Skattir og avgjøld

 

20.52.1. Skattainntøkur *

20.52.1.01. Vanligur landsskattur *

20.52.1.02. Avseting móti tapi av skatta- o.t. eftirstøðum. *

20.52.1.07. Felagsskattur *

20.52.1.10. Vinningsbýtisskattur *

20.52.1.13. Avgjald av kapitaleftirlønum *

20.52.1.19. Rentuskattur *

20.52.1.25. Arvagjøld. *

20.52.2. Avgjøld og tollur *

20.52.2.01. Meirvirðisgjald *

20.52.2.04. Tollavgjøld *

20.52.2.07. Punktgjøld *

20.52.2.10. Lønhæddargjald *

20.52.2.13. Brennioljugjald *

20.52.2.16. Framleiðsluavgjøld *

20.52.2.19. Skrásetingargjald *

20.52.2.22. Vegskattur *

20.52.2.25. Ferðaavgjald *

20.52.2.28. Umhvørvisavgjald á smyrjiolju *

20.52.3. Ymsar inntøkur *

20.52.3.01. Útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992 *

20.52.3.10 Aðrar inntøkur *


20.52.1. Skattainntøkur

20.52.1.01. Vanligur landsskattur

Samtíðarskattur verður kravdur sambært løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt og løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan.

Inntøkuskattur hjá fysiskum persónum. Inntøkuskatturin fevnir um:

- landsskatt

- kommunuskatt (herundir atvinnuskatt)

- kirkjuskatt

Inntøkugrundarlagið fevnir um teir persónar, sum sambært nevndu lóg skulu gjalda skatt í Føroyum.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

799.545

811.000

870.000

870.000

870.000

870.000

01. Vanligur landsskattur
Inntøkur

799.545

811.000

870.000

870.000

870.000

870.000

61. Skattur og avgjøld

799.545

811.000

870.000

870.000

870.000

870.000

Útrokningargrundarlag

 

mió. kr.

Beinleiðis framskriving

833.000

   

Skattarentur v.m.(netto)

-8.000

Regulering vegna avlopsskatt, úrslitaleysar innheintingar, og hækkingar og lækkingar

 

Útskrivaður B-skattur

41.000

Samlað meting 1998

868.000

Framrokning.

Pr. 1. september í 1998 eru 547 mió.kr. afturhildnar í A-skatti (landskassans partur). Framroknað til eitt heilt ár verður roknað við, at samlaða inntøkan verður 833 mió.kr. Roknað verður við umleið somu inntøku í 1999.

Í 1998 eru útskrivaðar 79 mió. kr. í B-skatti. Landskassans partur er 52%, svarandi til 41 mió. kr. Roknað er við umleið sama B-skatti í 1999.

Avlopsskattur og írestandi skattur.

Í samband við at flestu frádráttirnir vóru avtiknir og gjørdir til útgjaldsskipanir frá 1. januar 1997, bleiv sjálvuppgávan gjørd einfaldari og ein automatiserað skattauppgerð innførd. Sum eitt úrslit af hesum arbeiði, er avlopsskatturin í lutfall til undanfarnu árini blivin helvtaður og írestandi skatturin somuleiðis nógv minkaður.

Lógarbroytingar.

Frá 1. januar 1998 vóru í skattalógini innførdar serligar skattaskipanir fyri fiskimenn og sjómenn fyri at geva teimum somu sømdir sum sjómenn í grannalondum okkara. Við broytingunum var eisini ynskt at fasthalda teimum undir føroysku skipanini. Tær broyttu reglurnar vóru mettar til at hava við sær minni inntøku til landskassan uppá 28 mió. kr.

Roknskaparmeginregla.

Persónsskatturin er settur saman av hesum høvuðspostum:

Fyribilsskattur 1998 er tað, sum er inngoldið í fyribilsskatti skattaárið 1998, (gjaldsmeginregla)

Endalig uppgerð fyri 1997: Munurin millum tað, ið er inngoldið í 1997 og endaligu álíkningina fyri 1997.

Broytingar í skattauppgerð 1984-97: Broytingar í inntøkuførda skattinum árini frammanundan verða inntøku- og útreiðsluførdar í 1998.

