viðfarnir á mansømiligan hátt. Harafturat eru ásettar reglur um mannagongdir, ið skulu tryggja, at tílík ferðafólk ikki verða fyri vanda ella skaða orsakað av reinsan av skipi ella last. Ikki er loyvt at avmarka teirra persónliga frælsi umborð meira enn neyðugt, og tað kann heldur ikki verða kravt, at teir gera vanligt skipsarbeiði.

Við lógini verður heimild at seta reglur, sum eru grundaðar á eina fyriskipan frá IMO um ferðasníkar, í gildi.

Til § 13:
§ 13 heimilar at áseta reglur um kanning av vanlukkum á sjónum til tess at staðfesta vanlukkuorsøkir og at fyribyrgja vanlukkum, har annaðhvørt føroysk skip eru uppií, ella talan er um aðrar vanlukkur við tilknýti til Føroyar. Hvussu ein tílík skipan skal fremjast í verki, er torført at siga nakað ítøkiligt um, av tí, at tey krøv til serfrøðingar og aðrar medvirkandi í tílíkum kanningararbeiði, sum kunnu hugsast at verða neyðug, kunnu vera reiðiliga stór og ymisk frá máli til mál.

Við IMO samtykt A. 849(20) frá 1997 varð heitt á limalondini um at samstarva í størstan møguligan mun um kanning og uppkláring av vanlukkum, har útlendsk skip vóru uppií.

Flestu lond, har sjóvinna og skipaferðsla hava týdning, leggja stóran dent á at økja um trygd teirra sjófarandi. Ein týðandi partur av hesum arbeiði er at fylgja við og skráseta allar vanlukkur til sjós, til tess at staðfesta orsøkina og fyribyrgja, at tílíkar vanlukkur henda aftur. Ymiskt er, hvussu hetta arbeiðið er skipað frá landi til land, men vanligt er, at tílíkar vanlukkur verða skrásettar hjá viðkomandi myndugleikum, ið síðan senda fráboðan til Skipaeftirlitið, sum hevur ta yvirskipaðu ábyrgdina av trygdini.

Dentur eigur at verða lagdur á, at endamálið við tílíkum kanningum er at finna fram til vanlukkuorsøkina til tess at fyribyrgja, at tílíkar vanlukkur henda í framtíðini, soleiðis at bøtt verður um trygdina. Endamálið við kanningini er ikki at taka støðu til møguliga revsi- ella endurgjaldsábyrgd orsakað av vanlukkuni.

Sambært § 301 í sjólógini skal sjófrágreiðing verða givin, eitt nú um nakar er horvin, komin álvarsliga til skaða ella er deyður, ella um skip ella farmur hava verið fyri skaða av týdningi. Endamálið við sjófrágreiðingini er so vítt gjørligt at fáa fullfíggjaðar upplýsingar um veruligu umstøðurnar, tá vanlukkan hendi og vanlukkuorsøkina, undir hesum upplýsingar um viðurskifti, sum hava týdning fyri meting um sjódyggleika skipsins ella trygdina á sjónum. Sjófrágreiðing verður givin í rættinum ella eftir umstøðunum fyri konslum ella øðrum, ið eru góðkendir av uttanríkisráðnum at taka ímóti sjófrágreiðing. Tá biðið verður um sjófrágreiðing, skal váttað útskrift av skipsbókunum liggja við saman við manningarlista.

Undir ávísum treytum kann viðkomandi danski ráðharri sambært § 311 í sjólógini seta eina kanningarnevnd av sakkønum við einum dómara sum formanni at kanna vanlukkur, har ikki nóg góðar upplýsingar eru fingnar til vega á annan hátt, ella um atlit til trygdina á sjónum tala fyri tí.

Galdandi sjólóg í Danmark (lov nr. 170 af 16. marts 1994, som ændret ved lov nr. 205 af 29. marts 1995, lov nr. 394 af 22. maj 1996, lov nr. 14 af 13. januar 1997 og lov nr. 886 af 3. december 1997) hevur m.a. broytt reglurnar um sjófrágreiðing.

Í Danmark varð ein kanningardeild, Søfartsstyrelsens Opklaringsenhed, stovnað í 1990 undir Søfartsstyrelsen at taka sær av at kanna vanlukkur á sjónum. Henda kanningardeildin er skipað sum sjálvstøðug deild í Søfartsstyrelsen, men kortini undir somu leiðslu. Deildin hevur ábyrgdina av uppkláring av sjóvanlukkum og álvarsligum arbeiðsvanlukkum umborð á donskum skipum og útlendskum skipum á donskum sjóøki.

Uppgávurnar og virkisøkið hjá kanningardeildini vórðu gjøllari lýstar í kunngerð nr. 78 frá 28. januar 2000 við heimild í lov om sikkerhed til søs. Hendan lógin er ikki galdandi í Føroyum, og í lógini um skipatrygd, sum er í gildi í Føroyum, er einki nevnt um, hvussu kanningar av vanlukkum á sjónum skulu skipast ella um serstaka kanningardeild. Sum er, er sostatt eingin lógarheimild í Føroyum fyri virkseminum hjá kanningardeildini. Kortini verða kanningar, sum viðvíkja føroyskum skipum, gjørdar av hesi deildini, tá treytirnar sambært kunngerðini eru loknar.

§ 1 í kunngerðini er soljóðandi:

Undersøgelse af ulykker, dødsfald til søs, samt forureningsuheld i forbindelse med bunkring, hvor danske skibe er involveret, foretages af en af Søfartsstyrelsens direktør hertil oprettet Opklaringsenhed. Enheden kan også undersøge tilfælde, hvor der har været en overhængende fare for sådanne ulykker. Enheden undersøger tillige ulykker ved dykkerarbejde, der er omfattet af lov om dykkerarbejde og dykkermateriel, samt ulykker på danske havanlæg, som ikke er omfattet af lov om visse havanlæg.
Stk. 2. Opklaringsenheden kan endvidere deltage i eller forestå undersøgelser af ulykker til søs på udenlandske skibe, såfremt der er knyttet danske interesser til ulykken. Såfremt ulykken er foregået uden for dansk territorialfarvand, foretages undersøgelsen i samarbejde med flagstatens søfartsmyndigheder.
Stk. 3. Opklaringsenhedens undersøgelsesarbejde foregår adskilt fra Søfartsstyrelsens øvrige funktioner og virksomhed. Enhedens medarbejdere kan dog i overensstemmelse med de herom gældende regler bemyndiges til at tilbageholde skibe, men deltager ikke i øvrigt i Søfartsstyrelsens tilsynsarbejde.

Endamálið við kanningunum er soleiðis lýst í § 2:

Formålet med undersøgelse af ulykker og dødsfald til søs, samt forureningsuheld i forbindelse med bunkring, er at tilvejebringe oplysninger om de faktiske omstændigheder ved ulykken og at klarlægge de årsager og det begivenhedsforløb, som har ført til ulykken, med henblik på, at der af Søfartsstyrelsen eller andre kan træffes foranstaltninger for at reducere risikoen for gentagelser. Undersøgelserne sigter ikke mod at tage stilling til de strafferetlige eller erstatningsretlige aspekter ved ulykkerne.

Kanningardeildin fær, tá umstøðurnar gera tað neyðugt, hjálp frá sakkønum í kanningararbeiðinum. Hesir skulu umboða serligan sakkunnleika í viðurskiftum viðvíkjandi farmaskipum og fiskiskipum.
Kanningardeildin skal beinanvegin hava boð um vanlukkur ella aðrar tilburðir av hesum slagi (§ 5, stk. 1 í kunngerðini):

Når et dansk handels- eller fiskeskib er involveret i kollision, påsejling, grundstødning, brand, eksplosion, lækage, slagside, kæntring, når der er sket en anden hændelse med væsentlig materiel skade til følge, eller når der om bord på skibet eller fra dette er indtruffet dødsfald eller alvorlig personulykke, skal Opklaringsenheden straks underrettes herom.

Tað er skiparin, ið hevur fráboðanarskylduna, ella um honum berst frá, reiðarin.

Kanningardeildin hevur heimild at krevja sjófrágreiðing sambært reglunum í sjólógini og kann eisini forða einum skipi at sigla, um kanningarnar krevja tað.

Árini 1997, 1998 og 1999 eru 21 frágreiðingar gjørdar um vanlukkur á sjónum, har føroysk skip hava verið uppií. Í hagtølunum hjá Søfartsstyrelsen sæst, at 20 aðrar vanlukkur, har føroysk skip hava verið uppií, eru skrásettar, uttan at hildið hevur verið neyðugt at skriva frágreiðingar.

Í almennu frágreiðingunum um kanningar gjørdar í 1997, 1998 og 1999 sæst, at tvey føroysk skip eru kannað í hesum tíðarskeiði, eitt fiskiskip, ið sakk vestan fyri Føroyar í september í 1997 og eitt strandfaraskip, har ein maður doyði av arbeiðsvanlukku í mai 1999.
Sambært hagtalsyvirlitinum hjá Søfartsstyrelsen hava tó 21 vanlukkur verið í tíðarskeiðnum 10. januar 1997 – 27. november 1999, ið hava kravt sjófrágreiðing.

Tað verður neyðugt í sambandi við yvirtøku av skipaeftirlitinum at fáa einhvørja skipan í lag um kanningar av vanlukkum, ið tryggjar eins nágreiniligar og álítandi kanningar, sum tær, ið greitt er frá frammanfyri. Dentur eigur at verða lagdur á, at endamálið við tílíkum kanningum er at staðfesta vanlukkuorsøkina sum ein týdningarmikil liður í tí arbeiði, ið framhaldandi eigur at verða gjørt til tess at minka um talið av vanlukkum.

