Løgtingsval

Løgtingið verður valt fyri 4 ár í senn. Løgtingsval kann tó vera, áðrenn valskeiðið er úti, um løgmaður ger av at skriva út val, ella um tingið samtykkir at upploysa seg sjálvt. Løgmaður sendir síðani út kunngerð um val og ásetir valdagin, við í minsta lagi 4 viku freist og í mesta lagi 5 viku freist.

Løgtingssetan

Løgtingið verður sett ólavsøkudag 29. juli. Tá fara tingmenn, landsstýrismenn, ríkisumboðsmaður og embætismenn í skrúðgongu úr tinghúsinum í Havnar Kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan aftur í tinghúsið, har tingið verður sett. Á hesum fundi heldur løgmaður Ólavsøkurøðuna, har hann viðger støðuna í samfelagnum. Tingið umrøður løgmansrøðuna í fyrstu viku í august. Í hesumorðaskifti verður støðan í samfelagnum sum heild viðgjørd.

Løgtingð viðger vanliga millum 150 og 200 mál í eini tingsetu, men málini eru ógvuliga ójøvnt bæði í støddar og av týdningi. Tingsetan er frá ólavsøki til ólavsøku.

Uppskot til løgtingsfíggjarlóg skal leggjast fram innan 1. oktober og skal vera samtykt innan 31. desember. Uppskotsum skulu vera liðugt viðgjørd fyri ólavsøku, kunnu ikki, uttan serligum førum, verða framløgd seinni enn 7. mars á hvørjum ári. Øll uppskot, sum ikki eru liðug viðgjørd á ólavsøku, fella burtur og mugu leggjast fram av nýggjum, skulu tey hava viðgerð.

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum umsitur løgtingsval.
Meir kunning um val, er á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálum, her.

Valúrslit
Valúrslit 2022
Valúrslit 2019
Valúrslit 2015
Valúrslit 2011
Valúrslit 2008
Valúrslit 2004
Valúrslit 2002
Valúrslit 1998
Søgulig valtøl frá 1946 til 2002