Ken Nónklett, adv. er tilnevndur kanningarstjóri
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður hevur í dag tilnevnt Ken Nónklett, adv. til kanningarstjóra at kanna, hvørt Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í sambandi við útlutingar av fiskirættindum í 2020 og 2021. Tilnevningin og kanningarsetningurin sæst her.
Setanin av kanningarstjóranum hevur tikið heldur drúgva tíð, men skyldast hetta í størstan mun, at arbeiðssetningurin hjá kanningarstjóranum er skerdur í mun til upprunaligu umbønina frá 15 tingmonnum í okt. 2021. Upprunaliga umbønin um kanningarstjóra sæst her.
Løgtingsumsitingin gjørdi vart við, at grundarlag ikki var fyri at seta kanningarstjóra at kanna umbidnu tíðarskeiðini 2010 og frameftir eins og tíðarskeiðið 2018-19. Uppritið frá umsitingini sæst her.
Løgtingsformaðurin hevur síðan havt fundir við umboð fyri teir 15 tingmenninar, sum hava latið løgtingsformanninum hetta ískoyti til upprunaligu umbønina.
Í framhaldi av hesum skrivi, hevur løgtingsumsitingin latið løgtingsformanninum hetta tilmælið. Løgtingsformaðurin hevur við støði í hesum tilmæli tikið avgerð um, at kanningarstjóri bert verður settur at kanna tíðarskeiðið 2020-21. Avgerð um hetta er send umboðum fyri tingmenninar við skrivi 27. januar 2022. Skrivið sæst her.
Tilgongdin at finna kanningarstjóra er nú komin á mál, og kanningarstjórin Ken Nónklett, adv. kann fara í gongd við kanningina.
Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður