Almannaveitingar

 

84  Uppskot til  lřgtingslóg um broytingar í lřgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Álit
D. 2. viđgerđ
E. 3. viđgerđ

Ár 1999, tann  23.  februar, legđi Hans Pauli Strřm, lřgtingsmađur, vegna Javnađarflokkin, Sambandsflokkin og Miđflokkin fram soljóđandi 
 

U p p s k o t
t i l
lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

 § 1.

Í skjalinum til § 3 í lřgtingslóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum, soleiđis sum tađ er orđađ viđ kunngerđ nr. 9 frá 26. januar 1999 um almannaveitingar, verđur gjřrd henda broyting:

Orđini "Pensjónsviđbót - hjún hvřr 11.664,00" og "Pensjónsviđbót - střk + hjún annađ 7.728,00" verđa strikađ og á sama pláss sett:

Pensjónsviđbót hjún hvřr (fólkapensjón) *

10.932,00

Pensjónsviđbót (střk+hjún annađ) (fólkapensjón) *

15.528,00

Pensjónsviđbót hjún hvřr

5.832,00

Pensjónsviđbót (střk+hjún annađ)

7.728,00

* Víst verđur til fólkapensjónslógina § 11.

 § 2.

Í skjalinum til § 3 í lřgtingslóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum, soleiđis sum tađ er orđađ viđ kunngerđ nr. 9 frá 26. januar 1999 um almannaveitingar, verđur gjřrd henda broyting:

Orđini "Pensjónsviđbót - hjún bćđi 11.664,00" og "Pensjónsviđbót - střk + hjún annađ 7.728,00" verđa strikađ og á sama pláss sett:

Pensjónsviđbót hjún hvřr (fólkapensjón) *

16.032,00

Pensjónsviđbót (střk+hjún annađ) (fólkapensjón) *

23.328,00

Pensjónsviđbót hjún hvřr

5.832,00

Pensjónsviđbót (střk+hjún annađ)

7.728,00

* Víst verđur til fólkapensjónslógina § 11.

§ 3

§ 1 kemur í gildi 1. apríl 1999 og fer úr gildi 1. januar 2000. § 2 fćr gildi 1. januar 2000.

Viđmerkingar:
Tann 22.12.1998 samtykti lřgtingiđ uppskot landsstýrisins til javning av almannaveitingum (lřgtingsmál nr. 22/1998) viđ nřkrum smávegis broytingum. M.a. varđ lógarheitiđ broytt til "Lřgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum", tí í lógini er eisini talva, íđ ásetir sjálvar upphćddirnar fyri tćr ymisku almannaveitingarnar.

Beint frammanundan, at hetta lógaruppskotiđ varđ samtykt, feldi ein meiriluti í lřgtinginum eitt broytingaruppskot um hćkkingar av pensjónsviđbótum til fólkapensjón. Hřvuđsgrundgevingin hjá umbođum meirilutans fyri ikki at taka undir viđ hesum uppskoti um hćkkingar av fólkapensjónsviđbótunum var, at man vildi bíđa eftir tí uppskoti frá landsstýrismanninum í almannamálum til ein pensjónsreform, sum landsstýrismađurin segđi var ávegis.

Meirilutin segđi eisini tá í áliti sínum: "Meirilutin ásannar, at verandi pensjónir ikki eru tíđarhóskandi og treingja til munagóđan bata, og heitir meirilutin í trivnađarnevndini stađiliga á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum um í nćstu framtíđ at koma viđ ítřkiligum ćtlanum til broyting og betran av verandi pensjónsviđurskiftum. Hetta serliga viđ atliti til teir av okkara pensjonistum, iđ verst eru fyri í fřroyska samfelagnum."

Enn er tó einki uppskot til pensjónsreform komiđ frá landsstýrismanninum, og tykist heldur einki at rřkjast fyri tí, áđrenn freistin fyri at seta fram lógaruppskot í hesum skeiđi verđur úti um fáar dagar. Ein reformur, sum hevđi grundađ pensjónina á eina uppsparing gjřgnum eitt langt arbeiđslív, hevđi heldur ikki nřktađ tann bráneyđuga třrvin fyri eini hćkking av fólkapensjónunum.

