83 Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um forboð móti handli v.m. við Serbia og Montenegro
A.
Upprunauppskot
B.
1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1.
viðgerð
D.
2. viðgerð (Einki orðaskifti)
E.
3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2002, 4. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg nr. 60 frá 26. mars 1993 um forboð móti handli v.m. við Serbia og Montenegro (Sambandstjóðveldið Jugoslavia)
§ 1. Løgtingslóg nr. 60 frá 26. mars 1993 um forboð móti handli v.m. við Serbia og Montenegro (Sambandstjóðveldið Jugoslavia) verður sett úr gildi.
§ 2. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
ALMENNAR VIÐMERKINGAR
Sameindu Tjóðir hava tikið av handilstiltøkini móti Serbiu og Montenegro, tí at viðurskiftini í landinum eru komin í rættlag. Samsvarandi hesi avgerð verður uppskot til løgtingslóg lagt fyri tingið um at seta úr gildi løgtingslóg um handilstiltøk móti Serbiu og Motenegro.
Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um handilstiltøk móti Serbiu og Motenegro.
AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
Nei |
|
1. viðgerð 7. mars 2002. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
2. viðgerð 12. mars 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 29-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 14. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 39 frá 26.03.2002