Til § 14:
Reglurnar í kapittul 2 hava fyri størsta partin sín uppruna í altjóða avtalum, fyriskipaðar av IMO, ILO og øðrum altjóða felagsskapum, ið hava trygd á sjónum sum høvuðsvirksemi. Reglurnar fevna ógvuliga víða, frá størstu havgangandi ferðamannskipum til útróðrarbátar, ið royna við land. Harafturat kemur, at ein stórur partur av reglunum eru orðaðar sum tekniskar forskriftir, har minstu smálutir verða reguleraðir.

Samstundis sum lógin frá 1951 um eftirlit við skipum, (lov nr. 117. af 28. marts 1951 om tilsyn med skibe) hevði ávísar høvuðsreglur um trygd v.m. í sjálvari lógini, hevði hon í § 6 soljóðandi heimild til ráðharran at áseta nærri reglur: "Alle fornødne forskrifter til nærmere fastsættelse af de krav, som på grundlag af de foranstående hovedregler stilles til skibs og maskineris bygning og udstyr, udstedes af ministeren for handel, industri og søfart."

Í galdandi lóg frá 1980 um skipatrygd eru heimildirnar vorðnar víðari (§§ 2, stk. 5 til 8). M.a. hevur avvarðandi ráðharri heimildir til at áseta gjøllari reglur um skipabygging, útgerð, farmamerki o.s.fr., uttan at lógin sjálv hevur stórvegis fyriskipanir um hesi viðurskifti.

Tann í Danmark galdandi lóg um trygd á sjónum er farin longri og gevur í § 3 ráðharranum heimild til at "fastsætte regler om skibes bygning, udstyr og drift, herunder om", síðan koma nøkur dømi um, hvørjar reglur ráðharrin kann áseta. Viðmerkingarnar til lógina siga greitt, at tað snýr seg um dømi, sum ikki skulu skiljast sum nøkur verulig avmarking av heimildum ráðharrans at áseta gjøllari reglur innan lógarkarmin.

Lógin er, eins og tær lógir, ið vóru galdandi frammanundan henni, í stóran mun skipað sum heimildarlóg. Tað er helst ógjørligt at lóggeva á annan hátt um viðurskifti, ið fevna so víða sum frá krøvum til tekniskar innleggingar í ávísum skipasløgum til krøv um upplýsingar avskiparans um innihald í farmasendingum. Kortini eru heimildirnar í sjálvum lógartekstinum avmarkaðar og ikki, sum í galdandi donsku lógini, so víttgangandi, at nærum eingin avmarking er í lógini.

Tá ræður um altjóða reglur, sum Føroyar eru bundnar av, er tó ásett í § 14, at landsstýrismaðurin fær heimild at seta tílíkar reglur í gildi út um tað, sum fyriskrivað er í §§ 6 til 12.

Í § 5 er ásett, at landsstýrismaðurin á hvørjum ári skal kunna Løgtingið um tær reglur, ið settar eru í gildi til tess at tryggja innlit Løgtingsins.

Altjóða reglur um skipatrygd v.m. fevna í høvuðsheitum um ferðamannaskip í altjóða sigling og um farmaskip, 500 tons ella størri í altjóða sigling. Eitt nú eru fiskiskip og strandfaraskip stórt sæð óregulerað í altjóða reglum, og tí verður tað hildið at vera rætt, sbr. seinasta petti í § 14, at skapa møguleika fyri, í tann mun tørvur er á tí, at lata tílíkar reglur koma í gildi fyri hesi skipasløg. Sum dømi kann verða nevndur Torremolinos sáttmálin frá 1977/93 um fiskiskip, ið ongantíð er vorðin formliga galdandi, av tí at ov fá lond hava tikið undir við honum. Kortini hava fleiri lond, eitt nú øll ES londini og Ísland, sett hann í gildi sum tjóðarrætt.

Til § 15:
Stk. 1: Samsvarandi reglur eru longu í gildi í Føroyum, sí § 8 í lógini um skipatrygd. Meðan høvuðsreglan er, at nýggj krøv eru galdandi fyri øll skip, er í § 15, stk. 1 skapt heimild fyri, at skip, hvørs kjølur er strektur, ella sum eru á samsvarandi byggistigi, tá nýggjar reglur verða givnar, kunnu verða undantikin heilt ella partvís, tó soleiðis, at serlig fyrivarni skulu verða tikin, tá tað snýr seg um verju móti havdálking og trygd v.m.

Heimildin at veita undantøk er galdandi bæði fyri skip undir bygging á føroyskum skipasmiðjum og fyri skip, ið verða keypt úr útlondum. Ofta verður ført fram, at Skipaeftirlitið setir ov stór krøv til skip, ið verða keypt eitt nú úr grannalondum, har krøv til trygd mugu haldast at vera eins strong sum í Føroyum. Sambært mannagongdunum hjá Skipaeftirlitinum er høvuðsreglan tann, at innflutt skip, sum eru eldri enn 15 ár, skulu lúka somu krøv sum nýbygd skip, tó verður hugt at hvørjum skipi sær, og rímilig undantøk kunnu verða veitt, um trygdin ikki verður sett í vanda.

Stk. 2: Í galdandi lóg um skipatrygd § 2, stk. 5, seinasta petti er nærum einsljóðandi heimild til at áseta lagaligari reglur fyri smærri skip og varðveitingarverd skip. Lógin er sum høvuðsregla galdandi fyri øll skip, men hildið verður rímiligt at kunna víkja frá ávísum krøvum fyri hesi skip. Gjøllari reglur um varðveitingarverd skip eru ásettar í Teknisk forskrift om bevaringsværdige skibe nr. 15 frá 20.11.2000. Í Føroyum er tað Føroya Fornminnissavn, ið ger av, hvørji skip eru varðveitingarverd sambært teimum reglum, ið ásettar eru í fyriskipanini.

Kapittul 3
Eftirlit við skipum v.m.

Sambært § 2, stk. 2 er tað Skipaeftirlitið, ið fyrisitur lógina undir ábyrgd landsstýrismansins. Nøkur av høvuðsevnunum í umsitingini verða:

– Áseting av nærri reglum við heimild í lóg um trygd á sjónum, ið verða kunngjørdar í Fráboðanum frá Skipaeftirlitinum, í staðin fyri sum nú í Meddelelser fra Søfartsstyrelsen.

– Gerð av kunngerðum v.m., ið neyðugar eru til uppihalding og dagføring av aðrari lóggávu undir Skipaeftirlitinum.

– Umsiting av samskiftinum við IMO og aðrar avvarðandi altjóða felagsskapir og stovnar. Sama hvussu viðurskifti Føroya við IMO v.m. verða skipað, er neyðugt at fylgja við í tí, sum hendir í altjóða samstarvi, av tí at flestu reglur á økinum hava sín uppruna í altjóða sáttmálum.

– Sýn av skipum, undir hesum kanningar av vanlukkum á sjónum v.m.

Í kapittul 3 er gjøllari fyriskrivað, hvussu skip verða sýnað, og hvør hevur ábyrgd av hesum, meðan hinar uppgávurnar, ið Skipaeftirlitið hevur at umsita, eru umrøddar aðrastaðni.

Til § 16:
Sambært lógini er tað sum høvuðsregla Skipaeftirlitið, ið stendur fyri og hevur ábyrgdina av, at tey fyriskrivaðu sýnini verða gjørd. Landsstýrismaðurin kann kortini heimila øðrum at sýna skip undir ábyrgd mótvegis Skipaeftirlitinum. Her verður serliga hugsað um klassafeløg, ið frammanundan gera reglulig sýn av klassaðum skipum. Klassasýn fevna í høvuðsheitum um skrokk, maskinarí og ravmagnsinnleggingar, meðan eitt nú krøv til manning, trygdarútgerð, tilbúgving v.m. (tey sonevndu operationellu krøvini) ikki hoyra undir klassan, men undir Skipaeftirlitinum. Vanligt er at siga, at uml 80% av sýnsarbeiðinum hoyrir undir klassan, meðan hini 20%ini hoyra undir Skipaeftirlitinum. Hetta er kortini bert galdandi fyri skip, sum eru í klassa.

Í Danmark hevur Søfartsstyrelsen neyvt eftirlit við teimum klassafeløgum, ið Søfartsstyrelsen hevur givið heimild til at sýna skip vegna myndugleikarnar. At lætta um arbeiðið hjá Skipaeftirlitinum er avtala gjørd um, at sýn av skipum, ið eru kravd í trygdarsáttmálunum hjá IMO, bert kunnu heimilast teimum klassafeløgum, ið eru góðkend av donsku ríkismyndugleikunum.
Sum nú er, eru hesi klassafeløg góðkend at sýna skip vegna Søfartsstyrelsen: American Bureau of Shipping (ABS), Bureau Veritas (BV), Det Norske Veritas (DNV), Germanischer Lloyd (GL), Lloyd´s Register of Shipping (LR) og Nippon Kaiji Kyokai (NK).

