Rentustuðul

 

59  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 14. februar, legði Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul

§ 1

Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. december 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. mars 2001, verða framdar hesar broytingar:

  1. Í § 1 verður sett inn sum nýtt stykki 2:
  2. "Stk. 2. Rætt til rentustuðul hava eisini føroyskir sjálvsognarstovnar, ið hava til endamáls almentgagnligt at byggja ella á annan hátt útvega íbúðir til útleigan í Føroyum."

  3. Í § 2 verður sett inn nýtt nr. 2, litra d):
  4. "d) keyp, bygging, umvæling ella umbygging av bústøðum, ætlaðir til almentgagnliga útleigan."

  5. Í § 3 verður sett inn sum nýtt stk. 5:
    "Stk. 5. Fyri lán, sum eru nevnd í § 2, nr. 2, litra d, verður rentustuðul í mesta lagi veittur við tí í § 5 nevndu prosentupphædd av kr. 60.000 fyri hvørt íbúðarpláss fyri hvørt ár. Stk. 3 er eisini galdandi fyri hesi lán."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar

Almennar viðmerkingar
Tað eigur ikki at vera munur á, um fólk búgva í sethúsum ella í leiguíbúð. Øll eiga at vera líka fyri lógini og fáa somu kor frá tí almenna.

Nøkur, serliga fólk í bestu árum og við góðari inntøku, ynskja at búgva í sethúsum. Hesi fáa í dag ein fittan part av rentuútreiðslunum endurgoldnar.

Landið letur umleið tveir triðingar av hesum rentustuðli og kommunurnar ein triðing. Fyri 2002 er rentustuðulin 42 % av í mesta lagi kr. 60.000 fyri flestøll vanlig lán.

Onnur fólk ynskja heldur at búgva í leiguíbúð. Hetta kann vera, tí tey bara fyribils eru á einum plássi fyri at nema sær útbúgving, arbeiða í styttri tíðarskeið, ella tí tey enn ikki hava stovnað familju.

Uppaftur onnur hava einki annað í at velja enn at leiga. Tað eru serliga tey, sum ikki hava ráð til útgjaldi til eini sethús ella eigaraíbúð. Hetta eru ofta einligar mammur, einlig eldri fólk, fólk við lágum inntøkum ella fólk, ið á annan hátt ikki hava umstøður at gjalda tey ovurhondshøgu lánsgjøld, sum í dag krevjast fyri at fáa tak yvir høvdið.

Tað løgna við rentustuðlinum er, at hann bara verður latin teimum í tí fyrsta bólkinum. Hurð um hurð kunnu búgva eini hjún, ið hava lán fyri eina millión og tí fáa knappar 30.000 krónur í rentustuðli, og so ein einlig mamma, ið leigar í kjallaranum hjá teimum og ikki fær eitt oyra í almennum íbúðarstuðli.

Til tess at bøta um henda mismun verður ásett, at eisini sjálvsognarstovnar, ið byggja íbúðir til almentgagnlig endamál, kunnu fáa ein stuðul, ið svarar til tann, ið sethúsaeigarar fáa.

Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1.
Nýggja stykkið ger, at eisini sjálvsognarstovnar, ið útvega íbúðir til almentgagnliga útleigan, kunnu søkja um rentustuðul.

Orðið almentgagnligt skal skiljast soleiðis, at sjálvsognarstovnur skal hava íbúðarútleigan sum sítt høvuðsendamál, og eingin vinningur skal fara til onnur endamál enn at halda við líka íbúðirnar, gjalda aftur lánini ella útvega fleiri íbúðir. Í orðinum liggur eisini, at íbúðirnar skulu vera til taks hjá øllum fólki undir somu treytum, ella serliga vera ætlaðar ávísum bólkum við serligum tørvi, eitt nú eldri fólki, einligum ella brekaðum. Í slíkum føri mugu eingi ósaklig fyrilit vera tikin ella vanbýti fara fram til frama fyri fólk í ætt við stovnararnar, ella limir í ávisum trúarbólki ella øðrum felagskapi.

Til § 1, nr. 2.
Hetta merkir, at almentgagnligir sjálvsognarstovnar fáa stuðulin undir somu umstøðum sum privatfólk.

Til § 1, nr. 3.
Avmarkingin í upphædd er tann sama sum hjá privatfólki, ein prosentpartur av í mestalagið kr. 60.000 um árið, tó kr. 120.000 í eitt ár, serliga hugsandi í byggiárinum.

Fíggjarligar avleiðingar
Sera trupult er at meta um fíggjarligu avleiðingarnar, tí sjálvsognarstovnar hava higartil ikki bygt slíkar íbúðir, sum eru ætlaðar at fáa stuðul eftir hesum uppskotinum. Landsstýrismenninir í fíggjar- og almannamálum fáa høvi undir viðgerðini at siga sína hugsan um tann spurningin. Sum dømi kann nevnast, at ítøkilig ætlan hjá Íbúðargrunninum, Húsalánsgrunninum og Tórshavnar kommunu hevði havt við sær mvg-endurgjald upp á umleið 3 milliónir krónur í sambandi við byggingina og 1 millión krónur árliga í rentustuðli. Men samstundis fær landskassin tó eisini aðrar inntøkur av økta byggivirkseminum.

1. viðgerð 20. februar 2002. Tingmálini nr. 58 og 59 vórðu viðgjørd undir einum. Bæði málini beind í fíggjarnevndina, sum tann 6. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 15. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 20. februar 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. mars 2002, og hevur nevndin undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) tekur ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot Sambandsfloksins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) vísir á, at spurningurin um rentustuðul eigur at takast upp í sambandi við ein íbúðarpolitikk, har vit m.a. fáa nýggja leigulóg og lóggávu um íbúðarbygging, bæði eigaraíbúðir og íbúðir til útleigan.

2. viðgerð 12. mars 2002. §§ 1 og 2 fullu 12-2-16. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.