Hjúnalagslóg

 

111  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning".

Viðmerkingar
Á vári 1993 heitti landsstýrið á ríkismyndugleikarnar um at skipa soleiðis fyri, at familjurættarliga lóggávan varð dagførd.

Løgmansskrivstovan hevur við skrivi, dagfest 2. juli 1998, frá Ríkisumboðsmanninum fingið uppskot løgmálaráðsins til kongliga fyriskipan um ígildissetan fyri Føroyar av "lov om ægteskabs indgåelse og opløsning" (hjúnabandslógin).

Løgmálaráðið sigur í skrivi, dagfest 24. juni 1998, at arbeiðið við at dagføra alla familjurættarligu lóggávuna er víttfevnandi og krevur nógva arbeiðsorku, og verður tí einans í fyrsta umfari uppskot til fyriskipan um ígildissetan av hjúnabandslógini lagt fyri heimastýrið.

Galdandi hjúnabandslóg er frá 1922, og er hon ikki stórvegis broytt síðan, meðan tað sama ikki er galdandi í Danmark. Hetta hevur ført við sær, at tað nú er stórur munur á rættarstøðuni. Ríkisumboðið hevur boðað frá, at viðskiftafólkini eru ónøgd við hesa støðu, og hava ilt við at skilja, at føroysku reglurnar, bæði viðvíkjandi innihaldinum í reglunum, og hvussu málsviðgerðin verður framd, "ikki fylgja við tíðini".

Ígildissetan av nýggju hjúnabandslógini er sostatt fyrsta stigið móti, at øll tann familjurættarliga lóggávan verður dagførd, og tær lógirnar, sum íresta, eru rættarvirknaðarlógin, myndugleikalógin, barnalógin og ættleiðingarlógin.

Hjálagt er uppskotið til fyriskipan (skjal 1), skjalið vísir galdandi lóg og nýggja uppskotið (skjal 2), skriv løgmálaráðsins dagfest 24. juni 1998 (skjal 3) og skriv frá Ríkisumboðsmanninum, dagfest 11. august 1998, við notati viðvíkjandi uppskotinum til fyriskipan (skjal 4).

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar
(
Kapittul 1 (§´irnar 1-5) um trúlovilsi, sum eru í galdandi lóg, verða ikki tiknar við í nýggja uppskotinum.)

Kapittul 1 í nýggja uppskotinum er um hjúnabandstreytirnar, og eru tað nakrar ásetingar í galdandi lóg, ið ikki eru við í nýggja uppskotinum. Strikað er reglan um, at persónur við ymiskum brekum ikki kann giftast uttan loyvi frá løgmálaráðharranum (§10), og reglan um, at persónur, ið hevur smittandi kynssjúku, bert kann giftast undir ávísum treytum (§11). Heldur ikki er við reglan um kærufreist, tá hjúnaband er upployst við dómi (§15), og reglan um at kvinna, sum hevur verið gift, ikki kann giftast aftur fyrr enn 10 mánaðir eftir, at fyrra giftan er endað, uttan so, at hon ikki er við barn frá tíðini, áðrenn giftan endaði, ella 10 mánaðir eru farnir frá tí, at samlívið við mannin endaði (§16). Heldur ikki er í uppskotinum áseting um, at um partarnir ikki hoyra til sama trúðarsamfelag, so skal støða takast til, í hvørjari trúgv børnini í hjúnabandinum skulu uppalast (§18).

§ 1 ásetir, at um persónur er undir 18 ár, má Ríkisumboðsmaðurin geva loyvi til giftarmál. Sambært galdani lóg verður hetta gjørt við kongabrævi, men er ásetingin í uppskotinum tó staðfesting av galdandi praksis.

§ 2 sigur, at loyvi krevst frá foreldrunum til giftarmál, um persónurin er undir 18 ár. §´in er so at siga óbroytt.

§ 3 ásetir, at persónur, ið er ómynduggjørdur, ikki kann giftast uttan samtykki verjans. Henda §’in er óbroytt.

§ 4 sigur, at um loyvi verður noktað, kann Ríkisumboðsmaðurin, fyrr háyvirvaldið, geva loyvi.

§ 5 sigur, at skyldfólk i beinari linju og systkin ikki kunnu giftast. §´in er óbroytt.

