Makrelstovnur

 

79  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2001

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Høgni Hoydal, varaløgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2001

Vísandi til § 52 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya góðkennir Løgtingið hjáløgdu avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2001.

Viðmerkingar

Stutt søguligt baksýni
Makrelur er eitt av teimum pelagisku fiskasløgunum, sum er í føroyskum sjógvi, og er grundarlag undir lønandi fiskiskapi í føroyskum sjógvi. Sjálvir hava føroyingar ikki havt støðugan fiskiskap eftir makreli í egnum sjógvi, men hava harafturímóti grundað sín fiskiskap eftir makreli á atgongd at fiska í norskum og ES sjógvi gjøgnum tær árligu sínámillum fiskiveiðuavtalurnar millum ávikavist Føroyar og Noreg og Føroyar og ES. Fiskiveiðuavtalurnar hava samstundis givið bæði Noreg og ES rætt at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Tey seinastu árini hava føroysk skip tó eisini fiskað nakað av makreli í egnum sjógvi.

Tann tjóðin, sum hevur fiskað mest makrel í føroyskum sjógvi, er Russland. Russisk skip hava innan fyri ta sínámillum fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland havt loyvi at veiða makrel í føroyskum sjógvi síðani 1981. Hetta hevur verið fyriskipað bæði sum royndarveiða, sum ávís kvotunøgd og sum ein ávísur prosentpartur av teirra svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi, sum ásett í avtaluni. Tey seinastu árini hevur tann loyvdi parturin verið uppi á 18% - í 1999 tó 15,5%. Okkurt ár hevur makrelveiðan hjá russiskum skipum verið uppi á umleið 24.000 tons.

Í sambandi við at strandarlandaavtalan um makrelin varð gjørd fyri 2000, var russiski fiskiskapurin eftir makreli í 2000 avmarkaður við eini ávísari kvotu – 10.000 tons. Hetta er eisini avtalað at verða galdandi í 2001.

Føroyar viðurkenning sum strandarland
Tann støðugi fiskiskapurin hjá russiskum skipum eftir makreli í føroyskum sjógvi hevur verið ein munadygg grundgeving fyri kravi Føroya um at verða viðurkent sum strandarland makreli viðvíkjandi.

Spurningurin um fiskiskapin eftir makreli hevur verið eitt afturvendandi evni undir samráðingunum millum Føroyar og ES um tær árligu sínámillum fiskiveiðuavtalurnar. Undir samráðingunum millum Føroyar og ES í 1988 um fiskiveiðuavtalu fyri 1989 var á fyrsta sinni gjørd ein semja um makrelfiskiskapin hjá føroyskum skipum. Við støði í hesi semju hevur tann føroyski parturin av makrelkvotuni óbeinleiðis verið ásettur fyri hvørt ár sum ein ávísur partur av heildarkvotuni av makreli, sum ES og Noreg hava ásett í teirra sínámillum fiskiveiðuavtalum.

Føroyar hava tey seinastu árini gjørt vart við sína misnøgd við hesa skipan. Føroyska sjónarmiðið hevur verið, at grundað á tann støðuga fiskiskapin eftir makreli í føroyskum sjógvi eiga Føroyar at fáa ein størri lut burtur av heildarkvotuni av makreli. Samstundis hava ES og Noreg gjørt vart við sína misnøgd í sambandi við, at Føroyar hava loyvt Russlandi at fiska makrel í føroyskum sjógvi, uttan at hetta hevur verið mótroknað í kvotuni, sum hevur verið avtalað í teimum árligu sínámillum fiskiveiðuavtalunum millum Føroyar og ES.

Árini 1997 til 1999 bjóðaðu ES og Noreg Føroyum til fundir at viðgera spurningin um eftirlit við makrelfiskiskapinum. Tað kom fram á hesum fundum, at teirra veruliga mál var at skifta orð við Føroyar um tann russiska fiskiskapin eftir makreli í føroyskum sjógvi. Føroyar hava vart skipanina millum Føroyar og Russland við at vísa á, at Føroyar hava rætt til ein størri part av makreltilfeinginum, enn sum higartil hevur verið avtalað. Føroyar hava lagt dent á, at vit meta okkum sum strandarland makreli viðvíkjandi, og at hetta eigur at síggjast aftur í býtinum av veiðumøguleikunum. Eisini fiskiskapurin eftir makreli í altjóða sjógvi hevur verið umrøddur sum partur av einum víðfevnandi eftirliti við fiskiskapinum eftir makreli.

