Gerðabók:
Ár 2014, hósdagin hin 20. mars, kl. 09:00, var fundur í .
Stað: Fundarhøli 3
HJ/ás
Gerðabók hjá Fíggjarnevndini
31. fundur
Ár 2014, hósdagin hin 20. mars, kl. 9.00, var fundur í Fíggjarnevndini.
Á fundi vóru:
Bárður Nielsen, formaður
Kristina Háfoss, næstformaður
Eyðgunn Samuelsen
Rodmundur Nielsen
Bill Justinussen
Aksel V. Johannesen
Jákup Mikkelsen var ikki á fundi
Skrivari:
Høgni Joensen
Til viðgerðar:
1. Løgtingsmál nr. 74/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Treytir fyri avrokningarstað)
2. Løgtingsmál nr. 78/2013: Uppskot til samtyktar um mørk fyri gjøldum á grundleggjandi fíggjartænastum, og rætt til lønarkonto uttan gjald
3. Løgtingsmál nr. 79/2013: Uppskot til samtyktar um avmarking av samfelagsliga váðanum av útlendskum bankavirksemi
Málini nr. 74, 78, og 79 vórðu viðgjørd undir einum.
Avgjørt varð at kalla inn landsstýrismannin í fíggjarmálum.
4. Løgtingsmál nr. 81/2013: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum - Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2012
Avgjørt varð at kalla inn løgmann.
5. Løgtingsmál nr. 84/2013: Uppskot til samtyktar um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið um átøk og møgulig uppskot til lógarbroytingar, ið skulu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiætlanir verða framdar
Avgjørt varð at kalla inn landsstýrismannin í fíggjarmálum.
6. Løgtingsmál nr. 90/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2014
Avgjørt varð at kalla inn landsstýrismannin í vinnumálum.
7. Løgtingsmál nr. 98/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
Avgjørt varð at kalla inn landsstýrismannin í fíggjarmálum.
8. Løgtingsmál nr. 107/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (avtøka av Apoteksgrunninum)
Avgjørt varð at kalla inn landsstýrismannin í fíggjarmálum.
9. Løgtingsmál nr. 109/2013: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll um broyting av sáttmálanum millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn
Avgjørt varð at kalla inn landsstýrismannin í fíggjarmálum.
10. Løgtingsmál nr. 112/2013: Uppskot til løgtingslóg um liðugtgerð av fyrra parti av nýggjari kt-heildarskipan til Almannaverkið
Avgjørt varð at kalla inn landsstýrismannin í almannamálum.
11. Løgtingsmál nr. 120/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Fylgibroytingar í sambandi við loyvisgjald á alivinnu o.a.)
12. Løgtingsmál nr. 130/2013: Uppskot til løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu
Løgtingmál nr. 120 og 130 vórðu viðgjørd undir einum.
Avgjørt varð at kalla inn Jóanes Jacobsen, adjunkt, og landsstýrismannin í fíggjarmálum.13. Løgtingsmál nr. 123/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins
Avgjørt varð at kalla inn Tænastumannafelag landsins og landsstýrismannin í fíggjarmálum.
14. Løgtingsmál nr. 127/2013: Uppskot til løgtingslóg um at umvæla Stokkastovuna í tinganesi
Avgjørt varð at skriva álit.
Næsti fundur:
Formaðurin ásetti nýggjan fund til 25. mars 2014, kl. 9.00 við hesi skrá:- Gerðabókin
- Løgtingsmál nr. 74/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Treytir fyri avrokningarstað)
- Løgtingsmál nr. 78/2013: Uppskot til samtyktar um mørk fyri gjøldum á grundleggjandi fíggjartænastum, og rætt til lønarkonto uttan gjald
- Løgtingsmál nr. 79/2013: Uppskot til samtyktar um avmarking av samfelagsliga váðanum av útlendskum bankavirksemi
- Løgtingsmál nr. 81/2013: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum - Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2012
- Løgtingsmál nr. 84/2013: Uppskot til samtyktar um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið um átøk og møgulig uppskot til lógarbroytingar, ið skulu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiætlanir verða framdar
- Løgtingsmál nr. 90/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2014
- Løgtingsmál nr. 98/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
- Løgtingsmál nr. 107/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (avtøka av Apoteksgrunninum)
- Løgtingsmál nr. 109/2013: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll um broyting av sáttmálanum millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn
- Løgtingsmál nr. 112/2013: Uppskot til løgtingslóg um liðugtgerð av fyrra parti av nýggjari kt-heildarskipan til Almannaverkið
- Løgtingsmál nr. 120/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Fylgibroytingar í sambandi við loyvisgjald á alivinnu o.a.)
- Løgtingsmál nr. 123/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins
- Løgtingsmál nr. 127/2013: Uppskot til løgtingslóg um at umvæla Stokkastovuna í Tinganesi
- Løgtingsmál nr. 130/2013: Uppskot til løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu
Formaðurin ásetti eisini fund til 3. apríl og 4. apríl 2014, kl. 9.00.
Fundur lokin kl. 10.30
Høgni Joensen
skrivari-
Fundurin lokin kl. 00:00