§ 6 setir forboð móti, at persónar giftast, har annar hevur verið giftur við skyldfólki hjá hinum í beinari linju, uttan so, at loyvi fæst frá Ríkisumboðsmanninum.

§ 7 setir forboð móti, at adoptivbarn og adoptantur verða gift. Henda § er ikki í galdandi lóg.

§ 8 sigur, at persónur, sum fyrr hevur verið giftur, ikki kann giftast aftur, so leingi fyrra giftan varir. §´in er óbroytt.

§ 9 ásetir, at perónur, sum hevur verið giftur, ikki kann giftast aftur, fyrr enn alment skifti er byrjað ella privat skifti er endað. Hetta er tó ikki galdandi, um als eingin ognarfelagsskapur var millum hjúnini, ella frítøka fyri skifti hevur serstaka heimild. Somuleiðis kann Ríkisumboðið geva undantak. §´in er broytt í mun til galdandi lóg, og kann nú ikki longur verða ásett tí hjúnafelagnum, ið hevur framt hjúnabandsbrot, ein freist fyri, nær hann kann giftast aftur.

§ 10 sigur, at hvør av pørtunum skal upplýsa, um hann hevur ella væntar barn við øðrum manni ella kvinnu, og fevnir upplýsingarskyldan eisini um adoptivbørn. §´in er ikki í galdandi lóg.

(Kapittul 3 og kapittul 4 í galdandi lóg eru um lýsing og um vígslu. Hesar reglurnar verða í nógvum førum strikaðar ella gjørdar einfaldari.)

Kapittul 2 í uppskotinum er um kanning av hjúnabandstreytunum og um vígslu. Sambært galdandi lóg er tað landfútin, ið fremur borgarliga vígslu, meðan tað eftir nýggja uppskotinum er formaðurin í kommunustýrinum. Annars verða reglurnar um lýsing og kanning av hjúnabandstreytunum gjørdar einfaldari.

§ 11 sigur, at áðrenn giftarmál skal staðfestast, at hjúnabandstreytirnar eru í lagi. Løgmálaráðharrin ásetir nærri treytir um hetta.

§ 12 sigur, at kanningin av hjúnabandstreytunum verður framd av prestinum ella formanninum í kommunustýrinum, og kann presturin heimila kateketinum at fremja kanningina sína vegna. Sambært stk. 2 verður kanningin framd har, sum partarnir búgva, og um eingin býr í Føroyum, verður kanningin gjørd har, sum annar parturin uppiheldur sær. Sambært stk. 3 kann løgmálaráðharrin áseta gjald fyri umseting av skjølum og til tolk.

§ 13 ásetir, at um partarnir ynskja tað, kann verða lýst við kunngering frá prædikustólinum, og verða reglur um hetta ásettar av kirkjumálaráðharranum.

§ 14 ásetir, at vígslan kann vera kirkjulig ella borgarlig. Hjún, ið eru borgaliga vígd, kunnu fáa hjúnalagið kirkjuliga vælsignað av einum presti í fólkakirkjuni. Reglur um hetta verða ásettar av kirkjumálaráðharranum.

§ 15 ásetir, at innan fókakirkjuna fremja prestarnir í fólkakirkjuni vígsluna, og at kirkjumálaráðharrin ásetir nærri reglur um, hvørjir prestar í fólkakirkjuni kunnu víga, og í hvørjum førum teir hava skyldu til tess. Í stk. 2 verður ásett, at kirkjulig vígsla innan onnur trúarsamfelag verður framd av prestum, ið verða heimilaðir til tess av kirkjumálaráðharranum.

§ 16 sigur, at øll kunnu verða borgarliga vígd, og at formaðurin í kommunustýrinum fremur vígsluna. Formaðurin kann heimila øðrum sína vegna at fremja vígsluna.

§ 17 sigur, at vígslan ikki kann verða framd, fyrr enn ein av teimum myndugleikum, ið nevndir eru í § 12, hava váttað, at hjúnabandstreytirnar eru loknar. Undantak kann tó verða gjørt, um t.d. sjúka ella aðrar umstøður gera, at vígslan annars ikki kann fara fram. Vígsla kann tó ongantíð verða framd, um vígslumyndugleikin kennir til, at hjúnabandstreytirnar ikki eru loknar.