Grundstøðið hjá Føroyum í hesum sambandi er, at Føroyar eru eitt av strandarlondunum. Føroyar høvdu í samráðingunum um sínámillum fiskiveiðuavtalur á heysti 1998 millum Føroyar og Noreg og Føroyar og ES fyri 1999 fingið niðurfelt í avtalurnar, at Føroyar eru eitt av strandarlondunum viðvíkjandi makreli.

Strandarlandasamráðingar í 1999
Fyrsti fundurin millum strandarlondini um makrel var eftir innbjóðing frá Føroyum hildin í Tórshavn 25. og 26. mars 1999. Hetta var á fyrsta sinni, at partarnir formliga høvdu høvi at leggja síni sjónarmið fram í tí forum, sum eftir røttum eigur at hava avgerandi ávirkan á fyrisitingina av makrelfiskiskapinum. Partarnir løgdu dent á, at samsvarandi ST-avtaluna um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmálanum um varðveiting og umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum, hava strandarlondini rætt og skyldu at samstarva um felags fyrisiting av felagsstovnum.

Tað kom týðuliga til sjóndar, at partarnir høvdu ymiskar áskoðanir um eitt møguligt býti av fiskimøguleikunum. Umframt varð eisini tosað um, á hvønn hátt ein framtíðar fyrisitingarætlan viðvíkjandi makreli skal verða skipað, t.d. grundað á fiskifrøðiliga ráðgeving.

Annar fundurin millum strandarlondini var í Brússel 24. og 25. juni 1999. Partarnir royndu at seta teirra sjónarmið meira klárt fram, men ongin møguleiki var fyri semju. Noreg og ES løgdu Føroyar undir at seta fram órímiliga stór krøv.

Tá NEAFC í februar 1999 gjørdi eina samtykt viðvíkjandi makrelfiskiskapinum í altjóða sjógvi fyri 1999, 2000 og 2001, varð samtyktin, eftir kravi frá føroysku sendinevndini, orðað soleiðis, at um strandarlondini ikki samdust um eina heildarkvotu fyri 2000, fór samtyktin fyri 2000 úr gildi. NEAFC hevði ársfund í november, so strandarlondini máttu í november 1999 finna fram til eina semju hesum viðvíkjandi. Føroyar høvdu frammanundan gjørt greitt, at um vit ikki fingu eina nøktandi avtalu millum strandarlondini, fór Danmark (vegna Føroyar og Grønland) ikki at atkvøða saman við Noreg og ES um fyrisitingartiltøk viðvíkjandi fiskiskapinum eftir makreli í altjóða sjógvi fyri 2000.

Triðja samráðingarumfar millum strandarlondini var í Brússel 18. og 19. november 1999. Á hesum fundinum samdust ES, Føroyar og Noreg um eina heildarkvotu fyri makrel í 2000 og um eitt býti millum Føroyar í einum parti og ES og Noreg í einum øðrum. ES og Noreg ynsktu at útseta býtið teirra millum til samráðingarnar um sínámillum fiskiveiðuavtalu fyri 2000. Staðfest verður í fundarsemjuni, at hetta er ein avtala, sum ikki er bindandi fyri møguligar avtalur millum partarnar seinni. Eisini samdust partarnir um eina langtíðar fyrisitingarætlan fyri makrelstovnin.

Avtalan fyri 2001
Á fundi í Brússel 16. og 17. november 2000 millum tey trý strandarlondini var spurningurin um áseting av strandarlandakvotuni fyri 2001 viðgjørdur. Hámarksveiðan, sum tann vísindaliga ráðgevingin frá ICES viðvíkjandi makreli mælir til, er nakað hægri enn tilmælta hámarksveiðan í 2000. Samsvarandi hesi ráðgeving samdust partarnir um at hækka strandarlandakvotuna tilsamans úr 560.000 tonsum upp í 574.000 tons. Hetta er ein øking upp á 2,5%.

Býtið av kvotuni var grundað á sama lutfall, sum semja var um fyri 2000, tá tann fyrsta strandarlandaavtalan varð gjørd. Eftir hesum er partur Føroya 30.750 tons, sum er 5,36% av strandarlandakvotuni.

