Stýrisskipanarlógin

Inngangur
Lóggávuvaldið
Útinnandi valdið
Dómsvaldið
Fíggjarmál landsins
Felagsmál
Millumtjóðasáttmálar
Kommunurnar
Fyriskipanir um gildiskomu

Inngangur

§ 1. Í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá dómsstólunum.

Lóggávuvaldið

§ 2. Løgtingið er ting við í mesta lagi 33 tingmonnum.

§ 3. Valrætt til løgtingið hevur hvør, ið fylt hevur 18 ár, hevur danskan heimarætt og er heimahoyrandi í Føroyum, uttan so er, at hann er gjørdur ómyndugur.

§ 4. Valbærur er hvør, sum hevur valrætt til løgtingið, uttan so er, at hann er revsaður fyri gerð, sum hevur við sær, at hann eftir almannahugsan ikki er verdugur at sita á tingi.
Stk. 2. Tann, ið dømdur er fyri revsiverda gerð, verður ikki óverdugur til tingsess, uttan so, at hann fær fongsulsdóm í 4 mánaðir ella longri, ella trygdarvarðhaldsdóm.
Stk. 3. Heldur ikki er hann óverdugur, tá ið 5 ár eru liðin frá tí, at revsingin er avsitin, fyrnd, ella eftirgivin ella frá endaligari leysgeving úr trygdarvarðhaldi.

§ 5. Løgtingið verður valt á almennum, loyniligum og beinleiðis vali.
Stk. 2. Nærri reglur um at inna valrættin verða givnar í løgtingsvallógini, heruppií at áseta løgtingsmannatalið innan fyri tað hámark, ið ásett er í § 2.

§ 6. Løgtingsmenn verða valdir fyri fýra ár í senn.
Stk. 2. Løgtingið eins væl og løgmaður kunnu, nær ið vera skal, skriva út nýval, sum hevur við sær, at tey løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda løgtingið er sett.
Stk. 3. Tað áliggur løgmanni at skipa so fyri, at nýval verður hildið, áðrenn valskeiðið er runnið.Stk. 4. Løgtingsmaður, sum missir valbæri sítt, fer úr tingsessinum.

§ 7. Løgtingið ger sjálvt av, um val tingmanna hevur gildi, og spurningin um, hvørt tingmaður hevur mist valbæri sítt.

§ 8. Tá ið góðkent er, at løgtingsmaður er valdur, skal hann leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum o.t., sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað hann í, tó undantikin beinleiðis fólkavald umboð.

§ 9. Nývalda løgtingið kemur saman til fundar kl. 10.00 tólvta yrkadag eftir valdagin, uttan so er, at løgmaður ikki longu hevur boðað til fundar.
Stk. 2. Tá ið valbrøvini eru góðkend, verður løgtingið sett, og valdir verða løgtingsformaður og næstformenn.
Stk. 3. Løgtingsformaður og næstformenn sita alt valskeiðið uttan so er, at teir sjálvbodnir leggja frá sær ella fýra fimtingar av øllum tingmonnum skrivliga krevja nýval av formansskapi.

§ 10. Løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir.
Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið. Løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað.
Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur ólavsøkudag kl. 13.00.

§ 11. Samkomustaður løgtingsins er Tórshavn. Í serstøkum føri kann løgtingið tó koma saman til fundar á øðrum staði í landinum.

§ 12. Á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja.
Stk. 2. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu.

§ 13. Løgtingsformaðurin boðar til løgtingsfundar og kunnger samstundis dagsskrá. Formaðurin hevur skyldu til at boða til fundar uttan óneyðuga dvøl, um so er, at í minsta lagi tveir fimtingar av tingmonnum ella løgmaður skrivliga biðja um tingfund við dagsskrá.

§ 14. Løgmaður, landsstýrismenn og ríkisumboðsmaður hava embætis vegna, uttan atkvøðurætt, atgongd at løgtinginum, og hava rætt til á fundum at krevja at koma til orðanna, men skulu annars halda tingskipanina.

