Útlendingalóg

 

42  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Víkja frá tíðarfreist
F. Álit
G. 2. viðgerð
H. Orðaskifti við 2. viðgerð
I. 3. viðgerð

Ár 2000, 19. desember, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot ( skjal 1) til "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven" við hesum broytingum:

  1. Í § 9, stk. 1, nr. 2, verður talið "25" broytt til: "18" í tveimum førum.
  2. § 9, stk. 2, nr. 7, verður strikað.
  3. Í § 9, stk 4, 7, 8, 9, 10 og 11, § 14, stk. 1, nr. 4, og § 19, stk. 6, verða tilvísingarnar til § 9, stk. 2, nr. 7, strikaðar.
  4. Í § 22, nr. 4 og 6, § 25 a, stk. 1, nr. 1, § 50, stk. 2, § 50 a, stk. 1 og 2, § 59, stk. 4, verður orðið "straffeloven" broytt til: "den for Færøerne gældende straffelov".
  5. Í § 33, stk. 1, verður "Meddeles en udlænding, der er indkvarteret i Danmark, jf, § 42 a, stk. 1, opholdstilladelse på Færøerne, skal afgørelsen herom indeholde en frist for udrejse af Danmark." strikað.
  6. Í § 35, stk. 2, § 37, stk. 1, § 37 c, stk. 3, § 40, stk. 3, § 51, stk. 2, § 52, stk. 1, verður "retten på Færøerne" broytt til: "Færøernes ret".
  7. Í § 42 a, stk. 6, verður "om fornødent í Danmark." strikað.

Samstundis verður mælt ríkismyndugleikunum til at seta úr gildi "Anordning nr. 728 frá 22. juli 2000 om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".

 

Viðmerkingar

I. Almennar viðmerkingar

Mælt verður til, at hetta mál og løgtingsmál nr. 41/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen- konventionen", verða viðgjørd undir einum.

Tann 4. mai 2000 samtykti Løgtingið í løgtingsmáli nr. 89 uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".

Í framhaldi av hesum er danska útlendingalógin jbr. lógarkunngerð nr. 539 frá 26. juni 1999 sett í gildi við kongligari fyriskipan nr. 728 frá 22. juli 2000 fyri Føroyar.

Grundgevingin fyri at dagføra útlendingalógina var, at tað í útgangsstøðinum er ein fortreyt, at galdandi lóggáva í Føroyum og Danmark er á leið tann sama, um so er, at Føroyar skulu knýtast at donsku skipanini í Schengen-samstarvinum og harvið frameftir kunnu varðveita støðuna í norðurlendsku pass-samgonguni.

Í skrivi, dagfest tann 6. oktober 2000 (skjal 2), hava ríkismyndugleikarnir boðað frá, at Danmark gongur inn í Schengen-skipanina tann 25. mars 2001. Tá er avtalað, at øll hini Norðurlondini eisini fara uppí, til tess at varðveita norðurlendska pass-frælsið.

Ríkismyndugleikarnir hava samstundis sent landsstýri og Løgtingi til ummælis uppskot til broytingar í útlendingalógini, ið umframt tær seinastu broytingarnar, eru neyðugar at fremja afturat, um Løgtingið ynskir, at Schengen-samstarvið eisini skal fevna um Føroyar.

Ríkismyndugleikarnir skjóta í hesum sambandi upp, at ein nýggj konglig fyriskipan verður gjørd, ið inniheldur tær ásetingar, ið eru neyðugar orsakað av Schengen-samstarvinum, og at galdandi kongliga fyriskipan fer úr gildi.

Hjálagt er sostatt eitt samanskrivað og samlað uppskot til nýggja útlendingalóggávu at galda í Føroyum. Ásetingarnar í útlendingalógini, ið verða broyttar, eru strikaðar undir í uppskotinum.

Bæði krøv til Schengen og aðrar broytingar
Talan er fyrst og fremst um neyðugar broytingar í útlendingalógini, um Føroyar skulu lúka krøvini til ein leiklut í Schengen-samstarvinum.

Harafturat skjýtur danska Innanríkisráðið aðrar broytingar upp í útlendingalógini. Hesar hava samband við eina politiska gongd í Danmark, har stjórnin táttar rættiliga í mótvegis innflytarum orsakað av innaríkispolitiskum trýsti. Tað snýr seg eitt nú um familjusamanføring og forsyrgjaraskyldu.

Nærri verður greitt frá hesum niðanfyri.

Landsstýrismaðurin skjýtur í tí sambandi upp, at summir partar av uppskotinum frá danska Innanríkisráðnum ikki verða settir í gildi fyri Føroyar, tí at tað tykist óneyðugt í mun til føroysk viðurskifti.

