Adressur

 

50  Uppskot til  løgtingslóg um adressur

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 29. januar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

U p p s k o t

til

løgtingslóg um adressur

Tilluting av adressum

§ 1. Allar bústaðar- og vinnueindir, hús, bygningar, grundstykki og almenn tilhaldsstøð skulu verða tillutað eina adressu.

§ 2. Adressan skal í hvørji bygd sær eyðskilt og eintýtt siga, hvar adressueindin er.
Stk. 2. Adressan verður sett saman av:

  1. navni, sum vísir til adressuøkið (staðið) í bygdini,
  2. nummari, sum skilvíst býtir upp adressuøkið, og
  3. einum uppískoyti, um fleiri eindir eru á adressuni.

§ 3. Kommunustýrini eru adressumyndugleiki og hava ábyrgdina av adressutillutingini og umsiting av adressuskipanini í kommununi.
Stk. 2. Kommunustýrið skal fyri hvørja bygd í kommununi:

  1. seta navn á vegir og gøtur og eitt nú á býlingar og tún v.m. og harvið býta bygdina upp í hóskandi avmarkað adressuøki, hvørt við sínum serstaka navni,
  2. talmerkja adressueindirnar í hvørjum adressuøki,
  3. um fleiri eindir eru í sama bygningi ella á sama grundstykki, eyðmerkja tær við uppískoyti til adressuna.

Stk. 3. Kommunustýrið skal leggja seg eftir, at adressurnar í hvørji bygd sær ikki kunnu koma í bland.
Stk. 4. Fyri landsvegastrekki skal navnið ásetast í samráð við landsvegamyndugleikan. Tá adressuøki fer um kommunumark, skal samráðast við grannakommununa.
Stk. 5. Kommunustýrið kann broyta talmerkið á einstøku adressueindunum.

§ 4. Kommunustýrið skal síggja til og bera kostnaðin av, at neyðug skelti og tilvísingar verða sett upp, og kann um neyðugt seta upp skelti v.m. inni á privatari ogn.
Stk. 2. Tá kommunala adressuskipanin er góðkend sbrt. § 7, stk. 2 skal kommunustýrið geva eigaranum boð um, hvørja adressu adressueindin hevur fingið tillutað. Á sama hátt skal vera, tá nýggjar adressur verða tillutaðar, ella tá adressur verða broyttar.
Stk. 3. Kommunustýrið kann avgera, at eigarin fyri egnu rokning skal seta skelti við húsanummari á bygningar v.m.
Stk. 4. Neyðug skelti skulu setast upp skjótast gjørligt eftir, at kommunala adressuskipanin er góðkend sbrt. § 7, stk. 2.

§ 5. Í kommununi skal adressunavn og nummar skrásetast á kort í hóskandi stødd. Adressukortið skal dagførast, tá nýggjar adressur verða tillutaðar, og tá adressur verða broyttar.

§ 6. Kommunustýrisins avgerðir eftir hesi lóg kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. Tó kunnu avgerðir, tiknar sbrt. § 4, stk. 1, kærast til landsstýrismannin.

Landsadressuskrá

§ 7. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at sett verður á stovn ein landsadressuskrá, sum er yvirlit yvir allar adressur í landinum. Skráin er almen.
Stk. 2. Kommunustýrini skulu geva upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni allar tillutaðar adressur í kommununi og skulu somuleiðis geva upp allar broytingar í adressutillutingini.
Stk. 3. Tá adressa verður upptikin í landsadressuskránna, skal hon eyðmerkjast við eintýddum talmerki og staðbindast við tilknýti til alment viðurkenda kortskipan.

Ymiskar ásetingar

§ 8. Landsstýrismaðurin kann seta greiniligari reglur fyri, hvat adressuøki og adressueindir eru, og um hvussu farast skal fram, tá adressutillutingin verður framd v.m.

§ 9. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjøld fyri útskriftir úr skránni.

§ 10. Landsstýrismaðurin kann seta kommunum, sum innan 3 ár eftir, at henda lóg er komin í gildi, ikki hava givið upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni allar tillutaðar adressur í kommununi, eina freist upp til 6 mánaðir at geva kommunalu adressuskipanina og broytingar í henni upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni.
Stk. 2. Verða adressuskipanin og broyting í adressuskipanini ikki latnar landsadressuskránni innan ta av landsstýrismanninum settu freist sbrt. stk. 1, kann landsstýrismaðurin lata kommunalu adressuskipanina og broyting gera fyri kommununnar rokning.

