Yrkisśtbśgvingar

 

33  Uppskot til  lųgtingslóg um yrkisśtbśgvingar

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit

D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 1998, 6.  november, legši Signar į Brśnni, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

U p p s k o t
til
lųgtingslóg um yrkisśtbśgvingar

Kapittul 1
Endamįl o.a.

§ 1. Landsstżrismanninum veršur heimilaš at skipa fyri yrkisśtbśgvingum umframt arbeišsmarknašarśtbśgvingum.

§ 2. Śtbśgvingarnar skulu miša ķmóti:

l) at menna tann einstaka og hjįlpa viškomandi til samfelagsliga fatan

2) at leggja grundarlag undir framtķšar yrki og framhaldandi śtbśgving

3) at nųkta tųrvin hjį vinnuni, tį iš um ręšur fakligan fųrleika og almennan kunnleika

§ 3. Yrkisśtbśgvingarnar verša skipašar soleišis, at skift veršur ķmillum verkliga lęru į lęruplįssi og undirvķsing ķ skśla, og at tęr enda viš śtbśgvingarskjali.

§ 4. Landsstżrismašurin įsetir reglur um śtbśgvingarnar sum heild og fyri hvųrja śtbśgving sęr.

Stk. 2. Sambęrt §§ 19-20 veršur sett eitt yrkisśtbśgvingarrįš, iš skal gera tilmęli um tęr ķ stk. 1 nevndu reglur sambęrt heimildum ķ § 21.

Stk. 3. Sambęrt § 22 verša settar yrkisnevndir, iš skulu gera reglur fyri hvųrja śtbśgving sęr sambęrt heimildunum ķ § 23.

§ 5. Landsstżrismašurin setir į stovn, leggur nišur og tekur av yrkisśtbśgvingar eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum.

Stk. 2. Landsstżrismašurin įsetir reglur um upptųku ķ skśla, floksbżtistal og skślasamstarv eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum.

Stk. 3. Skślagongdin fer fram ķ góškendum skśla.

Stk. 4. Landsstżrismašurin įsetir eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum og eftir samtykt ķ viškomandi yrkisnevnd, smb. § 22, nęrri reglur um skślagongd og sveinaroynd fyri teir lęrlingar, iš ikki kunnu fįa skślagongdina ķ Fųroyum.

Kapittul 2
Atgongd til śtbśgvingarnar

§ 6. Tann, sum veršur tikin ķ lęru ķ einari yrkisśtbśgving, skal hava fylgt undirvķsingini til frįfaringarroynd fólkaskślans og hava góškendan lęrusįttmįla.

Stk. 2. Landsstżrismašurin įsetur, eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum, um ein śtbśgving veršur roknaš sum yrkisśtbśgving og kemur undir sįttmįlaskyldu.

§ 7. Skślin hevur ķ teimum yrkisśtbśgvingum, hann bjóšar seg fram ķ, skyldu at taka allar lęrlingar, sum lśka treytirnar sambęrt § 6, stk. 1, inn ķ skśla.

Stk. 2. Landsstżrismašurin kann įseta, eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum, at partur av verkligu lęruni fer fram ķ skśla, og at partur av skślaundirvķsingini fer fram į lęruplįssi.

Kapittul 3
Śtbśgvingarskipanin

§ 8. Fyri lęrlingar, sum byrja eina yrkisśtbśgving viš lęrusįttmįla, veršur lęrutķšin roknaš frį tķ degi, sįttmįlin hevur gildi.

Stk. 2. Hevur lęrlingur, įšrenn lęran byrjar, tikiš stųšisśtbśgving į yrkisskśla, kann skślagongdin góšskrivast og lęrutķšin styttast.

Stk. 3. Viškomandi yrkisnevnd samtykkir, um tann ķ stk. 2 nevnda stųšisśtbśgving kann góšskrivast.

Stk. 4. Viškomandi yrkisnevnd samtykkir śtbśgvingarreglur, herundir reglur um śtbśgvingartķš, bżtiš millum verkliga lęru og skślagongd, sbr. § 3, val av lęrugreinum sbr. § 14, stk. 1 eins og reglur um endamįliš viš verkligu lęruni og skślagongdini sbr. §§ 11 og 16, samanber § 23.

Stk. 5. Landsstżrismašurin įsetir, eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum og eftir samtykt frį viškomandi yrkisnevnd, tęr ķ stk. 4. nevndu śtbśgvingarreglur fyri hvųrja śtbśgving sęr.

§ 9. Landsstżrismašurin kann, eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum og eftir samtykt ķ viškomandi yrkisnevnd, įseta reglur um, at lęrlingur viš ašrari śtbśgving ella arbeišsroyndum kann sleppa undan parti av verkligu lęruni ella skślagongdini.

Stk. 2. Śtbśgvingarskipanin skal bera ķ sęr, at um lęrlingur mį gevast viš śtbśgving sķni, so skal taš verša gjųrligt at taka hana upp aftur seinri, smb. § 35.

Stk. 3. Eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum kann verša skipaš fyri ķskoytisskeiši til lęrling, sum skiftir śtbśgving, smb. § 27, stk. 2.

Stk. 4. Lęrlingi kann verša veitt eykaundirvķsing ķ tann mun, hetta er neyšugt, fyri at śtbśgvingin kann verša lokin, smb. § 15, stk. 2.

§ 10. Landskassin veitir stušul til tęr beinleišis undirvķsingarśtreišslurnar frįroknaš inntųkur viš skślaundirvķsingini eftir hesi lóg.

Stk. 2. Eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum kann landsstżrismašurin įseta reglur um gjald fyri śtreišslur til undirvķsingartilfar.

Stk. 3. Śtreišslurnar av sveinaroyndum verša bżttar millum landskassan og yrkisfelųgini eftir reglum, sum landsstżrismašurin įsetir eftir ummęli frį yrkisfelųgunum į arbeišsmarknašinum

Stk. 4. Ķ hesi lóg skal yrkisfelag skiljast sum meginfelag, um viškomandi felag er limur ķ einum meginfelag.

Stk. 5. Skślagongdin er ókeypis fyri lęrlingar.

Kapittul 4
Innihaldiš ķ yrkisśtbśgvingunum

§ 11. Innihaldiš ķ yrkisśtbśgvingunum veršur skipaš samsvarandi endamįlinum, sbr. § 2, og į tann hįtt, at verkliga lęran og skślagongdin verša ein heild.

Stk. 2. Skślaundirvķsingin skal ķ byrjanini geva eina breiša heildarfatan. Seinni skal undirvķsingin miša ķmóti at veita lęrlinginum neyšugan fųrleika ķ įvķsum yrki. Undirvķsingin skal verša so skipaš, at hon nųktar skiftandi fųrleikakrųv frį vinnuni.

§ 12. Undirvķsingin fatar um yrkislęrugreinir, grundlęrugreinir og vallęrugreinir.

Stk. 2. Yrkislęrugreinir skulu vanliga hava trķggjar sęttapartar av samlašu tķšini, grundlęrugreinir tveir sęttapartar og vallęrugreinir ein sęttapart.

Stk. 3. Grundlęrugreinir kunnu ķ serligum fųri verša havdar ķstašin fyri yrkislęrugreinir.

Stk. 4. Yrkislęrugreinir kunnu ķ serligum fųri verša havdar ķstašin fyri vallęrugreinir.

§ 13. Yrkislęrugreinirnar fata um verkliga og įstųšiliga undirvķsing, iš sermerkja viškomandi śtbśgving, og skulu veita almennan kunnleika og fakligan yrkisfųrleika. Partur av yrkislęrugreinunum eru serlęrugreinir, iš eru į hęgsta fakliga stųši ķ śtbśgvingini og fata um verkliga og įstųšiliga undirvķsing, iš skal miša ķmóti at veita lęrlinginum ein serligan yrkisfųrleika. Lęrlingurin velur sergrein innan ta śtbśgving, hann hevur gjųrt lęrusįttmįla ķ.

Stk. 2. Grundlęrugreinirnar fata um verkliga og įstųšiliga undirvķsing, iš skal miša ķmóti at menna tann fakliga kunnleikan. Somuleišis skulu grundlęrugreinirnar nųkta krųvini til ungdómsśtbśgvingar, herķmillum styrkja persónliga menning, lestrarfųrleika og samfelagsfatan.