Harafturat situr ein nevnd og ger uppskot til eina føroyska útlendingalóggávu, sum skal verða liðug til várs. Tá verður høvi hjá landsstýri og Løgtingi at leggja ein veruligan føroyskan útlendingapolitikk – og tí skuldi verið óneyðugt at fylgt teimum mongu politisku broytingum, sum henda í Danmark í dag.

Schengen-sáttmálin og Løgtingið
Fyrireikingarnar til at geva Føroyum eina støðu í Schengen-skipanini byrjaðu hjá undanfarna landsstýri í 1995. Løgtingið hevur tó ikki havt høvi at viðgera spurningin fyrr enn fyrstu ferð á vári 2000, tá ríkislógartilmælið um broytingar í útlendingalógini varð samtykt.

Hetta er at harmast um, tí krøvini í útlendingalógini í sambandi við føroyskt tilknýti til Schengen-skipanina eru rættiliga torgreidd, víðfevnd og prinsipiell, eins og uppskotið til kongliga fyriskipan vísir.

Í løgtingsmáli nr. 89/2000 er í stuttum greitt frá Schengen-skipanini. Har hevur landsstýrið boðað frá, at tað fer at skjóta upp, at Løgtingið samtykkir tær broytingar, ið krevjast, til tess at Føroyar verða góðkendar í Schengen-skipanini, men at dentur eigur at verða lagdur á rættartrygdina hjá útlendingum, sum koma til Føroyar úr londum uttan fyri Schengen-økið.

Schengen-sáttmálin í høvuðsheitum
Danmark hevur undirskrivað Schengen-sáttmálan í 1996, og tað sama hava flestu ES-lond – undantikin eru tó Bretland og Írland.

Schengen-sáttmálin snýr seg í høvuðsheitum um at taka burtur persónseftirlitið (passeftirlit, visum o.a.) á marknaliðunum hjá limalondunum. Eftirlitið verður hinvegin hert við tey ytru mørkini í Schengen-økinum mótvegis borgarum úr londum, ið ikki eru limir í Schengen-samstarvinum.

Limalondini binda seg samstundis til tætt løgreglusamstarv og til at skráseta óynsktar og revsaðar persónar í eini felags skipan, nevnd ISS.

Løgreglan fær eisini møguleika at kanna bilar og persónar inni í londunum, til tess at staðfesta um tey hava lógligt uppihaldsloyvi.

Schengen-skipanin byrjaði í 1985 við eini avtalu millum Týskland, Frakland, Holland, Belgia og Luxembourg, og í 1990 varð Schengen-sáttmálin gjørdur.

Síðani hava Belgia, Frakland, Grikkaland, Holland, Italia, Luxembourg, Portugal, Spania, Týskland, Eysturríki, Finland, Svøríki og Danmark undirskrivað sáttmálan. Hartil hava Ísland og Noreg knýtt seg uppí við eini sonevndari "associeringsavtalu".

Stórpolitiska ætlanin við Schengen: Ein ringur um Evropa
Schengen-skipanin er íkomin sum partur av ES-samveldinum. Tann „innari marknaðurin" hjá ES krevur frían flutning av kapitali, vørum, tænastuveitingum og persónum – og tað er persónsflutningurin, sum Schengen skal tryggja sambært stigtakarunum.

Í einari stórpolitiskari meting av Schengen-skipanini kann kortini neyvan nakar ivast í, at endamálið er at "leggja ein ring um Evropa", har tey, sum eru innanfyri, skulu verja seg móti teimum, sum eru uttanfyri.

Hetta eru ætlanir, sum eru førdar fram í Miðevropa í mong ár – og í veruleikanum kunnu tær tulkast sera kalt og kyniskt: Tað ríka Evropa skal verja seg móti tí fátæka Afrika og Asia – har fólk hava hug at koma til tað ríkidømið, sum Evropa hevur. Søguliga og enn í dag er ríkidømið í Evropa í stóran mun bygt á virðir úr teimum fyrrverandi hjálondunum, sum í dag stríðast við einaræði og fátækradømi, haðani fólk hava hug at flyta til Evropu.

Eftir hugsan landsstýrismansins er hetta stórpolitiska endamálið við Schengen-skipanini sera ivasamt og onki hugaligt.

Eitt annað og betri grundgivið endamál í Schengen-skipanini er bygt á ta sannroynd, at alneyðugt er við samstarvi millum londini í Evropa um at byrgja fyri brotsverkum, sum fara um landamørk í dag.