§ 11. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:

I. Bakstøði fyri uppskotinum:

Í 1997 varð arbeiðsbólkur (adressubólkurin) settur við tí arbeiðssetningi at gera uppskot til eina skipan fyri eintýddari skráseting av adressum í Føroyum. Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Postverk Føroya, Hagstovu Føroya, Landsverkfrøðingin, Matrikulstovuna, Føroysku Lendislýsingar Skipanina og Løgregluna.

Arbeiðsbólkurin læt álit frá sær í november 1998 við tilmæli um, at farið verður undir miðvíst at skipa almennar adressur í øllum býum og bygdum í landinum, og at hesar verða skrásettar í eini landsadressuskrá. Talan eigur at vera um eina almenna og sjálvstøðuga skipan soleiðis, at flest møgulig kunnu fáa nyttu úr henni. Í álitinum var eisini eitt uppskot til løgtingslóg um adressur. Eftir hesum uppskotinum skuldi lógin innarbeiðast í matrikullógina. Landsstýrið metir tó, at skilabetur er at gera eina sjálvstøðuga lóg um adressur. Landsstýrið hevur annars fylgt tilmælinum frá adressubólkinum, og ásetingarnar í uppskotinum til løgtingslóg um adressur, sum nevndin hevur í sínum áliti, eru tí í eitt sindur broyttum líki tiknar við í hesum uppskotinum.

II. Endamálið við lógaruppskotinum:

Endamálið við uppskotinum er at gera eina tíðarhóskandi adressuskrá, sum skal gera tað einfalt og lætt hjá einum og hvørjum at finna ávísan bústað ella ávíst stað í landinum.

Sum samfelagið mennist, gerst tørvurin á eini adressuskrá alt størri og meira sjónligur. Einstaki borgarin, eins og myndugleikar og vinnulív, hava alsamt oftari tørv á at kunna staðseta/-lokalisera ein ávísan bústað ella ein lokalitet, annaðhvørt tingligt ella umsitingarliga logiskt. Skal hetta vera møguligt krevst, at ein adressuskrá, sum fevnir um alt landið, er tøk.

Hetta hevur týdning hjá myndugleikum og vinnulívi. Nógv dømi eru um, at virksemi hjá myndugleikum er tarnað, tí ongin eintýdd, landsfevnandi adressuskipan finst í Føroyum. Nevnast kann arbeiðið hjá planleggingarstovnum av ymsum slagi, tað verið seg lands- ella kommunuplanleggingarmyndugleikar. Eins og samskiftisstovnar sum tele- og elverk og flutningstænastufyritøkur javnan eru darvaðar av hesum mangli.

Í sambandi við tilbúgving, neyðsynjarørindi og annars tá ókunnug skulu finna fram í bygd og bý, er neyðugt við eintýðugari staðfesting. Hetta gerst best við adressum. Tá adressuskráin verður digital, er møguligt at nýta hana á EDV saman við GPS, soleiðis at stytsta og skjótasta leið verður uppgivin elektroniskt. Um kommunan hevur kommunalu adressuskránna á EDV, kann dagførda landsadressuskráin nýtast on-line sum kommunal adressuskrá, til broytingar verða gjørdar í kommunalu adressuskránni.

Í álitinum frá adressubólkinum og í ummælinum frá Hagstova Føroya verður víst á, at fleiri týðandi øki innan hagtalsvirksemi eru, ið als ikki kunnu lýsast, tí hetta arbeiðið er treytað av, at ein adressuskrá finst, og at ein adressuskrá hevur alstóran týdning í arbeiðinum at betra og menna hagtalsvirksemi í Føroyum. Sum dømi um øki, har møguleikarnir verða betraðir at gera hagtøl, verður nevnt: Familju- og livikorshagtøl, arbeiðsmarknaðarhagtøl, fólkateljingar, bústaðar- og bygningsskráir, førleika- /útbúgvingarskráir o.s.fr.

Eisini Postverk Føroya hevur í sínum ummæli av uppskotinum víst á tørvin á eini adressuskrá, og at ein tílík er ein høvuðsfortreyt fyri av álvara at fara undir arbeiðið at rationalisera útberingina av posti í Føroyum, og at tað er tørført hjá postverkinum at røkja skyldurnar í sambandi við postflutning til lítar og á skynsaman hátt, tá grundarlagið, sum er ein postadressa, ikki liggur í føstum karmum. Adressuskráin er ikki ein postadressuskrá, men við adressuskránni skuldi arbeiðið við postflutninginum gjørst munandi lættari.