Stk. 3. Vallęrugreinirnar skulu miša ķmóti at nųkta įhugamįl lęrlingsins, at stušla įhugan fyri framhaldandi śtbśgving og menna yrkis- og lestrarfųrleikan. Vallęrugreinirnar skulu eisini stimbra vanligu fųrleikakrųvini og arbeišsmųguleikarnar ķ samfelagnum.

§ 14. Landsstżrismašurin įsetir, eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum og eftir samtykt frį viškomandi yrkisnevnd, hvųrjar yrkislęrugreinir og grundlęrugreinir skulu verša tengdar at tķ įvķsu śtbśgvingini.

Stk. 2. Skślarnir gera av, hvųrjar vallęrugreinir skulu verša bodnar śt į skślunum.

§ 15. Undirvķsingin veršur lųgd tilręttis viš ynskjum lęrlingsins ķ huga og lagaš eftir fortreytum og įhuga hansara.

Stk. 2. Lęrlingi, sum hevur taš fyri neyšini, kann verša givin serundirvķsing og annar sernįmsfrųšiligur stušul.

Stk. 3. Lęrlingi veršur veitt rįš og vegleišing višvķkjandi śtbśgvingini og persónligum višurskiftum.

Stk. 4. Landsstżrismašurin įsetir gjųllari reglur fyri tey ķ stk. 2 og 3 nevndu višurskifti.

§ 16. Verkliga lęran fer fram į einum ella fleiri virkjum, iš eru góškend sum lęruplįss av viškomandi yrkisnevnd, og hon er grundaš į lęrusįttmįla millum lęrling og viškomandi virki.

Stk. 2. Landsstżrismašurin įsetir, eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum og eftir samtykt frį viškomandi yrkisnevnd, reglur um verkligu lęruna ķ tann mun, hesar reglur ikki eru įsettar ķ sįttmįla millum viškomandi yrkisfelųg.

§ 17. Lęrlingarnir fįa śtbśgvingarskjal fyri fullfųrda śtbśgving, heruppiķ vįttan fyri framda skślagongd og verkliga lęru. Lęrlingur, sum gevst ķ śtbśgvingini, hevur rętt at fįa vįttan fyri framd avrik.

Stk. 2. Próvtųkur verša skipašar eftir reglum, sum landsstżrismašurin įsetir. Próvtųkur ķ yrkislęrugreinum og serlęrugreinum verša tó įsettar eftir reglum, sum yrkisśtbśgvingarrįšiš hevur tilmęlt eftir samtykt frį viškomandi yrkisnevndum.

§ 18. Sveina- og yrkisroyndir verša hildnar ķ teimum einstųku śtbśgvingunum, um hetta er samtykt av viškomandi yrkisnevnd. Sveinaroyndirnar verša fyriskipašar eftir reglum, sum eru įsettar av landsstżrismanninum eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum og eftir samtykt frį yrkisnevndunum.

Stk. 2. Landsstżrismašurin įsetir eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum reglur um dųming yvirhųvur og reglur um, hvussu śtbśgvingarskjųl verša tilevnaš og latin.

Kapittul 5
Rįšsskipanin

§ 19. Landsstżrismašurin setir eitt yrkisśtbśgvingarrįš, sum ķ tilmęlum sķnum til landsstżrismannin višger mįl sambęrt teimum heimildum, tķ eru givnar.

Stk. 2. Yrkisśtbśgvingarrįšiš ger vištųkur, sum landsstżrismašurin góškennir. Vištųkurnar skulu greitt lżsa mannagongdina fyri rįšsarbeišinum, herķmillum um rakstrarstušul landsstżrisins til rįšsskrivstovuna, tilnevning og val av rįšslimum og um atkvųšugreišslur.

§ 20. Yrkisśtbśgvingarrįšiš hevur 9 limir. Rįšslimirnir verša valdir fyri fżra įr. Fyri hvųnn rįšslim veršur ein varalimur valdur.

Stk. 2. Landsstżrismašurin velur formannin.

Stk. 3. Landsstżrismašurin tilnevnir 4 limir, sum skulu umboša arbeišsgevarar. Hesir limir verša valdir soleišis:

  1. Fųroya Handverksmeistarafelag velur 1 lim

  2. Landsstżrismašurin velur 1 lim

  3. Fųroya Arbeišsgevarafelag velur 2 limir

Stk. 4. Landsstżrismašurin tilnevnir 4 limir, sum skulu umboša lųntakarar. Hesir limir verša valdir soleišis:

  1. Fųroya Handverkarafelag velur 1 lim

  2. Starvsmannafelagiš velur 1 lim

  3. Felagiš S&K velur 1 lim

  4. Fųroya Arbeišarafelag velur 1 lim

Stk. 5. Eitt umboš fyri hvųnn góškendan yrkisskśla kann mųta į rįšsfundum. Hesi umboš hava talurętt, men ikki atkvųšurętt.

Stk. 6. Yrkisśtbśgvingarrįšiš kann eftir tųrvi innkalla serkųna hjįlp til at mųta į rįšsfundum.

Stk. 7. Landsstżrismašurin veitir yrkisśtbśgvingarrįšnum skrivstovuhjįlp og rindar śtreišslur rįšsins eftir gjųllari av landsstżrismanninum įsettum reglum, smb. § 19, stk. 2.

§ 21. Yrkisśtbśgvingarrįšiš ger tilmęli til landsstżrismannin um:

  1. reglur um śtbśgvingar sum heild og hvųrja śtbśgving sęr, smb. § 4, stk. 2.

  2. stovnan, nišurlegging og avtųku av śtbśgvingum, smb. § 5, stk. 1.

  3. hvųrjar śtbśgvingar verša roknašar sum yrkisśtbśgvingar, smb. § 6, stk. 2.

  4. verkligar partar ķ skśla og undirvķsing į lęruplįssum, smb. § 7, stk. 2.

  5. śtbśgvingarreglur, smb. § 8, stk. 5.

  6. frķtųku fyri partar av śtbśgvingini, smb. § 9, stk. 1.

  7. reglur um ķskoytisskeiš, smb. § 9, stk. 3.

  8. reglur um gjald fyri undirvķsingartilfar, smb. § 10, stk. 2.

  9. hvųrjar yrkis- og grundlęrugreinir hoyra til įvķsa śtbśgving, smb. § 14, stk. 1.

  10. reglur um verkligu lęruna, smb. §16, stk. 2.

  11. reglur um próvtųkur ķ yrkis- og serlęrugreinum, smb. § 17, stk. 2.

  12. reglur um sveina- og yrkisroyndir, smb. § 18, stk. 1.

  13. reglur um dųming o.a., smb. § 18, stk. 2.

  14. reglur um, hvussu lęrlingur fęr boš um at koma ķ skśla, smb. § 29, stk. 2.

  15. reglur um burturvķsing, smb. § 30, stk. 2.

  16. hvussu lęrusįttmįlaskjal skal verša oršaš, smb. § 31, stk. 2.

  17. reglur um frįvik, smb. § 44.

  18. reglur um lęrarafųrleika, smb. § 45.

  19. skiftisreglur, smb. § 47, stk. 2.

Stk. 2. Yrkisśtbśgvingarrįšiš hevur eisini til uppgįvu:

  1. at gera vištųkur fyri rįšiš, smb. § 19, stk. 2.

  2. at tilnevna yrkisnevndir, smb. § 22, stk. 1.

  3. at góškenna vištųkur fyri arbeišiš hjį yrkisnevndum, smb. § 22, stk. 2.

  4. at seta fyribilsnevndir, smb. § 22, stk. 3.

  5. at įseta minstulųn til lęrlingar, har iš eingin sįttmįli er, smb. § 33, stk. 3.

  6. at rįšgeva landsstżrismanninum um, hvussu śtbśgvingarskipanin eigur at leggjast soleišis til ręttis, at sett mįl og krųv, smb. § 2, verša nįdd

  7. at fylgja viš gongdini og nżggjum vinnumųguleikum, og viš stųši ķ hesum gera landsstżrismanninum tilmęli um tųrvin į nżggjum śtbśgvingum og umskipan av ella avtųku av verandi śtbśgvingum

  8. at fylgja viš verandi śtbśgvingum, og viš stųši ķ hesum gera landsstżrismanninum tilmęli um tųrvin į at samskipa śtbśgvingarnar betur og mųguliga leggja śtbśgvingar saman.

