Rúsdrekkalóg

 

49  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 29. januar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini

§ 1

Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 04. juni 1996, løgtingslóg nr. 142 frá 20.12.1996 og løgtingslóg nr. 64 frá 10.05.2000 verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 8, stk. 1 verður "Rúsdrekkasøla Landsins" broytt til: "Loyvisnevndin".
  2. § 8, stk. 3 verður orðað soleiðis: "Stk. 3. Hevur bryggjarí brotið treytirnar fyri loyvinum, kann loyvisnevndin taka loyvið aftur eftir ásetingunum í § 14. Afturtøka av loyvi til útflýggjan av øli kann vera avmarkað til ávís sølustøð".
  3. § 8, stk. 4 verður strikað.
  4. § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis: "Stk. 3. Loyvisnevndin hevur 5 limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Í loyvisnevndini skulu vera ein løgfrøðingur, eitt umboð fyri løgregluna, eitt umboð fyri fyribyrgingarráðið, ein grannskoðari og ein persónur við hollum kunnleika til hotel- og restauratiónsvinnuna. Løgfrøðingurin er formaður í loyvisnevndini. Limirnir verða tilnevndir fyri eitt 4 ára tíðarskeið ísenn. Fyri hvønn av limunum verður tilnevndur ein tiltakslimur"
  5. Í § 9, stk. 4 verður sett inn sum 2. pkt.:
  6. "Í skipanini kann verða ásett, at loyvisnevndin kann heimila formanninum at avgreiða tey í § 10 a nevndu mál."

  7. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Skeinkiloyvi kann verða veitt persónum og partafeløgum, smápartafeløgum og øðrum feløgum, sum hava avmarkaða ábyrgd (herímillum feløg við skiftandi limatali ella skiftandi ogn, felagsskapir, sjálveigandi stovnar við alment góðgerandi endamáli og aðrir sjálvsognarstovnar), um hesi feløg v.m. eru heimahoyrandi í Føroyum og reka hotel- og restauratiónsvirksemi"
  8. § 10, stk. 2, nr. 3 verður strikað.
  9. Aftaná § 10 verður sett inn:
  10. "§ 10 a. Til støk tiltøk sum størri samkomur, ráðstevnur, veitslur og líknandi kann loyvisnevndin loyva, at rúsdrekka verður skonkt, um loyvishavari eftir § 10 skipar fyri skeinkingini.
    Stk. 2. Loyvisnevndin kann í serligum føri loyva, at persónur, ið lýkur treytirnar, ið eru ásettar í § 12, stk. 1, skipar fyri skeinkingini, um ongin loyvishavari kann átaka sær at skipa fyri skeinkingini.
    Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 og 2 kann eftir umstøðunum avmarkast og treytast."

  11. Í § 12, stk. 1 verður nr. 3 strikað. Nr. 4-5 verða eftir hetta til nr. 3-4.
  12. § 12, stk. 2 verður orðað soleiðis:
  13. „Stk. 2. Skeinkiloyvi kann einans verða veitt feløgum v.m., jb. § 10, stk. 1, um stjórnin og meira enn helvtin av nevndarlimunum lúka treytirnar í stk. 1. Í serligum førum kann loyvisnevndin gera undantak frá kravinum í stk. 1, nr. 3. Koma nýggir limir í stjórnina ella nevndina, skal hetta fráboðast loyvisnevndini."

  14. Í § 18 verða orðini ", tó ikki á teimum støðum, sum eru nevnd í § 10, stk. 2, nr. 3," strikað.
  15. Í § 22, stk. , nr. 1 verður " § 12, stk. 2, 2. pkt." broytt til "§ 12, stk. 2, 3. pkt."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mars 2002.  

Almennar viðmerkingar

Útflýggjan av egnari framleiðslu av øli
Eftir galdandi rúsdrekkalóg er tað Rúsdrekkasøla Landsins, sum kann heimila føroysku bryggjaríunum at útflýggja egnu framleiðslu teirra av øli. Eisini er ásett, at Rúsdrekkasøla Landsins skal taka aftur loyvi, um bryggjarí brýtur treytirnar fyri loyvi.

