Kirkjulógir

 

82  Uppskot til  ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 1999, 25. februar, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir

Í ríkislógartilmælum, dagfest 28. januar 1998 um:

verður gildiskomudagurin "1. januar 1999" í øllum 7 førum broyttur til "1. desember 2000".

Viðmerkingar
Løgtingið samtykti seinasta valskeið sjey ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir. Lógirnar vórðu samtyktar við ávísum broytingum, sum vanligt er, tá talan er um ríkislógartilmæli.

Sum løgtinginum kunnugt hevði landsstýrið, ið tá sat, ætlan um tilsamans átta ríkislógartilmæli um kirkjulógir. Men eitt tilmæli kom at resta í, tá val varð útskrivað, og var hetta ríkislógin um kirkjuráð. Tann 3. november 1998 boðaðu ríkismyndugleikarnir frá, at lógirnar áttu ikki at verða settar í gildi, fyrr enn tann írestandi lógin varð samtykt. Tær átta kirkjulógirnar vóru ein eind, varð upplýst. Eisini stóð eftir at gera tær kunngerðir, ið standast av hesari lóggávu.

Teir flokkar, ið myndaðu landsstýrissamgongu eftir valið 1998, gjørdu av at gera umfatandi broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya. Í hesum sambandi er farið undir at gera føroyska kirkjulóggávu, og hevur landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og Mentamálum sett nevnd at gera uppskot um hesa lóggávu. Nevndin er farin til arbeiðis, og arbeiðið gongur eftir ætlan.

Avgerðin hjá landsstýrissamgonguni um at fara undir hetta arbeiðið merkir, at fortreytirnar fyri teimum sjey ríkislógartilmælunum um kirkjulóggávuna eru broyttar. At landsstýrissamgongan hevur sett sær fyri at gera eitt føroyskt lógaverk fyri okkara kirkju merkir, at tað ikki tykist at vera skilagott samstundis

Sum løgtinginum kunnugt, er tað danski kirkjumálaráðharrin, ið ger av, nær tær sjey kirkjulógirnar, sum fólkatingið hevur samtykt, verða settar í gildi. Ríkismyndugleikarnir hava broytt støðu í spurninginum um gildiskomu og hava í brævi, dagfest 15. desember 1998, boðað frá, at einki forðar fyri, at tær sjey kirkjulógirnar verða settar í gildi. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur í skrivi, 12. januar 1999, til ríkisumboðið spurt um orsøkina til broyttu støðu ríkismyndugleikanna. Ríkismyndugleikarnir svara í brævi, 12. januar 1999, m.a., at mett verður, at tær sjey lógirnar nú verða roknaðar sum ein eind, og kunnu tær tí verða settar í gildi, hóast tann áttanda lógin ikki er samtykt. Men ríkismyndugleikarnir gera samstundis vart við, at ein fortreyt fyri, at tær nevndu sjey kirkjulógirnar kunnu verða settar í gildi, er, at de tilhørende bekendtgørelser – danske og færøske – er udarbejdet. Danski partur av hesum kunngerðararbeiði er lokin og sendur landsstýrinum, men enn restar tann føroyski parturin í og tann fyrisitingarliga og politiska viðgerðin av donsku uppskotunum.

Tá havt verður í huga, at fólkakirkjan verður føroysk við eini serstakari føroyskari kirkjulóggávu, ið nevndin hevur tilevnað, tykist tað lítil fynd vera í nú at gera kunngerðararbeiðið liðugt fyri síðan at seta tær sjey ríkislógirnar í gildi í Føroyum. Hesar lógir saman við umfatandi kunngerðum koma bert at vera galdandi í einum avmarkaðum tíðarskeiði. Hetta heldur landsstýrið ikki vera gagnligt fyri føroysku kirkjuna og føroyskt kirkjulív.

Um tað skuldi hent, at uppskotini um føroyska lóggávu ikki verða samtykt av løgtinginum, so verða tey sjey ríkislógartilmælini sett í gildi 1. desember 2000.

Dagfestingin 1. desember 2000 verður hildin hóskandi, so stundir verða at gera kunngerðirnar, ið neyðugar eru, til tess at ríkislógartilmælini kunnu setast í gildi.