Fyri Føroyar er tó ikki nógv í at velja: Antin verða vit knýtt upp í skipanina onkusvegna, ella kunnu vit standa uttan fyri „ringin" og skulu gjøgnum strangt eftirlit til tess at sleppa innum.

Danmark, Føroyar og Norðurlond
Í grein 5 í tí Schengensáttmála, Danmark hevur undirritað, stendur, at sáttmálin fær ikki gildi í Føroyum og í Grønlandi, men at Føroyar og Grønland kunnu knýtast upp í Schengen-økið til tess at varðveita fría ferðing og passfrælsið millum Norðurlond.

Í eini felagslýsing til sáttmála Danmarkar er staðfest, at sáttmálin fær ikki gildi fyri Danmark, fyrrenn ein Schengen-nevnd hevur staðfest, at haldgott eftirlit er við mørkini í Føroyum og Grønlandi, og at felags skrásetingin hjá Schengen kann nýtast í Føroyum og Grønlandi.

Ein sendinevnd fyri Schengen-londini var í Føroyum í 1999 og kunnaði seg við viðurskiftini. Ongir trupulleikar eru staðfestir viðvíkjandi, at Føroyar hava eitt nøktandi eftirlit við innferðing til landið.

Føroyar og Grønland kunnu sostatt ikki gerast limir í Schengen, men kunnu knýtast upp í Schengen-økið við serligum avtalum.

Hetta er á leið sama skipan, sum Ísland og Noreg hava gjørt við Schengen-londini.

Síðani fyrst í nítiárunum hevur verið samráðst um at fáa Ísland og Noreg upp í skipanina, og avtala varð gjørd um hetta í 1996 við teirri sonevndu "associeringsavtaluni". Hesum hava Norðurlond virkað fyri í felag til tess at varðveita fría persónsferðslu (uttan pass-skyldu) millum Norðurlond, sum tey sjálvstøðugu norðurlondini gjørdu avtalu um í 1954.

Norðurlond hava avtalað, at øll undir einum seta Schengen-skipanina í verk 25. mars í ár 2001.

Sostatt er eitt ávíst trýst lagt á Føroyar í hesum máli. Um Løgtingið ikki góðkennir broytingarnar í útlendingalógini, sum hava samband við Schengen-skipanina, so kann Danmark helst ikki seta skipanina í verk. Og avtalan millum Norðurlond um at gera hetta ísenn kann heldur ikki haldast.

Avleiðingar í høvuðsheitum
Broytingarnar, ið verða skotnar upp, hava týdning bæði hjá fólki í Schengen-londunum, og ikki minst hjá fólki úr londum uttan fyri Schengen-økið.

Í høvuðsheitum snýr skipanin seg um, at tey lond, ið eru við í avtaluni, gerast eitt "Schengen-øki". Innan fyri hetta økið verður eftirlitið við persónum, sum ferðast um landamørkini tikið burtur – t.e. at neyðugt verður ikki at vísa pass ella visa o.t. Hevur ein persónur fingið rætt at uppihalda sær í einum Schengen-landi, hevur hann so at siga frítt at fara í øllum Schengen-økinum.

Meðan innaru mørkini fyri persónsferðslu sostatt verða tikin burtur, verður eftirlitið við ytru mørkini hert. Løgreglan skal tryggja, at persónar, ið koma frá einum landi uttan fyri Schengen, verða kannaðir væl – og tí verður eisini gjørd ein felags Schengen-upplýsingarskipan. Hetta er ein felags skráseting av brotsverkum og brotsfólki, nevnd IIS. Tøkniliga skal so verða atgongd hjá løgregluni til hesa skráseting á marknaliðunum til Schengen-økið. Og øll lond í Schengen hava skyldu at skráseta og lata víðari upplýsingar um revsiverd viðurskifti til skrásetingina og løgregluna í hinum londunum.

Harfturat merkir Schengen-sáttmálin, at løgreglurnar í einstøku londunum kunnu kanna persónar inni í landinum og biðja um at fáa samleikaprógv og prógv fyri uppihaldsloyvi.

Har tú fyrr skuldi vísa pass við markið, kanst tú nú verða noyddur at vísa pass ella samleikaprógv, meðan tú gongur á gøtuni.

Løgreglur úr øðrum londum fáa eisini ávísar heimildir at jagstra brotsmenn inni í hinum limalondunum.

Føroyar og Schengen-sáttmálin
Fyri Føroyar merkir tilknýtið til Schengen-skipanina, at hjá føroyingum verður frítt at ferðast millum Norðurlond framhaldandi, og eisini millum hini londini í Schengen. Tá føroyingar ferðast í lond uttan fyri Schengen, verður eftirlitið tó hert í mun til í dag, tá komið verður aftur til Schengen-økið.