§ 18 sigur, at í minsta lagi tvey vitnir skulu vera til staðar, og at partarnir samstundis skulu vera til staðar og boða frá, at teir vilja giftast. Vígslumyndugleikin skal so gera kunnugt, at tey eru hjún. Reglurnar um, hvussu fram skal farast í sambandi við kirkjuliga og borgarliga vígslu, verða ásettar av ávíkavist kirkjumálaráðharranum og løgmálaráðharranum, og kann løgmálaráðharrin áseta reglur um gjald fyri tolk undir vígsluni, tá eingin av pørtunum er búsitandi í ríkinum.

§ 19 sigur, at ein vígsla einans hevur gildi, um hon fer fram fyri einum myndugleika, sum sambært lógini hevur heimild at víga, og tá treytirnar í § 18 eru loknar. Er vígslan ikki gyldug eftir hesum, kann løgmálaráðharrin undir serligum umstøðum góðkenna hana.

§ 20 sigur, at kirkjumálaráðharrin kann áseta reglur um høvið hjá føroyskum og donskum prestum at fremja vígslu uttanlands. Í upprunaliga uppskotinum frá løgmálaráðnum stóð einans donskum, men er nú eisini sett inn føroyskum. Uttanríkismálaráðharrin kann áseta reglur um høvi hjá diplomatiskum og konsulerum tænastumonnum at fremja vígslu uttanlands. Lógarinnar reglur um hjúnabandstreytirnar og vígslu verða at nýta á hesar vígslur, og kanningin av hjúnabandstreytunum kann verða framd av teimum tænastumonnum, sum uttanríkismálaráðharrin hevur heimilað til tess.

Kapittul 3 er um ógildan av hjúnabandi, og eru reglurnar ikki stórvegis broyttar, men orðingin nútímansgjørd.

§ 21 sigur, at hjúnaband í ávísum førum verður ógildað við dómi, og eru ásetingarnar annars nøkulunda tær somu sum í § 42 í galdandi lóg.

§ 22 ásetir, at umframt í teimum førum, sum nevnd eru í § 21, kann hjúnaband verða ógildað við dómi eftir pástandi frá tí eina hjúnafelagnum, tað kann t.d. vera, um hesin varð tvungin at giftast.

§ 23 sigur, at ógildan hevur sama rættarvirknað sum hjúnaskilnaður, og verður eisini ásett, at um ognarbýtið eru reglurnar i § 69 í skiftilógini galdandi.

§ 24 sigur, at tann hjúnafelagin, sum ikki kendi til grundirnar fyri ógildan, í ávísum førum kann fáa endurgjald.

§ 25 ásetir reglur um ógildan, tá ein av pørtunum í einum hjúnalagi, sum kundi ógildast, doyr.

§ 26 sigur, at um ein hjúnafelagi, sum er giftur í stríð við § 8, doyr, innan hjúnabandið er ógildað, so eigur hjúnafelagin í fyrstu giftuni tann rætt móti triðjamanni til endurgjald, pensjón ella annan fíggjarligan ágóða, sum við deyða tilkemur einum eftirsitandi hjúnafelaga, um ikki annað framgongur av umstøðunum.

Kapittul 4 er um separatión og hjúnaskilnað. Í galdandi lóg eru hesar reglurnar í kapittul 6. Reglurnar eru í uppskotinum einklari enn í galdandi lóg, og kravd meklan, sum hevur givið nógvar praktiskar trupulleikar, gongur út. Reglurnar í galdandi lóg um, at hjúnaskilnaður kann verða givin eftir 1½ ella 2½ árs separatión, alt eftir um partarnir eru samdir um hjúnaskilnað, verða styttar til ½ ella 1 ár.

§ 27 sigur, at ein hjúnafelagi, ið ikki metir seg at kunna halda áfram við samlívinum, hevur rætt til separatión.

§ 28 sigur, at um hjúnafelagarnir taka uppaftur ella halda áfram við samlívinum, so fellur avleiðingin av separatiónini burtur.

§ 29 sigur, at ein hjúnafelagi hevur rætt til hjúnaskilnað eftir 1 árs separatión, og um hjúnafelagarnir eru samdir, so hava teir rætt til hjúnaskilnað eftir 6 mánaða separaratión.

§ 30 sigur, at hjúnafelagar hava rætt til hjúnaskilnað, tá teir vegna ósemju hava livað sundurskild seinastu 2 árini.

