Arbeiðsskaðatryggingarlóg

 

72  Uppskot til  løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 28. februar, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða

(Arbeiðsskaðatryggingarlógin)

 

 

1. Partur
Øki lógarinnar

1. kapittul
Tryggjaðu persónarnir

Arbeiðstakararnir

§ 1. Hvør tann, sum fyri løn ella óløntur verður settur í starv hjá føroyskum arbeiðsgevara at arbeiða støðugt ella fyribils á føroyskum land- ella sjóøki, er tryggjaður móti avleiðingunum av arbeiðsskaða sambært ásetingunum í hesi lóg, sí tó stk. 2 og 3 og § 3.
Stk. 2. Húski arbeiðsgevarans er bert tryggjað, um arbeiðsviðurskifti teirra kunnu javnmetast við vanlig arbeiðstakaraviðurskifti.
Stk. 3. Hjúnafelagi arbeiðsgevarans er bert tryggjaður, um hjúnafelagarnir hava eina sínámillum lønaravtalu, sum, tá arbeiðsskaðin hendi, lýkur krøvini í skattalóggávuni.

§ 2. Tryggingin fevnir um alt arbeiði fyri arbeiðsgevaran, herímillum arbeiði í virki hansara, uttan mun til um tað er vinnuligt ella ikki, arbeiði í persónliga húsarhaldi arbeiðsgevarans, ella tá persónligar tænastur annars verða veittar arbeiðsgevaranum ella húski hansara.

§ 3. Javnmett við teir í § 1 nevndu persónar er sjófólk, sum arbeiðir umborð á føroyskt skrásettum skipi, statt uttan fyri føroyskt sjóøki.

Onnur tryggjað

§ 4. Tryggjað er eisini livandi føtt barn, sum í móðurlívi hevur fingið sjúku orsakað av einum av hesi lóg fevndum arbeiði, sum móðirin hevði, meðan hon var við barn.
Stk. 2. Um tað seinni verður staðfest, at árin á foreldrini frammanundan gitnaðinum ella eftir føðingina hava havt skaðiliga ávirkan á fostur ella barn, kunnu tílíkir skaðar viðurkennast sum arbeiðsskaðar samsvarandi reglunum í § 9.

§ 5. Tryggjaðir eru eisini persónar:

  1. í yrki teirra sum borgarligt ella kommunalt umboð
  2. í yrki sum álitisumboð fyri starvsfólkið á arbeiðsplássinum
  3. sum royna at bjarga mannalívi, fyribyrgja vanlukkum ella verja fyri stórvegis evnisligum ella mentanarligum missi, um royndin – hóast hon ikki kann metast sum partur av arbeiðnum sbr. § 1 - kortini verður framd í sambandi við vanliga arbeiði teirra
  4. sum royna at bjarga mannalívi á føroyskum land- ella sjóøki, hóast royndin ikki verður framd í sambandi við arbeiði teirra

§ 6. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta reglur um, at eisini aðrir persónar enn frammanundan nevndu skulu vera fevndir av lógini, herímillum:

  1. persónar, sum føroyskur arbeiðsgevari fyribils sendir út í onnur lond at arbeiða fyri seg
  2. persónar, sum fyri útlendskan arbeiðsgevara arbeiða her á landi ella umborð á útlendskt skrásettum skipi, boripalli ella líknandi á føroyskum sjóøki
  3. persónar undir útbúgving
  4. persónar undir forsorg

2. kapittul
Arbeiðsskaðar

§ 7. Arbeiðsskaðar sambært hesi lóg eru:

  1. vanlukkutilburðir, ið standast av arbeiðnum ella teimum viðurskiftum, arbeitt verður undir
  2. stutttíðar skaðilig árin, ið vara í mesta lagi 5 dagar, og sum standast av arbeiðnum ella teimum viðurskiftum, arbeitt verður undir
  3. bráddliga hendir lyftiskaðar sambært útgreiningini í § 8
  4. vinnusjúkur sambært útgreiningini í § 9

§ 8. Við bráddliga hendar lyftiskaðar skilst varandi vødda- nerva- ella liðskaðar, sum av sær sjálvum og við beinleiðis tilknýti til óvanliga lyftistøðu henda persónum, sum dagliga fáast við tyngjandi lyftiarbeiði, tó treytað av, at skaðin bert ella í høvuðsheitum er elvdur av hesum lyftiarbeiði.
Stk. 2. Hevur dagurin, tá arbeiðsskaðin hendi, rættarvirknað, verður hesin viðvíkjandi bráddliga hendum lyftiskaðum roknaður frá tí degi, lyftiskaðin hendi.

§ 9. Vinnusjúkur eru:

  1. sjúkur, sum eftir læknafrøðiligum og tøkniligum royndum eru elvdar av serligum árinum, sum ávísir persónsbólkar vegna arbeiði teirra ella viðurskiftunum, arbeitt verður undir, verða ávirkaðir av í størri mun enn persónar uttan tílíkt arbeiði. Harumframt sjúkur, sum livandi fødd børn hava fingið í móðurlívi orsakað av arbeiði, móðirin hevði, ímeðan hon var við barn. Landsstýrismaðurin ásetur við kunngerð, eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum, hvørjar sjúkur kunnu viðurkennast sum tílíkar vinnusjúkur. Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi áseta, at sjúkur bert eru fevndar av lógini, um tær eru elvdar av arbeiði í ávísum virkisøki, ella aðrar serligar treytir eru loknar.
  2. aðrar sjúkur, m.a. sjúkur sum livandi fødd børn hava fingið í móðurlívi, um tað verður prógvað, annaðhvørt at sjúkan eftir nýggjastu læknafrøðiligu royndunum lýkur krøvini, nevnd í nr. 1, 1. og 4. pkt., ella sjúkan bara ella í høvuðsheitum verður hildin at vera elvd orsakað av serligum arbeiðsumhvørvi.

Stk. 2. Sjúkur, elvdar av árinum á foreldrini frammanundan gitnaði ella eftir føðing, kunnu við broyting av kunngerðini, nevnd í stk. 1, nr. 1, verða viðurkendar sum vinnusjúkur, ella viðurkendar sum vinnusjúkur sambært stk. 1, nr. 2, um tað seinni verður prógvað, at hesi árin á foreldrini hava havt skaðiliga ávirkan á fostrið ella barnið.
Stk. 3. Um ikki annað er ásett í hesi lóg, hava vinnusjúkur rættarvirknað frá tí degi, sjúkan verður fráboðað sambært reglunum í 5. kapitli.

3. kapittul
Tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin

§ 10. Ein og hvør arbeiðsgevari, sum setur fólk í arbeiði samsvarandi § 1, hevur skyldu til at tryggja hesar persónar móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, sí tó stk. 2, § 11 og § 14, stk. 2.
Stk. 2. Tryggingarskylda er tó ikki fyri persónar, sum arbeiða í persónliga húsarhaldi arbeiðsgevarans, ella veita arbeiðsgevaranum ella húski hansara persónligar tænastur annars, um starvstíðin samanlagt er minni enn 100 tímar í einum álmanakkaári.

§ 11. Reiðari á skipi, sum er ella skal verða skrásett í Føroysku Skipaskránni, ella Føroysku Altjóða Skipaskránni, hevur skyldu til at tryggja ein og hvønn persón, fevndur av § 1, sum er settur í starv at arbeiða umborð á skipinum eftir skiparans ávísing, sjálvt um annar enn reiðarin hevur sett tey í starv ella lønir teimum, og sjálvt um arbeiðið fevnir um annað enn raksturin av skipinum.
Stk. 2. Reiðarin hevur eisini skyldu til at tryggja persónar, sum heilt ella partvíst eru eigarir av skipinum, og sum arbeiða umborð á hesum, uttan so at skipið einans verður nýtt til stuttleikasigling.

§ 12. Tryggingarskyldugur arbeiðsgevari er tann arbeiðsgevari, í hvørs tænastu arbeiðsskaðin hendi, sí tó stk. 2 og 3, § 10, stk. 2 og § 11.
Stk. 2. Er talan um bráddliga hendan lyftiskaða jvb. § 8, er tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin tann arbeiðsgevarin, í hvørs tænastu lyftiskaðin hendi, tó ikki um tað verður prógvað, at skaðin er elvdur av arbeiði fyri annan arbeiðsgevara.
Stk. 3. Er talan um vinnusjúku jvb. § 9, áliggur tryggingarskyldan tí arbeiðsgevara, í hvørs tænastu tann sjúki seinast áðrenn staðfestingina av sjúkuni hevur verið fyri skaðiligum árinum, ið kunnu haldast at hava elvt til viðkomandi sjúku, tó ikki um tað verður prógvað, at sjúkan er elvd av arbeiði fyri annan arbeiðsgevara.

§ 13. Ein arbeiðsgevari, ið hevur átikið sær eitt arbeiði, hevur skyldu til eisini at tryggja tey arbeiðsfólk, ið hin sáttmálaparturin letur honum til tess at útinna hetta arbeiði.
Stk. 2. Tann, ið rekur vinnuvirki, ella útinnir tryggingarskyldugt arbeiði, hevur skyldu at tryggja tey arbeiðsfólk, sum eru knýtt at virkinum ella arbeiðnum, sjálvt um arbeiðsfólkið er sett í starv av øðrum arbeiðsgevara, sum hevur átikið sær at útinna ein part av arbeiðnum. Hevur hesin seinni arbeiðsgevarin sjálvur tryggjað sítt arbeiðsfólk, er hann tryggingarskyldugur arbeiðsgevari.

4. kapittul
Arbeiðsskaðatryggingin

Tekning av arbeiðsskaðatrygging

§ 14. Tryggingarskyldugir arbeiðsgevarar, jvb. 3. kapitli, herímillum kommunurnar, skulu lata ábyrgdarvandan eftir hesi lóg til tryggingarfelag, ið sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi hevur loyvi at tekna arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum.
Stk. 2. Landið hevur tó ikki skyldu til at lata ábyrgdarvandan sambært hesi lóg til eitt tryggingarfelag.

§ 15. Tryggingarskyldugir arbeiðsgevarar, herímillum kommunurnar, sum ikki hava teknað tær sambært hesi lóg kravdu tryggingar, ella sum ikki hava varðveitt tílíkar tryggingar í gildi, skulu heilt ella partvíst rinda tryggingargjøldini, ið áttu at verið goldin einum tryggingarfelag, umframt rentu, ið er 1% yvir diskonto Tjóðbankans. Upphæddin verður samsvarandi nærri reglum, ásettum av landsstýrismanninum, lutfalsliga býtt í millum tey tryggingarfeløg, ið tekna arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum.
Stk. 2. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann Vanlukkutryggingarráðið heilt ella partvís frítaka arbeiðsgevarin fyri at endurrinda skyldugu upphæddina sambært stk. 1.
Stk. 3. Tryggingarfelagið hevur útpantingarrætt fyri skyldug tryggingargjøld, rentur og aðrar útreiðslur.

Skyldur tryggingarfelagsins

§ 16. Tá ið tryggingarfelag hevur átikið sær ábyrgdarvandan hjá tryggingarskyldugum arbeiðsgevara, ábyrgdast tryggingarfelagið mótvegis tryggjaða, sjálvt um tað átók sær ábyrgdarvanda undir skeivum fortreytum.

§ 17. Tryggingin sambært hesi lóg fevnir um tann persónskaða, sum er elvdur av arbeiðsskaðanum, hóast skaðin í sjálvum sær er lítil í mun til samlaðu heilsustøðu hins tryggjaða.
Stk. 2. Er ein persónskaði ikki einans elvdur av fráboðaða tilburðinum, skal tryggjaði hava boð um hetta í seinasta lagi, tá Vanlukkutryggingarráðið sambært § 27 kunnar tryggjaða um, hvørt tilburðurin kann viðurkennast sum ein arbeiðsskaði.

§ 18. Vanlukkutilburðir, ið standast av herstríði, eru ikki tryggjaðir burtursæð frá vanlukkutilburðum, ið henda á sjónum.

Tryggingarfulnaðurin í serligum førum

§ 19. Er arbeiðsskaði hendur, sum tryggingarskyldugur arbeiðsgevari ikki hevur tryggjað, verða útreiðslurnar, nevndar í § 23, stk. 1, § 26, stk. 4 og § 35, stk. 3, umframt veitingarnar sbr. § 36, rindaðar av teimum tryggingarfeløgum, ið tekna arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum, samsvarandi nærri reglum, ásettum av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 verða nýttar samsvarandi í sambandi við arbeiðsskaðar, ið henda persónum, sum arbeiðsgevarin sbr. § 10, stk. 2 ikki hevur skyldu at tryggja.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 verða nýttar samsvarandi, um ein ávísur tryggingarskyldugur arbeiðsgevari ikki kann ávísast eftir reglunum í § 12, stk. 2 og 3, ella um eitt ávíst tryggingarfelag ikki kann ávísast, tí arbeiðsgevarin er givin við virkseminum, eftir at arbeiðsskaði er hendur í tænastu hansara.

§ 20. Ávíkavist landskassin ella tryggingarfelagið rindar málsviðgerðarútreiðslurnar, umframt veitingarnar til teir í 5, nr. 1 nevndu persónar. Ásetingarnar í § 19 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 2. Tryggingarfelagið rindar málsviðgerðarútreiðslurnar umframt veitingarnar til teir í § 5, nr. 2 nevndu persónar. Ásetingarnar í § 19 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 3. Landskassin rindar málsviðgerðarútreiðslurnar umframt veitingarnar til teir í § 5, nr. 3 og nr. 4 nevndu persónar.

2. PARTUR
Fráboðan, málsviðgerð og kæra

5. kapittul
Fráboðan um arbeiðsskaðar

Fráboðanarfreistir

§ 21. Ein hvør tilburður, sum hildin verður tryggjaður sambært hesi lóg, skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 7 yrkadagar eftir hendingina fráboðast Vanlukkutryggingarráðnum.
Stk. 2. Um tilburðurin ikki er fráboðaður samsvarandi stk. 1, og skaddi ella sjúki 5 vikur eftir hendingina framvegis ikki er førur fyri í fullan mun at taka uppaftur vanliga arbeiðið, skal tilburðurin innan 7 yrkadagar eftir hetta fráboðast Vanlukkutryggingarráðnum.
Stk. 3. Fyri vinnusjúkur sbr. § 9 verður fráboðanarfreistin roknað frá tí degi, tann fráboðanarskyldugi gjørdist varugur við, at sjúkan kann vera treytað av arbeiðnum.
Stk. 4. Vanlukkutryggingarráðið skal innan 48 tímar hava fráboðan um andlát, ið kunnu vera elvd av arbeiðsskaða, herímillum øll andlát, hend á arbeiðsplássum. Fráboðanarskyldan er galdandi, hóast tilburðurin, ið kann hava elvt til andlátið, longu frammanundan er ella skal fráboðast ráðnum.
Stk. 5. Boðar tann fráboðanarskyldugi jvb. § 22 ikki Vanlukkutryggingarráðnum frá møguligum arbeiðsskaða, ella verður tilburðurin fráboðaður ov seint, kann tryggjaði ella avvarðandi hansara innan eitt ár eftir tilburðin kortini seta fram krav um veitingar sambært hesi lóg. Ásetingarnar í stk. 3 verða nýttar samsvarandi. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann ráðið síggja burtur frá 1 ára fráboðanarfreistini.

Fráboðanarskyldan

§ 22. Tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin hevur fráboðanarskylduna sambært hesi lóg, sí tó stk. 3.
Stk. 2. Hóast onga tryggingarskyldu, hevur arbeiðsgevarin eisini fráboðanarskylduna viðvíkjandi teimum í § 10, stk. 2 nevndu persónum.
Stk. 3. Er talan um skaða ella sjúku undir roynd at bjarga mannalívi sbr. § 5, nr. 4, hevur tryggjaði sjálvur ella hansara avvarðandi fráboðanarskylduna.
Stk. 4. Læknar og tannlæknar hava eisini skyldu til at boða Vanlukkutryggingarráðnum frá øllum tilburðum, sum teir í yrki sínum gerast varugir við kunnu vera vinnusjúkur ella bráddliga hendir lyftiskaðar.

Mannagongdin í sambandi við fráboðan um arbeiðsskaða

§ 23. Við fráboðan um arbeiðsskaða sambært hesi lóg skal fylgja læknaváttan, ið verður rindað av tryggingarfelagnum. Ásetingarnar í §§ 19 og 20 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum nærri reglur um mannagongdina í sambandi við fráboðanir um arbeiðsskaðar, herímillum hvussu fráboðanin skal fremjast, hvørji oyðubløð skulu nýtast, hvørjar læknaváttanir skulu fylgja við fráboðanini og gjøldini fyri hesar læknaváttanir.  

6. kapittul
Málsviðgerðin

Vanlukkutryggingarráðið

§ 24. Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerð í málum um arbeiðsskaðatrygging sambært hesi lóg.
Stk. 2. Eftir áheitan og móti einum av landsstýrismanninum ásettum gjaldi, kann Vanlukkutryggingarráðið eisini geva vegleiðandi ummæli um persónskaða, sum ikki eru fevndur av hesi lóg.

§ 25. Vanlukkutryggingarráðið er mannað við einum dómara frá Føroya Rætti sum formanni, Landslæknanum í Føroyum, umframt 3 limum, sum landsstýrismaðurin velur fyri 4 ár ísenn. Harumframt velur landsstýrismaðurin 3 varalimir fyri 4 ár ísenn.
Stk. 2. Limir og varalimir í Vanlukkutryggingarráðnum mugu ikki starvast hjá ella taka lut í leiðsluni á tryggingarfelag, sum teknar arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum.
Stk. 3. Vanlukkutryggingarráðið skal hava skrivara, sum hevur lokið løgfrøðiligt embætisprógv, ella annað viðkomandi prógv frá hægri lærustovni.
Stk. 4. Vanlukkutryggingarráðið kann undir einstøku málsviðgerðini leita sær sakkøna hjálp.
Stk. 5. Vanlukkutryggingarráðið ger uppskot um reglugerð fyri virksemi sítt, sum skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 6. Umsitingarútreiðslurnar, ið Vanlukkutryggingarráðið hevur vegna hesa lóg, herímillum samsýning til limir og varalimir í ráðnum, verða rindaðar av landskassanum.

Málsviðgerðin í Vanlukkutryggingarráðnum

§ 26. Vanlukkutryggingarráðið kann sum liður í málsviðgerðini krevja innlit í allar viðkomandi upplýsingar - herímillum eisini í elektroniskum líki - frá øllum myndugleikum, stovnum, arbeiðsgevarum umframt øðrum, sum hava upplýsingar av týdningi fyri málið.
Stk. 2. Vanlukkutryggingarráðið kann krevja líkuppskurð framdan eftir reglunum um løgligar líkuppskurðir. Somuleiðis kann ráðið krevja rættarfrágreiðing samsvarandi ásetingunum í rættargangslógini, eins og ráðið kann senda sakkøn fólk at gera kanningar á arbeiðsplássum o.ø.
Stk. 3. Tryggjaði hevur skyldu til at gera eftir teimum boðum, sum Vanlukkutryggingarráðið heldur hava týdning fyri málsviðgerðina, herundir lata seg kanna av lækna, ávístur av ráðnum, lata seg innleggja á sjúkrahús og líknandi til nærri kanningar, at lata seg arbeiðsroyna og at møta fyri ráðnum at geva nærri frágreiðing.
Stk. 4. Útreiðslurnar, ið standast av ásetingunum í stk. 1-3, herímillum útreiðslur til læknaváttanir, umframt ferðaútreiðslur, ið standast av, at tryggjaði fylgir boðum, givin sambært stk. 3, verða rindaðar av tryggingarfelagnum. Eisini rindar trygingarfelagið endurgjald fyri próvførda mista arbeiðsinntøku yvir 2 tímar í sambandi við, at tryggjaði lýkur sínar skyldur sambært stk. 3; sum grundarlag fyri hesum endurgjaldi verður árslønin sbr. § 40 nýtt. Ásetingarnar í §§ 19 og 20 verða nýttar samsvarandi.

