Fjølmiðlaábyrgd - løgtingslóg

 

51  Uppskot til  samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 2000, 4. februar, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

Mælt verður landsstýrinum til at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.

Viðmerkingar

Víst verður til uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgd, dagfest 31. januar 2000, og verður mælt til, at hesi mál verða viðgjørd undir einum.

1. viðgerð 9. februar 2000. Tingmálini nr. 50 og nr. 51 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 2000, og eftir 1. viðgerð tann 9. februar 2000 er tað beint rættarnevndini.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 17. og 24. februar, 9., 22. og 23., mars og 1. mai 2000

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann.

Nevndin hevur í málinum fingið skriv frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og Ríkisumboðnum.

Ein meiriluti (Sámal Petur í Grund, Signar á Brúnni, Hildur Patursson, Eyðun Viderø og Rúna Sivertsen) heldur, at vit eiga at hava føroyska lóggávu á økinum og tekur undir við landsstýrinum í ætlanum tess at fáa okkum føroyska lóggávu á økinum og vísir annars til viðmerkingarnar í løgtingsmálunum nr.50/1999 og nr. 99/1999.

Ein minniluti (Hans Pauli Strøm) tekur undir við uppskoti landsstýrisins við hesum viðmerkingum: Javnaðarflokkurin tekur undir við, at farast skal undir fyrireikandi arbeiði til at gera eina føroyska løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.

Javnaðarflokkurin ásannar tó, at hetta lógarøkið ikki enn er yvirtikið sum føroyskt sermál. Við eini samdari rættarnevnd varð tí fyrispurningur settur landsstýrismanninum í lógarmálum, Høgna Hoydal, um hesin kundi útvega rættarnevndini áskoðan ríkismyndugleikanna til, í hvønn mun og á hvønn hátt føroysk lóggáva kundi gerast á hesum økinum. Tá ið landsstýrismaðurin tó bart út noktaði at útvega rættarnevndini svar til henda fyrispurning, vil Javnaðarflokkurin harðliga átala slíka politiska arrogansu móti løgtingsnevndini.

Javnaðarflokkurin vísir tó á, at tá Løgtingið ikki enn hevur ta neyðugu heimildina at gera løgtingslóg á hesum økinum, skal landsstýrismaðurin tí, sum tað fyrsta í sínum fyrireikandi arbeiði, syrgja fyri at útvega Løgtinginum heimildina at lóggeva á hesum økinum við at gera tað neyðugu yvirtøkuna av málsøkinum.

Hetta kann gerast, hóast fjølmiðlaábyrgd hvørki er nevnd á lista A ella B í heimastýrislógini. Vísast kann til, at tá onnur málsøki, sum fjølmiðlaábyrgd nátturliga hoyrir saman við sum t.d. útvarps- og sjónvarpslóggáva, eru yvirtikin, er ikki nøkur forðing fyri, at fjølmiðlaábyrgd eisini verður yvirtikin.

Ikki fyrr enn tað er gjørt, kann landsstýrismaðurin gera, sum sagt verður í sjálvum heitinum á hesum uppskoti hansara til samtyktar, nevnliga "leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd".

Av tí at landsstýrismaðurin og deild hansara hava so nógv um at vera við øðrum stórmálum, kann tað taka drúgva tíð at fáa arbeiðið liðugt at gera nýggju, føroysku fjølmiðlalógina og fremja neyðugu yvirtøkuna, so hon eisini kann viðgerast og setast í verk eftir galdandi reglum. Ímeðan hetta fer fram, eigur Løgtingið at syrgja fyri, at virkandi lóggáva er á økinum, við at gera tær neyðugu ábøturnar á verandi ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg (lm. nr. 99/1999), so henda kann fáast at virka sum skjótast - og ikki gera, sum landsstýrið biður um (lm. nr. 50) : nevnliga at taka av hetta ríkislógartilmælið.

Ein minniluti (Alfred Olsen) tekur undir við, at vit hava eina fjølmiðlaábyrgdarlóg í Føroyum, men metir ikki, at lógarheimild er fyri at gera løgtingslóg á økinum undir verandi heimastýrisskipan, og tá sitandi landsstýrismaður í lógarmálum noktaði fyri at útvega rættarnevndini upplýsingar frá Ríkisumboðnum, sum møguliga kundu greitt spurningin um lógarheimildina, og tá Løgtingið altíð má og skal halda seg til ta lóggávu, sum er galdandi, mælir minnilutin Løgtinginum til at fella uppskotið. Minnilutin vísir annars til viðmerkingarnar í løgtingsmálinum nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.

2. viðgerð 5. mai 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 23-2-7. Málið avgreitt.

J.nr. 636-1/95