Tað er tí reiðiliga náttúrligt, og er eisini galdandi í flestu grannalondunum, at góðkend klassafeløg fáa til uppgávu at gera sýnsarbeiði fyri tað almenna, tá ræður um tey skip, sum eru í klassanum. Hetta verður vanliga gjørt við einari avtalu millum Skipaeftirlitið og klassan, einari sonevndari klassaavtalu, har uppgávur, treytir og ábyrgd eru gjøllari avtalaðar. Grundreglurnar í sambandi við heimildir til klassafeløg at gera kanningar og sýn vegna Skipaeftirlitið eru ásettar í SOLAS-, MARPOL- og farmamerkjasáttmálunum og í IMO samtykt A.739 (18) Guidelines for the Authorization of Organizations acting on behalf of the Administration.

Sjálvt um Skipaeftirlitið hevur heimilað klassanum at sýna, verða tey sýn, ið klassin ger, gjørd undir ábyrgd fyrisitingarinnar. Somuleiðis er tað Skipaeftirlitið, ið hevur eftirlit við, at tað sýnsarbeiðið, sum klassin ger sambært avtaluni, verður gjørt forsvarliga og sambært galdandi reglum.

Ein av grundunum til, at tílíkar klassaavtalur eru so vanligar, er, at tað almenna á henda hátt sparir arbeiði, sum í staðin verður gjørt av tí privata klassafelagnum, sum skal hava gjald fyri sítt arbeiði. Samanumtikið verður tað helst dýrari fyri reiðaríini, at klassin eisini ger sýnsarbeiði fyri tað almenna, ið vanliga ikki tekur fult gjald fyri sítt sýnsarbeiði.

Umframt klassan kann talan vera um at lata onnur privat feløg, so sum samskiftisfyritøkur, ravmagnsfyritøkur og aðrar fyritøkur við serkunnleika hvør á sínum øki, og privatpersónar, eitt nú royndar skipsverkfrøðingar, navigatørar og maskinmenn, gera sýnsarbeiði av ávísum slagi og í ávísum førum.

Til § 17:
Ásett er, at Skipaeftirlitið skal góðkenna brúk av skipum. Hetta verður gjørt við teimum sonevndu teknisku fyriskipanunum, sum eru galdandi fyri tey ymisku skipasløgini: Fiskiskip, farmaskip, ferðamannaskip og stuttleikaskip. Lýkur skipið galdandi krøv sambært viðkomandi fyriskipanum, útskrivar Skipaeftirlitið siglingarloyvi, og harvið er skipið góðkent til tað ætlaða brúkið. Í siglingarloyvinum er ásett, hvat brúk skipið er góðkent til, loyvda siglingarøkið og fyri ferðamannaskip eisini loyvt ferðafólkatal.

Umframt kravda siglingarloyvið skulu fleiri onnur próvskjøl vera umborð, eitt nú:

– er skipið í klassa, skal tað hava próvskjøl innan tey øki, klassin sýnar, t.d. styrki, maskinarí og innrætting til fyribyrgjan fyri havdálking,

– er skipið ikki í klassa, skal tað hava tilsvarandi próvskjøl frá myndugleikanum,

– próvskjøl fyri trygdarútgerð, t.d. bjargingarbátar og davidar,

– farmamerkispróvskjal (handilsskip),

– próvskjal fyri skipastødd (málibræv),

– lossingaramboð, undir hesum dekskranar,

– samskiftisútgerð og navigatiónstól,

– skip yvir 20 tons skulu hava manningarskjal.

Av øðrum próvskjølum til handilsskip yvir 500 tons og ferðamannaskip kann nevnast ISM-próvskjal. Ferðamannaskip, sum skulu hava árligt sýn, skulu hava serligt próvskjal sum váttan fyri, at skipið kann hava ferðafólk umborð.
Onnur skip, sum føra vandamiklan farm, t.d. olju, gass og kemikaliir, skulu hava serlig próvskjøl fyri, at tey kunnu føra hendan farm. Umfamt hetta skulu hesi skip eisini hava váttan frá myndugleikunum um, at verður talan um álvarsliga dálking, verður endurgjald partvís rindað úr einum altjóða grunni til hetta endamál.

Umborð á øllum skipum skal vera eitt tjóðskaparbræv, sum staðfestir eigaraviðurskifti og tjóðskap.
Skip skulu góðkennast, bæði tá talan er um nýbygging, innflutning og munandi umbygging.

Við nýbygging skal Skipaeftirlitið hava tekningar, byggifrágreiðingar og aðrar viðkomandi upplýsingar til góðkenningar, áðrenn byggingin byrjar. Innflutt skip skulu góðkennast, áðrenn tey fáa siglingarloyvi, og er talan um munandi umbygging, har fortreytirnar fyri galdandi siglingarloyvinum kunnu verða broyttar, skal skipið góðkennast av nýggjum fyri at varðveita siglingarloyvið. Tá metast skal um støddina á umbyggingini, verður gingið eftir, um vektin á skipinum er broytt so nógv, at hetta hevur fingið ávirkan á støðufestið, um støddin á skipinum er broytt, um broytingar eru gjørdar, sum kunnu ávirka styrkina á skipinum, um skipið hevur fingið aðra høvuðsmaskinu, og um stórar umbyggingar eru framdar í manningarrúmum v.m.

Verður staðfest við seinni sýni, at skipið ikki lýkur tær treytir, ið galdandi eru sambært teknisku fyriskipanunum, og verða tey funnu brekini ikki rættað, kann Skipaeftirlitið taka siglingarloyvið aftur, um tað snýr seg um brek av ávísum týdningi fyri trygd v.m.

Til § 18:
Fyri at Skipaeftirlitið kann tryggja, at skipini lúka ásetingarnar í lógini og teimum teknisku fyriskipanunum, er neyðugt, at skipini verða sýnað eftir nærri ásettum reglum og við nærri ásettum millumbilum.

Fyrsta sýn, eisini nevnt høvuðssýn, verður hildið, tá skip fyrstu ferð verða tikin upp í skipaskránna, annaðhvørt sum nýbygd ella innflutt. Er talan um munandi umbyggingar, verður skipið mett sum nýbygt, tá ræður um sýn.

Reglurnar um sýn eru gjøllari lýstar í Meddelelser fra Søfartsstyrelsen nr.3/88. Skilað verður millum ferðamannaskip, farmaskip og fiskiskip.

Høvuðssýn fevnir um kanning av skrokki, maskinaríi og útgerð. Somuleiðis fevnir sýnið um kanning av byggitilfari, lensiskipanum, ketlum, høvuðs- og hjálpimotorum, ravmangsinnleggingum, samskiftisútgerð, bjargingar- og brunaútgerð, siglingartólum, útgerð til fyribyrging av dálking v.m.
Regluligt sýn, ið skal verða hildið við tíðarvissum millumbilum, skal tryggja, at skipið framvegis lýkur øll krøv, ið vórðu sett skipinum við høvuðssýn umframt møgulig nýggj krøv. Regluligt sýn kann vera bæði fullfíggjað sýn og sýn til trygging av, at ávís krøv eru lokin, eitt nú botnsýn, samskiftissýn, fríborðsýn v.m. Krøvini til títtleika av sýni eru ymisk, alt eftir um talan er um konstruktiv krøv ella krøv til sjálva útgerðina umborð.

Eykasýn krevst, eitt nú um ávísir partar av skipinum eru umbygdir ella umvældir, eins og um útgerðin er munandi broytt. Eykasýn merkir eisini, at Skipaeftirlitið kann gera ófráboðað sýn.
Við heimild í stk. 2 verða nærri reglur um sýn av skipum ásettar. Hesar reglur finnast í dag í oman fyri nevndu teknisku fyriskipan frá Søfartsstyrelsen. Høvuðsreglan er, at øll skip eru fevnd av lógini (sbr. § 1, stk. 1) og koma sostatt undir reglurnar um sýn. Tó kunnu frávik verða gjørd fyri smáskip, frítíðarskip og aðrar flótandi eindir, ið víkja so nógv frá vanligum skipum, at sýn ikki eigur at verða kravt. Heimildin at áseta tílíkar reglur fyri ávís skip skal skiljast soleiðis, at tað snýr seg ikki um einstøk skip, men heldur um ávís sløg av skipum.

Stk. 3. Á sama hátt sum sýn av skipum kunnu reglur setast um eftirlit við teirri í §§ 6 og 7, stk. 2 og §§ 8 - 10 nevndu útgerð v.m.

Til § 19:
Starvsfólk hjá Skipaeftirlitinum, eins og onnur, sum eru heimilað at sýna skip, hava rætt til at fara umborð í sýnsørindum uttan frammanundan at hava fingið rættarúrskurð. Hetta er eisini galdandi fyri skip undir bygging. Hetta er longu galdandi sambært lógini um skipatrygd og verður hildið at vera neyðugt at lætta um arbeiðið, so at sleppast kann undan seinkingum, tá eitt mál hevur skund. Ein onnur orsøk er, at myndugleikarnir sambært altjóða reglum hava ávísar skyldur at tryggja, at føroysk skip lúka tey ásettu trygdarkrøvini. Skuldi tað hent, at Føroyar gerast limir í havnaeftirlitsskipanini (Port State Control), verður tað eisini ein skylda mótvegis hinum limalondunum at kanna eitt ávíst tal av fremmandum skipum, ið koma í føroyskar havnir.

Løgmætisprógv (legitimatión) skal vísast, um biðið verður um tað til tess at tryggja, at tann, ið hevur ábyrgdina umborð, veit at tað snýr seg um sýn.