Vit halda ikki, at tingiđ kann koma sćr at lata hesa fyrstu tingsetu í hesum nýggja valskeiđi fara, uttan at tingiđ fćr hřvi til at viđgera og samtykkja eina hćkking av fólkapensjónini, sum tingmenn annars tykjast at vera samdir um, er átrođkandi neyđug. Pensjonistar kunnu jú ikki sjálvir áseta sína inntřku, hvřrki sum t.d. lřntakarar í samráđingum viđ arbeiđsgevarar, ella t.d. sum tingmenn viđ lóg.

Allir tingmenn eru samdir um, at fólkapensjónin seinastu mongu árini er afturúrsigld. Einasti batin hesi árini er arbeiđsmarknađareftirlřnargrunnurin, iđ byrjađi útgjald sítt í apríl í 1997. Tann partvísa javningin av almannaveitingum, herundir fólkapensjónini, sum varđ sett í verk fyri jól, er bert eitt lítiđ endurgjald fyri ta stóru virđisminking, sum fólkapensjónin hevur veriđ fyri seinastu árini, síđan javningin av pensjónunum varđ tikin av í 1993.

Hóast vit viđurkenna, at allir fólkapensjonistar hava veriđ fyri stórum reallřnarmissi, meta vit tađ vera mest neyđugt fyrst og fremst at břta um fíggjarligu korini hjá teimum pensjonistum, iđ bert hava almennu fólkapensjónina at liva av, og hjá teimum, iđ ikki hava stórvegis av ađrari inntřku.

Tí skjóta vit upp at hćkka pensjónsviđbótina til stakar fólkapensjonistar viđ kr. 1300,00 mánađarliga og pensjónsviđbótina til hvřnn, tá talan er um hjún, viđ kr. 850,00 mánađarliga.

Henda hćkking skal henda í tveimum stigum, soleiđis at fyrra helvtin av hćkkingini kemur í gildi 1. apr. 1999 og seinna helvtin 1. jan. 2000. T.v.s. at 1. apr. 1999 hćkkar pensjónsviđbótin til stakar fólkapensjonistar viđ kr. 650,00 mánađarliga, og pensjónsviđbótin til hvřnn, tá talan er um hjún, viđ kr. 425,00 mánađarliga. 1. jan. 2000 hćkkar pensjónsviđbótin aftur, til stakar fólkapensjonistar viđ kr. 650,00 mánađarliga, og pensjónsviđbótin til hvřnn, tá talan er um hjún, viđ kr. 425,00 mánađarliga.

Av tí at hćkkingin verđur framd í tveimum stigum, og fyri 1999 bert verđur galdandi fyri 9 mánađir, verđur bruttokostnađurin fyri landskassan av pensjónshćkkingunum sambćrt hesum uppskoti mettur til 16 mió.kr. fyri 1999. Harav endurrinda kommunurnar landskassanum 1 mió.kr., iđ er 6,75%. Pensjónsviđbótin er skattskyldug, og kemur uml. 1 mió.kr. inn aftur í řktum skatti í landskassan og uml. 1,5 mió. kr. í kommunukassarnar. Í dag fáa nógvir pensjonistar ískoyti til pensjónina, orsakađ av at pensjónin er so lág. Uppskotiđ fer at hava viđ sćr, at hesi ískoyti í summum fřrum lćkka ella fella burtur, og harviđ vil hetta eisini hava viđ sćr eina sparing fyri landskassan. Orsakađ av at pensjónsviđbótin verđur hćkkađ, kemur javningin av almannaveitingum at kosta landskassanum uml. 1 mió. kr. meira. Nettokostnađurin fyri landskassan verđur sostatt mettur til í mesta lagi 15 mió. kr. fyri 1999.

Fyri ár 2000, tá iđ řll hćkkingin er sett í verk, verđur bruttokostnađurin fyri landskassan av pensjónshćkkingunum sambćrt hesum uppskoti mettur til 42 mió.kr. Harav endurrinda kommunurnar landskassanum 2,8 mió. kr., iđ er 6,75%. Pensjónsviđbótin er skattskyldug, og koma uml. 2 mió.kr. inn aftur í řktum skatti í landskassan og uml. 4 mió. kr. í kommunukassarnar. Ískoyti til pensjónina fara í summum fřrum at lćkka ella fella burtur og fara harviđ eisini at hava viđ sćr eina sparing fyri landskassan. Orsakađ av at pensjónsviđbótin verđur hćkkađ, kemur javningin av almannaveitingum at kosta landskassanum uml. 2 mió.kr. meira. Nettokostnađurin fyri landskassan verđur sostatt mettur til í mesta lagi 40 mió. kr. fyri ár 2000. 

