Vilja tryggja Føroyum sæti í formansskapinum í Norðurlandaráðnum 

05.04.2024

Tað hevur stóran týdning, at Føroyar luttaka á jøvnum føti við hini londini í Norðurlandaráðnum. Tí mugu Føroyar hava fast sæti í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Tað halda Erling Eidesgaard og Johan Dahl, ið eru føroysku løgtingsumboðini í Norðurlandaráðnum. Teir hava tí lagt uppskot fram, um at geva Føroyum sæti í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. 

Evnisráðstevna í Føroyum

Í døgunum 8. og 9. apríl 2024 fer Norðurlandaráðið at hava sína árligu evnisráðstevnu í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at hon verður hildin í Føroyum. Millum uppskotini, ið verða viðgjørd í Præsidiet tann 8. apríl, er uppskotið frá Erlingi Eidesgaard og Johan Dahl. Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at øll átta londini í Norðurlondum fáa fast pláss í formansskapinum.

Uppskotið kemur úr Føroyum 

Upprunaliga vóru tað formaðurin og næstformaðurin í donsku sendinevndini, ið ynsktu hesa broyting. Málið fall kortini undir viðgerðini í donsku sendinevndini. Tí hava føroysku norðurlandaráðslimirnir nú sjálvir sent inn uppskot um at broyta fundarskipanina hjá Norðurlandaráðnum soleiðis, at øll átta lond fáa sess í formansskapinum. Hetta fer at tryggja eitt meira javnbjóðis arbeiði í tí norðurlendska arbeiðinum, halda Erling Eidesgaard og Johan Dahl.