79 Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola
A.
Upprunauppskot
B.
1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1.
viðgerð
Ár 2002, 28. februar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola
§ 1. Virksemi, sum er nevnt í nr. 1 6, ella atgerðir, ið hava til endamáls at fremja tílíkt virksemi, kunnu ikki útinnast í Føroyum ella uttanlands av persónum, búsitandi í Føroyum, ella persónum, ið løgfrøðiliga eru búfastir í Føroyum:
§ 2. Tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita til UNITA í Angola:
Stk. 2. Útflutningur til Angola av vørum og tænastum, nevnd í stk. 1, kann einans verða framdur lógliga umvegis innflutningsleiðirnar, ásettar í §1, pkt. 2.
§ 3. Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta §§
1 og 2, verða revsaðir eftir § 110c, stk. 2 í revsilógini við bót, hefti ella undir
herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelagi, lutafelagi, smápartafelagi ella
líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.
§ 4. Hald verður lagt á vinning av virksemi, ið er revsivert sbrt. § 3 í hesi lóg. § 75, stk. 1, 2. pkt., § 76, stk. 1 og stk. 3-5 og § 77, stk. 1 og 3 í revsilógini, galda samsvarandi fyri tí, ið hald verður lagt á sambært hesi grein.
§ 5. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
ALMENNAR VIÐMERKINGAR
Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðið í Føroyum heitt á Løgmansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremur ávís handilstiltøk í móti uppreistrarrørsluni UNITA í Angola, samsvarandi samtyktunum nr. 864 (1993), nr. 1127 (1997), nr. 1173 (1998) og nr. 1176 (1998) hjá Trygdarráð Sameindu Tjóða, hjálagdar.
Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar
|
|
Nei |
|
SERLIGAR VIÐMERKINGAR
Til §§ 1 og 2: Vegna tess, at uppreistur hevur herjað í Angola í fleiri ár, samstundis sum uppreistrarherurin UNITA ikki enn hevur hildið sínar skyldur, sum eru fevndar av Lusaka samtyktini, og samstundis sum støðan í Angola er ein hóttan í móti altjóða friði, hevur Trygdarráð Sameindu Tjóða samtykt fleiri fyriskipanir, ið limalondini eiga at útinna. Í 1993 varð samtykt at banna innflutningi av olju og vápnum til UNITA. Í 1997 og 1998 vórðu aðrar samtyktir gjørdar, sum hava til endamáls at avmarka og helst steðga virkseminum hjá UNITA.
Til §§ 3, 4 og 5: Hetta eru almennar ásetingar, ið verða nýttar í øllum tílíkum løgtingslógum samsvarandi samtyktum Trygdarráði Sameindu Tjóða.
Skjalayvirlit:
1. viðgerð 5. mars 2002. Tingmálini nr. 78, 79 og 80/2001 vórðu viðgjørd undir einum og øll beind í uttanlandsnevndina.
Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.