§ 31 sigur, at hjúnafelagi hevur rætt til hjúnaskilnað, tá hin hjúnafelagin hevur verið ótrúgvur ella líknandi. Hetta er tó ikki galdandi, um hetta er farið fram, meðan hjúnafelagarnir vóru separeraðir.

§ 32 sigur, at ein hjúnafelagi hevur rætt til hjúnaskilnað, tá hin hjúnafelagin hevur framt grovan harðskap móti honum ella børnunum.

§ 33 sigur, at ein hjúnafelagið hevur rætt til hjúnaskilnað, tá hin hjúnafelagin hevur gift seg aftur í stríð við § 8.

§ 34 sigur, at separatión og hjúnaskilnaður verður givin við dómi ella skilnaðarloyvi, og verður loyvi einans givið, um ávísar treytir eru loknar.

§ 35 sigur, at um báðir partar ynskja tað, kann presturin royna at fáa partarnar at semjast. Reglur um hetta verða ásettar av kirkjumálaráðharranum eftir samráðing við løgmálaráðharran, og kann løgmálaráðharrin áseta reglur um ókravda ráðgeving av hjúnafelagum, innan separatión ella hjúnaskilnaður verður veittur.

§ 36 sigur, at innan loyvi til separartión ella hjúnaskilnað verður givið, skal samráðast um treytirnar, men í ávísum føri er samráðing ikki neyðug. Eisini verður sagt, at løgmálaráðharrin setir nærri reglur, og kann hann áseta, at um annar hjúnafelagin ikki býr í Føroyum, so fellur samráðing burtur.

Kapitul 5 er um separatións og hjúnaskilnaðartreytir og broyting í treytum v.m. Viðvíkjandi foreldramyndugleika verður víst til myndugleikalógina, og í galdandi myndugleikalóg er eingin møguleiki fyri felags foreldramyndugleika. Í uppskotinum frá løgmálaráðnum var ein grein, sum segði, at reglurnar í leigulógini um rættin hjá einum hjúnafelaga at halda áfram at leiga felags íbúð skuldi galda. Ongar slíkar reglur eru í føroysku leigulógini, og verður henda regla tískil ikki tikin við í uppskotinum.

§ 37 sigur, at tær treytir, ið verða ásettar við einum dómi til separatión, eisini eru galdandi eftir ein hjúnaskilnað, fingin við støði í separatiónini. Viðvíkjandi uppihaldsskyldu kann tó við separatiónsdóminum verða tikin onnur avgerð.

§ 38 sigur, at um foreldramyndugleikan yvir børnunum í sambandi við separartión ella hjúnaskilnað eru reglurnar í myndugleikalógini galdandi.

§ 39 sigur, at í sambandi við separatión og hjúnaskilnað skal avgerð verða tikin, um ein hjúnafelagi skal hava skyldu til at rinda uppihaldspening til hin hjúnafelagan.

§ 40 sigur, at um hjúnafelagarnir ikki sjálvir gera avtalu um hetta, so tekur rætturin støðu til spurningin um uppihaldsskylduna, heruppií hvussu leingi skyldan skal standa við, meðan Ríkisumboðsmaðurin ásetir upphæddina. Um ikki serligar umstøður gera seg galdandi, kann rætturin í mesta lagi áleggja uppihaldsskyldu í 10 ár. Ásett verður eisini, hvørji fyrilit skulu takast í sambandi við avgerð um uppihaldsskyldu.

§ 41 ásetir, at uppihaldsskyldan fellur burtur, um hjúnafelagin verður uppafturgiftur ella doyr.

§ 42 sigur, at ein avtala millum hjúnafelagarnar um uppihaldsskyldu ella um støddina, kann verða broytt við dómi , um umstøðurnar eru nógv broyttar.

§ 43 sigur, at ein dómsavgerð um uppihaldsskyldu kann verða broytt við dómi, um umstøðurnar eru nógv broyttar, og at Ríkisumboðsmaðurin, um umstøðurnar tala fyri tí, kann broyta eina avgerð um støddina á uppihaldspeninginum, sum hann hevur tikið.

§ 44 sigur, at um rættin til hjúnafelagapensjón eftir hjúnaskilnað eru serligu reglurnar í lóggávuni galdandi.