Stk. 3. Yrkisśtbśgvingarrįšiš kann av sķnum eintingum umrųša og bera fram alt, iš rįšiš og yrkisnevndirnar halda hava tżdning fyri yrkisśtbśgvingarnar, herundir śtreišslutųrvin.

§ 22. Yrkisśtbśgvingarrįšiš tilnevnir yrkisnevndir, sum skulu višgera mįl innan viškomandi śtbśgvingar viš stųši ķ teimum heimildum, sum givnar eru ķ hesi lóg.

Stk. 2. Limirnir ķ yrkisnevndunum verša valdir av viškomandi yrkisfelųgum, sbr. § 10, stk. 4. Arbeišsgevarar og lųntakarar skulu hava javnstóra umbošan.

Stk. 3. Yrkisnevndirnar skulu tilsamans fevna um allar śtbśgvingar, iš eru settar ķ verk eftir hesi lóg. Tį iš śtbśgvingar skulu fyrireikast og setast ķ verk, kann yrkisśtbśgvingarrįšiš seta fyribilsnevndir.

Stk. 4. Kunnu felųgini ikki velja yrkisnevnd, skal yrkisśtbśgvingarrįšiš sķggja til, at yrkisnevnd veršur sett.

Stk. 5. Yrkisnevndirnar skulu gera vištųkur fyri nevndararbeišiš. Vištųkurnar skulu greitt lżsa mannagongdina fyri nevndararbeišinum, herķmillum um tilnevning og val av nevndarlimum og um atkvųšugreišslur.

Stk. 6. Yrkisśtbśgvingarrįšiš skal góškenna vištųkurnar fyri tęr ķ stk. 4 nevndu yrkisnevndir.

Stk. 7. Skrivstovuhjįlp veršur veitt yrkisnevndunum av viškomandi yrkisfelųgum.

Stk. 8. Landsstżrismašurin kann eftir ummęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum gera av at rinda heilt ella partvķst fyri skrivstovuhjįlp hjį yrkisnevndum, um so er, at serlig višurskifti tala fyri tķ.

Stk. 9. Yrkisśtbśgvingarrįšiš kann veita fyribilsnevndum, smb. stk. 3, skrivstovuhjįlp.

§ 23. Fyri tęr śtbśgvingar, iš eru góškendar, samtykkja yrkisnevndirnar reglur um:

  1. hvųrja śtbśgving sęr, smb. § 4, stk 3.

  2. śtbśgvingartķšina, smb. § 8, stk. 4.

  3. bżtiš millum verkliga lęru og skślagongd, smb. § 8, stk. 4.

  4. stevnumišini fyri verkligu lęruna og skślagongdina, smb. § 8, stk. 4.

  5. vališ av lęrugreinum, smb. § 14, stk. 1.

  6. góškenning av lęruplįssum, smb. § 16, stk. 1.

  7. verkligu lęruna, smb. § 16, stk. 2.

  8. próvtųkur ķ yrkis- og serlęrugreinum, smb. § 17, stk. 2.

  9. sveina- og yrkisroyndir, smb. § 18, stk. 1.

  10. stytting av śtbśgvingartķšini, smb. § 35, stk. 2 og § 37

  11. leinging av śtbśgvingartķšini, smb. § 36, stk. 2 og 3.

  12. stytting ella leinging av śtbśgvingartķšini, smb. § 37.

Stk. 2. Landsstżrismašurin įsetir reglurnar ķ samsvari viš taš, iš yrkisnevndirnar hava įsett, tį iš reglurnar lógliga kunnu verša stašfestar.

Stk. 3. Yrkisnevndirnar hava eisini til uppgįvu:

  1. at samtykkja, um ein stųšisśtbśgving kann góšskrivast, og lęrutķšin styttast samsvarandi, smb. § 8, stk. 3.

  2. at gera lesiętlanir fyri tęr einstųku śtbśgvingarnar, smb. § 24.

  3. at virka fyri bestu višurskiftum į lęruplįssum, smb. § 25, stk. 1.

  4. at kanna lęruplįss, smb. § 25, stk. 2.

  5. at royna semju millum lęrling og lęruplįss, smb. § 40, stk. 1.

Stk. 4. Yrkisnevndirnar skulu eftir įheitan geva yrkisśtbśgvingarrįšnum ummęli ķ mįlum, iš hava tżdning fyri arbeišiš hjį rįšnum.

Stk. 5. Yrkisnevndirnar kunnu av sķnum eintingum umrųša og bera fram alt, iš tęr halda hava tżdning fyri yrkisśtbśgvingarnar eftir hesi lóg.

§ 24. Skśli skal ķ samstarvi viš yrkisnevndirnar gera lesiętlanir, sum neyvt lżsa innihaldiš ķ undirvķsingini viš stųši ķ teimum reglum, iš sambęrt § 8, stk. 4 eru įsettar fyri hvųrja śtbśgving sęr. Skśli og yrkisnevndir eiga eisini at fylgja viš, um tųrvur er į at endurnżggja nevndu reglur og koma viš uppskoti um hetta.

Kapittul 6
Lęruplįssini

§ 25. Yrkisnevndirnar virka fyri, at śtbśgvingarvišurskiftini į lęruplįssunum eru so góš sum gjųrligt.

Stk. 2. Viškomandi yrkisnevndir kunnu, uttan dómśrskurš og viš neyšugum lųgmęti, fara inn į virki, sum hava lęrling, fyri at kanna śtbśgvingarvišurskiftini.

§ 26. Samtykt yrkisnevndarinnar um góškenning av virki sum lęruplįss veršur gjųrd śt frį meting, um virkiš er fųrt fyri at lśka tęr treytir, sum settar eru sambęrt reglunum um verkligu lęruna, smb. § 16.

Stk. 2. Kęrur um samtyktir eftir stk. 1 kunnu verša lagdar fyri eina kęrunevnd eftir gjųllari av landsstżrismanninum įsettum reglum.

Kapittul 7
Sįttmįlavišurskifti

§ 27. Lęrusįttmįli millum lęrling og eitt ella fleiri lęruplįss er treyt fyri at fullfųra eina yrkisśtbśgving. Lęrusįttmįlin skal fata um alla ta verkligu lęruna og skślagongdina og um mųguliga sveina- ella yrkisroynd.

Stk. 2. Um skeišsreglurnar heimila taš, skal ķskoytisskeišiš, sambęrt § 9, stk. 3 verša partur av skślagongdini eftir stk. 1.

§ 28. Er lęrusįttmįli gjųrdur viš fleiri lęruplįss, skal gjųlla tilskilast, hvųrjum parti av śtbśgvingini taš einstaka lęruplįssiš hevur įbyrgdina av.

Stk. 2. Eitt lęruplįss kann ķ lęrusįttmįlanum hava skyldu til at lata lęrling taka ein verkligan part į ųšrum lęruplįssi.

Stk. 3. Landsstżrismašurin įsetir reglur um ręttarstųšuna hjį lęrlingi og lęruplįssi ķ sambandi viš lęrusįttmįlar eftir stk. 1 og 2.

§ 29. Fyri at śtbśgvingin skal verša fullfųrd, skal lęrlingur fylgja undirvķsingini soleišis, sum hon er fyriskipaš av skślunum sambęrt śtbśgvingarreglunum.

Stk. 2. Landsstżrismašurin įsetir, eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum, reglur um, hvussu mannagongdin skal vera, tį iš lęrlingur fęr boš um at koma ķ skśla.

Stk. 3. Landsstżrismašurin kann įseta reglur um bśstašarhśs til lęrlingar ķ sambandi viš skślagongd.

§ 30. Lęrlingur, sum uttan lógligt forfall heldur seg burtur frį undirvķsingini, ella sum grovliga brżtur skślans reglur, og sum ikki tekur givnar įvaringar til eftirtektar, kann verša śtihżstur frį undirvķsingini.

Stk. 2. Landsstżrismašurin įsetir, eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum, gjųllari reglur um burturvķsingina eftir stk. 1.

§ 31. Lęrusįttmįli skal vera undirskrivašur, įšrenn lęran byrjar.