Galdandi skipan, har Rúsdrekkasøla Landsins er fyrisitingarmyndugleiki, tá talan er um at geva og taka loyvi til útflýggjan av egnari framleiðslu frá føroysku bryggjaríunum, er óheppin. Rúsdrekkasøla Landsins er bæði kappingarneyti og kundi hjá bryggjaríunum, og er stovnurin tískil ikki skikkaður til samstundis at vera útinnandi myndugleiki á hesum øki.

Fyri at sleppast kann undan hesi interessu-konflikt verður skotið upp, at heimildin ístaðin verður latin loyvisnevndini.

Loyvisnevndin
Uppgávan hjá loyvisnevndini er at veita skeinkiloyvi, og eru eftir galdandi lóg 7 limir í loyvisnevndini; ein løgfrøðingur á Landsskrivstovuni, ein advokatur, ein grannskoðari, landfútin, politiumsjónarmaðurin, ein lækni (frá 1. januar 2002 umboð úr Fyribyrgingarráðnum ) umframt ein embætismaður á Almannastovuni, meðan ongin limur við serligum kunnleika til hotel- og restauratiónsvinnuna er í loyvisnevndini.

Tá hugsað verður um týdningin, ið avgerðir loyvisnevndarinnar hava fyri hotel- og restauratiónsvinnuna, verður hildið, at fakligi kunnleikin hjá loyvisnevndini eigur at verða styrktur á hesum øki, við at persónur við hollum kunnleika til hesa vinnu kemur í loyvisnevndina soleiðis, at loyvisnevndin fær størri kunnleika til tær umstøður, sum hotel- og restauratiónsvinnan virkar undir, og á tann hátt øktan førleika at meta um øll tey sjónarmið, sum hon skal hava í huga, tá skeinkiloyvi verða givin, jb. § 11, stk. 2 í rúsdrekkalógini, sum ásetir at:

" Tá útskeinkingarloyvi verður givið, skulu samfelagslig, fráhaldslig og onnur í hesum sambandi galdandi sjónarmið havast í huga. Hesi sjónarmið verða framd m.a. við meting av:

1) Handilsliga førleikanum hjá umsøkjaranum.
2) Fíggjarlig viðurskifti umsøkjarans og fíggjarætlan.
3) Stødd, innrætting og serkenni annars á fyritøkuni.
4) Hvar fyritøkan liggur.
5) Ítøkilig fráhaldslig og onnur í hesum sambandi knýtt sosial og løgreglulig sjónarmið."

Mett verður, at loyvisnevndin er óneyðuga stór sum er, og at fakkunnleiki í ávísan mun er dupultumboðaður, uttan at serlig orsøk er fyri tí. Skotið verður tí upp, at nevndin verður minkað við tveimum limum soleiðis, at 5 limir vera í nevndini. Mett verður ikki, at orsøk er fyri ásetingini um, at ein advokatur skal vera í loyvisnevndini, umframt ein løgfrøðingur sum formaður. Eftir uppskotinum verður tí bert ein løgfrøðingur í nevndini. Somuleiðis verður skotið upp, at løgreglan verður umboðað við einum limi í mun til tveir í dag, og at ásetingin um, at embætismaður á Almannastovuni skal vera í nevndini, verður strikað. Víst verður í hesum sambandi á, at við seinastu broyting av rúsdrekkalógini bleiv ásett, at eitt umboð úr Fyribyrgingarráðnum skal vera í loyvisnevndini, og eru fráhaldslig og sosial sjónarmið soleiðis framhaldandi umboðað í loyvisnevndini. Umframt hesar broytingar verður, sum longu nevnt, skotið upp, at persónur við kunnleika til hotel- og restauratiónsvinnuna kemur í nevndina, meðan grannskoðari framhaldandi verður í nevndini. Við hesi fakligu samanseting verður mett, at øll viðkomandi sjónarmið eru lutfalsliga javnt umboðað í loyvisnevndini, og at fakligi førleiki nevndarinnar verður styrktur.

Loyvisnevndin hevur, sum er, ongar tiltakslimir, og hevur loyvisnevndin víst á, at ynskiligt hevði verið, um tiltakslimir vórðu tilnevndir. Skotið verður tí upp, at tiltakslimir verða tilnevndir fyri hvønn lim í loyvisnevndini.