Útskrivaður B-skattur fyri 1998.

Til og við 1996 var inngoldni B-skatturin í sjálvum fíggjarárinum pluss munin millum álíknaðan og goldnan B-skatt árið frammanundan tikin við sum inntøka.

Broytingin í meginreglunum verður gjørd í samsvar við §14 í kunngerð nr. 14 um roknskaparverk landsins o.a. frá 22. august 1996.

 

20.52.1.02. Avseting móti tapi av skatta- o.t. eftirstøðum.

Talan er ikki um at avskriva/eftirgeva krøv, men um roknskapartøkniligar avsetingar. Krøvini verða avskrivað yvir konto fyri avseting, sum er ein fíggjarstøðukonto. Krav verður avkrivað tá tað hevur mist rættargildið.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

-

-8.000

-10.000

-10.000

-10.000

-10.000

10. Avseting móti tapi av Skatta-, toll- o.l. eftirstøðum
Inntøkur

-

-8.000

-10.000

-10.000

-10.000

-10.000

61. Skattur og avgjøld

-

-8.000

-10.000

-10.000

-10.000

-10.000

Tap uppá skuldarar er av Fíggjarmálastýrinum mett til 10 mió. kr., men hendan metan er samanbundin við stórari óvissu. Í upphæddini er morarenta av skatti ikki roknað.

 

20.52.1.07. Felagsskattur

Felagsskattur verður kravdur sambært løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt og løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan.

Inntøkuskattur hjá juridiskum persónum. Inntøkuskatturin fevnir um:

- landsskatt

- kommunuskatt (herundir atvinnuskatt)

Inntøkugrundarlagið fevnir um teir persónar, sum sambært nevndu lóg skulu gjalda skatt í Føroyum.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

92.929

100.000

120.000

120.000

120.000

120.000

01. Felagsskattur
Inntøkur

92.929

100.000

120.000

120.000

120.000

120.000

61. Skattur og avgjøld

92.929

100.000

120.000

120.000

120.000

120.000

Miðskeiðis september 1998 eru uml. tveir triðingar av sjálvuppgávum hja partafeløgum uppgjørd, (tvs. innkomnar sjálvuppgávur, men uttan mettar sjálvuppgávur). Skattskylduga inntøkan fyri roknskaparárið 1997 er fyri hesar fyribils uppgjørdar til 478 mió. kr. Av 478 mió. kr. skulu gjaldast 143 mió. kr. í skatti, harav skulu 62 %, t. e. 88,7 mió. kr. gjaldast landskassanum. Við øllum partafeløgum gjørdum upp, vantast, at landskassans partur av skattinum verður uml. 110 mió. kr.

Partafelagsskatturin sum fellur til gjaldingar í 1999, er álíknaður í roknskapinum, sum endar í 1998. Tá tann búskaparliga gongdin hevur verið ógvuliga positiv higartil í 1998, verður roknað við nakað hægri felagsskatti í 1999.

 

20.52.1.10. Vinningsbýtisskattur

Vinningsbýtisskattur verður kravdur sambært § 30 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt.

Avgjald av vinningsbýti, sum partafeløg, lutafeløg o.o. feløg, skrásett í Føroyum jbr. § 1 nr. 8-15 í skattalógini, rinda út, og sum útlutandi felagið skal afturhalda og rinda Føroya Gjaldstovu.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

17.190

31.000

22.500

15.000

15.000

15.000

01. Vinningsbýtisskattur
Inntøkur

17.190

31.000

22.500

15.000

15.000

15.000

61. Skattur og avgjøld

17.190

31.000

22.500

15.000

15.000

15.000

Útrokningargrundarlag: Avgjald uppá 35% av útlutaðu upphæddini.

Mett verður, at vinningsbýtisskatturin lækkar úr 31 mió. kr. í 1998 til 22,5 mió. kr. í 1998 og skyldast hetta í høvuðsheitinum væntandi lægri útluting úr Føroya Banka.

