Alment innlit í tingarbeiði

Kunningarskriv frá Løgtinginum

Viðvíkjandi innliti í løgtingsarbeiði
Á ólavsøku koma tær broytingar í tingskipanini, sum tingið samtykti í vár, í gildi.

Broytingingarnar bera m.a. við sær, at hereftir verða gerðabøkur hjá løgtingsnevndum, atkvøðuyvirlit og innkomin skriv til tingið ein partur av Løgtingstíðindum og verða sostatt løgd út á heimasíðuna hjá tinginum.

Sum kunnugt er lógin um alment innlit og fyrisitingarlógin ikki galdandi fyri tingið og arbeiði tess. Formansskapur Løgtingsins hevur tí á fundi 4. mars 1999 samtykt niðanfyristandandi reglur um innlit í tann partin av arbeiði tingsins, sum ikki kemur í Løgtingstíðindi:

  1. Brøv o.a. frá landsstýrismanni, landsumsiting, øðrum almennum myndugleikum og privatum felagsskapum eru almenn, um ikki tey eru merkt "í trúnaði". Tó skulu øll skjøl til uttanlandsnevndina sum útgangspunkt viðgerast sum trúnaðarskjøl uttan mun til, um tey eru merkt "í trúnaði" ella ikki. Nevndarskrivarin tekur síðan saman við formanninum støðu í hvørjum einstøkum føri.
  2. Øll lønarviðurskifti hjá tingmonnum eru almenn, t.e. løn, aðrar samsýningar, endurgjald fyri ferðautreiðslur v.m. Hinvegin vera læknaváttanir v.m. viðgjørdar í trúnaði.
  3. Skjøl, sum viðvíkja skrivstovuni, verða viðgjørd eftir reglunum í fyrisitingarlógini og í lógini um alment innlit.

Somuleiðis er gjørt av, at m.a. brøv, sum koma undir regluna um innlit eftir pkt. 1, og sum hava tilknýti til viðgerðina av einum løgtingsmáli, verða løgd á heimasíðu tingsins.

Tekstvarp
Tingfundir og nevndarfundir hava higartil verið fráboðaðir við uppslagi á heimasíðuni og á telefonsvarara tingsins. Miðað verður eftir, at skráin verður á tesktvarpi sjónvarpsins. Til hetta er fingið at virka, verður telefonsvararin 311530 nýttur.

Møguleikar at fylgja við orðaskiftinum
Orðaskifti verða framhaldandi at hoyra í SVF, tá aðrar sendingar ikki eru. Ætlanin er eisini at senda orðaskifti um Internetið, men hesi viðurskifti eru ikki enn fingin heilt í rættlag, men tað verður arbeitt við tí.

Løgtingsskrivstovan í søguna
Higartil hevur verið gjørdur skilnaður á Løgtingi og Løgtingsskrivstovu. Frameftir verður hesin skilnaðurin burtur, soleiðis at heitið verður Løgtingið. Hetta ber í sær, at telefonin hjá Løgtinginum 311000 verður løgd á telefonvekslara tingsins, og svarað verður "Løgtingið". Brævhøvdið verður Løgtingið, og verður síðan tilskilað við smærri stavum, um brævið er frá umsiting, løgtingsnevnd o.s.fr.

Á Løgtingi ólavsøkudag 1999
Finnbogi Ísakson