Skeinkiloyvi til støk tiltøk
Eftir galdandi rúsdrekkalóg er bert loyvt at skeinkja rúsdrekka á støðum við skeinkiloyvi, og loyvi til útskeinking kann einans verða veitt persónum, feløgum o.l., ið reka hotel- og restauratiónsvirksemi. Lógin hevur verið fatað soleiðis, at heimild ikki er fyri at loyva, at skonkt verður til støk tiltøk, eins og vanligt er aðrastaðni. Tískil er ikki møguligt at veita loyvi til at skeinkja á t.d. fundum og ráðstevnum, eins og møguleiki ikki er fyri at skeinkja rúsdrekka í sambandi við, at hildnar verða størri almennar veitslur ella dansikvøld, um hesi tiltøk verða hildin á øðrum støðum enn teimum, sum hava permanent skeinkiloyvi. Nú skjótt 10 ár eru liðin, síðan nýggja rúsdrekkalógin kom í gildi, og tey fyrstu skeinkiloyvini blivu latin, hava fólk vant seg við at kunna keypa t.d. eitt glas av víni ella eina øl á gistingarhúsum, matstovum, dansistøðum v.m., og er tað trupult hjá nógvum at skilja, hví tað ikki skal bera til at gera tað sama til omanfyri nevndu tiltøk.

Verandi rættarstøða virkar neyvan tálmandi upp á nýtsluna av rúsdrekka í sambandi við slík tiltøk, men elvir hinvegin heldur til, at drukkið verður undir óskipaðum viðurskiftum uttan eftirlit.

Skotið verður tí upp, at lógin verður broytt soleiðis, at møguleiki verður fyri at loyva persóni ella felagi, sum frammanundan hevur skeinkiloyvi, at skipa fyri skeinking til støk tiltøk - t.v.s., at ein loyvishavi kann fáa loyvi til at skeinkja rúsdrekka uttan fyri vanliga skeinkistaðið í sambandi við serlig tiltøk - so rúsdrekkanýtslan eisini í slíkum førum kann fara fram undir skipaðum viðurskiftum og undir vanligum eftirliti.

Eftir uppskotinum kann loyvisnevndin tó í serligum føri loyva persóni, sum ikki hevur skeinkiloyvi, at skipa fyri skeinkingini, um ongin loyvishavari kann átaka sær at skipa fyri skeinkingini. Endamálið við hesum er, at sleppast kann undan, at krøvini í rúsdrekkalógini í royndum koma at útihýsa møguleikanum fyri skeinking í sambandi við tiltøk, um ongin loyvishavari vil ella kann átaka sær ábyrgd av skeinkingini - til dømis á útoyggjum, har ongin loyvishavari er.

Annað
Eftir lógaruppskotinum fellur kravið um danskan heimarætt fyri at fáa útskeinkingarloyvi burtur. Grundgevingin er, at útlendingar – sæð burtur frá norðurlendskum ríkisborgarum – skulu hava arbeiðsloyvi fyri at kunna reka hotel- og restaurationsvirksemi í Føroyum. Vanlig mannagongd higartil hevur verið, at arbeiðsloyvi verða givin av Útlendingastýrinum í Danmark, um so er, at landsstýrið (Vinnumálastýrið), ið fær málini til ummælis, ikki setir seg ímóti, at umsóknin verður gingin á møti.

Nevnast kann, at líknandi áseting í gomlu vinnulógini (løgtingslóg nr. 33 frá 20.12.1955 um vinnu) ikki er tikin við í nýggju vinnulógina (løgtingslóg nr. 64 frá 27.04.2001 um vinnu) við somu grundgeving.

Eftir galdandi lóg skulu allir nevndarlimir í feløgum v.m., sum søkja ella hava skeinkiloyvi, lúka treytirnar, sum settar verða persónum fyri at fáa skeinkiloyvi, herímillum kravið um bústað í Føroyum. T.v.s., at persónur búsitandi uttanlands kann ikki sita í nevndini í felagi, sum eigur eitt gistingarhús ella matstovu við skeinkiloyvi. Hildið verður, at slík áseting kann vera óheppin og vera ein órímilig forðan fyri, at t.d. útlendingar keypa part av - ella allan - partapeninginum í einum felagi, sum rekur gistingarhús ella matstovu. Eftir uppskotinum verður ístaðin kravt, at stjórnin og meira enn helvtin av nevndarlimunum skulu lúka nevndu treytir, tó soleiðis at loyvisnevndin í serligum førum skal kunna gera undantak frá kravinum.  