Reiðari og aðrir, ið varða av skipinum, hava skyldu at vera sýnsfólkinum til hjálpar og veita allar upplýsingar, ið neyðugar eru í sýnsarbeiðinum. Hinvegin áliggur tað sýnsfólkinum at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at tað slepst undan óneyðugum tarni fyri skipið og arbeiðið umborð.

Til § 20:
Sambært kapittul 2 í fyrisitingarlógini eru ávísar reglur galdandi um gegni teirra, ið starvast í almennu fyrisitingini. Hesar reglur eru eisini galdandi fyri starvsfólkið hjá Skipaeftirlitinum.

§ 20 stk. 1 hevur sína fyrimynd í lógini frá 1951 um sýn av skipum. Hildið verður, at arbeiðið hjá Skipaeftirlitinum, ið fevnir um eitt so týdningarmikið øki sum skipatrygd, og sum harafturat gevur fyrisitingini so umfatandi myndugleika á økinum, krevur, at starvsfólkið er óheft av øllum áhugamálum, ið kundu givið illgruna um teirra gegni. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at starvsfólk og onnur ikki kunnu eiga partabrøv í reiðaravirksemi. Avgerandi er, at viðkomandi ikki skal hava virknan lut í tílíkum virksemi, sum ásett í § 20.

Til § 21:
Í stk. 1 er álagt løgreglu, tollarum, arbeiðseftirliti og havnamyndugleikum at boða Skipaeftirlitinum frá, um tey verða varug við umstøður, sum eru í stríð við lógina ella reglur ásettar sambært lógini. Hetta verður hildið at vera neyðugt til tess at fyribyrgja, at vanlukkur standast av brekum, ið høvdu kunnað verið rættað, um sjóvinnumyndugleikarnir høvdu vitað um brekini.

Stk. 2: Læknar, ið annars hava umfatandi tagnarskyldu, hava fráboðanarskyldu um heilsuskaðilig viðurskifti umborð. Endamálið er at útvega myndugleikunum neyðugar upplýsingar um grundirnar til arbeiðsskaðar, eitt nú tá tað snýr seg um flutning av vandamiklum farmi. Allir sjómenn skulu til læknakanningar við regluligum millumbili, og tað kann tí hugsast, at læknar gerast kunnugir við umstøður umborð, ið elva til heilsuskaða. Tað er tí umráðandi, at hesar upplýsingar koma til kunnleika hjá røttu myndugleikunum í sambandi við fyribyrgjandi arbeiði. Á hendan hátt slepst eisini undan, at sjómaðurin sjálvur skal boða frá tílíkum viðurskiftum.

Nærri reglur verða ásettar av landsstýrismanninum um hesi viðurskifti.

Kapittul 4
Klassafeløg v.m.

Altjóða klassafeløg, ið søguliga hava sín uppruna í London í 18. øld, hava í dag sera stóran týdning fyri skipatrygd og trygd á sjónum sum heild. Klassarnir, ið eru privat vinnurekandi feløg, hava gjøgnum tíðirnar bygt upp eina umfatandi vitan, ikki bert um tey skip sum eru í teirra egna klassa, men um skipaferðslu og –trygd sum heild. Tey størstu klassafeløgini hava eisini virknan lut í fyrireiking og tilevning av altjóða sáttmálum um trygd á sjónum.

Tá eitt skip er skrásett sum klassað í einum góðkendum klassafelag, er tað at rokna sum ein óheft trygd fyri, at tey minstukrøv, ið felagið hevur sett til bygging og útgerð av skipinum, eru lokin. Krøvini hjá klassafeløgunum byggja á altjóða reglur og eru ikki lakari enn tey krøv, ið galdandi eru sambært hesum reglum.

Høvuðsuppgávurnar hjá einum klassafelagi eru at klassa skip eftir teimum reglum, ið galdandi eru fyri viðkomandi klassafelag og at gera lógarásett klassasýn. Fleiri av teimum góðkendu klassafeløgunum eru samskipað í einum altjóða klassafelagi: International Association of Classification Societies (IACS).

Til § 22:
Sambært § 16 er tað sum høvuðsregla Skipaeftirlitið, ið sýnar skip. Víst verður til viðmerkingarnar til § 16. Sambært § 22 er heimild at veita øðrum, undir hesum fyrst og fremst klassafeløgum, løggilding at sýna skip undir ábyrgd fyrisitingarinnar. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at krøvini hjá klassafeløgunum í stóran mun eru tikin við í reglurnar hjá Søfartsstyrelsen.

Áherðsla eigur at verða løgd á, at tað eru myndugleikarnir, ið hava fullu ábyrgdina av, at tey skip, ið sigla undir føroyskum flaggi, lúka øll krøv, ið ásett eru í teimum altjóða sáttmálum, ið landið er bundið av. Til tess at halda hesar skyldur, er tað eitt grundleggjandi krav, at landið setir á stovn og heldur uppi einum fullgóðum eftirliti við teimum skipum, ið sigla undir landsins flaggi. Hesi krøv fevna m.a. um:

– at forða hesum skipum at sigla, lúka tey ikki øll krøv sambært altjóða reglum og standardum,

– at kanna skipini regluliga til tess at tryggja, at tey til hvørja tíð lúka krøvini sambært teimum loyvisbrøvum, ið útskrivað eru av myndugleikunum,

– at seta tiltøk í verk móti teimum skipum, ið hava brotið altjóða reglur, sama hvar brotið er framt,

– at skapa heimildir í landsins lógum at revsa brot á altjóða reglur og standardir, og

– at hava umsjón við og tryggja, at manningin fær ta kravdu útbúgvingina og útskriva loyvisbrøv samsvarandi, eins og hava eftirlit við, at útbúgvingin til hvørja tíð lýkur altjóða krøv.

Tað er landsins Skipaeftirlit, ið undir ábyrgd landsstýrismansins hevur til uppgávu at útinna neyðuga eftirlitið. Av tí at flestu farmaskip yvir ávísa stødd, eins og ferðamannaskip, eru í einum klassafelag, ið sum nevnt framman fyri í viðmerkingunum til § 16, longu hevur eftirlit við meginpartinum av trygdarkrøvunum, er tað alt meira vanligt, at myndugleikarnir lata klassan gera tað sýnsarbeiðið, ið annars liggur á myndugleikanum at gera.

Í stk. 1 er skapt heimild fyri, at ein tílík skipan eisini kann verða sett í verk í Føroyum fyri øll skip. Tó má nevnast, at ein tílík skipan í verki helst, fyrst og fremst, verður galdandi fyri farmaskip, ferðamannaskip og fiskiskip, sum eru í klassa.

Sum ein náttúrligur liður í arbeiðinum kann viðkomandi klassi eisini heimilast at útskriva tey loyvisbrøv, ið staðfesta, at sýnið er gjørt, og treytirnar funnar at vera loknar.

Heimild er eisini at løggilda aðrar fyritøkur enn klassarnar og somuleiðis einstaklingar at gera sýnsarbeiði, útrokningar, kanningar og mátingar. Her verður einamest hugsað um seruppgávur, sum viðkomandi fyritøka ella einstaklingur hevur serkunnleika til, eitt nú útrokning av støðufesti og uppmáting av skipum v.m.

Stk. 2. Heimilað er landsstýrismanninum at løggilda fyritøkur ella einstakar persónar til at gera arbeiði, sum krevja góðkenning. Dømi um hetta eru sveisiarbeiði á berandi konstruktiónir, innleggjan av el og innleggjan av eldsløkkiútgerð v.m.

Stk. 3. Høvuðsgrundin til at veita løggilding til privat virki v.m. at gera arbeiði, ið krevur góðkenning, er at minka um arbeiðsbyrðuna hjá almennu fyrisitingini, og harvið eisini minka um útreiðslurnar hjá tí almenna. Ein fylgja av hesum er hinvegin, at tað privata virkið, ið ger arbeiðið, skal hava gjald, ið reiðarin má rinda, er ikki onnur skipan galdandi. Tað ber tí ikki til, at Skipaeftirlitið skal hava skyldu til at gera arbeiði, ið eru fevnd av løggilding. Hetta forðar sjálvandi ikki fyri, at tílík arbeiði kunnu verða gjørd av fyrisitingini, eitt nú um viðkomandi privatvirki er hindrað av einari ella aðari grund, og arbeiðið hevur skund. Í tílíkum førum er heimild hjá Skipaeftirlitinum at taka gjald, sí § 48.

Stk. 4. Tað almenna hevur endurgjaldsábyrgd mótvegis reiðara og øðrum, ið verða fyri peningamissi orsakað av skeivum avgerðum ella vantandi tiltøkum frá Skipaeftirlitinum, um krøvini til endurgjaldsskyldu annars eru lokin. Har klassi ella annað privat virki handlar við myndugleikagóðkenning og ger seg sekan í tilsvarandi atburði, hevur tað almenna somuleiðis endurgjaldskyldu mótvegis reiðaranum o.ø. fyri tílíkar skaðar. Í hesum seinna førinum hevur tað almenna aftursóknarkrav móti tí privata, ið voldi skaðan.

Í klassaavtaluni eru vanliga avtalaðar nærri reglur um hetta aftursóknarkrav. Er skaðin gjørdur við vilja ella av grovum ósketni, hevur tað almenna fult aftursóknarkrav. Er skaðin hinvegin gjørdur av einføldum ósketni (simpel uagtsomhed), er aftursóknarkravið vanliga avmarkað til ávísa upphædd. Nevnt kann verða, at í galdandi donsku klassaavtaluni er henda upphæddin Dkr. 5 mió., men samráðingar eru um broyting av avtaluni, og verður upphæddin helst hækkað.

