Leiðreglur fyri nevndararbeiðið
Formansskapurin í Løgtinginum hevur umrøtt, hvussu tingfólk eiga at bera seg at í nevndararbeiðinum fyri at virða ásetingarnar í Tingskipanini og at liva upp til ta tign, sum Føroya fólk hevur sýnt teimum við at lata tey umboða seg. Við støði í hesum hevur Formansskapurin ásett hesar leiðreglur, sum eiga at verða fylgdar í nevndararbeiðinum.
Luttakarar á nevndarfundi eiga at:
- Virða og geva seg undir boð formansins/forkvinnunar, sum stýrir fundinum
- Halda seg til málið, sum er til viðgerðar
- Virða, at málini eru viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, og tí ikki endurgeva, hvat onnur hava sagt á fundinum
- Vera sømiligir í mun til ta tign, sum arbeiðið í Løgtinginum og nevndum tess krevur
- Minnast til at sløkkja ljóð og fráboðanir á fartelefonum, teldum o.l. inni í nevndarhølinum
- Telefonsamrøður og matur hoyra ikki heima á nevndarfundi
Innkallingar:
- Nevndarlimir eiga at møta stundisliga, tá innkallingar eru
- Nevndarlimir kunnu seta innkallaðum pørtum spurningar
- Nevndarlimir skulu ikki greiða innkallingum frá egnum fatanum og meiningum
- Nevndarlimir skulu vera virðiligir í sínum atburði og orðavali, serliga móti innkallingum og ikki endurgeva hesi mótvegis øðrum
- Nevndin eigur at gera sær greitt, hvørji verða innkallað og hví
- Innkallingar eiga at verða gjørdar í góðari tíð, so hesi kunnu fyrireika seg
- Nevndin eigur at vera væl fyrireikað at taka móti innkallingunum
Eygleiðarar - TS § 30, stk. 3:
- Eygleiðarar á nevndarfundi skulu halda seg í bakgrundini í tøgn
- Eygleiðarar hava ongan leiklut á nevndarfundi annað enn at kunna hoyra og síggja, hvat fyriferst har
- Til ber ikki at vera eygleiðari til annað enn vanligar nevndarfundir, har mál hjá nevndini eru til viðgerðar
Samtykt á fundi í Formansskapinum 3. august 2023.
Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna
/
Johnhard Klettheyggj
løgtingsstjóri