Roknskaparmeginregla: Feløg sum útluta vinningsbýti, skulu rinda avgjald til landskassan. Avgerandi fyri í hvørjum fíggjarári skattur av vinningsbýti verður tikin við, er nær vinningsbýtið fellur til gjaldingar. Vinningsbýtið, sum fellur til gjaldingar í 1998 verður tikið við í 1998.

 

20.52.1.13. Avgjald av kapitaleftirlønum

Avgjald av kapitaleftirlønum verður kravt sambært løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m. við seinni broytingum.

Avgjald (35%) verður tikið við útgjalding av kapitaleftirlønum við heimild í § 6, b) og c) eftir reglunum í § 7, 1. stk. í samband við:

· aldur,

· deyða,

· úr starvi vegna óarbeiðsføri, og

· úr starvi vegna giftu (bert kvinnur)

Sambært § 7, 2. stk. verður 40% avgjald tikið við útgjalding av kapitaleftirlønum. Hesa reglu hevur Líkningarráðið so at siga bert nýtt í samband við útgjalding, tá persónur fer úr føroysku skattaskipanini (flytir av landinum).

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

6.595

4.000

6.000

7.000

7.000

7.000

01. Avgjald av kapitaleftirlønum
Inntøkur

6.595

4.000

6.000

6.500

7.000

7.000

61. Skattur og avgjøld

6.595

4.000

6.000

6.500

7.000

7.000

Inntøkugrundarlagið fyri avgjald av kapitaleftirlønum er sera skiftandi m.a. orsakað av fólkafráflytingini, so tað er ikki gjørligt at gera neyvar metingar um inntøkurnar. Uppá longri sikt væntar landsstýrið, at avgjald av kapitaleftirlønum fer at vaksa uppá 7 mió. kr. árliga.

 

 

20.52.1.19. Rentuskattur

Lógargrundarlag:

Løgtingslóg nr. 87 frá 5. juni 1992 um rentuskatt

Renta, sum føroyskir peningastovnar og postgiro geva av innistandandi peningi, og sum likamligir persónar og deyðsbúgv undir skattaskyldu eftir §1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt hava rætt til.

Somuleiðis hava Íleggingargrunnurin fyri Føroyar, Menningargrunnur Ídnaðarins, Føroya Ídnaðargrunnur og Færøernes Realkreditinstitutt skyldu at gjalda rentuskatt av rentu, vunnin í føroyskum eins og útlendskum peningastovnum og av inntøku, ið útlendsk virðisbrøv kasta av sær.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

34.722

30.000

30.000

30.000

30.000

30.000

01. Rentuskattur
Inntøkur

34.722

30.000

30.000

30.000

30.000

30.000

61. Skattur og avgjøld

34.722

30.000

30.000

30.000

30.000

30.000

Framrokning.

Fyrra hálvár 1998 gav eina inntøku uppá 15 mió. kr. Fyri fíggjarárið 1998 verður roknað við eini inntøku uppá 30 mió. kr.

Mett verður, at inntøkan í 1999 verður á leið tann sama.

 

20.52.1.25. Arvagjøld.

Arvagjøld verða kravd sambært fólkatingslóg frá 27. mars 1908, sett í gildi við kongaligari fyriskipan nr. 468 frá 8. novembur 1921 við seinni broytingum.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

2.616

2.500

2.500

2.500

2.500

2.500

01. Arvagjøld
Inntøkur

2.616

2.500

2.500

2.500

2.500

2.500

61. Skattur og avgjøld

2.616

2.500

2.500

2.500

2.500

2.500

Meginparturin av arvagjaldinum verður goldið landskassanum, meðan ein minni partur fer í ríkiskassan.

 

20.52.2. Avgjøld og tollur

20.52.2.01. Meirvirðisgjald

Meirvirðisgjald verður kravt sambært løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 við seinni broytingum.

Avgjald skal rindast til landskassan í øllum liðum av vinnuligari sølu av vørum og tænastum og við innflutningi úr útlondum.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

600.964

624.000

630.000

630.000

630.000

630.000

01. Meirvirðisgjald
Inntøkur

600.964

624.000

630.000

630.000

630.000

630.000

61. Skattur og avgjøld

595.703

620.000

625.000

625.000

625.000

625.000

67. Rentuinntøkur

5.261

4.000

5.000

5.000

5.000

5.000

Innflutnings-MVG.

