Ungdómsting

Formansskapur Løgtingsins gjørdi av í 2005 at farast skuldi undir at skipa fyri einum Ungdómstingi. Ungdómsting verður vanliga hildið á øðrum hvørjum ári, har næmingar í 8., 9. og 10. flokkunum kring landið verða bodnir at luttaka.

Hesar dagarnar fáa næmingarnir høvi til sjálvir at seta dagsskránna í Løgtinginum. Hetta er tí ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evnir, sum tey halda eru týdningarmikil, og at taka lut í samfelagskjakinum. Við luttøku fáa næmingarnir eisini møguleika at uppliva, hvussu teir kunnu vera við til at varðveita og menna eitt virkið fólkaræði.

Endamálið við Ungdómstinginum er:

  • at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
  • at læra næmingar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
  • at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
  • at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um

Ungdómsting varð fyrstu ferð hildið í 2006 og hevur verður hildið sjey ferðir í Føroyum. Seinast (2020) luttóku seks skúlar við nýggju skúlaflokkum. Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu 12 lógaruppskot, sum snúðu seg um m.a. skúlaviðurskifti, valrætt, ferðslu og umhvørvi.

Formansskapurin hevur sett sær sum mál at gera hetta afturvendandi tiltak so væleydnað, at tað framhaldandi kann vera liður í útbúgvingini av okkara ungdómi.

Hvør kann luttaka í Ungdómstinginum?
Næmingar í 8., 9. og 10. flokkum í Føroyum kunnu luttaka í Ungdómstinginum. Hetta gera tey við at skriva eitt lógaruppskot ella eitt uppskot til samtyktar saman við flokkinum hjá sær, og senda tað til Løgtingið. Best er, um hetta verður skipað sum liður í undirvísingini annars.
    Av teimum innsendu uppskotunum verða 16 uppskot vald út. Tá uppskotini verða vald út, verður hædd tikin fyri, at flokkar úr øllum landinum so vítt gjørligt eru umboðaðir. Harafturat verður hugt eftir, hvussu góð uppskotini eru. Tað verður lagdur stórur dentur á, at tað sæst á uppskotinum, at næmingarnir hava kannað gjølla tað evnið, sum teir seta fram uppskot um, og at næmingarnir koma við góðum grundgevingum fyri teirra uppskoti.
    Tá uppskotini eru vald út, skulu teir flokkar, sum hava fingið eitt uppskot ígjøgnum, velja 2 umboð at umboða flokkin í Ungdómstinginum. Hesir 32 næmingarnir eru ungdómstingið.
Uppskotini, sum verða vald út, verða løgd á heimasíðu Løgtingsins, so allir luttakandi næmingarnir fáa høvi til at seta seg inn í uppskotini. Hetta verður gjørt umleið ein mánað, áðrenn Ungdómstingið verður hildið.

Nevndarviðgerð
Tey 32 umboðini, sum umboða flokkarnar á Ungdómstinginum, verða vald í 4 nevndir, sum skulu viðgera uppskotini. Næmingarnir verða valdir í ta nevndina, sum skal viðgera tað uppskotið, sum tey sjálvi hava sent inn. Hvør nevnd viðger 4 uppskot. Nevndin skal í minsta lagi mæla Ungdómstinginum til at fella eitt uppskot. Nevndarlimirnir samráðast um, hvat av uppskotunum skal fella.

Spurningar til landsstýrismenninar
Møguleiki verður eisini hjá umboðunum í Ungdómstinginum at seta spurningar til landsstýrismennirnar. Spurningarnir verða orðaðir í nevndunum, men best er, um næmingarnir fyrireka seg uppá, hvønn spurning tey høvdu kundu hugsað sær at sett onkrum av landsstýrismonnunum, áðrenn tey koma á Ungdómstingið. Spurningarnir verða svaraðir í tingsalinum.