Freistir Vanlukkutryggingarráðsins

§ 27. Vanlukkutryggingarráðið skal í seinasta lagi 3 mánaðir eftir fráboðan um vanlukkutilburð sbr. § 7, nr. 1, ella stutttíðar skaðilig árin sbr. § 7, nr. 2 kunna tryggjaða ella hansara avvarðandi, um tilburðurin kann viðurkennast sum ein arbeiðsskaði, ið kann geva rætt til veitingar sambært lógini. Er talan um sjúku sbr. § 9, stk. 1 nr. 1, er freistin 9 mánaðir. Samstundis skal viðkomandi arbeiðsgevari kunnast um avgerðina.
Stk. 2. Fyri sjúkur, nevndar í § 9, stk. 1, nr. 2 og § 9, stk. 2, umframt bráddliga hendar lyftiskaðar sbr. § 8, galda einans tær í § 45, stk. 2 og § 53, stk. 2 ásettu freistir fyri støðutakanina til avleiðingarnar av einum viðurkendum arbeiðsskaða.
Stk. 3. Somu freistir, sum ásett í stk. 1, eru galdandi fyri fráboðan til avvarðandi, tá tryggjaði doyr, eftir at ein tilburður honum viðvíkjandi er fráboðaður Vanlukkutryggingarráðnum. Í hesum førum verða freistirnar roknaðar frá tí degi, ráðið jvb. § 21, stk. 4 fekk fráboðan um andlátið.
Stk. 4. Metir Vanlukkutryggingarráðið, at avgerð ikki kann takast til ein fráboðaðan tilburð innan tær í stk. 1-3 ásettu freistirnar, skal ráðið geva tryggjaða ella hansara avvarðandi boð um hetta.

§ 28. Hóast Vanlukkutryggingarráðið samsvarandi § 27 hevur viðurkent ein fráboðaðan tilburð sum arbeiðsskaða, kann ráðið tó ikki uttan í heilt serligum førum játta veitingar sambært lógini, fyrr enn kærufreistin í § 34, stk. 1 er runnin.

Uppafturtøka av málinum

§ 29. Hevur Vanlukkutryggingarráðið samsvarandi § 27 boðað frá, at ein fráboðaður tilburður ikki kann viðurkennast sum arbeiðsskaði, kann málið verða tikið upp til nýggja viðgerð innan 5 ár eftir hesa fráboðan.
Stk. 2. Hevur Vanlukkutryggingarráðið samsvarandi stk. 1 víst frá sær ein fráboðaðan sjúkutilburð sum arbeiðsskaða, og hesin sjúkutilburður seinni verður tikin við í kunngerðini um vinnusjúkur sbr. § 9, stk. 1, nr. 1, kann málið takast upp til nýggja viðgerð, eisini eftir at 5 ára freistin er runnin.

§ 30. Hevur Vanlukkutryggingarráðið boðað tryggjaða frá, at ein fráboðaður tilburður – hóast viðurkendur sum arbeiðsskaði - ikki hevur havt avleiðingar, sum geva rætt til veitingar sambært lógini, kunnu krøv hesum viðvíkjandi ikki verða sett fram seinni enn 5 ár eftir hesa fráboðan.
Stk. 2. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann Vanlukkutryggingarráðið síggja burtur frá 5 ára freistini í stk. 1.

Missur av rættindum hins tryggjaða

§ 31. Ger tryggjaði ikki eftir boðum, givin sambært § 26, stk. 3, ella forðar hann í aðrar mátar fyri heilsubata av skaðanum ella sjúkuni, kann Vanlukkutryggingarráðið avgera, at tryggjaði heilt ella partvíst missir rættin til veitingar sambært lógini.
Stk. 2. Á sama hátt kunnu tey avvarðandi hjá einum, ið hevur latið lív orsakað av arbeiðsskaða, missa rættin til veitingar sambært hesi lóg, um tey sýta fyri einum sambært hesi lóg kravdum líkuppskurði.

§ 32. Um Vanlukkutryggingarráðið orsakað av viðurskiftum hins tryggjaða ella hansara avvarðandi ikki fær tikið støðu til, um ein fráboðaður tilburður samsvarandi § 27 kann viðurkennast sum ein arbeiðsskaði, fellur kravið um málsviðgerð burtur, tá 5 ár eru liðin, síðani tilburðurin á fyrsta sinni varð fráboðaður ráðnum.

7. kapittul
Kæra

Den Sociale Ankestyrelse

§ 33. Avgerðir, sum Vanlukkutryggingarráðið tekur sambært hesi lóg, kunnu av tryggjaða, hansara avvarðandi, viðkomandi arbeiðsgevara ella viðkomandi tryggingarfelag kærast til Den Sociale Ankestyrelse, tó ikki avgerðir, tiknar sambært § 24, stk. 2. Arbeiðsgevarin kann bert kæra avgerðir, tiknar sambært § 27.
Stk. 2. Avgerðir, sum Den Sociale Ankestyrelse tekur sambært hesi lóg, kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.
Stk. 3. Umsitingarútreiðslurnar, sum den Sociale Ankestyrelse hevur av kæruviðgerð sambært hesi lóg, verða rindaðar av landskassanum. 

Kærufreistir

§ 34. Kærufreistin er 8 vikur frá tí degi, kærarin fekk fráboðan um avgerðina hjá Vanlukkutryggingarráðnum.
Stk. 2. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann Den Sociale Ankestyrelse síggja burtur frá kærufreistunum í stk. 1.
Stk. 3. Kæra er bert steðgandi, um kærarin er arbeiðsgevari ella tryggingarfelag.

Kæruviðgerðin

§ 35. Den Sociale Ankestyrelse kann sum liður í kæruviðgerðini krevja innlit í allar upplýsingar - herímillum eisini í elektroniskum líki - frá øllum føroyskum myndugleikum, stovnum, arbeiðsgevarum umframt øðrum, sum Den Sociale Ankestyrelse heldur hava upplýsingar av týdningi fyri kæruviðgerðina. Somuleiðis kann Den Sociale Ankestyrelse senda sakkøn fólk at gera kanningar á arbeiðsplássum o.ø.
Stk. 2. Tryggjaði hevur skyldu til at gera eftir teimum boðum, sum Den Sociale Ankestyrelse heldur hava týdning fyri kæruviðgerðina, herundir lata seg kanna av lækna, ávístur av Den Sociale Ankestyrelse, lata seg inleggja á sjúkrahús og líknandi til nærri kanningar, at lata seg arbeiðsroyna og at geva Den Sociale Ankestyrelse nærri frágreiðing í málinum.
Stk. 3. Útreiðslurnar, ið standast av ásetingunum í stk. 1 og 2, herímillum útreiðslur til læknaváttanir, umframt ferðaútreiðslur, ið standast av, at tryggjaði fylgir boðum, givin sambært stk. 2, verða rindaðar av tryggingarfelagnum. Eisini rindar tryggingarfelagið endurgjald fyri próvførda mista arbeiðsinntøku yvir 2 tímar í sambandi við, at tryggjaði lýkur sínar skyldur eftir stk. 2; sum grundarlag fyri hesum endurgjaldi verður árslønin jvb. § 40 nýtt. Ásetingarnar í §§ 19 og 20 verða nýttar samsvarandi.

3. PARTUR
Veitingarnar

8. kapittul
Um veitingarnar

§ 36. Veitingarnar sambært hesi lóg eru:

  1. Útreiðslur til hjálpitól, sjúkuviðgerð v.m. undir málsviðgerðini jvb. 9. kapittul
  2. Endurgjald fyri mist arbeiðsføri sbr. 10. kapittul
  3. Samsýning fyri varandi mein sbr. 11. kapittul
  4. Skiftisveiting til eftirsitandi hjúnafelaga ella onnur sbr. 12. kapittul
  5. Endurgjald til vaksin og børn fyri miss av uppihaldara sbr. 13. kapittul

Stk. 2. Dagpeningur undir málsviðgerðini av arbeiðsskaðamálum, verður veittur av Almannastovuni við heimild í serligari løgtingslóg.

§ 37. Veitingarnar til tryggjaða sambært 9., 10. og 11. kapitli verða ásettar í mun til avleiðingarnar av arbeiðsskaðanum og kunnu tí lækka ella, eftir umstøðunum, heilt detta burtur, um núverandi heilsuliga og sosiala støðan ikki einans er elvd av arbeiðsskaðanum.
Stk. 2. Verður mist arbeiðsføri ella varandi mein staðfest, ella letur persónur lív, verður hetta roknað sum avleiðing av arbeiðsskaða sambært hesi lóg, uttan so at mestu sannlíkindini tala í móti hesum.
Stk. 3. Tann, ið hevur fingið staðfest eina sjúku, sum er nevnd í kunngerðini um vinnusjúkur sbr. § 9, stk. 1, nr. 1, hevur krav upp á tær í lógini ásettu veitingarnar, tó ikki um tað verður hildið mest sannlíkt, at sjúkan er elvd av øðrum orsøkum enn arbeiði hins sjúka.

§ 38. Hevur tryggjaði við vilja ella við ólógligari gerð ella undanláti elvt til ella í stóran mun verið við at elvt til tryggingartilburðin, kann Vanlukkutryggingarráðið avgera, at rættur hins tryggjaða til endurgjald fyri mist arbeiðsføri ella samsýning fyri varandi mein lækka ella heilt detta burtur.
Stk. 2. Tryggjaði skal nágreiniliga kunnast um avgerðir, tiknar eftir stk. 1.

Ræðisrættur og renting

§ 39. Veitingar sambært hesi lóg verða goldnar tí persóni, ið hevur rætt til veitingina.
Stk. 2. Metir Vanlukkutryggingarráðið, at viðkomandi ikki eigur at hava ræðisrætt á veitingini, avgerð ráðið, á hvønn hátt upphæddin skal koma viðkomandi til góðar.
Stk. 3. Í serligum førum kann Vanlukkutryggingarráðið lata veitingarnar til viðkomandi persón og síðani krevja upphæddina aftur frá viðkomandi tryggingarfelag.
Stk. 4. Verða játtaðar veitingar, nevndar í stk. 1, goldnar seinni enn 4 vikur frá tí degi, viðkomandi fekk fráboðan um játtaðu veitingina, verður renta, ið er 1 % yvir diskonto Tjóðbankans, latin frá hesum tíðarskeiði, og til goldið verður. Í teimum í § 72 nevndu førum er freistin 14 dagar frá tí degi, Almannastovan endaliga gav tí, sum skal gjalda endurgjaldið, fráboðan um aftursóknarkravið.

Árslønin

§ 40. Veitingarnar sambært 10. og 13. kapitli verða ásettar við grundarlagi í ársløn hins tryggjaða.
Stk. 2. Sum ársløn verður roknað samlaða arbeiðsinntøka hins tryggjaða árið frammanundan arbeiðsskaðanum, sí tó stk. 3-5. Í árslønina skal íroknast virðið av fríðum kosti og uppihaldi, umframt virðið av øðrum vøruveitingum, samsvarandi nærri reglum, ásettum av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Vanlukkutryggingarráðið ásetur tó árslønina eftir meting um:

  1. tryggjaði arbeiðir undir serligum setanarviðurskiftum
  2. tryggjaði vegna vinnusjúku ikki hevur verið í arbeiði fyri somu løn í øllum tí undanfarna árinum
  3. tryggjaði frammanundan arbeiðsskaðanum ikki hevur verið á arbeiðsmarknaðinum í styttri ella longri tíðarskeiði.

Stk. 4. Er tryggjaði yngri enn 21 ár ella undir útbúgving, tá arbeiðsskaðin hendi, kann leggjast upp fyri teirri arbeiðsinntøku, sum tryggjaði væntandi hevði forvunnið, eftir at hann var fyltur 21 ár, ella eftir lokna útbúgving, um arbeiðsskaðin ikki var hendur.
Stk. 5. Árslønin kann í mesta lagi verða ásett til 350.000 krónur, javnað sambært § 41.

Javning av upphæddunum

§ 41. Tær í § 40, stk. 5, § 54, stk. 2 og § 56, stk. 1 nevndu upphæddir verða javnaðar eftir tí til eina og hvørja tíð galdandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og avrundaðar til nærmastu 100 kr.
Stk. 2. Vanlukkutryggingarráðið skal innan 1. januar, eftir at sáttmálin, nevndur í stk. 1, er broyttur, almannakunngera tær soleiðis javnaðu upphæddirnar.
Stk. 3. Veitingarnar sambært lógini verða roknaðar við grundarlagi í upphæddunum, ið vóru galdandi, tá avgerðin um játtaðu veitingarnar verður tikin.

9. kapittul
Sjúkuviðgerð, uppvenjing og hjálpitól v.m. undir málsviðgerðini

§ 42. Er undir málsviðgerðini neyðugt við sjúkuviðgerð ella uppvenjing til tess at náa best møguligan heilsubata, rindar tryggingarfelagið útreiðslurnar í tann mun, tað ikki áliggur tí føroyska heilsuverkinum, sjúkrakassanum, ella einum sjúkrafelagi at rinda hesar útreiðslur. Uppvenjing skal undir læknaligum eftirliti fremjast sum beinleiðis framhald av sjúkuviðgerðini. Tryggingarfelagið rindar allar útreiðslurnar til protesur, brillur og líknandi hjálpitól, sum eru neyðug til tess at tryggja útlitini fyri sjúkuviðgerðini ella uppvenjingini, minkað um avleiðingarnar av arbeiðsskaðanum ella gjølligari at kunna áseta varandi meinið ella missin av arbeiðsførinum. Ásetingarnar í §§ 19 og 20 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 2. Nýtti tryggjaði longu frammanundan eitthvørt hjálpiamboð, nevnt í stk. 1, í samband við arbeiði, og er hetta hjálpitól vorðið skatt í sambandi við arbeiðsskaðan, rindar tryggingarfelagið kostnaðin av at umvæla ella endurnýggja hjálpiamboðið. Ásetingarnar í §§ 19 og 20 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 verða nýttar samsvarandi, tá spurningurin um mist arbeiðsføri jvb. § 50 og varandi mein jvb. § 55 verður tikin upp til nýggja viðgerð.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um fulnaðin av útreiðslunum sambært stk. 1 og 2, herímillum reglur um, at nevndu útreiðslur undir serligum umstøðum kunnu rindast, sjálvt um málið ikki er til viðgerðar.

Uppafturtøka av málinum

§ 43. Spurningurin um útreiðslurnar, nevndar í § 42, stk. 1 og 2, kann eftir áheitan frá tryggjaða ella av Vanlukkutryggingarráðnum sjálvum verða tikin upp til nýggja viðgerð innan 5 ár eftir fyrstu avgerðina, treytað av, at munandi broytingar eru hendar í teimum viðurskiftum, ið vóru grundarlagi undir avgerðini.
Stk. 2. Freistin fyri uppafturtøku kann verða longd, áðrenn 5 ára freistin í stk. 1 er runnin. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann Vanlukkutryggingarráðið heilt síggja burtur frá 5 ára freistini.  

10. kapittul
Endurgjald fyri mist arbeiðsføri

Mist arbeiðsføri

§ 44. Hevur arbeiðsskaðin havt við sær minkandi førleika hjá tryggjaða at forvinna sær inntøku við arbeiði, hevur viðkomandi rætt til endurgjald fyri mist arbeiðsføri. Endurgjald verður tó ikki veitt, um óarbeiðsføri verður ásett til minni enn 15 %.
Stk. 2. Tá mett verður um miss av arbeiðsføri, skal leggjast upp fyri, um tryggjaði hevur møguleika at útvega sær inntøku við tílíkum arbeiði, ið rímiligt er at krevja av honum eftir førimuni, útbúgving aldri og møguleikunum fyri vinnuligari endurbúgving og uppvenjing.

Avgerðarfreistir

§ 45. Tá ið tað eftir sjúkuviðgerð, uppvenjing v.m. er grundarlag fyri at meta um framtíðar heilsustøðu og arbeiðsmøguleikar hins tryggjaða, avgerð Vanlukkutryggingarráðið, um tryggjaði hevur rætt til endurgjald fyri mist arbeiðsføri.
Stk. 2. Avgerðin eftir stk. 1 skal um møguligt takast innan 1 ár og í seinasta lagi 2 ár eftir fráboðanina um arbeiðsskaðan.
Stk. 3. Forskot upp á endurgjald fyri mist arbeiðsføri kann veitast tryggjaða, til endalig avgerð er tikin sambært stk. 2.
Stk. 4. Er greiða ikki fingin á arbeiðsviðurskiftum hins tryggjaða innan 2 ára freistina í stk. 2, kann Vanlukkutryggingarráðið undir serligum umstøðum játta tryggjaða eitt fyribils endurgjald fyri mist arbeiðsføri.
Stk. 5. Endurgjald fyri miss av arbeiðsføri til barn við fosturskaða jvb. § 9, stk. 1, nr. 2, ella til barn við sjúku, elvda av árinum á foreldrini áðrenn gitingina ella eftir føðingina jvb. § 9, stk. 2, kann í fyrsta lagi verða veitt barninum frá 15. árinum.

Upphædd og útgjalding

§ 46. Hevur tryggjaði mist alt arbeiðsføri, verður veitt eitt endurgjald, ið svarar til 80 % av ársløn hansara, roknað sambært § 40. Hevur tryggjaði partvíst mist arbeiðsføri, verður endurgjaldið lækkað lutfalsliga.

§ 47. Endurgjald fyri mist arbeiðsføri verður veitt sum framhaldandi árlig veiting, uttan so at veitingin verður roknað um til eina ávísa peningaupphædd sambært § 48.
Stk. 2. Tann árliga veitingin verður goldin tryggjaða mánaðarliga frammanundan, og útgjaldingin byrjar, tá avgerðin er tikin, uttan so at serligar umstøður tala fyri einum øðrum byrjanartíðarskeiði.
Stk. 3. Framhaldandi endurgjaldsveitingin heldur uppat seinast í mánaðinum, tá tryggjaði fyllir 67 ár, og tryggjaði fær tá í staðin eitt endaligt endurgjald fyri mist arbeiðsføri, ið svarar til 2 ferðir ta árligu endurgjaldsveitingina eftir § 46. Um tryggjaði longu er fyltur 67 ár, tá avgerðin um at veita honum endurgjald fyri mist arbeiðsføri verður tikin, verður endaliga veitingin somuleiðis 2 ferðir árliga gjaldið, roknað smb. § 46.

Umrokning til eina ávísa peningaupphædd

§ 48. Er óarbeiðsføri ásett til 50 % ella lægri, verður tann framhaldandi árliga endurgjaldsveitingin roknað um til eina ávísa peningaupphædd. Er óarbeiðsføri ásett til 51 % ella hægri, kann endurgjaldsveitingin undir serligum umstøðum og eftir áheitan frá tí, ið hevur rætt til upphæddina, roknast um til eina ávísa peningaupphædd. Fyribils endurgjald eftir § 45, stk. 4 kann tó í ongum førum roknast um til peningaupphædd.
Stk. 2. Umrokningin av framhaldandi árligum veitingum til peningaupphædd, verður framd við grundarlagi í støddini á veitingini á umrokningardegnum samsvarandi nærri reglum, ásettum av landsstýrismanninum, eftir tilráðing frá Vanlukkutryggingarráðnum.
Stk. 3. Tá endalig avgerð er tikin um endurgjald fyri mist arbeiðsføri, og tann, ið hevur rætt til endurgjaldið, hevur biðið um at fáa endurgjaldið, umroknað til eina ávísa peningaupphædd, verður peningaupphæddin goldin til búgvið, um viðkomandi doyr, áðrenn veitingin verður goldin honum. Umrokningin verður framd við grundarlagi í støddini av upphæddini á andlátsdegnum.

Mótrokning í øðrum veitingum

§ 49. Hevur tryggjaði orsakað av arbeiðsskaðanum rætt til eftirløn sambært lógini um tænastumannaeftirløn, lækkar endurgjaldið fyri mist arbeiðsføri sambært hesi lóg við 2/3 av teirri upphædd, ið tænastumannaeftirlønin orsakað av arbeiðsskaðanum er hækkað upp um ta eftirløn, ið viðkomandi um hetta mundið sambært starvsaldri sínum annars hevði havt rætt til.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini galdandi fyri onnur tryggjað sambært hesi lóg, sum hava eftirlønarrættindi eftir samsvarandi reglum, sum lógin um tænastumannaeftirløn ásetur. Í hesum førunum rindar viðkomandi tryggingarfelag tí, sum er skyldugur at rinda eftirlønina, eina upphædd, ið svarar til ta minking, ið er hend veitingunum sambært hesi lóg.

Uppafturtøka av málinum

§ 50. Spurningurin um endurgjald fyri mist arbeiðsføri kann eftir áheitan frá tryggjaða ella av Vanlukkutryggingarráðnum sjálvum verða tikin upp til nýggja viðgerð innan 5 ár eftir fyrstu avgerðina, treytað av, at munandi broytingar eru hendar í teimum viðurskiftum, ið vóru grundarlagið undir avgerðini.
Stk. 2. Freistin fyri uppafturtøku kann verða longd, áðrenn 5 ára freistin í stk. 1 er runnin. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann Vanlukkutryggingarráðið heilt síggja burtur frá 5 ára freistini.

