Vinnuligur fiskiskapur

 

2 Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

 

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti vid 1. višgerš
D. Įlit
E. 2. višgerš
F. Einki oršaskifti var viš 2. višgerš, bert įlitini vóršu lisin upp
G. 3. višgerš
H. Oršaskifti viš 3. višgerš

Įr 2001, 29 juli, legši Jųrgen Niclasen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot
til
lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 28 frį 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, viš seinni broytingum, verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. § 27 veršur oršaš soleišis :
  2. "§ 27. Fiskidagar verša įsettir į landleišunum fyri fiskifųr undir fųroyskum flaggi, undantikiš lemmatrolarar stųrri enn 1000 HK, frį 1. september 2001 til 31. august 2002."

  3. § 29, stk. 1 veršur oršaš soleišis
  4. "Innan fyri hvųnn av hųvušsbólkunum av fiskifųrum ķ § 28, stk. 1, sum eru ķ veišiflotanum 1. januar 1995, veršur fiskidagaskipan įsett fyri hesar undirbólkar viš hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum veršur bżtt javnt millum fiskifųrini tó so, at hędd veršur tikin fyri mųguligari umseting av fiskidųgum frį einum fiskifari til eitt annaš ķ sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin:

Bólkur 2:        Partrolarar                                                      6.839 fiskidagar

Bólkur 3:         Lķnuskip yvir 110 tons                                    2.527 fiskidagar

Bólkur 4 A:     Śtróšrarbįtar millum 15 – 40 tons                  4.461 fiskidagar

Bólkur 4 B:     Śtróšrarbįtar stųrri enn 40 tons                      4.400 fiskidagar

Bólkur 5:        Śtróšrarbįtar undir 15 tons į hśkaveiši        22.444 fiskidagar"

§ 2

Henda lóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

Kap. 1. Almennar višmerkingar
Sambęrt grein 22 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap skal lųgtingiš ķ seinasta lagi 18. august fyri komandi fiskiįriš, iš byrjar 1. september, eftir uppskoti frį landsstżrismanninum hava įsett fiskidagar fyri tann partin av fųroyska fiskiflotanum, sum troytir botnfiskiveišu į fųroyska landgrunninum.

Skipanin viš rįšgevingini mótvegis landsstżrismanninum er broytt ķ įr, so landsstżrismašurin nś sambęrt lógini um vinnuligan fiskiskap fęr tvey tilmęli at taka stųšu śt frį. Eitt er frį Fiskirannsóknarstovuni, og eitt frį tķ nżskipašu Fiskidaganevndini.

Įsetingarnar fyri tilmęlinum frį Fiskirannsóknarstovuni eru óbroyttar. Į hvųrjum įri fyri 15. juni skal Fiskirannsóknarstovan lata landsstżrismanninum stovnsmetingar, tilmęli um fiskidagar komandi fiskiįriš, og hvussu fiskiskapurin skal skipast taš komandi fiskiįriš. Broytingar ķ fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundašar į metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvųnn hųvušsbólk av fiskifųrum best tryggjar, at fiskastovnarnir verša gagnnżttir buršardygt.

Skipanin viš rįšgeving frį vinnuni varš umskipaš fyrr ķ įr, tķ stašfest varš, at skipanin viš Stovnsrųktarnevndini og Skipanarnevndini ikki var nóg góš. Bęši Stovnsrųktarnevndin og Skipanarnevndin eru avtiknar, og sett er ķ stašin ein Fiskidaganevnd viš umbošum frį vinnuni į sjónum, iš hava sķtt yrki į sjónum umframt einum formanni, sum landsstżrismašurin velur.

Į hvųrjum įri fyri 22. juni skal Fiskidaganevndin, grundaš į eina mest hóskandi veišu fyri fiskiįriš, lata landsstżrismanninum tilmęli um fiskidagar fyri komandi fiskiįriš, og hvussu fiskiskapurin skal skipast taš komandi fiskiįriš. Broytingar ķ fiskidagatalinum skulu m.a. verša grundašar į metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvųnn hųvušsbólk av fiskifųrum best tryggjar, at fiskastovnarnir verša gagnnżttir buršardygt.