Stk. 2. Lęrusįttmįlin er oršašur į skjal, sum landsstżrismašurin góškennir eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum.

Stk. 3. Landsstżrismašurin įsetir gjųllari reglur um góškenning, skrįseting og avgreišslu av lęrusįttmįlum.

§ 32. Tį iš lęrlingur, sum er undir foreldramyndugleika, ger lęrusįttmįla, ella um sįttmįlabroyting fer fram, krevur hetta jįttan frį verjanum.

§ 33. Lųnin, sum eitt lęruplįss skal rinda lęrlingi, skal verša įsett ķ lęrusįttmįlanum.

Stk. 2. Lųnin skal ķ minsta lagi verša tann, iš įsett er ķ sįttmįla millum viškomandi yrkisfelųg.

Stk. 3. Ķ yrkisgreinum, har eingin sįttmįli er galdandi, veršur minstalųnin įsett av yrkisśtbśgvingarrįšnum.

Stk. 4. Landskassin endurrindar lęruplįssunum lęrlingalųnina, sum tó ikki kann verša hęgri enn įsetta minstalųnin fyri handverkslęrlingar sambęrt sįttmįla millum Fųroya Handverkarafelag og Fųroya Handverksmeistarafelag, mešan lęrlingurin fęr ta til lęruna hoyrandi skślagongd.

Stk. 5. Landskassin rindar lęruplįsunum endurgjald fyri feršaśtreišslur, sum standast av, at lęrlingur er noyddur at fara til Danmarkar fyri at fįa ta til lęruna hoyrandi skślagongd, av tķ at henda skślaundirvķsing ikki fęst ķ Fųroyum.

Stk. 6. Landsstżrismašurin įsetir nęrri reglur um endurrindan eftir stk. 4 og 5.

§ 34. Ķ śtbśgvingartķšini galda avtalur ķ arbeišsmarknašarsįttmįla ella įsetingar ķ lóggįvu.

Stk. 2. Eitt lęruplįss kann bert sum undantak įleggja lęrlingi arbeiši, sum ikki hevur samband viš śtbśgvingina, og tį bert treytaš av, at mįliš viš śtbśgvingini kann verša rokkiš.

§ 35. Hevur lęrlingur frammanundan lokiš ein part av tķ śtbśgving, sum nevnd er ķ lęrusįttmįlanum, kann sįttmįlin vanliga bert fata um vantandi partarnar av verkligu lęruna og skślagongdini, smb. § 8, stk. 2 og § 9, stk. 1.

Stk. 2. Fyri lęrling, sum av ašrari śtbśgving ella viškomandi arbeišsroyndum hevur serligar fortreytir at fara undir ta śtbśgving, sįttmįlin fatar um, kann viškomandi yrkisnevnd samtykkja, at śtbśgvingin kann verša stytt eftir teimum ķ § 8 įsettu reglum um śtbśgvingartķš.

§ 36. Lęrlingur og lęruplįss kunnu gera avtalu um at leingja śtbśgvingartķšina, um lęrlingurin,

  1. vegna sjśku hevur veriš burtur frį virkinum meir enn 10% av įsettu lęrutķšini

  2. er burtur frį virkinum vegna eykaundirvķsing ķ skśla, smb. § 9, stk. 4.

  3. hevur farloyvi ķ sambandi viš barnsburš ella ęttleišing

  4. hevur nišursetta arbeišstķš ella farlovvi orsakaš av serligum višurskiftum

Stk. 2. Um avleišingarnar av eini avtalu eftir stk. 1 verša tęr, at śtbśgvingartķšin veršur longd meira enn ta tķš, sum lęrlingurin hevur veriš burtur, so er avtalan bert galdandi, um viškomandi yrkisnevnd góškennir avtaluna.

Stk. 3. Eru lęrlingur og lęruplįss ikki samd um longda śtbśgvingartķš vegna frįveru sum nevnt ķ stk. 1, kann viškomandi yrkisnevnd, eftir įheitan frį pųrtunum, įseta longda tķšarskeišiš.

§ 37. Ķ ųšrum fųrum enn teimum, iš nevnd eru ķ §§ 35 og 36, kann viškomandi yrkisnevnd, tį iš serlig višurskifti tala fyri tķ, samtykkja at stytta ella leingja śtbśgvingartķšina.

§ 38. Partarnir kunnu ikki siga upp lęrusįttmįlan.

Stk. 2. Teir fyrstu 3 mįnaširnir ķ sįttmįlatķšini verša tó roknašir sum royndartķš, har annar parturin kann siga sįttmįlan upp uttan grundgeving og uttan freist. Skślagongd veršur ikki roknaš upp ķ royndartķšina.

Stk. 3. Um lęrlingur av orsųk, sum nevnt ķ § 36, stk. 1, er burtur frį virkinum ķ meira enn 1 mįnaš ķ royndartķšini, veršur hon longd samsvarandi.

§ 39. Um annar parturin ikki heldur skyldur sķnar, kann hin parturin siga lęrusįttmįlan upp.

Stk. 2. Um onkur tżdningarmikil treyt fyri at gera lęrusįttmįlan er skeiv ella seinni dettur burtur, kann hin parturin siga sįttmįlan upp.

Stk. 3. Uppsųgn eftir stk. 1 ella 2 skal fara fram innan ein mįnaš eftir, at uppsigandi parturin hevur fingiš kunnleika um višurskiftini ella eftir vanligum sketni skuldi havt fingiš kunnleika til višurskiftini, sum uppsųgnin er grundaš į.

Stk. 4. Eykaundirvķsingin sbr. § 9, stk. 4 kann ikki leggjast til grund fyri uppsųgn av lęrusįttmįlanum.

Stk. 5. Veršur lęrlingur śtihżstur frį skślagongdini sambęrt § 30, fellur lęrusįttmįlin burtur.

§ 40. Ósemja millum lęrling og lęruplįss kann einans verša lųgd fyri viškomandi yrkisnevnd, sum skal royna semju.

Stk. 2. Um so er, at semja ikki fęst ķ lag eftir 1. stk., kann mįliš verša lagt fyri eina sįttmįlanevnd, smb. § 41.

Stk. 3. Ósemja kann ikki leggjast fyri dómstól ella ašrar myndugleikar enn teir, sum nevndir eru ķ stk. 1 og 2, samanber tó § 42, stk. 4.

§ 41. Trętur kunnu leggjast fyri eina sįttmįlanevnd viš 3 limum. Landsstżrismašurin setir sįttmįlanevndina. Yrkisfelųgini fyri avvaršandi yrkisgrein velja hvųnn sķn lim. Landsstżrismašurin velur trišja limin, iš er formašur og skal verša lųgfrųšingur.

Stk. 2. Landsstżrismašurin įsetir gjųllari reglur fyri virkisųki sįttmįlanevndarinnar.

§ 42. Sįttmįlanevndin kann seta lęrusįttmįla śr gildi og taka stųšu til spurningin um endurgjald.

Stk. 2. Sįttmįlanevndin kann bert taka stųšu til spurningar um tulking av arbeišsmarknašarsįttmįlum, tį iš sįttmįlanevndarlimirnir eru samdir.

Stk. 3. Śrskurširnir hjį sįttmįlanevndini kunnu fullgerast eftir reglunum ķ ręttargangslógini um tvingsilsfullgerš av dómum.

Stk. 4. Ķ seinasta lagi 8 vikur eftir śrskurš sįttmįlanevndarinnar kunnu partarnir leggja mįliš fyri Fųroya Rętt.

§ 43. Skślin hevur skyldu at skašatryggja teir lęrlingar, sum eru ķ skśla samsvarandi hesi lóg, um lęrlingarnir ikki į annan hįtt eru skašatryggjašir undir skślagongdini.

Kapittul 8
Ašrar įsetanir

§ 44. Landsstżrismašurin kann ķ serligum fųri, tį iš taš ręšur um at fremja śtbśgvingarroyndir, vķkja frį reglunum ķ 3. og 4. kapitli ķ hesi lóg. Yrkisśtbśgvingarrįšiš ger tilmęli um hetta.

§ 45 Landsstżrismašurin įsetir, eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum, gjųllari reglur um undirvķsingarfųrleika.

§ 46. Kęrur um avgeršir skślanna kunnu, eftir gjųllari av landsstżrismanninum įsettum reglum, leggjast fyri landsstżrismannin.

