Søga Løgtingsins

Føroya Løgting hevur røtur meira enn 1000 ár aftur í tíðina. Fyrsta søguliga heimild, sum nevnir ting og tinghald í Føroyum, er Færeyingasaga, sum varð skrivað í Íslandi um ár 1200, men søgugranskarar halda, at Løgtingið varð sett á stovn stutt eftir norrøna landnámið um ár 800.
Heilt aftur í elstu tíð vórðu tær størstu avgerðirnar, galdandi fyri alt landið, tiknar í tinginum í Tórshavn. Í gamlari tíð varð tingið hildið á helluni úti í Tinganesi.
Umleið 1035 komu Føroyar undir Noregs kong, men søgugranskarar meta, at tann gamla tingskipanin varð varðveitt.

1274 - 1816
Upprunaliga hevur ting føroyinga helst verið eitt alting, har allir frælsir menn kundu møta, men tá Landslóg Magnus Lógbøtara varð setti gildi í 1274, varð tingið broytt til eitt Løgting.
Tingmannatalið varð sett til 36. Tingið valdi løgmann, sum kongur síðan tilnevndi. Løgtingið segði upp dóm og hevði samskifti við kong og myndugleika hansara. Kongsins umboðsmaður á tingi var fútin, sum hevði ábyrgdina av kongsins inntøkum í Føroyum. Hann var eisini almennur ákæri. Løgtingið hevði egnan skrivara, sum varð nevndur sorinskrivari. Løgtingið virkaði sum yvirrættur, og dómar, ið vórðu sagdir á vártinginum úti í sýslunum, kundu skjótast inn fyri Løgtingið.
Í 1380 komu Føroyar, sum norskt krúnland, undir danskan kong, men tær vórðu framvegis mettar at vera norskt land.
Tá Norska Lóg Kristians V varð sett í gildi í Føroyum í 1688, varð talið á løgtingsmonnum økt til 48, men hvør tingmaður kundi bara sita í eitt ár í senn. Henda skipanin bar í sær, at Løgtingið ikki fekk so roynd fólk sum fyrr, og tí minkaði týdningur tess, meðan embætisvaldið vaks. Fútin og sorinskrivarin fingu størri vald, meðan løgmansembætið smátt um smátt fánaði burtur.

1816 - 1852
Eftir at Noreg fór frá Danmark við friðinum í Kiel í 1814, vórðu Føroyar verandi saman við Danmark.
Í 1816 varð Føroya gamla Løgting tikið av og við tí eisini løgmansembætið. Sorinskrivarin dømdi nú einsamallur.
Føroya amt varð helst sett á stovn í 1720, men serstakur føroyskur amtmaður kom ikki fyrr enn í 1816. Amtmaðurin tók einsamallur støðu til, hvørjar danskar lógir skuldu setast í gildi í Føroyum.

1852 - 1948
Í 1852 varð løgtingið eftir ynski føroyinga endurreist, tó bert sum ráðgevandi stovnur hjá donsku ríkismyndugleikunum viðvíkjandi stýringini av Føroyum. Løgtingið hevði 18 valdar limir. Amtmaðurin og prósturin høvdu eisini sæti á tingi, og amtmaðurin var formaður.
Í 1906 varð tingmannatalið hækkað til 22, men annars stóð henda skipanin við til 1923. Tá varð tingmannatalið broytt soleiðis, at 20 vórðu umdømisvaldir og upp til 10 eykavaldir. Samstundis fór prósturin úr tinginum, og eftir hetta valdi tingið sjálvt formannin.