Til 1. august í ár vøru 340 mió. kr. avgjaldsroknaðar í innflutnings-MVG. Framroknað til 12 mánaðir verður inntøkan sostatt 582 mió. kr. Inntøkan er vanliga heldur hægri í seinna hálvári enn í fyrra. Inntøkan fer væntandi at liggja um 605 mió. kr. í 1998. Roknað verður við somu inntøku í 1999.

Sølu-MVG.

Sølu-MVG, tvs. positivar uppgerðir minus negativar uppgerðir minus endurgjøld til kommunur, gav 36 mió. kr. í 1997. Uppgerðir fyri fyrra hálvár benda á, at inntøkan verður nakað minni í 1998. Inntøkan av sølu-MVG verður væntandi 25 mió. kr. í 1998. Roknað verður við somu upphædd í 1999.

Roknað verður sostatt við at samlaða meirvirðisgjaldsinntøkan verður 630 mió. kr. í 1999.

Roknskaparmeginregla.

Høvuðsreglan er, at MVG-inntøkurnar vera førdar á tí fíggjarári, tá kravið er gjaldkomið. Tvs. at eitt krav, sum stavar frá síðsta ársfjórðingi í 1998, fellur til gjaldingar 10. februar í 1999, og verður sostatt tikið við sum inntøka á fíggjarárinum 1999.

Fyri vikuavrokningar er galdandi nær uppgávan er innlisin í skipanina.

Fyri MVG-endurgjald fyri kommunur er avgerandi fyri hvat tíðarskeið, upphæddin verður útgoldin.

 

20.52.2.04. Tollavgjøld

Tollavgjøld verða kravd sambært § 2 í Løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember um avgjald á framleiðslu og innflutningi við tilhoyrandi frumskjali 1.

Tollgjald er GATT-tollur, ið er ásettur fyri hvørt vørunummar sær í Toll- og Vøruskránni. Eingin GATT-tollur verður roknaður av innflutningi úr ES- og EFTA-londunum.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

18.686

20.000

22.000

22.000

22.000

22.000

01. Tollavgjøld
Inntøkur

18.686

20.000

22.000

22.000

22.000

22.000

61. Skattur og avgjøld

18.686

20.000

22.000

22.000

22.000

22.000

Pr. 1. august eru 13 mió. kr. gjaldsroknaðar. Fyri alt árið verður inntøkan væntandi 22 mió. kr. Roknað verður við somu inntøku í 1999.

 

20.52.2.07. Punktgjøld

Punktgjøld verða kravd sambært § 2 í Løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember um avgjald á framleiðslu og innflutningi við tilhoyrandi frumskjali 1.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

149.371

162.000

155.000

155.000

155.000

155.000

01. Punktgjøld
Inntøkur

149.371

162.000

155.000

155.000

155.000

155.000

61. Skattur og avgjøld

149.371

162.000

155.000

155.000

155.000

155.000

Pr. 1. august eru 88 mió. kr. gjaldsroknaðar. Fyri alt árið verður inntøkan væntandi 155 mió. kr. Roknað verður við somu inntøku í 1999.

 

20.52.2.10. Lønhæddargjald

Lønhæddargjald verður kravt sambært løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald.

Avgjald gjalda hesi virki, sum móti samsýning lata tænastur:

- Læknavirksemi, tannlækna- og annað dentalvirksemi, kiropraktik, fysioterapi og onnur verulig heilsurøkt.

- Tryggingarvirksemi.

- Banka-, sparikassa- og fíggjarvirksemi.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

8.586

8.500

11.000

11.000

11.000

11.000

01. Lønarhæddargjald
Inntøkur

8.586

8.500

11.000

11.000

11.000

11.000

61. Skattur og avgjøld

8.586

8.500

11.000

11.000

11.000

11.000

Pr. 1. august vóru rokningar útskrivaðar fyri 6,7 mió. kr. Framroknað til eitt heilt ár gevur hetta 11 mió. kr. Roknað verður við somu inntøku í 1999.