Til § 23:
Tann heimild, ið landsstýrismaðurin fær til at áseta reglur um, at ávís skipasløg skulu vera í klassa, er avmarkað til bert at galda fyri nýbygningar og innflutt skip 24 metrar ella longri og verandi skip 45 metrar ella longri. Tað kunnu sostatt einans vera heilt fá av teimum skipum, ið eru í flotanum, tá lógin kemur í gildi, sum heimildin fevnir um.

Verður avgerð tikin um at privatisera ein størri part av sýnsarbeiðinum, kann heimildin verða brúkt, tó bert um klassafeløgini góðkenna at taka viðkomandi skip í klassa.

Kapittul 5
Almennar skyldur

Reglurnar í §§ 24 til 29 eru stórt sæð einsljóðandi og kapittul 6 í galdandi lóg um skipatrygd. Her verður støða tikin til ábyrgdina hjá reiðara, skipara og manning av, at reglurnar verða hildnar.

Til § 24:
Sambært § 24 er tað reiðarin, ið hevur høvuðsábyrgdina av, at brek við skipi ella útgerð, ið hava týdning fyri trygd, arbeiðsumhvørvi ella dálking, verða umvæld. Tó hevur reiðarin bert ábyrgd av at rætta tey brek, hann er vorðin kunnugur við. Við teimum nógv betri samskiftismøguleikunum í dag verður tað kortini torførari hjá einum reiðara at sleppa sær undan sínum skyldum við tilvísing til, at hann visti ikki, hvussu til stóð. Tann skiparin, ið verður varur við brek, meðan skipið er í sjónum, kann lættliga tryggja sær prógv fyri, at reiðarin hevur fingið hetta at vita, eitt nú við at geva boðini skrivliga.

Sambært § 64 í sjólógini hevur skiparin fulltrú til reiðarans vegna at gera avtalur um neyðugt viðlíkahald av skipinum v.m. Hetta er ein regla, ið gevur skiparanum heimild mótvegis triðjamanni og gevur sostatt ikki skiparanum nakran sjálvstøðugan myndugleika mótvegis reiðaranum til at gera tað, sum neyðugt er til tess at lúka lógarkrøv um viðlíkahald v.m. av skipinum.

Tað er somuleiðis reiðarin, ið skal syrgja fyri, at skipið verður sýnað og hevur kravd loyvisbrøv.
Reiðarin hevur somuleiðis skyldu at veita skiparanum arbeiðsumstøður og fígging, ið gera tað møguligt hjá skiparanum at lúka sínar skyldur.

Til § 25:
Reglurnar í § 25 hava samband við reglurnar í § 58 í sjólógini um skyldur skiparans at hava umsorgan fyri, at skipið er sjódygt, tá farið verður avstað, undir hesum, at tað er neyðturviliga mannað og provianterað. Harafturat er ásett í § 49 í sjómannalógini, at skiparin hevur hægsta myndugleika umborð.

Meðan reiðarin sambært § 24 hevur yvirskipaðu ábyrgdina, er ábyrgd skiparans sambært § 25 avmarkað til trygdar- og heilsuumstøður umborð, forsvarliga tilrættalegging av arbeiðinum og at tryggja, at neyðugar innrættingar til fyribyrging fyri havdálking eru í standi.

Til §§ 26-28:
Reglurnar í § 26 eru líkar reglunum í § 52 í sjómannalógini, ið fer úr gildi, jbr. § 57, stk 3.

Til § 29:
Hesar reglurnar hava sítt fyridømi í § 50, stk. 2 í sjómannalógini, ið fer úr gildi, jbr. § 57, stk 2. Landsstýrismaðurin kann við heimild í § 29 áseta nærri reglur um ábyrgdina hjá hvørjum av teimum, sum hava fyristøðustarv umborð. Landsstýrismaðurin kann ikki brúka hesa heimild til at gera broytingar í tí, sum er fyriskrivað í kapittul 5 um ábyrgdarbýtið teirra millum.

Kapittul 6
Fyriskipanir viðvíkjandi sigling

Reglurnar í kapittul 6 hava sítt fordømi í galdandi lógini um trygga skipaferðslu. Meðan galdandi lóggáva skilar millum reglur um trygga sigling, ið eru at finna í framman fyri nevndu lóg, og reglur um skipatrygd, ið eru at finna í lógini um skipatrygd, verður skotið upp, at øll henda lóggávan verður savnað í hesi lógini.

Kapittul 6 hevur, eins og lógin um trygga skipaferðslu, sín uppruna í SOLAS kapittul 5, og er galdandi fyri øll skip. Her eru reglurnar um forsvarligan atburð á sjónum og fyrilit fyri øðrum siglandi at finna. Í § 30 er staðfest, at tað er skiparin, ið hevur ábyrgdina av, hvussu siglt verður, og at neyðug fyrilit vera havd fyri øðrum siglandi. Í §§ 31 og 32 eru heimildirnar til at greina hesar reglur gjøllari í kunngerðum v.m.

Til § 30:
Í § 30 verður staðfest, at tá siglt verður, er tað skiparin, ið hevur høvuðsábyrgdina. At tryggja honum møguleika at útinna hesa ábyrgd og sýna góðan sjómansskap, er ásett í SOLAS kap. 5, reglu 10-1, at "the master shall not be constrained by the shipowner, charterer or any other person from taking any decision which, in the professional judgement of the master, is necessary for safe navigation, in particular in severe weather and in heavy seas"

Hugtakið góður sjómansskapur er ikki lætt at lýsa í fáum orðum, men grundleggjandi kann verða sagt, at krøvini til skiparan um góðan sjómansskap eru, at hann skal hava umsorgan fyri, at skipið er sjódygt, nøktandi mannað og útgjørt, at siglt verður á forsvarligan hátt, og at skip, manning og onnur umborð, eins og farmur koma fram á tryggan hátt.

Skyldur og rættindi skiparans eru gjøllari lýst í kapitli 4 í sjólógini, og verða ongar broytingar gjørdar í hesum reglunum við orðingini av § 30, ið meira er at skilja sum ein stutt lýsing av hugtakinum góðum sjómansskapi. Nevnast kann í hesum sambandi reglan í § 59, stk. 1 í sjólógini, har ásett er, at "skibsføreren skal sørge for, at skibet navigeres og behandles på en måde, som er foreneligt med godt sømandskab".

Stk. 2 Høvuðsreglan er sambært SOLAS kap. 5, reglu 10, at einhvør skipsførari hevur skyldu til at veita neyðstøddum á sjónum hjálp, gerst hetta uttan álvarsligan vanda fyri egið skip og manning. Frá hesi skyldu eru kortini nøkur undantøk, eitt nú um skiparin verður kunnugur við, at onnur skip, ið eru á veg til neyðstadda skipið, eru nærri, og skiparin hevur fingið vissu fyri, at hesi skip kunnu veita neyðuga hjálp.

Til § 31:
Sambært § 31 fær landsstýrismaðurin heimild at áseta nærri reglur fyri sigling. Tær týdningarmestu av hesum reglum eru:

Forboð móti sigling, fiskiskapi, uppankring og kaving á serligum økjum:
Av trygdarávum ella orsakað av øðrum serligum viðurskiftum kann forboð setast móti, at skip koma inn á ávís øki. Forboðið kann eisini fevna um kaving í økinum og forboð móti at fiska. Talan kann vera um øki, sum eru av stórum hernaðarligum týdningi, ella øki, har ymiskar kanningar fara fram, t.d. vistfrøðiligar og seismiskar kanningar.

Siglingarreglur, mestaferð, siglingarleiðir:
Eins og ferðslan á landi er regulerað í lóggávu, er tað eisini neyðugt at regulera ferðsluna á sjónum. Hetta er ein skylda, sum áliggur øllum limalondum í IMO sambært kapittul 5 í SOLAS-sáttmálanum. Skyldan hjá londunum fevnir bæði um at áseta almennar siglingarreglur og uppmerking av siglingarleiðum. Heimilað verður eisini at seta ferðavmarking í ávísum økjum, t.d. við eina innsigling, í firðum og við øki, har bygging o.tl. fer fram.

Brúk av loðsi:
Fyri at tryggja skipaferðsluna í innanoyggja sigling, kann tað vera neyðugt at krevja, at fremmand skip skulu hava loðs umborð. Landsstýrismaðurin fær heimild til at seta reglur í gildi um skyldu til at nýta loðs, undir hesum reglur um viðuskifti viðvíkjandi loðsnýtslu, so sum innrættingar til at taka loðsin trygt umborð og seta hann av aftur.

Góðkenning av skjóttgangandi ferjum:
Av tí at skjóttgangandi ferjur kunnu gera stóra aldu, kann vandi standast av fyri onnur, eigur tað at vera gjørligt at áseta reglur um góðkenning av siglingarleiðum fyri tílíkar ferjur.

Góðkenning av brúgvabygging yvir siglingarleiðir:
Av tí at ein brúgv tvørtur um eina siglingarleið kann hava avmarkingar í fríu skipaferðsluni við sær, fær landsstýrismaðurin heimild til at seta krøv til tílíka bygging við atliti at teimum avmarkingum, ið hendan kann føra við sær. Avmarkingar, ið talan kann vera um, eru brúgvahædd og breidd á siglingarrennu.

