Møguleiki er hjá nevndunum annaðhvørt ár at fara uttanlands at kunna seg við viðurskifti, sum viðvíkja arbeiðsøkinum hjá nevndini.
Samlaða árliga játtanin hjá Løgtinginum til nevndarferðir er 1 mió kr. Hendan játtanin verður býtt soleiðis, at upp til fýra nevndir fáa møguleika at fara uttanlands um árið. Møguleiki er tó eisini fyri, at bara ein partur av nevndini fer avstað hvørja ferð, soleiðis at rúm verður fyri fleiri nevndarferðum.
Virksemið í Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum, har øll nevndin ella einstakir limir luttaka, verður ikki drigið frá játtanini til nevndarferðir, men verður hildið av samlaðu játtanini hjá tinginum.
Ferðir innanlands verða heldur ikki drignar frá lutinum hjá viðkomandi nevnd í játtanini til nevndarferðir, men verða hildnar av samlaðu játtanini.
Ferðin verður løgd til rættis av nevndarformanni/-kvinnu í samráð við umsitingina. Ein umsókn, undirskrivað av nevndarformanni/-kvinnu, verður latin inn og skal góðkennast av løgtingsformanninum/-kvinnuni. Hetta er tó ikki galdandi fyri regluligu ferðirnar hjá Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum.
Árskalendarin hjá Løgtinginum er lagdur soleiðis til rættis, at rúm er gjørt fyri nevndarferðum í endanum av mai, í juni og í september. Uttanfyri hesar tíðir kann nevndarferð bert verða gjørd við serligum loyvi, so hetta ikki darvar tingarbeiðið meira enn neyðugt.
Fyri ferðir í várhálvuni er freistin at biðja um góðkenning sett til 1. februar, og fyri ferðir í heysthálvuni er freistin 1. apríl. Ein umsókn um góðkenning skal greiða frá endamálinum við ferðini, og uppskot til skrá og kostnaðarætlan skal vera løgd við.
Nevndarferðin kann í mesta lagi vara upp í eina viku, íroknað ferðing. Neyðugt er, at nevndirnar halda kostnaðin av nevndarferðini á í miðal 250.000,- kr.
Tá løgtingsformaðurin/-kvinnan hevur góðkent ferðina, leggur nevndarskrivarin ferðina til rættis, ger neyðugar avtalur, bíleggur ferðaseðlar, hotel o.a. Fyri at avmarka kostnaðin av ferðini, skal nevndarskrivarin í samráð við nevndarformannin/-kvinnuna seta freist fyri fráboðan um, hvør tekur lut í ferðini og fyri endaliga áseting av ferðadøgum hjá einstøku luttakarunum.
Ætlar nevndarlimur sær ikki við á ferðina, skal hesin boða nevndarformanni/-kvinnu frá hesum beinanvegin og siga varalimi sínum frá. Nevndarformaðurin/-forkvinnan hevur ábyrgdina av ferðini. Nevndarferð kann einans verða gjørd, um minst 4 fastir nevndarlimir luttaka, og nevndarformaður/-kvinna ella næstformaður/næstforkvinna luttaka.
Verður ferðin longd, uttan at endamálið viðvíkur arbeiðsøkinum hjá nevndini, rinda luttakararnir sjálvir fyri uppihald og aðrar meirútreiðslur. Dag-/náttarviðbót verður heldur ikki rindað fyri dagar, har eingin skrá er, ið viðvíkur arbeiðsøkinum hjá nevndini. Løgtingið rindar fyri nevndarskrivaran.
Frágreiðing verður skrivað frá øllum nevndarferðum. Frágreiðingin er almenn, eins og uppgerðin av ferðakostnaðinum eisini er almenn.
Samtykt á fundi í formansskapinum tann 27. juni 2008 og broytt 31. januar 2017 og 15. januar 2025.