Kapittul 9
Gildiskoma og skiftisreglur

§ 47. Henda lóg kemur ķ gildi 1. august 1999, tó soleišis at 5. kapittul kemur ķ gildi 1. januar 1999.

Stk. 2. Landsstżrismašurin įsetir, eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum reglur um, hvussu lógin veršur nżtt fyri yrkisśtbśgvingar, iš eru byrjašar, men ikki endašar, įšrenn henda lóg kemur ķ gildi. Skulu higartil galdandi reglur nżtast, įsetir landsstżrismašurin eisini reglur um at flyta virksemiš, iš liggur hjį rįšum o.ų. eftir higartil galdandi reglum, til teir myndugleikar, sum skulu umsita skipanina eftir hesi lóg.

Stk. 3. Samstundis, sum henda lóg kemur ķ gildi, fer lųgtingslóg nr. 29 frį 12. oktober 1954 um lęrlingavišurskifti, viš seinri broytingum, og lųgtingslóg nr. 128 frį 21. mai 1993 um tųkniligar yrkisśtbśgvingar, śr gildi.

Almennar višmerkingar
Galdandi lógir og reglur um verandi yrkisśtbśgvingar eru lųgtingslóg nr. 29 frį 12. oktober 1954 lęrlingavišurskifti viš seinni broytingum, lųgtingslóg nr. 43 frį 5. mai 1987 um Fųroya Yrkisskśla fyri fiskiķdnaš og havbśnaš viš seinni broytingum, lųgtingslóg nr. 49 frį 5. mai 1987 um grundśtbśgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuųkiš viš seinni broytingum, lųgtingslóg nr. 47 frį 28. aprķl 1992 um stųšisśtbśgving innan tųkni viš seinni broytingum, lųgtingslóg nr. 128 frį 21. mai 1993 um tųkniligar yrkisśtbśgvingar viš seinni broytingum, lųgtingslóg nr. 127 frį 21. mai 1993 um hęgri handilsśtbśgving viš seinni broytingum og lųgtingslóg nr. 129 frį 21. mai 1993 um hęgri tųkniliga śtbśgving viš seinni broytingum.

Skśla- og śtbśgvingarskipanir ķ Fųroyum hava ķ stóran mun havt danskar skipanir sum fyrimynd, hóast at summar broytingar eru gjųrdar vęl seinni ķ Fųroyum, og višhvųrt hevur veriš hildiš fast viš ta gomlu skipanina ķ Fųroyum, hóast fleiri nżskipanir hava veriš settar ķ verk ķ Danmark. T.d. kom danska efg-skipanin frį 70-unum ongantķš at virka ķ Fųroyum į handverksųkinum. Vit hava varšveitt lęrlingaśtbśgvingarskipanina. Men FHS, sum Fųroya Handilsskśli fór undir ķ 1983, hevur hesa efg-skipan sum fyrimynd.

Hóast efg-skipanin og ašrar danskar nżskipanir ikki hava veriš settar ķ verk innan lęrlingaśtbśgvingina/handverksvinnuna ķ Fųroyum, er innihaldiš av śtbśgvingunum dagfųrt, so hvųrt broytingar hava veriš ķ Danmark. Ųll įrini hevur neyvt samstarv veriš viš danskar skśla- og śtbśgvingarmyndugleikar, so at t.d. lęrlingar śr Fųroyum eru farnir nišur til Danmarkar at taka skślapartar, iš ikki kunnu takast her heima.

Lįgkonjunktururin ķ fųroyska samfelagnum, sum byrjaši ķ 1989-90, rakti byggivinnuna serliga meint, og tķ var lęrlingatilgongdin į hesum ųki lķtil og eingin, tį fķggjarliga kreppan byrjaši ķ Fųroyum. Lųgtingiš samtykti tķ eina lóg um stųšisśtbśgving innan tųkni (SIT), so tey ungu, sum hųvdu hug at fara undir eina śtbśgving innan tųkni, ķ minsta lagi fingu eina 1-įra skślagongd, iš var skipaš sum stųši undir framhaldandi śtbśgving. Men av tķ at vinnan ikki fekk lut ķ įbyrgd og stżring av SIT-skipanini, vóršu hesar śtbśgvingar ikki góštiknar sum partar av lęrlingaśtbśgvingunum. Sķšan hava royndir veriš gjųrdar at fįa partarnar (t.e. vinnu- og skślafólk) at gera eitt felags uppskot um broyting av SIT-lógini, so hon veršur ein partur av yrkisskśla- og yrkisśtbśgvingarlógarkompleksinum, og eitt uppskot um broyting av SIT-lógini veršur samstundis lagt fyri lųgtingiš.

Uppskotiš um yrkisśtbśgvingarlóg snżr seg ikki um, hvussu tęr einstųku śtbśgvingarnar verša skipašar, men um ein karm um heimildir og reglur į yrkisśtbśgvingarųkinum.

Talan er um eitt uppskot um eina yrkisśtbśgvingarlóg fyri handverk, handil v.m., sum ųll vinnan tekur undir viš. Bęši vinnan og skślaverkiš hava veriš umbošaš ķ 12-manna nevndini, sum tilevnaši įlitiš, iš liggur til grund fyri hesum lógaruppskoti, iš hetta lógaruppskot er bygt į.

Ein tżšandi tįttur ķ uppskotinum um eina yrkisśtbśgvingarlóg er, at eitt śtbśgvingarrįš veršur sett į stovn. Hetta rįš, sum ķ hųvušsheitum veršur mannaš viš fólki śr vinnuni, og sum skal koma viš tilmęlum til landsstżrismannin ķ undirvķsingarmįlum um višurskifti višvķkjandi yrkisśtbśgvingunum, veršur sett av landsstżrismanninum.

Til tess at višgera spurningar višvķkjandi teimum einstųku śtbśgvingunum verša settar yrkisnevndir, sum m.a. skulu samtykkja innihaldiš ķ śtbśgvingunum og ķ įvķsum mįlum geva yrkisśtbśgvingarrįšnum tilmęli.

Skipanin um yrkisśtbśgvingarrįš og yrkisnevndir kemur ķ stašin fyri skipanina um lęrurįš og vķškaš lęrurįš.

Taš er umrįšandi, at SIT-lógin frį 1992 veršur broytt samstundis, sum uppskotiš um yrkisśtbśgvingarlóg veršur sett ķ gildi. Kjarnin ķ hesi broyting er, at yrkisśtbśgvingarrįšiš ger tilmęli um tann yrkisliga partin av SIT-śtbśgvingini. Hesi tilmęli byggja į samtyktir frį viškomandi yrkisnevnd.

Lógaruppskotiš fer at hava ein fķggjarligan meirkostnaš fyri landskassan uppį kr. 400.000,- ķ 1999, orsakaš av at yrkisśtbśgvingarrįšiš nś kemur at telja 9 persónar, ķ mun til 3 persónar ķ nevndini fyri Fųroya Lęrurįš (vķškaš lęrurįšiš 5 persónar). Fundarvirksemi vęntast at verša vęl meira enn įšur, umframt at fleiri og nżggj ųkir verša at rįšgeva um. Skrivstovuhaldiš og -hjįlp til yrkisśtbśgvingarrįšiš og nevndir tess vęntast eisini at ųkjast munandi orsakaš av hesum. Harumframt veršur neyšugt at veita skrivstovuhjįlp til yrkisnevndir innan smįar vinnugreinar. Upphęddin, kr. 400.000,-, er ikki sett av į lųgtingsfķggjarlógaruppskotiš fyri 1999.

12-manna nevndin, sum skrivaši "įlit um yrkisśtbśgvingarskipan", er tann fimta ķ rųšini. Avvaršandi partar į arbeišsmarknašinum kenna įlitiš sera vęl. Tķ er lógaruppskotiš ikki sent til ummęlis hjį pųrtunum.

Serligar višmerkingar:
Ad. § 1: Landsstżrismanninum er ķ hesi lóg heimilaš at skipa fyri yrkisśtbśgvingum og arbeišsmarknašarśtbśgvingum, herundir eftirśtbśgving av yrkislęrdum
Lógin avloysir verandi lóg frį 1954 um lęrlingavišurskifti.