Verju av sjókaðalum og undirsjóvar rørleiðingum:
Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um verju av sjókaðalum og undirsjóvarleiðingum. Talan er m.a. um merking og fráboðanir um, hvørji fyrilit skulu havast í hesum sambandi. Tílíkar reglur verða ásettar eftir samráðing við avvarðandi, m.a. eigararnar av tílíkum kaðalum og leiðingum.

Fyriskipan av trygdarøkjum kring um havstøðir og í sambandi við byggiarbeiði á sjónum at fyribyrgja óskili og vanda:
Til tess at tryggja siglingina fær landsstýrismaðurin heimild til at áseta reglur um trygdarøki um havstøðir og í sambandi við byggiarbeiði á sjónum. Kolvetnislógin hevur samsvarandi ásetingar um trygdarøki kring havstøðir í § 28. Heimildin sambært kolvetnislógini, ið liggur hjá landsstýrismanninum í oljumálum, er givin til tess at seta reglur í verk at tryggja sjálva havstøðina og tey arbeiði, ið hava við hana og oljuútvinning at gera, meðan heimildin sambært lógini um trygd á sjónum liggur hjá landsstýrismanninum í sjóvinnumálum og hevur til endamáls at tryggja skipaferðsluna. Eins og mannagongdin hevur verið higartil viðvíkjandi fyrireikandi virksemi í sambandi við kolvetnisútvinning, eitt nú við seismikkvirksemi á sjónum, verður roknað við, at teir báðir landsstýrismenninir kunna hvønnannan um tiltøk, teir ætlað at seta í verk.
Heimildin fevnir eisini um reglur um fyriskipanir til fyribyrging fyri vanda og óskili á sjónum.

Vaktarhald umborð á skipum:
Reglurnar um trygga sigling sambært hesi lóg fevna partvís um krøv til manningina, undir hesum reglur um vaktarhald á skipum. Tilsvarandi heimild er givin landsstýrismanninum sambært manningarlógini. Reglurnar um vaktarhald á skipum eru grundaðar á SOLAS kapittul 5 og kapittul 8 í altjóða sáttmálanum hjá IMO um sjóvinnu, útbúgving og vaktarhald á skipum, STCW-78, sum broyttur í 1995.

-Hjálparveiting til fólk í havsneyð
:
Landsstýrismaðurin fær heimild til at áseta nærri reglur um fyriskipan av bjargingararbeiði í sambandi við, at fólk koma í neyð á sjónum.

Til § 32:
Sambært § 32 fær landsstýrismaðurin heimild til at áleggja skiparum umborð á føroyskum skipum skyldu til at skráseta og at víðarisenda veðurtíðindi og upplýsingar um ísviðurskifti.

SOLAS kap. 5, regla 2 áleggur skipara, ið verður varugur við ís, vandamikið skipsvrak ella annan vanda fyri skipaferðsluni, at geva boð til nærstødd skip og nærmasta myndugleika, sum hann kann koma í samband við. Somuleiðis hava myndugleikarnir í teimum londum, ið hava undirskrivað sáttmálan, skyldu til at bera tílík boð víðari til onnur limalond.

Í § 32, stk 1 er heimild til at seta hesar skyldur í gildi í Føroyum.

Kapittul 7
Siglingar- og havnabann

Til § 33:
Verða heimildirnar hjá landsstýrismanninum sambært § 2, stk. 2 latnar Skipaeftirlitinum at fyrisita, fylgir heimildin til at seta neyðug tiltøk í verk, um lógin ikki verður hildin, við. Í § 33 verður Skipaeftirlitið heimilað at seta einum skipi siglingarbann, um tað verður staðfest, at skipið er fongt við so stórum brekum, at vandi kann vera fyri lív og heilsu hjá teimum, ið umborð eru. Sama er galdandi, um talan er um vanda fyri dálking av havumhvørvinum. Reglurnar um siglingarbann fevna ikki bert um trygdina hjá teimum, sum eru umborð, men eisini trygdina á sjónum sum heild. Hetta merkir m.a., at siglingarbann kann setast, um tað við vissu kann sigast, at manningin ikki er før fyri at sigla skipið á tryggan hátt.

Reglurnar um siglingarbann sambært hesi greinini, eru m.a. grundaðar á altjóða sáttmálar hjá IMO um trygd á sjónum og havumhvørvisvernd. Umframt høvuðssáttmálan, SOLAS, kunnu nevnast havumhvørvissáttmálin, MARPOL, lastalinjusáttmálin og sáttmálin um sjóvinnu, útbúgving og vaktarhald á skipum, STCW-78, við seinni broytingum.

Skipari ella reiðari hava ikki loyvi at leggja forðingar fyri, at Skipaeftirlitið ger neyðugar kanningar og hevur eftirlit við skipi og manning. Hendir hetta, kann Skipaeftirlitið somuleiðis seta siglingarbann. Sama er galdandi, um skipið ikki hevur neyðug loyvisbrøv umborð.

Til § 34:
Treytin fyri at kunna seta einum skipi siglingarbann er, við undantak av vantandi próvskjølum, at tað beinleiðis kann staðfestast, ella sterkur illgruni er um, at skipið hevur so álvarslig brek, at hetta er til vanda fyri trygdina og umhvørvið á sjónum. Sama er galdandi, um ivi er um førleikan hjá manningini at sigla skipið. Hetta er eisini staðfest í altjóða rætti í teimum sáttmálum, sum nevndir eru omanfyri.

Sjálvt siglingarbannið verður givið við einari skrivligari fráboðan, sum verður handað reiðara ella skipara og harafturat kunngjørd umborð. Upplýsast skal beinanvegin um grundgevingina fyri siglingarbanninum, og hvørjar treytir eru fyri leysgeving av skipinum. Eisini áliggur tað myndugleikanum at bera so í bandi, at skipið ikki verður tarnað meira enn neyðugt. Skyldan at geva kæruvegleiðing fylgir av § 24 í fyrisitingarlógini.

Verður siglingarbann sett orsakað av vantandi loyvisbrøvum, ella av tí, at gildistíðin fyri loyvisbrøvini er farin, kann siglingarbannið verða tikið avaftur, eftir at viðkomandi myndugleiki, vanliga flaggstaturin, hevur givið neyðugar váttanir um, at skipið kann varðveita loyvisbrøvini. Sama er galdandi fyri loyvisbrøv hjá manningini.

Umframt heimildina til at seta einum skipi siglingarbann, kann Skipaeftirlitið í verki forða skipinum at sigla.

Til § 35:
Skipaeftirlitið kann seta bann fyri, at eitt skip, sum hóast tað hevur fingið siglingarbann, er farið avstað, kemur aftur í føroyska havn. Sama er galdandi, um skipið ikki fer til avtalaða umvælingarstaðið. Tá talan er um kravdu altjóða innaneftirlitsskipanina ISM, kann Skipaeftirlitið geva loyvi til, at skipið heldur leiðina fram, treytað av, at tað ikki kemur aftur í føroyska havn, fyrr enn viðurskiftini eru í lagi. ISM (International Safety Management) er ein altjóða skipan, ið ásetir reglur fyri trygdarstýring í sambandi við skiparakstur og fyribyrging av dálking, og er lík ISO-9000 skipanini fyri virkir á landi.

Til § 36:
Reglurnar um siglingarbann eru grundaðar á altjóða sáttmálar. Umframt reglurnar í hesum sáttmálum eru gjørdar millumlandaavtalur fyri ymisk økir, ið loyva viðkomandi londum at banna einum skipi, ið hevur fingið siglingarbann í einum av londunum, at koma í havnir hjá hinum londunum. Hesar skipanir verða vanliga nevndar havnaeftirlit (Port State Control).

Av tí at reglurnar um siglingarbann eru at finna í fleiri altjóða sáttmálum, hava summi limalond í IMO tikið seg saman at samskipa hetta eftirlitið. Um okkara leiðir er hetta skipað soleiðis, at limalondini í ES saman við nøkrum eysturevropeiskum londum og Kanada hava sett á stovn eina havnaeftirlitsskipan, ta sonevndu Paris Memorandum, við aðalskrivstovu í Hálandi. Londini, sum eru partur í hesari eftirlitsskipan, hava skyldu til at kanna í minsta lagi 25 % av fremmandum skipum, sum koma í teirra egnu havnir. Kemur sama skip fleiri ferðir í eina av havnunum, telur hettar einaferð. Upplýsingar um eftirlitið verða síðani sendar til ein felags dátugrunn í Fraklandi. Úrslitið av kanningunum verður kunngjørt eina ferð um árið við upplýsingum um talið á skipum, ið eru afturhildin, og skipum, sum hava brek, uttan at hetta hevur ført til siglingarbann. Skipini verða bólkað eftir flagglondunum. Gjørdur verður ein sonevndur svartilisti yvir tey lond, sum hava skip við nógvum brekum.

Nevnast kann, at tey trý árini 1997, 1998 og 1999 vórðu tilsamans 43 føroysk skip kannað við tí úrsliti, at seks skip vórðu afturhildin fyri álvarslig brek, og við tí úrsliti, at Føroyar komu á gráa listan hjá Paris MOU.

Skipaeftirlitið kann, undir serligum umstøðum og við serligum atliti at trygdini og fyribyrging fyri dálking av havumhvørvinum, loyva einum skipi at søkja føroyska havn, hóast tað hevur fingið siglingarbann.

