Mannagongd í sambandi við løgtingsmál at lata Løgtinginum

  1. Uppskotið verður borið umsiting Løgtingsins í undirskrivaðum líki, og eisini sent við telduposti til logting@logting.fo. Eru fylgiskjøl við, skulu hesi verða borin Løgtinginum saman við uppskotinum, og eisini sendast í telduposti saman við frumritinum. Fylgiskjølini skulu vera merkt fylgiskjal 1, fylgiskjal 2 o.s.v., og teldutøku skjølini skulu vera í PDF-formati. Hesi fylgiskjølini eru at meta sum latin Løgtinginum endaliga, og broytingar í skjalatilfarinum kunnu ikki gerast.

  2. Tá uppskotið er gjøgnumgingið í umsiting Løgtingsins, løgfrøðisliga og málsliga, fær viðkomandi stjórnarráð boð við telduposti um møguligar rættingar. Innihaldsligar broytingar kunnu ikki gerast í uppskotinum, uttan so, at hetta er eftir ávísing Løgtingsins í sambandi við eftirkanningina.

  3. Undirskrivað frumrit til uppskotið skal síðan berast Løgtinginum, og eisini sendast í telduposti av nýggjum í Word-formati, nú uppskotið møguliga er vorðið rættað. Frumritið skal bert vera skrivað út á aðrari síðuni. Eitt avrit av uppskotinum, útskrivað á báðum síðum, skal leggjast við frumritinum. Tá uppskot verða borin Løgtinginum seinnu ferð, skal dagfestingin eisini broytast. Hetta ávirkar tó ikki, nær málið er móttikið her uttan so, at uppskotið er so munandi broytt, at tað má metast at vera eitt heilt nýtt uppskot.
    Stór uppskot og frágreiðingar skulu berast tinginum í 50 eintøkum.

  4. Uppskotið (frumrit, avrit og teldutøka útgávan) skal vera umsiting Løgtingsins í hendi, ein tíma innan tingfundur byrjar tann dagin, sum framløgan skal vera. Um kritiskar løgfrøðiligar viðmerkingar e.l. vóru til lógaruppskotið í sambandi við eftirkanningina, fer uppskotið aftur til løgfrøðingin í Løgtingsumsitingini til støðutakan, áðrenn hetta er klárt at leggja fram.

Freistir:

Uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar skulu, fyri at verða viðgjørd áðrenn tingsetan endar, verða framløgd innan 8. mars, tvs. í seinasta lagi 7. mars, um hetta ikki er ein sunnudagur. Uppskot, sum skulu koma í gildi 1. januar, skulu verða framløgd innan 5. november, tvs. í seinasta lagi 4. november, um hetta ikki er ein sunnudagur.  Hesi uppskot skulu vera umsiting Løgtingsins í hendi kl. 12.00 tann 6. yrkadagin áðrenn seinasta framløgudag. Fellur framløgudagurin ein leygardag, kann løgtingsformaðurin gera av, at framløgan verður fríggjadagin frammanundan, og at freistirnar verða ásettar samsvarandi. Er eingin framløgufreist, skal uppskotið vera umsitingini í hendi kl. 12.00 tann triðja yrkadagin áðrenn framløgudagin.

Um uppskotini ikki eru búgvin at leggja fyri tingið, ella munandi broytingar annars verða gjørdar í teimum aftaná, at tey eru borin tinginum, verða hesi roknað sum nýggj uppskot í mun til innlatingarfreistina.

 

Soleiðis samtykt á fundi í Formansskapi Løgtingsins 22. februar 2023