Upplýsingarskylda hins tryggjaða

§ 51. Tann, ið fær framhaldandi árliga veiting fyri mist arbeiðsføri, jvb. kapitul 10, hevur skyldu til at boða Vanlukkutryggingarráðnum frá einari og hvørjari broyting í viðurskiftum sínum, sum hann heldur kunnu hava við sær, at veitingin verður lækkað ella heilt dettur burtur.
Stk. 2. Á sama hátt hava Vanlukkutryggingarráðið og tryggingarfelagið skyldu til at geva tí gætur, um viðurskifti hins tryggjaða broytast, sum ásett í stk. 1.
Stk. 3. Hevur tryggjaði ikki boðað frá viðkomandi broytingum, nevndar í stk. 1, kann Vanlukkutryggingarráðið áleggja honum - ella deyðsbúgvi hansara - at endurrinda tryggingarfelagnum ta upphædd, ið hann soleiðis av órøttum hevur móttikið. Skyldugar upphæddir kunnu mótroknast í framhaldandi veitingum smb. hesi lóg, tó undantikið veitingunum smb. 12. og 13. kapitli. Ásetingarnar í §§ 19 og 20 verða nýttar samsvarandi.

11. kapittul
Samsýning fyri varandi mein

Varandi mein

§ 52. Hevur tryggjaði fingið varandi mein av arbeiðsskaðanum, verður veitt ein samsýning, um meinstigið er 5 % ella hægri.
Stk. 2. Meinstigið verður ásett við grundarlagi í læknafrøðiligari meting um slagið og støddina av arbeiðsskaðanum og við atliti til, hvussu hetta hevur ávirkað persónligu tilveru hins tryggjaða.

Avgerðarfreistir

§ 53. Tá ið tað eftir sjúkuviðgerð, uppvenjing v.m. er grundarlag fyri at meta um framtíðar heilsustøðu hins tryggjaða, avger Vanlukkutryggingarráðið, um tryggjaði hevur rætt til samsýning fyri varandi mein.
Stk. 2. Avgerðin eftir stk. 1 skal um møguligt takast innan 1 ár og í seinasta lagi 2 ár eftir fráboðanina um arbeiðsskaðan.
Stk. 3. Forskot upp á samsýning fyri varandi mein kann veitast tryggjaða, til endalig avgerð er tikin samsvarandi stk. 1 og 2.

Upphædd og útgjalding

§ 54. Samsýning fyri varandi mein verður ásett til eina ávísa peningaupphædd og útgoldin í einum.
Stk. 2. Er meinstigið 100 %, verður samsýningin 400.000 krónur, javnað sambært § 41. Er meinstigið lægri enn 100 %, verður samsýningin lutfalsligi parturin av 400.000 krónum. Í heilt serligum førum kann samsýningin ásetast hægri, tó í mesta lagi til 120 % av 400.000 krónum.
Stk. 3. Var tryggjaði fyltur 60 ár, tá arbeiðsskaðin hendi, verður samsýningin fyri varandi mein lækkað við 5 % fyri hvørt árið, tryggjaði var eldri enn 59 ár, tá arbeiðsskaðin hendi, tó ikki eftir at tryggjaði hevur fylt 69 ár.

Uppafturtøka av endurgjaldsspurninginum

§ 55. Spurningurin um samsýning fyri varandi mein, kann eftir áheitan frá tryggjaða ella av Vanlukkutryggingarráðnum sjálvum verða tikin upp til nýggja viðgerð innan 5 ár eftir fyrstu avgerðina, treytað av, at munandi broytingar eru hendar í teimum viðurskiftum, ið vóru grundarlagið undir avgerðini.
Stk. 2. Freistin fyri uppafturtøku kann verða longd, áðrenn 5 ára freistin í stk. 1 er runnin. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann Vanlukkutryggingarráðið heilt síggja burtur frá 5 ára freistini.

12. kapittul
Skiftisveiting til eftirsitandi

Hjúnafelagar

§ 56. Letur tryggjaði lív orsakað av arbeiðsskaðanum, fær eftirsitandi hjúnafelagi hins deyða eina skiftisveiting upp á 150.000 krónur, treytað av, at hjúnabandið var komið í lag, áðrenn arbeiðsskaðin hendi, og at hjúnafelagarnir framvegis livdu saman, tá andlátið hendi. Skiftisveitingin verður javnað sambært § 41.
Stk. 2. Er hjúnabandið komið í lag, eftir at arbeiðsskaðin hendi, hevur eftirsitandi hjúnafelagin rætt til somu skiftisveiting, sum nevnd í stk. 1, treytað av, at hjúnabandið hevur varað 2 tey seinastu árini, áðrenn tryggjaði læt lív av arbeiðsskaðanum, og hjúnafelagarnir framvegis livdu saman, tá andlátið hendi.

Ógift

§ 57. Rætt til somu skiftisveiting, sum ásett í § 56, stk. 1, hevur eisini eftirsitandi persónur, sum frammanundan arbeiðsskaðanum livdi saman við tí deyða undir hjúnabandslíknandi viðurskiftum, treytað av, at samlívið teirra millum uttan slit hevur varað 2 seinastu árini áðrenn andlátið.

Onnur eftirsitandi

§ 58. Er eingin eftirsitandi, sum hevur rætt til skiftisveiting samsvarandi § 56 ella § 57, kann skiftisveiting undir serligum umstøðum verða latin øðrum persóni, sum stóð hinum deyða nær.

Freistir

§ 59. Tá andlát er fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum, skal avgerð um skiftisveiting samsvarandi §§ 56-58 um møguligt verða tikin innan 1 ár og í seinasta lagi 2 ár eftir fráboðanina.  

13. kapittul
Endurgjald fyri miss av uppihaldara

Endurgjald til vaksin

§ 60. Tann, ið sambært § 56 ella § 57 hevur rætt til skiftisveiting, og sum við deyða hins tryggjaða hevur mist uppihaldara, ella á annan hátt verður fyri versnaðum uppihaldsviðurskiftum orsakað av andlátinum, hevur rætt til endurgjald fyri miss av uppihaldara.

§ 61. Endurgjaldið fyri miss av uppihaldara er ein framhaldandi tíðaravmarkað veiting, sum árliga svarar til 30 % av ársløn hins deyða, roknað sambært § 40, og sum í mesta lagi kann verða veitt í 10 ár, sí tó § 63.
Stk. 2. Árliga endurgjaldið sambært stk. 1 verður veitt frá deyðadegnum og goldið mánaðarliga frammanundan. Framhaldandi árliga veitingin kann eftir áheitan frá tí, sum hevur rætt til veitingina, roknast um til eina ávísa peningaupphædd, samsvarandi ásetingunum í § 48, stk. 2.
Stk. 3. Fær viðkomandi eftirsitiløn orsakað av andlátinum, byrjar útgjaldingin av endurgjaldinum fyri miss av uppihaldara ikki, fyrr enn eftirsitilønartíðarskeiðið er runnið.
Stk. 4. Fekk tann deyði framhaldandi veiting fyri miss av arbeiðsføri jvb. § 47, kemur endurgjaldið fyri miss av uppihaldara ikki til útgjaldingar fyrr enn tann 1. í mánaðinum eftir andlátið.
Stk. 5. Upphæddin sambært stk. 1 er óbroytt í ásetta tíðarskeiðnum, uttan so at móttakarin biður um at fáa upphæddina roknaða um til eina ávísa peningaupphædd jvb. stk. 2, ella móttakarin av veitingini doyr.

§ 62. Tann, ið fær framhaldandi endurgjald fyri miss av uppihaldara jvb. § 61, kann innan 5 ár eftir avgerðina biðja Vanlukkutryggingarráðið um at fáa veitingartíðarskeiðið longt, tó ikki longri enn í samanlagt 10 ár.

§ 63. Endurgjaldið fyri miss av uppihaldara heldur uppat seinast í tí mánaðinum, tann, ið hevur rætt til veitingina, fyllir 67 ár, og veitt verður tá eitt endaligt endurgjald, ið svarar til 2 ferðir tað árliga endurgjaldið sambært § 61, stk. 1. Sama er galdandi, um viðkomandi longu er fyltur 67 ár, tá tryggjaði læt lív orsakað av arbeiðsskaðanum.

Endurgjald til børn

§ 64. Doyr annað av foreldrunum hjá børnum, ið viðkomandi sambært lóg hevði uppihaldsskyldu móti, orsakað av arbeiðsskaða, men er hitt av foreldrunum á lívi, fær hvørt barnið, til tað fyllir 18 ár, eina framhaldandi árliga veiting, ið svarar til 10 % av ársløn hins deyða, roknað sambært § 40. Var hin deyði einsamallur uppihaldari, er endurgjaldið tó 20 % av ársløn hins deyða.
Stk. 2. Eitt barn, sum fær endurgjald eftir stk. 1, og sum seinni missir hitt av foreldrunum, men ikki orsakað av arbeiðsskaða, fær í restini av veitingartíðarskeiðnum jvb. stk. 1 eina framhaldandi árliga veiting, ið svarar til 20 % av árslønini hjá tí fyrr deyða av foreldrunum. Um hitt seinni deyða av foreldrunum eisini doyr orsakað av arbeiðsskaða, er endurgjaldið í restini av veitingartíðarskeiðnum 20 % av samlaðu ársinntøku foreldranna.
Stk. 3. Missir eitt barn bæði foreldrini samstundis, harav annað teirra letur lív orsakað av arbeiðsskaða, verður endurgjaldið sambært stk. 1 ásett til 20 % av ársinntøkuni hjá tí av foreldrunum, ið doyði orsakað av arbeiðsskaðanum. Doyggja bæði foreldrini samstundis orsakað av arbeiðsskaða, er endurgjaldið tó 20 % av samlaðu ársinntøku foreldranna.
Stk. 4. Er barnið undir útbúgving, tá ið tað fyllir 18 ár, og umstøðurnar annars tala fyri tí, kann veitingartíðarskeiðið leingjast, til útbúgvingin eigur at vera liðug, tó í longsta lagi til viðkomandi er fyltur 21 ár. Sama er galdandi, um viðkomandi longu frammanundan deyða foreldranna var fyltur 18 ár og undir útbúgving.

§ 65. Veitingar sambært § 64 verða veittar frá deyðadegnum og rindaðar mánaðarliga frammanundan.
Stk. 2. Kemur eftirsitiløn til útgjaldingar vegna andlátið, byrjar útgjaldingin av endurgjaldinum tó ikki, fyrr enn eftirsitilønartíðarskeiðið er runnið.

§ 66. Um veitingarnar, roknaðar eftir § 64, eru hægri enn 60 % av ávíkavist ársløn hins deyða, ella samlaðu ársløn foreldranna, roknað sambært § 40, verða einstøku veitingarnar lækkaðar til samanlagt 60 % av árslønini.
Stk. 2. Verður samstundis veitt endurgjald eftir § 60, lækka einstøku veitingarnar til børnini til samanlagt 50 % av ársløn hins deyða.

Endurgjald til onnur eftirsitandi

§ 67. Um samlaðu árligu veitingarnar til vaksin og børn sambært hesum kapitli eru lægri enn 70 % av ársløn hins deyða, roknað sambært § 40, kann endurgjald innan hesar karmar undir serligum umstøðum verða veitt øðrum persónum enn omanfyri nevndu, treytað av, at tann deyði heilt ella partvíst forsyrgdi teimum um tað mundið, arbeiðsskaðin hendi.
Stk. 2. Endurgjaldið eftir stk. 1, burtursæð frá endurgjaldinum til stjúkbørn undir 21 ár, kann eftir áheitan roknast um til eina ávísa peningaupphædd, samsvarandi ásetingunum í § 48, stk. 2.

Avgerðarfreistir

§ 68. Tá andlát er fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum, skal avgerð um endurgjald fyri miss av uppihaldara jvb. §§ 60, 64 og 67 um møguligt verða tikin innan 1 ár og í seinasta lagi 2 ár eftir fráboðanina.

Mótrokning í øðrum veitingum

§ 69. Hava avvarðandi hins deyða vegna arbeiðsskaðan rætt til eftirløn sambært lógini um tænastumannaeftirløn, lækkar endurgjaldið fyri miss av uppihaldara sambært hesi lóg við 2/3 av teirri upphædd, ið tænastumannaeftirlønin er hækkað upp um ta eftirløn, sum á andlátsdegnum svarar til tænastualdur hins deyða.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini galdandi fyri onnur tryggjað sambært hesi lóg, sum hava rættindi eftir samsvarandi reglum, sum lógin um tænastumannaeftirløn ásetur. Í hesum førunum rindar viðkomandi tryggingarfelag tí, sum er skyldugur at rinda eftirlønina, eina upphædd, ið svarar til ta minking, ið er hend veitingunum sambært hesi lóg.

4. PARTUR

Almennar reglur 

14. kapittul

Aftursóknarkrøv, vangilding og revsing v.m.

Aftursóknarkrøv

§ 70. Veitingar, latnar sambært hesi lóg, kunnu ikki vera grundarlag fyri aftursóknarkravi frá arbeiðsskaðatryggingarfelag móti skaðaelvara, sum er endurgjaldsskyldugur móti tí, sum hevur verið fyri arbeiðsskaða, ella hansara avvarðandi.
Stk. 2. Endurgjaldskravið frá tryggjaða ella hansara avvarðandi móti skaðaelvaranum í sambandi við arbeiðsskaðan lækkar samsvarandi teirri upphædd, sum er ella skal verða goldin tryggjaða sambært hesi lóg.

§ 71. Hevur skaðaelvari ella tryggingarfelag goldið tryggjaða ella avvarðandi hansara endurgjald fyri arbeiðsskaðan, hevur skaðaelvarin ella tryggingarfelagið aftursóknarkrav móti viðkomandi arbeiðsskaðatryggingarfelag.
Stk. 2. Aftursóknarkravið er tann upphæddin, sum viðkomandi arbeiðsskaðatryggingarfelag sambært hesi lóg hevur skyldu til at rinda tryggjaða um tað mundið, aftursóknarkravið verður sett fram.

§ 72. Hevur tryggjaði ella avvarðandi hansara fingið útgoldið almannaveitingar sambært almannalóggávuni fyri eitt tíðarskeið, ið tað seinni verður játtað framhaldandi endurgjald fyri miss av arbeiðsføri jvb. 10. kapitli, ella endurgjald fyri miss av uppihaldara jvb. 13. kapitli, hevur Almannastovan eitt aftursóknarkrav móti viðkomandi tryggingarfelag. Ásetingarnar í §§ 19 og 20 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 2. Aftursóknarkravið er munurin millum ta upphædd, ið er goldin sambært stk. 1, og ta upphædd, ið hevði verið goldin sambært hesi lóg, um upphæddin varð útgoldin samstundis sum almannaveitingarnar. Aftursóknarkravið kann tó ikki vera hægri enn tann upphæddin, ið fyri sama tíðarskeið er játtað eftir hesi lóg.

Ógildugar avtalur

§ 73. Avtalur millum tey sambært hesi lóg tryggingarskyldugu og tryggjaðu eru ógildugar, um avtalan miðar ímóti ella hevur við sær:

  1. at ásetingarnar í hesi lóg ikki skulu vera galdandi millum partarnar
  2. at tryggjaði skal rinda tryggingargjøld til tryggingarfelag, ið tað sambært hesi lóg áliggur tí tryggingarskylduga arbeiðsgevaranum at rinda
  3. at veitingar í sambandi við arbeiðsskaðar skulu roknast á øðrvísi hátt, enn ásett í hesi lóg
  4. at kostnaðurin av trygging arbeiðsgevarans skal afturhaldast í løn hins tryggjaða

§ 74. Krøv heimilaði í hesi lóg, kunnu ikki verða fyri lóghaldi, fíggjartøku ella aðrari rættarsókn. Rættargerðir, ið tryggjaði ella avvarðandi hansara fremja viðvíkjandi hesum krøvum, eru ógildugar.

Sektarásetingar

§ 75. Við bót verður tann arbeiðsgevari revsaður:

  1. sum ikki teknar tær í hesi lóg kravdu arbeiðsskaðatryggingar
  2. sum ikki varðveitir teknaðar tryggingar í gildi
  3. sum ikki rættstundis fráboðar arbeiðsskaðar
  4. sum ikki lýkur skyldur sínar annars sambært hesi lóg

Stk. 2. Er arbeiðsgevarin eitt partafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagnum verða álagt sektarábyrgd.
Stk. 3. Í forskriftum, givnum við heimild í lógini, kann sektarábyrgd verða áløgd fyri brot á forskriftirnar.

15. kapittul

Gildiskomu- og skiftisreglur

§ 76. Landsstýrið ásetur í kunngerð, nær lógin fær gildi.
Stk. 2. Lógin fevnir um teir í lógini nevndu tilburðir, undantikið vinnusjúkur, ið henda gildiskomudagin ella seinni. Vinnusjúkur, jvb. § 7, nr. 4 verða bert viðgjørdar eftir ásetingunum í hesi lóg, um vinnusjúkan er fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum gildiskomudagin ella seinni.
Stk. 3. Samstundis fer úr gildi "Kongelige anordning nr. 389 af 15.11.1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde". Tó verða tilburðir, sum samsvarandi ásetingunum í kongligu fyriskipanini um vanlukkutrygging longu eru hendir ella fráboðaðir innan gildiskomudagin sambært stk. 1, framvegis viðgjørdir eftir "Kongelig anordning nr. 389 af 15.11.1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde".

Almennar viðmerkingar:

Søguligt yvirlit:
Sambært kunngerð nr. 32 frá 28. mars 1980, sum heimilað í § 2 í heimastýrislógini, varð málsøkið "Lógskyldug vanlukkutrygging" yvirtikið sum føroyskt sermál frá 1. apríl 1980 at rokna.

Í omanfyri nevndu kunngerð er tó ásett, at "Anordning nr. 389 af 15.11.1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde" framvegis skal vera í gildi í Føroyum, til nýggjar føroyskar reglur eru lýstar á økinum.

Í 1980 setti landsstýrið ein arbeiðsbólk umboðandi Føroya Vanlukkutrygging, Vanlukkutryggingarráðið, Almannastovuna, Tórshavnar-, Klaksvíkar- og Tvøroyrar kommunu í felag, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Meginfelag Útróðrarmanna í felag og Føroya Reiðarafelag at gera álit um føroyskar reglur á vanlukkutryggingarøkinum.

Í 1988 handaði arbeiðsbólkurin landsstýrinum eitt álit um vanlukkutryggingarskipan fyri Føroyar, men so hendi ikki meira í málinum fyrr enn í 1995, tá landsstýrið setti ein nýggjan arbeiðsbólk, umboðandi somu áhugabólkar sum hin fyrri, at endurskoða álitið frá 1988.

Við grundarlagi í fyrra álitinum frá 1988, læt seinni arbeiðsbólkurin tann 13. juni 1997 landsstýrinum álit og uppskot um vanlukkutryggingarskipan fyri Føroyar, og 13. februar 1998 legði táverandi landsstýrismaðurin í almannamálum fram "uppskot til løgtingslóg um vanlukkutrygging" ("1998-uppskotið") fyri Løgtingið, men uppskotið fall burtur, tí løgtingsval varð útskrivað stutt eftir.

Almanna- og heilsumálastýrið hevur síðani endurskoðað lógaruppskotið og tilevnað eitt nýtt "uppskot til løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging".

Galdandi vanlukkutryggingarskipan og "1998-uppskotið":
Galdandi vanlukkutryggingarskipan í Føroyum – Anordning nr. 389 af 15.11.1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde (vanlukkutryggingarlógin) - svarar í høvuðsheitum til táverandi donsku "Ulykkesforsikringsloven", tó tillagað til føroysk viðurskifti. Danska skipanin er seinni munandi broytt og nútímansgjørd, meðan føroyska skipanin nærum hevur staðið óbroytt øll árini.

Galdandi vanlukkutryggingarskipan hevur í høvuðsheitum til endamáls at veita endurgjald til teirra, sum vera fyri vanlukku ella deyða, meðan tey útinna arbeiðið fyri annan persón (arbeiðstakarir), og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at tryggja arbeiðsfólk sítt móti hesum avleiðingum.

Harumframt hava eisini sjálvstøðugt vinnurekandi, ið fáast við sjóvinnu, skyldu at tryggja seg sjálvan móti vanlukkutilburði, elvdur av arbeiðsávum. Onnur sjálvstøðugt vinnurekandi hava ikki tryggingarskyldu, men harafturímóti rætt til at tekna arbeiðsskaðatrygging fyri sín egna persón, soleiðis at tey koma undir vanligu ásetingarnar í vanlukkutryggingarlógini.

Landið og kommunurnar hava eftir galdandi skipan ikki skyldu til at lata ábyrgdarvandan sambært lógini til eitt tryggingarfelag, men hóast hetta, hava flestu landsstovnar og kommunur kortini valt at tekna arbeiðsskaðatrygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

At enda kunnu ásetingarnar í galdandi vanlukkutryggingarskipan eisini nýtast í sambandi við aðrar sjálvbodnar vanlukkutryggingar, treytað av, at tryggingartakarin og tryggingarfelagið frammanundan hava avtalað, at ásetingarnar í vanlukkutryggingarlógini skulu vera galdandi.

