Dagstovnar og dagrøkt - systkinarabat

 

76  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (systkinarabat)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 26. februar, løgdu tingmenninir Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

U p p s k o t

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 67 frá frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt verður sett inn sum nýggj § 6a:
"§ 6a. Kommuna endurrindar tí, sum hevur fleiri børn á dagstovni ella dagrøkt í kommununi, foreldragjald eftir reglunum í stk.2.
Stk. 2. Foreldrini gjalda sjálvi dýrasta foreldragjaldið, meðan kommunan endurrindar minst helvtina av hinum gjøldunum .
Stk. 3. Landsstýrið fær heimild til at seta neyvari reglur um slíka endurrindan við kunngerð."

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi 1. januar 2003.

Viðmerkingar:
Uppskotið skal síggjast sum ein liður, ið at bøta um fíggjarligu korini hjá foreldrum, ið hava fleiri børn í dagstovni, dagrøkt ella í frítíðarskúla.

Tey flestu í dag ivast ikki í, at foreldur hava rætt til at vera á arbeiðsmarknaðinum, og at teimum eigur at vera tryggjað tilboð um barnaansing við mennandi innihaldi.

Fyri foreldur, ið rinda fyri fleiri børn, eru barnaansingarútreiðslurnar møtimiklar, og barnafamiljur hava eisini stórar bústaðarútreiðslur og aðrar útreiðslur í sambandi við børnini.

Tað er ikki óvanligt, at foreldur hava børn bæði í vøggustovu, barnagarði og í frítíðarskúla samstundis. Úttreiðsla teirra, um tey rinda fult gjald fyri 1 barn í vøggustovu, 1 barn í barnagarði og 1 barn í frítíðarskúla, kann lættliga verða uml. kr 4.500,- um mánaðin. Verður uppskotið samtykt, hevur tað við sær, at tað í hesum føri hevði verið veittur avsláttur fyri barnið í barnagarði upp á uml. 700,- kr. og uml. 400,- kr fyri barnið í fríðtíðarskúla.

Samlaðu eykaútreiðslurnar av uppskotinum verða uml. 10 mió kr. fyri tær kommunurnar, ið hava tilboð um barnaansing. Vit tað, at tað ikki er rætt at áleggja kommununum eina eykaútreiðslu mitt í einum fíggjarári, er í uppskotinum skotið upp, at lógin fær gildi frá 1. januar 2003.

1. viðgerð 4. mars 2002. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 26. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 4. mars 2002 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. mars 2002 og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minnuluta.

Meirilutin (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen, Jóanis Nielsen og Marjus Dam) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar:

Meirilutin staðfestir, at dagstovnaøkið síðani 1. juli 2000 hevur verið kommunal uppgáva og framvegis er tað. Leikluturin hjá landsmyndugleikunum er at ráðgeva kommununum á námsfrøðiliga økinum og at hava eftirlit við, at kommunurnar virka samsvarandi ásetingunum í dagstovnalógini.

Meirilutin ásannar, at møguleikar í dag eru at játta frípláss av pedagogiskum og fíggjarligum ávum. Sambært dagstovnalógini skal foreldragjaldið vera í mesta lagi 30 %. Eingin forðar tó kommunum í at áseta eitt lægri foreldragjald, um tær ynskja tað.

Meirilutin vísir á, at stórur tørvur er á barnaansingarplássum kring landið, og at neyðugt heldur er at skunda undir at fáa fleiri barnaansingarpláss. Fyriliggjandi uppskot kann hava við sær, at fíggjarorkan hjá kommununum avmarkast, og kann harvið leggja forðingar fyri einari øking av barnaansingarplássunum.

Meirilutin metir, at Løgtingið hevur ríkiligt av øðrum møguleikum at fremja ein miðvísan familjupolitikk innan tey øki, sum í dag eru undir leiðslu av landsmyndugleikunum, og mælir meirilutin tí til at fella uppskotið.

Minnilutin (Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm) mælir Løgtinginum til at taka undir við málinum. Tá ið umboð fyri kommunufeløgini gera nevndina vart við, at tey meta løgtingslógaruppskotið sum uppílegging í kommunal viðurskifti, so eru uppskotsstillararnir ikki samdir í hesum. Uppskotið er neyðugt fyri at tryggja, at allar barnafamiljur, sum hava børn í dagrøkt ella á dagstovni, fáa sama rætt til ávísan systkinaavsláttur í foreldragjaldinum, uttan mun til í hvørjari kommunu tey búgva. Uppskotið forðar tó ikki einstøkum kommunum, sum hava vilja til tess, at veita barnafamiljum enn størri systkinaavsláttur, enn tað ið uppskotið ásetir summinstamark.

 

Tað, at uppskotið, um tað verður samtykt, ikki kemur í gildi fyrr enn 1. jan. 2003, gevur landsstýrinum ríkiligt skotbrá til at taka upp samráðingar við kommunurnar um, hvussu tær kunnu haldast fíggjarliga skaðaleysar orsakað av teim øktu kommunalu útreiðslunum, sum uppskotið hevur við sær.

2. viðgerð 13. mars 2002. §§ 1 og 2 fullu 8-0-22. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.