Ferðagjald

 

36  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi
 

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 1, stk. 5 verður "Føroya Gjaldstova" broytt til: "Toll- og Skattstova Føroya".

2) Eftir § 4 verður sett sum § 4a:

"§ 4a. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at kanna roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá teimum í § 1 nevndu flutningsfyritøkum og umboðsfólkum teirra í Føroyum.

Stk. 2. Tilfarið, ið er nevnt í 1. stk., skal eftir áheitan frá Toll- og Skattstovu Føroya latast Toll- og Skattstovu Føroya.

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 37 frá 26. mai 1988 við seinni broytingum úr gildi. 

Almennar viðmerkingar
Uppskotið gongur í stuttum út uppá at gera tær broytingar, sum eru neyðugar fyri at Toll-og Skattstovan við kanningum kann útinna tað eftirlit, sum tørvur er á í sambandi við fyrisitingina av lógini.

Uppskotið hevur ikki eyka útreiðslur við sær.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Ad. 1) Pantiheimildin skal framyvir vera hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Tí er neyðugt við hesi broyting.

Ad. 2) Uppskotið gongur út uppá at fáa heimild til at kanna øll skjøl hjá teimum fyritøkum, ið hava skyldu at gjalda ferðagjald til landskassan.

1. viðgerð 17. november 1998. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð 17. november 1998 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Viðvíkjandi broyting nr. 1 verður víst á viðmerkingarnar í álitinum í tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Viðvíkjandi broyting nr. 2 greiddi landsstýrismaðurin nevndini frá, at tað er eitt krav frá landsgrannskoðaranum, at heimild verður fingin til at kanna øll skjøl hjá teimum fyritøkum, ið hava skyldu at gjalda ferðagjald til landskassan.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 18. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 22. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2520-37/93
Ll.nr. 98/1998 frá 29.12.1998