Tilmęliš frį Fiskirannsóknarstovuni
Ķ tilmęlinum frį Fiskirannsóknarstovuni veršur um teir einstųku stovnarnar fųrt fram :

Gżtingarstovnurin av toski er hampiliga vęl fyri. Hann hevur veriš ķ minking seinastu įrini, men nś er vent aftur, tķ góšir įrgangir eru komnir inn ķ stovnin, og vųksturin į fiskinum er sera góšur. Veišitrżstiš er tó alt ov hųgt, og stovnurin vil tķ sjįlvt viš verandi sera góšu lķkindum ķ sjónum fara at minka aftur um nųkur įr, um ikki veišitrżstiš fęst nišur į eitt meira hóskandi stųši.

Gżtingarstovnurin av hżsu hevur veriš ķ minking seinastu trż įrini, tķ at veišitrżstiš hevur veriš alt ov hųgt, samstundis sum at bara tveir góšir įrgangir hava veriš inni ķ stovninum, og er hann nś mettur at vera illa fyri. Veršur hugt at ųllum stovninum, er stųšan ikki heilt so ring, tķ įbendingar eru um, at nżggir, fręgari įrgangir eru komnir inn ķ stovnin. Um hesir įrgangir fįa umstųšur at vaksa, og um veišitrżstiš kemur nišur į eitt meira hóskandi stųši, vil gżtingarstovnurin tķ helst vaksa nakaš aftur nęstu fįu įrini.

Gżtingarstovnurin av upsa er hampiliga vęl fyri, tķ at tilgongdin yvirhųvur hevur veriš góš sķšani mišskeišis ķ nķtiįrunum. Hinvegin er veišitrżstiš nógv vaksiš seinastu tvey įrini, og um taš ikki fęst nišur į eitt meira hóskandi stųši, vil gżtingarstovnurin komandi įrini fara at minka aftur.

Ķ tilmęlinum frį Fiskirannsóknarstovuni og ķ frįgreišing frį fundi ķ Rįšgevandi Nevndini hjį Altjóša Havgranskingarrįšnum veršur męlt til, at landsins myndugleikar miša ķmóti einum meiri hóskandi veišitrżsti fyri toska-, hżsu- og upsastovnarnar enn tey 33%, sum ofta verša nevnd sum eitt mįl. Umframt, at mįliš eigur at vera minni (27% fyri tosk, 20% fyri hżsu og 22% fyri upsa), veršur eisini vķst į, at veišitrżstiš fyri toskastovnin er veruliga stųrri enn tey 33%, so bara taš sigur, at fiskidagatališ eigur at verša sett nišur.

Best hevši veriš, um veišitrżstiš hevši veriš sett nišur viš 25% beinanvegin, men įsannandi at hetta kann verša trupult, męlir Fiskirannsóknarstovan til, at neyšugu skerjingarnar verša framdar yvir eini tvey til trż įr. Lagt veršur afturat, at umframt eiga tiltųk at verša sett ķ verk, iš kunnu tryggja, at t.d. eitt hóskandi dagatal fyri tosk ikki samstundis ųkir ov nógv um veišitrżstiš į hinar stovnarnar.

Tilmęliš frį Fiskidaganevndini
Metingarnar hjį Fiskidaganevndini eru, at toskastovnarnir eru rķmiliga vęl fyri. Um hżsustovnin sigur nevndin, at hżsan eystanfyri og vestanfyri er smįfallandi, mešan hżsan sunnanfyri er betri; eisini veršur vķst į, at taš tykjast tveir góšir įrgangir av hżsu at vera į veg inn ķ fiskiskapin. Um upsan sigur Fiskidaganevndin, at stovnurin sżnist at vera į einum rķmiligum stųši, men tó er upsin heldur smįfallandi.

Ein samd nevnd męlir til, at teir sambęrt § 29, stk. 1 tųku fiskidagarnir, sum ķ verandi fiskiįri eru 548, ikki verša lutašir skipum ķ komandi fiskiįri.

Harumframt męlir nevndin eisini til, at upplżsingar um ikki brśktar fiskidagar pr. 1. juni eru vinnuni tųkir, so fiskifųr betur kunnu leggja til ręttis mųguligt keyp av fiskidųgum seinastu 3 mįnaširnar av fiskiįrinum, tį avmarkaš umseting millum bólkar er loyvd.

