Samsýning landsstýrismanna

 

42  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 11. desember, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

Í løgtingslóg nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 

§ 1

1) § 1, stk. 6 verður orðað soleiðis:
"Stk. 6. Løgmaður ella landsstýrismaður fær endurgjald fyri samskiftisútreiðslur, ið standast av arbeiðinum sum løgmaður ella landsstýrismaður upp á 2.000 kr. um mánaðin."

2) Sum nýggj § 1, stk. 7 verður sett:
"Stk. 7. Endurgjøldini sbrt. stk. 2 – 6 eru ikki skattskyldug"

3) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
"Stk. 2. Fær løgmaður ella landsstýrismaður løn frá almennum stovni ella sum løgtingsmaður, samstundis sum hann fær samsýning eftir stk. 1, verður samsýningin minkað samsvarandi."

Stk. 2 verður hereftir stk. 3.

4) Eftir § 2 verður sum nýggj § 2a sett:
"§ 2a. Løgmaður velur eina nevnd við trimum fólkum at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.
Stk. 2. Í nevndina, ið verður vald fyri hvørt valskeið, kunnu ikki verða valdir løgtingsmenn, landsstýrismenn, ella fólk, ið eru starvssett í fyrisiting landsstýrisins, ella á stovni undir landsstýrinum.
Stk. 3. Nevndin skal lata løgmanni tað í stk. 1 nevnda tilmæli í seinasta lagi í aðru tingsetu í hvørjum valskeiði. Løgmaður almannakunnger tilmælið."

5) § 3, stk. 5 verður orðað soleiðis:
"Stk. 5. Hevur løgmaður ella landsstýrismaður rætt til egineftirløn sum løgtingsmaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður, borgarstjóri, tænastumaður landsins, statstænastumaður, ella hevur rætt til eftirløn úr statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kann samlaða egineftirlønin ikki fara upp um hægstu egineftirlønina, sum kann fáast sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir. Egineftirlønin úr landsstýrinum verður í slíkum førum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn henda."

6) Í § 4, verður sum nýtt stk. 2 sett:
"Stk. 2. Hevur eftirlivandi hjúnafelagin eftir løgmann ella landsstýrismann rætt til hjúnafelagaeftirløn, sum stavar frá, at hjúnafelagin fær eftirløn, tí løgmaðurin ella landsstýrismaðurin hevur verið løgtingsmaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður, tænastumaður landsins, statstænastumaður ella hevur rætt til eftirløn úr statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kann samlaða hjúnafelagaeftirlønin ikki fara upp um hægstu hjúnafelagaeftirløn, sum kann fáast sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir. Eftirlønin úr landsstýrinum verður sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn henda."

7) § 5 verður orðað soleiðis:
"§ 5. Reglurnar í kapittul 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir um barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót eru galdandi fyri børn undir 18 ár. Barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót verður tó ikki goldin eftir hesi lóg, um hesar eisini verða goldnar eftir tænastumannaeftirlønarlógini, lógini um samsýning og eftirløn løgtingsmanna ella fólkatingsvallógini."

8) § 10 verður orðað soleiðis:
"§ 10. Um tænastumaður verður valdur til landsstýrismann, hevur hann rætt til farloyvi úr starvi sínum uttan miss í lønaraldri, um hildið verður, at embætið tolir tað.
Stk. 2. Løgmaður og landsstýrismenn hava rætt til farloyvi í sambandi við barnsburð og ættleiðing eftir reglunum, sum eru galdandi fyri tænastumenn.
Stk. 3. Farloyvi eftir stk. 2 ber ikki í sær frádrátt í samsýning eftir § 1, stk. 1, og eftirlønaraldri."

§ 2

"Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002 og hevur virknað fyri løgmann og landsstýrismenn, sum tóku sæti 15. mai 1998 ella eftir henda dag. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður."

1. PARTUR: ALMENNAR VIÐMERKINGAR

Hin 3. mars 2001 legði landsstýrið fram uppskot um broyting í lógini um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. Hetta var sama uppskot, sum landsstýrið legði fram 4. mars 2000. Uppskotið varð eftir fyrstu viðgerð 24. mars 2000 beint í serliga løgtingsnevnd.

Nevndin setti serligan arbeiðsbólk at viðgera spurningin um samsýning og eftirløn landsstýrismanna. Bólkurin kom við sínum tilmæli 5. mai 2000. Málið kom ikki aftur í Løgtingið, áðrenn tað fór í summarfrí, og fall tí burtur. Tí varð uppskotið sett fram aftur í 2001. Uppskotið, sum fór í Løgtingið, var ein javnstilling av pensjónsviðurskiftunum við tey hjá løgtingsmonnunum, sum var samtykt fyri tveimum árum síðani og umfataði sama tíðarskeið.

Eftir viðgerðina í fíggjarnevndini varð ígildiskoman víðkað til eisini at umfata landsstýrismenn sum vóru fráfarnir, men framhaldandi eru løgtingsmenn. Hetta broytingaruppskot varð samtykt av Løgtinginum.

