Leiðreglur fyri tingarbeiðið

Formansskapurin í Løgtinginum hevur umrøtt, hvussu tingfólk eiga at bera seg at í tingarbeiðinum fyri at virða ásetingarnar í Tingskipanini og at liva upp til ta tign, sum Føroya fólk hevur sýnt teimum við at lata tey umboða seg. Við støði í hesum hevur Formansskapurin ásett hesar leiðreglur, sum eiga at verða fylgdar í tingarbeiðinum.

Tingfólk eiga at:

  • Tosa virðiliga og venda talu sína til formannin/forkvinnuna
  • Nevna hvørt annað og onnur við for- og eftirnavni, tó undantikið “løgmann”
  • Halda seg til málið, sum er til viðgerðar
  • Vera neyv og loyal, tá endurgivið verður
  • Virða og geva seg undir boð formansins/forkvinnunar
  • Virða talutíðirnar, sum eru tillutaðar
  • Bíða við at fara upp á røðarapallin, til formaðurin/forkvinnan hevur givið teimum orðið
  • Vera sømiliga ílatin í mun til ta tign, sum arbeiðið í Løgtinginum krevur
  • Minnast til at sløkkja ljóð og fráboðanir á fartelefonum, teldum o.l. inni í tingsalinum
  • Vera til reiðar at atkvøða beinanvegin, tá atkvøðugreiðslur eru á skránni, og at verða verandi á egnum plássi, til atkvøðugreiðslan er liðug

Tingfólk eiga ikki at:

  • Leypa á fólk, sum ikki kunnu verja seg
  • Umrøða privatpersónar á tingsins røðarapalli, uttan so at hetta er alneyðugt fyri málið
  • Tosa niðursetandi/niðrandi um nakran persón ella bólk
  • Nýta ókvæmisorð ella ljótan málburð
  • Svara aftur í tingsalinum, tá onnur hava orðið
  • Órógva orðaskiftið við samrøðum í tingsalinum
  • Taka myndir av hvørjum øðrum í tinginum og at leggja hesar út alment uttan samtykki

Tingfólk hava í Løgtinginum ikki loyvi til at bera sjónligar politiskar boðskapir á klæðunum; tó eru smáar nálir sum prýði loyvdar, hóast boðskapir kunnu liggja í hesum. Politiskir boðskapir kunnu og eiga í staðin at berast frítt fram munnliga á røðarapallinum og í tekstum, sum eru partur av tingarbeiðinum.

Samtykt á fundi í Formansskapinum 3. august 2023.

Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna

                                                /

                                                                                                            Johnhard Klettheyggj
                                                                                                            løgtingsstjóri