III. Verandi skipanir

Sum er, finst eittans løggildað og fullfíggjað yvirlit við atliti til lendisnýtsluna, og tað er matrikulin. Í honum eru allir eigindómar uppteknaðir, eyðmerktir við matrikulnummari og vístur á korti. Men matrikulnummarið er eintýtt fyri eigindómarnar – ikki einstaka jarðarlutin ella grundstykkið, og matrikulin er tí ikki egnaður sum almenn lokaliseringsskrá.

Postverkið hevur fyri fleiri árum síðani ásannað tørvin á eini landsadressuskrá, og er tí í samráð við bý- og bygdarráðini farið undir at gera eina slíka skipan fyri allar bygdirnar. Henda skráin er eyðvitað gjørd soleiðis, at hon fyrst og fremst tænir útberingini av posti. Men fyrimunirnir við eini almennari adressuskrá eru eyðsýndir, og tí hevur postverkið steðgað hesum arbeiði, meðan bíðað verður eftir, hvat verður burtur úr landsadressuskránni.

Somuleiðis hevur løgreglan havt sína serligu skipan – eina vegaskrá – at taka til, tá eitt nú ferðsluóhapp og brot á ferðslulógina skulu lýsast. Henda skipan hevur ikki verið nøktandi, og tørvur er á eini nógv betri skrá.

Í Tórshavn og í Klaksvík eru skipanir í gildi soleiðis, at allar gøtur og allir vegir hava navn, og allir bygningar eru talmerktir. Tær skipanirnar virka væl, og eingin orsøk er tí til at broyta tær, annað enn at fáa tær við í eina komandi landsfevnandi landsadressuskrá.

Aðrastaðni – í Runavík og í Fuglafirði – eru gøtunøvn, men eingi húsanummur, t.v.s. at her er stórur partur av arbeiðinum gjørt, men nakað stendur eftir. Annars er kring landið eingin rættulig adressering gjørd, og neyvasta staðfestingin er tí bygdin ella kanska býlingur ella staðarnavn afturat.

At hvør stovnur í sínum lagi ger sær egnar adressuskráir, hevur eisini tær avleiðingar, at einstaki borgarin ikki veit, hvat er skrásett hvar um hann/hana. Eisini merkir hetta, at sama arbeiði verður gjørt á fleiri stovnum, og er sostatt talan um dupult arbeiði, har vandin fyri skeivum skrásetingum er munandi størri, enn um talan var um eina felags, almenna adressuskrá.

IV. Høvuðsinnihaldið í uppskotinum:

Eftir lógaruppskotinum skulu í landsadressuskránni vera allar bústaðar- og vinnueindir, hús, bygningar og óbygd grundstykki og annars vegir, gøtur og tún v.m. Við øðrum orðum øll støð, har fólk halda til og ferðast. Landsadressuskráin inniheldur sostatt upplýsingar um slíkt, ið finst aftur í landslagnum, húsanummar, gøtu- og staðarnavn o.s.fr., men inniheldur ikki upplýsingar um fysiskar ella juridiskar persónar, og landsadressuskráin eigur tí at verða integrerað í aðrar fak-skráir, sum innihalda upplýsingar um fólk ella feløg, herundir um bústaðarviðurskifti.

Ábyrgdina av adressunum skulu komunurnar hava. Bert tær eru nóg nær borgaranum til at kunna seta navn á vegir og býlingar og at halda skil á, tá broytingar koma í, eitt nú tá nýggj hús verða bygd, ella tá vegir verða umlagdir.

Høvuðsreglurnar fyri, hvussu adressurnar verða tillutaðar, eru ásettar í lógaruppskotinum.

Adressan skal vera samansett av einum navni, sum vísir til adressuøkið (vegin, gøtuna, túnið), og einum nummari, sum vísir til einstøku adressueindina (bygningin, grundstykkið). Adressan skal vera eintýdd í bygdini, og saman við bygdarnavninum eintýdd í landinum.

Landsstýrismaðurin fær heimild at áseta greiniligari reglur um adresseringina.

Tær av kommununum tillutaðu adressur og broytingar í adressutillutingini skulu av kommunustýrinum fráboðast landsadressumyndugleikanum, sum skal góðkenna hesar til tess, at tær kunnu takast upp í landsdadressuskránna.

Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta reglur um gjøld fyri úrrit úr landsadressuskránni.