Hetta merkir eisini, at borgarar úr Schengen-londunum skulu hava frítt at fara til og úr Føroyum, meðan eftirlitið við marknaliðini í Føroyum skal herðast.

Í Føroyum skulu skrivstovurnar hjá løgregluni kring landið hava atgongd til felags skrásetingina av brotsverkum, og eisini á flogvøllinum í Vágum má verða beinleiðis atgongd til skrásetingina.

Løgreglan fær heimild at kanna fólk, bilar og onnur flutningstól bæði við marknaliðini og inni í landinum, til tess at staðfesta um fólk hava samleikaprógv fyri, at tey lúka treytirnar fyri uppihaldi.

Løgreglan fær eisini skyldu til at skráseta og útflýggja upplýsingar til hini londini um brotslig viðurskiftir og um fólk, ið skulu skrásetast sum óynskt í Schengen-økinum.

Tilmæli til Løgtingið um Schengen-sáttmálan
Samanumtikið heldur landstýrismaðurin:

II. Viðmerkingar til uppskotnu broytingarnar í útlendingalógini

Danskir myndugleikar hava saman við hinum Schengen-londunum viðgjørt, hvørjar broytingar eru neyðugar til tess, at Føroyar og Grønland lúka treytirnar fyri haldgóðum reglum og eftirliti í sambandi við Schengen-skipanina.

Í skjali 3 er nágreiniliga greitt frá teimum innihaldsligu broytingunum, íð neyðugar eru at fremja í útlendingalógini, orsakað av at Føroyar verða knýttar at Schengen-skipanini. Harumframt er greitt frá øðrum broytingum, ið verða skotnar upp í sambandi við politiskar broytingar í Danmark í útlendingalóggávuni.

Tí verða her bert gjørdar viðmerkingar til nakrar av hesum uppskotnu broytingum og greitt frá, hví landsstýrismaðurin mælir til at strika summar teirra.

Í grein 9, stk. 1, nr. 2, verður aldursmarkið fyri, at persónur, sum er giftur ella livir í føstum samlagi við einum, ið hevur fast uppihald í Føroyum, kann fáa uppihaldsloyvi, hækkað úr 18 upp í 25 ár. Grundgevingin er, at danskir myndugleikar siga seg hava royndir av tvingsilshjúna-bondum, og at hetta hægra aldursmarkið skal tryggja tað sjálvbodna í einum hjúnalagi ella samlagi.

Reyði Krossur vísir í sínum hoyringsvari á (skjal 4), at hetta ger mismun á fólki í mun til myndugleikaaldurin, sum er galdandi í allari aðrari lóggávu. Harafturat eru fleiri møguleikar í lóggávuni fyri at kanna, um hjúnaband ella samlag fer fram sjálvboðið, og at forða fyri tvingsli.

Ongin orsøk tykist vera fyri, at hetta aldursmarkið eisini skal hækkast í Føroyum. Ongi ítøkilig dømir finnast í Føroyum um trupulleikar av hesum slag, og møguleikarnir at kanna, um nakar tvingsil fer fram, tá hjúnabond ella samløg verða gjørd, skuldu verið góðir í Føroyum.

Tí skjýtur landsstýrismaðurin upp, at aldursmarkið verður sett til 18 ár framhaldandi, og at grein 9, stk. 2, nr. 7, samstundis verður strikað. Harumframt verða sum avleiðing allar tilvísingar til hesar ásetingar strikaðar í uppskotinum.

Í grein 33, stk.1, verður skotin ein broyting upp, ið tykist heldur ógrundað fyri føroyskar myndugleikar. Innanríkisráðið skjýtur upp, at útlendingar, ið eru komnir til Danmarkar og fáa uppihaldsloyvi í Føroyum, skulu fáa eina freist fyri at fara úr Danmark til Føroya.

Hetta hevur helst samband við málini um kroatisk flóttafólk, sum í ár fingu uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum sum vanligir innflytarar, og sum eftir øllum at døma var eitt stórt innanríkispolitiskt mál í Danmark.

Men sambært hesum uppskoti fær danska útlendingastýrið heimild at játta fólki, ið ikki fáa uppihaldsloyvi í Danmark, eitt uppihaldsloyvi í Føroyum og harafturat at seta teimum freist fyri at fara til Føroya.

Hetta er sera ivasamt, bæði politiskt, fyrisitingarliga og fyri rættartrygdina hjá fólki, ið koma í hesa støðu.

