Fólkaflokkurin, stovnaður í 1939, er ein borgarligur, sosialur og liberalur tjóðskaparflokkur. Flokkurin arbeiðir fyri búskaparligum sjálvbjargni, so hvør familja og einstaklingur hava frælsi til, eftir evnum, vilja og undir ábyrgd, at leggja egin viðurskifti til rættis í skipaðum rættarligum og sosialum kørmum og við sum minst av almennari uppílegging og skattatrýsti.