99 Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmli um fjølmiðlaábyrgdarlóg
A.
Upprunauppskot
B.
1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
Ár 2000, 4. mars, legði Alfred Olsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi
til
ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg
Í ríkislógartilmæli, dagfest 23. mai 1997, um fjølmiðlaábyrgdarlóg verða gjørdar hesar broytingar:
Viðmerkingar:
Í løgtingsmálum nr. 50 og 51/1999 hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, mælt løgtinginum til at taka av ríkislógartilmæli frá 23. mai 1997 um fjølmiðlaábyrgdarlóg og í staðin at seta í gildi løgtingslóg um sama evni.
Sambandsflokkurin metir ikki, at lógarheimild er fyri at gera løgtingslóg á umrødda øki. Málsøkið kann ikki yvirtakast, tá ið tað ikki stendur á lista A og B í heimastýrislógini. Skal løgtingslóg gerast á økinum, er neyðugt, at tað fæst at vita frá Ríkisumboðnum, at heimastýrið hevur heimild til tess.
Slíka váttan frá ríkismyndugleikunum noktar Høgni Hoydal at útvega rættarnevndini. Grundgeving hansara fyri hesum er burturvið, við tað at hansara útgangsstøði ikki er galdandi lóggáva, men tað, sum møguliga fer at galda í framtíðini, sum ikki er sannlíkt. Slíkt ber ikki til, tí Løgtingið má og skal altíð halda seg til lóggávuna, sum er galdandi í dag.
Tá ið landsstýrismaðurin ikki vil spyrja ríkisumboðsmannin, má hetta takast sum tekin um, at lógarheimildin ikki er í lagi.
Er svar ríkisumboðsins, at lógarheimildin er í lagi, so er einki at ivast í, so kann farast undir at gera løgtingslóggávu um evnið.
Ikki fer at bera til, at eingin fjølmiðlaábyrgdarlóg er, sum hóskar til okkara umstøður. Tí sær Sambandsflokkurin onga aðra loysn enn at gera broyting í samtykta ríkislógartilmælinum soleiðis, at løgmálaráðharrin tekur undir við at seta lógina í gildi fyri Føroyum.
Samsvarandi hesum verður tí hetta uppskot sett fram.
24. mars 2000. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 24. mars 2000 er tað beint rættarnevndini.
Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi 1. mai 2000
Meirilutin (Sámal Petur í Grund, Signar á Brúnni, Hildur Patursson, Eyðun Viderø og Rúna Sivertsen) tekur ikki undir við uppskoti Sambandsflokksins og vísir annars til viðmerkingarnar í løgtingsmálunum nr.50/1999 og 51/1999.
Ein minniluti (Hans Pauli Strøm og Alfred Olsen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Ein villa er tó komin í § 41.
Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
Í § 41 verður aftaná "en formand" skotið inn "og en næstformand"
2. viðgerð 5. mai 2000. Broytingaruppskot
frá minnilutanum fall 14-0-18.
Ríkislógartilmæli fall 13-1-18.
Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.