Tí mælir landsstýrismaðurin til, at henda áseting verður strikað í ríkislógartilmælinum.

Í grein 42 a, stk. 6, verður skotið upp, at Føroya Landfúti kann gera av, um persónur, ið hevur søkt um uppihaldsloyvi í Føroyum, skal sendast til Danmarkar, meðan umsóknin verður viðgjørd.

Í grein 42a, stk.1, var annars eftir uppskoti frá landsstýrinum í vár samtykt í Løgtinginum, at Útlendingastýrið skal samráðast við Føroya Landsstýri um, hvar persónur skal húsast í hvørjum føri, tá ein persónur, sum er staddur í Føroyum, biður um uppihaldsloyvi.

Nú verður ein heimild skotin upp til Føroya Landfúta at gera hetta av, hóast ásetingin í grein 42a, stk 1, verður standandi.

Hetta er ein andsøgn, sum ongin grundgeving tykist vera fyri.

Tí mælir landsstýrismaðurin til at strika hesa uppskotnu heimild til Føroya Landfúta.

Viðvíkjandi krøvum til bústaðarviðurskifti hjá útlendingum

Í § 9, stk. 11 og stk. 13, við seinni tilvísingum, skjýtur Innanríksiráðið upp, at tær herdu donsku reglurnar um krøvini til bústað hjá útlendingum verða settar í gildi fyri Føroyar.

Hetta tykist beinleiðis úrslit av einum fordómi um, at summir útlendingar búgva stúgvaðir saman í smáum íbúðum í Danmark, og tí skal útlendingur prógva, at hann hevur íbúð í sámiligari stødd – t.e. helst eftir donskum familjumynstrum.

Tó er sett ein heimild inn í § 9, stk. 13, at innanríksiráðharrin skal samráðast við landsstýrið um, hvussu hetta skal tulkast í Føroyum.

Tí mælir landsstýrismaðurin til, at hetta kann verða standandi í lógini, men at landsstýrið má gera greitt fyri Innanríkisráðnum, at hetta kann og eigur ikki at verða umsitið sum í Danmark.

Íbúðarviðurskifti í Føroyum eru munandi øðrvísi enn í Danmark, og kravið um, at ikki fleiri fólk kunnu búgva á sama bústaði, er bæði mentanarliga og sosialt eitt løgið krav.

Kunnu fleiri ættarlið ikki búgva saman, eins og gjørt hevur verið í Føroyum í øldir og partvíst verður gjørt enn? Og í øðrum lagi: Skulu tað bert verða tey, sum eiga eini stór hús, ið til dømis kunnu gifta seg við útlendingi?

Viðvíkjandi heitunum "straffeloven" og "retten på Færøerne"

Av óskiljandi orsøkum verður í øllum uppskotinum gjørd tann broyting, at heitini "den på Færøerne gældende straffelov", verður broytt til "straffeloven".

Harafturat verður heitið "Færøernes ret", broytt til "retten på Færøerne".

Landsstýrismaðurin mælir til, at heitini "den på Færøerne gældende straffelov" og "Færøernes ret" verða varðveidd.

Ongar av hesum broytingum, hava týdning fyri, at Føroyar lúka treytirnar fyri at taka lut í Schengen-økinum.

Skjøl:

Í skjali 6 er í viðmerkingunum til uppskotið til fólkatingslóg greitt nágreiniliga frá Schengen skipanini. Víst verður tí til skjal 6 viðvíkjandi tí innihaldsliga partinum í Schengen samstarvinum.

Málið varð sent Amnesty International Føroya Deild til hoyringar við svarfreist til 1. oktober 2000. Felagsskapurin hevur ikki svarað.

Yvirlit yvir hjáløgd skjøl:

Skjal 1. Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven.

Skjal 2. Skriv frá Innanríkismálaráðnum til Ríkisumboðsmannin, dagfest tann 6. oktober 2000, og skriv Ríkisumboðsmansins til Løgmansskrivstovuna, dagfest tann 10. oktober 2000.

Skjal 3. Notat vedrørende udkast til ny anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven.