§ 45 sigur, at um ein hjúnafelagi hevur havt serogn, kann undir ávísum umstøðum verða gjørt av við dóminum til separatión ella hjúnaskilnað, at tann eini hjúnafelagin skal lata hinum eina upphædd fyri at tryggja, at hesin ikki fíggjarliga verður órímiliga illa fyri. Sama er galdandi viðvíkjandi rættindum, ið ikki kunnu avhendast, ella annars eru av persónligum slagi, og sum ikki ganga inn í býtið.

§ 46 sigur, at um hjúnafelagarnir hava gjørt avtalu um býti av ogn, uppihaldsskyldu ella aðrar treytir, so kann avtalan við dómi verða broytt ella gjørd óbindandi, um hon verður mett órímilig fyri tann eina hjúnafelagan.

Kapittul 6 er um gildiskomu v.m. Tað verður við teimum ásettu skiftisreglunum í stóran mun møguligt at koma inn undir tær nýggju reglurnar. Gildiskomudagurin verður ásettur við so langari freist, at tær kunngerðir, ið hoyra til lógina, kunnu vera klárar við gildiskomuna.

1. viðgerð 11. mars 1999. Málið beint í rættarnevndina, sum 8. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 5. mars 1999, og eftir 1. viðgerð tann 11. mars 1999 er tað beint rættarnevndini.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 18., 22., 31. mars og 8. apríl 1999 og hevur undir viðgerðini havt fund við landfútan, ríkisumboðsmannin, biskup og umboð fyri prestafelagið.

Nevndin heldur, at tann, sum fremur hjúnavígslu, skal, uttan at nakar ivi kann verða settur um tað, vera førur fyri:

- at eftirkanna, at lógarásettu hjúnalagstreytirnar hjá komandi hjúnunum eru uppfyltar og í lagi,
- at skipa fyri hjúnavígsluni undir virðiligum kørmum og eftir einari mannagongd, sum lýkur lógarásettu treytirnar, og
- at fráboða røttu myndugleikunum, at vígslan er farin fram, og annars goyma skjalprógv fyri, at vígslan er farin gilduga fram sbr. galdandi lóggávu.

Prestarnir í fólkakirkjuni, fútin og sýslumennininir hava í nógv ár í verki víst, at teir lúka hesar treytir, uttan at nakar ivi hevur verið settur um tað. Nevndin mælir tí til, at teir framhaldandi varðveita vígslumyndugleikan.

Fútin og sýslumenninir hava røkt embætisskyldu sína væl, síðan hjúnalagslógin frá 1922 fekk gildi í Føroyum 1. juli 1923, og nevndin sær tí onga grund til at taka vígslumyndugleikan frá hesum embætum. Hesi embætini hava heldur ikki sjálvi sett fram ynski um, at tey ikki longur skulu hava henda myndugleika. Harumframt heldur nevndin, at tað er av týdningi, at hesir politimyndugleikar eisini í onkrum førum røkja vanligar borgarligar uppgávur soleiðis, at borgararnir ikki bara hava samband við hesar stovnar, tá ið umræður innheintingar, lógabrot, skifti ella vanlukkur. Harumframt kann tað í førum verða so, at sýslumansembæti er tann borgaraligi vígslumyndugleikin, sum liggur næstur.

Í uppskotinum verður skotið upp, at allir kommunustýrisformenn, og teir, sum teir heimilað til tess, kommunurnar vegna, fáa heimild til at fremja borgaraligar vígslur. Kommunurnar í Føroyum eru smáar, og hartil koma borgaraligar vígslur ikki eins ofta fyri og kirkjuligar vígslur, og tí verður tað sera sjáldan, at vígsla kemur fyri í smáu kommununum, sum aloftast ikki hava eina nøktandi umsiting. Nevndin heldur tí ikki, at hesar kommunur hava tann neyðuga førleikan at eftirkanna, um hjúnalagstreytirnar eru í lagi, og mælir tí til, at bara kommunur við býráðsformonnum fáa vígslumyndugleika.