Uppskotið til løgtingslóg um vanlukkutrygging, ið seinni arbeiðsbólkurin handaði landsstýrismanninum í 1997, og sum varð lagt fyri Løgtingið í 1998 ("1998-uppskotið"), er partvíst ein framhaldan av galdandi vanlukkutryggingarskipan, men uppskotið inniheldur eisini nýggjari reglur, sum m.a. eru tiknar úr núverandi donsku arbeiðsskaðatryggingarlógini.

Umframt at áleggja arbeiðsgevarum tryggingarskyldu fyri arbeiðstakarir sínar, áleggur uppskotið eisini ávísum sjálvstøðugt vinnurekandi tryggingarskyldu fyri sín egna persón. Talan er um útróðrarmenn og tey, sum fáast við landbúnað, men hesir persónar hava rætt til endurgjaldsveitingar, sjálvt um tey hava misrøkt tryggingarskylduna.

Uppskotið áleggur ikki landinum tryggingarskyldu, men harafturímóti hava allar føroysku kommunurnar skyldu til at tekna trygging.

Harumframt fevnir uppskotið um allar aðrar sjálvbodnar teknaðar vanlukkutryggingar, men hesir persónar hava tó ikki rætt til nakrar endurgjaldsveitingar, um teir ikki hava teknað trygging.

Nýggja uppskotið um arbeiðsskaðatrygging:
Nýggja uppskotið frá Almanna- og heilsumálastýrinum til "løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða" (arbeiðsskaðatryggingarlógin) byggir á "1998-uppskotið" frá seinna arbeiðsbólkinum, men er samstundis broytt munandi, m.a. við at taka enn fleiri ásetingar úr donsku lógini við í uppskotið. Hetta verður gjørt við tí endamáli at nútímansgera føroysku skipanina, soleiðis at hon í størri mun enn áður kann nærkast teirri lóggávu og harvið eisini siðvenju, sum Danmark og hini norðurlondini hava á økinum, samstundis sum lóggávan eisini kemur at samsvara betur við teir millumlandasáttmálar, sum norðurlondini hava á økinum.

Nýggja uppskotið um arbeiðsskaðatrygging fevnir í høvuðsheitum bert um teir persónar, sum koma undir arbeiðstakarahugtakið, t.v.s. meðan teir útinna eitthvørt arbeiði undir leiðslu og ábyrgd av øðrum persóni, og tískil er heitið á uppskotinum eisini "løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða".

Sjálvstøðugt vinnurekandi hava smb. nýggja uppskotinum hvørki skyldu ella rætt til at tekna somu trygging fyri sín egna perón, sum arbeiðstakarar teirra eru fevndir av. Hetta forðar tó ikki fyri, at sjálvstøðugt vinnurekandi á annan hátt kunnu tryggja seg sjálvi móti avleiðingunum av arbeiðsskaða. Tryggingarfelagið Føroyar bjóðar út sjálvbodnar tryggingar, sum m.a. eru settar saman til tørvin hjá hesum persónum.

Eins og ásett er í "1998-uppskotinum", eru allar føroysku kommunurnar álagdar tryggingarskyldu, meðan landið kann velja at vera sjálvtryggjað.

Uppskotið hevur eisini víðkað um hugtakið "arbeiðsskaðar" soleiðis, at enn fleiri sjúkutilburðir kunnu viðurkennast sum vinnusjúkir, eins og "bráddliga hendir lyftiskaðar" nú eisini verða viðurkendir sum arbeiðsskaðar. Hesir skaðar kunnu eins og vinnusjúkurnar vera torførir at avgreiða, og tí var ætlanin sambært nýggja uppskotinum m.a. at leggja einstøku málini um lyftiskaðar fyri tað danska "Erhvervssygdomsudvalget", áðrenn Vanlukkutryggingarráðið tók endaliga avgerð, um tilburðurin kundi viðurkennast sum ein arbeiðsskaði. Erhvervssygdomsudvalget hevur sambært donsku lógini m.a. til endamáls at ummæla lyftiskaðarnar, áðrenn Arbejdsskadestyrelsen (sum er 1. instansur í donskum arbeiðsskaðatryggingarmálum) viðurkennur tilburðin sum ein arbeiðsskaða.

Tær lógargreinarnar í uppskotinum, sum viðvíktu Erhvervssygdomsudvalget, vóru umsettar til danskt og sendar Arbejdsskadestyrelsen/Erhvervssygdomsudvalget til hoyringar, men hesir stovnar hava borið seg undan at luttaka í umsitingini av nýggju føroysku arbeiðsskaðatryggingarskipanini m.a. við teirri grundgeving, at tey føroysku og donsku arbeiðsmarknaðarviðurskiftini eru so ymisk, at Erhvervssygdomsudvalget neyvan kann nýta sín kunnleika til at ummæla føroysk arbeiðsskaðamál. Harumframt vísir Arbejdsskadestyrelsen á, at í verandi líki heimilar danska lóggávan um arbeiðsskaðatrygging ikki Erhvervssygdomsudvalget at hava føroysk arbeiðsskaðamál sum part av sínum virksemi.

Niðurstøðan hjá Arbejdsskadestyrelsen er tikin til eftirtektar og ásetingarnar um Erhvervssygdomsudvalget eru sostatt strikaðar í uppskotinum.

Hóast Vanlukkutryggingarráðið sostatt einsamalt skal avgreiða teir í byrjanini ivaleyst torføru spurningarnar um vinnusjúkur og bráddliga hendar lyftiskaðar, so hevur Vanlukkutryggingarráðið kortini heimild til at leita sær sakkøna hjálp í einstøku málsviðgerðini. Í tann mun tað er gjørligt, kann hendan sakkøna hjálpin ivaleyst fáast sambært avtalu við Arbejdsskadestyrelsen og/ella Erhvervssygdomsudvalget. Um nýggja arbeiðsskaðatryggingarskipanin skal virka eftir ætlan - serliga við atliti til rættarstøðu hins tryggjaða - er neyðugt, at Vanlukkutryggingarráðið fær nøktandi karmar at arbeiða undir, bæði viðvíkjandi starvsfólki og peningaligari játtan.

Eisini heimilaðu veitingarnar eru víðkaðar í nýggja uppskotinum. Tað, sum í galdandi vanlukkutryggingarlóg verður nevnt avlamisendurgjald (invaliditetserstatning), er nú býtt upp í tvær veitingar, sum nevnast "endurgjald fyri mist arbeiðsføri" og "samsýning fyri varandi mein". Sum nakað nýtt í mun til galdandi vanlukkutryggingarskipan, verður smb. nýggja uppskotinum altíð veitt ein "skiftisveiting" í sambandi við andlát vegna arbeiðsskaða. Ein partur av hesi veiting kemur í staðin fyri ta higartil heimilaðu veitingina "jarðarferðarhjálp".

At enda eru allar endurgjalds- og samsýningarupphæddirnar dagførdar og harvið eisini hækkaðar, soleiðis at tær nú liggja nakað omanfyri tær samsvarandi donsku upphæddirnar.

Dagpeningur undir málsviðgerðini av vanlukkutryggingarmálum hevur higartil verið heimilaður í sjálvari vanlukkutryggingarlógini, og útgjaldingin hevur verið umsitin av Føroya Vanlukkutrygging (nú Tryggingarfelagnum Føroyar). Hóast nýggja uppskotið ongar ásetingar hevur um dagpening vegna arbeiðsskaðar, verður dagpeningur tó framvegis veittur, meðan arbeiðsskaðamál eru til viðgerðar. Broytingin í mun til higartil er tann, at umsitingin og útgjaldingin av dagpeningaveitingunum verða løgd til dagpeningadeildin á Almannastovuni. Hetta verður gjørt í eini roynd at samskipa dagpeningaveitingarnar betur, tí sambært galdandi skipan kann dagpeningur vegna arbeiðsskaðar verða veittur við heimild í bæði vanlukkutryggingarlógini og dagpeningalógini - tó ikki samstundis.

Myndugleikarnir, ið avgreiða vanlukkutryggingarmál/arbeiðsskaðamál:
Sambært galdandi vanlukkutryggingarskipan, er Færøernes Ulykkesforsikringsråd (Vanlukkutryggingarráðið) 1. instansur í føroyskum vanlukkutryggingarmálum, meðan Den Sociale Ankestyrelse í Danmark virkar sum kærumyndugleiki. Í nýggja uppskotinum er manningin í 1. instansinum stórt sæð tann sama sum higartil, eins og uppgávurnar eru tær somu. Einasta broytingin er, at í nýggja uppskotinum verður 1. instansurin nevndur Vanlukkutryggingarráðið í staðin fyri Færøernes Ulykkesforsikringsråd/Føroya Vanlukkutryggingarráð.

Skipanin viðvíkjandi kærumyndugleikanum er eisini varðveitt í nýggja uppskotinum. Hetta er fyrst og fremst orsakað av rættartrygd hins tryggjaða, tí væntandi koma ásetingarnar í nýggja uppskotinum um m.a. bráddliga hendar lyftiskaðar og vinnusjúkur í byrjanini at verða so truplar at umsita hjá Vanlukkutryggingarráðnum, at neyðugt verður at hava ein royndan kærumøguleika at avgera ivamál og sostatt leggja siðvenjuna á hesum økjum í fasta legu.

Tá málsøkið hevur verið føroyskt sermál síðani 1980, verður tó miðað ímóti, at kæruviðgerðin einaferð í framtíðini kann takast heim til Føroyar at umsita.

Tær lógargreinar í uppskotinum, sum viðvíkja Den Sociale Ankestyrelse (DSA) - herímillum ein áseting um, at landskassin skuldi rinda fyri umsitingina av kærdum føroyskum arbeiðsskaðamálum - vóru umsettar til danskt og sendar DSA til ummælis. DSA hevur boðað Almanna- og heilsumálastýrinum frá, at DSA framhaldandi er sinnað at virka sum kæruinstansur fyri føroysk arbeiðsskaðatryggingarmál, men mótsett higartil, skal landskassin nú rinda umstingarútreiðslurnar hjá DSA, sum standast av føroyskum kærumálum um arbeiðsskaðatrygging.

Endurgjaldsábyrgdarlógin:
At enda skal verða víst á, at danska lógin um endurgjaldsábyrgd (Erstatningsansvarsloven), við ávísum føryskum tillagingum, er klár at leggja fyri Løgtingið. Endurgjaldsábyrgdarlógin og arbeiðsskaðatryggingarlógin eru nær tengdar at hvørjari aðrari, bæði málsliga og innihaldsliga m.a. soleiðis, at endurgjaldsábyrgdarlógin er ein almenn lóg um endurgjaldsábyrgd, meðan arbeiðsskaðatryggingarlógin er ein serlig lóg fyri ávísar persónsbólkar.

Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landskassan av uppskotinum
Sera tørført er at siga nakað ítøkiligt um, hvat uppskotið í krónum og oyrum kemur at kosta landskassanum. Orsøkin er í stuttum tann, at tað ikki ber til at staðfesta útreiðslustøðið, fyrr enn lógin hevur virkað eina tíð. M.a. kann bert verða gitt um, hvussu nógvar fleiri umsóknir um veitingar vegna arbeiðsskaðar verða sendar Vanlukkutryggingarráðnum smb. nýggju lógini í mun til galdandi vanlukkutryggingarlóg. Í dag verða uml. 400 nýggir tilburðir árliga fráboðaðir Vanlukkutryggingarráðnum sum vanlukkutilburðir/arbeiðsskaðar.

Sostatt kann ongin ávís krónuupphædd setast á fíggjarligu avleiðingar fyri landskassan, men vísast kann kortini á tey viðurskifti, sum fara at broytast við nýggja uppskotinum, og sum ivaleyst koma at hava við sær fleiri útreiðslur fyri landskassan.

Í uppskotinum er ásett, at landskassin ber allar umsitingarútreiðslur hjá Vanlukkutryggingarráðnum. Hetta er eisini galdandi skipan í dag. Talið av limum í Vanlukkutryggingarráðnum verður eisini tað sama sum higartil (t.v.s. 5), eins og persónarnir stórt sæð eru teir somu. Á skrivstovuni hjá Vanlukkutryggingarráðnum eru 2 fulltíðarstørv. At sjálvum Vanlukkutryggingarráðnum er eisini knýttur ein skrivari, sum - eins og limirnir í ráðnum - fær samsýning fyri hvønn fundin, sum vanliga er 1 ferð um vikuna. Dómarin, Landslæknin og skrivarin í ráðnum fáa eina hægri fundarsamsýning enn hinir 3 limirnir. Samlaði kostnaðurin av hesum stovni er í dag uml. 700.000 kr. Vanlukkutryggingarráðið hevur eina inntøku upp á uml. 400.000 kr. árliga, ið stavar frá "avgreiðslugjøldum" frá Tryggingarfelagnum Føroyar. Nettojáttanin á fíggjarlógini til Vanlukkutryggingarráðið er sostatt uml. 300.000 kr. árliga.

Greitt er, at um nýggja uppskotið um arbeiðsskaðatryggingarlóg skal virka eftir ætlan - serliga við atliti til rættarstøðu hins tryggjaða - má Vanlukkutryggingarráðið fáa munandi størri játtan enn higartil. Bygnaðurin av nýggja uppskotinum, við m.ø. einum víðkaðum arbeiðsskaðahugtakið, umframt fleiri og hægri veitingum, kemur at seta stór krøv til virksemi Vanlukkutryggingarráðsins. Ikki minst víðkanin av teimum sonevndu vinnusjúkunum og staðfestingin av teimum sokallaðu bráddliga hendu lyftiskaðunum sum arbeiðsskaðar fara - í hvussu so er tað fyrstu tíðina - at krevja fleiri vælkvalifiserað starvsfólk í fyrireikandi málsviðgerðini hjá Vanlukkutryggingarráðnum, eins og tað møguliga verður neyðugt at leita sær sakkøna hjálp uttanífrá ta fyrstu tíðina.

Sum omanfyri nevnt, verður í dag rindað eitt "avgreiðslugjald" fyri hvørt mál, ið Vanlukkutryggingarráðið viðger. Í nýggja uppskotinum er ikki heimild at krevja eitt tilíkt gjald fyri mál, sum beinleiðis koma undir lógina um arbeiðsskaða. Harafturímóti verður gjald sett á fyrispurningar til Vanlukkutryggingarráðið viðvíkjandi persónskaða, sum ikki er fevndur av uppskotinum. Hetta gjald verður ásett av landsstýrismanninum.

Málsviðgerðarútreiðslurnar í 1. instansi, umframt veitingarnar sambært uppskotinum, verða sjálvsagt rindaðar av tí, sum ber ábyrgdarvandan av arbeiðsskaðanum. Sum áður nevnt, ásetur nýggja uppskotið tryggingarskyldu fyri allar kommunurnar, meðan landið kann velja at vera sjálvtryggjað. Hóast landið smb. galdandi vanlukkutryggingarlóg heldur ikki hevur tryggingarskyldu, so hava flestu landsstovnar kortini valt at tekna vanlukkutrygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, m.a. kunnu nevnast Landssjúkrahúsið og Almannastovan. Samlaðu útreiðslurnar hjá landinum til hesi tryggingargjøld eru uml. 1,2 mió. árliga, harav Landssjúkrahúsið rindar uml. 700.000 kr. árliga í tryggingargjøldum fyri síni starvsfólk.

Sambært uppskotinum, skal landskassin eisini rinda fyri málsviðgerð umframt veitingar til persónar, sum koma til skaða ella gerast sjúkir, meðan teir royna at bjarga mannalívi ella verja fyri stórvegis evnisligum ella mentanarligum missi.

Í uppskotinum er ásett, at landskassin ber umsitingarútreiðslurnar hjá Den Sociale Ankestyrelse (DSA), sum virkar sum kærumyndugleiki í føroyskum arbeiðsskaðatryggingarmálum. Málsviðgerðarútreiðslurnar verða rindaðar av tí, sum ber ábyrgdarvandan fyri kærda arbeiðsskaðamálið, t.v.s. Tryggingarfelagnum Føroyar ella landskassanum.

DSA er eisini kærumyndugleiki smb. galdandi skipan, men higartil hevur danski statskassin rindað allar útreiðslur hesum viðvíkjandi - bæði til umsiting og málsviðgerð. Tá málsøkið "lógskyldug vanlukkutrygging" hevur verið føroyskt sermál síðani 1. apríl 1980, tykist tað ikki rímiligt, at danski statskassin framhaldandi skal bera umsitingarútreiðslurnar av føroyskum arbeiðsskaðamálum, og tískil er ásett í uppskotinum, at landskassin skal rinda umsitingarútreiðslurnar.

Sum áður nevnt, hevur DSA játtað framhaldandi at virka sum kærumyndugleiki í føroyskum arbeiðskaðamálum, og í hesum sambandið hevur DSA sent Almanna- og heilsumálastýrinum hjálagda "Arbejdsskadestyrelsens bekendtgørelse nr. 788 af 19. oktober 1999", sum í § 11 ásetur galdandi "umsitingargjøld" til DSA í arbeiðsskaðamálum (p.t. 5.447 kr. pr. mál). Í § 10 í somu kunngerð eru gjøldini fyri viðgerð av arbeiðsskaðamálum í Arbejdsskadestyrelsen nevnd, og hesi kunnu fáa týdning, um Arbejdsskadestyrelsen krevur hesi gjøld í sambandi við vegleiðandi ummælir um føroysk arbeiðsskaðatryggingarmál.

Ein avleiðing av nýggja uppskotinum verður ivaleyst, at tryggingargjøldini (præmierne) fyri arbeiðsskaðatryggingar koma at hækka samanborið við í dag. Hetta er ein neyðug avleiðing av, at nýggja uppskotið samanlagt veitir tryggjaða munandi betri sømdir enn higartil, m.a. viðvíkjandi teimum skaðum og sjúkum, sum nú verða viðurkendar sum arbeiðsskaðar, umframt upphæddirnar, ið verða veittar í endurgjaldi og samsýning. Um landið velur at teknað arbeiðsskaðatrygging hjá einum tryggingarfelagi (hóast landið ikki hevur skyldu til tess), kemur hetta eisini at hava við sær øktar útreiðslur fyri landskassan. Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt nakrar útrokningar, sum vísa, at tryggingargjøldini fara at hækka við umleið 40%, sí útrokningarnar í skjali 12.

Um takast skal samanum, so verður neyðugt, í hvussu so er, at hækka játtanina á løgtingsfíggjarlógini fyri tað fyrsta árið, lógin verður í gildi, við umleið 2 mió kr. leystliga mett. Avgreiðslugjaldið upp á 400.000 kr., sum Vanlukkutryggingarráðið fær í dag, fellur burtur,og neyðugt er við hægri játtan til umsitingarútreiðslur og til setan av fleiri fólkum.

Aðrar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar ella vinnuligar avleiðingar ella avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

  Fyri
Landið/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/ felagsskapir

Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

 

Nei

 

Ja

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar      

Ja

 

Hoyring av uppskotinum:
Nýggja "uppskotið til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða" varð sent til hoyringar hjá:

Viðmerkingar til lógaruppskotið frá Færøernes Ulykkesforsikringsråd, P/F Trygd, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Meginfelag Útróðrarmanna, Arbejdsskadestyrelsen saman við Socialministeriet og Den Sociale Ankestyrelse eru hjálagdar sum fylgisskjøl nr. 4 - 9.

Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag hava ikki sent Almanna- og heilsumálastýrinum nakrar viðmerkingar til lógaruppskotið.

Í sambandi við hoyringina av lógaruppskotinum hevur Almanna- og heilsumálastýrið havt nógv samskifti við Tryggingarfelagið Føroyar. Felagið er framvegis tað einasta tryggingarfelagið, sum teknar lógskyldugar vanlukkutryggingar í Føroyum og má tí - næst eftir Færøernes Ulykkesforsikringsråd - metast at hava serligan kunnleika til hetta økið. Skrivligu viðmerkingarnar frá Tryggingarfelagnum Føroyar viðgera í høvuðsheitum lógaruppskotið í smálutum, harav nógv av tilmælunum frá felagnum viðvíkjandi einstøku lógargreinunum eru tikin til eftirtektar av Almanna- og heilsumálastýrinum og broyttar í endaliga lógaruppskotinum. Einstøku viðmerkingarnar frá Tryggingarfelagnum Føroyar eru ikki hjálagdar sum fylgiskjøl til lógaruppskotið, tí tær broytingar í lógaruppskotinum, ið hava staðist av samskiftinum við felagið hava havt við sær, at í flestu førum samsvarar nummarið á lógargreinini í viðmerkingunum frá Tryggingarfelagnum Føroyar ikki við nummarið á lógargreinini í endaliga uppskotinum.