Višvķkjandi fiskidagatalinum ķ fiskiįrinum 2001/2002 hevur nevndin tvey tilmęli. Meirilutin ķ nevndini – vinnuumbošini – męlir til, at fiskidagatališ 2001/2002 veršur taš sama, sum dagatališ er ķ verandi fiskiįri. Hetta er grundaš į, at botnfiskastovnarnir verša mettir at vera hampiliga vęl fyri, og tķ at veišitrżstiš ikki er ųkt nevnivert seinasta įriš.

Minnilutin – formašurin – męlir til, at fiskidagatališ fyri komandi fiskiįr veršur skert viš minst 6%. Grundgevingarnar fyri hesum tilmęli eru, at Fiskirannsóknarstovan męlir til munandi nišurskurš ķ verandi veišitrżsti, umframt at formašurin vil taka hędd fyri effektivisering av fiskiorkuni. Sum grundgeving fyri ikki at męla til eins stóran nišurskurš sum Fiskirannsóknarstovan vķsir formašurin į tann ivan, sum vinnan hevur um ta fiskifrųšiligu rįšgevingina, og at įrinini av lķšandi broytingum eru minni fyri vinnuna, enn um broytingarnar henda skjótt.

Višgerš landsstżrismansins
Hetta er fjóršu ferš, at landsstżrismašurin og umsitingin skulu višgera tilmęli frį rįšgevandi stovnum, aftanį at fiskidagaskipanin upprunaliga varš sett ķ verk frį 1. juni 1996. Munurin hesuferš er, at nś eru Stovnsrųktarnevndin og Skipanarnevndin avtiknar, og Fiskidaganevndin sett ķstašin. Tilmęliš hjį Fiskirannsóknarstovuni er sum so ikki višgjųrt ķ Fiskidaganevndini, tó at nevndin hevur havt taš til višgeršar og partvķst styšjar seg til nišurstųšurnar ķ tķ.

Ķ 1997 samtykti lųgtingiš at seta fiskidagatališ nišur viš 12,5%, ķ 1998 viš 5%, men ķ 1999 og 2000 varš ongin broyting gjųrd. Uppskotiš frį landsstżrinum ķ 1998 var at skerja fiskidagatališ viš 10%, ķ 1999 óbroytt fiskidagatal og ķ 2000 at skerja tališ viš 5%.

Nišurstųšan hjį Fiskirannsóknarstovuni er, at veišitrżstiš į bęši toska-, hżsu- og upsastovnin er ov stórt og eigur at minka. Um stųšuna ķ stovnunum veršur tó fųrt fram, at fyri toskastovnin, sum hevur veriš ķ minking seinastu įrini, er vent, og góšir įrgangir eru komnir inn ķ stovnin, og vųksturin er sera góšur, og at fyri hżsustovnin sum heild er stųšan ikki so heilt ring, tķ įbendingar eru um, at nżggir fręgari įrgangir eru komnir inn ķ stovnin, og at upsastovnurin er hampiliga vęl fyri, og tilgongdin yvirhųvur hevur veriš góš sķšani mišskeišis ķ nķtiįrunum. Fyri at varšveita hesa gongd męlir Fiskirannsóknarstovan til at minka veišitrżstiš nišur į eitt meira hóskandi stųši.

Viš fiskidagaskipanini varš mišaš ķmóti at veiša umleiš ein trišing av stovnunum toski, hżsu og upsa. Hesin veišisetningur er tó undir tķ, sum ķ mesta lagi kann verša veitt śr stovnunum einstakt įr. Fyri hżsu og upsa veršur hesin veišisetningur hildin, mešan veišan av toski er omanfyri.

Meirilutin ķ Fiskidaganevndini metir, at meginparturin av effektivitetsbatunum hendu beinanvegin, sum fiskidagaskipanin varš sett ķ verk, og at ikki stórvegis generellir batar fara fram nś; meiri eru taš einstakir batar hjį einstųkum fiskifųrum, sum samanlagt ikki įvirka samlaša veišitrżstiš nevnivert. Formašurin ķ Fiskidaganevndini fųrir har afturķmóti fram, at effektivitetsųkingin ķ fiskiorkuni kann vęntast at fara fram stųšugt og eigur at verša tikin inn aftur, viš at fiskidagatališ veršur minkaš, so veišitrżstiš ikki ųkist. Tķ eigur į hvųrjum įri ein nišurskuršur at verša framdur til tess at stilla veišitrżstiš.