Millum aðru og triðju viðgerð av uppskotinum kom enn eitt broytingaruppskot, sum setti uppskotið í gildi aftur til 1951. Hetta uppskot varð eisini samtykt av Løgtinginum.

Eftir mikla umtalu og innsavnan av undirskriftum, sum mótmæltu, at Løgtingið lóggav heilt aftur til 1951, hevur ikki skortað upp á politiskan angur, og hava flokkar meldað út, at samtykta lógin, sum skal koma í gildi 1. januar 2002, verður avtikin.

Løgmaður hevur tí tikið málið til nýggja viðgerð. Arbeiðsbólkurin, sum Løgtingið setti at viðgera málið fyri einum ári síðani, hevur enn einaferð fingið uppskot landsstýrisins til ummælis, og er niðurstøðan greið.

Sagt verður m.a. " Við lógaruppskotinum (løgtingsmál nr. 91/2000) verður egineftirlønin hjá løgmanni og hjá landsstýrismanni, eftirløn, hjúnafelagaeftirløn og barnaeftirløn javnstillað við tilsvarandi ásetingar hjá tænastumonnum og hjá løgtingsmonnum". Her verður einaferð enn staðfest, at tað uppskotið, sum landsstýrið legði fyri Løgtingið, var í lagi.

Einasta rætta hevði tí verið at broytt samtyktu lógina, soleiðis sum landsstýrið skeyt upp, nevniliga at lógin fekk gildi fyri løgmann og landsstýrismenn, sum tóku sæti 15. mai 1998 ella eftir henda dag.

Eftir at frágreiðingin er komin og latin øllum løgtingsmonnum, hevur løgmaður kallað umboð úr øllum flokkum til fundar fyri at vita, hvat semja kann fáast um. Løgmaður má ásanna, at tað uppskotið, sum Løgtingið broytti og samtykti fyri hálvum ári síðani, lítla og onga undirtøku fær í Løgtinginum í dag.

Løgmaður hevur tí tikið avgerð um at leggja fram uppskot um avtøku av lógini, sum er samtykt. Í staðin verður skotið upp at gera nakrar neyðugar broytingar í gomlu lógini, fyri at bøta um ringastu ójavnarnar í lønar- og pensjónsviðurskiftunum hjá landsstýrismonnunum í mun til skipanina hjá løgtingsmonnunum.

 

Samstundis, sum hetta uppskot verður lagt fram, verður uppskot um at seta úr gildi løgtingslóg nr. 84 frá 15. mai 2001 um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. eisini lagt fram. Mælt verður til, at hetta uppskot og uppskotið um at seta nevndu lóg úr gildi verða viðgjørd saman.

2. PARTUR: AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

Í mun til skipanina, sum skuldi koma í gildi 1. januar 2002, er talan um eina stóra sparing fyri landskassan. Í mun til uppskotið, ið landsstýrið legði fram, skuldi eftirlønirnar hækkast eini 60 – 70% í miðal. Hetta varð tó broytt í Løgtinginum, soleiðis at meirkostnaðurin gjørdist fleiri ferðir størri enn sambært landsstýrisins uppskoti.

Eftir gomlu lógini hevði fyrrverandi landsstýrismaður, sum eisini hevði vunnið sær rætt til tænastumannaeftirløn ella løgtingsmannaeftirløn, bara rætt til hægstu eftirlønina. Nú er tann broyting gjørd, at til ber at leggja eftirlønirnar saman. Mark er tó sett soleiðis, at eftirlønirnar samanlagt ongantíð verða hægri enn hægsta egineftirløn, sum fáast kann sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir. Samsvarandi broyting er gjørd fyri hjúnafelagaeftirlønina. 

Í 2000 vórðu útgoldnar kr. 441.000, í eftirløn og í 2001 verða útgoldnar umleið kr. 600.000. Meirkostnaðurin av at kunna leggja eftirlønirnar saman hevur ikki ávirkan beinanvegin, ikki fyrr enn teir landsstýrismenn og løgmenn, sum í dag hava sæti í landsstýrinum ella fáa sæti í landsstýrinum seinri, fara frá við eftirløn. 

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

ja

nei

nei

ja

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

ja

 

 

3. PARTUR: SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Til pkt. 1.
Starvið sum løgmaður ella landsstýrismaður ber í sær serligan kostnað til samskifti. Hugsað verður her serliga um kostnaðargjald fyri telefon, telefaks, postgjald, alnót o.l. heima. Til hesa nýtslu verður skotið upp, at løgmaður og landsstýrismenn fáa eitt skattafrítt kostnaðarendurgjald upp á kr. 24.000 árliga.

Løgtingsgranskoðararnir hava sett spurning við endurgjald fyri telefon v.m. Samsvar eigur at vera millum lógina um samsýning løgtingsmanna og lógina um samsýning landsstýrismanna. Samskiftismynstrið er broytt sera nógv tey seinastu árini, nú alt fleiri samskiftisamboð eru tøk. Siðvenjan viðvíkjandi fríari telefon eigur tí at verða avtikin, og í staðin eigur løgmaður og landsstýrismenn at fáa kostnaðarendurgjald til samskifti.