1948 - 2005
Eftir seinna heimsbardaga var stórur meiriluti fyri eini nýskipan av Føroya støðu í ríkinum. Eftir samráðingar millum umboð fyri Løgtingið og donsku stjórnina, varð fólkaatkvøða 14. september í 1946. Veljararnir skuldu velja ímillum antin eitt ógvuliga avmarkað heimastýri ella loysing frá Danmark. Úrslitið var ein tepur meiriluti fyri loysing, men ósemja tók seg upp um tulkingina av úrslitinum - um hon var vegleiðandi ella bindandi. Eftir løgtingsvalið í 1946 og nýggjar tingingar við danir varð Heimastýrislógin sett í gildi í 1948.
Eftir hetta broyttist virksemið hjá løgtinginum munandi. Meðan tað higartil bert hevði verið ráðgevandi, fekk tað nú innan karmar Heimastýrislógarinnar lóggávuvald í yvirtiknum sermálum. Í Heimastýrislógini eru málsøkini býtt sundur í A-mál og B-mál. A-mál eru føroysk sermál og kunnu yvirtakast, um antin heimastýrið ella ríkisstýrið vil tað. B-mál kunnu yvirtakast, um heimastýrið og ríkisstýrið í samráðingum semjast um, at so skal verða. Verjumál og uttanríkismál liggja uttan fyri Heimastýrislógina. Í øllum málum, uttan yvirtiknum sermálum, liggur lóggávuvaldið hjá Fólkatinginum, har føroyingar eiga tvey umboð. Sambært Heimastýrislógini ræður Løgtingið fyri Stýrisskipan Føroya og fyri Tingskipanini.
Útinnandi vald í sermálum hevur landsstýrið, sum er skipað við løgmanni og landsstýrismonnum. Í øllum øðrum málum er útinnandi vald hjá donsku stjórnini. Tó kann heimastýrið eftir samráðingar við ríkisstýrið yvirtaka fyrisitingina av felagsmálum. Í Føroyum er ríkisstýrið umboðað av ríkisumboðsmanninum. Hann hevur stjórnarinnar vegna møti- og talurætt í Løgtinginum, men ikki atkvøðurætt. 
Hvussu heimastýrið skipar seg innanhýsis, er eitt yvirtikið sermál. Hetta er gjørt við løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um Stýrisskipan Føroya. Eftir hesi lóg § 1 er valdsbýtið í Føroyum soleiðis, at lóggávuvaldið í yvirtiknum málum er hjá Løgtinginum og løgmanni í felag, útinnandi valdið hjá landsstýrinum, meðan dómsvaldið í slíkum málum liggur hjá dómstólum ríkisins.
Í Løgtinginum, sum verður valt fyri 4 ár í senn, sita í mesta lagi 33 tingmenn, sum verða valdir á almennum, loyniligum og beinleiðis vali. Í landsstýrinum sita løgmaður og minst 2 landsstýrismenn. Løgmaður verður tilnevndur óbeinleiðis av Løgtinginum á tann hátt, at løgtingsformaðurin, eftir at hava fingið frágreiðing frá floksformonnunum, leggur fyri Løgtingið uppskot, sum atkvøtt verður um. Atkvøður meir enn helmingurin av øllum tingmonnum ímóti uppskotinum, er tað fallið. Annars er tað samtykt. Løgmaður setir og loysir úr starvi landsstýrismenninar. Hvørki løgmaður ella landsstýrismaður kann verða sitandi í sessi sínum, um so er, at Løgtingið við atkvøðugreiðslu, har helmingurin av øllum tingmonnum atkvøður fyri, hevur samtykt, at tað ikki longur hevur álit á løgmanni ella avvarðandi landsstýrismanni. Løgmaður kann, eins væl og Løgtingið, nær ið vera skal, skriva út val til Løgtingið. Løgmaður og landsstýrismenn kunnu ikki hava sæti á tingi. Teir hava uppskots- og talurætt, men ikki atkvøðurætt.
Tingmannaskipanin var óbroytt frá 1923 til 1978. Tá varð Løgtingsvallógin broytt soleiðis, at veljast skuldu 27 umdømisvaldir tingmenn og upp til 5 eykavaldir. Í 2007 varð Løgtingsvallógin frá 1978 broytt soleiðis, at Føroyar gjørdust eitt valdømi, og tingmannatalið varð økt til 33. 

2005 -
Í mai 2005 vórðu tvær lógir og tvey ríkislógartilmæli samtykt, sum eru óskoyti og/ella broytingar til Heimastýrislógina.
Onnur lógin er lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka, sum er ein dagføring av §§ 2 og 3 í Heimastýrislógini og harvið eisini lista A og lista B.
Í § 1 eru nevnd tey mál, ið ikki kunnu yvirtakast, og tey eru stjórnarskipan danska ríkisins, heimarætt danska ríkisins, hægstarætt danska ríkisins, uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur og gjaldoyra- og peningapolitkkur.
Sambært § 2 kunnu ávís mál yvirtakast eftir samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar. Øll onnur mál kunnu yvirtakast, tá føroyingar ynskja tað.
Hin lógin er lóg um altjóðarættarligar sáttmálar Føroya landsstýrisins at gera. Lógin gevur innan ávísar karmar Føroya landsstýri rætt at gera sáttmálar innan tey málsøki, sum eru yvirtikin. Harumframt inniheldur lógin áseting um limaskap Føroya í millumtjóða felagsskapum.  

Løgtingssøgan

Løgtingssøgan bind 1
Løgtingssøgan bind 2
Løgtingssøgan bind 3