Fjølmiðlaábyrgdarlóg

 

50  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000,4. februar, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

Ríkislógartilmælið frá 23. mai 1997 um fjølmiðlaábyrgdarlóg verður tikið av.

Viðmerkingar

Endamálið við hesum uppskoti er at mæla Løgtinginum til at taka støðu av nýggjum í málinum um at seta ríkislóg um fjølmiðlaábyrgd í gildi fyri Føroyar. Orsøkin til, at málið er komið aftur á dagsskrá, er, at danska Løgmálaráðið ikki er sinnað at gera allar tær broytingar í lógini, sum Løgtingið samtykti í 1997. Í tí sambandi hevur landsstýrismaðurin endurskoðað alt málið og er komin til hesar niðurstøður, sum landsstýrið tekur undir við:

  1. At biðja Løgtingið um undirtøku fyri at heita á ríkismyndugleikarnar um at steðga málinum.
  2. At landsstýrismaðurin ístaðin leggur uppskot fyri tingið um føroyska lóg um fjølmiðlábyrgd.

Gongdin í málinum
Málið er dømi um eina sera stirvna og lítið haldgóða skipan fyri lóggávu í Føroyum.

Tað er hálvt triðja ár síðani, at Løgtingið samtykti ríkislógartilmælið um fjølmiðlaábyrgdarlóg. Síðani hevur málið ligið hjá donskum myndugleikum, uttan at lógin er sett í gildi. Nú verða so úr Løgmálaráðnum reistir ymsir prinsippiellir trupulleikar við tilmælinum, og Løgmálaráðið boðar frá, at lógin ikki kann setast í gildi við teimum broytingum, sum Løgtingið hevur samtykt.

Gongdin í málinum hevur verið hendan:

Í Danmark kom nýggj lóg um fjølmiðlaábyrgd í gildi í 1991. Tann 4. februar 1992 spurdi Ríkisumboðið landsstýrið, um lógin skuldi setast í gildi fyri Føroyar. Onki svar varð sent úr landsstýrinum.

Í februar 1995 tók landsstýrið málið upp aftur og spurdi Føroya Blaðmannafelag, Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, um tey hildu, at fjølmiðlaábyrgdarlógin skuldi setast í gildi fyri Føroyar. Við ymsum viðmerkingum mæltu tey til, at hetta varð gjørt.

Tann 5. mars 1997 legði landsstýrið fyri Løgtingið uppskot til ríkislógartilmæli um at seta donsku ríkislógina, "Medieansvarsloven", í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan. Landsstýrið skeyt upp ymsar tillagingar til føroysk viðurskifti í lógini.

Tann 16. mai 1997 samtykti Løgtingið við atkvøðunum 23-0-1 løgtingsmál nr. 82/1996: Nýggj fjølmiðlalóg, og Løgtingið mælti til aðrar broytingar í mun til donsku ríkislógina, enn landsstýrið hevði skotið upp.

Broytingarnar hjá Løgtinginum snúðu seg serliga um, hvussu ein sonevnd fjølmiðlanevnd (á donskum: "pressenævn") skal verða sett saman, og hvussu virksemi hennara skal fíggjast. Í ríkislógini er danska nevndin sett saman við 8 limum: Tveir løgfrøðingar, tvey umboð fyri journalistar, tvey umboð fyri redaktionellu leiðslurnar og tvey umboð fyri almenningin. Í ríkislógini fíggja fjølmiðlarnir sjálvir virksemið hjá nevndini.

Løgtingið mælti til, at føroyska fjølmiðlanevndin skuldi vera ein seksmannanevnd: Tveir løgfrøðingar, tvey umboð fyri almenningin, eitt umboð fyri journalistar og eitt umboð fyri redaktionellu leiðslurnar. Eisini mælti Løgtingið til, at danski statskassin skuldi gjalda fyri virksemið hjá teirri føroysku fjølmiðlanevndini.

Tann 28. mai 1997 sendi landsstýrið ríkislógartilmælið til ríkisumboðið og avgreiðir harvið málið úr Føroyum.

Tann 29. desember 1997 skrivaði landsstýrið til Ríkisumboðið við áheitan um, at lógin varð sett í gildi. Ríkisumboðið skrivaði víðari til Løgmálaráðið.

Tann 6. februar 1998 skrivaði landsstýrið aftur til Ríkisumboðið við áheitan um at fáa málið avgreitt. Landsstýrið vísti í hesum sambandi á, at nýggj løgtingslóg um kringvarp var samtykt á Løgtingi, og at í hesi løgtingslóg varð víst til lógina um fjølmiðlaábyrgd. Ríksiumboðið sendi áheitanina víðari til Løgmálaráðið.

Síðani minti landsstýrið munnliga Ríkisumboðið á málið, og tann 13. august 1998 skrivaði Ríkisumboðið aftur til Løgmálaráðið við áheitan um at fáa málið avgreitt.