 

20.52.2.13. Brennioljugjald

Brennioljugjald verður kravt sambært løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju

Eitt gjald til landskassan uppá 0,95 kr. pr. litur verður lagt á søluna av gassolju. Fyri gassolju latin til skip yvir 20 GT skal einki gjald rindast.

Sambært kunngerð nr. 96 frá 29. juni 1994 um endurgjald av serligum oljugjaldi kunnu ávís meirvirðisgjaldsskrásett virki fáa góðkenning at fáa endurrindað avgjaldið til landskassan, ið er álagt sambært omanfyri nevndu lóg.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

11.207

10.000

10.000

10.000

10.000

10.000

Inntøkujáttan

74.100

78.000

75.000

75.000

75.000

75.000

01. Brennioljuavgjald
Útreiðslur

11.207

10.000

10.000

10.000

10.000

10.000

53. Stuðul til vinnu

11.207

10.000

10.000

10.000

10.000

10.000

Inntøkur

74.100

78.000

75.000

75.000

75.000

75.000

61. Skattur og avgjøld

74.100

78.000

75.000

75.000

75.000

75.000

Tann 1. august í ár vóru 43,3 mió. kr. avgjaldsroknaðar netto. Framskrivað til 12 mánaðir verður inntøkan sostatt um 74 mió. kr. Orsakað av, at nettoinntøkan vanliga er minni í seinna hálvári, verður roknað við, at samlaða inntøkan verður umleið 65 mió. kr. í 1998. Roknað verður við somu inntøku í 1999.

 

20.52.2.16. Framleiðsluavgjøld

Framleiðsluavgjøld verða kravd sambært § 4 í Løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember 1991 um avgjald á framleiðslu og innflutningi við tilhoyrandi frumskjali nr. 1

Inntøkugrundarlagið er framleiðslan av sterkum øli av kl. I og A. Gjaldið er 7,60 fyri kl. I og 10 kr. fyri kl. A.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

15.599

15.000

16.000

16.000

16.000

16.000

01. Framleiðsluavgjøld
Inntøkur

15.599

15.000

16.000

16.000

16.000

16.000

61. Skattur og avgjøld

15.599

15.000

16.000

16.000

16.000

16.000

Tann 1. august vóru 9,1 mió. kr. avgjaldsroknaðar. Framskrivað gevur hetta eina inntøku uppá 16,0 mió. kr. í 1998. Mett verður, at inntøkan av framleiðslugjaldi verður 16 mió. kr. í 1999.

 

20.52.2.19. Skrásetingargjald

Skrásetingargjald verður kravt sambært løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakfør v.m. við seinni broytingum.

Fyri motorakfør v.m., sum eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, verður ásett skrásetingargjald, sum byggir á eitt virðisgjald. Gjaldið verður rindað í landskassan, samstundis sum akfarið verður skrásett.

Rakstrarstaðið umfatar eisini burturbeiningargjald og umskrásetingargjald.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

60.441

40.000

55.000

55.000

55.000

55.000

01. Skrásetingargjald
Inntøkur

60.441

40.000

55.000

55.000

55.000

55.000

61. Skattur og avgjøld

60.441

40.000

55.000

55.000

55.000

55.000

Tann 1. august í ár vóru avgjaldsroknaðar 38,2 mió. kr. í skrásetingargjaldið. Beinleiðis framskrivað gevur hetta eina inntøku uppá 70 mió. kr. um árið. Av tí at bilasølan er munandi minni í vetrarhálvuni verður ikki roknað við, at skrásetingargjaldið verður meira enn slakar 60 mió. kr. í 1998. Landsstýrið roknar við, at bilasølan verður nakað minni í 1999. Roknað verður tí við, at skrásetingargjaldið verður 55 mió. kr. í 1999.