Umframt omanfyri nevndu broytingar inniheldur lógaruppskotið aðrar broytingar – í flestu førum smærri tekniskar broytingar. Víst verður til serligu viðmerkingarnar.

Hoyring
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá: Rúsdrekkasølu Landsins, Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, Loyvisnevndini, Almanna- og Heilsumálastýrinum, Fíggjarmálastýrinum, Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya, Vinnuhúsinum, Føroya Bjór og Restorffs Bryggjarí. 

Rúsdrekkasøla Landsins, Almanna- og Heilsumálastýrið, Fíggjarmálastýrið, Restorffs Bryggjarí og Vinnuhúsið høvdu ongar viðmerkingar. Rúsdrekka- og Narkotikaráðið, Loyvisnevndin, Føroya Bjór og Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya tóku - burtursæð frá tekniskum viðmerkingum - í høvuðsheitum undir við uppskotinum. Rúsdrekka- og Narkotikaráðið kundi tó ikki taka undir við, at umboð fyri hotel- og restauratiónsvinnuna kemur í loyvisnevndina.

M.a. orsakað av teimum innkomnu viðmerkingunum eru fleiri broytingar gjørdar í uppskotinum aftaná hoyringina.  

Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar av týdningi fyri land og kommunur.

Umsitingarliga fær loyvisnevndin nakrar uppgávur afturat teimum, hon hevur í dag, men mett verður ikki, at hesar koma at hava útreiðslur av týdningi við sær.

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar av týdningi fyri vinnuna.

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

Uppskotið hevur ongar serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir við sær. 

 

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar


(Nei)


Nei


Nei


Nei


Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar


Nei


Nei


Nei


Nei


Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

     


Nei

 

Serligar viðmerkingar

Til nr. 1.
Eftir uppskotinum verður tað loyvisnevndin, sum kann heimila føroysku bryggjaríunum at útflýggja egnu framleiðslu teirra av øli, ístaðin fyri Rúsdrekkasøla Landsins.

Til nr. 2.
Loyvisnevndin verður sett inn ístaðin fyri Rúsdrekkasølu Landsins sum avleiðing av broyting nr. 1. Harumframt verður skotið upp, at ásett verður, at loyvisnevndin kann taka aftur loyvi, um treytirnar verða brotnar. Eftir galdandi lóg skal loyvi verða tikið aftur. Eftir uppskotinum verður møguleiki fyri at geva eina ávaring, heldur enn, at fylgjan av fyrsta broti ella einum minni álvarsamum broti skal verða, at loyvi verður tikið aftur.

Verður loyvi tikið aftur, verður skotið upp, at sama mannagongd verður galdandi, sum er galdandi í sambandi við afturtøku av skeinkiloyvum.

Til nr. 3.
Eftir galdandi lóg kann avgerðin hjá Rúsdrekkasølu Landsins um at taka aftur heimildina hjá føroysku bryggjaríunum at útflýggja egnu framleiðslu av øli kærast til landsstýrismannin. Av tí at uppskotið leggur upp til, at mannagongdin í sambandi við afturtøku av skeinkiloyvi eftir § 14 verður brúkt, t.v.s at loyvishavarin kann krevja, at avgerðin um at taka aftur loyvi skal verða løgd fyri dómsvaldið, verður skotið upp, at avgerð loyvisnevndarinnar um at taka aftur heimildina ikki kann kærast til landsstýrismannin. Hetta er somuleiðis í tráð við § 9, stk. 5, sum ásetir, at avgerðir hjá loyvisnevndini í sambandi við veitan av skeinkiloyvi ikki kunnu kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.

Til nr. 4.
Víst verður til tær almennu viðmerkingarnar.

Til nr. 5.
Endmálið við ásetingini er at lætta um málsgongdina í loyvisnevndini, av tí at roknað verður við, at mál, sum koma undir § 10 a, ofta skulu avgreiðast við stuttari freist.

Til nr. 6.
Hetta er ein greiniligari orðing enn orðingin í galdandi lóg, og er henda orðingin lík orðingini í vinnulógini.