Tann 6. november 1999 fekk landsstýrið frá Ríkisumboðnum sendandi hjálagda svar og uppskot frá danska Løgmálaráðnum. Sambært svarinum var Løgmálaráðið ikki sinnað at seta lógina í gildi við øllum teimum broytingum, sum Løgtingið hevði samtykt. Serliga er talan um tey bæði viðurskiftini, sum Løgtingið mælti til at broyta í mun til ríkislógina:

  1. Samanseting av fjølmiðlanevndini
  2. Fíggingin av virksemi nevndarinnar

Viðv. 1: Sambært Løgmálaráðnum er hetta í stórari andsøgn við prinsippini í galdandi ríkislóg, har stórur dentur er lagdur á, at javnvág er í nevndini millum umboð frá redaktionellu leiðslunum í fjølmiðlunum, tíðindafólkunum og umboð fyri almenningin.

Viðv. 2: Løgmálaráðið tekur heldur ikki undir við, at útreiðslurnar til virksemið hjá fjølmiðlanevndini skulu verða goldnar úr danska statskassanum. Ístaðin verður skotið upp, at samráðingar fara fram millum heimastýrið og Løgmálaráðið um fígging, og Løgmálaráðið bjóðar sær til at rinda útreiðslurnar tað fyrsta árið, nevndin arbeiðir – tó ikki fundar- ella ferðapengar.

Landsstýrið hevur síðani viðgjørt málið gjølla, tí talan er um eitt prinsipielt mál.

Tríggir møguleikar
Tríggir møguleikar eru:

  1. Landsstýrið boðar frá, at málið er avgreitt úr Føroyum. Hildið verður sostatt fast um, at samansetingin av fjølmiðlanevndini skal vera, sum skotið er upp úr Føroyum, og at danski statskassin skal rinda fyri virksemið hjá fjølmiðlanevndini, soleiðis sum Løgtingið hevur samtykt.
  1. Løgtingið góðtekur mótmælini frá ríkismyndugleikunum og tekur undir við at seta ríkislógina í gildi við teimum broytingum, sum Løgmálaráðið skjýtur upp.
  2. Løgtingið samtykkir at støðga gildiskomuni av ríkislógini, og ístaðin verður farið undir at gera føroyska lóg um fjølmiðlaábyrgd, sum tingið tekur støðu til, tá uppskotið er liðugt.

Landsstýrið mælir til at velja triðja møguleikan. Báðir teir fyrstu møguleikarnir eru politiskt og løgfrøðiliga ógreiðir og loysa ikki teir grundleggjandi ábyrgdartrupulleikarnar, sum hetta málið er dømi um.

Við fyrsta møguleikanum sleppur Løgtingið ikki at taka støðu til gongdina í hesum máli, og endaliga avgerðin verður løgd til donsku myndugleikarnar, uttan trygd fyri, hvør endin verður á málinum.

Við øðrum møguleikanum verður landsstýrið amboð hjá danska løgmálaráðnum í royndunum at fáa Løgtingið at broyta støðu í einum avgreiddum máli.

Við triðja møguleikanum taka landsstýrið og Løgtingið sjálvi ábyrgdina av at fáa lóg um fjølmiðlaábyrgd í gildi fyri Føroyar. Tær neyvaru politisku grundgevingarnar og løgfrøðiligu metingarnar verða lýstar niðanfyri.

Politiskar/løgfrøðiligar grundgevingar
Ongin ivi er um, at tørvur er á at fáa lóg um fjølmiðlaábyrgd í gildi í Føroyum. Galdandi lóg, "Lov om pressens brug", er ríkislóg nr. 147 frá 13. apríl 1938, sum broytt við lóg nr. 524 frá 18. november 1969. Hon fatar bert um prentaðu miðlarnar og ikki um elektronisku fjølmiðlarnar – t.d. útvarp, sjónvarp og tíðindaflutning á internetinum.

Landsstýrismaðurin heldur tó, at vit eiga at gera føroyska lóggávu um ábyrgdina hjá føroyskum fjølmiðlum. Fjølmiðlaábyrgd, fjølmiðlasiðvenja, fjølmiðlaetikkur og eftirlit við rættartrygd borgarans mótvegis fjølmiðlunum eru so týdningarmiklir tættir fyri føroysku tjóðina og fyri mentanarliga førning okkara, at tað tykist rangvørt at seta ríkislóggávu í gildi á økinum. Politiska ynskið um at fáa greiðar ábyrgdarreglur og kærumøguleikar viðvíkjandi føroysku fjølmiðlunum stendur í andsøgn til, at politiska, umsitingarliga ábyrgdin ikki liggur hjá føroyskum myndugleikum.

Landsstýrissamgongan hevur sett sær fyri at fáa øll málsøkir undir føroyskt ræði, og allir flokkar á Løgtingi hava sagt seg vilja gera broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya. Tað er tískil í fullum samsvari við politisku málsetningarnar at gera føroyska lóggávu um fjølmiðlaábyrgd.

Sjálvt undir núverandi heimastýrisskipan eru grundgevingar fyri, at fjølmiðlaábyrgd eigur at vera føroyskt málsøki, og at hetta kundi verið roynt, tá málið varð lagt fram av fyrstan tíð.