Hevur skipið fingið tey brek, ið førdu til siglingarbannið, rættað, og hevur reiðarin rindað fyri tær útreiðslur, ið sýnið hevur ført við sær, verður forboðið at søkja inn í føroyska havn avtikið. Sama er galdandi, um vantandi próvskjøl eru útvegað.

Til § 37:
Ásett er, at bert tey starvsfólk á Skipaeftirlitinum, sum eru serskilt heimilað til at seta siglingarbann, kunnu gera hetta. Vanliga eru hetta fólk, sum hava til uppgávu at sýna skip.

Klassafeløg ella onnur feløg, sum eru heimilað at sýna skip, kunnu ikki seta siglingarbann. Hesi hava skyldu til at boða Skipaeftirlitinum frá, um komið verður fram á viðurskifti, sum kunnu metast at vera grundarlag fyri einum siglingarbanni. Heimildin hjá klassafeløgunum til at halda aftur loyvisbrøv hjá skipinum kann í veruleikanum hava somu ávirkan sum eitt siglingarbann.

Havnarmeistarar kunnu fáa heimild til at seta fyribils siglingarbann í førum, har teir kunnu staðfesta á staðnum, at eitt skip, sum ætlandi skal úr havn, sjónliga ikki er sjódygt, t.d. um skipið er óforsvarliga lastað, manningin ikki er før fyri at sigla skipið á tryggan hátt, ella onnur viðurskifti av týdningi fyri trygdina ella havumhvørvið gera seg galdandi. Skipaeftirlitið skal beinanvegin hava boð um hetta frá havnarmeistaranum og ikki drála við at koma á staðið at kanna skipið og taka støðu til avgerðina.

Til § 38:
Skipaeftirlitið kann boða øðrum londum frá, um eitt skip siglir, hóast tað hevur fingið siglingarbann í Føroyum. Í slíkum føri kann Skipaeftirlitið upplýsa navn á skipi, hvørjum klassa skipið er í og grundgevingarnar fyri, at skipið fekk siglingarbann.

Til § 39:
Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdir og treytir í sambandi við siglingar- og havnarbann, undir hesum treytir fyri avtøku av banninum og upplýsingar um kærumøguleikar.

Til § 40:
Tað er reiðarin, ið kann kæra eina avgerð um siglingar- og havnabann til Siglingarráðið. Víst verður til reglurnar í § 42 um, at avgerðir siglingarráðsins ikki kunnu skjótast inn fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika.

Kapittul 8
Siglingarráðið

Til § 41:
Siglingarráðið, ið skal hava tveir sakkønar limir og formann við dómaraførleika, hevur til uppgávu at viðgera kærur í málum, sum sambært lógini og havumhvørvislógini kunnu verða skotin inn fyri ráðið.

Hesi mál eru siglingarbann eftir § 33 og havnabann eftir §§ 35 og 36. Sambært § 51, stk. 2 í lóg nr. 476 frá 30.06.1993 um havumhvørvi, sum sett í gildi fyri Føroyar við broytingum sambært kgl. fyriskipan nr. 646 frá 12.08.1999, kunnu eisini fylgjandi avgerðir kærast til siglingarráðið: Avgerð landstýrismansins í umhvørvismálum um at seta skipi siglingarbann orsakað av vanda fyri havdálking sambært § 43 og havnabann sambært § 43a í havumhvørvislógini. Í § 51, stk. 3 í havumhvørvislógini er ásett, at siglingarráðið í viðgerð av kærum um avgerðir sambært lógini skal biðja um ummæli frá einum sakkønum, útnevndum av landsstýrismanninum í umhvørvismálum. Kærufreistin er sambært § 51, stk. 4 í havumhvørvislógini 4 vikur.

Nevndarlimirnir verða tilnevndir av landsstýrismanninum. At tryggja teirra óheftu støðu verður skotið upp, at teir verða valdir fyri sjey ár og kunnu verða afturvaldir.

Av tí at stór virði sum oftast eru upp á spæl, um eitt skip verður lagt, er neyðugt, at kærur um tílíkar avgerðir kunnu verða viðgjørdar av sakkønum og skjótari, enn møguligt hevði verið, um dómstólarnir vóru einasti møguleiki, har reiðarin kundi fingið tílíkar avgerðir royndar. Tað er tí ásett, at formaðurin fyri siglingarráðnum skal hava sama førleika, sum krevst fyri at kunna gerast dómari. Hinir báðir limirnir skulu hava serkunnleika á hvør sínum øki av týdningi, tá ræður um sigling og trygd á sjónum. Somuleiðis er ásett, at kærumál skulu viðgerast skjótast gjørligt. Til tess at tryggja álit á siglingarráðnum er ásett, at reglurnar í rættargangslógini um ógegni skulu vera galdandi fyri limirnar.

Til §§ 42 og 43:
Meðan avgerðir siglingarráðsins ikki kunnu kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika, kunnu tær eftir vanligum reglum leggjast fyri dómstólarnar. Í stk. 2 er ásett, at avgerðir ráðsins standa við, hóast tær verða lagdar fyri dómsvaldið. Hetta vil siga, at skipið framvegis má verða liggjandi, meðan rætturin viðger málið, um ráðið hevur tikið ta avgerðina, at eitt siglingarbann skal standa við. Hinvegin kann skipið sigla, um ráðið ella rætturin loyvir tí.

Ráðið ger reglugerð fyri virksemi sínum, sum skal verða góðkend av landsstýrismanninum.

Kapittul 9
Samstarvsráðið

Til § 44:
Endamálið við samstarvsráðnum er at ráðgeva landsstýrismanninum og Skipaeftirlitinum í øllum málum, ið hava við trygd á sjónum, arbeiðsumhvørvi umborð og fyribyrging fyri havdálking at gera. Somuleiðis kann ráðið koma við uppskotum og tilmælum til landsstýrismannin og Skipaeftirlitið um áseting av reglum og umsiting av lógini.

Tær heimildir, landsstýrismaðurin hevur sambært lógini, og tær uppgávur Skipaeftirlitið hevur at røkja, eru sera umfevnandi. Reglur skulu ásetast og umsitast innan øll tey fjølbroyttu øki, ið hava við trygd á sjónum í víðastu merking at gera. Lógin skipar karmarnar, sum Skipaeftirlitið skal arbeiða innan fyri á einum øki, sum er í støðugari broyting. Krøvini til eina skynsama, men samstundis effektiva umsiting verða stór, og harafturat kemur, at áhugamálini hjá teimum, ið hvør á sínum øki starvast á sjónum, mangan kunnu vera mótstríðandi.

Tað er tí av allarstørsta týdningi, at samstarvsráðið í verki fær tær uppgávur tillutaðar frá umsitingini, ið ráðið hevur sambært lógini. Í ráðnum eru teir ymisku áhugabólkarnir innan sjóvinnuna umboðaðir til tess at tryggja, at tey ymisku áhugamálini verða hoyrd og fáa høvi til at siga sína hugsan um ætlaðar broytingar og um umsitingina av lóggávuni.

Ein reiðiliga stórur partur av teimum málum, ið umsitingin leggur fyri ráðið, verða av tekniskum slagi, og stórvegis ósemja verður neyvan um hesi mál. Hinvegin verður eisini talan um mál av grundleggjandi týdningi, og sum kanska eisini kunnu føra útreiðslur við sær. Í tílíkum málum er tað av serligum týdningi, at roynt verður at fáa semju í ráðnum fyri at tryggja størst møguliga undirtøku frá øllum pørtum, soleiðis at trygd fæst fyri, at nýggjar reglur verða førdar út í lívið á skynsaman hátt.

Ráðið kann seta arbeiðsbólkar av sakkønum at viðgera ávís mál.

Uppgáva ráðsins er, sum ásett í lógini, at vera ráðgevandi. Tað eru sostatt Skipaeftirlitið og í evsta lagi landsstýrismaðurin, ið hava endaliga avgerðarrættin og ábyrgdina.

Til § 45:
Formaðurin verður tilnevndur av landsstýrismanninum, meðan hinir limirnir verða tilnevndir eftir tilmæli frá teimum í lógini nevndu feløgum og fyritøkum. Á henda hátt skuldi trygd verið fyri, at tey ymisku áhugamálini og tann neyðugi sakkunnleikin verða umboðað í ráðnum.

Til § 46:
Í reglugerðini verða nærri reglur ásettar um starvssemi ráðsins. Av tí at tað verður formaðurin, ið hevur ábyrgdina av at leggja arbeiðið til rættis og skipa fyri fundum og øðrum virksemi, verður skotið upp, at hann fær samsýning svarandi til ábyrgd og arbeiði.

Ráðið eigur at kunna fáa neyðturviliga hjálp frá Skipaeftirlitinum til skrivstovuarbeiðið.

Kapittul 10
Gjøld

Til § 47:
Høvuðsreglan er, at sýn av skipum, ið Skipaeftirlitið ger, eru ókeypis.

Frá hesi reglu eru tó hesi undantøk:

– Í teimum førum, har klassafeløg ella onnur eru løggildað sambært § 22 at gera sýnsarbeiði, rindar reiðarin fyri hesi arbeiði, sbr. stk 3. Sambært § 22, stk. 3 hevur Skipaeftirlitið ikki skyldu til sjálvt at gera arbeiði, sum er fevnt av løggilding. Í teimum undantaksførum, har tílík arbeiði kortini verða gjørd av Skipaeftirlitinum, má tað haldast at vera rímiligt, at gjald verður kravt fyri tílík arbeiði.