Skjal 4. Notat frá Innanríkismálaráðnum om de indkomne høringssvar vedrørende udkast til ny anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven, dagfest tann 6. oktober 2000

  1. Skriv frá Dansk Flygtningehjælp, dagfest tann 15. september
  2. Skriv frá Dansk Røde Kors, dagfest tann 15. september 2000
  3. Skriv frá Dansk Røde Kors, dagfest tann 21. mai 1997
  4. Skriv frá Dansk Røde Kors, dagfest tann 30. september 1999
  5. Skriv frá Dansk Røde Kors, dagfest tann 21, februar 2000
  6. Skriv frá Dansk Røde Kors, dagfest tann 4. april 2000
  7. Skriv frá Dansk Røde Kors, dagfest tann 2. mai 2000
  8. Skriv frá Advokatrådet, dagfest tann 13. september 2000
  9. Skriv frá Arbejdsministeriet, dagfest tann 25. september 2000
  10. Skriv frá Beredsskabsstyrelsen, dagfest tann 12. september 2000
  11. Skriv frá Flygtningenævnet, dagfest tann 19. september 2000
  12. Skriv frá Foreningen af Statsamtmænd, dagfest tann 12, september 2000
  13. Skriv frá Landfútanum, dagfest tann 19. september 2000
  14. Skriv frá Rigsadvokaten, dagfest tann 20. september 2000
  15. Skriv frá Rigspolitichefen, dagfest tann 7. september 2000
  16. Skriv frá Undervisningsministeriet, dagfest tann 11. september 2000

Skjal 5. Lov om Danmarks tiltrædelse af Schengenkonventionen

Skjal 6. Forslag til lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen- konventionen við viðmerkingum

Skjal 7. Notat om gennemførelsen af artikel 5, stk 2, i Danmarks tiltrædelsesaftale til Schengen- konventionen i forhold til Færøerne.

1. viðgerð 16. januar 2001. Løgtingsmálini 41 og 42 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum 20. mars 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 19. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 16. januar 2001 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. og 30. januar, 6., 13., 15. og 27. februar, 6., 13., 14., 15., 16. og 20. mars 2001.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Toll- og Skattstovu Føroya, løgregluna, Amnesty International Føroya Deild, Reyða Kross, Skrásetingareftirlitið, fartøknifyritøkuna "Kappin", landsstýrismannin í lógarmálum og við Vibeke Larsen, Ríkisumboðsmann, ið kom á fund saman við umboðum fyri Inanríkismálaráðið og Løgmálaráðið.

Frá Ríkisumboðnum hevur nevndin fingið avrit av skrivi, dagfest 12. januar 2001, við viðmerkingum frá Innanríkismálaráðnum til tær broytingar, ið landsstýrið hevur skotið upp at gera í fyriskipanini.

Undir viðgerðini hevur nevndin við skrivi, dagfest 21. februar 2001, sett Ríkisumboðnum ávísar spurningar. Í sambandi við nevndarfund tann 27. februar 2001 hevur nevndin við telduposti, dagfestum 8. mars 2001, og við skrivi, dagfest 12. mars 2001, fingið svar frá Ríkisumboðnum hesum viðvíkjandi.

Ein av spurningunum viðvíkir heimildargrundarlagnum fyri fyriliggjandi uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven.

Nevndin hevur í hesum sambandi víst Ríkisumboðnum á, at sambært uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen", er bara talan um og heimild fyri at seta ásetingarnar í IV parti í Schengen-konvensjónini í gildi fyri Føroyar, men at tað hóast hetta eru fleiri tilvísingar til aðrar partar av Schengen-konvensjónini í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven". Sum dømi hevur nevndin víst á, at Útlendingalógin § 38 m.a. vísir til art. 6 í Schengen-konvensjónini, hóast ríkislógartilmæli um ígildissetan av Schengen-konvensjónini fyri Føroyar einans snýr seg um kap. IV, tvs. art. 92 ff.

Eisini umsiting Løgtingsins er biðin um at gera nevndini eitt upprit, ið viðger sama spurningin, um heimildargrundarlagið fyri uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven". Hetta upprit hevur nevndin fingið við skrivi, dagfest 9. mars 2001.

Umsiting Løgtingsins og Innanríkismálaráðið eru ikki samd um, hvørt "Lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" avmarkar heimildina til beinleiðis at seta Schengen-konvensjónina í gildi fyri Føroyar til bara at fevna um IV part í konvensjónini, ið snýr seg um felags skrásetingarskipanina. Umsiting Løgtingsins førir fram, at hendan avmarking fyriliggur, meðan Innanríkismálaráðið ikki sær nakra avmarking í heimildini.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur við skrivi, dagfest 16. mars 2001, sent nevndini sínar viðmerkingar og sítt tilmæli í málinum. Viðlagt skrivinum frá landsstýrismanninum hevur nevndin fingið eitt upprit frá stjóranum á lógardeildini, dagfest 16. mars 2001.