Orðingina av § 15 stk. 2 hevur nevndin umhugsað gjølla. Sagt er nevndini, at kirkjumálaráðið eftir teirri orðing, sum greinin hevur, bara loyvir fólki innan aðrar kirkjuligar samkomur enn fólkakirkjuni at fremja vígslur, um hesar treytir eru uppfyltar:

Eftir orðingini av § 15, stk. 2 verður tí helst ringt hjá nøkrum presti ella tílíkum innan aðra samkomu enn fólkakirkjuna at fáa vígslugóðkenning, tá onkur støk verður undantikin. Nevndin hevur tí umrøtt, um § 15, stk. 2 kundi fingið eina øðrvísi orðing enn í uppskotinum, so tær størstu samkomurnar í Føroyum kundu fingið vígslumyndugleika. Men nevndin heldur, tað ikki vera rætt at sleppa kravinum um, at samkoman skal hava ein limalista og eina ávísa stødd. Limalistan, tí at heilt greitt má vera, at tann, sum fremur vígsluna, umboðar nøkur ávís fólk í eini ávísari samkomu. Støddina, tí at førleiki má vera at eftirkanna hjúnalagstreytirnar, og til eina og hvørja tíð seinni verða førur fyri at vátta vígsluna.

Nevndin hevur umhugsað spurningin, um tað er rætt at taka av skyldubundnu sáttarroyndarskipanina og gera hana valfría. Upplýst er undir viðgerðini av málinum, at sáttarroyndin eftir galdandi lóggávu kemur ov seint inn í myndina. Hjúnini hava longu endaliga gjørt av at fara hvør til sítt, og at sáttaroyndin skal vera tvungin, er vánaligt byrjunarstøði. Eisini er nevndini upplýst, at tvungna sáttaroyndarskipanin ofta verður nýtt av øðrum av hjúnunum at draga út skilnaðarmálið uttan nakra aðra grund, enn at gera ónáðir. Nevndin er sannførd um, at sáttaroynd á ótvungnum grundarlagi sbr. uppskotinum § 35 fer at geva eins gott sáttarroyndarúrslit, sum á skyldubundnum grundarlagi.

Sum kunnugt, er prestur ikki hvønn sunnudag í bygdakirkjunum, og tí er neyðugt, at hjúnalagslógin eisini veitir heimild til, at deknur av kórsgáttini lýsir fyri hjúnalagi.

Undir viðgerðini er nevndin vorðin sannførd um, at viðurskiftini í Føroyum eru soleiðis háttað, at rættast er at varðveita galdandi hjúnalagslóg § 18 um, at um so er, at partarnir hoyra til hvørt sítt trúarsamfelag, skulu tey vátta, hvørji trúgv børnini skulu uppalast í.

Prestafelagið hevur víst á, at umráðandi er, at vígslan, bæði kirkjulig og borgaralig, eigur at fara fram undir virðiligum umstøðum, og skjýtur nevndin tí upp, at lógarásett verður, á hvørjum støðum vígslan kann fara fram, og at undantaksloyvi frá hesum bara kann fáast á einum staði, fyri kirkjuligar vígslur frá biskupi, og fyri borgaraligar vígslur frá ríkisumboðnum.

Umboðið fyri prestafelagið hevur upplýst, at dagførd oyðubløð ikki eru tøk, tá ið prestarnir skulu innskriva komandi hjún, og gongur nevndin út frá, at landsstýrið syrgir fyri, at greiða verður fingin á hesum.

Ein samd nevnd setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í skjali 1 verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Sum nýtt stk. 2 í § 10 verður sett: " Når personer, af hvilke den ene tilhører et trossamfund, hvortil den anden ikke hører, agter at indgå ægteskab, skal de træffe bestemmelse om, i hvilken tro børnene af ægteskabet skal opdrages, hvilket skal være enten folkekirkens eller en af parternes tro."
  2. § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis " Prøvelse af ægteskabsbetingelserne foretages af præsten, landfogeden, sysselmanden eller af byrådsformanden."
  3. Í § 13 verður aftaná orðini "fra prædikestolen" sett "af præsten, eller fra kordøren af degnen på præstens vegne"
  4. § 16 verður orðað soleiðis:
    " § 16. Adgang til at blive borgerlig viet står åben for alle. Vielsen foretages af landfogeden, sysselmanden eller byrådsformanden.
    Stk. 2. De i stk. 1 nævnte personer kan bemyndige en eller flere personer til på sit ansvar at foretage vielse."
  5. Í § 18 verður stk. 1 orðað soleiðis: "Vielsen skal foregå i overværelse af mindst to vidner i kirke, præstegård eller vielsesmyndighedens embedslokaler. Biskoppen eller Rigsombudsmanden kan tillade, at en vielse foretages et andet sted."