Til pkt. 2.
Staðfest verður her, at endurgjøldini sbrt. stk. 2 – 6 eru ikki skattskyldug.

Til pkt. 3.
Løgmaður og landsstýrismenn fáa samsýning í 3 til 6 mánaðir eftir, at teir eru farnir frá. Skotið verður upp, at fer løgmaður ella landsstýrismaður í alment starv, áðrenn samsýningin er steðgað úr landsstýrinum, verður samsýningin lækkað samsvarandi. Rætt er ikki, at hann fær dupulta løn.

Til pkt. 4.
Skotið verður upp, at nevnd verður sett at geva løgmanni tilmæli um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.

Fyri at ongin ivi skal vera um, hvørt nevndin er óvildug, verður skotið upp, at til nevndarlimir kunnu ikki verða valdir løgtingsmenn, landsstýrismenn og fólk, ið eru starvssett í fyrisiting landsstýrisins.

Nevndin, ið løgmaður velur fyrst í hvørjum valskeiði, verður vald fyri alt valskeiðið. Nevndin skal geva løgmanni tilmæli í seinasta lagi í aðru tingsetu í hvørjum valskeiði.

Til pkt. 5.
Her verður ásett, hvørji eftirlønarviðurskifti ávirka, og hvørji ikki ávirka rættin til egineftirløn. Løgmaður og landsstýrismenn kunnu forvinna sær rætt til eftirløn í fleiri størvum, sum geva rætt til tænastumannaeftirløn, tænastumannalíknandi eftirløn og eftirløn eftir hesi lóg. Ein avmarking av samlaðu eftirlønarupphæddini er tó ásett, so samlaða eftirlønin í mesta lagi kann vera hægsta eftirlønin, sum fáast kann eftir tænastumannalógini. Hægsti flokkur í tænastumannalógini er 40. lønarflokkur, og hægsta eftirlønin sambært hesum flokki er í løtuni knappar 27.000 kr. um mánaðin

Fer samlaða eftirlønin upp um hesa upphædd, verður eftirlønin úr landsstýrinum lækkað samsvarandi.

Til pkt. 6.
Her verða ásettar samsvarandi avmarkingar, sum í § 3, stk. 5, fyri hjúnafelagaeftirløn. Hægsta hjúnafelagaeftirlønin sambært 40. lønarflokki í tænastumannalógini er í løtuni knappar 20.000 kr.

Til pkt. 7.
Í hesi grein er ásett, at reglurnar um barnaeftirløn og barnaeftirlønarískoyti, eru eftir somu reglum sum hjá tænastumonnum, tó bert fyri børn undir 18 ár. Hetta ber í sær, at um løgmaður ella landsstýrismaður, sum doyr, hevur børn undir 18 ár, fáa børnini barnaeftirløn, sum er um 2.200,- kr. um mánaðin. Eru børnini foreldraleys, er barnaeftirlønin næstan dupult. Fer løgmaður ella landsstýrismaður frá við eftirløn og hevur børn undir 18 ár, fær hann barnaeftirlønarískoyti til børnini verða 18 ár. Barnaeftirlønarískoytið er eisini um 2.200,- kr. um mánaðin.

Til pkt. 8.
Stk. 1 er næstan sama orðing sum § 10 í galdandi lóg. Tó er strikað, at tænastumaður, sum verður valdur til landsstýrismann, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum uttan miss í eftirlønaraldri. Eftir § 3, stk. 5 í uppskotinum fær hann nú, við ávísum avmarkingum, útgoldna eftirløn í báðum størvum.

Í stk. 2 og 3 verður ásett, at løgmaður og landsstýrismenn hava rætt til barnsburðarfarloyvi eftir somu reglum, sum tænastumenn landsins í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Hetta merkir, at kvinnuligur løgmaður ella landsstýrismaður fær farloyvi við samsýning í 24 vikur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Mannligur løgmaður og landsstýrismaður kann fáa farloyvi í upp til 14 dagar við ongari samsýning og við ongum missi í eftirlønaraldri.

1. viðgerð 13. desember 2001. Tingmálini 41 og 42 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta beint í fíggjarnevndina, sum tann 14. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. desember 2001, og eftir 1. viðgerð tann 13. desember 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Anfinn Kallsberg, løgmann.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilurin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen) førir fram, at hóast nýggja uppskot landsstýrisins er ein ávísur bati samanborið við lógina frá mai í ár, so veitir tað einki rættvísi í spurninginum um samsýning og eftirløn landstýrismanna. Hartil tryggjar tað sitandi landsstýri fyrimunir við afturvirkandi kraft.

Minnilutin ( Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen) kann tí ikki taka undir við uppskoti landsstýrisins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram.

2. viðgerð 18. desember 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 15-7-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, fall 13-1-16. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.

J.nr. 525-0026/2001