1. viðgerð 2. mars 1999. Málið beint í mentanarnevndina, sum 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 25. februar 1999, og eftir 1. viðgerð tann 2. mars 1999 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 15. mars, 22. mars, 25. mars og 29. mars 1999 og hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri felagið fyri kirkjuráðslimir, biskup Føroya og landsstýrismannin í kirkjumálum.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í tríggjar minnilutar.

Ein minniluti (Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal og Jóanis Nielsen) vísir á, at í fleiri ár hevur verið arbeitt við at dagføra kirkjulógirnar í Føroyum, og seinasta valskeið samtykti løgtingið sjey ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir. Stórt arbeiði lá í hesum uppskotum, og allir partar á økinum vóru stórt sæð samdir um tær týdningarmiklu og neyðugu broytingarnar, sum tá var samtykt at tilmæla.

Minniilutin skilir tí væl, at fólk – og serliga mong av teimum, sum hava verið við í hesum arbeiði – eru ørkymlað, nú landsstýrismaðurin hevur skotið upp fyri tinginum at útseta gildiskomudagin til 1. desember ár 2.000.

Men av tí at landsstýrismaðurin í kirkjumálum hevur sett nevnd at gera uppskot um nýggja føroyska lóggávu á økinum, heldur minnilutin tað ikki vera skilagott at seta hesar lógir í verk, sum bara vera í gildi í heilt stutta tíð. Tí kann minnilutin taka undir við fyriliggjandi uppskoti. Men minnilutin fer samstundis at heita á landsstýrismannin um at skunda undir arbeiðið hjá nevndini, sum skal gera føroyska lóggávu, soleiðis at málið verður avgreitt til tíðina, og allarhelst fyrr enn ætlað. Harafturat fer minnilutin at heita á landsstýrismannin um í tí nýggju lóggávuni at taka fyrilit fyri teim semjum og broytingum, sum vórðu gjørdar í sambandi við arbeiðið við ríkislógartilmælunum.

Minnilutin leggur eisini dent á, at eftir tí, sum er upplýst undir nevndarviðgerðini í málinum, so fer tað ikki at darva tí kirkjuliga arbeiðinum, sum fer fram í Føroyum, at gildiskoman av kirkjulógunum verður útsett til 1. desember ár 2.000.

Sami minniluti mælir tí løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Ein minniluti (Heðin Mortensen og Katrin Dahl Jakobsen) heldur, at viðtøkur løgtingsins eru grundleggjandi. Sostatt eiga komandi og farandi landsstýrisfólk ikki at loyva sær at forða fyri at útinna tey ríkislógartilmæli, sum eftir fólkaræðisliga viðgerð eru viðtiknar á løgtingi og eftirfylgjandi staðfest av løgmanni og fráboðað ríkismyndugleikunum.

Minnilutin heldur, at tað undir nevndarviðgerðini er komið fram, at tey samtyktu og staðfestu kirkjulógartilmæli byggja á eitt gjølligt arbeiði, sum er gjørt á góðum demokratiskum grundarlagi, har allir neyðugir myndugleikar og leikfólk eru spurd til ráðs og hava tilmælt gildiskomu. Upplýst er undir viðgerðini, at nógv av tí arbeiði, sum í dag fer fram innan kirkjugátt, fer fram á heldur ivasomum lógagrundarlagi. Hetta tí at so nógv er broytt, síðan tær kirkjulógir, sum í dag galda, fingu gildi. Minnilutin metir tí, eisini við virðing fyri tí arbeiði, sum er gjørt, at tað hevur skund at fáa lógargrundarlagið uppá pláss, og vísir á, at tað er av týdningi at royna hesa væl gjøgnumarbeiddu skipan í verki.

Undir nevndarviðgerðini hevur minnilutin fingið vissu fyri, at tann nevndin, sum nú arbeiðir við føroyskari kirkjulóggávu fer ikki at broyta fólkakirkjuna. Talan verður um somu fólkakirkjuna. Tí er einki, sum talar fyri at útseta gildiskomudagin.

Minnilutin metir hesi sjey ríkislógartilmælini vera nøktandi lóggáva fyri føroysku fólkakirkjuna, og er gott grundarlag at royna í verki, meðan arbeitt verður við føroyskari lóggávu.

Minnilutin mælir tí løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti (Jógvan á Lakjuni og Jenis av Rana) tekur støðu í tingsalinum.

2. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskot til ríkislógartilmæli fall 12-6-14, málið sostatt fallið. Málið avgreitt.