§ 15. Løgmanni, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum eru heimilað at seta fram uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir.
Stk. 2. Uppskot til løgtingslóg ella ríkislógartilmæli kann ikki verða endaliga samtykt, uttan at tað hevur fingið tríggjar viðgerðir á løgtingi.
Stk. 3. Um nýval verður, ella tá ið løgtingsseta er lokin, falla burtur øll tey uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir, sum ikki frammanundan eru endaliga samtykt.

§ 16. Løgtingið sjálvt ásetur tingskipan sína, sum inniheldur nærri reglur um málsgongd og skilhald.

§ 17. Løgtingsfundir eru almennir. Útvarpi og sjónvarpi er frítt at senda beinleiðis av fundunum. Løgtingið kann tó í einstøkum førum samtykkja viðgerð aftan stongdar dyr.

§ 18. Løgtingið kann ikki taka avgerð um mál, uttan at meira enn helmingur av tingmonnum er á fundi.
Stk. 2. Løgtingsmál er samtykt, tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti, um ikki annað er ásett í hesi løgtingslóg.

§ 19. Løgtingið kann skipa nevndir av tingmonnum at kanna alment umvarðandi mál. Nevndirnar hava rætt at krevja skrivligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borgarum eins væl og frá almennum embætismonnum.

§ 20. Løgtingið velur limir í nevndir og størv við lutfalsvali.

§ 21. Heimilt er hvørjum løgtingsmanni við tingsins loyvi at leggja fram til viðgerðar eitt og hvørt alment mál og tí viðvíkjandi krevja frágreiðing frá løgmanni ella landsstýrismanni.
Stk. 2. Sama rætt hevur løgtingsmaður, um tveir fimtingar av tingmonnum á fundi taka undir.

§ 22. Eingin umsókn verður løgd fyri løgtingið, uttan at tingmaður ella landsstýrið flytur hana fram.

§ 23. Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.

§ 24. Eingin løgtingsmaður má uttan samtykki løgtingsins verða ákærdur ella fongslaður á nakran hátt, uttan so at hann verður tikin á búri.
Stk. 2. Eingin løgtingsmaður kann uttan samtykki tingsins verða kravdur til svars uttantings fyri tað, hann hevur sagt innantings.

§ 25. Samsýning løgtingsmanna verður ásett við løgtingslóg.

§ 26. Løgtingslógaruppskot, ið løgtingið hevur samtykt, fær lógargildi, tá ið tað seinast 30 dagar eftir endaligu samtyktina er staðfest av løgmanni og kunngjørt sambært kunngerðarreglum ásettum í løgtingslóg.

Útinnandi valdið

§ 27. Í landsstýrinum sita løgmaður og minst tveir landsstýrismenn.
Stk. 2. Løgmaður verður tilnevndur eftir teirri skipan, sum ásett er í § 28. Løgmaður ásetur, hvussu nógvir landsstýrismenninir skulu vera, og tilnevnir teir.

§ 28. Tá ið løgmaður skal verða tilnevndur, boðar løgtingsformaðurin formonnunum fyri flokkunum, ið umboðaðir eru á løgtingi, hvørjum sær til samráðs.
Stk. 2. Innan 10 yrkadagar eftir at fráfarandi løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr embæti, leggur løgtingsformaður uppskot um løgmansevni fyri løgtingið. Um løgtingsval verður, ella løgmaður doyr, gongur freistin ávikavist frá tí degi, fyrsti tingfundur var eftir valið, ella frá tí degi, ið løgmaður doyði.
Stk. 3. Løgtingið skal í seinasta lagi 4. yrkadagin eftir, uttan nevndarviðgerð, greiða atkvøðu um uppskotið. Atkvøður meiri enn helmingur av øllum tingmonnum ímóti uppskotinum, er tað fallið. Annars er tað samtykt.
Stk. 4. Havnar løgtingið uppskoti frá løgtingsformanninum um løgmansevni, boðar formaðurin aftur til samráðs sambært stk. 1 og setur innan 4 yrkadagar eftir at uppskot hansara var havnað framaftur uppskot um løgmansevni, sum løgtingið sama dag greiðir atkvøðu um eftir reglunum í stk. 3.
Stk. 5. Um so er, at løgtingið fýra ferðir hevur felt uppskot løgtingsformansins um løgmann, skrivar starvandi løgmaður út nýval til løgtingið.