– Hevur landsstýrismaðurin brúkt heimildina eftir § 23 at áleggja ávísum skipasløgum at vera í klassa, men gjørt undantak fyri ávís skip, kunnu gjøld verða kravd fyri sýnsarbeiði, ið Skipaeftirlitið ger viðvíkjandi tílíkum skipum.

– Er neyðugt eftir umbøn at gera sýnsarbeiði uttan fyri vanliga arbeistíð, skal eitt skip ikki verða óneyðugt tarnað, kann gjald verða kravt fyri tann meirkostnað, ið stendst av hesum.

– Gjøld kunnu somuleiðis verða kravd fyri sýnsarbeiði, ið verður gjørt í útlondum, undir hesum í Danmark og Grønlandi.

– Sambært § 49 kann landsstýrismaðurin áseta reglur um marktíðir fyri lógarkravd sýn. Í teimum førum, har sýn, orsakað av viðurskiftum, sum Skipaeftirlitið ikki hevur ábyrgdina av, ikki kunnu verða gjørd innan fyri ásettu marktíðina, kunnu gjøld verða kravd fyri tann meirkostnað, ið stendst av, at farið verður út um marktíðina.

Stk. 4: Verða so álvarslig brek funnin við kanningum av einum skipi, at skipið kann verða lagt, kann gjald verða kravt fyri kanningarnar. Hendan reglan hevur serliga týdning, tá tað snýr seg um fremmand skip og føroysk skip, har serligar kanningar verða gjørdar, orsakað av, at grundir hava verið til at halda, at skipið var í vánaligum standi.

Til § 48:
Við marktíð (normtíð) skilst tann tíðin, ið Skipaeftirlitið í vanligari arbeiðstíð hevur fyri neyðini til at gera lógarásett sýnsarbeiði uttan gjald. Íroknað marktíðina er tann tíð, ið fer til málsviðgerð, góðkenning av tekningum, fyrireiking av sýnsarbeiðinum og skriving av endaligari sýnsfrágreiðing, umframt ein ávís tíð til vegleiðing av skipasmiðju, reiðaríi, yvirmonnum og manning um galdandi reglur og nýggjar reglur, ið møguliga verða settar í gildi, og sum hava týdning fyri skipið.

Marktíðir verða roknaðar og ásettar fyri hvørt skipaslag sær og kunngjørdar í Fráboðanum frá Skipaeftirlitinum.

Kapittul 11.
Revsing

Reglur, ið hava týdning fyri trygd á sjónum, eru at finna í sjólógini og sjómannalógini umframt í lógini um trygd á sjónum. Sjólógin og sjómannalógin eru fyrst og fremst lógir, ið skipa onnur viðurskifti enn trygd á sjónum, so sum reglur av sivilrættarligum slagi um reiðaravirksemi, sjóflutning, bjarging og ábyrgd (sjólógin) og reglur um starvsavtalur sjómanna, hýru, skipstænastu og onnur viðurskifti umborð (sjómannalógin).

Í kapitli 11 er ásett, hvør revsingin er fyri brot á lógina ella tær reglur, ið gjørdar eru við heimild í lógini, jbr. §§ 50 og 51. Harafturat eru tær týdningarmestu reglurnar í sjómannalógini og sjólógini, ið viðvíkja trygd, og sum eru revsilagdar, fluttar til lógina um trygd á sjónum, jbr. §§ 52 – 56. Grundin til hetta er, at tað má haldast at vera hentast, at tær týdningarmestu revsireglurnar, tá ræður um brot á trygdarreglur, eru at finna á einum stað.

Til § 49:
Meðan hægsta revsingin, ið dømast kundi sambært sjómannalógini og sjólógini, var hefti, er revsikarmurin sambært § 49 hækkaður til fongsul í upp til tvey ár. Sostatt er møguligt at døma tann, ið hevur framt grov brot á trygdarkrøv og onnur krøv sambært lógini, samsvarandi harða revsing. Hetta kann serliga koma upp á tal, skuldi ein stór vanlukka hent, sum kann ábyrgjast ávísum persóni ella felag á tílíkan hátt, at treytirnar fyri revsing eru loknar.

Ein onnur grund til, at revsikarmurin er hækkaður til tvey ár, er nýggja havumhvørvislógin, ið kom í gildi 18. august 1999, og sum ásetir hægstu revsing til tvey ár. Tað má haldast at vera rætt, at revsikarmurin er tann sami fyri brot á hesar báðar lógir.

Í stk. 3 er ásett, at bót kann verða áløgd parta- og smápartafeløgum, fyritøkum annars og almennum myndugleikum fyri brot á lógina, sum eru framd av teimum ábyrgdarhavandi. Tað almenna fevnir um kommunur, aðrar føroyskar myndugleikar og ríkismyndugleikar. Til tess at sleppa undan mismuni millum privat og alment reiðaravirksemi er ásett í stk. 4, at somu revsireglur eru galdandi fyri privat og alment virksemi.

Til § 50:
Reglan í § 50 er ein samanskriving av § 66, stk. 1 í sjómannalógini og § 371, stk. 1 og 2 í sjólógini.

Til § 51:
Hendan reglan hevur sítt fordømi í § 373 í sjólógini og ásetir revsing fyri sigling ella vanrøkt av skipi á ein hátt, ið stríðir móti góðum sjómansskapi.

Til § 52:
Hendan reglan er ein samanskriving av § 66, stk. 2 í sjómannalógini og § 371, stk. 3 í sjólógini.

Til § 53:
§ 53 er ein samanskriving av § 69, stk. 1, 2 og 3 í sjómannalógini og § 371, stk. 4, 5 og 6 í sjólógini. Umframt § 53 eru §§ 78 og 79 í revsilógini galdandi fyri frádøming av rættindum. Høvuðsreglan er sambært § 78, stk. 1, at revsiverdur atburður ikki førir við sær miss av borgaraligum rættindum, eitt nú rætt at virka sambært vanligum loyvisbrøvum ella sjóvinnubrøvum. Tó kann hesin rættur verða frádømdur, um nærliggjandi vandi er fyri misbrúki av starvinum.

Til § 54:
Hendan reglan hevur sítt fordømi í § 372, jbr §§ 222 og 223 í sjólógini.

Til § 55:
Hendan reglan svarar til § 67 í sjómannalógini.

Kapittul 12
Gildiskoma

Samstundis sum lógin kemur í gildi, fara tær í § 57 nevndu lógir úr gildi:

Lov nr. 118 af 28. marts 1951 om forholdsregler til skibsfartens betryggelse, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 583 af 30. juni 1994.

Hendan lógin er tikin við í nýggju lógina um trygd á sjónum, kapittul 6, viðvíkjandi teimum heimildum, ið danska Søfartsstyrelsen umsitur eftir lógini.

Lov nr. 98 af 12. marts 1980 om skibes sikkerhed m.v., som ændret ved kongelig anordning nr. 583 af 30. juni 1994.

Hendan lógin og tær heimildir, hon gevur til áseting av nærri reglum, er tikin við í lógina um trygd á sjónum.

Harumframt verða ymiskar reglur í sjólógini, havumhvørvislógini og sjómannalógini, sum nú eru fevndar av lógini um trygd á sjónum, settar úr gildi.

Ásetingin í stk. 4 ber við sær, at tær reglur, ið ásettar eru fyrisitingarliga, og sum eru galdandi í Føroyum, verða verandi í gildi, inntil tær verða settar úr gildi ella verða avloystar av nýggjum reglum, ið verða givnar sambært lógini um trygd á sjónum.

Tær fyrisitingarliga ásettu reglur, sum eru í gildi fyri føroysk skip, eru í summum førum lakari enn tær reglur, ið eru galdandi fyri donsk skip. Orsøkin til hettar er, at lógarheimild hevur ikki verið til at seta allar hesar reglur í gildi fyri føroysk skip. Við nýggju lógini um trygd á sjónum verður neyðug lógarheimild til at dagføra regluverkið.

1. viðgerð 16. november 2001. Tingmálini 20 og 28 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í vinnunevndina, sum tann 18. desember 2001 legði fram soljóðandi 

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 16. november 2001 er tað beint í vinnunevndina.

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 17. og 18. desember 2001.

Málið er sera væl lýst í bóklinginum "Trygd á sjónum". Esini hevur vinnunevndin 22. november 2001 verið á kunnandi fundi í Fiskimálastýrinum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Heini O. Heinesen, Ingi Olsen, Henrik Old, Jógvan á Lakjuni og Kári P. Højgaard) mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið, men skjýtur upp at gera eina lítla broyting í § 15, stk. 2, tí hildið verður, at rættari er at nýta orðingina "serligar reglur" í staðin fyri "lagaligari reglur", og meirilutin setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 15, stk. 2. verður orðingin "Landsstýrismaðurin kann áseta lagaligari reglur" broytt til "Landsstýrismaðurin kann áseta serligar reglur"

Minnilutin (Alfred Olsen) tekur ikki undir við uppskotinum.

Á tingfundi 19. desember 2001 var atkvøtt, sambært § 85 í tingskipanini, um at víkja frá tíðarfrestini við 2. og 3. viðgerð. Samtykt 17-0-0.

2. viðgerð 20. desember 2001. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Inga Olsen, Henrik Old, Jógvan á Lakjuni og Kára P. Højgaard, til § 15 samtykt 23-6-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-6-0. Uppskotið fer soleiðis broytt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-6-0. Málið avgreitt.

J.nr. 20011855-1 / 110
Ll.nr. 165 frá 21.12.2001