Samsýning landsstýrismanna

 

41  Uppskot til  løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 11. desember, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

§ 1.

Løgtingslóg nr. 84. frá 15. mai 2001 um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. verður sett úr gildi 1. januar 2002. 

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

1. PARTUR: ALMENNAR VIÐMERKINGAR:

Hin 4. mai 2001 samtykti Løgtingið ymsar broytingar í løgtingslógini um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. at koma í gildi 1. januar 2002.

Orsøkin til, at landsstýrið legði uppskot til broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. fyri Løgtingið, var fyrst og fremst fyri at skapa samsvar millum lógirnar um samsýning løgtingsmanna og samsýning landsstýrismanna.

Orsakað av miklum orðaskifti manna millum og innsavnan av undirskriftum, har mótmælt varð, at Løgtingið hevði samtykt uppskotið, boðaði løgmaður frá, at hann ætlaði at endurskoða málið og at leggja uppskot fyri Løgtingið hesum viðvíkjandi.

Hetta uppskotið til løgtingslóg um úrgildissetan av nógv umrøddu lógini er ein avleiðing av endurskoðanini av málinum.

Samstundis, sum hetta uppskot verður lagt fyri Løgtingið, verður lagt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. fyri Løgtingið.

Mælt verður til, at hetta uppskot og nevnda uppskot um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., verða viðgjørd saman.

2. PARTUR: AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

Í mun til skipanina, sum skuldi koma í gildi 1. januar 2002, er talan um eina stóra sparing fyri landskassan, tí sambært samtyktu lógini, sum verður tikin av, verða eftirlønirnar at hækka eini 60-70% í miðal. Hetta varð tó broytt í Løgtinginum, soleiðis at meirkostnaðurin gjørdist fleiri ferðir størri enn sambært landsstýrisins uppskoti.

Fyri ávísar persónar merkir úrgildissetanin, at tey ikki fáa eftirlønina, ið tey ætlandi skuldu fáa.

Víst verður annars til viðmerkingarnar í uppskotinum til broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.  

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Ja

 

 

1. viðgerð 13. desember 2001. Tingmálini 41 og 42 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta beint í fíggjarnevndina, sum tann 14. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. desember 2001, og eftir 1. viðgerð tann 13. desember 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Anfinn Kallsberg, løgmann.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 18. desember 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-3-2. Málið avgreitt.

Ll.nr. 170 frá 21.12.2001