§ 29. Loystur skal verða úr embæti løgmaður ella landsstýrismaður, ið biður um tað. Løgtingsformaðurin loysir løgmann úr embæti, og løgmaður loysir landsstýrismann úr embæti.
Stk. 2. Løgmaður kann eisini í øðrum førum loysa úr embæti landsstýrismann og skal loysa landsstýrismann úr embæti, um tað við atkvøðugreiðslu í løgtinginum, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á landsstýrismanni.

§ 30. Um tað við atkvøðugreiðslu á løgtingi, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á løgmanni, skal løgmaður biðja løgtingsformannin loysa seg úr embæti.

§ 31. Hevur løgmaður biðið um at verða loystur úr embæti sbr. § 29, ella løgtingið hevur váttað honum misálit sbr. § 30, starvar landsstýrið, til nýggjur løgmaður er tilnevndur. Í tíðarbilinum fram til, at nýggjur løgmaður er tilnevndur, kann landsstýrið ikki gera annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað. Løgmaður kann tó innan eina viku eftir, at hann fekk misálit, nýta heimild sína í § 6, stk. 2, at skriva út nýval.

§ 32. Løgtingsmaður, sum verður løgmaður ella landsstýrismaður, sigur frá sær løgtingssessin, meðan hann situr í landsstýrinum.
Stk. 2. Nærri reglur um setingarviðurskifti løgmans og landsstýrismanna verða ásettar í løgtingslóg.

§ 33. Løgmaður býtir málsøki landsstýrisins millum landsstýrismenninar. Teir sita fyri málsøkjum sínum hvør sær.
Stk. 2. Løgmaður samskipar starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfunda, har m.a. øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og eykajáttanir verða framløgd áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið.
Stk. 3. Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

§ 34. § 1 í hesi løgtingslóg er ikki til hindurs fyri, at landsstýrið ella stovnur undir landsstýrinum í nærri ásettan mun, við løgtingslóg fær heimild til við kunngerð at áseta rættarreglur av almennum slagi. Ein tílík heimild kann ikki verða treytað av, at reglurnar, sum ásettar verða, skulu hava góðkenning frá umboðum løgtingsins.

§ 35. Hóast § 1 kann við løgtingslóg í nærri ásettan avmarkaðan mun heimild verða latin nevndum, stýrum og ráðum at taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir.
Stk. 2. Løgtingið kann ikki velja limir í nevndirnar, stýrini ella ráðini, sum umrødd eru í stk. 1.

§ 36. Løgmaður ger av, hvør av landsstýrismonnunum er varaløgmaður og røkir heimildir løgmans, meðan hann hevur forfall. Er einki ásett, verða heimildir hansara røktar av tí landsstýrismanni, sum longst hevur sitið í embæti. Hava tveir landsstýrismenn sitið líka leingi, tekur hin eldri við heimildunum.

§ 37. Løgmaður og landsstýrismenn hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra. Mál viðvíkjandi hesi rættarligu ábyrgd verða dømd av nevningatingi. Greiniligari reglur um hesa ábyrgd verða at áseta við løgtingslóg.

§ 38. Løgtingið setur eina tríggja manna nevnd av løgtingsmonnum at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.
Stk. 2. Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra, sum ikki hevur dómsmyndugleika. Hann skal, eftir at hann hevur kannað málið, gera eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lógligan hátt. Tveir fimtingar av løgtingsmonnunum kunnu skrivliga seta fram sama krav.
Stk. 3. Kanningarstjórin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og skal ikki verða starvsettur í fyrisiting landsstýrisins, á stovni undir landsstýrinum, hjá dómsvaldinum ella fyrr hava viðgjørt málið.
Stk. 4. Kanningarstjórin hevur rætt til at krevja skrivligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borgarum eins og frá almennum embætismonnum.