Landsstýrismaðurin vísir á, at: "Politiska ætlanin við at leggja hesi mál fyri tingið hevur verið heilt greið frá landsstýrinum: At knýta Føroyar upp í ta avtalu, sum norðurlond í felag hava gjørt um Schengen soleiðis, at norðurlendska passfrælsið verður varðveitt. Tað merkir, at Føroyar gerast ikki limur ella partur í Schengen, men fáa so at siga eitt portur inn í økið. Til tað krevst, at eftirlitið við innferð og útferð í Føroyum verður eftir somu reglum sum í Schengen-økinum, og at atgongd er til ta felags skrásetingarskipanina." Tilmæli frá landsstýrismanninum er, at Løgtingið mælir ríkismyndugleikunum til at seta skipanina í gildi, men ger vart við, at Løgtingið metir, at tað eru løgfrøðilig ivamál fyri heimildini, og biður ríkismyndugleikarnar um at kanna hetta.

Nøkur einmælt niðurstøða sæst ikki at kunna fáast upp á omanfyrinevnda løgfrøðiliga tvídrátt, men semja er um, at tann formliga ábyrgdin liggur hjá Innanríkismálaráðnum, um tað veruliga er so, at "Lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" avmarkar heimildina til beinleiðis at seta Schengen-konvensjónina í gildi fyri Føroyar, og Innanríkismálaráðið hóast hetta setir broytingarnar í útlendingalógini í gildi fyri Føroyar í verandi líki.

Fyri at rudda ein hvønn iva av vegnum, ið mátti verið um, hvørjar avleiðingarnar verða, um uttanlandsnevndin mælir til, og Løgtingið hereftir samtykkir hesi bæði uppskot, hevur nevndin heitt á umsiting Løgtingsins um at gera nevndini eitt upprit, ið viðger hendan spurningin. Hetta upprit hevur nevndin fingið við skrivi, dagfest 16. mars 2001.

Umsiting Løgtingsins vísir á, at er talan bert um ein løgfrøðiligan iva, og verður Løgtingið kunnað um hendan iva, samstundis sum mælt verður til, at ein møguligur trupulleiki verður loystur, áðrenn lógirnar verða kunngjørdar fyri Føroyar, so eru ongar avleiðingar av, at uttanlandsnevndin mælir til, og Løgtingið hereftir samtykkir hesi bæði uppskot.

Er talan hinvegin eisini um ein politiskan iva, eigur uttanlandsnevndin at gera Løgtinginum greitt, hvat Løgtingið veruliga samtykkir, um hesi bæði løgtingsmálini verða samtykt.

Áskoðanin hjá Innanríkismálaráðnum, Løgmálaráðnum og Forsætismálaráðnum er, at "Lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" ikki inniheldur avmarkingar fyri, hvørjar ásetingar í Schengen-konvensjónini kunnu setast beinleiðis í gildi fyri Føroyar. Tað má tí væntast, at tað er soleiðis, lógin fer at verða umsitin mótvegis Føroyum, og Løgtingið má tí vera til reiðar at taka undir við hesum, um Løgtingið velur at taka undir við hesum løgtingsmálinum.

Á sama hátt, sum broytingarnar í útlendingalógini við fyriliggjandi ríkislógartilmæli beinleiðis seta artiklar í Schengen-konvensjónini í gildi fyri Føroyar, skulu framtíðar lógarbroytingar, ið seta møguligar aðrar artiklar í Schengen-konvensjónini beinleiðis í gildi fyri Føroyar, sjálvsagt setast í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, og eigur Løgtingið frammanundan hesum at fáa møguleika til, í hvørjum einstøkum føri, at koma við síni áskoðan til spurningin.

Umsiting Løgtingsins hevur víst á, at uttanlandsnevndin og Løgtingið við grundarlagi í hesum mugu taka støðu til, hvør politiska áskoðan teirra er viðvíkjandi ígildissetanini av Schengen-konvensjónini fyri Føroyar.

Ein meiriluti í nevndini (Hergeir Nielsen, Heðin Mortensen, Jógvan við Keldu, Edmund Joensen, Jóannes Eidesgaard og Helena Dam á Neystabø) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Meirilutin vísir á, at skulu Føroyar fáa eitt portur inn í Schengen-økið, so sum landsstýrið hevur ætlað, so hevur hetta víst seg at innibera, at eisini aðrir partar av Schengen-konvensjónini enn kap. IV beinleiðis verða settir í gildi fyri Føroyar.

Hóast hetta tekur meirilutin undir við málinum og hevur í síni støðutakan serliga lagt dent á at varðveita norðurlendska passfrælsið og tað, at føroyingar við hesum eisini fáa munandi lættari við at ferðast í øllum Schengen-økinum, og harvið sleppa undan einum sera neyvum eftirlitið og longum bíðirøðum.