Í sambandi við endaliga lógaruppskotið frá Almanna- og heilsumálastýrinum, hevur Tryggingarfelagið Føroyar tó savnað tær prinsipiellu viðmerkingar, sum felagið hevur til uppskotið, og eru tær hjálagdar sum fylgiskjal nr. 10. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at endaliga uppskotið ikki fevnir um arbeiðsskaðatryggingar, ið sjálvstøðugt vinnurekandi tekna fyri sín egna persón.

Eftir at hoyringsfreistin viðvíkjandi uppskotinum var úti, og lógaruppskotið endaliga var orðað við m.a. teimum tillagingum, ið hoyringin hevði við sær, varð uppskotið enn einaferð sent Færøernes Ulykkesforsikringsråd (Vanlukkutryggingarráðnum) til ummælis. Seinnu viðmerkingarnar frá Vanlukkutryggingarráðnum eru hjálagdar sum fylgisskjal nr. 11.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar

 

1. kapittul: Tryggjaðu persónarnir

§ 1:
Smb. stk. 1 eru høvuðstreytirnar fyri at koma undir lógina, at arbeitt verður fyri ein føroyskan arbeiðsgevara, og at arbeiðið verður útint á føroyskum land- ella sjóøki.
Ein "føroyskur arbeiðsgevari" er antin ein føroyingur ella útlendingur, sum er búsitandi í Føroyum, og sum er fult ella partvíst skattskyldugur í Føroyum, ella eitt føroyskt ella útlendskt felag ella líkn. við heimstaði ella stjórn í Føroyum, og sum er fult ella partvíst skattskyldugt í Føroyum.
At arbeitt verður fyri ein arbeiðsgevara vil í høvuðsheitum siga, at arbeiðstakarin sambært avtalu við arbeiðsgevaran skal útinna eitt veruligt arbeiði til fyrimuns fyri arbeiðsgevaran. Ein tílík avtala kann bæði vera munnlig, skrivlig ella tigandi. Harnæst krevst, at tann ið útinnir arbeiðið, stendur undir leiðslu arbeiðsgevarans, t.v.s., at arbeiðsgevarin hevur ávirkan á eins og eftirlit við, hvussu arbeiðið verður útint, soleiðis at arbeiðstakarin hevur skyldu til at gera eftir boðum arbeiðsgevarans.
Eru omanfyri nevndu krøv lokin, hevur tað hinvegin ongan týdning, hvat slag av arbeiði talan, er um, starvstíð, aldur á arbeiðstakara, ella lønarviðurskifti (viðvíkjandi hesum seinasta, sí tó § 1, stk. 3).
Eisini útlendingar eru tryggjaðir, um teir lúka vanligu treytirnar í lógini, t.v.s. um teir arbeiða fyri ein føroyskan arbeiðsgevara á føroyskum land- ella sjóøki (ella sigla við føroyskt skrásettum skipi, jvb. § 3).
Sjálvt um høvuðsbólkurin av teimum tryggjaðu sostatt eru arbeiðstakarar, fevnir lógin eisini um ávísar aðrar persónar, sí §§ 4 -6.
Hin høvuðstreytin smb. stk. 1 er, at arbeiðið verður útint á føroyskum land- ella sjóøki. Hóast lógin sostatt byggir á tað sokallaða "territorialprinsippið" og tískil sum útgangsstøði ikki kann nýtast uttan fyri føroyskt land- ella sjóøki, kann landsstýrismaðurin gera undantøk frá hesi høvuðsreglu við heimild í ásetingunum í § 6.
Húsfólk arbeiðsgevarans er sambært stk. 2 bert tryggjað, um tey á sama hátt sum aðrir arbeiðstakarar arbeiðsgevarans útinna eitt veruligt arbeiði, sum hevur týdning fyri raksturin av virksemi arbeiðsgevarans, og í hesum sambandi standa undir leiðslu arbeiðsgevarans.
Ein hjúnafelagi, sum starvast hjá hinum hjúnafelaganum, kann smb. stk. 3 bert metast sum arbeiðstakari, um hjúnafelagarnir hava gjørt eina sínamillum lønaravtalu, ið m.a. inniber skyldu hjá arbeiðsgevarahjúnafelaganum til at afturhalda og gjalda inn A-skatt av lønarinntøkuni hjá hinum hjúnafelaganum. Fyri at staðfesta um hesar treytir eru loknar, kann t.d. vera hugt eftir seinastu lønarútgjaldingini, ella - um ongin lønarútgjalding hevur verið frammanundan arbeiðsskaðan - so á annan hátt at fáa staðfest, at talan er um verulig arbeiðsgevara/arbeiðstakara-viðurskifti. Herdu krøvini til hjúnafelagar koma av, at tað kann vera trupult at skyna ímillum, um ein hjúnafelagi kann sigast at vera arbeiðstakari hjá hinum hjúnafelaganum, ella um hjúnafelagarnir reka virksemi í felag m.a. við teirri avleiðing, at teir báðir mugu tekna sjálvbodna trygging fyri at verja seg móti fíggjarligu avleiðingunum av arbeiðsskaða.

§ 2:
Verður ein persónur mettur sum arbeiðstakari sambært § 1, er hann fevndur av lógini uttan mun til, hvat slag av arbeiði hann útinnir fyri arbeiðsgevaran. Hetta merkir m.a., at bæði vinnuligt og privat arbeiði fyri arbeiðsgevaran er fevnt av lógini. Sama er galdandi, um arbeiðstakarin útinnir annað arbeiði enn tað, hann er settur í starv til. Hóast arbeiðsgevarin í ávísum førum ikki hevur skyldu at tekna arbeiðsskaðatrygging, hevur arbeiðstakarin tó kortini altíð krav um tær í lógini nevndu veitingar, sum arbeiðsskaði heimilar honum, sí nærri §§ 10, stk. 2 og 19.

§ 3
Greinin víðkar um geografiska øki lógarinnar, soleiðis at ikki bert persónar, sum arbeiða á føroyskum land- ella sjóøki, jvb. § 1, stk. 1, eru fevndir av lógini, men eisini sjófólk - føroyingar eins væl og útlendingar - sum við føroyskt skrásettum skipi – herundir skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni - er statt uttan fyri føroyskt sjóøki.
Við sjófólk skilst manning í víðastu merking, t.v.s. ein og hvør persónur, sum er settur at arbeiða umborð á skipinum, og sum tískil vanliga fylgir við hagar, skipið fer. Harafturímóti fevnir greinin t.d. ikki um persónar, sum í fremmandari havn verða settir at ferma, lossa, umvæla ella reingera skipið.
Sum høvuðsregla er sjófólk við útlendskt skrásettum skipi - herímillum føroyingar - sum áður nevnt ikki fevnt av lógini, hóast skipið er statt á føroyskum sjóøki. Við heimild í § 6 kunnu hesir persónar tó við kunngerð verða tiknir inn undir lógina.
Altjóða sáttmálar ("lovvalgskonventioner") kunnu eisini áseta reglur um, hvørs lands lóggáva skal nýtast viðvíkjandi sjófólki.

§ 4:
Greinin ásetur, at eisini onnur enn tey, sum beinleiðis hava verið fyri arbeiðsskaða, kunnu vera tryggjað eftir lógini. Fyri at fostrið ella barnið skal hava rætt til endurgjald krevst, at arbeiðið hjá móðirini ella pápanum er fevnt av lógini. Stk. 1 fevnir bert um sjúkuárin frá móðirini, meðan stk. 2 viðvíkur báðum foreldrunum. Fosturskaðar kunnu t.d. standast av ymiskum smittandi evnum ella strálingum, sum foreldrini hava fingið í seg orsakað av arbeiði teirra. Fosturskaðar eru í lógini javnstillaðir við vinnusjúkur, jvb. § 9 og verða viðgjørdir eftir somu reglum sum hesar sjúkur.

§ 5:
Greinin víðkar um tryggjaða persónskaran til eisini at fevna um persónar, sum antin ikki koma undir vanliga arbeiðstakarahugtakið, ella persónar, sum eru arbeiðstakarar, men sum í konkreta førinum ikki koma til skaða ella gerast sjúkir, meðan teir útinna vanliga arbeiðið.
Nr. 1 viðvíkur persónum, sum tað almenna áleggur umboðan, sum viðkomandi hevur skyldu at útinna, t.d. kommunustýrislimur ella skikkaður verji. Hesir persónar eru ikki arbeiðstakarar jvb. § 1, men eru í yrki teirra kortini tryggjaðir sambært lógini.
Nr. 2 tekur álitisumboð og trygdarumboð inn undir lógina, hóast umboðini í hesum yrkinum ikki sum vanligir arbeiðstakarar standa undir leiðslu og ábyrgd arbeiðsgevarans.
Nr. 3 viðvíkur arbeiðstakarum, sum, meðan teir eru í tænastu arbeiðsgevarans, fremja ávísar bjargingarroyndir, sum ikki er liður í arbeiði teirra fyri arbeiðsgevaran. Hesir persónar eru fevndir av trygging arbeiðsgevarans, tí royndin t.d. verður framd í vanligu arbeiðstíðini, men møguligar veitingar, latnar sambært lógini, verða í hesum førum rindaðar av landskassanum, jvb. § 20, stk. 3.
Nr. 4 tryggjar allar aðrar persónar, enn nevndir í nr. 3, t.v.s. persónar, sum fremja bjargingarroyndina í frítíðini, ella persónar, sum als ikki eru arbeiðstakarar. Einasta treyt er, at bjargingarroyndin verður framd á føroyskum land- ella sjóøki, t.v.s. at nr. 4 ikki kann nýtast uttan fyri føroyskt land- ella sjóøki. Veitingar sambært lógini til hesar persónar eru ikki fevndar av nakrari arbeiðsgevaratrygging, men verða rindaðar av landskassanum, jvb. § 20, stk. 3.

§ 6:
Greinin heimilar landsstýrismanninum at taka aðrar persónar enn teir, sum eru nevndir í §§ 1 og 3-5, inn undir lógina.
Landsstýrismaðurin kann víðka um geografiska øki lógarinnar. Sum áður nevnt, byggir arbeiðsskaðatryggingarlógin á "territorialprincippið", t.v.s. at lógin sum høvuðsregla bert er galdandi fyri arbeiðsskaðar, hendir á føroyskum land- ella sjóøki, meðan arbeitt verður fyri ein føroyskan arbeiðsgevara. Við heimild í nr. 1 kunnu arbeiðstakarir, sum ein føroyskur arbeiðsgevari fyribils sendir uttanlands at arbeiða, framhaldandi verða fevndir av føroyskari lóggávu í eitt ávíst tíðarskeið.
Heimildin í nr. 2 kann m.a. eisini nýtast til at áseta reglur um arbeiðsskaðtrygging í sambandi við eina møguliga frálandavinnu á føroyskum sjóøki. Ein tílík vinna fevnir í stóran mun um altjóða fyritøkur og útlendsk starvsfólk, og neyðugt verður tí ivaleyst í hesum førum at áseta nærri reglur um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða.
Sambært nr. 3 kunnu persónar undir útbúgving, har starvsvenjing v.m. er tvungin liður í útbúgving teirra, verða tiknir inn undir lógina. Talan er í hesum førum ikki um lærlingar hjá arbeiðsgevaranum, tí hesir lærlingar koma undir vanliga arbeiðstakarahugtakið í § 1. Talan er hinvegin um persónar, har eitt millumlið – útbúgvingarstovnurin – er millum arbeiðsgevaran og viðkomandi persón. Hóast hesir persónar sostatt eru í starvsvenjing hjá einum arbeiðsgevara, eru teir ikki arbeiðstakarar í lógarinnar týdningi, m.a. tí arbeiðsgevarin ikki hevur sama leiðslu- og eftirlitsmyndugleika við hesum persónum, sum við vanligu arbeiðstakarum sínum.
Sambært nr. 4 kann tryggingin eisini verða víðkað til at fevna um persónar, sum t.d. eru undir almennari forsorg, og sum liður í hesi forsorg útinna eitthvørt arbeiði á stovni ella aðrastaðni. Hóast hesir persónar útinna eitthvørt arbeiði undir leiðslu og ábyrgd av øðrum persóni, so hava serligu viðurskiftini hjá hesum persónum við sær, at tey kortini ikki koma undir vanliga arbeiðsgevara/arbeiðstakara-hugtakið og sostatt heldur ikki eru fevnd av lógini, uttan serlig heimild gevur teimum hendan møguleikan.
Greinin er ikki "úttømandi", jvb. orðingini "herímillum".

2. kapittul: Arbeiðsskaðar

§ 7:
Greinin nevnir teir tilburðir, sum undir einum bera heiti arbeiðsskaðar.
Hugtøkini "bráddliga hendir lyftiskaðar" og "vinnusjúkur" verða nærri lýst í §§ 8 og 9, meðan "vanlukkutilburðir" og "stutttíðar skaðilig árin" ikki verða nærri útgreinað aðrastaðni í lógini.
Fyrsta høvuðstreytin fyri, at tilburðurin kann viðurkennast sum ein arbeiðsskaði smb. hesi lóg, er, at tilburðurin læknafrøðiliga kann viðurkennast sum vanlukku- ella sjúkutilburður, nevndur í nr. 1- 4.
Vanlukkutilburðir, jvb nr. 1, eru eftir fastari siðvenju at skilja sum "ein bráddliga uttanífrá komin hending, ið er óheft av vilja hins tryggjaða, og sum hevur skaðiliga ávirkan á heilsustøðuna ella deyðan sum avleiðing". Við "bráddliga" skilst, at skaðiliga hendingin tekur rættiliga stutta tíð, t.d. eitt fall, ella at okkurt dettur oman yvir ein. Við orðunum "uttanífrá komin hending" verður staðfest, at talan er ikki um arbeiðsskaða, um vanlukkutilburðurin einans er elvdur orsakað av heilsustøðu hins skadda frammanundan tilburðum. At tilburðurin skal vera "óheftur av vilja hins tryggjaða" merkir, at viðkomandi sjálvur ikki hevði høvuðsábyrgdina av, at skaðin hendi, sí § 38.
Stutttíðar skaðilig árin, jvb. nr. 2, eru smb. siðvenju árin, sum t.d. vegna arbeiðshátt, arbeiðstilfar ella arbeiðsumhvørvi ávirka heilsustøðuna í minsta lagi 2-3 tímar og í mesta lagi 5 dagar. Varir skaðiliga arbeiðið í meira enn 5 dagar, skal tilburðurin koma undir § 9 um vinnusjúkur, fyri at verða viðurkendur sum arbeiðsskaði smb. hesi lóg.
Viðvíkjandi bráddliga hendum lyftiskaðum og vinnusjúkum verður víst til §§ 8 og 9.
Hin høvuðstreytin fyri, at tilburðurin kann koma inn undir lógina, er, at tilburðurin løgfrøðiliga kann viðurkennast sum arbeiðsskaði, t.v.s. at tilburðurin hendi, meðan viðkomandi útinti eitt arbeiði fyri ein arbeiðsgevara, og at hetta arbeiðið ella arbeiðsumstøðurnar eru orsøk til skaðan ella sjúkuna. Hetta merkir m.a., at vanlukku- ella sjúkutilburðir, sum henda í frítíðini, ella meðan arbeitt verður fyri ein sjálvan, ikki eru fevndir av lógini, tí í hesum førum hevur arbeiðsgevarin onga ávirkan á vandan fyri skaða ella sjúku. Sama er sum høvuðsregla galdandi, tá ferðast verður til og frá arbeiði, men sambært siðvenju fevnir tryggingin eisini um tílíka ferðing í ávísum førum, t.d. tá arbeiðstakarin á veg heim ger eitthvørt ørindi fyri arbeiðsgevaran, ella arbeiðstakarin ekstarordinert verður kallaður til arbeiðis uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Ein viðurkenning av einum arbeiðsskaða er samstundis eisini ein viðurkenning av einari og hvørjari beinleiðis fylgju av hesum tilburði. Harumframt kann seinni hendur vanlukku- ella sjúkutilburður eftir umstøðunum verða viðurkendur sum óbeinleiðis fylgja av arbeiðsskaða, treytað av, at fylgjan hevur samband við upprunaliga arbeiðsskaðan.

§ 8:
Bráddliga hendir lyftiskaðar vórðu í 1996 viðurkendir sum arbeiðsskaðar í Danmark, men hava ikki áður verið heimilaðir í føroyskari lóggávu. Hesir lyftiskaðar kunnu ikki viðurkennast sum "vanlukkutilburðir", jvb. § 7, nr. 1, tí teir ikki eru ein uttanífrá komin hending, ið er óheft av vilja hins tryggjaða. Somuleiðis hendir tilburðurin so bráddliga, at hann ikki lýkur tær smb. siðvenju ásettu treytirnar um 3- 4 tímar skaðiligt árin, áðrenn skaðin kann viðurkennast sum "stutttíðar skaðilig árin", jvb. § 7, nr. 2. At enda kundu lyftiskaðarnir heldur ikki viðurkennast sum "vinnusjúkur", jvb. § 7, nr. 4, tí sambært siðvenju varð sett krav um fleiri ára tungt lyftiarbeiði, áðrenn t.d. ein ryggskaði kundi viðurkennast sum vinnusjúka.
Strong krøv verða sett fyri, at ein lyftiskaði kann viðurkennast sum arbeiðsskaði. Fyri tað fyrsta skal skaðin standast av lyfting, t.v.s. skaðar, ið einans standast av t.d. togan ella draging, eru ikki fevndir av § 8, men kunnu møguliga vera arbeiðsskaðar eftir øðrum reglum í lógini. Skaðin skal henda bráddliga, t.v.s. beinanvegin geva seg til kennar, tá lyft verður, og skal henda persóni sum dagliga fæst við tyngjandi lyftiarbeiði. Harumframt skal skaðin henda í óvanligari lyftistøðu, t.d. við ørmunum langt út frá kroppinum, ella í framáboygdari lyftistøðu, og hendan lyftistøðan skal vera beinleiðis orsøkin til skaðan. At enda eru tað bert varandi vødda-, nerva- ella liðskaðar, sum verða viðurkendir sum arbeiðsskaðar eftir hesi grein.
Omanfyri nevndu krøvini skulu virka fyri, at bert tey, ið av arbeiðsávum eru í serligum vanda fyri nevndu skaðum, eru fevnd av lógini.

§ 9:
Vinnusjúkur eru sermerktar við, at tær ofta ikki geva seg til kennar, fyrr enn long tíð er liðin, síðan skaðiliga ávirkanin byrjaði. Hvørjar sjúkur kunnu metast sum vinnusjúkur, er fyrst og fremst ein læknaligfrøðilig meting, sum broytist, so hvørt sum læknafrøðiliga vitanin um skaðiligar arbeiðshættir, framleiðsluevnir og arbeiðsumhvørvi økist. Tískil er neyðugt, at tann í greinini nevnda kunngerðin um vinnusjúkur má broytast samsvarandi hesi nýggju vitan. At ein ávís sjúka ikki er nevnd í kunngerðini merkir ikki, at sjúkan ikki kann viðurkennast sum arbeiðsskaði, sí stk. 1, nr. 2 og stk. 2. Hinvegin hevur tað týdning fyri próvbyrðuna, um sjúkan er nevnd í kunngerðini ella ikki, tí greinin gevur eina ábending um, at ein sjúka, nevnd í kunngerðini, er elvd av arbeiðsávum, meðan strangari krøv verða sett til sambandið millum arbeiðið og sjúkuna, um sjúkan ikki er nevnd í kunngerðini.
Sum eisini nevnt undir § 4, eru tað ikki einans teir persónar, sum beinleiðis verða fyri skaðiligum árinum, sum eru fevndir av lógini, men eisini børn, sum í móðurlívi ella seinni hava fingið skaða ella sjúku, kunnu fáa veitingar eftir lógini.

3. kapittul: Tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin

§ 10:
Ein og hvør persónur, felag ella líknandi, sum samsvarandi § 1 og § 2 kann metast sum arbeiðsgevari, hevur sum høvuðsregla skyldu at tryggja arbeiðsfólk sítt.
Í stk. 2 er tó ásett eitt minstamark fyri, nær arbeiðsgevari skal tryggja ávísar persónar við ávísum arbeiðsuppgávum. Hóast hetta, hevur hesin arbeiðstakarin kortini rætt til veitingar sambært lógini, sí § 19, stk. 2.

§ 11:
Sum áður nevnt undir § 3, fevnir lógin eisini um sjófólk, sum arbeiða umborð á føroyskt skrásettum skipum.
§ 11 ásetur, at hóast manningin stendur undir beinleiðis leiðslu og ábyrgd skiparans, so er tað reiðarin á skipinum, sum er tryggingarskyldugur arbeiðsgevari. Hinvegin fevnir tryggingarskyldan bert um teir persónar – herímillum eigararnar av skipinum - sum undir leiðslu skiparans útinna eitthvørt arbeiði umborð á skipinum.