§ 39. Í løgtingslóg kann verða ásett, at løgtingið velur uttantingsmann, at hava innlit við fyrisiting heimastýrisins.

Dómsvaldið

§ 40. Dómsvaldið er hjá óheftum dómstólum, sum virka sambært rættargangslógini fyri Føroyar.

Fíggjarmál landsins

§ 41. Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg.
Stk. 2. Beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann ikki verða álagdur fyri inntøkur, innflutning, útflutning, sølu, gjald ella tílíkt, sum er farið fram í tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta varð lagt fyri løgtingið.
Stk. 3. Áðrenn løgtingsfíggjarlóg ella bráðfeingis fíggjarlóg er samtykt á løgtingi, er ikki loyvt at krevja inn teir skattir, ið nevndir eru í stk. 1.

§ 42. Lán ella borgan o.a.m, ið skuldbindur løgting, landsstýri ella stovnar undir landinum, kann ikki verða tikið ella veitt uttan við heimild í løgtingslóg.

§ 43. Fyri 1. oktober á hvørjum ári leggur landsstýrið fyri løgtingið uppskot um løgtingsfíggjarlóg fyri komandi álmanakkaár.
Stk. 2. Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Tó kann í tíðarskeiðinum fram til 1. apríl, eftir at fíggjarárið er endað, verða ávístur peningur av farnu fíggjarlógini fyri útreiðslur, ið havdar eru í farna fíggjarári.
Stk. 3. Um útlit eru til, at uppskot til fíggjarlóg ikki er liðugt viðgjørt fyri fíggjarársbyrjan, leggur landsstýrið fram uppskot um eina bráðfeingis játtanarlóg.

§ 44. Eykajáttan verður veitt við løgtingslóg.
Stk. 2. Um mál hevur skund, kann løgtingsins fíggjarnevnd eftir uppskoti frá landsstýrinum veita eykajáttan, uttan so er, at tveir fimtingar av nevndarlimunum krevja málið avgjørt við løgtingslóg.
Stk. 3. Eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur veitt ígjøgnum árið, verða at góðkenna við eykafíggjarlóg í seinasta lagi 31. desember sama ár. Landsstýrið hevur skyldu at leggja fram uppskot hesum viðvíkjandi innan 1. desember.

§ 45. Landskassaroknskapurin skal verða lagdur fyri løgtingið í seinasta lagi seks mánaðir eftir fíggjarárslok.
Stk. 2. Løgtingið velur nakrar grannskoðarar. Teir fara ígjøgnum árliga landskassasroknskapin og ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg. Teir kunnu krevja at fáa allar upplýsingar og øll skjøl, ið teimum tørvar. Greiniligari reglur um, hvussu mangir grannskoðarar skulu vera, og um virki teirra, verða ásettar í løgtingslóg.
Stk. 3. Landskassaroknskapurin við viðmerkingum grannskoðaranna verður lagdur fyri løgtingið til samtyktar.
Stk. 4. Reglurnar í stk. 1-3 verða eisini nýttar fyri roknskapir hjá almennum stovnum, sum hava sjálvstøðugan roknskap.

Felagsmál

§ 46. Eftir avgerð heimastýrisins verða mál yvirtikin sambært løgtingslóg.

§ 47. Áheitan á ríkismyndugleikarnar um at seta í gildi fyri Føroyar ríkislóg ella kongliga fyriskipan, sum setur í gildi ríkislóg fyri Føroyar, kann bert verða gjørd við ríkislógartilmæli.

§ 48. Uppskot til ríkislógartilmæli, ið løgtingið hevur samtykt, fær gildi, tá ið tað seinast 30 dagar eftir endaligu samtyktina er staðfest av løgmanni og sent ríkismyndugleikunum.