Ein minniluti í nevndini (Jenis av Rana) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin vísir á, at umsiting Løgtingsins ikki metir, at heimildargrundarlagið fyri uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven" er í lagi. Ført verður m.a. fram, at tá útlendingalógin gevur heimild til, at hon kann verða sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, uttan at serstakt er viðmerkt um, at hetta skal síggjast sum eitt undantak til ásetingina í § 5 í "lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen", so má heimildin til eina og hvørja tíð vera avmarkað soleiðis, at í øllum førum ásetingar, ið beinleiðis seta aðrar ásetingar enn tær í IV parti í Schengen-konvensjónini í gildi í Danmark, ikki kunnu verða settar í gildi fyri Føroyar. Um ynski í Føroyum er at taka undir við uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven", mælir umsiting Løgtingsins til, at gjørt verður eitt uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" soleiðis, at neyðugu avmarkingarnar verða tiknar burtur.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum varð á fundi í nevndini tann 13. mars 2001 biðin um at koma við sínum viðmerkingum til hendan tvídrátt í spurninginum um heimildargrundarlagið fyri málinum, ið er til viðgerðar.

Landsstýrismaðurin førdi á fundinum fram, at hann var samdur í niðurstøðuni hjá umsiting Løgtingsins viðvíkjandi heimildargrundarlagnum fyri málinum, men segði, at hann hinvegin ikki kundi taka undir við tilmælinum um, at gjørt verður eitt uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" soleiðis, at neyðugu avmarkingarnar verða tiknar burtur.

Hann førdi fram, at tað eisini politiskt hevur verið ein avgerandi fortreyt, tá málið varð lagt fram, at talan einans var um at seta IV part í Schengen-konvensjónini beinleiðis í gildi í Føroyum. Hann mælti tí til, at nevndin í sínum áliti kemur við uppskoti um at broyta uppskotið til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anording om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven" samsvarandi hesum.

Minnilutin heldur, at fortreytirnar fyri framløguni av hesum uppskoti og harvið eisini fortreytirnar fyri 1. viðgerð í Løgtinginum av uppskotinum hava verið ógreiðar ella beinleiðis skeivar. Minnilutin metir ikki, at tilmælið frá landsstýrinum er so einfalt, og sær seg ikki føran fyri at gera uppskot til neyðugu broytingarnar í nevndini.

Minnilutin metir tað vera neyðugt, at ríkismyndugleikarnir saman við landsstýrinum fáa greiði á hesum viðurskiftum og gera tær neyðugu broytingarnar, áðrenn málini verða løgd fyri Løgtingið til endaliga støðutakan.

Minnilutin viðmerkir, at aftur og aftur undir 1. viðgerð av uppskotinum varð frá landsstýrisins síðu víst á, at talan bara var um at seta IV. part av Schengen-sáttmálanum í gildi fyri Føroyar. Undir hesum fortreytum var 1. viðgerð í løgtingsmálinum, og tað vil siga, at Løgtingið, um tað eftir tilmæli meirilutans í uttanlandsnevndini samtykkir uppskotið, samtykkir eitt uppskot, ið ikki hevur fingið 1. viðgerð, og tað er øllum kunnugt ikki í samsvari við stýrisskipanarlógina.

Undir viðgerðini í uttanlandsnevndini var tað ikki bara løgfrøðiliga ráðgevingin frá umsiting Løgtingsins, ið sáddi iva um uppskotið. Fleiri teirra, ið nevndin hevði fund við, vístu á beinleiðis veikleikar. Millum annað vísti edv-serkønur á manglandi trygdina í SIS-skipanini, og víst varð á, eins og landsstýrismaðurin ger vart við í viðmerkingum sínum, tað beinleiðis óetiska í, at tey ríku byrgja seg inni og halda tey fátæku úti.

Grundleggjandi mælir minnilutin frá einum hvørjum stigi, ið er við til at knýta Føroyar nærri ES, og verður hetta gjørt í djúpastu samkenslu við teimum ES-borgarum, sum í dag kenna sviðan av manglandi fólkaræðinum í ES á teirra egna likam.

Á tingfundi 20. mars 2001 var atkvøðugreiðsla um at víkja frá øllum tíðarfreistum. Hetta varð samtykt 21-0-1.

2. viðgerð 21. mars 2001. Uppskot frá Jenis av Rana um at beina hetta málið og nr. 41 aftur í nevnd fall 2-1-24. Ríkislógartilmæli samtykt 25-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 21. mars 2001. Ríkislógartilmæli, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-1. Málið avgreitt.

J.nr. 627-0002/2000