§ 12:
Greinin ásetur, hvør av møguliga fleiri arbeiðsgevarum hevur tryggingarskylduna.
Høvuðsreglan er, at tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin er tann arbeiðsgevarin, í hvørs tænastu arbeiðsskaðin hendi. Tá talan er um vanlukkutilburð, jvb. § 7, nr. 1 ella stutttíðar skaðiligt árin, jvb. § 7, nr. 2, kann tað oftast nágreinliga staðfestast, nær arbeiðsskaðin hendi, og tískil vil tað í hesum førum eisini bara vera tann eini arbeiðsgevarin, sum hevur ábyrgdina. Øðrvísi kann vera við bráddliga hendum lyftiskaðum, jvb. § 7, nr. 3, og serliga vinnusjúkum, jvb. § 7, nr. 4. Hesir arbeiðsskaðar kunnu hava ment seg gjøgnum fleiri ár, meðan arbeiðstakarin arbeiddi hjá einum arbeiðsgevara, fyri so at geva seg til kennar stutt eftir, at arbeiðstakarin er farin í starv hjá nýggjum arbeiðsgevara. Í hesum førinum vil tað ikki vera rætt at áleggja nýggja arbeiðsgevaranum ábyrgdina av arbeiðsskaðanum og harvið eisini tryggingarskylduna. Spurningurin um, hvør av møguliga fleiri arbeiðsgevarum hevur ábyrgdina, kemur sjálvsagt bara upp á tal, um arbeiðið fyri núverandi arbeiðsgevarin eisini kann hava elvt til arbeiðsskaðan.

§ 13:
Stk. 1 ásetur, hvør hevur tryggingarskylduna, tá ein arbeiðstakari, sum er settur í starv og verður løntur av einum persóni, nýtir sína arbeiðsmegi fyri ein annan persón. Avgerandi fyri tryggingarskylduna í hesum førum er, hvør av arbeiðsgevarunum hevur leiðsluna av, hvussu og hvar arbeiðstakarin nýtir sína arbeiðsmegi.
Stk. 2 viðger spurningin, hvør ið hevur tryggingarskylduna, tá ein útinnandi arbeiðsgevari sum triði persónur er millum arbeiðstakaran og tann, ið eigur virki. Avgerandi er í hesum førum, um útinnandi arbeiðsgevarin kann sigast at starvast í tænastu hjá tí, sum eigur virkið, ella um útinnandi arbeiðsgevarin er sjálvstøðugt vinnurekandi. Persónurin, sum eigur virkið, hevur jvb. stk. 2, 1. pkt. tryggingarskylduna fyri teir persónar, sum útinnandi arbeiðsgevari í hansara tænastu setur í starv og lønir, meðan ein sjálvstøðugur vinnurekandi jvb. stk. 2, 2. pkt. sjálvur hevur tryggingarskylduna fyri arbeiðsfólkið í sínari tænastu, eisini um arbeiðsfólkið útinnir arbeiðið fyri annan arbeiðsgevara.

4. kapittul: Arbeiðsskaðatryggingin

§ 14:
Allir privatir arbeiðsgevarir og allar tær føroysku kommunurnar, sum smb. lógini hava tryggingarskyldu, skulu tekna arbeiðsskaðatrygging hjá einum tryggingarfelag, meðan landið kann velja at vera sjálvtryggjað, t.v.s. sjálvt bera tryggingarábyrgdina og sostatt úr egnum kassa rinda møgulig endurgjalds- og samsýningarkrøv sambært lógini.
Við at áleggja øllum føroysku kommununum og øllum privatum arbeiðsgevarum tryggingarskyldu, slepst undan, at tryggjaði vegna vantandi fíggjarorku hjá kommununi ella arbeiðsgevaranum ikki fær tær veitingar, sum hann sambært lógini hevur rætt til, eins og hendan skipan tryggjar, at kommunan ella arbeiðsgevarin ikki kemur í fíggjarligt óføri orsakað av krøvunum.
Í dag er tað bert Tryggingarfelagið Føroyar, ið teknar tílíkar tryggingar, men sambært løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi við seinni broytingum hava eisini onnur tryggingarfeløg møguleikan fyri at søkja um loyvi at tekna arbeiðsskaðatryggingar.
Viðvíkjandi avleiðingunum fyri arbeiðsgevaran, um hann ikki teknar skyldugar tryggingar, ella ikki varðveitir tílíkar tryggingar í gildi, verður víst til §§ 15 og 75.

§ 15:
Hóast tryggingarskyldugur arbeiðsgevari als ikki teknar skyldugar tryggingar, ikki teknar tær beinanvegin, hann setur fólk í tryggingarskyldugt arbeiði, ella hann ikki varðveitir teknaðar tryggingar í gildi, m.a. við ikki at rinda tryggingargjøld, ið eru fallin til gjaldingar, so sleppur arbeiðsgevarin sum útgangsstøði kortini ikki undan at rinda skyldug tryggingargjøld fyri alt tað farna tryggingartíðarskeiðið. Hetta er galdandi, uttan mun til um arbeiðsskaði er hendur ella ikki. Vanlukkutryggingarráðið avger, hvussu stór samlaða tryggingargjaldseftirstøða arbeiðsgevarans er, og hvussu stóran part av samlaðu eftirstøðuni, arbeiðsgevarin skal rinda.
Tann soleiðis ásetta skylduga upphæddin verður áløgd eina rentu.
Upphæddin, sum arbeiðsgevarin endurrindar, verður lutfalsliga latin tryggingarfeløgunum, ið tekna arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum samsvarandi nærri reglum, ásettum av landsstýrismanninum.

§ 16:
Greinin ásetur, at ein smb. lógini tryggjaður persónur varðveitir øll síni rættindi mótvegis tryggarfelagnum, hóast arbeiðsskaðatryggingaravtalan millum arbeiðsgevarin og tryggingarfelagið t.d. ikki fevnir um júst hendan persónin ella hansara arbeiði. Sum dømi kann nevnast, at ein arbeiðsgevari hevur teknað trygging fyri teir persónar, sum arbeiða í vinnuvirki hansara, men ikki fyri teir persónar, sum útinna tryggingarskyldugt arbeiði í húsarhaldi hansara. Hóast hetta, hava eisini tey, sum arbeiða í húsarhaldinum, rætt til veitingar sambært lógini, um tey vera fyri arbeiðsskaða. At tryggingarfelagið eftirfylgjandi - og sambært øðrum reglum - kann krevja arbeiðsgevarin eftir einum hægri tryggingargjaldi, hevur sostatt onga ávirkan á rættarstøðu hins tryggjaða.

§ 17:
Greinin ásetur, at eisini smáðir arbeiðsskaðar, sæð í mun til samlaðu heilsustøðuna hjá tryggjaða, eru fevndir av lógini og sostatt kunnu geva rætt til veitingar. Men samstundis verður eisini staðfest, at viðurkenningin av einum tilburði sum arbeiðsskaði, bert fevnir um avleiðingarnar, ið standast av arbeiðsávum. Vanlukkutryggingarráðið kann sostatt í sambandi við viðurkenningina av tilburðinum sum arbeiðsskaði taka fyrivarni t.d. viðvíkjandi skaðum, sum tryggjaði hevði longu frammanundan arbeiðsskaðanum, og sum sambært § 37 sostatt ikki skulu teljast við í metingini um avleiðingarnar av arbeiðsskaðanum. Hinvegin gevur § 37 eisini eina greiða ábending um, at ávísar fylgir skulu metast sum avleiðingar av arbeiðsskaða, uttan so at annað verður prógvað. Víst verður til § 37.

§ 18:
Greinin avmarkar tryggingarfulnaðin fyri arbeiðsskaðar í serligum førum. Taka Føroyar lut í vápnaðum stríði, eru skaðar, sum standast av stríðsávum, ikki arbeiðskaðar, men annars er lógin eisini galdandi í stríðsstøðu. Sjófólk, jvb. § 3, er tó tryggjað sambært lógini undir útinnan av vanliga arbeiði teirra sum sjófólk, eisini um arbeiðsskaðin er elvdur av stríðsávum.

§ 19:
Greinin staðfestir fyri tað fyrsta, at tryggjaði fær tær veitingar, hann hevur krav um sambært lógini, sjálvt um arbeiðsgevarin hevur misrøkt sína tryggingarskyldu. Hóast bert eitt tryggingarfelag í dag teknar arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum, so hava eisini onnur tryggingarfeløg møguleikan fyri hesum í framtíðini, og neyðugt er tí við nærri reglum um, hvussu peningurin til málsviðgerðarútreiðslur og veitingar skal rindast, um hesar skyldur møguliga í framtíðini skulu áleggjast fleiri tryggingarfeløgum.
Nærri reglurnar um hetta býtið verða av landsstýrismanninum ásettar í kunngerð.

§ 20:
Greinin ásetur, hvør ið skal rinda útreiðslurnar av málsviðgerð og veitingum til teir persónar, sum ikki koma undir vanliga arbeiðstakarahugtakið, men sum sambært § 5 kortini eru tryggjaðir eftir lógini.
Um landið smb. § 14, stk. 2 velur at vera sjálvtryggjað, so skal landið rinda fyri teir arbeiðsskaðar, sum henda borgarligum umboðum, jvb. § 5, nr. 1. Er talan um kommunala umboðan, verða útreiðslurnar altíð rindaðar av tryggingarfelagnum (ella øllum tryggingarfeløgunum, jvb. § 19), tí kommunurnar skulu smb. § 14, stk. 1 altíð lata ábyrgdarvandan til eitt tryggingarfelag.

Arbeiðsgevarin (t.v.s. eitt ávíst tryggingarfelag, ella øll tryggingarfeløgini jvb. § 19) hevur altíð ábyrgdina av álitisumboðunum jvb. § 5, nr. 2, tí hóast hesir persónar ikki koma undir vanliga arbeiðstakarahugtakið, so henda hesir arbeiðsskaðar kortini oftast í arbeiðstíðini og á arbeiðsplássinum.

Útreiðslurnar til teir í § 5, nr. 3 og nr. 4 nevndu persónar verða altíð rindaðar av landskassanum. Víst verður annars til § 5.

5. kapittul: Fráboðan um arbeiðsskaðar

§ 21:
Vanliga eru tað ikki trupulleikar við fráboðanarfreistini, tá talan er um vanlukkutilburðir og bráddliga hendar lyftiskaðar, tí í hesum førum vil ein ella onnur avleiðing av tilburðinum oftast beinanvegin geva seg til kennar. Hinvegin kann tað ganga long tíð, áðrenn t.d. ein vinnusjúka ger seg galdandi, og tískil byrjar fráboðanarfreistin í hesum førum ikki fyrr enn tann fráboðanarskyldugi gerst varugur við, at talan kann vera um arbeiðsskaða.
Bert tilburðir, ið kunnu væntast at geva rætt til veitingar sambært lógini, skulu fráboðast Vanlukkutryggingarráðnum, og tískil kann tað ofta vera torført hjá tí fráboðanarskylduga at meta, um ein skaða- ella sjúkutilburður eigur at verða fráboðaður sum arbeiðsskaði. Fyri at 7 daga freistin ikki skal útihýsa viðurkenning av annars rættvísum krøvum, ásetur stk. 2 eina nýggja 7 daga freist fyri fráboðan.
Stk. 5 ásetur, at tryggjaði ikki missir síni rættindi sambært lógini orsakað av, at fráboðanarskyldugi arbeiðsgevari, lækni ella tannlækni ikki rættstundis boðar frá arbeiðsskaðum. Síggjast kann eisini burtur frá longdu 1 ára fráboðanarfreistini, um tryggjaði ella hansara avvarðandi meira enn eitt ár eftir tilburðin t.d. ikki hava verið greið yvir, at talan var um arbeiðsskaða. Dagpeningur undir málsviðgerðini kann tó í hesum føri bert veitast frá fráboðanardegnum og ikki sum í vanligum førum frá tí degi, tilburðurin hendi.

§ 22.
Tá ein tilburður, fevndur av lógini, hendir í tænastu arbeiðsgevarans, áleggur lógin tryggingarskylduga arbeiðsgevaranum at boða frá hesum tilburði. Hetta er eisini galdandi fyri teir arbeiðsskaðar, sum arbeiðsgevarin sambært § 10, stk. 2 ikki hevur skyldu at tryggja.
Í teimum í § 5, nr. 4 nevndu førum hendir arbeiðsskaðin ikki, meðan arbeitt verður fyri ein arbeiðsgevara, og tískil er tað álagt tryggjaða sjálvum, ella í ringasta føri hansara avvarðandi at fráboða tilburðin.
Fyri at tryggja, at arbeiðsskaðar verða fráboðaðir so skjótt sum til ber, eru eisini læknar og tannlæknar álagdir fráboðanarskyldu. Fráboðanarskyldan áliggur fyrst og fremst arbeiðsgevaranum jvb. stk. 1, men tá talan er um t.d. vinnusjúkur, er tað oftast ein lækni ella tannlækni, sum fyrst gerst varugur við, at sjúkan kann vera elvd av arbeiðsávum, og tískil hava hesir eisini skyldu til at geva Vanlukkutryggingarráðnum boð um hetta innan ásettu freistirnar í § 21. At tað fyrst og fremst er arbeiðsgevarin, sum hevur fráboðanarskylduna, sæst eisini av, at sambært § 75 er tað bert arbeiðsgevarin, sum kann áleggjast sektarábyrgd fyri misrøking av hesi skyldu. Fráboðanarskyldan hjá læknum og tannlæknum er sostatt einans ætla sum ein eyka trygd fyri, at allir arbeiðsskaðar verða fráboðaðir skjótast gjørligt.

§ 23:
Greinin hevur sum fortreyt, at tryggjaði skjótast gjørligt eftir tilburðin letur seg kanna av lækna, sum síðani útflýggjar eina læknaváttan, ið skal latast Vanlukkutryggingarráðnum saman við fráboðanini um arbeiðsskaðan.
Nærri mannagongdin í sambandi við fráboðan av arbeiðsskaðum, verður ásett av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum.

6: kapittul: Málsviðgerðin

§ 24:
Vanlukkutryggingarráðið tekur sum 1. instansur avgerð um allar tryggingarspurningar sambært hesi lóg.
Høvuðsuppgávan hjá Vanlukkutryggingarráðnum er sostatt tann sama sum higartil, t.v.s. at umsita arbeiðsskaðatryggingarlógina (fyrr vanlukkutryggingarlógina).
Stk. 2 heimilar Vanlukkutryggingarráðnum at geva vegleiðandi ummælir um t.d. avlamisstig í sambandi við t.d. frítíðartryggingar.
Fleiri av heimilaðu veitingunum í Endurgjaldsábyrgdarlógini og hesari lógini eru tær somu, og tí kunnu tryggingarspurningar sambært § 10 í endurgjaldsábyrgdarlógini eisini eftir áheitan leggjast fyri Vanlukkutryggingarráðið.
Tær niðurstøður, sum Vanlukkutryggingarráðið kemur til í málum viðvíkjandi tryggingum, ið ikki eru fevndar av lógini, kunnu ikki kærast til Den Sociale Ankestyrelse jvb. § 33, stk. 1.

§ 25:
Vanlukkutryggingarráðið hevur í høvuðsheitum somu manning sum higartil.
Ein broyting er tó, at tá tað í dag eru tveir dómarar (sorinskrivarar) í Føroyum, avger Føroya Rættur, hvør teirra skal taka sæti í Vanlukkutryggingarráðnum.
Ein onnur broyting er, at av teimum trimum limunum, sum landsstýrismaðurin velur, er tað ikki longur ein treyt, at tveir teirra skulu umboða ávíkavist tey tryggjaðu og teir tryggingarskyldugu arbeiðsgevararnar, men hinvegin er onki, sum forðar fyri, at hesi eisini í framtíðini verða umboðað í ráðnum.
Stk. 4 heimilar Vanlukkutryggingarráðnum at leita sær sakkøna hjálp í einstøku málsviðgerðini. Hendan heimildin kann fyrstu tíðina t.d. nýtast til at leita sær hjálp hjá Arbejdsskadestyrelsen/Erhvervssygdomsudvalget í torførum ivaspurningum um vinnusjúkur og bráddliga hendum lyftiskaðum.
Umsitingarútreiðslurnar, nevndar í stk. 6, eru t.d. útreiðslur til skrivstovuhald, hølir og samsýning til limirnar í ráðnum, og verða tær rindaðar av landskassanum.

§ 26:
Greinin hevur til endamáls at tryggja, at allir tilburðir, sum verða fráboðaðir sum arbeiðsskaðar, verða avgjørdir á best møguligum grundarlagi, samstundis sum tað við atliti til tryggjaða verður miðað eftir, at avgerð verður tikin skjótast til ber.
Tá ein tilburður er fráboðaður Vanlukkutryggingarráðnum, og nevndin hevur tikið málið upp til viðgerð, hevur tryggjaði skyldu til at gera eftir øllum teimum í stk. 3 heimilaðu boðunum um ymisk tiltøk, ið kunnu upplýsa málið nærri og staðfesta árinini av tilburðinum. M.a. fyri at tryggja, at manglandi fíggjarorka hins tryggjaða ikki er orsøk til, at tryggjaði ber seg undan at gera eftir boðunum, er tað smb. stk. 4 álagt tryggingarfelagnum at bera útreiðslurnar.
Vanlukkutryggingarráðið hevur ikki treytaleysan rætt til at fáa innlit í allar tær í stk. 1 nevndu upplýsingar. Onnur lóggáva kann áseta, at upplýsingarnar bert kunnu útflýggjast við samtykki frá tí, sum upplýsingarnar viðvíkja. Noktar tryggjaði fyri, at arbeiðsskaðanevndin fær innlit í tílíkar upplýsingar, kann hetta fáa "processuellan skaðavirkning" fyri tryggjaða, sí nærri §§ 31 og 32.

§ 27:
Tað hevur sjálvsagt alstóran týdning fyri tryggjaða – fyrst og fremst fíggjarligan – at hann so skjótt sum til ber fær at vita, um ein fráboðaður tilburður honum viðvíkjandi er ein arbeiðsskaði í lógarinnar týdningi og sostatt møguliga kann geva rætt til tær í lógini heimilaðu veitingarnar. Hinvegin eru málini ofta sera ymisk og kunnu vera meira og minni torfør og tíðarkrevjandi at viðgera, áðrenn staðfestast kann, um tilburðurin er fevndur av lógini. Tær í greinini ásettu tíðarfreistirnar royna at skapa eina javnvág í omanfyri nevndu grundgevingum. Viðmerkast skal, at hendan greinin bert viðvíkur spurninginum, um ein fráboðaður tilburður er fevndur av lógini ella ikki. Viðvíkjandi freistum, tá spurningurin er, um ein arbeiðsskaði í lógarinnar týdningi í konkreta førinum hevur havt avleiðingar, ið geva rætt til veitingarnar sambært lógini, verður víst til viðmerkingarnar niðanfyri.
Tá tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin smb. § 33, stk. 1 kann kæra avgerðir, tiknar smb. § 27, er tað ein fortreyt, at arbeiðsgevarin verður kunnaður um tiknu avgerðina.
Teir í stk. 2 nevndu tilburðir eru ofta so torførir og tíðarkrevjandi at avgreiða, at freistirnar í stk. 1 ikki eru galdandi fyri støðutakanina til hesar tilburðir. Tá spurningurin um viðurkenning av hesum tilburðum sum arbeiðsskaði hinvegin er avgreiddur, galda tær vanligu freistirnar fyri støðutakanina um endurgjald, sí m.a. §§ 45 og 53.

§ 28:
Áðrenn veitingar sambært lógini verða játtaðar, skal endalig greiða vera fingin á, um fráboðaði tilburðurin er fevndur av lógini. Tískil skal tann í lógini ásetta kærufreistin upp á 8 vikur eisini vera runnin, áðrenn tryggjaði fær boð um, at hann fær endurgjald fyri avleiðingarnar av arbeiðsskaðanum. Hetta verður gjørt fyri ikki at "skuffe i retsforhold" soleiðis, at ein "berettiget forventning" um endurgjald seinni verður av ongum, tí kærumyndugleikin – mótsett Vanlukkutryggingarráðnum - sýtir fyri at viðurkenna tilburðin sum ein arbeiðsskaða.
Viðvíkjandi kærufreistini verður víst til § 33.