Í landsadressuskránni fær hvør einstøk adressa eitt frámerki - eina kodu ella eitt lokalitetstal (L-tal) – og eina postión ella geografiskar koordinatar.

Hugsanin er, at L- talið skal brúkast í ymsum skráum og skipanum, sum eintýdd tilvísing til adressuna í landsadressuskránni, og at positiónin skal brúkast til at finna adressuna (lokalitetin, staðið) aftur á kortinum v.m. Tá verða fakskráirnar leysar av at skula umsita bústaðarupplýsingar, men referera heldur til tær almennu og staðfestu upplýsingarnar í landsadressuskránni. Hetta átti at økt um effektivitetin og á allan hátt at verið munandi tryggari, til gagns fyri hin einstaka brúkaran. Men hetta er treytað av, at adressuskráin verður nýtt, og tí er tað átrokandi neyðugt, at tey, sum umsita aðrar týðandi skráir, so sum fólkayvirlitið, matrikulin, skattaskránna o.s.fr., alt fyri eitt integrera hana í hesar skipanir.

V. Hvør fíggjarligur kostnaður stendst av uppskotinum

Landskassin, stovningarútreiðslur

Útreiðslur landskassans av at stovnseta landsadressuskránna verða uml. 850.000 kr.

Stovningarútreiðslurnar fyri landskassan kunnu lutast soleiðis:

Útreiðslur til telduútgerð og programmering uml. 100.000 kr.
Útreiðslur til at skráseta adressurnar í landsadressuskránni, t.e. m.a. at gera tær digitalar og at binda tær til hóskandi kort uml. 750.000 kr.
Stovningarútreiðslur tilsamans uml. 850.000 kr.

Stovnsetanin av landsadressuskránni fer at taka uml. 3-4 ár soleiðis, at tørvur verður bert á at játta ein part av stovningarútreiðslunum hvørt fíggjarár.

Landskassin, rakstur

Til rakstur av landsadressuskránni verður mett, at nýtast skal eitt ½ ársverk, svarandi til uml. kr. 100.000,- árliga. Rakstrarútreiðslurnar ætlast at verða fíggjaðar við gjøldum frá kommununum og øðrum brúkarum av skránni.

Kommunur, stovningar- og rakstrarútreiðslur

Útreiðslurnar hjá kommunum til gerð av kommunalu adressuskránni, skelting v.m. verða uml. 2,7 mió. kr., sum kunnu lutast soleiðis:

Skelting uml. 2 mió. kr.
At gera dagførd kort uml. 750.000 kr.

Rakstarútreiðslurnar hjá kommunum verða mettar til uml. 125.000 kr/ár.

Umsiting

Í innkomnu ummælunum hava FDS (Føroya Dátusavn) og Sp/f Munin víst á møguleikan at leggja skipanina ella tann tekniskt rakstrarliga partin av skipanini til privatar at umsita. Hesin spurningurin fer at verða umhugsaður nærri, og verður tað mett, at privatu fyritøkurnar kunnu umsita tann tekniskt rakstrarliga partin av landsadressukránni eins trygt og bílíga, sum ein almennur stovnur, verður hetta boðið út. Harumframt hava privatar fyritøkur møguleika at bjóða kommununum tænastur, tá kommunurnar skulu gera kommunalu adressuskipanirnar.  

Avleiðingar av uppskotinum.

  Fyri landi/
lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar
myndugleikar
Fyri pláss/øki
í landinum
Fyri ávísar
samfalagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/búskaparligar
avleiðingar av uppskotinum
ja ja nei nei ja
Umsitingarligar
avleiðingar
ja ja nei nei ja
Umhvørvisligar avleiðingar nei nei nei nei nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur nei nei nei nei nei
Sosialar avleiðingar nei nei nei nei nei

VI. Ummæli:

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá hesum stovnum, fyritøkum og myndugleikum:

Øllum stýrum í landsstýrinum, øllum kommunum, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Postverk Føroya, Hagstovu Føroya, Landsverkfrøðinginum, Matrikulstovuni, Politinum, P/F Føroya Dátusavni (FDS), Sp/f Munin.

