Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2001

 

1-8  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2001

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Tikið aftur

Ár 2001, 13. februar, legði Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg fyri

februar 2001

  

Almennar viðmerkingar

Í løgtingsmáli nr. 59/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta partapening í P/f Smyril Line, verður skotið upp at heimila landsstýrinum at tekna 25 mió. kr. í nýggjum A-partapeningi í P/f Smyril Line. Mælt verður tí til, at eykajáttan á 25 mió. kr. verður veitt til endamálið. Uppskotið hækkar útreiðslurnar á fíggjarlógini 2001 við 25 mió. kr. Víst verður annars á viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 59/2000.

Høvuðsyvirlit 

§ 6. Vinnumál 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

25.000

25.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Samferðsla og samskifti

25.000

-

6.38.2. Samferðsla

25.000

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

Tús. kr.

6.38.2. Samferðsla

Nýggj konto. Partapeningur í P/F Smyril Line

J

-

EYJ

25.000

Viðmerkingar 

Nýggj konto. Partapeningur í P/f Smyril Line

Endamálið við játtanini er at seta partapening í P/f Smyril Line.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

.

25.000

25.000

01. Partapeningur í P/f Smyril Line

Útreiðslur

-

25.000

25.000

81. Keyp av virðirbrøvum

-

25.000

25.000

1. viðgerð 15. februar 2001. Løgtingsmálini 1-8 og 59 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina.

Á tingfundi 27. februar 2001 boðaði formaðurin frá, at Javnaðarflokkurin í skrivi, dagfest 23. februar 2001, sigur frá, at uppskotið verður tikið aftur.