Skal avtalan fevna um allan makrelin í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum ?
Tann størsti trupulleikin í samáðingunum á hesum sinni var ósemjan millum ta føroysku og norsku sendinevndina á aðrari síðuni og sendinevndina hjá ES á hinari síðuni um, hvussu stóran part av makreltilfeinginum strandarlandasemjan eigur at snúgva seg um.

Fyrisitingarliga hevur makrelstovnurin verið býttur upp í ein norðara part og ein sunnara part. Tann norðari parturin er makrelurin, sum ferðast vestan fyri Írland og Bretsku Oyggjarnar, í føroyskum sjógvi, í Norska havinum og í norskum sjógvi umframt makrelurin í Norðsjónum. Tann sunnari parturin er tann parturin av makrelstovninum, sum fyrisitingarliga verður tengdur at leiðunum suður móti Spania og Portugál (Biskeiavíkini).

Tá tann fyrsta avtalan millum strandarlondini varð gjørd í november 2000, var drúgt orðaskifti um henda spurningin. Ósemjan snýr seg um, at ES vil ikki hava tann sunnara partin at verða ein partur av samráðingunum millum strandarlondini. Í sambandi við avtaluna fyri 2000 gjørdi Noreg eina yvirlýsing, har sagt verður, at allur makrelurin, sum verður veiddur innan fyri løgdømi hjá pørtunum eigur at verða fevndur av avtaluni. ES harafturímóti gjørdi eina yvirlýsing, har sagt verður, at strandarlandasemjan bert skal fevna um tann norðara partin.

Undir samráðingunum um avtaluna fyri 2001 stóðst drúgt orðaskifti um henda spurningin. Føroyar og serliga Noreg hildu uppá, at bæði tann norðari og tann sunnari parturin eiga at verða fevndir av strandarlandasemjuni, meðan ES haraftur ímóti stóð við sítt um bert at viðgera tann norðara partin.

Partarnir kundu ikki semjast um henda spurningin, so aftur hesuferð vórðu yvirlýsingar gjørdar. Hesuferð gjørdu Noreg og Føroyar saman eina yvirlýsing. Partarnir avtalaðu at viðgera spurningin á einum serligum fundi, sum eftir ætlan verður í juni 2001.

Atgongd at fiska
Undir samráðingunum millum strandarlondini hava Føroyar lagt stóran dent á, at eins og við avtaluni millum strandarlondini viðvíkjandi norðhavssildini eiga partarnir at semjast um, at partarnir kunnu veiða ein part í sjóøkinum hjá hinum pørtunum. Hetta er ikki niðurfelt í sjálvan avtalutekstin, men tá strandarlandaavtalan varð gjørd á fyrsta sinni í november 1999, vóru partarnir sinnaðir at avtala slíka mannagongd í teimum komandi sínámillum fiskiveiðuavtalunum. Føroyar mettu hesa fatanina sum ein sera týdningarmiklan part av samstarvinum millum strandarlondini.

Vísandi á hesa fatan hava Føroyar og Noreg avtalað, at umframt tann partin av makreli, sum gongur beinleiðis inn í sínámillum umskifti av kvotum, kunnu føroysk skip í 2001 umframt fiska 7.535 tons av makreli í norskum sjógvi. Eftir heldur drúgvar samráðingar millum ES og Føroyar í 2000 um henda spurningin eydnaðist seint á vári 2000 at gera avtalu um hesar fiskimøguleikarnar fyri 2000. Fyri 2001 hava Føroyar og ES avtalað, at føroysk skip kunnu fiska 4.469 tons av makreli í ES sjógvi umframt tey, sum eru partur av sjálvum kvotaumbýtinum.

Avtalan frá 17. november 2000 er hjáløgd.

1. viðgerð 7. mars 2001. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 14. mars 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2001 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 13. mars 2001.

Nevndin hevur biðið Felagið Nótaskip um at koma á fund við nevndina, men teir møttu ikki upp.

Í sambandi við nevndarviðgerðina hevur nevndin útvegað sær tey veiðihagtøl, ið vóru frammi undir samráðingunum um hesa avtalu, ið nú er løgd fyri Løgtingið til góðkenningar. Viðlagt álitinum hevur nevndin lagt avrit av hesum veiðihagtølum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 20. mars 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 522-0010/2000