Í uppskotinum, sum varð sent til ummælis, varð skotið upp, at kommunurnar skuldu rinda eitt gjald, tá kommunala adressuskipanin varð tikin upp í landsadressuskránna. Hetta tóku fleiri kommunur og Føroya Kommunufelag ikki undir við, og hendan ásetingin varð tí tikin burtur úr uppskotinum. Eisini varð víst á, at tørvur er á eini skiftistíð, og staðiligar reglur um hetta vórðu tí settar í uppskotið, eftir at tað hevði verið til ummælis. Nakrar kommunur hildu, at brúk er ikki fyri eini adressuskipan, og aðrar hildu, at tær smærru kommunurnar skuldu sleppa undan at gera adressuskipan. Landsstýrið metir, at brúk er fyri eini adressuskipan, og skal full nytta fáast burtur úr eini tílíkari skipan, skal hon fevna um allar kommunur. Postverkið vísti á, at brúk er fyri eini postadressuskrá, og at serligar reglur eiga at vera í uppskotinum um hetta. Adressuskráin er ikki ein persóns- og virkisskráseting, og tann serligi tørvurin, sum Postverkið hevur á eini postadressuskrá, eigur tí at verða loystur aðrar vegir.

VII. Viðmerkingar til einstøku greinarnar:

Til § 1.

Her verður ásett, hvørjar eindir skulu hava eina adressu. Adressueindirnar eru bústaðareindir, vinnueindir, hús, bygningar, men eisini óbygd lendi so sum ítróttarøki, spælipláss, viðarlundir, óbygdar og ætlaðar útstykkingar v.m.

Til § 2.

Hugtakið adressa er ikki neyvlýst í lógini, men tað sipar til eitt navn ella eitt navn og eitt nummar, sum á eintýddan hátt lýsir eina adressueind í bygdini. Adressan skal tí vera sett saman av navni, sum vísir til veg, tún ella býling í bygdini, t.e. adressuøkini og einum nummari, sum vísir til adressueindina.

Til § 3.

Eftir uppskotinum fáa kommunurnar ábyrgdina av at tilluta adressur og at umsita kommunalu adressuskipanina.

Kommunustýrið skal gera eitt yvirlit fyri hvørja bygd í kommununi, sum býtir hana upp í adressuøki, hvørt við sínum eintýdda og alment staðfesta navni. Eitt adressuøki er vanliga ein vegur ella gøta, har hús eru, men kann eisini vera ein býlingur ella eitt annars natúrliga avmarkað øki. Tað, sum umræður er, at uppbýtið er lætt at fata hjá staðkendum eins væl og hjá fremmandafólki. Er talan um heilt lítla bygd, kann øll bygdin roknast sum eitt adressuøki.

Sum nevnt verður í álitinum frá adressubólkinum, er tað av størsta týdningi, at arbeiðið við at býta bygdina upp í adressuøki og at navnseta verður gjørt í best møguligum samsvari við fatanina av staðarnøvnum v.m. á staðnum.

Innan hvørt adressuøki skal hvør adressueindin talmerkjast eftir einfaldari skipan, sum er løtt at fata.

Til § 4.

Eftir hesi áseting skulu kommunurnar skjótast til ber, eftir at adressuskipanin er góðkend av skrásetingarmyndugleikanum, seta upp neyðug gøtu-, veg-, økisskelti, upplýsandi talvur (kort yvir gøtu-/veganet) og onnur upplýsandi og tilvísandi skelti soleiðis, at tað fæst ein skilagóð merking av adressunum.

Eftir at adressuskipanin er góðkend, skulu kommunurnar geva eigarunum boð um, hvørja adressu adressueindin hevur fingið tillutað.

Kommunustýrini kunnu gera av, at eigararnir av bygningum v.m. fyri egna rokning skulu seta upp skelti við húsanummari.

Til § 5.

Kommunurnar skulu eftir uppskotinum skráseta adressurnar í yvirlitskort í hóskandi máti.

Til § 6.

Her verður staðiliga ásett, at avgerðir, sum kommunustýrið hevur tikið um nøvn á gøtum, vegum, túnum v.m., ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. Av tí at avgerðir tiknar eftir § 4, stk. 1 kunnu gera inntriv í rættindini hjá borgaranum, verður tó givin kærumyndugleiki viðvíkjandi avgerðum eftir § 4, stk. 1. Eftirlitið við, at lógin verður fylgd, er ásett í § 7 í uppskotinum.

Til § 7.

Í hesi ásetingini í uppskotinum eru reglurnar um, hvussu landsadressuskráin verður stovnsett og hildin viðlíka.

Tá kommunustýrið hevur stungið út adressuøki og ásett navn og nummar, skal hetta fráboðast landsadressuskránni til skrásetingar og staðfestingar.

Tann, ið umsitur landsadressuskránna, skal kanna eftir, at adressurnar eru í samsvari við givnar reglur, og at ikki óneyðugt bland kann koma í millum grannaøki og grannabygdir.