Ad. § 2: Dentur veršur lagdur į, at yrkisśtbśgvingarnar eisini eru ungdómsśtbśgvingar, og at tųrvurin hjį arbeišsmarknašinum višvķkjandi vinnu- og almennum fųrleika er nųktandi.

Ad. § 3: Meginreglan er, at skift veršur millum verkliga lęru į lęruplįssi og undirvķsing ķ skśla. Skślatķšin kann skifta frį 5 til 20 vikur. Śtbśgvingarnar enda viš śtbśgvingarskjali, og endar śtbśgvingin ķ flestu handverkaraśtbśgvingum viš einari sveinaroynd. Hetta eru somu meginreglur, sum eru galdandi ķ verandi lóggįvu.

Ad. § 4: Landsstżrismašurin ķ skślamįlum įsetir ķ kunngerš tęr endaligu śtbśgvingarreglurnar. Hetta er ķ samsvari viš stżrisskipanarlógina um rįšharraįbyrgd. (Smb. stk. 1).
Her nevnir lógin yrkisśtbśgvingarrįšiš og yrkisnevndirnar į fyrsta sinni, og ķ stk. 2 og 3 veršur vķst til §§ 19-23 višvķkjandi heimildum o.ų. hjį rįšnum og nevndunum.
At yrkisśtbśgvingarrįšiš ger tilmęli er ķ samsvari viš stżrisskipanarlógina, har landsstżrismašurin fęr rįšharraįbyrgd og hevur endaligu įbyrgdina av śtbśgvingar- og skślamįlum. (Smb. stk. 2-3).

Ad. § 5: Ein śtbśgving kann verša lųgd nišur ķ eitt įvķst tķšarskeiš uttan at verša tikin av, fyri sķšani at verša tikin upp aftur. (Smb. stk. 1).
Talan er ķ hųvušsheitum um yrkisskślar. Hesir eru: handilsskślar og tekniskir skślar. Sum frį lķšur mųguliga eisini fiskivinnuskślin. (Smb. stk. 3).

Ad. § 6: Reglan um, at tann, sum byrjar lęru ķ einari yrkisśtbśgving, skal hava fylgt undirvķsingini til frįfaringarroynd fólkaskślans (t.e. 9. flokk), er nżggj. Higartil hevur veriš galdandi, at ein lęrlingur skuldi vera lógliga śtskrivašur śr fólkaskślanum (t.e. 7-įra skślagongd). (Smb. stk. 1).

Ad. § 7: Ķ fleiri yrkisśtbśgvingum fer skślagongdin fram ķ donskum yrkisskślum. Tķ er neyšugt, at avtalur verša gjųrdar viš skślamyndugleikar og yrkisnevndir um skślagongd og sveina- ella yrkisroyndir. (Smb. stk. 2).

Ad. § 8: Talan kann vera um eina góšskriving og stytting fyri nęmingar, iš hava lokiš ašra śtbśgving, eitt nś grundśtbśgvingina innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuyrki ella stųšisśtbśgvingina innan tųkni. (Smb. stk. 2).

Ad. § 9: Góšskriving av lęrutķš ella skślatķš hjį lęrlingi viš ašrari śtbśgving ella arbeišsoyndum veršur samtykt av viškomandi yrkisnevnd ķ hvųrjum einstųkum fųri.
Er talan um stytting av lęrutķš, av tķ at lęrlingur frammanundan hevur lokiš ein part av śtbśgvingini ella hevur serligar fyritreytir til at fara undir ta śtbśgving, lęrusįttmįli fevnir um, kann viškomandi yrkisnevnd, smb. § 35, samtykkja at stytta śtbśgvingartķšina. (Smb. stk. 1).

Ad. §10: Stušulsreglurnar eru at finna ķ lóg um yrkisskślar. (Smb. stk. 1).
At skślagongdin er ókeypis fyri lęrlingar merkir, at skśli ikki kann krevja gjald frį lęrlingum ella lęruplįssum fyri skślagongdina. (Smb. stk. 5).

Ad. § 11: Ein tżšandi tįttur er, at śtbśgvingin er dagfųrd og helst į odda ķ menningini ķ tųknifrųši, tilfari og fyriskipan į arbeišplįssunum. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 12: Um bżtiš millum yrkisgreinar, lęrugreinar og vallęrugreinar hevur veriš havt ķ huga, at skipanin, smb. § 2, skal menna tann einstaka og hjįlpa viškomandi til samfelagsliga fatan, leggja grundarlag undir framtķšar yrki og framhaldandi śtbśgving, og at nųkta tųrvin hjį vinnuni, tį iš ręšur um fakligan fųrleika og almennan kunnleika. (Smb. stk. 1-4).

Ad. § 13: Mišaš veršur ķmóti, at yrkislęrugreinirnar ķ byrjanini av śtbśgvingini hava eina stóra, fakliga breidd, men so hvųrt smalkast til ta sergrein, lęrlingurin hevur gjųrt sįttmįla ķ. (Smb. stk. 1-3).

Ad. § 14: Mųguleikarnir til at velja vallęrugrein eru avmarkašir vegna lķtla lęrlingagrundarlagiš ķ Fųroyum, fķggjarkarmar skślanna og tųka serkunnleikan millum lęrarar. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 15: Samstundis, sum lógin mišar ķmóti, at śtbśgvingin eisini skal verša ein ungdómsśtugving, har lęrlingurin fęr undirvķsing ķ almennum lęrugreinum, mišar lógin eisini ķmóti at javnstilla lęrlingar, iš hava vantandi fortreytir, viš ašrar lęrlingar. (Smb. stk. 1-4).

Ad. § 16: Reglurnar eiga m.a. at fata um arbeišstķšina hjį lęrlingum, um felųgini į arbeišsmarknašinum ikki hava reglur hesum višvķkjandi. (Smb. stk. 2).

Ad. § 17: Allir lęrlingar skulu hava eitt śtbśgvingarskjal, tį lęrutķšin er lokin. Reglurnar um dųming av lęrlingum, sveinaroyndir o.a. miša móti einari stórari breidd ķ dųmingarhįttinum, bęši višvķkjandi innihaldi og mannagongd ķ royndunum, herundir um mųgulig sveinaroynd veršur hildin, samanber § 18.

Ad. § 18: Um viškomandi yrkisnevnd hevur samtykt, at sveina- ella yrkisroynd veršur hildin ķ įvķsari śtbśgving, skulu upplżsingar hesum višvķkjandi standa ķ sįttmįlanum, og sveinabręviš veršur ķ teimum fųrum partur av śtbśgvingarskjalinum.

Ad. § 19: Rįšsskipanin viš yrkisśtbśgvingarrįši og yrkisnevndum kemur ķ stašin fyri skipanina viš lęrurįši og vķškašum lęrurįši. Skipanin hevur fyrimynd ķ donsku lógini um yrkisśtbśgvingar.
Rįšsskipanin hevur til endamįls at geva vinnuni neyšuga įvirkan į śtbśgvingarskipanina, so hon ķ mest mųguligan mun samsvarar viš ynskini hjį vinnuni. (Smb. stk. 1).
Rįšsskipanin er sett saman av:

Ad. § 20: Ķ yrkisśtbśgvingarrįšnum hava arbeišsgevarar og lųntakarar eins stóra umbošan viš 4 limum hvųr. Landsstżriš sum arbeišgevari velur ein lim. Harumframt velur landsstżrismašurin formannin, soleišis at rįšiš veršur mannaš viš 9 limum.
Viš verandi skipan į yrkisskślaųkinum kunnu hesir skślar senda eitt umboš į rįšsfund: Tekniski skślin ķ Tórshavn, Tekniski skślin ķ Klaksvķk, Fųroya Handilsskśli, Tórshavn, Fųroya Handilsskśli, Kambsdalur, og Fiskivinnuskślin, Vestmanna.

Ad. § 21: Meginreglan ķ rįšsskipanini er, at taš er śtbśgvingarrįšiš, sum ger tilmęli til landsstżrismannin višvķkjandi yrkisśtbśgvingunum. Hugsandi er, at śtbśgvingarrįšiš fer at hittast einar 4 feršir um įriš, har allir limirnir verša viš ķ rįšsvišgeršini av einum mįli, sama hvat yrki ella yrkisgrein, mįliš snżr seg um.