Fiskimįlastżriš hevur ķ sķni višgerš ikki styšjaš seg til nakra frįgreišing, sum višger tey bśskaparligu višurskiftini ķ fiskiflotanum. Ķ frįgreišingini frį Skipanarnevndini ķ 1998 varš vķst į, at fiskiflotin, sum fiskar botnfisk undir Fųroyum, ikki er bśskaparliga buršardyggur, um hugsaš veršur um endurnżgging av flotanum uttan eksterna peningajįttan. Ein bśskaparlig framlųga, sum er endurgivin ķ somu frįgreišing, stašfestir m. a., at fiskidagatališ eigur at verša lękkaš fyri at skunda undir kapasitetstillaging ķ flotanum, so hann kann gerast bśskaparliga sjįlvberandi.

Sitandi landsstżrissamgonga hevur sett sęr sum mįl, at taš bśskaparliga grundarlagiš undir fiskiflotanum veršur styrkt. Hetta er ein av hųvušsmįlsetningunum ķ fiskivinnupolitikkinum hjį samgonguni. Mįliš er stušulsfrķ vinna, iš sjįlv klįrar at endurnżggja seg, og taš ber til ķ dag at stašfesta, at stušulin er burtur og at fķggjarliga stųšan hjį vinnuni er so nógv betri, at nś eru sįttmįlar gjųrdir um nżggj skip til heimaflotan. Tann tilętlaša tillagingin er byrjaš, og viš at samanleggja veišiloyvi verša fęrri eindir. Stabilitetur er umrįšandi, og tķ mugu broytingar henda lķšandi.

Taš veršur soleišis skotiš upp at hava óbroytt fiskidagatal fyri verandi bólkar komandi fiskiįr, tó veršur skotiš upp at strika teir tųku fiskidagarnar sambęrt § 29, stk. 1 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap. Taš er somuleišis neyšugt at ansa vęl eftir, at veišitrżstiš ikki gerst ov stórt į hvųnn fiskastovn sęr, og taš mį verša fylgt vęl viš gongdini komandi fiskiįr, og um neyšugt mugu tiltųk sum vķškašar frišingar setast ķ verk. Bśskaparliga kósin hjį heimaflotanum er rųtt, og fiskiskapurin er stųšugur um 100 tśs. tons įrliga, sķšani fiskidagaskipanin kom.

Ķ uppskoti frį landsstżrinum ķ seinastu tingsetu um broytingar ķ lógini um vinnuligan fiskiskap at įseta fiskidagatal fyri fiskiįriš 2000/2001 var skotiš upp, at eisini lemmatrolarar yvir 1000 HK (bólkur 1) kemur undir fiskidagaskipan, men lųgtingiš tók ikki undir viš uppskotinum. Samsvarandi grein 22, stk. 1 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap skal viš lųgtingslóg verša įsett fiskidagatal fyri botnfiskaveišu į fųroyska landgrunninum hvųrt fiskiįriš. Ķ trįš viš hesa lógarįseting hevur Fiskimįlastżriš aftur tikiš stig til at gera eitt uppskot um, hvussu lemmatrolararnir koma undir dagaskipan. Settur er ein arbeišsbólkur viš umbošum frį felųgunum fyri lemmatrolarar, lķnuskip, partrolarar og śtróšrarbįtar og umsitingini at gera uppskot, men arbeišiš er ikki lišugt enn. Til ein onnur loysn er samtykt, fer Fiskimįlastżriš ķ kunngerš at įseta somu skipan fyri lemmatrolararnar fyri komandi fiskiįr, sum hevur veriš galdandi hetta fiskiįriš.

Uppskotiš hevur veriš til ummęlis ķ Fiskivinnurįšnum, sum tekur undir viš uppskotinum.

