Miðnámsvitjanir

Til ber hjá miðnámsskúlanæmingum at vitja Løgtingið, har skipað verður fyri kunnandi tiltaki um løgtingsarbeiði.  Løgtingsumsitingin vísir fyrst runt í Løgtinginum og kunnar síðani um løgtingsarbeiðið. Millum annað er ætlanin at koma inn á uppgávubýtið millum løgting og landsstýri, lógarsmíð, fíggjarlóg og nevndarviðgerð.

Endamálið er at geva næmingunum størri innlit í fólkaræði og gjøllari vitan um, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um.

Hvør vitjan varar í umleið 1 tíma, men møguleiki er fyri at gera aðra avtalu við læraran um hetta. Møguleiki er eisini fyri at taka ávís evni upp, um áhugi er fyri tí.

Um hetta hevur tykkara áhuga, eru tit vælkomin at venda tykkum til Løgtingið, logting@logting.fo ella tlf. 363900. So kunnu vit avtala nærri, nær tit kunnu koma.