Annars hevur hesin umsitingarmyndugleikin ikki aðrar heimildir mótvegis kommunustýrinum, og avgerðirnar hjá kommunustýrinum kunnu ikki kærast, smbr. tó § 6, 2. pkt.

Í landsadressuskránni verður hin einstaka adressan eintýtt eyðmerkt, t.v.s. fær tillutað eitt skrásetingartal (eitt "L-tal"), og lokaliseringin (positiónin) verður staðsett við koordinatum við atliti til kenda kortrøð.

Adressurnar eru alment staðfestar, tá tær eru tiknar upp í landsadressuskránna.

Sum nevnt er ein partur av skrásetingini at skapa tilknýti til kort, og skyldskapur er millum adressuarbeiði og eitt nú matrikulering. Landsstýrismaðurin kann tí leggja umsitingina av landsadressuskránni til Matrikulstovuna, sbr. tó eisini viðmerkingarnar til pkt V omanfyri.

Til § 8.

Í hesi ásetingini verður heimilað landsstýrismanninum at seta greiniligari reglur um, hvat eitt adressuøki er, hvussu nummarraðfylgjan skal vera, uppískoyti til húsanummar, meginreglur fyri navngeving, nærri reglur um skelting v.m.

Til § 9.

Her verður heimilað landsstýrismanninum at áseta reglur um gjøld fyri útskriftir úr skránni, víst verður eisini til almennu viðmerkingarnar partur V.

Til § 10.

Tyngsta takið verður at seta adressuskipanina á stovn, t.v.s. býta bygdina upp í adressuøki, navnseta adressuøki og tilluta húsanummar v.m. Afturfyri verður ikki roknað við, at viðlíkahaldið av skipanini fer at hava nevnivert arbeiði við sær.

Í innkomnu ummælunum av uppskotinum hava kommunur eisini víst á, at hetta er arbeiði, ið tekur tíð, og at kommununum tørva eitt ávíst skotbrá at gera skipanina. Skotið verður tí upp, at kommunurnar fáa eina freist upp á 3 ár, eftir at lógin er komin í gildi, at gera kommunalu adressuskipanina. Verður adressuskipanin ikki innan ásettu freistina givin upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni, verður heimilað landsstýrismanninum at áseta eina freist upp á 6 mánaðir at geva kommunalu adressuskipanina og broytingar í henni upp til góðkenningar hjá landsadressumyndugleikanum, og at lata kommunalu adressuskipanina gera fyri kommununnar rokning.

Til § 11.

Ætlanin er, at uppskotið kann fáa gildi sum lóg skjótast til ber, so at farast kann undir adresseringsarbeiðið.

Skjøl:

  1. Álit um føroyska adressuskrá  - Skjøl til skránna
  2. Dømi um kommunala adressuskipan, Hósvík.(miðlinjur - kort)

1. viðgerð 22. februar 2002. Málið beint í vinnunevndina sum 21. februar 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 29. januar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 5. februar 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 14. og 21. februar 2002.

Nevndin hevur undir viðgerðini sett Vinnumálastýrinum spurningar viðvíkjandi §§ 2 og 5 í lógaruppskotinum.

Nevndin hevur spurt, um tað sum § 2, stk. 1 er orðað er ætlanin at seta krav til sjálvt navnið á gøtuni, býlinginum v.m. Til hendan spurning hevur Vinnumálastýrið svarað, at eingi serlig krøv verða sett til sjálvt navnið á gøtuni, býlinginum v.m.

Viðvíkjandi § 5 hevur nevndin spurt, um kommunurnar hava skyldu til at seta adressukort upp í kommununi. Vinnumálastýrið hevur svarað, at slíkt krav ikki liggur í ásetingini.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Henrik Old viðmerkir harumframt, at sum tað gongur fram av uppskotinum og álitinum, so hevur postverkið havt ein týðandi leiklut í tilrætisleggingini av hesum, og er hetta eitt týðiligt tekin um, at uppskotið er ein liður í tí arbeiðnum, sum er byrjað við at niðurleggja ella steingja smærru posthúsini. Týðiligt er eisini, at sjálv avgerðin um at niðurleggja posthúsini er útsett og verður hildin loynilig til eftir valdagin 30. apríl.

2. viðgerð 26. februar 2002. §§ 1 til og við 11 samtyktar 30-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 28. februar 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-1-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 17 frá 06.03.2002