Kap. 2. Avleišingar av uppskotinum
Uppskotiš veršur ikki mett at hava fķggjarligar ella umsitingarligar avleišingar fyri land ella kommunur ella avleišingar fyri umhvųrviš. Heldur ikki veršur mett, at uppskotiš ber ķ sęr sosialar avleišingar fyri įvķsar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Uppskotiš ber ķ sęr, at heimaflotin fęr somu fiskidagar til nżtslu komandi fiskiįr. Uppskotiš fęr ikki umsitingarligar avleišingar fyri vinnuna.

Uppskotiš er ikki tengt at millumtjóša sįttmįlum.

 

 

 

 

Fyri landiš/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri plįss/
ųkir ķ
landinum
Fyri įvķsar samfelags
bólkar/felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fķggjarligar/
bśskaparligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleišingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar
avleišingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleišingar
   

 

 

Nei

 

Kap 3. Serligar višmerkingar
ad. 1). Her veršur įsett tķšarskeišiš, sum fiskidagar verša įsettir fyri, og teir skipabólkar, iš koma undir skipanina viš fiskidųgum.

ad. 2). Ķ § 29, stk. 1 veršur fiskidagatališ fyri hvųnn skipabólk og undirbólk įsett, samstundis verša teir 548 fiskidagarnir ķ verandi fiskiįri strikašir.

Skjųl:
Skjal 1: Tilmęli frį Fiskirannsóknarstovuni
Skjal 2: Tilmęli frį Fiskidaganevndini


1. višgerš 2. august 2001. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum 8. august 2001 legši fram soljóšandi

Įlit

Mįliš er lagt fram av landsstżrinum tann 29. juli 2001 og eftir 1. višgerš tann 2. august 2001 beint ķ vinnunevndina.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi 8. august 2001 og hevur undir višgeršini havt fund viš stjóran į Fiskirannsóknarstovuni, umboš fyri fiskidaganevndina og landsstżrismannin ķ fiskivinnumįlum.

Ein samd nevnd tekur undir viš uppskotinum og męlir lųgtinginum til at samtykkja taš.

Henrik Old og Dan R. Petersen hava harumframt hesar višmerkingarnar: Vit eru flest ųll samd um, at fiskidagaskipanin er tann fręgasti hįtturin at regulera fiskiskapin į Fųroyagrunninum viš.

Skal skipanini verša lķv laga, so er neyšugt alla tķšina at taka hędd fyri einum mųguligum ųktum veišistrżsti, iš stendst av endurnżggjan til meira effektiv skip.

Taš, at landsstżrismašurin ikki tekur sjónarmišini hjį Fiskirannsóknarstovuni og formanninum ķ fiskidaganevndini viš ķ sķni meting, hevši ķ hesum fųri ta avleišing, at formašurin ķ fiskidaganevndini segši seg frį.

Higartil hevur ikki veriš mųguligt at funniš fram til, ķ hvųnn mun śtskifting av skipum įvirkar veišitrżstiš. Tį ein stųrri śtskifting ķ flotanum fer ķ gongd, veršur neyšugt at minka um veišitrżstiš samstundis, og ein mųguleiki hevši veriš, at vinnan sjįlv var viš til at goldiš fyri, at fiskidagar verša keyptir śt śr skipanini soleišis, at teir, iš eftir eru, fįa betri veišimųguleikar og umstųšur sum heild. Vit hava roynt skipanina viš at fiska so at siga hvųnn dag ķ įrinum, śrslitiš varš, at so at siga ųll fiskivinnan stešgaši upp. Viš einum hųgum oljuprķsi og hųgum rakstarśtreišslum sum heild so er meira neyšugt nś enn nakrantķš, at veišan fyri hvųnn fiskidag veršur so góš sum gjųrligt. Taš er ikki tališ į fiskidųgum, sum er mest umrįšandi, men heldur góš veiša teir dagar, fiskaš veršur. Tķ er sera umrįšandi, at fiskidagatališ veršur reguleraš so hvųrt, sum veišitrżstiš ųkist.

2. višgerš 10. august 2001.Uppskotiš samtykt 23-1-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 14. august 2001. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 26-1-0.

Lms.j.nr.: 522-0007/2000
Fms.j.nr.: 200010318-4/110
Ll.nr. 115 frį 15.08.2001