Ad. § 22: Uppgįva rįšsins at tilnevna yrkisnevndir er formlig, t.e. at rįšiš sęr til, at ein yrkisnevnd veršur sett, men at viškomandi yrkisfelag velur limirnar ķ nevndina.
Sum meginregla verša śtreišslurnar, iš standast av yrkisnevndararbeišinum, goldnar av arbeišmarknašarpųrtunum. (Smb. stk. 1-2).
Įvķsar vinnugreinar kunnu verša so smįar, at trupult kann verša at rinda fyri skrivstovuhjįlp. Tķ kann taš verša neyšugt hjį landsstżrismanninum at veita yrkisnevndum hjį slķkum vinnugreinum hesa hjįlp (smb. stk. 8).

Ad. § 23: Yrkisnevndirnar skulu taka upp spurningar višvķkjandi teimum einstųku śtbśgvingunum og samtykkja innihaldiš ķ śtbśgvingunum og ķ įvķsum mįlum geva rįšnum tilmęli.

Ad. § 24: Viš stųši ķ teimum yvirskipašu reglunum fyri hvųrja śtbśgving sęr, sum yrkisnevndirnar gera, og sum yrkisśtbśgvingarrįšiš ger tilmęli til landsstżrismannin um, verša ķtųkiligar lesiętlanir gjųrdar. Hesar lesiętlanir verša skślarnir at gera.

Ad. § 25: Ein meginregla ķ skipanini er, at lęrlingurin fęr nųktandi upplęring ķ tķ verkliga partinum ķ śtbśgvingini. Lęruplįssini eiga tķ at lśka neyšug krųv hesum višvķkjandi. Viškomandi yrkisnevnd er heimilaš at ansa eftir, at taš einstaka virkiš lżkur hesi krųv. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 26: Samtyktin, um eitt virki kann góškennast sum lęruplįss, veršur grundaš į eina ķtųkiliga meting. Ein yrkisnevnd eigur ikki at góškenna lęruplįss eftir fųstum reglum, men eigur hinvegin at tryggja, at góškenningin er ķ samsvari viš stevnumišini fyri śtbśgvingina. (Smb. stk. 1).

Ad. § 27: Lęrusįttmįlin fatar um ręttarstųšu millum lęrling og lęruplįss og skal fata um alla lęrutķšina. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 28: Av tķ at virki gerast alt meira sergreinaš, og lęrlingur tķ ikki altķš kann fįa nóg fjųltįttaša lęru į einum lęruplįssi, kunnu lęruplįss ganga saman um at śtbśgva lęrling. Lęruplįssini gera tį hvųrt sęr sįttmįla fyri taš įvķsa tķšarskeišiš, sum samanlagt skulu fevna um alla lęrutķšina. Eisini kann įvķst lęruplįss sambęrt 2. stk. gera sįttmįla, sum fevnir um alla lęrutķšina, men at hetta lęruplįss hevur įbyrgdina av, at lęrlingurin ķ įvķsum frammanundan įsettum tķšarskeiši kemur ķ lęru į ųšrum lęruplįssi. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 29: Reglan fatar um skyldu lęrlingsins at luttaka ķ undirvķsingini og skyldu hjį lęruplįssinum at geva lęrlingi frķ fyri at kunna luttaka ķ einari sįttmįlaskyldugari skślagongd. (Smb. stk. 1).

Ad. § 30: Neyšugt er, at heilt greišar reglur eru um frįveru o.a. ķ undirvķsingini. (Smb. stk. 1).

Ad. § 31: Sįttmįli millum lęruplįss og lęrling kann bert gerast, um lógligu krųvini hjį bįšum pųrtum eru fullgyldug. Kraviš til eitt lęruplįss er, at taš er góškent sum lęruplįss ķ tķ įvķsu śtbśgvingini, smb. § 26, mešan kraviš til lęrlingin er, smb. § 6, at undirvķsingarskyldan er lokin. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 32: Broytingarnar, iš her veršur sipaš til, eru um uppsųgn av sķnįmillum avtalu, smb. § 38, stk. 1, um uppsųgn av sįttmįlanum ķ royndartķšini, smb. § 38, stk. 2, og frįbošan um uppsųgn, smb. § 39, um semingsroyndirnar, smb. § 40, stk. 1, um ręttarsųkina, smb. § 40, stk. 2, og avtaluna um leingjan av śtbśgvingartķšini, smb. § 36.

Ad. § 33: Reglurnar hava viš sęr, at sįttmįlaįsetingin er bindandi fyri ųll lęruplįss og lęrlingar ķ tķ įvķsu śtbśgvingini, lķka mikiš um lęruplįssiš er limur ķ einum arbeišsgevarafelag, ella um lęrlingur er limur ķ einum yrkisfelagi. (Smb. stk. 1-6).
Endurrindan / endurgjald eru galdandi fyri allar lęrlingar. (Smb. stk. 4-6).

Ad. § 34: Umframt tęr įsetingar, sum eru ķ sįttmįlanum, galda eisini ašrar, almennar lógir, herķmillum lóg um starvsmenn og frķtķšarlógin. Hesar lógir eru yvirskipašar ķ mun til sįttmįlaįsetingar. (Smb. stk. 1).

Ad. § 35: Taš veldst tó um, hvussu long tķš er gingin, sķšan lęrlingurin hevur lokiš nevnda part. (Smb. stk. 1).

Ad. § 36: Lęruplįss og lęrlingur kunnu gera sķnįmillum semju um at leingja śtbśgvingartķšina ķ tann mun, lęrlingurin er burtur frį lęruplįssinum grundaš į tey ķ a) til d) nevndu višurskifti. Lęruplįssiš hevur frįbošanarskyldu višvķkjandi broyting ķ śtbśgvingartķšini.

Ad. § 37: Sum dųmi um stytting av śtbśgvingartķšini eftir hesi grein kann nevnast, at lęruplįss heldur uppat, beint įšrenn lęrlingurin hevur lokiš śtbśgvingartķšina, og at lęrlingurin ikki kann fįa annaš lęruplįss. Sum dųmi um leingjan av śtbśgvingartķšini eftir hesi grein kann t.d. verša, at lęrlingurin skal standa eina revsing.

Ad. § 38: Sįttmįlaskeišiš ķ einum śtbśgvingarsįttmįla hevur gildi, so leingi śtbśgvingin varar. Vanligar avtalur į arbeišsmarknašinum um lųn og tķlķkt kunnu ikki ógilda ein śtbśgvingarsįttmįla. (Smb. stk. 1-3).

Ad. § 39: Lęrusįttmįli kann ikki sigast upp, um lęrlingur ķ eitt įvķst tķšarskeiš veršur śtihżstur frį undirvķsingini, fyri sķšan seinni at byrja sama skślaskeiš aftur eftir reglunum um eykaundirvķsing. (Smb. stk. 1-4).

Ad. § 40: Allar ósemjur um śtbśgvingarsįttmįla skulu leggjast fyri viškomandi yrkisnevnd, sum skal royna semju. Bert tį iš yrkisnevnd ikki fęr semju ķ lag, kann ósemja verša lųgd fyri eina sįttmįlanevnd. (Smb. stk. 2).

Ad. § 41: Taš er landsstżrismašurin, sum setir sįttmįlanevndina og tilnevnir limir hennara. Sįttmįlanevndin hevur 3 limir: Yrkisfelųgini fyri avvaršandi yrkisgrein velja hvųnn sķn lim, og landsstżrismašurin trišja limin, iš er formašur og skal vera lųgfrųšingur. (Smb. stk. 1).

Ad. § 42: Partarnir hava mųguleika at leggja śrskurš sįttmįlanevndarinnar fyri Fųroya Rętt.

Ad. § 43: Skašatryggingin hjį lęrlingum viš lęrusįttmįla fylgir teimum reglum, iš galda fyri lęrlingar eftir verandi skipan. Teir nęmingar, sum skślin tekur upp til eina stųšisśtbśgving, og sum ikki hava lęrusįttmįla, hevur skślin skyldu at skašatryggja.

Ad. § 44: Um frįvik frį reglunum ķ 3. og 4. tįtti verša framd, eiga hesi at verša greitt lżst, bęši tį iš višvķkir innihaldinum og tķšarkųrmunum fyri ętlanini.