Sambært nevndini, ið skrivaði álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya, er borgarliga revsilóggávan og skrivingarlag (pressens brug) millum tey málsøki, ið hvørki eru nevnd á lista A ella B í heimastýrislógini, og kunnu tískil ikki yvirtakast. (Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya, Tórshavn 1994, bls. 74.)

Men nevndin vísir samstundis á, at Forsætismálaráðið hevur í 1990 boðað frá, at seinastu árini hevur ein víðari tulking verið loyvd av yvirtøkum – t.e. at summi málsøki kunnu yvirtakast, hóast tey ikki eru nevnd á lista A ella B. Hetta kann til dømis vera eitt øki, ið "náttúruliga" hoyrir saman við øðrum málsøkjum, ið eru yvirtikin, verður sagt úr Forsætismálaráðnum.

Navnalóggáva varð yvirtikin í 1992 eftir eini tulking, hóast hon ikki er listað í heimastýrislógini. Hartil er at nevna, at málsøkir, ið ikki vóru til, tá heimastýrislógin varð gjørd, sjálvsagt altíð skulu tulkast. Eitt nú er umhvørvi eitt nýggjari politiskt málsøki, ið ikki varð skrivað í heimastýrislógina, og sum er føroyskt málsøki í dag.

Tað er ikki trupult at grundgeva fyri, at fjølmiðlaábyrgd er eitt nýtt øki, ið als ikki kann heftast afturat teimum málsøkjalistum, ið vórðu gjørdir í 1948. Gongdin innan elektroniskar fjølmiðlar hevur verið kollveltandi síðani, og hesir eru týdningarmestu samskiftismiðlar í samfelagnum í dag. Kunningarsamfelagið er vorðið veruleiki, og elektronisku fjølmiðlarnir seta dagsskránna fyri mentanarligu, politisku og búskaparligu gongdini í einstøku londunum og heimssamfelagnum. Tey felags virðini, orðaskiftið í samfelagnum og samfelagsligi sjónarringurin verða í størsta mun sett gjøgnum fjølmiðlarnar.

"Tað fjórða statsvaldið" hava fjølmiðlarnir verið róptir – og tað av røttum. Tí er tað ikki minni týdningarmikið, at vit sjálvi taka ábyrgdina av at seta greiðar reglur og krøv til virksemi fjølmiðlanna - sum bæði kunnu tryggja fjølmiðlunum sína óheftu støðu og sum kunnu tryggja einstaklingar og samfelagsbólkar móti órættari viðferð í fjølmiðlunum.

Hettar er ein sjálvsagdur partur av øllum okkara mentanarpolitikki og rættarpolitikki. Hetta er eisini ásannað við okkara egnu lóggávu um útvarp og sjónvarp og síðani við kringvarpslóggávuni.

Samanumtikið skuldi tí verið óneyðugt at farið í politiska og løgfrøðiliga togtogan millum danskar og føroyskar myndugleikar um hetta mál. Spurningurin er, hvat Løgtingið vil við spurninginum um fjølmiðlaábyrgd, og hvussu vit tryggja, at lóggávan verður gjørd og sett í verk eftir Løgtingsins ynskjum.

Samstundis sum hetta uppskot verður lagt fyri Løgtingið, verður uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd lagt fyri Løgtingið. Hesi mál eiga tí at verða viðgjørd undir einum.

Mælt verður Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

    Skjøl, ið eru hjáløgd:
    Skjal 1 Avrit av skrivi dagfest tann 5. november 1999 frá Løgmálaráðnum til Ríkisumboðið.
    Skjal 2 Avrit av skrivi dagfest tann 10. november 1999 frá Sorinskrivaranum til Løgmálaráðið.

1. viðgerð 9. februar 2000. Tingmálini nr. 50 og nr. 51 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 2000, og eftir 1. viðgerð tann 9. februar 2000 er tað beint rættarnevndini.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 17. og 24. februar, 9., 22. og 23. mars og 1. mai 2000

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann.

Nevndin hevur í málinum fingið skriv frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og Ríkisumboðnum.

Nevndin er samd um, at stórur tørvur er á lóggávu á hesum øki, serstakliga við atliti til nýggju lóggávuna um kringvarp, sum kom í gildi 1. mars 1998.

Ein meiriluti (Sámal Petur í Grund, Signar á Brúnni, Hildur Patursson, Eyðun Viderø og Rúna Sivertsen) er samdur við landsstýrismanninum soleiðis, sum hann grundgevur í viðmerkingunum til ríkislógartilmælisuppskotið, og taka til eftirtektar støðu hansara.

Meirilutin ásannar, at tað kann taka langa tíð at fáa ríkislógartilmæli sett í gildi í Føroyum og skjýtur tí upp, at vit taka av ríkislógartilmæli frá 23. mai 1997 og byrja at fyrireika føroyska lóggávu á økinum.

Meirilutin mælir til at samtykkja fyriliggjandi uppskot.

Ein minniluti (Hans Pauli Strøm og Alfred Olsen) mælir Løgtinginum til at fella uppskotið vísandi til viðmerkingarnar í áliti rættarnevndarinnar til løgtingsmál nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.

2. viðgerð 5. mai 2000. Ríkislógartilmæli samtykt 19-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-13. Málið avgreitt.

J.nr. 636-1/95