§ 49. Landsstýrið ummælir tey uppskot til kongligar fyriskipanir, sum ikki seta ríkislóg í gildi í Føroyum. Hetta geldur somuleiðis fyri allar kunngerðir, sum ráðharri sendir heimastýrinum við atliti at gildisseting í Føroyum.

§ 50. Um heimild við ríkislóg ella við kongligari fyriskipan er løgd til heimastýrið, verða almennar reglur sambært slíkari heimild at áseta við løgtingslóg; í øðrum førum liggur heimildin hjá landsstýrinum.Stk. 2. Í teimum førum, sum heimild er løgd heimastýrinum í kunngerð frá ráðharra, er hon hjá landsstýrinum.

§ 51. Landsstýrið umboðar heimastýrið mótvegis ríkismyndugleikunum.
Stk. 2. § 52, stk. 2 og 3, galda á sama hátt í hesum førum.

Millumtjóðasáttmálar

§ 52. Landsstýrið hevur málsræði í førum, sum heimastýrinum er heimilað at tingast við og gera avtalur við onnur lond.
Stk. 2. Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar.
Stk. 3. Samstundis sum slík avtala verður løgd fyri løgtingið til góðkenningar, boðar landsstýrið frá, hvørjar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli, neyðug eru, til tess at millumlandasáttmálin kann verða útintur.

§ 53. Landsstýrið ummælir heimastýrisins vegna teir millumtjóðasáttmálar, sum ríkismyndugleikarnir leggja fyri heimastýrið til ummælis.
Stk. 2. § 52, stk. 2 og 3, galda á sama hátt í hesum førum.

§ 54. Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.
Stk. 2. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.

§ 55. Løgtingslóg, ella partur av løgtingslóg, hevur ikki gildi, um
a) hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, heimastýrið hevur gjørt við onnur lond,
b) hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, Danmørk hevur gjørt við onnur lond, og sum eisini fevnir um Føroyar.

Kommunurnar

§ 56. Rættur kommunanna at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður ásettur í løgtingslóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommunufelagsskapir kunnu skuldbindast við láni, borgan o.ø.m.

Fyriskipanir um gildiskomu

§ 57. Um so er, at løgtingið samtykkir uppskot til broytingar av hesi løgtingslóg, kann samtykta løgtingslógaruppskotið ikki beinanvegin verða staðfest av løgmanni. Hitt soleiðis samtykta løgtingslógaruppskotið skal eftir næsta val verða samtykt óbroytt í fyrstu setu nývalda tingsins, og kann síðan verða staðfest á vanligan hátt av løgmanni.
Stk. 2. Verður heimastýrislógin broytt, kunnu uppskot um at broyta hesa løgtingslóg, orsakað av broytingini í heimastýrislógini, verða samtykt og staðfest eftir vanligum reglum.

§ 58. Løgtingslógin fær gildi ólavsøkudag 1995.
Stk. 2. Samtundis fara úr gildi:
a) Løgtingslóg nr. 1 frá 13. mai 1948 um stýrisskipan Føroya í sermálum seinast broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 3. januar 1985.
b) Løgtingslóg nr. 2 frá 13. mai 1948 um umboðsvald Føroya.
c) Løgtingslóg nr. 22 frá 22. mai 1962 um millumtinganevnd í fiskimarks- og felagsmarknaðamálum.
d) § 2, stk. 2, 2. pkt., í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya løgting seinast broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 13. mai 1992.
Stk. 3. Stk. 3. § 33 í hesi løgtingslóg fær tó ikki gildi fyrr enn ólavsøkudag 1996. Til henda § fær gildi, hava § 6 í løgtingslóg nr. 1 frá 13. 05.1948 um stýriskipan Føroya í sermálum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 03.01.1985 og § 8 í løgtingslóg nr. 2 frá 13.05.1948 um umboðsvald Føroya framvegis gildi.