Ad. § 45: Reglurnar eiga, umframt at nųkta faklig fųrleikakrųv, eisini at verša samskipaš viš almennu fųrleikakrųvini hjį lęrarum ķ mišnįmsśtbśgvingunum.

Ad. § 46: Sum dųmi kunnu reglurnar fata um avgerš skślanna um śtihżsing av lęrlingi frį undirvķsingini, smb. § 30 og ašrar avgeršir, sum skśli tekur ķ sambandi viš skślagongdina hjį lęrlingum, um reglur ikki į annan hįtt eru įsettar.

Ad. § 47: Lųgtingslóg nr. 49 frį 5. mai 1987 um grundśtbśgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuyrkiš og lųgtingslóg nr. 47 frį 28. apr. 1992 um stųšisśtbśgving innan tųkni eiga at verša broyttar, so at hesar eru ķ samsvari viš hesa lóg. Eisini eiga hesar lógir at fata um reglur, sum įseta, at rįšsskipanin hevur somu heimildir, sum tęr hava ķ hesi lóg viš atliti at teimum yrkisligu pųrtunum. (Smb. stk. 3).

1. višgerš 13. november 1998. Lųgtingsmįlini 32 og 33 višgjųrd undir einum. Mįlini beind ķ mentanarnevndina, sum tann 15. december 1998 legši fram soljóšandi

Į l i t 

Mįliš er lagt fram av landsstżrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. višgerš tann 13. november 1998 beint ķ mentanarnevndina.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum, tann 24. november 1998, 30. november 1998 og 11. desember 1998.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš landsstżrismannin ķ undirvķsingar- og mentamįlum, Signar į Brśnni.

Nevndin hevur fingiš skriv frį Fųroya Arbeišsgevarafelag, Havnar Handverkarafelag og frį landsstżrismanninum viš višmerkingum til mįliš.

Fųroya Arbeišsgevarafelag hevur skotiš upp, at stk. 3 ķ § 10 veršur oršaš soleišis, at śtreišslurnar av sveinaroyndum verša bżttar millum landskassan og yrkisfelųgini eftir reglum, sum landsstżrismašurin įsetir eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum. Višmerkt veršur, at partarnir į arbeišsmarknašinum ikki góštaka bara at hava ummęlisrętt.

Ķ samrįš viš landsstżrismannin er nevndin komin til ta nišurstųšu, at hon vil skjóta upp, at § 10, stk. 3 veršur broytt soleišis, at hon veršur ķ samsvari viš įlitiš frį nevndini, sum hevur gjųrt lógaruppskotiš. Bżtiš av śtreišslunum veršur sambęrt hesum įsett eftir samrįšing viš yrkisfelųgini į arbeišsmarknašinum.

Arbeišsgevarafelųgini skjóta eisini upp, at stk. 7 og 8 ķ § 22 verša oršaš soleišis, at partarnir į arbeišsmarknašinum rinda umbošum sķnum ķ yrkisnevndum fundarpening og feršaśtreišslur, og at landsstżrismašurin eftir tilmęli frį żrkisśtbśgvingarrįšnum kann gera av at rinda heilt ella partvķst fyri skrivstovuhjįlp hjį yrkisnevndum. Arbeišsgevarafelųgini halda ikki, at trupulleikin er at rinda fyri skrivstovuhjįlpina, heldur er taš so, at felųgini ikki hava professionella umsiting, iš er fųr fyri at fyrireika nevndararbeišiš og at fįa nevndararbeišiš į hóskandi skrivligan form, sum kann latast yrkisśtbśgvingarrįšnum.

Nevndin kann taka undir viš hesi broyting og hevur fingiš upplżst, at eisini landsstżrismašurin tekur undir viš broytingini.

Havnar Handverkarafelag ger vart viš oršingina, at Fųroya Handverkarafelag umbošar handverkararnar. Felagiš vķsir į, at hetta ikki er heppiš, viš taš at Havnar Handverkarafelag fer burtur śr Fųroya Handverkarafelag, og er hetta helst galdandi fyri onnur felųg viš. Hetta, sigur felagiš, kann fųra til, at Fųroya Handverkarafelag veršur ein minniluti. Havnar Handverkarafelag męlir tķ til, at oršingin veršur broytt til at verša "umboš fyri handverkarafelųgini", ķ stašin fyri "umboš fyri Fųroya Handverkarafelag".

Nevndin hevur sett landsstżrismanninum fyrispurning hesum višvķkjandi.

Landsstżrismašurin sigur, at: "Tį iš slķkur lógartekstur veršur oršašur, eigur greitt at standa, hvųr eigur at verša umbošaš av hvųrjum.

Vanligt er, at taš eru tey virknu fakfelųgini į arbeišsmarknašinum, iš hava umboš ķ slķkum rįšum. Virkin felųg verša vanliga allżst, sum tey felųg, sum hava sįttmįla į arbeišsmarknašinum, t.v.s. sįttmįla millum arbeišstakarar og arbeišsgevarar. Sum stųšan er ķ dag, hevur Fųroya Handverkarafelag sum meginfelag sįttmįla vegna handverkarafelųgini. Hesin sįttmįli gongur okkum kunnugt ikki śt fyrr enn ķ fyrsta lagi 01.10.2001. Sambęrt hesum er Havnar Handverkarafelag ikki "virkiš" į arbeišsmarknašinum orsakaš av, at felagiš ikki hevur nakrar sįttmįlar į arbeišsmarknašinum.

Undirvķsingar- og Mentamįlastżriš męlir mentanarnevndini til at varšveita upprunaligu oršingina ķ § 20, stk. 4."

Nevndin er samd um ikki at gera nakrar broytingar ķ sambandi viš skriviš frį Havnar Handverkarafelag.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum, men męlir lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš viš nišanfyristandandi:

 b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landstżrisins

1) Ķ § 10, stk. 3 verša oršini "ummęli frį yrkisfelųgunum" broytt til "samrįšing viš yrkisfelųgini".

2) § 22, stk. 7 veršur oršaš soleišis: "Partarnir į arbeišsmarknašinum rinda umbošum sķnum ķ yrkisnevndum fundarpening og feršaśtreišslur."

3) § 22, stk. 8 veršur oršaš soleišis: "Landsstżrismašurin kann eftir tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum gera av at rinda heilt ella partvķst fyri skrivstovuhjįlp hjį yrkisnevndum."

4) § 23, stk. 1, 1. pkt. veršur oršaš soleišis: "Fyri tęr śtbśgvingar, iš eru góškendar, įsetir landsstżrismašurin, eftir tilmęli frį yrkisnevndunum, reglur um:".

5) § 23, stk. 2 veršur strikaš, og stk. 3 til 5 verša hereftir stk. 2 til 4.

6) Ķ § 47, stk. 3 veršur aftanį oršini "lųgtingslóg nr. 128 frį 21. mai 1993" sett oršini "viš seinni broytingum".

Višmerkingar:

Ad. 1-3) Vķst veršur til almennu višmerkingarnar omanfyri.

Ad. 2-4) Talan er um tekniskar broytingar, sum verša gjųrdar ķ samrįš viš landsstżriš.

 

2. višgerš 18. december 1998. Broytingaruppskot frį samdari mentanarnevnd samtykt 24-0-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 24-0-0. At mįliš soleišis samtykt kann fara til 3. višgerš samtykt uttan atkvųšugreišslu.

Į tingfundi 23. december 1998 lųgdu tingmenninir Jógvan į Lakjuni, Annita į Frķšriksmųrk, Finnur Helsmdal, Jenis av Rana, Hešin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen og Jóanis Nielsen fram soljóšandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstżrisins

Ķ § 10, stk. 3 verša oršini "samrįšing viš yrkisfelųgini į arbeišsmarknašinum" broytt til "tilmęli frį yrkisśtbśgvingarrįšnum".

3. višgerš 23. december 1998. Broytingaruppskot frį Jógvan į Lakjuni, Annitu į Frķšriksmųrk, Finni Helsmdal, Jenis av Rana, Hešin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen og Jóanis Nielsen samtykt 28-0-0. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš og soleišis broytt,  endaliga samtykt 28-0-0. Mįliš avgreitt.

J.nr. 2116-18/96
Ll. nr. 94/1998 frį 29.12.1998