Evnisfundur Norðurlandaráðsins hildin í Føroyum

05.04.2024

Løgtingið er í døgunum 8-9. apríl vertur fyri evnisfundinum hjá Norðurlandaráðnum, sum verður hildin á Hotel Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at slíkur fundur verður hildin her, og evnið fyri fundin er trygd, friður og tilbúgving í norðuratlantshavi. Talan er um eitt stórt tiltak, har sløk 250 fólk luttaka úr øllum norðurlondum.

Øvugt av tingfundum, sum vit kenna hesar, eru fundir hjá Norðurlandaráðnum ikki almennir, og tí hava bert luttakarar, sum eru skrásettir at luttaka á fundinum, atgongd til hesar. Fjølmiðlarnir kunnu tó koma á fundin. Fundurin er kortini almennur á tann hátt, at hann verður stroymdur á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum.

Mánadagin eru floks- og nevndarfundir á skrá, og týsdagin verður sjálvur tingfundurin. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna byrjar fundin við at bjóða øllum vælkomnum til Føroya. Føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, Erling Eidesgaard og Johan Dahl umboða Løgtingið á fundinum.

Skráin fyri fundin sæst á norden.org