 

20.52.2.22. Vegskattur

Vegskattur verður kravdur sambært løgtingslóg nr. 38 um vegskatt av motorakførum v.m. frá 31. mars 1982 við seinni broytingum.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

30.762

31.000

33.500

33.500

33.500

33.500

01. Vegskattur
Inntøkur

30.762

31.000

33.500

33.500

33.500

33.500

61. Skattur og avgjøld

30.762

31.000

33.500

33.500

33.500

33.500

Til 1. august í ár vóru 32,8 mió. goldnar í vegskatti. Henda upphædd umfatar bæði gjøldini, ið falla til gjaldingar ávikavist 1. januar og 1. juli. Talið av bilum veksur spakuliga. Roknað verður tí við 33,5 mió. kr. í inntøku í 1998 og á leið somu inntøku í 1999.

 

20.52.2.25. Ferðaavgjald

Ferðaavgjald verður kravt sambært løgtingslóg nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald við seinni broytingum

Fyri ferðafólk, ið verða flutt úr Føroyum, skulu 120 kr. frá 1. juni 1994 gjaldast til landskassan. Hetta gjald var áður 300 kr.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

7.417

7.500

7.500

7.500

7.500

7.500

01. Ferðaavgjald
Inntøkur

7.417

7.500

7.500

7.500

7.500

7.500

61. Skattur og avgjøld

7.417

7.500

7.500

7.500

7.500

7.500

Pr. 1. september í ár vóru 4,5 mió. kr. avgjaldsroknaðar í ferðaavgjaldi. Tá ferðamynstrið verður havt í huga, kann roknast við, at inntøkan í 1998 verður umleið 7,5 mió. kr. Roknað verður við somu inntøku í 1999.

 

20.52.2.28. Umhvørvisavgjald á smyrjiolju

Umhvørvisavgjald á smyrjiolju verður kravt sambært løgtingslóg nr. 75 frá 13. mai 1992.

Inntøkugrundarlagið er innflutningur og framleiðsla av smyrjiolju sbr. vørunr. 2710.00.81 og 2710.00.89 í toll- og vøruskránni. Avgjaldið er 1 kr. pr. ltr.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

2.034

2.000

2.000

2.000

2.000

2.000

01. Umhvørvisgjald
Inntøkur

2.034

2.000

2.000

2.000

2.000

2.000

61. Skattur og avgjøld

2.034

2.000

2.000

2.000

2.000

2.000

Til 1. september í ár vóru 1,1 mió. kr. avgjaldsroknaðar í umhvørvisgjaldi á smyrjiolju. Framroknað verður inntøkan sostatt um 2 mió. kr. í 1998. Roknað verður við somu inntøku í 1999.

 

20.52.3. Ymsar inntøkur

20.52.3.01. Útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992

Fíggingargrunnin frá 1992, ið eigur mestsum allan partapeningin í P/F Føroya Banka, er ogn landskassans. Sambært avtaluni millum Ríkissjórnina og Føroya landsstýri frá 10. juni 1998 skal ríkisstjórnin í hesum árinum taka seg burtur úr Fíggingargrunninum frá 1992 og verður tað landstýrið, sum velur allar limirnar.

Føroya Banki hevur seinasti árini inntøkuført stórar upphæddir í áður hava verið avsettar móti tapi av skuldaru. Roknast kann ikki við tílikum stórum inntøkuføringum framyvir. Av hesi orsøk verður roknað við lægri útluting úr Fíggingargrunninum framyvir.

 

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

90.723

48.500

32.500

20.000

20.000

20.000

01. Útluting
Inntøkur

90.723

48.500

32.500

20.000

20.000

20.000

67. Rentuinntøkur og vinningsbýti

90.723

48.500

32.500

20.000

20.000

20.000

 