§§ 29 og 30:
Greinirnar áseta eina 5 ára freist fyri uppafturtøku av avgerð Vanlukkutryggingarráðsins um, antin at vísa frá sær ein fráboðaðan tilburð sum arbeiðsskaða, ella avgerð um, at avleiðingarnar av einum viðurkendum arbeiðsskaða ikki eru nóg miklar til at geva rætt til veitingar sambært lógini. Áheitanin um uppafturtøku kann koma frá teimum, ið hava fráboðanarskyldu sambært lógini, eins og Vanlukkutryggingarráðið eisini sjálvt kann taka málið upp til nýggja viðgerð, men ofta kemur áheitanin frá tryggjaða sjálvum ella hansara avvarðandi.

§§ 31 og 32:
Greinarnar áseta tann "processuella skaðavirkningin" fyri tryggjaða ella hansara avvarðandi, um tey ikki taka lut í málsupplýsningini av fráboðaðum málum teimum viðvíkjandi.
Sum áður nevnt, hevur tað stóran týdning, at ein fráboðaður tilburður verður kannaður og upplýstur so skjótt, sum til ber, fyri at fáa staðfest, um tilburðurin er ein arbeiðsskaði í lógarinnar týdningi, og um so er, hvørjar avleiðingar hetta hevur havt fyri tryggjaða. Skyldur hins tryggjaða sambært § 26, stk. 3 eru eitt hitt týdningarmesta amboðið til tess at fáa greiði á hesum viðurskiftum, og tískil kann tað sambært § 31 fáa fíggjarligar avleiðingar fyri tryggjaða ella hansara avvarðandi, um tey ikki lúka sínar skyldur sambært lógini.
5 ára freistin í § 32 er sett sum evstamark fyri, hvussu leingi ein fráboðaður tilburður kann liggja óviðgjørdur hjá Vanlukkutryggingarráðnum, tí tryggjaði ella hansara avvarðandi t.d. ikki lúka treytirnar í § 26. Tá 5 ára freistin er farin, verður málið víst burtur og ongin heimild er í lógini at taka tað uppaftur.

7. kapittul: Kæra

§§ 33-35:
Eins og higartil, verður kæruviðgerðin av arbeiðsskaðatryggingarmálum løgd til Den Sociale Ankestyrelse í Danmark at umsita.
Hetta verður gjørt við atliti til teir sambært lógini tryggjaðu persónarnar, soleiðis at kærumál teirra verða viðgjørd av tí stovninum, sum hevur størsta sakkunnleikan og royndirnar á økinum.
Tá lógskyldug arbeiðsskaðatrygging (vanlukkutrygging) hevur verið føroyskt sermál síðani 1980, verður tó miðað eftir, at kærumyndugleikin einaferð í framtíðini kann flytast til føroyskan myndugleika at umsita.
Tað eru bert avgerðir viðvíkjandi teirri lógarkravdu arbeiðsskaðatryggingini jvb. § 14, sum kunnu kærast til Den Sociale Ankestyrelse. Sostatt kunnu ummælir Vanlukkutryggingarráðsins, viðvíkjandi teimum í § 24, stk. 2 nevndu fyrispurningum, ikki kærast til Den Sociale Ankestyrelse.
At tryggingarskyldugur arbeiðsgevari bert kann kæra tær avgerðir, sum viðvíkja spurninginum, um ein fráboðaður tilburður kann viðurkennast sum ein arbeiðskaði jvb. § 27, kemst av, at arbeiðsgevarin vanliga ikki verður mettur sum partur í tílíkum málum. Hóast hetta, verður hildið, at arbeiðsgevarin skal hava møguleikan at kæra avgerðir, tiknar smb. § 27, tí ein tílík avgerð er altavgerandi fyri, um arbeiðsgevarin hevur ábyrgdina av arbeiðsskaðanum ella ikki.
Stýriskipanarlógin ásetur neyvar reglur um kæruvegleiðing v.m. í avgerðum frá myndugleikunum, og tískil er ikki neyðugt at áseta nakað um hetta í sjálvari arbeiðsskaðatryggingarlógini.
Fyri at Den Sociale Ankestyrelse skal hava best møguligt grundarlag fyri at taka avgerð í kærumálinum, kann Den Sociale Ankestyrelse bæði krevja supplerandi upplýsingar um og supplerandi kanningar m. v. av tryggjaða. Heimildirnar eru á leið tær somu sum Vanlukkutryggingarráðið hevur smb. § 26, tó merktar av, at talan nú er um kæruviðgerð og ikki 1. instans viðgerð.
Avleiðingin av, at skaddi ella sjúki ikki aktar boðum, givnum smb. § 35, kann vera "processuel skadesvirkning", t.v.s. at Den Sociale Ankestyrelse tekur avgerð í málinum, grundað á tær upplýsingar, sum eru til taks.

8. kapittul: Um veitingarnar

§ 36:
Greinin er eitt yvirlit yvir, hvørjar veitingar verða latnar sambært lógini.
Dagpeningur undir málsviðgerðini av arbeiðsskaðamálum verður umsitin og útgoldin av dagpeningadeildini á Almannastovuni.

§ 37:
Sum eisini nevnt undir § 17, eru tað bert avleiðingarnar av arbeiðsskaðanum, ið kunnu vera grundarlag undir veitingunum, nevndar í 9., 10. og 11. kapitli. Tað merkir m.a., at hóast ein persónur, sum hevur fingið ein viðurkendan arbeiðsskaða, t.d. verður mettur til at vera 70 % avlamin, so kann endurgjaldið fyri varandi mein sambært hesi lóg kortini vera roknað við grundarlagi í t.d. 50 % avlamni av teirri orsøk, at viðkomandi longu frammanundan arbeiðsskaðanum var 20 % avlamin.
Stk. 2 og 3 áseta ein "formodning" um, at ein ávísur skaði ella sjúka eru avleiðingar av einum fráboðaðum arbeiðsskaða.
Víst verður annars til § 17.

§ 38:
Greinin ásetur, at um ein sambært lógini tryggjaður persónur orsakað av eginskuld hevur verið fyri arbeiðsskaða, so kann hetta ávirka rættarstøðu hansara. Tað eru bert tær i greinini nevndu gerðir ella undanlát, sum ávirka rættarstøðuna, eins og tað bert eru tær í greinini nevndu veitingarnar, sum kunnu minkast ella heilt detta burtur. Sostatt vil t.d. rætturin til tær í kapittul 9 nevndu veitingar ikki ávirkast av eginskuld hins tryggjaða, eins og veitingarnar til avvarðandi hjá persóni, sum er deyður av arbeiðsskaða, heldur ikki kunnu minkast ella heilt detta burtur orsakað av eginskuld hins deyða.

§ 39:
Sum høvuðsregla verða veitingarnar rindaðar beinleiðis til tann, sum sambært lógini eigur rætt til veitingarnar. Men veitingarnar kunnu eisini t.d. verða útgoldnar í smærri upphæddum, enn ásett í lógini, ella latnar til t.d. hjúnafelagan, um Vanlukkutryggingarráðið heldur, at peningurin á hendan hátt kemur tryggjaða betur til góðar.
Er tað t.d. ivasamt, hvat av fleiri møguligum tryggingarfeløgum eigur at rinda tryggjaða veitingarnar, kann Vanlukkutryggingarráðið við heimild í stk. 3 leggja peningin út og síðani krevja hann aftur frá tí tryggingarfelag, sum, seinni verður komið fram til, eigur at bera útreiðslurnar.

§ 40:
Endurgjald fyri mist arbeiðsføri og endurgjald fyri miss av uppihaldara er tengt at árslønini hjá tryggjaða, meðan hinar veitingarnar verða latnar óheftar av árslønini.
Útrokningargrundarlagið er sum høvuðsregla samlaða ársløn hins tryggjaða inntøkuárið frammanundan arbeiðsskaðanum. Sostatt skal m.a. frítíðarløn eisini íroknast árslønina. Er tann soleiðis roknaða ársinntøkan ikki "repræsentativ" fyri vanligu ársinntøkuna hins tryggjaða, kann árslønin smb. stk. 3 og 4 ásetast eftir meting. Heimildin í stk. 4 kann t.d. verða nýtt, um tryggjaði er um at verða liðugur við útbúgvingina og hevur konkret útlit til eitt arbeiði.
Hámarkið upp á 350.000 krónur er ásett eftir teirri sannføring, at veruliga ársinntøkan hjá flest møguligum tryggjaðum liggur innan fyri hettar hámark.

§ 41:
Við grundarlagi í nevnda sáttmála millum Føroya Arbeiðararfelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag verður hildið, at tær í greinini nevndu veitingar verða javnaðar soleiðis, at upphæddirnar eru nútíðarhóskandi.
Sambært stk. 3 eru tær upphæddirnar, ið vóru galdandi, tá Vanlukkutryggingarráðið tók avgerð um at veita endurgjald ella samsýning, ið skulu nýtast sum grundarlag undir játtaðu veitingunum. Sostatt kann tað eisini koma fyri, at tann upphæddin, sum var galdandi, tá arbeiðsskaðin hendi, er lækkað, tá avgerðin um at veita endurgjald verður tikin, tí sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava havt við sær lønarniðurskurð. Hinvegin kemur tað tryggjaða til góðar, um upphæddirnar hækka í tíðarskeiðnum, frá tí arbeiðsskaðin hendi, og til avgerð um endurgjald verður tikin.
Við at nýta upphæddirnar á avgerðardegnum í staðin fyri degnum, tá arbeiðsskaðin hendi, slepst undan at rokna rentu í hesum millumtíðarskeiði.

9. kapittul: Sjúkuviðgerð, uppvenjing og hjálpitól m. v. undir málsviðgerðini

§ 42:
"Undir málsviðgerðini" er tíðarskeiðið frá tí, tilburðurin verður fráboðaður Vanlukkutryggingarráðnum, og til avgerð er tikin um mist arbeiðsføri og varandi mein, ella málið er endað smb. § 30. Er tilburðurin enn ikki viðurkendur sum arbeiðsskaði, tá viðgerð v.m. verður sett í verk, má gjaldspurningurin bíða, til Vanlukkutryggingarráðið samsvarandi § 27 hevur tikið støðu til viðurkenningina.
Ein onnur høvuðstreyt fyri, at tryggingarfelagið skal rinda útreiðslurnar, er, at viðgerðin v.m. verður mett sum neyðug, til tess at tryggjaði kann fáa best møguligan heilsubata. Hendan meting kann sostatt í ávísum førum hava við sær, at tryggjaði verður sendur uttanlands til viðgerðar v.m. Gjaldskyldan hjá tryggingarfelagnum viðvíkjandi sjúkuviðgerð og uppvenjing (jvb. stk. 1, 1. pkt.) tekur bara við í tann mun, útreiðslurnar ikki verða rindaðar av t.d. Landssjúkrahúsinum, sjúkrakassanum ella einum sjúkrafelagið. Harafturímóti hevur tryggingarfelagið altíð skyldu til at rinda fyri hjálpitól v.m. (jvb. stk. 1, 2. pkt.) uttan mun til, um hjálpitólið heilt ella partvíst kundi verið goldið av øðrum.
Ásetingin viðvíkjandi hjálpitólum er galdandi uttan mun til, um persónskaði er hendur ella ikki, og tískil er tryggingin í hesum førum ein "rein" skaðatrygging (tingsforsikring).
Útreiðslurnar kunnu verða rindaðar, bæði tá málið av fyrstan tíð verður viðgjørt, og tá spurningur um mist arbeiðsføri, jvb. §§ 50, ella varandi mein, jvb. § 55, verður tikið upp til nýggja viðgerð.
Sum dømi um útreiðslur, sum sambært stk. 4 kunnu rindast, sjálvt um málsviðgerðin er liðug, kunnu t.d. nevnast viðgerðir, sum undir málsviðgerðini eru góðkendar av Vanlukkutryggingarráðnum, men sum t.d. orsakað av bíðilista ikki kunnu fremjast, fyrr enn eftir at málsviðgerðin er endað.

§ 43:
Greinin viðger spurningin um uppafturtøku av formligari avgerð um tær í § 42 nevndu útreiðslur. Talan skal vera um munandi broytingar, áðrenn málið verður tikið upp til nýggja viðgerð. Um neyðugt, kann málið fleiri ferðir verða tikið upp til nýggja viðgerð, men 5 ára freistin rennur kortini áhaldandi frá upprunaligu avgerðini, og tískil er í stk. 2 heimild hjá Vanlukkutryggingarráðnum at leingja freistina ella heilt at síggja burtur frá henni, um grundarlag er fyri at halda, at neyðugt er við uppafturtøku, eftir at 5 ára freistin er runnin.
Somu reglur eru eisini galdandi fyri uppafturtøku av spurninginum um mist arbeiðsføri og varandi mein, sí §§ 50 og 55.

10. kapittul: Endurgjald fyri mist arbeiðsføri

§ 44:
Endurgjald fyri mist arbeiðsføri verður latið til tann, sum vegna arbeiðsskaðan ikki er førur fyri at útinna arbeiði í sama mun sum áðrenn arbeiðsskaðan. Hóast høvuðsdenturin sostatt verður lagdur á arbeiðsførleikan og ikki arbeiðsinntøkuna, so er tað kortini peningaligi missurin av arbeiðsskaðanum, ið er grundarlagið undir endurgjaldinum fyri mist arbeiðsføri.
Tá støða skal takast til arbeiðsførismissin, má Vanlukkutryggingarráðið í hvørjum føri sær meta um arbeiðs- og inntøkuviðurskiftini hjá viðkomandi skadda ella sjúka áðrenn tilburðin, og samanlíkna hetta við somu viðurskifti eftir arbeiðsskaðan. Er skaddi ella sjúki eftir arbeiðsskaðan førur fyri at taka upp aftur sama arbeiði og við somu inntøku sum áðrenn arbeiðsskaðan, fær hann onki endurgjald fyri mist arbeiðsføri, sjálvt um hann hevur fingið varandi mein av arbeiðsskaðanum og fær samsýning fyri hetta jvb. 11. kapittul.
Endurgjald fyri mist arbeiðsføri er ein persónlig veiting, sum annaðhvørt ikki verður útgoldin, ella sum dettur burtur, um viðkomandi skaddi ella sjúki doyr. Sí annars § 48, stk. 3.

§ 45:
Endalig avgerð um mist arbeiðsføri hvørki kann ella skal verða tikin, fyrr enn grundarlag er fyri at meta um framtíðar arbeiðsførleikan, og hetta kann ikki staðfestast, fyrr enn heilsustøða hins tryggjaða læknafrøðiliga er støðug og varandi ("stationær").
Tað kann í ávísum førum vera trupult at taka eina endaliga avgerð um mist arbeiðsføri innan 2 ára freistina í stk. 2, og tískil kann Vanlukkutryggingarráðið sambært stk. 4 verða noytt til at taka eina fyribilsavgerð um endurgjald fyri mist arbeiðsføri, hóast málið ikki er endaliga upplýst. Síðani kann málið kannast liðugt, og eitt endaligt endurgjald fyri mist arbeiðsføri ásetast. Tá fyribilsendurgjald altíð kann væntast at verða broytt við einari seinni avgerð, verður endurgjaldið altíð veitt sum leypandi veiting, jvb. § 48, stk. 1.
Sambært stk. 3 kann ein partur av endurgjaldinum eisini verða veittur sum forskot í førum, har givið er, at tryggjaði í øllum førum kemur at fáa eitt endurgjald, svarandi til forskotið. Hóast forskot sostatt verður útgoldið, meðan málið enn er til viðgerðar, og tískil kann verða veitt samstundis sum dagpeningur, skal ongin mótrokning gerast millum hesar báðar veitingarnar, tí dagpeningurin er endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, meðan málið er til viðgerðar, meðan forskotið upp á endurgjald fyri mist arbeiðsføri viðvíkur tíðarskeiðnum eftir, at málsviðgerðin er liðug. Forskotið kann umroknast til eina ávísa peningaupphædd eftir vanligu reglunum í § 48.
15 ára aldursmarkið í stk. 5 kemst av, at eitt barn sjáldan ger brúk av sínum arbeiðsførleika áðrenn hetta tíðarskeið, og tískil ikki kann sigast at hava mist hendan førleika fyrr enn við 15. ári.
Somu reglur, sum nevndar í stk. 1-3, eru galdandi viðvíkjandi samsýning fyri varandi mein, sí § 53.

§ 46:
Endurgjald fyri mist arbeiðsføri verður sum høvuðsregla veitt við grundarlagi í teirri ársinntøku, sum viðkomandi forvann beint frammanundan arbeiðsskaðanum jvb. § 40, men endurgjaldsupphæddin kann tó ongantíð vera meira enn 80 % av hesum útrokningargrundarlagi.

§ 47:
Tá endurgjald fyri mist arbeiðsføri kemur í staðin fyri framtíðar arbeiðsinntøku, t.v.s. eftir at endalig avgerð er tikin um arbeiðsførismissin, eru útgjaldingin og veitingartíðarskeiðið í høvuðsheitum ásett á sama hátt sum vanligar arbeiðsinntøkur. Veitingin byrjar, tá Vanlukkutryggingarráðið hevur tikið endaliga støðu til spurningin um arbeiðsførismissin, men sambært stk. 2 kann útgjaldingin eisini byrja áðrenn hetta, um t.d. tryggjaði orsakað av arbeiðsskaðanum er farin í annað starv við lægri løn.
Endurgjaldsveitingin fyri mist arbeiðsføri heldur uppat, tá tryggjaði er blivin 67 ára gamal, tí hetta er eisini vanliga tíðin, tá ein arbeiðsførur persónur heldur uppat at brúka arbeiðsførleika sín og gerst fólkapensjónistur.

§ 48:
Ásetingarnar um "kapitalisering", t.v.s. at ein upprunaliga ásett framhaldandi árlig veiting verður roknað um til eina ávísa peningaupphædd og útgoldin tryggjaða í einum, eru settar inn í lógina við einum forsyrgjarasjónarmiði fyri eyga. Ein persónur, sum framvegis hevur 50 % arbeiðsførleika, kann partvíst forsyrgja sær sjálvum, og ein eingangsupphædd kann koma einum tílíkum persóni meira til gagns, við at hann t.d. nýtir upphæddina til at byrja egið virki, enn um hann fær eina framhaldandi mánaðarliga veiting, til hann fyllir 67 ár. Hinvegin vil framhaldandi mánaðarliga endurgjaldsveitingin til ein persón, sum bert hevur ein lítlan part av arbeiðsførleikanum eftir, møguliga vera einasta trygga inntøkukeldan, og sostatt eisini vera forsyrgjaragrundarlagið hjá viðkomandi.
Høvuðsreglan er, at endurgjaldsveitingin fyri undir 51% óarbeiðsføri verður goldin tryggjaða í einum, ímeðan endurgjald fyri óarbeiðsføri upp á 51% ella hægri verður goldið sum leypandi veiting. Hetta merkir, at tryggjaði fær eina eingangsupphædd, um óarbeiðsføri verður ásett til t.d. 40%, ímeðan tryggjaði fær eina leypandi endurgjaldsveiting, um óarbeiðsføri verður ásett til t.d. 60%. Í seinna førinum kann øll endurgjaldsveitingin tó í serligum førum gjaldast sum eingangsupphædd, hóast óarbeiðsføri er ásett til 60%. Forsyrgjarasjónarmiðið kann vera ein partur av metingini, um serligar umstøður eru til staðar fyri at umrokna alla endurgjaldsveitingina til eina ávísa peningaupphædd. Jú nærri teimum 51% óarbeiðsførið verður sett til, jú meira talar forsyrgjarasjónarmiðið fyri, at øll endurgjaldsveitingin verður umroknað til eina ávísa peningaupphædd.
Sum áður nevnt, er endurgjald fyri mist arbeiðsføri ein persónlig veiting, sum dettur burtur, um tann, ið hevur rætt til veitingina, doyr. Hevur viðkomandi longu biðið um at fáa veitingina umroknaða til peningaupphædd, verður upphæddin goldin til deyðsbúgvið, um viðkomandi doyr.

§ 49:
Er tryggjaði tænastumaður, ella er viðkomandi settur í starv undir líknandi eftirlønarreglum sum tænastumenn, og fær viðkomandi sum liður í tílíkum setanarviðurskiftum eftirløn orsakað av arbeiðsskaðanum, so gongur hendan serliga veitingin fram um endurgjaldsveitingina fyri mist arbeiðsføri sambært hesi lóg soleiðis, at endurgjaldið fyri mist arbeiðsføri verður minkað samsvarandi hesi grein.
Sama er galdandi viðvíkjandi endurgjaldi fyri miss av uppihaldara jvb. § 69.

§ 50:
Greinin er javnlík § 43 og víst verður tí til hesa grein.