Til nr. 7.
Sambært § 10, stk. 2, nr. 3 skal tann, ið leigar út høli til samkomur, ið sjálvar reika fyri borðreiðing, hava skeinkiloyvi. Ásetingin, ið er ein partur av upprunalógini, kom í gildi tann 1. oktober 1996. Sambært hesi áseting skulu sostatt samkomuhús, bygdahús og onnur, ið leiga út høli til t.d. brúdleyp og aðrar veitslur, har tann, ið skipar fyri veitsluni, sjálvur skeinkir, hava skeinkiloyvi eftir somu treytum sum vanligar matstovur sambært rúsdrekkalógini. Hetta merkir m.a., at hølini skulu vera góðkend til tílíkt virksemi, og feløgini, ið eiga húsini, skulu finna ein ábyrgdarpersón sambært rúsdrekkalógini.

Mett verður ikki, at aldargamli siðurin, har fólk sjálvi leiga høli til at halda brúdleyp og aðrar veitslur, og har tey sjálvi syrgja fyri og hava ábyrgdina av borðreiðing av mati og drekka, eigur at verða fevndur av rúsdrekkalógini. Slíkar veitslur/samkomur eru privatar og av slíkum slagi, at tær eins væl kundu verðið hildnar heima við hús, um umstøðurnar loyvdu tí. Borðreiðing (herímillum skeinking) í hesum sambandi eigur tí ikki at verða javnsett við hotel- og restaurautionsvirksemi, og tískil heldur ikki at koma undir rúsdrekkalógina.

Bæði Rúsdrekka- og Narkotikaráðið og loyvisnevndin hava somuleiðis mælt til, at ásetingin verður sett úr gildi.

Skotið verður tí upp, at ásetingin verður strikað.

Til nr. 8.
Eftir uppskotinum verður møguligt hjá loyvisnevndini at loyva persóni ella felagi, sum hevur skeinkiloyvi eftir § 10, at átaka sær at skipa fyri skeinking uttan fyri vanliga loyvisstaðið í samband við støk tiltøk sum størri samkomur, ráðstevnur, veitslur og líknandi. Tað verður upp til loyvisnevndina at meta um og gera av, hvørji tiltøk koma undir hesa áseting. Sum dømi kunnu nevnast fundir, ráðstevnur, veitslur, framsýningar, konsertir og serlig dansikvøld, har almenningurin ella ein størri skari av fólki hevur atgongd. Tað er ein treyt, at talan er um støk tiltøk, og tískil eru tiltøk, sum eru reglulig ella afturvendandi við stuttum millumbilum, ikki fevnd av ásetingini.

Støk tiltøk fyri einum minni skara av fólki, ið hava eitt hvørt samband við hvønn annan, og har tiltakið er av slíkum slagi, at tað kundi verðið hildið við hús, um pláss var fyri tí, fella vanliga uttan fyri øki lógarinnar.

Loyvi eftir hesi grein koma ikki undir ásetingarnar í § 11, stk. 1 og § 13, nr. 1, sum einans fevna um vanlig 4 ára skeinkiloyvi.

Eftir stk. 2 kann loyvisnevndin í serligum føri loyva, at persónur, sum ikki hevur skeinkiloyvi eftir § 10, kann skipa fyri skeinkingini, um so er, at ongin loyvishavari kann átaka sær at skipa fyri skeinkingini. Hugsað verður t.d. um tiltøk í økjum, har ongin loyvishavari er, t.d. á útoyggjum. Í slíkum førum hevði tað verið óheppið, um rúsdrekkalógin varð ein forðan fyri, at slíkt tiltak kundi verðið hildi á sama hátt sum líknandi tiltøk aðrastaðni í landinum.

Tað verður harumframt ein treyt, at persónur, sum loyvi fær, lýkur treytirnar í § 12, stk. 1.

Til nr. 9.
Víst verður til almennu viðmerkingarnar.

Til nr. 10.
Víst verður til almennu viðmerkingarnar.

Til nr. 11.
Broytingin er ein avleiðing av broyting nr. 7.

Til nr. 12.
Broytingin er ein avleiðing av broyting nr. 10.

1. viðgerð 31. januar 2002. Málið beint í vinnunevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.