20.52.3.10 Aðrar inntøkur

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

4.400

2.640

2.730

2.730

2.730

2.730

01. Loyvisgjøld
Inntøkur

48

100

50

50

50

50

62. Kravd gjøld, bøtur o.a.

48

100

50

50

50

50

02. Skeinkiloyvi
Inntøkur

45

0

50

50

50

50

62. Kravd gjøld, bøtur o.a.

45

0

50

50

50

50

03. Lestagjøld
Inntøkur

266

0

0

0

0

0

62. Kravd gjøld, bøtur o.a.

266

0

0

0

0

0

04. Navnaprógv
Inntøkur

23

0

20

20

20

20

62. Kravd gjøld, bøtur o.a.

23

0

20

20

20

20

05. Bøtur
Inntøkur

122

1.000

1.000

1.000

1.000

1.000

62. Kravd gjøld, bøtur o.a.

122

1.000

1.000

1.000

1.000

1.000

06. Happadrátturin
Inntøkur

-

400

400

400

400

400

62. Kravd gjøld, bøtur o.a.

-

400

400

400

400

400

07. Gjøld av vinningum
Inntøkur

1.161

600

600

600

600

600

62. Kravd gjøld, bøtur o.a.

1.161

600

600

600

600

600

09. Løggilding av el-innleggjarum
Inntøkur

57

60

60

60

60

60

62. Kravd gjøld og bøtur

57

60

60

60

60

60

10. Avgjald av vinningi av sølu av virðisbrøvum
Inntøkur

586

550

550

550

550

550

62. Kravd gjøld og bøtur

586

550

550

550

550

550

60. Aðrar inntøkur
Inntøkur

2.151

0

0

0

0

0

64. Aðrar flytingarinntøkur

2.151

0

0

0

0

0

01. Loyvisgjøld

Gjald sum verða latin fyri handilsloyvi og loyvi til taxakoyring. Persónar lata eitt gjald uppá kr. 200 og partafeløg kr. 500.

02. Skeinkiloyvi

Gjøld fyri skeinkiloyvi verða kravd sambært kunngerð nr. 60 frá 7. mai 1992 um skeinkingarloyvi.

Fyri skeinkingarloyvi til øll sløg av rúsdrekka er gjaldið kr. 10.000,-. Fyri skeinkingarloyvi einans til øl og borðvín er gjaldið kr. 5.000,-.

03. Lestagjøld

Lestagjaldið verður ikki kravd frá 1. januar 1998.

04. Navnaprógv

Gjøld fyri navnaprógv verða kravd sambært kunngerð nr. 18 frá 21. januar 1993 um gjøld fyri navnaprógv v.m., við seinni broytingum.

Fyri navnaprógv verður latið eitt gjald uppá kr. 1.000,- til landskassan.

05. Bøtur

Inntøkugrundarlagið er m.a. niðanfyrinevndu bøtur:

Parkeringsbøtur, sekt - skattalóg nr. 48 frá 21.06.1985 (§ 125), og fiskaríbøtur.

06. Happadrátturin

Avgjald av vinningi verður latið sambært løgtingslóg nr 49 frá 15.juni 1950 um føroyskan happadrátt, við seinni broytingum. Vinningarnir verða útgoldnir móti einum gjaldi uppá 10% til landskassan. Vinningarnir eru undantiknir inntøkuskatti til landskassa og kommunur.

07. Gjøld av vinningum

Gjald sum verður latið sambært løgtingslóg nr. 11 frá 1968 um gjald av vinningi við burturluting v.m. Ístaðin fyri inntøkuskatt skal latast gjald, sum er 15%, til landið av hvørjum vinningi, sum hevur meira virði enn kr. 500.

09. Løggilding av elinnleggjarum.

Samb. løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 og kunngerð nr. 111 frá 17. oktober 1994, skal elinnleggjari til tess at fáa og varðveita løggilding sum elinnleggjari gjalda eitt árligt gjald - vanliga gjaldið er kr. 1.000, sum skulu verða goldnar frammanundan í seinasta lagi 15. januar í árinum.

10. Avgjald av vinningi av sølu av virðisbrøvum.

Samb. løgtingslóg nr. 40 frá 17. apríl 1986 við seinni broytingum, serliga broyting nr. 104 frá 21. mai 1993, skal partaeigari, ið hevur átt meira enn 25% av partapeninginum ella rátt yvir meira enn 50% av atkvøðunum, onkuntíð 5 ár undan sølu av partabrøvum, skal rinda eitt avgjald uppá 25% av mununum millum útveganar- og søluvirðið. Við avhendingini eftir 10. árið eftir útveganina skal einki avgjald roknast av vinninginum.

60. Aðrar inntøkur.

Henda undirkonto verður nýtt til óvanligar inntøkur og útreiðslur.