§ 51:
Tann, ið samsvarandi reglunum í hesum kapitli fær framhaldandi árligt endurgjald fyri mist arbeiðsføri, skal boða Vanlukkutryggingarráðnum frá øllum broytingum í viðurskiftum sínum, ið kunnu hava ávirkan á upprunaliga ásettu endurgjaldsveitingina, soleiðis at upphæddin í framtíðini antin verður lægri ella hægri. Vanliga verður endurgjaldsupphæddin ikki lækkað, eftir at 5 ára freistin í § 50 er runnin.
Sambært stk. 2 skal Vanlukkutryggingarráðið og tryggingarfelagið eisini endurskoða avgerðir sínar við atliti til møguligar broytingar í endurgjaldsveitingini.
Stk. 3 ásetur avleiðingarnar av, at tryggjaði - hóast hann visti betur - ikki gevur boð um viðkomandi broytingar í viðurskiftum sínum.

11. kapittul: Samsýning fyri varandi mein

§ 52:
Veitingin fyri varandi mein er ikki eitt endurgjald, sum er tengt at fíggjarviðurskiftum hins tryggjaða, men er ein samsýning fyri varandi mein orsakað av arbeiðsskaðanum, sum á ein ella annan hátt ávirkar persónligu tilveruna hjá viðkomandi. Talan kann bæði vera um likamlig og sálarlig mein sum t.d. niðursetta sjón ella hoyrn, ella sjónlig arr, ið gera, at viðkomandi kennir seg illa, tá hann er saman við øðrum fólki. Varandi mein hevur í høvuðsheitum somu likamligu og sálarligu ávirkan á ein hvønn persón, uttan mun til arbeiði, kyn, aldur ella bústað, og tískil er samsýningin fyri varandi mein "standardiserað" í einari "meintalvu", ið neyvt ásetur eitt ávíst mein til ein ávísan %-part av 100 %. Talvan er tó ikki fullfíggjað, og samsýning fyri varandi mein, ið ikki er nevnt í talvuni, kann ásetast eftir meting.
Samsýning verður tó ongantíð latin fyri mein undir 5 %.

§ 53:
Greinin ásetur somu reglur, sum nevnt í § 45, stk. 1-3, og víst verður tí til hesa grein. Vanliga kann varandi mein ávísast skjótari enn mist arbeiðsføri, og tískil er vanliga ikki trupulleikar at taka avgerð hesum viðvíkjandi innan ásetta 2 ára evstamarkið. Av hesi orsøk hevur § 53 ongar ásetingar um fyribilssamsýning fyri varandi mein.

§ 54:
Tá samsýning fyri varandi mein ikki er tengd at arbeiðsføri ella arbeiðsinntøku og sostatt ikki hevur eitt forsyrgjaraendamál eins og endurgjaldið fyri mist arbeiðsføri, verður samsýningin - alt eftir meinstiginum - altíð latin sum ein ávís peningaupphædd og goldin tryggjaða í einum. Tann í heilt serligum førum hækkaða samsýningin upp á 120 % kann t.d. verða nýtt í sambandi við "kombinerað" mein, t.d. fullkomiliga mista sjón og hoyrn.
Ásetingin í stk. 3 um lækking av veitingini merkir sjálvsagt ikki, at meinstigið verður lækkað við 5% fyri hvørt árið, tryggjaði er eldri enn 59 ár, men harafturímóti, at tann upprunaligt ásetta samsýningarupphæddin verður lækkað.

§ 55:
Greinin hevur sama innihald sum § 43 (og § 50), og víst verður tí til § 43.

12. kapittul: Skiftisveiting til eftirsitandi

§§ 56 og 57:
Um tryggjaði antin beinanvegin ella seinni doyr orsakað av arbeiðsskaðanum, kunnu tey eftirsitandi fáa bæði skiftisveiting sambært hesum kapitli og endurgjald fyri miss av uppihaldara sambært 13. kapitli.
Skiftisveitingin sambært hesum kapitli verður altíð latin til teir í kapitlinum nevndu persónarnar, uttan mun til um hesir persónar hava verið fyri fíggjarligum missi orsakað av deyðsfallinum, eins og skiftisveitingin altíð verður latin sum ein føst upphædd, ið er óheft av ársinntøku hins deyða. Skiftisveitingin skal fíggjarliga hjálpa teimum eftirsitandi at venja seg við eina nýggja tilveru, samstundis sum veitingin er ætlað til at bera útreiðslurnar av m.a. jarðarferð hins deyða.
Skiftisveitingin verður latin til bæði einkjur og einkjumann. Høvuðstreytin í greinini er annars, at partarnir í veruleikanum livdu saman, tá deyðsfallið hendi. Tað merkir m.a., at ein hjúnafelagi, sum enn var giftur við tí deyða, men sum vegna sundurlesing ikki livdi saman við hjúnafelaganum, tá deyðsfallið hendi, ikki hevur rætt til skiftisveiting.
Tað kann vera trupult at avgera, nær tveir persónar kunnu sigast at liva saman, men vegleiðandi kann nevnast, at persónarnir mugu hava felags bústað, felags húsarhald og felags økonomi.

§ 58:
Greinin heimilar Vanlukkutryggingarráðnum at játta skiftisveiting í øðrum førum, enn nevnt í §§ 56 og 57. Talan kann t.d. vera um persón, sum ikki lýkur 2 ára freistirnar í omanfyri nevndu greinum, men sum t.d. vegna felags børn ella felags hús kortini hevur eins stóran tørv á skiftisveitingini sum teir persónar, ið lúka treytirnar. Hinvegin er tað ikki ein treyt fyri at fáa skiftisveiting eftir hesi grein, at viðkomandi persónur og tann deyði livdu saman sum par; eisini aðrir persónar t.d. familja, sum í mong ár hava búð saman og havt felags húsarhald við tí deyða, kunnu eftir umstøðunum fáa skiftisveiting eftir hesi grein.

§ 59:
Vanliga skapar tað ikki stórvegis trupulleikar at staðfesta, um ein persónur hevur rætt til skiftisveiting. Tá skiftisveitingin heldur ikki verður latin í sambandi við ávísan fíggjarligan miss, eins og veitingin heldur ikki altíð hevur grundarlag í versnaðum fíggjarviðurskiftum, eru tað ikki ásettar nakrar reglur um forskot og fyribilsveiting í hesum førinum.

13. kapittul: Endurgjald fyri miss av uppihaldara

§ 60:
Endurgjald fyri miss av uppihaldara er eins og skiftisveitingin ikki treytað av versnaðum fíggjarviðurskiftum hjá tí eftirsitandi. Hinvegin er endurgjaldsupphæddin tengd at teirri smb. § 40 roknaðu ársinntøku hins deyða.
Ein "uppihaldari" er í lógarinnar týdning ikki bert ein persónur, sum sambært lóg hevur uppihaldsskyldu, men eisini ein persónur, sum í veruleikanum uppiheldur ein øðrum persóni, uttan at hava skyldu til tess. Tað er ein treyt fyri at fáa endurgjald fyri miss av uppihaldara, at viðkomandi samstundis hevur rætt til skiftisveiting jvb. kapittul 12.
At víst verður til §§ 56 og 57 merkir, at bæði hjúnafelagi og persónur, sum tann deyði livdi saman við undir hjúnabandslíknandi viðurskiftum, kunnu fáa endurgjald fyri miss av uppihaldara.
Orsøkin til, at teir í § 58 nevndu persónar ikki hava rætt til endurgjald fyri miss av uppihaldara, hóast teir hava rætt til skiftisveiting, er tann, at hesir persónar vanliga ikki hava verið forsyrgdir av hinum deyða, hóast teir búðu undir sama taki.

§ 61:
Sambært stk. 1 er árliga endurgjaldsupphæddin altíð tann sama, nevniliga 30% av ársløn hins deyða. Áramálið, har veitingin verður latin, kann verða upp til 10 ár, og í ongum førum meira enn 10 ár.
10 ára veitingarhámarkið gevur Vanlukkutryggingarráðnum møguleika fyri at seta veitingartíðarskeiðið í mun til framtíðar fíggjarvánirnar hjá tí eftirsitandi, har m.a. kann verða hugt eftir forsyrgjaraskyldum, inntøkuviðurskiftum, lánsbyrðum v.m.
Tann í stk. 3 nevnda eftirsitilønin kann t.d. vera tann í § 7 í Ll. nr. 13 frá 20.03.1958 um starvsmenn ásetta veitingin til eftirsitandi vegna deyða starvsmansins.
Eins og stk. 3, staðfestur stk. 4 eisini, at fíggjarligu avleiðingarnar av andlátinum ikki kunnu sigast at vera versnaðar, fyrr enn beinleiðis inntøka hins deyða er hildin uppat.
Øll tann framhaldandi veitingin kann sambært stk. 5 verða roknað um til peningaupphædd - jvb. § 48 - eftir ynski frá móttakaranum. Veitingin heldur uppat, um móttakarin doyr, innan ásetta veitingartíðarskeiðið er runnið.

§ 62:
Ein leingjan av veitingartíðarskeiðnum fyri miss av uppihaldara er treytað av, at fíggjarviðurskiftini hjá tí eftirsitandi eru verri enn upprunaliga mett. Veitingartíðarskeiðið kann tó í ongum førum vera ásett longri enn til samanlagt 10 ár.
Sambært orðaljóðinum í greinini - samanhildið við § 61, stk. 5 - er tað hinvegin ikki heimild hjá Vanlukkutryggingarráðnum at stytta eitt longu ásett veitingartíðarskeið, hóast fíggjarvánirnar hjá tí eftirsitandi antin eru betri enn upprunaliga mett, ella eru batnaðar, eftir upprunaliga veitingartíðarskeiðið varð ásett.

§ 63:
Víst verður til § 47, stk. 3.

§ 64:
Eins og viðvíkjandi endurgjaldinum til vaksin fyri miss av uppihaldara, er endurgjaldið til børn fyri miss av uppihaldara heldur ikki tengt at fíggjarviðurskiftunum hjá barninum. Men fyri at eitt barn skal hava rætt til endurgjald, er tað ein treyt, at hin deyði sambært aðrari lóggávu hevði uppihaldsskyldu at barninum, t.v.s. faktiskt uppihald er ikki nóg mikið. Hetta merkir t.d., at egin børn, fødd í ella uttan fyri hjúnaband og ættleidd børn, kunnu fáa endurgjald eftir hesi grein, meðan eitt stjúkbarn bert kann fáa endurgjald, um treytirnar í § 67 eru loknar. Endurgjaldsveitingin verður eisini ávirkað av, um barnið framvegis hevur hitt av foreldrunum á lívi, av orsøkini til andlátið, um hin deyði var einaforsyrgjari av barninum, ella um barnið er undir útbúgving. Í øllum førum verður endurgjaldsveitingin tó latin, til barnið verður 18 ár.
Samsvarandi forsyrgjarasjónarmiðnum, verður endurgjald til børn fyri miss av uppihaldara altíð veitt sum framhaldandi veiting og kann undir ongum umstøðum roknast um til eina ávísa peningaupphædd.

§ 65:
Víst verður til § 61.

§ 66:
Hámarkið fyri endurgjaldsupphæddini til børn upp á ávíkavist 50 og 60 % av teirri sambært § 40 roknaðu ársløn hins deyða er ásett við atliti til, at børn vanliga ikki hava somu fíggjarligu skyldur sum vaksin og tískil ikki hava tørv á eins stórari fíggjarorku sum vaksin.
Er talan um bara tað eina barnið, kann endurgjaldið ikki fara upp um hetta hámark, men er talan um tvey ella fleiri børn, lækka einstøku veitingarnar til børnini til samanlagt 60/50 %.
Lækkingin av endurgjaldinum til barnið jvb. stk. 2 er ásett við tí fyri eyga, at eitt endurgjald til tann vaksna sambært § 60 jvb. § 61 eisini kemur barninum til góðar.

§ 67:
Greinin heimilar, at eisini aðrir persónar, enn teir í §§ 60 og 64 nevndu, undir serligum umstøðum kunnu fáa endurgjald fyri miss av uppihaldara. Endurgjald eftir hesi grein er treytað av, at hin deyði heilt ella partvíst forsyrgdi viðkomandi, og at samlaðu veitingarnar fyri miss av uppihaldara eftir hesum kapitli ikki fara upp um 70 % av ársløn hins deyða, roknað samsvarandi § 40. Endurgjald kann t.d. verða veitt stjúkbørnum, fráskildum ella sundurlisnum hjúnafelaga, foreldrum ella systkjum.
Greinin ásetur ongar reglur um veitingartíðarskeiðið, og hetta má tískil ásetast av Vanlukkutryggingarráðnum í hvørjum einstøkum føri sær.

§ 68:
Greinin ásetur somu freistir fyri avgerð, sum viðvíkjandi missi av arbeiðsføri, jvb. § 45, stk. 2 og varandi mein, jvb. § 53, stk. 2.

§ 69:
Víst verður til § 49.

14. kapittul: Aftursóknarkrøv, vangilding og revsing v.m.

§§ 70 og 71:
Sum áður nevnt undir almennu viðmerkingunum, er hendan lógin nær tengd at Endurgjaldsábyrgdarlógini, soleiðis at skilja, at fleiri av heimilaðu veitingunum eru tær somu, hóast upphæddirnar og útrokningarhátturin ikki eru eins í øllum førum. Endurgjaldsábyrgdarlógin ásetur generellu endurgjaldsábyrgdina hjá skaðaelvara mótvegis skadda, meðan arbeiðsskaðatryggingarlógin er ein serlig lóg, sum í høvuðsheitum bert viðger endurgjaldsábyrgdina hjá arbeiðsgevarum mótvegis arbeiðstakarum sínum. Høvuðsendamálið við arbeiðsskaðatryggingarlógini er at tryggja, at allir arbeiðstakarar veruliga fáa endurgjald fyri arbeiðsskaðar frá einum tryggingarfelag, sum arbeiðsgevarin hevur skyldu at tekna trygging hjá, soleiðis at arbeiðstakarin altíð fær endurgjaldið útgoldið, uttan mun til um arbeiðsgevarin er førur fyri at gjalda ella ikki.
§ 70 ásetur fyri tað fyrsta, at arbeiðsskaðatryggingarfelagið ikki kann seta aftursóknarkrav fram móti skaðaelvandi arbeiðsgevara, tí arbeiðsgevarin hevur við tryggingargjøldum sínum jú flutt endaliga ábyrgdarvanda sín yvir á tryggingarfelagið.
Harnæst ásetur § 70, at veitingar eftir arbeiðsskaðatryggingarlógini ganga fram um veitingar eftir endurgjaldsábyrgdarlógini soleiðis, at endurgjaldskravið móti skaðaelvaranum (t.v.s. arbeiðsgevaranum í hesum førinum) lækkar samsvarandi teimum veitingum, sum tryggjaði fær við heimild í hesi lóg. Hinvegin er onki, sum forðar fyri, at tryggjaði - við heimild í endurgjaldsábyrgdarlógini - krevur tann partin av samlaða endurgjaldinum ella samsýningini, sum ikki verður goldin eftir hesi lóg, frá skaðaelvaranum (sokallaðan "differenceerstatning").
§ 71 viðger ta øvugtu støðuna, nevnliga at tryggjaði longu hevur fingið endurgjald við heimild í endurgjaldsábyrgdarlógini, tá veitingarnar sambært hesi lóg verða játtaðar. Í hesum førinum skal arbeiðsskaðatryggingarfelagið endurrinda skaðaelvara ella ábyrgdartryggingarfelag hansara ta upphæddina.

§ 72:
Rúm tíð kann ganga frá tí, ein tilburður verður fráboðaður Vanlukkutryggingarráðnum sum arbeiðsskaði, og til játtanir um veitingar eftir hesi lóg verða givnar. Í hesum tíðarskeiðnum kann skaddi ella sjúki hava fingið ymiskar veitingar eftir aðrari almannalóggávu.
§ 72 gevur bert heimild fyri aftursóknarkrøvum frá Almannastovuni mótvegis tryggingarfelagnum, meðan spurningurin, um almannahjálpin í einstaka førinum skal krevjast aftur, verður viðgjørdur í teirri lóggávuni, sum heimilar almannaveitingini.
Aftursóknarkrav kann bert setast fram móti leypandi veitingum og ikki kapitalveitingum, og kravið er tíðaravmarkað til tað tíðarskeið, tann leypandi veitingin skuldi vara.

§ 73:
Greinin ásetur, at lógin er "beskyttelsespræseptiv", t.v.s. at ásetingarnar í lógini ikki við avtalu millum tann tryggingarskylduga og tann tryggjaða kunnu frávíkjast til skaða fyri tann tryggjaða.

§ 74:
Greinin viðvíkur leypandi veitingum og er bert galdandi, so leingi veitingarnar ikki eru falnar til gjaldingar. Verjanin móti rættarsókn er tó ikki fullkomin í tann mun, øðrvísi reglur eru ásettar í øðrum lógum.
Í veitingum, sum eru kapitaliseraðar, kunnu bert forskot, goldin av tryggingarfelag, verða mótroknað.

§ 75:
Tá arbeiðsgevarin bert kann vera álagdur sektarábyrgd, t.v.s. bót, skulu mál sambært greinini meldast til løgregluna og viðgerast sum politimál jvb. rættargangslógina.
Tað er bert arbeiðsgevarin, sum kann verða álagdur sektarábyrgd fyri misrøking av skyldum sínum sambært lógini.
Læknar og tannlæknar, sum smb. § 22, stk. 4 eisini hava fráboðanarskyldu um arbeiðsskaðar, kunnu ikki revsast fyri misrøking av hesi skyldu, eins og tað heldur ikki kann verða álagt einum tryggjaðum sektarábyrgd fyri misrøking av upplýsingarskylduni í § 51.
Stk. 3 heimilar sektarásetingar fyri brot á kunngerðir, givnar við heimild í lógini.

15. kapittul: Gildiskomu- og skiftisreglur

§ 76:
Ásetingarnar í lógini hava í fyrsta lagi virknað frá tí degi, lógin kemur í gildi.
Skeringsdagurin er sum høvuðsregla tann dagurin, tá tilburðurin hendi, men í sambandi við vinnusjúkur er neyðugt at gera undantak frá hesi høvuðsreglu, tí torført kann verða at staðfesta, nær ein vinnusjúka er hend, og tískil verður fráboðanardagurin í hesum førum nýttur sum skeringsdagur.
Teir tilburðir, sum eru hendir ella fráboðaðir innan gildiskomudagin, eins og tey mál, sum framvegis eru undir viðgerð, tá hendan lógin kemur í gildi, verða framhaldandi viðgjørd eftir ásetingunum í kgl. fyriskipanini um vanlukkutrygging.
§ 76 ásetur ongar skiftisreglur viðvíkjandi teimum persónum, sum vóru tryggjaðir eftir kgl. fyriskipanini um vanlukkutrygging, men sum ikki eru fevndir av hesi lógini. Orsøkin til hetta er, at Endurgjaldsábyrgdarlógin - sum er ein donsk lóg, ið skal setast í gildi í Føroyum - skal sendast aftur til Danmarkar, eftir at ríkislógartilmæli er viðgjørt í Føroyum, og hetta kann taka rúma tíð. Ætlanin er, at Endurgjaldsábyrgdarlógin og Arbeiðsskaðatryggingarlógin skulu koma í gildi samstundis, og sostatt kemur væntandi eisini at ganga rúm tíð, frá tí at arbeiðsskaðatryggingarlógin er endaliga samtykt i Løgtinginum, og til lógin formliga verður sett í gildi. Í hesum tíðarskeiðnum kann eitt miðvíst kunningararbeiði verða gjørt til tess at boða teimum persónum, sum vóru tryggjaðir eftir gomlu lógini, frá, at teir ikki eru fevndir av nýggju arbeiðsskaðatryggingarlógini.

Skjalayvirlit 

Skjal 1: Yvirlit yvir endurgjalds- og samsýningarveitingarnar smb. hesum uppskotinum

Skjal 2: Samanbering av veitingunum smb. hesum uppskotinum og galdandi Vanlukkutryggingarlóg

Skjal 3: Ymiskar samanberingar millum hetta uppskotið, galdandi vanlukkutryggingarlóg, "1998- uppskotið" og donsku arbejdsskadeforsikringsloven

Skjal 4: Fyrra hoyringssvarið frá Vanlukkutryggingarráðnum

Skjal 5: Hoyringssvarið frá P/F TRYGD

Skjal 6: Hoyringssvarið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Skjal 7: Hoyringssvarið frá Meginfelag Útróðrarmanna

Skjal 8: Hoyringssvarið frá Arbejdsskadestyrelsen og Socialministeriet

Skjal 9: Hoyringssvarið frá Den Sociale Ankestyrelse

Skjal 10: Hoyringssvarið frá Tryggingarfelagnum Føroyar

Skjal 11: Seinna hoyringssvarið frá Vanlukkutryggingarráðnum

Skjal 12: Skriv frá Tryggingarfelag Føroya (hækking av tryggingargjaldinum)

1. viðgerð 7. mars 2002. Málið beint í trivnaðarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.