Skattur - skattalógin

 

34  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2001, 16. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

(skattalógin) 

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

§ 1

  1. § 5, stk. 5 verður strikað.
  2. § 25, nr. 3 verður orðað soleiðis: "3) renta ella vinningur av lánsbrøvum, partabrøvum og øðrum virðisbrøvum, av útistandandi fíggjarkrøvum og av útlæntum peningi, tó ikki vinningsbýti og rentuinntøkur, sum eru fevndar av lóg um skatt av kapitalvinningi."
  3. Í § 29, nr. 3 verður "og 5" strikað.
  4. § 29, nr. 15 verður strikað.
  5. § 30 verður strikað.
  6. § 33, nr. 5, litra b, 2. pkt. verður orðað soleiðis: "Lækkingarupphæddin verður minkað við tí inntøkuparti skuldarans, sum stendst av frígivnu skuldini, og sum er skattskyldugur eftir lóg um skatt av kapitalvinningi."
  7. § 38, 2. pkt. verður strikað.
  8. Í § 120, stk. 4, 3. pkt. verður "§ 4 a, stk. 2 og 3 í løgtingslóg um skatt av vinningi í sambandi við sølu av virðisbrøvum." strikað. Í staðin verður sett "§ 29 í lóg um skatt av kapitalvinningi."
  9. Í § 120, stk. 5, 2. pkt. verður "§ 4 a, stk. 2-3 í virðisbrævaskattalógini." strikað. Í staðin verður sett "§ 29 í lóg um skatt av kapitalvinningi."

§ 2 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 16. november 2001.

Almennar viðmerkingar

Broytingarnar, sum landsstýrismaðurin við fíggjarmálum í hesum lógaruppskotinum mælir til verða gjørdar, eru fylgibroytingar í sambandi við lógaruppskotið til nýggja kapitalvinningsskattalóg, sum eisini verður lagt fyri tingið á hesum sinni. Víst verður tí eisini til almennu viðmerkingarnar til uppskot til løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi.

Avleiðingar av uppskotinum
Víst verður til almennu viðmerkingarnar til uppskot til lóg um skatt av kapitalvinningi.

Serligar viðmerkingar

  1. Sambært § 5, stk. 5 skal renta av innistandandi í føroyskum peningastovnum og postgiro, sum hin skattskyldugi ella persónar, ið verða skattaðir saman við honum, hava fingið frá avkomi, foreldrum (heruppií eisini ættleiðingarforeldrum) ella abba ella ommu, teljast við í skattskyldugu inntøkuni.
  2. Ásetingin verður nú strikað, soleiðis at øll rentuinntøka verður viðgjørd eins eftir lóg um skatt av kapitalvinningi.

  3. § 25, nr. 3 verður umorðað, og hervið verða litra a,b og c strikað úr ásetingini í nr. 3.
    § 25, nr. 3 er í núverandi lóg orðað soleiðis:
  4. 3) renta ella vinningur av lánsbrøvum, partabrøvum og øðrum virðisbrøvum, av útistandandi fíggjarkrøvum og av útlæntum peningi, tó ikki:

  1. Vinningsbýti frá partafeløgum, lutafeløgum o.ø. skrásett í Føroyum, sbr. § 1, nr. 8-16 í hesi løgtingslóg.
  2. Renta av føroyskum lánsbrøvum, sum verður skattað eftir reglunum í løgtingslóg um rentuskatt. Sum føroysk lánsbrøv er at skilja lánsbrøv, givin út í Føroyum av føroyskum almennum myndugleika, eftir góðkenning landsstýrisins.
  3. Renta av peningi innistandandi í føroyskum peningastovnum og postgiro, sum verður skattað sambært løgtingslóg um rentuskatt. Sbr. tó § 5, stk. 5 í hesi løgtingslóg.

Í sambandi við at allar rentuinntøkur og alt vinningsbýti skal viðgerast eftir nýggju lógini um skatt av kapitalvinningi, verða undantøkini í nr. 3 umorðað soleiðis, at alt vinningsbýti og øll rentuinntøka, sum eru fevnd av lóg um skatt av kapitalvinningi, ikki eru skattskyldug inntøka eftir skattalógini.

  1. § 29, nr. 3 vísir til § 5, stk. 5. Tá § 5, stk. 5 verður strikað, verður henda ávísing eisini strikað.
  2. § 29, nr. 15 ásetur, at rentutilskriving av innilæstum dýrtíðarviðbótum, sambært lóg nr. 7 frá 9. januar 1980 um "Lønmodtagernes dyrtidsfond", ikki skal teljast til skattskyldugu inntøkuna.
  3. Sambært nýggju lógini um skatt av kapitalvinningi er øll rentuinntøka fevnd av nýggju lógini. Tá henda lóg er úttømandi, eru ongar rentuinntøkur fevndar av skattalógini, og tað er tí ikki neyðugt við eini áseting, sum undantekur hesar rentuinntøkur frá skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini.
    Sambært § 10, stk. 2, nr. 3 í lóg um skatt av kapitalvinningi skal rentutilskriving av innilæstum dýrtíðarviðbótum ikki skattast.

  4. § 30 viðger vinningsbýti. Vinningsbýti skal ikki longur viðgerast eftir skattalógini. Harafturímóti skal alt vinningsbýti verða viðgjørt eftir reglunum í lóg um skatt av kapitalvinnningi. Víst verður til uppskotið um lóg um skatt av kapitalvinningi.
  5. Í § 33, nr. 5, litra b verður skotið upp at vísa til lóg um skatt av kapitalvinningi. Orsøkin til hesa broyting er, at møguligur vinningur við neyðskuldarsemju ella skuldareftirgeving, ella sjálvbodnari skuldarsemju nú verður skattað eftir lóg um skatt av kapitalvinningi. Einasta broyting, sum her verður gjørd, er, at tað eftir uppskotinum verður víst til lóg um skatt av kapitalvinningi.
  6. § 38, 2 pkt. Ásetur, at rentur av ov nógv goldnum skatti, ið nevndar eru í § 79, 3. og 4. stk., skulu ikki teljast við í skattskyldugu inntøkuna.
  7. Sambært nýggju lógini um skatt av kapitalvinningi er øll rentuinntøka fevnd av nýggju lógini. Tá henda lóg er úttømandi, eru ongar rentuinntøkur fevndar av skattalógini, og tað er tí ikki neyðugt við eini áseting, sum undantekur hesar rentuinntøkur frá skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini.
    Sambært § 10, stk. 1, nr. 2 í lóg um skatt av kapitalvinningi skal renta av og nógv goldnum skatti ikki skattast.

  8. Her verður gjørd tann broyting, at ávísingin til virðisbrævaskattalógina, sum ásetur, nær ein partabrævaeigari er høvuðspartabrævaeigari, verður strikað, og í staðin verður víst til § 29 í nýggju lógini um skatt av kapitalvinningi, sum er sama áseting, sum var í § 4 a, stk. 2 og 3 í virðisbrævaskattalógini.
  9. Sama broyting sum í pkt. 8.

1. viðgerð 27. november. Tingmálini nr. 33, 34 og 35 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 19. desember 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 16. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 27. november 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið saman við tingmáli nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a., og nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), og hava øll málini fingið somu viðgerð. Víst verður á viðmerkingarnar í tingmáli nr. 35/2001.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Á tingfundi 19. desember 2001 var atkvøtt, sambært § 85 í tingskipanini, um at víkja frá øllum tíðarfrestum. Samtykt 17-0-0.

2. viðgerð 20. desember 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 169 frá 21.12.2001