1. viđgerđ 3. mars 1999. Máliđ beint í trivnađarnevndina, sum 7. apríl 1999 legđi fram soljóđandi

Álit

Hans Pauli Strřm, Marjus Dam og Jenis av Rana, lřgtingsmenn hava vegna Javnađarflokkin, Sambandsflokkin og Miđflokkin lagt máliđ fram tann 23. februar 1999, og eftir 1. viđgerđ 3. mars 1999 er tađ beint í trivnađarnevndina.

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundi 29. mars 1999 og hevur undir viđgerđini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) heldur, at komandi lóggáva, sum landsstýriđ í nćstum fer at leggja fyri tingiđ sum avleiđing av lřgtingslógini um almannapensjónir (lřgtingsmál nr. 91/1998), fer at viđgera júst somu viđurskifti. Uppskot landsstýrisins fer at taka fyrilit fyri broyttu lóggávuni. Henda lóggáva kemur at břta um viđurskiftini hjá teim ringast staddu pensjónistunum og fćr gildi frá 1. januar 2000.

Meirilutin kann tí ikki taka undir viđ hřvuđsinnihaldinum í uppskotinum. Bara einum parti kann nevndin taka undir viđ, nevniliga ásetingini um, at pensjónsviđbótin fyri hjún hvřr verđur ásett til kr. 5.832. Hesin partur av uppskotinum er rćtting av mistaki, sum komiđ er í galdandi talvuna viđvíkjandi pensjónsviđbót til hjún, har tađ er komiđ at standa taliđ fyri bćđi fyri stakan.

Út frá hesum mćlir meirilutin til at samtykkja uppskotiđ viđ hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

1) Í § 1 verđa strikađ:
"Orđini "Pensjónsviđbót - hjún hvřr 11.664,00" og "Pensjónsviđbót - střk + hjún annađ 7.728,00" verđa strikađ og á sama pláss sett:

Pensjónsviđbót hjún hvřr (fólkapensjón) *

10.932,00

Pensjónsviđbót (střk+hjún annađ) (fólkapensjón) *

15.528,00

Pensjónsviđbót hjún hvřr

5.832,00

Pensjónsviđbót (střk+hjún annađ)

7.728,00

Inn verđur sett á sama stađ: "Orđini "Pensjónsviđbót - hjún hvřr 11.664,00" verđa broytt til "Pensjónsviđbót hjún hvřr - 5.832,00""

2) § 2 verđur orđađ soleiđis: "Lřgtingslógin fćr gildi dagin eftir at hon er kunngjřrd."

3) § 3 verđur strikađ.

Ein minniluti (Hans Pauli Strřm, Marjus Dam og Kristian Magnussen) mćlir lřgtinginum til at samtykkja uppskotiđ.

Minnilutin harmast um, at meiriluti ikki fćst í nevndini fyri uppskotinum, hóast allir politiskir flokkar viđurkenna, at ein munandi hćkking av fólkapensjónini hjá teimum, sum eru ringast fyri, er bráđneyđug – so sum uppskotiđ leggur upp til.

Minnilutin vísir á, at samgongan ikki higartil hevur ítřkiliga víst á, hvussu hon ćtlar at fremja líknandi hćkking av fólkapensjónini.

Minnilutin kennir seg heldur ikki tryggan viđ teim ymisku frábođanunum frá samgonguflokkunum, hvřrjar veruligu ćtlanirnar hjá samgonguni á pensjónsřkinum eru, bćđi her og nú og uppá longri sikt.

2. viđgerđ 9. apríl 1999. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnađarnevndini til §§ 1, 2 og 3 samtykt 14-4-11. Uppskotiđ soleiđis broytt samtykt 26-2-2. At máliđ soleiđis amtykt kann fara til 3. viđgerđ samtykt uttan atkvřđugreiđslu.

3. viđgerđ 13. apríl 1999. Uppskotiđ, sum samtykt viđ 2. viđgerđ, endaliga samtykt 30-0-0. Máliđ avgreitt.

L.l. nr. 35/1999 frá 23.04.1999