Ein minniluti
(Sámal Petur í Grund, Alfred Olsen og Rúna Sivertsen) heldur, at ikki er rætt at strika § 30 í galdandi lóg, sum ásetir, í hvønn mun prestar hava loyvi til at siga nei at víga, og setir samsvarandi hesum fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í skjali 1 verður gjørd henda broyting:

§ 15, stk. 1 verður orðað soleiðis:"Kirkelig vielse inden for folkekirken foretages af dennes præster. Kirkeministeren fastsætter regler om, hvilke præster i folkekirken, der kan foretage vielser. En præst i folkekirken er kun pligtig at foretage en vielse, såfremt begge brudefolkene hører til folkekirken, og en af dem derhos er medlem af hans menighed. Præsten kan dog nægte at vie en fraskilt. Mener han i øvrigt af religiøse grunde ikke at kunne eller burde foretage en vielse, skal han forelægge biskoppen sagen; denne afgør da efter en undersøgelse af samtlige sagens omstændigheder, om den paagældende præst bør fritages for at foretage vielsen. – Tilsvarende regler gælder med hensyn til en præsts pligt til at foretage lysning ved kundgørelse fra prædikestolen."

 

2. viðgerð 13. apríl 1999. Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Sámal Petur í Grund, Alfred Olsen, og Rúnu Sivertsen, til § 15 fall 14-1-16. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til §§ 10, 12, 13, 16 og 18 samtykt 31-0-0. Málið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 16. apríl 1999 løgdu tingmenninir Sámal Petur í Grund, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Rúna Sivertsen, Eyðun Viderø, Alfred Olsen og Hans Pauli Strøm fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð

Í skjali 1 verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 12, stk. 1, verður orðað soleiðis "Prøvelse af ægteskabsbetingelserne foretages af præsten, sysselmanden eller af byrådsformanden."
  2. § 16 verður orðað soleiðis:
    " § 16. Adgang til at blive borgerlig viet står åben for alle. Vielsen foretages af sysselmanden eller byrådsformanden.
    Stk. 2. De i stk. 1 nævnte personer kan bemyndige en eller flere personer til på sit ansvar at foretage vielse."
  3. Í § 18 verður stk. 1 orðað soleiðis: "Vielsen skal foregå i overværelse af mindst to vidner. Kirkelig vielse foregår i kirken. Biskoppen kan give tilladelse til, at kirkelig vielse foretages et andet sted. Borgerlig vielse foregår i vielsesmyndighedens embedslokaler. Rigsombudsmanden kan give tilladelse til, at borgerlig vielse foretages et andet sted"

Viðmerking:
Fútaembætið hevur í skrivi, dagfest 14. apríl 1999, til rættarnevndina boðað frá, at tað ikki heldur, at landfútaembætið eigur at verða vígslumyndugleiki, tí at tíðin er farin frá hesi skipan, og tí at ikki er neyðugt ella gagnligt, at tveir borgarligir vísglumyndugleikar eru í Havn, fútin og býráðsformaðurin.

Prestafelagið og Biskupur Føroya hava í skrivum, dagfest 14. apríl 1999, til rættarnevndina boðað frá, at tað ikki er rætt at lógarfesta prestagarðin sum vanligan vígslustað. Í prestagarðinum eigur vígslan bert at fara fram í undantaksførum.

Broytingaruppskotið gongur nevndu ynskjum á møti. 

Á sama tingfundi 16. apríl 1999 løgdu tingmenninir Sámal Petur í Grund, Rúna Sivertsen, Alfred Olsen og Álvur Kirke fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð

Í skjali 1 verður gjørd henda broyting:

Í § 15, stk. 1, verður sett sum nýtt 3. pkt:

"En præst kan dog altid nægte at foretage en vielse, såfremt en af parterne er skilt og den tidligere ægtefælle lever" 

Viðmerking:
Uppskotsstillararnir meta tað ikki vera rætt, at samvitskufrælsið hjá føroysku prestunum, skal verða avgjørt av tí til eina og hvørja tíð sitandi danska kirkjumálaráðharra. 

Uppskotið hevur fyrimynd sína í norsku hjúnalagslógini § 13, stk. 2.

3. viðgerð 16. apríl 1999. Broytingaruppskot til § 15 fall 9-5-15. Broytingaruppskot  til §§ 12, 16 og 18 samtykt 29-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Landsstýrsins j.nr. 605-1/92